Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Obadias(hebr. Obadja, t.e. tænari, trælur HARRANS.) Hallarstjóri Akabs kongs. Sagt er um hann í 1. Kong. 18,3: „Obadja óttaðist HARRAN stórliga.“ Harranum til heiðurs lesa vit nú 1. Kong. 18,5–16.
   2. Maður, sum nevndur er í 1. Krøn. 3,21. Har tykist onkuntíð vera komin misskriving í, so tað ikki er lætt at skilja.
   3. Ein av sonum Jizraja, av ætt Issakars. 1. Krøn. 7,3.
   4. Ein sonur Azel, av eftirkomarum Sauls. 1. Krøn. 8,38.
   5. Levitur. Sonur Sjemaja, av teimum, sum búðu í Netofatitabygdunum, nær við Jerúsalem. 1. Krøn. 9,16. Hann var duravaktari, av teimum, sum hildu vakt við goymslurnar við portrini. Neh. 12,25.
   6. Ein av teimum nevndu av ellivu gaditum, sum góvu seg í part við Dávid í fjallaborgini. 1. Krøn. 12,8–10.
   7. Faðir Isjmaja, sum var høvdingi í ætt Zebulons á døgum Dávids. 1. Krøn. 27,19.
   8. Ein av levitunum, sum Jósafat kongur sendi út at læra fólkið í býum Juda. 2. Krøn. 17,7.
   9. Levitur. Ein av teimum, sum settir vórðu til umsjónarmenn, tá templið í Jerúsalem varð afturgjørt á døgum Josiasar. 2. Krøn. 34,12.
   10. „Av eftirkomarum Jóabs Obadja, sonur Jehiel, og við honum 218 mans.“ Ezra 8,9.
   11. Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,5.
   12. Obadias profetur. Hann er hin fjórði í røðini av teimum „smáu“ profetunum. Um mannin sjálvan er einki greitt frá. Mangt og hvat er gitt um hann, men einki álítandi. Frásøgn hansara er søgd í einum kapitli, sum mest talar um dóm yvir Edom, q.v., og frelsu Ísraels.
Obal(Navn av fjarum uppruna, kanska: berur, nakin.) Sonur Joktan. Hann stovnaði eina ætt í Arabia. Staðið, har tey búsettust, er nevnt í 1. Krøn. 1,22, kallað Ebal, men óvist er, hvar tað var. 1. Mós. 10,28.
Obed(hebr. tænandi.) Sonur Boaz og Rutt og faðir Ísai, sum var faðir Dávid kong. Obed er bert nevndur við navni í Rutt 4,17.21.22; 1. Krøn. 2,12; Matt. 1,5; Luk. 3,32.
   2. Abbasonur Zabad, sum var ein av køppum Dávids. 1. Krøn. 2,37.38.
   3. Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,47.
   4. Ein av mongu eftirkomarum Obed-Edoms. 1. Krøn. 26,7.
   5. Faðir Azarja, sum var ein av høvuðsmonnunum, tá teir løgdu ráð um at beina fyri Atalju. 2. Krøn. 23,1.
Obed-Edom(hebr. tænari Edoms.) Levitur av eftirkomarum Kora. Av teimum, sum vóru duravaktarar. 1. Krøn. 15,18–24. Les í sambandi við hetta 1. Krøn. 13,1–14, hvussu tað bar til, at ørkin kom at standa í tríggjar mánaðir í húsi Obed-Edoms,
   2. Sonur Jedutun, ein av duravaktarunum í templinum. 1. Krøn. 16,38.
   3. Ein maður, sum hevði umsjón við íløtunum í halgidóminum á døgum Amazja kongs. 2. Krøn. 25,24, ár um 783 f.Kr.
Obil(hebr. kamelrøktari.) Ísmaelitur, sum var kamelrøktari á døgum Dávids. 1. Krøn. 27,30.
Obot(hebr. kullur, vatnhol.) Fjøruti og sætta staðið, sum ísraelsfólk steðgaðu á ferðini um oyðimørkina. 4. Mós. 21,10–11; 33,43. Staðið man vera ein gróðrarblettur, sum kallast el-Weiba.
Oded(hebr. hjálpandi ella, sum fær aftur í rættlag.) Faðir Azarja profet, sum fór móti Asa kongi, tá hann hevði vunnið sigur á etioparunum. 2. Krøn. 15,1. Í v. 8 stendur, at tað var Oded, sum talaði. Onkur av teimum, sum skrivaðu av í gomlum døgum, hevur blandað nøvnini.
   2. Í 2. Krøn. 28 lesa vit, at HARRIN gav Juda ósigur fyri gudloysi teirra. Ísrael vann á teimum og flutti burtur frá brøðrum sínum 200.000 fangar. V. 9: „Men har var ein profetur HARRANS, ið æt Oded.“ Les. 2. Krøn. 28,9–15.
Ofai(óvist, kanska: tann, sum ger myrkt.) Maður úr Netofa, sum umrøddur er í Jer. 40,8.
Ofel(hebr. heyggjur.) Víggirt stað ella pláss í Jerúsalem, í eysturbýnum við múrin. 2. Krøn. 27,3; 33,14. Tempultænararnir búðu har, eftir at býurin varð uppafturbygdur. Josefus sigur, at Ofel var millum Kedrons dal og tempulhæddina, og múrur Ofels var partur av býarmúrinum á Heródesar døgum. Charles Warren, fornfrøðingur, sigur, at ein múrur er til enn. Hann er útgrivin, og sæst, at hann hevur verið ætlaður til verju, tí hann hevur verið um 5 mtr. tjúkkur og um 20–30 mtr. høgur. Vatnsportur, Neh. 3,26; 8,3, gekk gjøgnum henda múrin.
Ofir(Torført at týða, kanska ríkidømi.) Ein av sonum Joktans, sum var sonur Eber. Sem var so langabbi hansara. 1. Mós. 10,29.
   2. Hitt tiltikna landið, har menn Sálomos og Hiram kongs sigldu eftir gulli. Ezjon-Geber, q.v. 1. Kong. 9,26–28; 22,49; 2. Krøn. 8,17–18; 9,10.
Ofni(hebr. heyggjur.) Býur í ætt Benjamins. Josefus kallar hann Gofni. Núv. Jufna. Norðan fyri Betel. Josva 18,24.
Ofra(hebr. honhjørtur.) Býur í Benjamin. Josva 18,23; 1. Sám. 13,17. Í 2. Krøn. 13,19 „Efron“.
   2. Býur í Manasse, vestan fyri Jordan, um 9–10 km sunnan fyri Sikem. Dóm. 6,11. Hetta var føðistaður Gideons. Dóm. 8,27.
   3. Eftir 1. Krøn. 4,14: „Meonotai fekk sonin Ofra“, men tykist misfatað í umseting onkuntíð í tíðini. Trúligari: Meonotai stovnsetti (bygdina) Ofra.
Og(hebr. hálsalangur, t.e. stórur.) Kongur í Basjan, amoritur. 4. Mós. 21,33; 32,33; 5. Mós. 4,47; 31,4. Hann ráddi yvir seksti býum. Josva 13,30. Høvuðsbýirnir vóru Astarot og Edre’i. Um tað mundið, tá ísraelsmenn vóru í ferð við at taka sær til ognar landið, sum teimum var lovað, um ár 1400 f.Kr., lupu teir eisini á Og kong við býin Edre’i, og har varð hann feldur saman við øllum fólki sínum. 4. Mós. 21,33–35. Sterku býir hansara vórðu tiknir. 5. Mós. 3,4–10. Land hansara varð lagt til ættirnar, sum settust eystan fyri Jordan. Mest til hálva ætt Manasse. 3,13; Josva 9,10; 13,12–30. Hesin Og var risavaksin maður. Móses sigur frá, at kista hansara er til skjals enn. 5. Mós. 3,11.
Ohad(hebr. einleiki. Av talorðinum ekad, t.e. ein.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Símeons. 1. Mós. 46,10; 2. Mós. 6,15.
Ohel(hebr. tjald.) Eitt av børnum Zerubbabels. 1. Krøn. 3,20.
Ohola(hebr. tjald hennara.) Samaria. Ezek. 23,4.
Oholiab(hebr. tjald faðirs.) Sonur Ahisamak, av ætt Dans. Hjálparmaður Bezalels, sonar Uri, tá farið var undir at smíða alt, sum nýtast skuldi til halgidómin. 2. Mós. 31,1–11.
Oholiba(hebr. tjald mítt er í henni.) Jerúsalem. Ezekiel profetur talar í kap. 23 um tvær systrar, sum kappaðust um at liva so ónærisliga, sum til bar. Hann talar her um fólk sítt, norðurríkið og suðurríkið, sum fall frá HARRANUM og gekk eftir øðrum gudum, tó Hann var rætti Harri teirra. Ezek. 28,1–21. Hann kunnger øðiliga revsing frá HARRANUM fyri atburð teirra. 22–49.
Okran(hebr. plágaður ella, sum órógvar.) Við fólkateljingina í Sinaioyðimørk: „Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.“ 4. Mós. 1,4. Og í v. 13: „Av Aser: Pagiel, sonur Okran.“
Olam(Ungdómur.) Ezra 10,2. Har eigur ivaleyst at standa „Elam“ q.v.
Olympas(gr. olympiasgivin, himmalskur.) Ein trúgvandi í Róm, sum Paulus letur heilsa. Róm. 16,15.
Omar(hebr. talandi, frá Amar at siga.) Sonur Elifaz, sum var sonur Esau. 1. Mós. 36,11.
OmerHebraiskt mát, tíggjundapartur av eini efu. 2. Mós. 16,16 og 36. Tá tey sankaðu manna til at liva av í oyðimørkini, skuldu tey taka ein omer til mans.
Omri(hebr. HARRIN upplærir.) Hin sjeyndi av kongunum í Ísrael (norðurríkinum). Hann var fyrst herhøvdingi yvir heri Ela kongs. Meðan fólkið helt filistarabýin Gibbeton kringsettan, frættist, at Zimri, sum var høvdingi yvir helvtini av herinum, hevði dripið Ela kong. Teir settu so har á staðnum Omri herhøvdinga til kong yvir Ísrael.
      Síðani fóru teir frá Gibbeton til Tirza, har Zimri helt til. Zimri ræddist og setti eld á kongsborgina, meðan hann var inni staddur og doyði har. Hann var kongur í bert 7 dagar. 1. Kong. 16,8–21. Ár 886. Nú gjørdist aftur brøðrastríð. Les v. 21 og 22. Omri varð við yvirlutan, hann helt til í Tirza í 6 ár. So keypti hann Samariafjall og bygdi bý har, sum hann kallaði Samaria. Les kap. 16 út.
      Á Móabitasteininum lesa teir um Omri: „Nú hevði Omri tikið landið Medeba í ogn.“ Seinni lesa vit um ein kong Mesa í Móab, sum tykist hava átt øgiliga mongd av fæ. Hann læt í skatti til ísraelskong 100.000 lomb og ullina av 100.000 veðrum. Hundrað ár eftir hetta kalla assýrarar enn Ísrael „Land Omris húss“. Langt eftir hetta er Jehu kallaður „Mar Humri“, sonur, t.e. eftirfylgjari Omri.
   2. Ein av sonum Bekers, sonar Benjamins. 1. Krøn. 7,8.
   3. Ein av eftirkomarum Perezar, sonar Juda. 1, Krøn. 9,4.
   4. Sonur Mikael og høvdingi í ætt Issakars á døgum Dávids. 1. Krøn. 27,18.
On(úr egypt. styrki, megi. Hebrearar kallaðu hann eisini Betsjemes, t.e. sólhús. Jer. 43,13. Grikkar kallaðu hann Heliopolis, t.e. sólbýurin. Arabarar kallaðu hann Áin Sjemesj, t.e. sólkeldan.) Býur í Egyptalandi. Vit lesa í 1. Mós. 41,45, at Farao læt Jósef fáa til konu Asenat, dóttir prestin Potifera í On. Hann var býur sólgudsins „Ra“, um 17 km norðan fyri Kairo. Herodot, søguskrivarin, umtalar hann sum ein av best kendu býum fyri sóldýrkan. Fornfrøðingar siga, at hesin býur var sæti fyri sóltilbiðjan longu um ár 2900 f.Kr.
   2. Sonur Pelet, av ætt Rubens. Hann var ein av teimum, sum „fingu ein flokk við sær“. 4. Mós. 16,1.
Onam(hebr. sterkur.) Hin seinasti, ið nevndur er av sonum Sobals. 1. Mós. 36,23.
   2. Sonur Reame’els við Ataru. 1. Krøn. 2,26.
Onan(hebr. styrki.) Annar sonur Juda við konu hansara Sua. HARRANUM líkaði ikki Onan, tí hann ikki vildi gera, sum lógin beyð, og fáa bróður sínum avkom. 1. Mós. 38,1–10.
Onesiforus(gr. hann, ið kemur við tí, ið hent er.) Kristin maður í Efesus, sum Paulus umtalar í 2. Tim. 1,16–18. Hann er eitt sera gott fyridømi.
Onesimus(gr. hentur.) Trælur Filemons, sum var rýmdur frá harra sínum til Róm. Har kom hann til umvendingar við vitnisburði Paulusar. Les bræv Paulusar til Filemon um alt hetta. Tað er bert ein kapittul, men sera hugtakandi skrivað.
Ono(hebr. styrki.) Býur í Benjamin. Bygt hann ella sett aftur í stand hevur ivaleyst Semer, ið umtalaður er í 1. Krøn. 8,12. Aftan á útlegdina í Bábel komu nakrir av íbúgvunum aftur hagar. Dalurin við býin er nevndur í Neh. 6,2. Í Neh. 11,35 nevndur Smiðadalur. Staðið er helst tað sama, sum nú eitur Kefr Ana í landsynning úr Joppe.
Oreb(hebr. ravnur.) Annar av høvdingunum hjá midjanitum, sum bardust móti Gideon. Efra’imsmenn gjørdu enda á teimum. Les Dóm. 7,1–25.
Oren(hebr. styrki.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Jerame’el við Ahiu. 1. Krøn. 2,25.
Ornan(hebr. virkandi, nærlagdur.) Aravna, q.v. 1. Krøn. 21,15.
Orpa(hebr. kann merkja hálsur, nakki, harðvunnin. Jer. 2,27: „Bakið (nakkan) og ikki andlitið hava tey vent Mær“.) Móabitakvinna, kona Kiljon, son No’omi. Les um hana og lagnu hennara í Ruttar bók, kap. 1,1–14.
Osnappar(sýriskt, Asjurbanipal: Asjur skapar son.) Ezra 4,10. Sonarsonur Sankerib, sum ráddi ár 705–681 f.Kr. Asjurbanipal var hin seinasti av stórkongunum í Assýria. Hann ráddi ár 669–628 f.Kr. Faðir hansara var hin væl kendi Asarhaddon. Hann er kendur fyri at vera lærdur maður og verji av bókmentum og list. Stóra bókasavn hansara er grivið út í Nineve, um 22.000 skriftstykki við gudfrøðiligum og mentanarligum innihaldi. Hesar aldargomlu søgurnar, skrivaðar á bábylonskum, um skapanina og flóðina miklu falla væl saman við somu søgurnar í fyrstu Mósebók. Asurbanipal var kongur um somu tíð sum Manasse í Juda. Í 2. Krøn. 33,11 er sagt, at teir fóru til Bábel við honum. Hetta kemur av, at kongarnir í Assýria tá í tíðini ofta hildu til í Bábylon.
Otni(hebr. HARRIN er megi.) Sonur Sjemaja, duravaktara. 1. Krøn. 26,7.
Otniel(hebr. Gud er megi.) Hin fyrsti av dómarunum í Ísrael, sonur Kenaz, sum var yngri bróðir Kalebs. Í Dóm. 1,12 lesa vit; „Tá segði Kaleb: Tann, ið herjar á Kirjat-Sefer og tekur hann, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu. Otniel kenezitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann, tók býin, og hann gav honum dóttur sína til konu.“ Um ár 1380 f.Kr. Les meir um Otniel í Dóm. 3,1–11.
   2. Otniel, sum nevndur er í 1. Krøn. 27,15, man vera sami maðurin.
Ozem(hebr. styrki?) Næstyngsti sonur Ísai. 1. Krøn. 2,15.
OziasAnnað snið av navninum Uzzias. Matt. 1,8–9.
Ozni(hebr. HARRIN hoyrir.) Fjórði sonur ættarfaðirin Gad. Eftir Ozni er ætt kallað oznitaættin. 4. Mós. 26,16.