Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Ra’amja(hebr. sum HARRIN fær at pipra, t.e. óttast HARRAN.) Ein av teimum, sum komu heim úr útlegdini í Bábel í fylgi við Zerubbabel. Neh. 7,7. Í Ezra 2,2, stavað Re’elaja.
Ra’amses(Eisini stavað Rameses: egypt. Sólsonur. Kann eisini lesast: „Ra skapti“.) Vit lesa í 2. Mós. 1,11: „So settu teir arbeiðsfútar yvir tey, at plága tey við trælaarbeiði. Tey máttu byggja Farao tveir býir at goyma føði í, Pitom og Ra’amses.“ Ferðin um oyðimørkina byrjaði úr Rameses. 2. Mós. 12,37.
Rabba(hebr. stórur.) Sterkur víggirdur staður eystan fyri Jordan. Hann var gamli høvuðsstaðurin hjá ammonitum. 5. Mós. 3,11; 2. Sám. 12,26; 17,27; Ezek. 21,20. Í 5. Mós. 3,11 lesa vit: „Hesin Og, kongurin í Basan, var tann seinasti, ið eftir var av Refa’itum (tað var risavaksið fólk); kista hansara, jarnkista, stendur, sum øll vita, í ammonitiska býnum Rabba. Hon er 9 alin long og 4 alin breið eftir vanligum máli.“ Rabba tykist ikki vera tikin upp í økið hjá ættum Ísraels eystan fyri Jordan. Í Josva 13,25 stendur, at: „Landið, teir fingu, var Jazer og allir býirnir í Gilead og hálvt land Ammonita, líka at Aroer, ið liggur beint yvir av Rabba.“ Í 2. Sám. 11,1 lesa vit, at Jóab kringsetti Rabba. Í v. 25 gevur Dávid Jóabi boð um, at hann skal gera dyggilig álop á býin og bróta hann niður. Um hesa tíðina var komið so mangt tvørligt inn í heimalív Dávids, og hesir kapitlarnir í 2. Sám. 11 til 24 tala mest um tað. Ikki er sagt frá, um Jóab breyt Rabba niður ta ferðina, men í Amos 1,14 síggja vit, at hann hevur múrar og hallir. Hetta er um tvey hundrað og fimmti ár seinni. Fulla navn býarins var „Rabba í Ammonitalandi.“ Nú eitur hann Amman og er høvuðsstaður í núv. landinum Jordan.
   2. Býur í Juda; nevndur saman við Kirjat-Jearim. Ikki er vist, hvar hann lá. Kann vera, at hann er hin sami, sum í Tel el Amarnabrøvunum er nevndur Rubute. Hesin Rabba er bert nevndur í Josva 15,60.
Rabbi(hebr. (gr. hrabbi) Lærari mín.) Tá jødar tiltalaðu lærarar ella andligar vegleiðarar við virðing. Matt. 23,7.8; Jóh. 1,39.50; 3,26; 6,25. Orðini „Rabbi“ og „Rabbuni“ merkja bæði „meistari“.
      Jóh. 20,16. Jødar nýttu trý tignarstig: „Rab“, meistari, sum var hitt lægsta; „Rabbi“, meistari mín, hitt næsta; og „Rabbuni“, mín harri og meistari.
Rabbit(hebr. mongd.) Býur í ætt Issakars. Josva 19,20. Ikki er rættiliga avgjørt, hvar hann lá.
Rabsaris(á hebr. rab-saris; assýr. Rabusja-sja-resji.) Merkti upprunaliga „ovasti hirðmaður“. Varð so heiti assýrisku embætismanna og ikki sernavn. Í søguni um, tá Sankerib søkti at Juda á døgum Ezekiasar, 2. Kong. 18,17, finna vit hesi nøvnini: Tartan, Rabsaris og Rabsjake. Hesi eru ikki mansnøvn, men hermannaheiti. Orðini eru saman við søguni komin inn í hebraiskt sum navn. W.F. Albright: „O.T. Commentary“; Millar Burrows: „What Means These Stones?“ Í Jer. 39,3 finna vit eisini slík hermannaheiti. So eisini í v. 13.
Rabsjakeassýriskt. Har var tað stavað „Rab’sha-ke. Ovasti hermaður.“ Rabsaris, q.v.
Raddai(hebr. HARRIN lækkar.) Hin fimti, ið nevndur er av sonum Ísai. Hann var bróðir Dávid kong. 1. Krøn. 2,14.
Raema(hebr. skjálvti.) Ein av sonum Kusj, sum var sonur Kam. 1. Mós. 10,7.
Rafa(hebr. hann grøðir.) Fimti sonur Benjamins, son Jákup. 1. Krøn. 8,2.
   2. Ein sonur Bina, son Elasa, áttandi maður frá Jónatan, syni Sauls. 1. Krøn. 8,37.
Rafu(hebr. grøddur.) Faðir Paltis, sum var høvdingi í ætt Benjamins, tá Móses sendi menn úr Paransoyðimørk til at kanna Kána’ansland. 4. Mós. 13,9.
Rahab(hebr. ófriður, óljóð.) Skaldsligt navn á Egyptalandi. Í Job 26,12 kallað „Havdreki“. Í Sálm. 89,11 ikki umsett. Í Es. 51,9: „Var tað ikki tú, sum feldi Rahab og stakst havódýrið.“ Hetta er uttan iva sagt um Egyptaland, ið líknað verður við havdýr.
   2. Sami framburður, annar staviháttur og týdningur: (vídd, breidd. Í Job 36,16 „Rúmsátt“. Í Job 38,18 „Víddir“.) Væl kent navn í Jeriko. Hon tók ímóti njósnarunum, sum Josva hevði sent, og varð tí bjargað, tá býurin varð tikin. Josva 2,1 o.s.fr. og 6,17 o.s.fr. So er hon nevnd í Matt. 1,5; Hebr. 11,31 og brævi Jákups 2,25.
Raham(hebr. samkensla, kærleiki.) Sonur Sjema. Raham, „faðir“ Jorkeam, skuldi kanska verið „stovnari“ Jorkeams. Hetta man hava verið staðarnavn. 1. Krøn. 2,44.
Raka(gr. úr áram.: requa, t.e. tómt, virðileyst, einkisvert.) Skemdarorð, sum nýtt varð tá á døgum. Vit síggja av orðum Harrans, at orðið „dári tín“ var nógv sterkari, sum eisini samsvarar við Sálm. 14,1: „Dárin sigur í hjartanum: Eingin Gud er.“ Hygg Matt. 5,22.
Rakal(hebr. handilsskapur, ferðsla, at reika um.) Er annars umsett til: at lúgva, baktala, sleyga. Býur í ætt Juda. Les 1. Sám. 30,26–29.
Rakkat(áram. strond.) Víggirdur staður í Naftali. Josva 19,35. Bert nevndur hesa einu ferðina.
Rakkon(strond.) Býur í ætt Dans. Josva 19,46. Stutt norðan fyri Joppe.
Rakul(hebr. seyður.) Dóttir Laban og kona Jákup. Les um hetta í 2. Mós. 30. Rakul átti tveir synir, Jósef og Benjamin. Les 1. Mós. 35,16. Í v. 19–20: „So doyði nú Rakul; og hon varð jarðað á vegnum til Efrat, tað er Betlehem. Jákup reisti minnisvarða á grøv hennara; tað er gravsteinurin yvir Rakul – hann stendur har enn í dag“. Enn á okkara døgum vísa menn á grøv Rakular, men ivasamt er, um hetta er sama staðið.
Ram(hebr. høgt.) Sonur Hezron av eftirkomarum Perezar. Hann varð føddur í Egyptalandi aftaná, at Jákup flutti hagar, tí navn hansara er ikki við í 1. Mós. 46,12. Hann er nevndur fyrstu ferð í Rutt 4,19 og er nevndur í ættarlistanum í 1. Krøn. 2,9–10 eftir 1875 f.Kr. Hann er kallaður Áram í ættartali Jesu Krists. Matt. 1,3–4. Luk. 3,33, men fyri tað mesta broytt til Ram í umseting.
   2. Sonur Jerame’el og systkinabarn hin fyrra. 1. Krøn. 2,25.27. Synir henda Ram vóru Ma’az, Jamin og Eker.
   3. Elihu buzitur, sonur Barak’el í Job 32,2, er sagdur at vera „av ætt Rams“. Einki er sagt meir um hetta.
Rama(hebr. hædd.) Mangir gamlir býir vóru bygdir á hæddir. Hetta var, tí at tá var lættari at verja plássið. Býir, ið ofta verða nevndir, hava tí hetta forskoyti, so at orðið hædd (Rama) er vorðið partur av navninum, kortini við ymsum frábrigdum, sum Ramat, Josva 13,26; Ramot, 21,38 og 1. Sám. 30,27, og Ramatajim, 1. Sám. 1,1.
Rama í AserBert nevnt í Josva 19,29: „Nú sneiddi markið til Rama og gekk líka at hinum víggirda staði Týrus, sneiddi so til Hosa og gekk síðani líka í sjógvin, ikki langt frá Akzib.“
Rama í BenjaminNevndur saman við mongum øðrum støðum í Josva 18,21–28: „Býirnir, ið lutaðust ætt Benjaminita eftir slektum hennara.“ So nevnist hesin Rama í Dóm. 4,4–5.: „Um ta tíðina var Debora, kona Lappidot, dómari í Ísrael; hon var profetinna og sat undir Deborapálma millum Rama og Betel á Efra’imsfjalli. Ísraelsmenn komu til hennara, fyri at hon skuldi døma í málum teirra.“ Staðið man so hava verið norðan fyri Jerúsalem. Um ta tíðina, tá ríkið varð sundurbýtt, letur til, at Rama varð oyðilagt, tí vit lesa í 1. Kong. 15,17: „Baesa kongur í Ísrael kom ímóti Juda og víggirdi Rama, so at eingin maður skuldi sleppa inn ella út hjá Asa kongi í Juda.“ Tá Asa kongur í Juda sá, at gjørdur var sterkur skansi so nær høvuðsstaði hansara, tók hann silvurið og gullið, sum eftir var í skattkømurum húss HARRANS, og gav tænarum sínum tað í hendur; síðani sendi Asa kongur teir til Benhadad kong í Áram við tí. 1. Kong. 15,19–22.
Ramatajim-Zofim(hebr. Ramatajim = dupulthædd, Zofim = vaktarar.) Føðistaður Sámuels profets. 1. Sám. 1,1. Har búði hann, 7,17; 8,4, og har varð hann grivin, 25,1. Fulla navnið stendur bert her í 1. Sám. 1,1, annars altíð kallað Rama.
Ramat-Lehi(hebr. kjálkabeinshædd.) Vit lesa søguna um Samson í Dóm. 14,15 og 16. Í kap. 15 lesa vit, at tá hann kom til Lehi, og filistarar við gleðirópum komu ímóti honum (tí hann var bundin), kom Andi HARRANS yvir hann; og togini um armar hansara vóru sum brendur líntráður og fullu av hondum hansara, sum tey høvdu verið rotin. So fann hann nýtt esilskjálkabein, og hann rætti út hondina og tók tað og høgdi niður við tí 1000 mans. V. 17: „Táið hann hevði sagt hetta, blakaði hann kjálkabeinið frá sær, tí fekk hetta stað navnið Ramat-Lehi.“
Ramat-Mizpe(hebr. vaktarhædd.) Eitt av norðastu landamarkum í økinum, sum lutaðist ætt Gads. Hetta mundi vera sama staðið, har sum Jákup og Laban laðaðu varðarnar. 1. Mós. 31,48–49. Staðið varð nevnt Mizpa, Gal-Ed og Jegar Saha-duta. Staðið tykist annars vera tað sama, sum seinni í søguni er við navninum Ramot-Gilead.
RamesesSama sum Ra’amses, q.v.
Ramja(hebr. HARRIN er høgur.) Av eftirkomarum Parosj. Hann var ein av teimum, sum høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,25.
Ramot(hebr. hæddir.) Ein av teimum fýra levitabýunum í Issakar. 1. Krøn. 6,73.
Ramot í Gilead(hebr. hæddir Gileads.) Josva 20,8; 21,38; 1. Kong. 22,3 o.s.fr. Í 2. Kong. 8,29 og 2. Krøn. 22,6 stendur tó bert „Rama“. Ein av best kendu býum í ætt Gads eystan fyri Jordan. Hann varð lagdur til levitarnar og var ein av griðstøðunum. 5. Mós. 4,43; Josva 20,8. Vit lesa um mangar hendingar í sambandi við Ramot í Gilead. Fornfrøðingar vísa á staðið, sum nú ber navnið „Tell Ramit“ norðarlaga í Transjordania.
Reaja(hebr. HARRIN hevur sæð.) Rubenitur, sonur Mika. 1. Krøn. 5,5.
   2. Eftirkomari Sjobals, sonar Juda. 1. Krøn. 4,2.
   3. Millum tempultænararnar vóru eftirkomarar Reaja. Ezra 2,47.
Reba(hebr. fjórði partur.) Ein av teimum fimm midjanitakongunum, sum menn Ísraels drópu í bardaganum. 4. Mós. 31,8.
Rebekka(hebr. yndislig.) Dóttir Betuel, sum var bróðursonur Ábraham. Hon búði í „býi Nakors“ í Áram Naharajim, tað er Mesopotamia. 1. Mós. 24,10. Les hesa vøkru søguna í 1. Mós. 24,1–67.
Re’elaja(hebr. sum HARRIN fær at pipra, t.e. at óttast.) Ein av teimum, sum komu í fylgi við Zerubbabel. Ezra 2,2.
Refa(hebr. grøðing, hjálp, ríkidømi.) Ein sonur Beria av ætt Efra’ims. 1. Krøn. 7,25.
Refael(hebr. Gud grøðir.) Ein sonur levitin Sjemja av húsi Obed-Edoms. 1. Krøn. 26,7,8.
RefaitarTorført orð. R. Young: Analytical Concordance to the holy Bible: „Refaitar:“ sterkir. Fólkaslag, sum helt til sunnan fyri Jerúsalem og eystureftir yvir um Jordan. Í Basan í Amman og Móab. Í Astarot-Karnajim og Sjave Kirjatajim. Við hvørt kallað zamzumitar, emitar og eisini anakitar. Teir eru annars tiltiknir fyri stødd og styrki. Í 5. Mós. 3,11 lesa vit: „Hesin Og, kongurin í Basan, var tann seinasti, ið eftir var av Refa’itum. Kista hansara, jarnkista, stendur, sum øll vita, í ammonitabýnum Rabba; hon er 9 alin long og 4 alin breið eftir vanligum máli.“
Refaja(hebr. HARRIN grøðir.) Ein av høvdingunum í ætt Sime’irs. 1. Krøn. 4,42.
   2. Ein av sonum Tola, sonar Issakars. 1. Krøn. 7,2.
   3. „Moza fekk sonin Bina; sonur hansara var Refaja.“ 1. Krøn. 9,43.
   4. Sonur Hur, høvdingin yvir helvtini av landinum, ið hoyrdi til Jerúsalem. Neh. 3,9.
   5. Ein av eftirkomarum Hananja í ætt Dávids. 1. Krøn. 3,21.
Refidim(hebr. fløtur.) Eitt av støðunum, sum fólk Ísraels gjørdi steðg á leiðini frá Sins oyðimørk til fjallið Sinai. Vit lesa um hetta í 2. Mós. 17,1–16. Fyrst lesa vit um undurið, ið hendi, tá Móses eftir boði HARRANS sló á klettin; og so um, hvønn týdning bønin hevði í bardaganum við Amalek.
Regem(arab. frændi.) Hin fyrsti, ið nevndur er av sonum Jedai, sum tykist hava verið í ætt við Kaleb. 1. Krøn. 2,47.
Regem-Melek(frændi kongs.) Les Zakar. 7,2–14.
Regium(gr. brot. Kallað so eftir hesi brøttu og ósløttu strondini.) Býur á suðurstrond Italiu við Messinasundið. Regium er nevnt í Áp. 28,13 í sambandi við ferð Paulusar úr Sýrakus til Puteoli.
RegnUmseting frá ymsum orðum. Eisini umsett til ymisk orð, t.d. grovregn, skúrir, stoytiregn, sum er umseting av orðinum „gesjem“. Á økinum har um Sýrland-Palestina eru árstíðirnar vanliga býttar sundur í regntíð og terratíð. Regna kann kortini aðrar tíðir, men ikki til muns. Várregnið „Maleas“ kom í mars-apríl, og var tað mett neyðugari, at tað kom regluliga, enn heystregnið frá hálvum oktober, november og desember. Zakarias profetur sigur í kap. 10,1: „HARRAN skulu tit biðja um regn, táið várregntíðin er komin. HARRIN sendir snarljósini, og regnskúrir skal Hann geva teimum, hvørjum manni grøði av markini.“ Um vetrarregnið er sagt í Hás. 2,11: „Tí nú er veturin farin, regntíðin svann og er burtur.“
Rehabeam(hebr. hann økir um ella loysir fólkið.) 1. Kong. 14,21: „Rehabeam, sonur Sálomo, var kongur í Juda; hann var 41 ár, tá hann gjørdist kongur, og 17 ár stýrdi hann í Jerúsalem, býnum, ið HARRIN hevði útvalt av øllum ættum Ísraels til at lata navn Sítt búgva har; móðir hansara var ammonitisk og æt Na’ama.“ Vit lesa meir um hetta í 1. Kong. 14,22–31.
Rehabja(hebr. HARRIN er tann, ið økir ella víðkar.) Einasti sonur Eliezer, son Mósesar. 1. Krøn. 23,17; 26,25.
Rehob(hebr. vídd, torg.) Faðir Hadadezer kong í Zoba, sum Dávid vann sigur á. 2. Sám. 8,3.
   2. Ein levitur, sum skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,11.
   3. Býur norðarlaga í landinum. Norðasta staðið, teir komu til, sum Móses hevði sent til at kanna landið. 4. Mós. 13,21. Plássið mundi vera í ætt Naftali og verður nú kallað Tell-el-Kadhy. Dóm. 18,28.
   4. Býur norðuri við Sidon, lagdur til ætt Asers. Josva 19,28.
   5. Ein annar býur í ætt Asers. Josva 19,30; Dóm. 1,30–32.
Rehobot(hebr. rúmlig støð.) Vit lesa í 1. Mós. 10,10 um Nimrod: „Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi. Úr hesum landi fór hann til Assur og bygdi Nineve, Rehobot-Ir og Kala.“ Kanska hetta skuldi vera, sum í Septuaginta: „Úr hesum landi kom Asjur“ o.s.fr. Reobot-Ir kann merkja „gøtur staðarins“. Kanska Rehobot er at skilja sum „partur av stóra staðnum Nineve“.
   2. 1. Mós. 26,22: „Tá flutti hann haðani og læt grava ein brunn enn, og um hann varð einki klandur. Hann gav honum tí navnið Rehobot og segði: Nú hevur HARRIN givið okkum rúm, so vit kunnu vaksa í tali í landinum.“
   3. Býur eins Sjauls, sum var ein av kongunum í Edom. 1. Mós. 36,37; 1. Krøn. 1,48. Hvar staðið var, er óvist.
Rehum(hebr. miskunnsamur.) Ein av teimum, sum komu heim úr útlegdini í Bábel í fylgi við Zerubbabel o.ø. Ezra 2,2.
   2. Ezra 4,8: „Rehum ráðharri og Sjimsjai skrivari skrivaðu Artaxerxes kongi bræv móti Jerúsalem.“
   3. Levitur, sonur Beria, sum var við at arbeiða upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,17. Ár 445 f.Kr.
   4. Ein av „høvdingum fólksins“, sum skrivaðu undir sáttmálan saman við Nehemiasi. Neh. 10,25.
   5. Ein av prestunum, ið komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Neh. 12,3.
Re’i(hebr. vinarligur, góðviljaður.) Ein av teimum, sum nevndir eru, ið ikki hildu við Adonja, tá hann gjørdi uppreistur. 1. Kong. 1,8.
Reka(hebr. kann merkja: milt, blítt, brekka?) Í 1. Krøn. 4,12 er sagt um nakrar menn, at teir vóru úr Reka, men hvar tað staðið var, er ókent.
Rekab(hebr. hestmaður.) Les 2. Sám. 4,2: „Nú hevði sonur Saul tveir menn hjá sær, sum vóru høvuðsmenn fyri ránsflokkum; annar æt Ba’ana og hin Rekab; teir vóru synir Rimmon Benjaminit úr Be’erot.“ Teir drópu Isjbosjet og bóru høvd hansara til Dávid og væntaðu tøkk og løn fyri tað. Dávid varð kortini so illur, at hann dømdi teir til deyða. Til tess at skilja hetta, eiga vit at lesa 2. Sám. 3,1–39 og 4,1–12.
   2. Faðir Jónadab, sum hjálpti Jehu við at rudda burtur teir, ið dýrkaðu Ba’al. 2. Kong. 10,15–31.
   3. Faðir Malkia, høvdingan yvir landinum, ið hoyrdi undir Bet-Hakkerem og vældi um Mykjuportur. Neh. 3,14.
Rekabitar(hebr. felagsskapur – R. Young.) Líkt er til, at teir eru ættaðir frá Rekab 2, faðir Jónadab. Alt, ið annars er sagt um teir í Bíbliuni, er í Jer. 35,1–19. Les hetta gjølla. Rekabitar tykjast hava verið sum nasireararnir, ið Amos talar um í kap. 2,11; ein roynd at byrgja fyri hesum ósketni í livihátti, sum hótti við at súgva merg og megi úr tjóðini. Teir royndu at ávirka fólkið aftur at fáa hug til hitt einfalda hirðalívið og fráhald. Hesum var fólkið nú komið heilt burturfrá. Í ófriðinum, sum stóðst av Nebukadnezar og teimum høvdu teir leitað sær skjól í Jerúsalem. Her var tað, HARRIN bað Jeremias royna teir. Kap. 35. Teir stóðu royndina til fulnar, og profeturin líknar saman, hvussu teir hava aktað boð fedra sína, og hvussu Juda og Jerúsalem hava aktað boð HARRANS. Menn hava hildið seg hóma nakað av læru og livihátti teirra hjá flokkum í Arabia heilt til okkara dagar.
Rekem(hebr. marglitt.) Ein av teimum fimm kongunum í Midjan, sum dripnir vórðu. 4. Mós. 31,8.
Remalia(hebr. HARRIN nørir ella prýðir.) Faðir Peka kong í Ísrael. 2. Kong. 15,25–37. 16,1.5; 2. Kong. 28,6; Es. 7,1.9; 8,6.
Remet(hebr. hædd.) Býur í Issakar. Josva 19,21. Í 1. Krøn. 6,73 kallað Ramot.
RemfanÁp. 7,43: „Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds –.“ Orðini eru úr Amos 5,26 úr Septuaginta, t.e. Gamla Test. á grikskum. Aðrar umsetingar siga gudinum „Refan“, á akkadiskum Raimanu, t.e. gongustjørnan Saturn.
Resa(týdn. óvissur.) Maður í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,27.
Resjef(hebr. logi.) Sonur Beria av ætt Efra’ims. 1. Kong. 7,25.
Re’u(hebr. vinur, frændi.) Sonur Peleg og faðir Serug í ætt Ábrahams. Luk. 3,25; 1. Krøn. 1,25.
Re’uel(hebr. Gud er frændi.) Sonur Esau við Basmat. 1. Mós. 36,4.
   2. Verfaðir Mósesar. Jetro, q.v. 2. Mós. 2,18; 4. Mós. 10,29.
   3. Maður av ætt Benjamins. 1. Krøn. 9,8.
   4. Faðir høvdingans Eljasafs av ætt Gads. 4. Mós. 2,14.
Re’uma(hebr. hástór.) Hjákona Nakors. Hon átti: Teba, Gaham, Tahasj og Ma’aku. 1. Mós. 22,24.
Rezef(hebr. steinur – Gesenius). 1. Kong. 19,6: „bakað á heitum steinum.“ 2. Krøn. 7,3: í tí steinsetta garðinum. Ein av býunum, sum menn Sankeribs reypaðu av, at assýrarar høvdu lagt í oyði. 2. Kong. 19,11–13.
Rezin(hebr. prinsur, høvdingi.) Kongur í Sýrlandi. Á døgum hansara gjørdi Assýria nógv um seg, so Rezin var noyddur at fara í felag við Reka kong í Ísrael, sum hann annars var vanur at klandrast við. Teir báðir royndu at fáa Akas kong í Juda at vera í parti við sær. Hetta vildi hann ikki. Teir funnu so uppá at fara ímóti honum og noyða hann at koma í felagsskap við teir. Akas fór nú til Tiglat-Pileser at fáa hann at hjálpa sær. Hann tók høvuðsstað Sýrlands, Damaskus. Sýrland varð gjørt til assýriskt hjáland, og Rezin varð dripin ár 733 f.Kr. Les Es. 7,1–14.
   2. Ein av tempultænarunum. Ezra 2,48; Neh. 7,50.
Rezon(hebr. sum Resin.) Kongur í Sýrlandi á døgum Sálomos. Hann var fyrst í tænastu hjá Hadadezer í Áram-Soba, men rýmdi frá honum. Hann hevði ein hermannaflokk við sær, tók Damaskus og stovnaði árameiskt ríki. 1. Kong. 11,23–25.
Ribai(hebr. HARRIN er verji.) Benjaminitur úr Gibea. Sonur hansara Itai var ein av bestu stríðsmonnum Dávids. 2. Sám. 23,29.
Ribla(hebr. fruktagott stað, smb. arab. rabala, at nørast). 4. Mós. 34,11: „Úr Sjefam skal markið ganga suður til Ribla eystan fyri Ajin, og haðani longur suður, inntil tað kemur at fjallarygginum eystan fyri Kinneretsvatn.“
Ribla í HamatslandiLes søguna alla. Hon stendur í Jer. 39.
Rifat(týdn. ókendur.) Annar, ið nevndur er av sonum Gomers. 1. Mós. 10,3; 1. Krøn. 1,6.
Rimmon(hebr. granatepli.) Benjaminitur úr Be’erot, faðir Ba’ana og Rekab, sum drópu Isjbosjet. Rekab, q.v. 2. Sám. 4.
   2. Sýrlendskur gudur, dýrkaður í Damaskus; har var tempul Rimmons. 2. Kong. 5,18. Fulla navnið var Hadad-Rimmon. Hadad var høvuðsgudurin og Rimmon gudur heystsins, tá fruktin verður tikin. Granateplið við sínum mongdum av kjarnum skal her avmynda alt, ið fruktagott er.
   3. Ein av býum ætta judamanna ytst við markið móti Edom. Josva 15,21.32.
   4. Býur, sum meraritar av levitum fingu frá ætt Zebulons. 1. Krøn. 6,77. Her er tað stavað „Rimmono“.
   5. Býur við eysturmark zebulonita. Josva 19,10.13.
Rimmon-PerezEitt av støðunum, har fólk Ísraels gjørdi steðg í oyðimørkini. Júst, hvar staðið er, kann ikki sigast við vissu. 4. Mós. 33,19.
RimmonskletturLes søguna um hetta í Dóm. 20,1–48. Les kap. 21 eisini, 1–25.
Rinna(hebr. fagnaðarróp.) Ein sonur Símeon í ætt Juda. 1. Krøn. 4,20.
RisinusrunnurVit lesa í Jónasi, kap. 4, um, at tá profeturin hevði sett seg eystan fyri býin Nineve til at hyggja eftir, hvussu honum fór at gangast, (les Jónas kap. 1,1 til 3,10) læt HARRIN, v. 6, risinusrunn vaksa upp yvir Jónas til at skugga yvir høvd hansara, so hann kundi verða frægari hýrdur. Henda plantan er á hebr. kallað qiqayon (lat. pumpkin eureurbita pepo). Hon stavar frá strondini á Kaspiska havinum. Hon veksur ógvuliga skjótt og kann væl hava vaksið í Assýria á døgum Jónasar. Plantan er kend fyri at vaksa skjótt, men ikki eftir einari nátt, sum her er greitt frá í v. 10. Her var tað jú Skaparin sjálvur, sum virkaði eftir Sínum vilja og ráði.
Rissa(hebr. toft, niðurbrotið.) Eitt av støðunum, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í á ferðini um oyðimørkina. 4. Mós. 33,21.
Ritma(hebr. gývilrunnur, kustur.) Eitt av støðunum, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í á ferðini í oyðimørkini. 4. Mós. 33,18.
Rizja(hebr. HARRANUM dámligur.) Sonur Ulla í ætt Asers. 1. Krøn. 7,39.
Rizpa(hebr. brandur, gløðandi steinur.) Hjákona Sauls kongs. Les fyrst Josva 9,1–27 og so 2. Sám. 21,1–14.
Roboamgrikska sniðið av Rehabeam. Matt. 1,7.
RodanitarFólk, sum ættað var frá Javan, syni Jafet. 1. Mós. 10,4.
Rode(gr. rósa.) Arbeiðskona hjá Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus. Hon kom út at lata upp portrið, tá Pætur bankaði uppá. Av berari gleði gloymdi hon at lata upp. Áps. 12,12.13.14.
Rodus(gr. rósa.) Oyggj í Miðjarðarhavinum, stutt frá strondini á Lítla Asia. Nevnd í Áps. 21,1 í sambandi við triðju ferð Paulusar.
Roga(hebr. róp, gangur.) Ein av sonum Sjemers og fimti maður frá Aser. 1. Krøn. 7,34.
Rogelim(hebr. tøvarastað, av Reglajim, føtur-tvífalt.) Býur í Gilead, heimstaður Barzillai, q.v. Einki annað er sagt um Rogelim.
RómHøvuðsstaður í Italia. Nýggjar kanningar siga frá, at har, sum Róm liggur, eru at finna leivdir av bústøðum frá steinøldini ella meir enn 2000 ár f.Kr. Annars hava søgurnar roknað grundlegging Róms um ár 800 f.Kr. Teir, sum grundaðu býin og búðu har fyrst, vóru etruskarnir, sum vóru har fyri latínararnar. Hitt fyrsta, ið bygt varð, mundi vera á Palatinhæddini, vinstru megin Tiberánna, um 3 míl frá, har hon rennur í sjógvin. Klókir harrar gjørdu hann til stórbý, sum stóð á hinum tiltiknu „7 heyggjum“. Róm var leingi býur, har einki varð hugsað um útsjóndina. Býarstýrið „senatið“ tyktist at vera hugað til mátaligt sparsemi, men hetta var alt kollvelt í keisaratíðini, tá oyðslað varð við dýrum skreyti. Samstundis sum hetta ikki bert var kostnaðarmikið, men eisini verk so stórbær, at tey ikki bert undraðu tátíðina, men eisini nútíðina. Á døgum Krists, tá Augustus keisari ráddi, halda menn, at fólkatalið í Róm var um eina til hálvaaðru millión. Ríkið var stórt, og fólk kom allastaðni frá til høvuðsstaðin. Eingin annar býur hevur havt so blandað fólk sum Róm í keisaratíðini. Kristin samkoma hevur tíðliga verið í Róm, og hon fær rósandi umtalu, tá Paulus skrivar Rómbrævið. Róm. 1,8. Livilíkindini hjá sonnum kristnum í hesum býi kunnu ikki hava verið tey bestu.
RómbræviðHugsa vit nú okkum, at vit í staðin fyri dagin í dag fluttu okkum aftureftir í tíðina og suðureftir, so vit eru stødd í Korint, q.v., og vit kunnu skriva ár 58 í staðin fyri dagfestingina í dag, skuldu vit spurt onkran, hvar húsini hjá Gajusi eru, og farið at funnið tey, tí vit vita, at inni har situr Paulus ápostul og skrivari hansara Tertius; teir skriva bræv til samkomuna í Róm. Ímeðan rullar hesin heimurin egnu leið sína og ber seg at á sín egna hátt.
      Hetta árið er hitt fjórða, sum Nero er á trónuni. Mamma hansara hevði gift seg við Klaudiusi keisara. Hon átti Nero í fyrru giftu síni og vildi hava Klaudius at gera Nero til arving til trónuna.
      Hetta vildi hann ikki og mundi ikki vera lætt gjørt, tí hon var fjórða kona hansara. Agrippina gav ikki upp. Hon fekk Klaudius til at ættleiða Nero. Tá hon so hevði givið Klaudiusi eitur, gjørdist Nero keisari. Skjótt eftir hetta myrdi hann konu sína og giftist við Papeu Sabinu. Hon mundi vera upphavið til, at hann forkom móður síni. Tey mundu halda hana vera ov ráðaríka. Hesin var standurin í tí tiltikna sterka ríkinum. Sum Dániel profetur hevði sagt, so vóru føturnir av jarni, men har var eyrur blandaður uppí. Dániel 2,42–43.
      Á hesum døgum kom eldur í býin Róm. Nero fekk skuldina. Av røttum ella órøttum, er ikki vist. Hann legði skuldina á jødarnar og tey kristnu, og var hetta kærkomið høvi til at søkja at teimum.
      Ápostulin er nú við at enda sín 3 mánaða steðg í Korint. Tá hann skuldi fara, fekk hann at vita, at jødarnir lúrdu eftir honum, og gjørdi tí av at gera afturferðina gjøgnum Makedonia. Áps. 20,3. Hann ætlaði sær til Jerúsalems við gávu til fátæk har.
      Kvinna er har, hon eitur Føbe. Hon skal fara til Róm, og hann skrivar til brøðurnar har at taka sær av henni, sum hinum heiløgu sømir. Róm. 16,1.
      Longsil var í hjarta hansara eftir at koma til Róm, men nú skuldi hann til Jerúsalem fyrst.
      Millum teirra, hann skrivar til, eru fleiri, hann kennir. Har eru Rufus og móðir hansara – og mín – sum hann tekur til. Ikki er sagt okkum, hví tey eru stødd í Róm nú.
      Tá Markus skrivar evangelium sítt, eru teir kendir í samkomuni har, Aleksander og Rufus, eftir tí sum hann sigur í kap. 15,21. Paulus kallar móður Rufusar „mín móðir“, so tey hevur hann kent í Jerúsalem. Kann henda, at hann hevur gist hjá teimum, tá hann, eini 12 ára gamal, kom hagar at læra hjá Gamaliel. Hann var jú ættaður úr Tarsus í Kilikia. Meðan vit nú hava gingið og hugsað um alt hetta, og um hvussu satt tað er, at heimurin liggur í óndum, eru vit komin til húsini hjá Gajusi. Vársólin í Korint er bjørt og heit. Eg giti, hetta er í februar mánaði. Vit gloppa dyrnar, mugu ikki órógva teir. Her er svalligari inni, men skýmligt. Gluggarnir eru smáir. Yviri við ein glugga situr Tertius við fjøðurpenni, ella hetta kann eisini vera spískaður plantuleggur. Her er nakað myrkleitt, nú vit koma inn úr sólskininum. Vit síggja, at hann hevur eina rullu av papýrusi. Paulus situr og gevur honum orð eftir orð av hesum ódeyðiliga skrifti, sum vit kalla Rómbrævið. Her er vert at lurta eftir. Her er maðurin, vit hava hoyrt so nógv um. Nú eru 20 ár liðin, síðani hann møtti Harranum á vegnum til Damaskus. Ófatiligt stríð og strev hevur verið honum fyri hesi árini, sum Harrin við trúnni hevur búð í hjarta hansara; og Harrin hevur nýtt hann til at kunngera gleðiboðskapin fyri teimum, sum sita í dali deyðaskuggans. Latum okkum nú lurta eftir hvørjum orði, ið Harrin talar gjøgnum tænara sín. Tertius er farin at skriva.
   A. Læran um rættvísgering við trúgv:
   1. Opinberað í evangeliinum 1,1–17.
   2. Øllum neyðug 1,18–3,20.
   3. Hvussu 3,21–31.
   4. Ikki ein nýggj læra, 4.
   5. Signingin, ið fylgir við, 5.
   6. Spurningurin um synd, 6.
   7. Stríð hins rættvísgjørda, 7.
   8. Frælsi og rættindi hins rættvísgjørda, 8.
   9. Spurningurin um jødan, 9.10.11.
   B. Skylda hins rættvísgjørda.
   1) Fyri Gudi, 12,1–2.
   2) Okkum sjálvum, 12,3.
   3) Samkomuni, 12,4–8.
   4) Samkristnum, 12,9–13.
   5) Fíggindum, 12,14–21.
   6) Yvirvøldini, 13,1–7.
   7) Næstanum, 13,8–14.
   8) Veikum brøðrum, 14–15,7.
   9) Øllum 15,8–16.
Romamti-Ezer(hebr. høgt havi eg sett hjálp tína.) Tempulsangari, av sonum Hemans, sum var síggjari í orði Guds hjá konginum. 1. Krøn. 25,4.5.31.
Rosj(hebr. høvd.) Ein sonur Benjamins. 1. Mós. 46,21. Vit hitta ikki navn hansara aftur, so hann man vera deyður barnleysur.
   1. Land ella stað, sum saman við fólki úr ymsum ættum, t.d. úr ytsta norðurlandi er umtalað hjá Ezekiel í kap. 38,2–6. o.s.fr. HARRIN sigur um hesi fólk í Ezek. 38,16: „Sum skýggj skalt tú koma móti Ísrael, fólki Mínum, og fjala landið. Á síðstu døgum skal hetta henda; tá lati Eg teg koma yvir land Mítt – fyri at tjóðirnar skulu læra Meg at kenna, táið Eg fyri eygum teirra prógvi Meg heilagan á tær, Gog!“ Í 38,2 er Gog sagdur at vera høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Tubal.
RoykilsiRoykilsi til góðan anga varð nýtt í eysturlondum so leingi, nakar veit um. Í londum við heitum veðurlagi verður skjótari „tung luft“ í stovuni, enn her hjá okkum. At brenna okkurt, sum gevur góðan anga, lætti um, tá kvalið var inni. Sagt er í Orðtøkunum 27,9: „Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.“ At roykilsi gekk at klæðunum, var heiður. Sálm 45,9. At brenna roykilsi inni, meðan gestir vóru har staddir, var at vísa teimum heiður. Heidningafólk ærdu avgudar sínar við at brenna roykilsi fyri teimum.
      Í fyriskipanunum um halgidómin sigur HARRIN um roykilsisaltarið, 2. Mós. 30,6: „Hetta altar skalt tú seta framman fyri forhangið, ið hongur framman fyri vitnisburðarørkini, framman fyri náðistólin, ið er yvir vitnisburðinum, har sum Eg skal opinbera Meg fyri tær. Áron skal brenna angandi roykilsi á tí; hvønn morgun, táið hann ger lampurnar í stand, skal hann brenna tað.“ Um heilagu salvuna lesa vit í 3. Mós. 30,22–38. HARRIN kunnger, hvørjum kryddroykilsi skal vera gjørt av.
   1) „Stakta“, hebr. dropar. Hetta er væl angandi harpeis.
   2) „Onyksskel“, hesar vóru av skeljadýrum, sum vóru at finna við Reyðahav og Indiska havið.
   3) „Galban“ er sterkt angandi sevja av sýrlendskari plantu. (Ferula galbaniflora).
   4) „Virak“ hebr. lebana, t.e. hvítt, hetta er gummiharpeis, sum fæst við at turka sevjuna av ymsum balsamtrøum. Sagt er, og ivaleyst av røttum, at „virak“ er norðurlendskt orð = halgiroykur.
      Í Jóh. 19,39 lesa vit: „Eisini Nikodemus kom, hann, sum fyrstu ferð var komin til Jesus á nátt; hann hevði við sær blanding av myrra og aloe, eini 100 pund.“ „Myrra“ er sevja av „balsamdendron“. „Aloe“ er av „aqvillaria“ agallocha. Tá skrivað stendur, at Nikodemus hevði við sær um 100 pund av hesum urtum, tykist tað nógv, men ikki, tá vit bera saman við tað, sum Josefus sigur frá um jarðarferð Heródesar. Hann sigur, at tá vóru fimm hundrað mans til at bera roykilsi. At tað hevði nógv at týða í eysturlondum, síggja vit av mongum støðum. Les t.d. í 1. Kong. 10,10.25; 2. Kong. 16,14. Bønir hinna heiløgu eru í Op. 5,8 o.a. líknaðar við roykilsi. Somuleiðis Op. 8,4 o.a.
Ruben(hebr. hyggið! ein sonur.) Orðaleikur við orð Leu: „HARRIN hevur sæð til vanlukku mína“. Um Ruben er so lítið sagt, tá hann var ungur. Hann tykist hava havt dupult lyndi. Vit lesa í 1. Mós. 35,22, hvussu illa hann skikkaði sær móti faðir sínum og hjákonu hansara Bilhu, men tá brøðurnir gjørdu seg inn á Jósef og ætlaðu at drepa hann, var tað Ruben, sum gjørdi tað, hann kundi, til tess at bjarga honum. Tá illa stóð til í Egyptalandi, og Jósef royndi sinni teirra, tók Ruben til orða og segði við teir: „Segði eg ikki við tykkum: Syndið ikki móti dronginum, men tit lurtaðu ikki eftir mær – og nú verður blóð hansara kravt!“ Tá tey fóru til Egyptalands, átti Ruben 4 synir: Hanok, Pallu, Hezron og Karmi.
      Útafturfarnir úr Egyptalandi við fólkateljingina við Sinai 4. Mós. 1,20–21: „… alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn – teir, ið taldir vórðu av ætt Rubens – vóru 46 500.“ Hin sjeynda av ættunum í tali. Seinnu ferð, tá talt varð, 38 ár seinni, var talið 43 730, hin níggjunda í tali.
      Á ferðini um oyðimørkina var stað teirra sunnan fyri tabernaklið, saman við Símeon og Gad. Lutur teirra í landinum var eystan fyri Jordan. Suðurmarkið var áin Arnon. Eysturmarkið var oyðimørkin Arabia. Vesturmarkið var Jordan og Deyðahav. Norðureftir um leiðirnar við Hesjbon. Josva 13,17–21.
Rufus(lat. reyður.) Sonur Símun úr Kýrene og bróðir Aleksander. Rufus er ein teirra, sum Paulus letur heilsa í brævinum til Róm. Róm. 16,13.
Ruhama(hebr. sum hevur fingið náði.) Hoseas profetur talar í myndum um dóttur sína. Hos. 2,23: „Eg skal planta Mær hana í landinum, vísa Lo-Ruhama náði og siga við Lo-Ammi: Tú ert fólk Mítt!“ Og tað skal svara: „Gud mín!“ „Lo“ merkir í hesum sambandinum „ikki“. Orð Hoseasar eru uppafturtikin í 1. Pæt. 2,10 og Róm. 9,25.26.
Ruma(hebr. hædd.) Býur, sum nevndur er í 2. Kong. 23,36: Móðir Jójakims kong æt Zebida, hon var dóttir Pedaja og var úr Ruma.
Rutt(hebr. vinkona.) Móabitakvinnan Rutt hevur í Gamla Testamenti fingið eina bók fyri seg sjálva. Skjótt er at lesa hana alla, bert 4 kapitlar. Tá sagt er frá, hvussu væl hon var fagnað í Ísrael, undrast vit á tað, sum vit lesa í Neh. 13,1: „Sama dag varð lisið upp fyri fólkinum úr Mósebók, og í henni fanst skrivað, at hvørki Ammonitur ella Móabitur nakrantíð mátti sleppa í samkomu Guds.“ Henda kvinna hevði fingið sær skjól í veingjaskugga Guds. Hon vitnaði á vegnum heim til Ísraelsland fyri vermóður síni: „Fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín.“ Hetta er jú hitt sama, sum vit, ið trúgva á Harran Jesus, hava fingið lut í: „Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar.“ Ef. 2,13.
Rødd(hebr. qol.) Sálmur 95,7: „Tí Hann er Gud okkara, og vit eru fólkið, ið Hann røktar, fylgið, ið hond Hansara leiðir. – Høvdu tit tó í dag viljað lurtað eftir rødd Hansara.“