Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
UfasSama sum „Ofir“ siga summir. Aðrir halda, at hetta orðið í Jer. 10,9 kann vera navn á øðrum stað, har gull var at fáa. Hetta er kortini alt óvist.
UlaiNavnið á eini á við Susan, q.v. Hon rennur út í Eufrat har á leið, sum hon rennur saman við Tigris. Dániel profetur sigur frá í kap. 8 um sjón frá HARRANUM, sum hann sá við ánna Ulai. Eingilin Gabriel fekk boð um at siga týdningin av sjónini fyri Dániel. Frá honum fekk hann at vita týdningin, og at hesar hendingar liggja langt frammi í tíðini. Les Dániel kap. 8.
Ulam(kanska fyrstur, av arab. „avval“, t.e. fyrst.) Sonur Peresj og faðir Bedan, í ætt Manasse. 1. Krøn. 7,16.
   2. Elsti sonur Esek, sum ættaður var frá Mefibosjet, abbasyni Sauls kongs. Hesin Ulam livdi um ár 588 f.Kr. Í 1. Krøn. 8,40 lesa vit: „Synir Ulam vóru veldigir kappar, kringir bogamenn; teir áttu nógvar synir og sonasynir – 150. Allir hesir hoyrdu til Benjaminitar.“
Ulla(hebr. ok, byrða.) Maður av ætt Asers. Hann var faðir at trimum høvuðsmonnum: Ara, Hanniel og Rizja. 1. Krøn. 7,39.
Umma(hebr. sameining.) Býur, sum lutaðist ætt Asers. Josva 19,30.
Ur(hebr. ljós.) Føðistaður Ábrahams í suður-Bábylonia, ikki langt frá fornaldarbýnum Uruk í útnyrðing og Iridu í útsynning. Nútímans rannsókn har á staðnum byrjaði í 1834 (J. E. Tailor). Fyri ta tíð var har bert ein høvd, sum kallað varð „Bikheyggjurin“. Arabarar kallaðu hana „al muqayyar“.
      Í 1918 helt H. R. Hall fram við útgrevstrinum. So var tað, Leonard Woolley leiddi útgrevsturin frá 1921. Hesi stórslignu kongligu gravstøðini frá um ár 2500 f.Kr. vístu seg at goyma mongdir av skreyti og gimsteinum, alt við ótrúligum vakurleika; serliga glæsiligu íløt og búnýti Shubads drotningar.
      Bíblian sigur týðuliga frá, at heimstaður Ábrahams upprunaliga var í suður-Mesopotamia í býnum Ur, og at hann flutti til Karan í norður-Mesopotamia á vegnum til Kána’anslands. 1. Mós. 11,28–31; 12,1–4. Ur var upprunaliga høvuðsbýurin og ráddi yvir tí mesta av Bábylonia, men frá ári um 2180 hevur hann mist serstøðu sína. Um ár 1950 varð hann lagdur í oyði og uppaftur bygdur um ár 1400 f.Kr., men hann var altíð høvuðshalgidómurin fyri mánagudin „Nannar“, sum eisini verður kallaður „Sin“.
Urbanus(lat. mentaður, kurteisligur.) Kristin maður í Róm, sum Paulus letur heilsa: „Heilsið Urbanusi, sum hevur arbeitt saman við okkum í Kristusi.“ Róm. 16,9.
Uri(hebr. stytting av Uria, q.v.) Faðir Bezalel av ætt Juda, sum HARRIN hevði fylt við Anda Sínum og soleiðis gjørt føran fyri verk fyri Seg. 2. Mós. 31,2–5.
   2. Faðir Geber, sum var fúti Sálomos í Gileadslandi. 1. Kong. 4,19.
   3. Ein av duravaktarunum, sum lovaðu at senda heidnu konu sína aftur. Ezra 10,24.
Uria(hebr. ljós HARRANS.) Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,42. Hann var hetitur, men av tí, hann sigur, sæst, at átrúni hansara var jødiskur. Kona hansara æt Batseba, dóttir Eliams, og var ógvuliga vøkur. Les um Dávid, Batsebu og Eliam í 2. Sám. 11,1–27.
   2. Prestur á døgum Esaiasar. HARRIN segði við Esaias: „Tak mær álítandi vitni, Uria prest og Zakarias, son Jeberekja.“ Es. 8,2.
   3. Ein av prestunum, sum stóðu undir høgru lið Ezra, tá hann las úr lógbókini fyri fólkinum. Neh. 8,4.
UriasGrikska sniðið av navninum „Uria“.
Uriel(hebr. Gud er ljós.) Levitur av ættargrein Kahats. Hann var sonur Tahat og faðir Uzzia. 1. Krøn. 6,24.
   2. Millum teir mongu, sum valdir vórðu til at bera ørkina, tá hon varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,5: „Av Kahatitum Uriel – sum var høvd – og brøðrum hansara, 120.“
   3. Faðir Mikaju, sum var móðir Abia kong. 2. Krøn. 13,2. Í 2. Krøn. 11,20 stendur, at hon var dóttir Absalom; her eigur at standa „abbadóttir“.
Urim og Tummim(hebr. ljós – fleirtal – og fullkomileikar). Vit lesa í 2. Mós. 28,30: „Í dómsbringudúkin skalt tú leggja urim og tummim, so Áron ber tey á hjartanum, táið hann fer inn fyri ásjón HARRANS, soleiðis skal Áron altíð bera dómin yvir Ísraelsmenn á hjartanum fyri ásjón HARRANS.“ Hvørjum hesir lutir vóru av, og hvussu vorðnir, er ikki sagt okkum. Fornaldarskrivarar sum Josefus, Filo og rabbinararnir eru ikki førir fyri at siga tað við vissu.
Utai(hebr. Harrin hjálpir.) Sonur Ammihud av eftirkomarum Perezar, sonar Juda. Hann búði í Jerúsalem, aftaná at teir vóru heim aftur komnir úr Bábel. 1. Krøn. 9,4.
   2. Ein av eftirkomarum Bigvais, sum komu heim úr Bábel, 70 mans við Ezra. Ezra 8,14.
Uz(hebr. at smokka, t.d. í bleytum sandi – W. Gesenius.) Sonur Árams, sum var sonur Sem. 1. Mós. 10,23.
   2. Hin frumborni hjá Milku og Nakor, bróður Ábrahams. 1. Mós. 22,21.
   3. Sonur Disjan. 1. Mós. 36,28.
   4. Landið, har Job búði. Job 1,1; Sorg. 4,21; Jer. 25,20. Ptolemaios, land- og stjørnufrøðingur, skrivar fyrrapartin í aðru øld f.Kr., at Aisitai, t.e. uzzitar, búðu í arabisku oyðimørkini, vestan fyri Bábylon, ikki langt frá edomitum á fjallinum Seir; teir høvdu einaferð tilhald í Uz, sum teir munnu hava hersett.
Uzai(hebr. eftirynskjandi.) Faðir Palal, sum var ein av teimum, ið bygdu múrin um Jerúsalem upp aftur. Neh. 3,25.
Uzal(hebr. týdn. ivasamur.) Uzal var hin sætti av trettan sonum Joktans. Menn, sum siga seg vita, siga frá, at høvuðsstaðurin í Jemen, Sanaa, í fornøld æt Uzal eftir hesum manninum, og at tað var hann, sum stovnaði býin. 1. Mós. 10,27.
Uzza(hebr. styrki.) Vit lesa í 2. Kong. 21,18: „So legðist Manasse til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í urtagarðinum við hús sítt, í urtagarði Uzza.“ Hvør hesin Uzza var, er ikki sagt frá.
   2. Sonur Sjime’i, sum var sonur Libni, son Merari. 1. Krøn. 6,29.
   3. Sonur Ehud, benjaminit. 1. Krøn. 8,6.7.
   4. Sonur Abinadab; bróðir hansara æt Ajo. Teir stýrdu vagninum við ørk Guds. Dávid kongur mistók seg har. Hann var í tí løtuni ikki varur við, at ørkin skuldi verða borin, og tað skuldu levitarnir gera. 1. Krøn. 15,2. Les 2. Sám. 6,1–18.
Uzzen-Sje’era(hebr. oyru Se’erusar.) Stað, nær við Bet-Horon. 1. Krøn. 7,24: „Dóttir hansara (t.e. Efra’im) var Sje’era; hon bygdi Niðara- og Ovara-BetHoron og Uzzen-Sje’era.“
Uzzi(hebr. sterkur.) Sonur Bukki og faðir Seraja høvuðsprest. 1. Krøn. 6,5.51; Ezra 7,4.
   2. Sonur Tola, sum var sonur Issakar. 1. Krøn. 7,2–3.
   3. Sonur Bela av ætt Benjamins. 1. Krøn. 7,7.
   4. Sonur Mikri og faðir Ela av húsi eins benjaminits, sum búði í Jerúsalem aftaná, at tey vóru heim komin úr Bábel. 1. Krøn. 9,8.
   5. Umsjónarmaður levitanna í Jerúsalem við tænastuna í húsi Guds. Hann var av eftirkomarum Asafs. Neh. 11,22.
   6. Prestur av skifti Jedaja á døgum Jójakims høvuðsprest. Neh. 12,19.
Uzzia(hebr. HARRIN er styrki.) Millum kappar Dávids lesa vit í 1. Krøn. 11,44 um „Uzzia Asteratit“. Hann hevur verið ættaður úr Asterot, hinumegin Jordan.
Uzzias(hebr. HARRIN er styrki.) Hin tíggjundi av kongunum í Juda ríki. Viðhvørt er navn hansara stavað Azarja. Gesenius heldur hetta vera gamla misskriving, og væl kann vera, at so er. Eisini kann hann hava tikið annað navn, tá hann gjørdist kongur. Vit lesa í 2. Kong. 14,21: „Tá tók alt fólkið í Juda og gjørdi Azarja – sum tá var 16 ár – til kong eftir Amazja, faðir hansara.“ Hetta var ár 783 f.Kr.
      Uzzias var dugnaligur kongur. Henda tíðin, hann var kongur, var friðarlig uppgongutið. Faðir hansara hevði fingið Edom, ið hvussu er fyribils, at tagna, og Uzzias víggirdi havnarbý edomita, Elat við Akabavíkina, og legði undir seg lendið har. Við hesum og við at halda filistarar og arabarar í ótta, ráddi hann yvir handilsleiðini millum Arabia og Gaza við Miðjarðarhavið. Hann styrkti um verjuvirki Jerúsalems og hevði altíð búnan her standandi. Les 2. Krøn. 26. Les um øgiliga mistak hansara frá v. 16: „Men táið hann hevði fingið hetta stóra vald, gjørdist hjarta hansara hugmóðigt.“ Esaias profetur sigur frá í kap. 6,1: „Tað árið, ið Uzzias kongur doyði, sá eg HARRAN sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið.“ Esaias hevur inntil tá hildið nógv um Uzzias kong og friðarligu tíðirnar, ið tá vóru. Hann man hava væntað, at nú fór ríki Messiasar at koma. Tá Uzzias doyði, og tann vónin brast, hugdi hann hægri upp og sá HARRAN. Tá hann so fekk at vita, at nú hann hevði verið við altarið, var skyld hansara burtur, og bøtt var fyri synd hansara, tá gjørdist hann „Evangelisturin millum profetarnar“.
   2. Levitar av húsi Kahats. 1. Krøn. 6,24.
   3. Faðir Ataja, ein av judamonnunum, sum búðu í Jerúsalem aftan á heimkomuna úr Bábel. Neh. 11,4. Um ár 536 f.Kr.
   4. Ein av eftirkomarum Harims, av teimum, sum høvdu tikið fremmanda kvinnu og lovaðu at senda hana aftur. Ezra 10,21.
Uzziel(hebr. Gud er styrki.) Hin fjórði av sonum Kahats, sum var sonur Levi. 2. Mós. 6,18.
   2. Ein av oddamonnunum hjá símeonitum, tá teir fóru til Se’irsfjøll. 1. Krøn. 4,42.
   3. Ein av sonum Bela, son Benjamin. 1. Krøn. 7,7.
   4. Ein av spælimonnunum hjá Heman á døgum Dávids. 1. Krøn. 25,4.
   5. Levitur av húsi Jedutuns, av teimum, sum gjørdu sítt til, at templið varð reinsað á døgum Ezekiasar. Ár 719 f.Kr. 2. Krøn. 29,14.
   6. Sonur Harhaja, ivaleyst ein prestur á døgum Nehemiasar. Hann var við til at laða múrin um Jerúsalem. Sagt er, at hann var „gullsmiður“. Tað sigur okkum, at hann var ein av teimum, sum høvdu til starv at halda ljóðførini í standi. Neh. 3,8.
UzzielitarEftirkomarar Uzziels, av húsi Kahats. Eisini kallaðir „Synir Uzziel“. Á døgum Dávids vóru teir 112 í tali. 1. Krøn. 15,10. Ættina lesa vit um í 2. Mós. 6,16–18: Levi átti Gerson, Kahat og Merari. Gerson átti: Libni og Sime’i. Kahat átti: Amram, Jezhar, Hebron og Uzziel.