|
|
|
Bíbliuhondbókin
| | Vaizata | (úr gomlum persiskum, hvítur, reinur. Orðarætt: Sonur luftina.) Ein av 10 sonum Hamans, sum jødarnir drópu í Susan. Ester 9,9. | | | Vanja | (hebr. týdn. óvissur.) Ísraelsmaður av eftirkomarum Banisar, sum hevði tikið sær fremmanda kvinnu til konu og lovaði at senda hana aftur. Ezra 10,36. | | | Vasjni | (hebr., óvist, kanska: HARRIN er sterkur.) Eldri sonur Sámuel profet. 1. Krøn. 6,28. | | | Vasjti | (hebr. vakurleiki.) Drotning Ahasverusar kongs. Les Esterar bók kap. 1. Best er at lesa hesa vøkru søguna alla. Hon hevur bert 10 kapitlar. | | | Viðurstygd oyðingarinnar | (kann helst eisini verða umsett: Avgudurin, sum voldir oyðing.) Hin øgiligi avgudurin, sum settur verður á halgum stað, tá Antikrist, eisini kallaður „djórið“, „syndamaðurin“, 2. Tess. 2,3–4; Dán. 9,27; 12,11, stígur fram í sínum veldi, seinnapartin av hini „stóru trongdini“. Dán. 11,31; Matt. 24,15. | | | Vísmenn | (gr. magai, frá gomlum persiskum „magan“.) Umsett til vísmenn í Matt. 2,1.7.16. Og umsett til „gandakall“ í Áp. 13,6.8. Vit hitta hetta í Gamla Testamenti í Jer. 39,3: „Nergal-Sarezar, hægsti vísmaðurin.“ Sama í v. 13. Heiti hansara er akkadiskt, stavað Rab-mag, (rab = stórur og magi = høvdingi). | | | Vofsi | (hebr. ríkur, ella lagt afturat.) Faðir Nabi, sum var ein av hinum 12 njósnarunum. Hann var av ætt Naftali. 4. Mós. 13,14. |
|
|
|
|
|