Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Na’am(hebr. hugnaður.) Ein sonur Kalebs, sonar Jefunne. 1. Krøn. 4,15. Um ár 1375.
Na’ama(hugnaligt.) Ein av teimum fýra kvinnunum, sum umtalaðar eru undan flóðini miklu. Hon var dóttir Lemek og Zillu og systir Tubalkáin. 1. Mós. 4,22.
   2. Móðir Rehabeam kong. Hon var ammonitisk, so hon var ein av teimum, sum umrødd verður í 1. Kong. 11,1.
   3. Býur í Juda. Nevndur millum Bet-Dagon og Makkeda. Josva 15,41.
Na’aman(hebr. hugnaligur.) Er í 1. Mós. 46,21 taldur upp í synir Benjamins, men man kortini hava verið sonur Bela, son Benjamin. Hygg 4. Mós. 26,40.
   2. Hin kendi herhøvdingi Áramskongs, sum kom til Samaria at verða grøddur fyri spitalsku. Les hetta í 2. Kong. 5, allan kapittulin.
Na’amatiturTilnavn Zofars, sum var ein av vinum Jobs. Job 2.11; 11,1; 20,1; 42,9.
Na’ara(hebr. ung kvinna, genta.) Hin seinna, ið nevnd er av konum Asjhurs. Hon átti honum 4 synir. 1. Krøn. 4,5–6.
Na’arai(hebr. hugnaður HARRANS.) Sonur Ezbai, ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,37.
Na’aran(hebr. ungmenni av kvennkyni.) Býur í ætt Efra’ims, millum Betel og Jeriko. 1. Krøn. 7,28.
Nabal(hebr. dári.) Ein seyðabóndi, sum búði í Maon og hevði fæ sítt gangandi á Karmel í Juda. Hann átti 3000 seyðir og túsund geitir. Her talast ikki um hitt kenda Karmelsfjall norðari í landinum, men tað, sum nú er kallað „Karmel“ í Judafjøllum. Maon var staðið, ið nú verður kallað „Tell Maim“, um 2 km sunnan fyri Karmel í Juda og um 12 km sunnan fyri Hebron. Hesa sjáldsomu og vøkru søguna lesa vit í 1. Sám. 25,1–44.
Nabi(hebr. fjaldur, vardur.) Sonur Vofsi av ætt Naftali. Hann var ein av hinum 12 njósnarunum, sum Móses sendi úr Paransoyðimørk eftir boði HARRANS. 4. Mós. 13,3.14.
NabonidusSeinasti valdsharrin í nýbábylonska ríkinum 556–539 f.Kr. Í kílaskriftunum er navnið stavað „Nabunaid“. Sonur hansara Belsazar, sum nógv er umtalaður í Dán. kap. 5, var kongur saman við honum, til Kýrus kongur í Persia tók Bábylon. Belsazar, q.v.
Nabot(arab. at spretta, at grógva, nørandi.) Ein av íbúgvunum í Jizreel. Hann átti víngarð tætt við eina høll, sum Akab kongur í Samaria átti. Søguna lesa vit best í 1. Kong. 21,1–29. So lesa vit eisini 2. Kong. 9,1–37.
Nadab(hebr. vælmeintur.) Elsti sonur Áron og Elisjebu. 2. Mós. 6,23; 4. Mós. 3,2. Í 2. Mós. 24,1 sigur HARRIN við Móses: „Komið niðan til HARRAN, tú og Áron, Nadab og, Abihu og 70 av hinum elstu í Ísrael, og tilbiðið uttan at koma nær! Bert Móses skal koma HARRANUM nær, ikki hinir; og ei heldur má fólkið koma niðan hagar við honum.“ Vit lesa í 2. Mós. 28,1: „So skalt tú lata bróður tín Áron og synir hansara við honum stíga fram úr Ísraelsfólki og koma til tín, og tú skalt seta teir til prestar fyri Mær – Áron og synir Áron, Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.“ So lesa vit syrgiligu søguna í 3. Mós. 10,1–7. Av tí, sum HARRIN talar við Áron í 3. Mós. 10,9, letur til, at teir hava verið ávirkaðir av onkrum sterkum, tá teir fóru inn í halgidómin.
   2. Sonur Jeroboam og eftirmaður hansara á kongasæti Ísraels um ár 913 f.Kr. Hetta var annað árið, ið judakongur Asa sat við stýrið. Nadab stýrdi Ísrael í 2 ár. 1. Kong. 15,25. Í v. 26 verður hildið fram: „Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gekk somu leið sum faðir sín, og livdi synd í hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera.“ Les v. 27 og 28.
   3. Sonur Sjammai. Nadab átti Seled og Appajim. 1. Krøn. 2,28–30.
   4. Ein av teimum, sum upp eru roknaðir av ætt Benjamins, sum búðu í Gibeon. 1. Krøn. 8,30.
Náðistólurin(hebr. kapporet; gr. ilasterion.) Lok sáttmálaarkarinnar. Tá HARRIN talaði við Móses um, hvussu ørkin skuldi gerast, sigur Hann: „So skalt tú gera náðistól av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan. Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins.“ 2. Mós. 25,17–18. Týdningur náðistólsins er almikil, tí hann talar myndarliga um Kristus og verk Hansara fyri okkum. Vit lesa eitt sindur meir um hetta í v. 21: „So skalt tú leggja náðistólin út yvir ørkina, og í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum Eg skal geva tær.“ V. 22: „Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.“ Tá Paulus skrivar til rómverjar, Róm. 3,23–25, sigur hann: „Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds; og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar.“ Les til og við v. 31.
Nafisj(hebr. sum nørist.) Hin ellivti, ið nevndur er av sonum Ísjmaels. 1. Mós. 25,15; 1. Krøn. 1,31.
Naftali(hebr. stríð mítt.) Hin sætti av sonum Jákups og annar sonur Bilhu, trælkvinnu Rakuls. Sambróðir Dans. Ikki er nógv sagt um Naftali, uttan har, sum fólkið er skrásett. Tá fólkið fór til Egyptalands, átti Naftali 4 synir. 1. Krøn. 7,13. Tey vóru mong í tali, tá tey fóru út av Egyptalandi. Tald við Sinai, 4. Mós. 1, vóru tey av ætt Naftali 53 400; hin sætta í tali av ættunum. Teir fækkaðu á ferðini um oyðimørkina, sæst av 4. Mós. 26,50. Á ferðini var stað teirra við norðaru síðu tabernakulsins saman við Dan og Aser.
Naftu NaftunimFólk við strondina við Reyðahavið. Eru bert nevnd sum eftirkomarar Nóa. 1. Mós. 10,13; 1. Krøn. 1,11. Samanber navn havgudsins Neptun.
Naggai(hebr. sum ger ljóst.) Nevndur í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,25.
Nahalal(hebr. graslendi.) Býur í ætt Zebulons, við markið móti Issakar. Í Dóm. 1,30 lesa vit, at Zebulon rak ikki burt teir, sum búðu í Nahalol (sum tað her er stavað), men kána’anitar vórðu búgvandi mitt millum teirra. Men teir noyddust at gera trælaarbeiði. Býurin varð við jørðini, ið til hoyrdi, givin ættum merarita. Josva 21,34–35.
Nahaliel(hebr. ogn. dalur Guds) Eitt av støðunum, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í oyðimørkini millum Matana og Ramot. 4. Mós. 21,19.
Naham(hebr. troyst.) Bróðir konu Hodia. 1. Krøn. 4,19.
Nahamani(hebr. troystandi.) Ein av teimum, sum komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Neh. 7,7.
Naharai(hebr. froysandi.) Be’erotitur. Vápnasveinur Jóabs. 2. Sám. 23,37; 1. Krøn. 11,39.
Nahasj(hebr. ormur, loyniligt o.a. 1. Mós. 49,17: Ein ormur á vegnum; av hvæsandi ljóðinum. Harav okkurt loyndarmál, t.d. 4. Mós. 23,23: spádómsbrøgd.) Ein av ammonitakongunum á døgum Sauls, 1. Sám. 11; og á døgum Dávids, 2. Sám. 10,2.
   2. Faðir Abigajil, hálvsystur Dávids. 2. Sám. 17,25.
Nahasjon(hebr. spámaður.) Ein av høvdingum Ísraels, tá tey fóru úr Egyptalandi. Elisjeba, kona Áron, var systir hansara. 2. Mós. 6,23. Hann er nevndur í ættartali Jesu Krists í Luk. 3,32 og í ættartali Dávid kongs í Rutt 4,20.
Nahat(hebr. eyðmjúkur.) Sonur Re’uel, sum var sonur Esau. 1. Mós. 36,13;17.
   2. Levitur av húsi Kahats, sonur Zofai. 1. Krøn. 6,26. Í v. 34 stavað Toa, og í 1. Sám. 1,1 stavað Tohu.
   3. Nevndur millum mangar aðrar, sum umsjónarmenn undir Konanja og bróður hansara Sjime’i – eftir boði Ezekiasar kongs og Azarja høvuðsmans yvir húsi Guds. 2. Krøn. 31,13.
Nahum(hebr. uggari.) Ein av hinum „smáu“ profetunum; hin sjeyndi í røðini í Gamla Testamenti. Mannin sjálvan lesa vit næstan einki um. Hann sigur seg vera úr Elkasj. Bygd við tí navninum hevur verið til í Galilea, men eingin veit um staðið nú. Í Sýrlandi á vesturbakkanum á Tigris er stað, sum kallað er Elkasj. Har vísa fólk fram grøv Nahums profets. Hetta er kortini alt frá nútíðini til at vísa ferðafólki. Bókin hevur bert 3 kapitlar:
   Dómur kunngjørdur, kap. 1.
   Dómur frágreinaður, kap. 2.
   Dómur grundgivin, kap. 3.
Nain(hebr. vakurt.) Býur í Galilea við lítla Hermon, 8 km frá Nazaret. Á hesum staði nær við býportrið var tað, Harrin Jesus vakti upp ungan mann frá deyðum. Luk. 7,11.
Najot(hebr. bústaðir.) Najot í Rama var ivaleyst eitt stað, har profetalærisveinarnir hildu til. 1. Sám. 19,18–24.
NakinHetta orðið er í nøkrum støðum at skilja, sum tað er sagt, t.d. Job 1,21; Præd. 5,14; Amos 2,16. Í flestu øðrum støðum merkir tað tað, sum vit kalla „at ganga hvíttklæddur“, tá ein er farin úr uttanáklæðunum. Klæði, q.v.
Nakon(tilgjørt, til reiðar.) Navnið á manni, sum átti treskiplássið ella navnið á treskiplássinum sjálvum. 2. Sám. 6,6. Í 1. Krøn. 13,9 er tað stavað Kidon. Aftan á hendingina har kallað Perez-Uzza.
Nakor(drápsmaður?) Sonur Serug, faðir Tara og abbi Ábraham. 1. Mós. 11,22–24; Luk. 3,34.
   2. Sonarsonur fyrrnevnda, sonur Tara og bróðir Ábraham. 1. Mós. 11,26. Les 1. Mós. 11,29–32.
Narkissus(væl kend blóma, sum sigst vera kallað upp eftir „narke“ doyvandi.) Maður, sum búði í Róm. Paulus letur heilsa teimum hjá honum, „sum í Harranum eru“. Róm. 16,11.
Nason(hebr. spámaður.) Sonur Amminadab. Tá fólkið skuldi verða talt við Sinai, talaði HARRIN við Móses: „Allar vápnaførar menn í Ísrael frá tjuguáraaldri og uppeftir, skulu tú og Áron telja, her eftir her. Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.“ 4 Mós. 1,3–4. Og í v. 7: „Av Juda: Nasjon, sonur Amminadab.“
Natan(hebr. hann (Gud) hevur givið.) Ein sonur Dávid kong við Batsjuu, sum eisini verður kallað Batsjeba. 1. Krøn. 14,4; 2. Sám. 5,14.
      Natan sæst ongantíð at hava verið uppi í leikinum saman við brøðrunum í nøkrum av tí, sum viðvíkti kongsveldinum. Ætlandi er tað hann, sum nevndur er í Zakarias 12,12. Annars finna vit navn hansara í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,31.
   2. Profetur á døgum Dávids og Sálomos. Fyrstu ferð, vit hitta hann, er hann inni hjá Dávidi kongi. Les um hetta í 2. Sám. 7,1–29. Umleið eitt ár eftir synd Dávids við Batsjebu sendi HARRIN Natan til Dávid. Vit lesa alt um hetta í 2. Sám. 12,1–25. Hvussu Dávid hevði tað hetta árið, sigur hann frá í Sálm. 32. „So leingi, sum eg tagdi, tærdust bein míni burtur, og eg gav meg líðilangan dagin; tí dag og nátt lá hond Tín tung á mær, og lívsmáttur mín svann burt sum í summarturki – Sela. Tá játtaði eg synd mína fyri Tær og duldi ikki skyld mína; eg segði: Eg skal játta misgerðir mínar fyri HARRANUM! Og Tú tókst burtur syndaskyld mína. – Sela.“ Tá Adonja, sonur Haggit, gjørdi seg sjálvan stóran og loypti fløkju í spurningin um, hvør ið kongur skuldi vera eftir Dávid, 1. Kong. 1,1–53, var Natan ein av teimum, sum styðjaðu Sálomo og Dávid og fingu alt aftur í rætt lag, v. 8.10.
   3. Ein av íbúgvunum í Zoba í Sýrlandi og faðir Jigal, ein av køppum Dávids. 2. Sám. 23,36.
   4. Av eftirkomarum Juda, sonur Attai og faðir Zoba. 1. Krøn. 2,36.
   5. Ein av teimum, sum Ezra sendi, haðani hann var staddur við ánna Ahava, til jødarnar, sum vóru í Kasifja, at biðja senda sær tænarar „til hús Guds okkara.“ Ezra 8,16–17.
Natanael(gr. frá hebr. Gud hevur givið.) Ein av lærisveinum Harrans. Ikki nógv er sagt okkum um hann. Tá Harrin hevði kallað Filip, fór hann til Natanael at siga honum frá, at Messias var komin. Tá var tað, Natanael spurdi, um nakað gott kundi vera úr Nazaret. Filip svaraði honum: „Kom og síggj.“ Jóh.1,48. Jesus sá Natanael koma til sín og segði um hann: „Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki svik er í!“ Natanael var beinan vegin vissur í, hvør Harrin var: „Rabbi, Tú ert sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“ Eina ferð enn hitta vit navnið Natanael, tað er í Jóh. 21,2. Har fáa vit at vita, at hann var úr Kana í Galilea. Annars letur til, at tá hann er umtalaður í øðrum støðum, er hann nevndur við eftirnavninum Bartolomeus, t.e. Talmaisson. Matt. 10,3; Mark. 3,18; Luk. 6,14.
Na’um(gr. frá hebr. Nahum, t.e. troyst.) Nevndur í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,25.
Nazaret(týdn. navnsins er óvissur.) Heimstaður Mariu Moy og Jósefs. Navnið Nazaret er ikki nevnt í Gamla Testamenti og ikki hjá Josefus. Her var tað, eingil kom til Mariu og boðaði frá, at hon skuldi eiga son, og hon skuldi kalla hann Jesus. Les Luk. 1,26–35. Hagar fluttu tey til at verða, tá tey vóru komin heim aftur úr Egyptalandi. Har vaks Harrin Jesus upp og lærdi í sýnagogum teirra. Matt. 13,54–55. Harrin varð tí eisini nevndur: „Jesus úr Nazaret.“ Orð Natanaels: „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ hava ivaleyst einki at týða annað enn tað, sum mangur annar í tankaloysi hevur sagt um grannabygd sína.
Nea(týdn. ætlandi nýggj bygd.) Bygd í ætt Zebulons. Umtalað í Josva 19,13.
Neapolis(gr. nýggir býir.) Stað í Grikkalandi. Havnarbýur hjá Filippi, Har eru um 16 km ímillum. Her kom Paulus á land á fyrstu ferð síni til Evropa. Áps. 16,11. Verður nú kallað „Kvalla.“
Nearja(hebr. tænari HARRANS.) Ein av seks sonum Sjemaja av kongsættini í Juda eftir heimkomuna úr Bábel. 1. Krøn. 3,22–23.
Nebajot(hebr. hæddir – Gesenius.) Elsti sonur Ísmaels. 1. Mós. 25,13; 1. Krøn. 1,29. Ættarfaðir einar hirðaætt. Es. 60,7. Les 1. Mós. 17,20–21. Henda ættin helt til nærindis Kedar, og bæði eru nevnd í skriftum Asjurbanipals, sum var kongur í Assýria 669–626 f.Kr.
Neballat(hebr. prúður, fermur, harðligur.) Ein av støðunum, sum benjaminitar settust í eftir heimkomuna úr Bábel. Neh. 11,34. Nú kallað Beit Nabala, stutt frá Lydda.
Nebat(hebr. Hann (Gud) hevur hugt at.) Faðir Jeroboam. Efra’imitur úr Zerda. Bert kendur og umtalaður, tá sagt er, at hann var faðir Jeroboam. 1. Kong. 11,26; 12,2 o.sfr.
Nebo(Navnið man vera bábylonskt og merkja „hædd“ ella úr arabiskum Naba’a „at vera høgt“.) Sagt um støð, har „Nebo“, ein av gudum Bábylons, varð tilbiðin.
   2. Býur eystan fyri Jordan í landspartinum, sum gaditar og rubenitar vildu sleppa at búgva í. 4. Mós. 32,1–5. Les tó til v. 42.
   3. Fjallið, haðani Móses slapp at síggja inn í lyftisins land. Har doyði hann og varð grivin. 5. Mós. 32,49–52. 5. Mós. 34,1–12. Hetta er toppurin á Pisga í Abarimsfjøllum.
   4. Í Ezra 2,29: „Ættaðir úr Nebo.“ Er ikki lætt at skilja, hvat ið er meint við.
   5. Ein av gudum Bábylons. Á akkadiskum „Näbu“. Nevndur í Es. 46,1. Gudur vísdóms og bókmenta. Staðið Borsippa, nær við býin Bábylon, var staðið, har hann mest var dýrkaður. Seinasti stóri kongur Bábylons, Asjhurbanipal, ár 669–633, sum í Gamla Testamenti er nevndur Osnappar, Ezra 4,10, tænti Nebo og var verji fyri mentan og lærdóm. Ein innskrift frá honum sigur: „Eg, Asjhurbanipal, læri vísdómin frá Nebo, kynstrið at skriva á leirtalvur.“ Í krøniku Nabonidusar um ta tíðina, tá Belsazar Nabonidusson ráddi, eru Nebo og Bel settir ógvuliga høgt. Krønikan talar um Nabonidus (akkadisk Nabunaid) „kongurin fyri Nison mánað kom ikki til Bábylon. Nabu kom ikki til Bábylon; Bel fór ikki út (frá Esagila); Nýggjárshátíð varð ikki hildin“. Jack Finegan: Light from the Ancient past (M.F.U.) Merril F. Unger. Tann í teirra hugsan sjónligi Nebo var gongustjørnan Merkur.
Nebukadnezar(kanska rættari Nebukadressar: úr bábyl. Nabukudurusur: Nebo verjir mark míni.) Hin best kendi av stóru kongunum í stórveldinum Bábylonia. Hann ráddi ár 605–562 f.Kr. Hann var sonur Nabopolassar, sum stovnaði hetta stórveldið. Nebukadnezar gjørdi seg tiltiknan, longu meðan hann var krúnprinsur, tá hann vann á heri Farao Nekos í Karkemis ár 605 f.Kr. Jer. 46,2. Eftir hetta tók hann alt Sýrland og Palestina líka til mark Egyptalands, men fór so ikki longri, tí hann fekk boð heiman, at faðirin var deyður. Hann fór aftur til Bábylon at vissa sær sessin í hásæti ríkisins. Jójakim í Juda hevði fyrr verið undirkongur egypta og skifti nú harra, og við góðum vilja. Nøkur ár eftir hetta gjørdu hesi sýrlendsku-palestinensisku smáríkini uppreistur. Týrus man hava gingið á odda, og Egyptaland var kanska ikki heilt uttanveltað. Jójakim segði seg leysan frá Nebukadnezar, men hann kom og kringsetti Týrus ár 598 f.Kr., og ikki langt eftir hetta eisini Jerúsalem. Tá var Jójakim deyður og sonur hansara Jójakin vorðin kongur. Hann gav seg undir og varð saman við móður síni og høvdingunum herleiddur til Bábylon ár 597. Nebukadnezar gjørdi farbróðir kongs til undirkong og broytti navn hansara Mattanja til Zedekias. Leingi varð ikki, so var aftur eldur í, og aftan fyri uppreisturin var ivaleyst hin nýggi farao í Egyptalandi, sum æt Psammetikk II. Edom, Móab, Sidon og Týrus vóru eisini við. Í Juda ávaraði Jeremias profetur fólkið, men alt til fánýtis. Les Jer. 27,1–22; 28,1–17. Týrus, sum hevði vart sjálvstøðu sína síðani ár 598, varð tikið ár 586. Jerúsalem varð kringsett. Farao Hofra, sum var kongur aftan á Psammetikk, royndi at koma til hjálpar, og kringsetingin lætti av eina tíð, til egyptin var yvirvunnin. Jer. 35,11–37,5. Nebukadnezar tók so Jerúsalem, breyt niður múrarnar og flutti burtur leiðarar fólksins. So gjørdi hann landið til hjáland hjá sær. Nebukadnezar gjørdist fyri jødum mynd av gudshatandi heimsveldi, sum Gud einaferð skuldi seta lágt og gera til einkis. Dán. 4.
Nebusjazban(bábyl. sum dýrkar Nebo ella Nebo frels meg.) Hægsti hirðmaður Nebukadnezars. Jer. 39,13.
Nebuzaradan(bábyl. Nebo gevur megi ella avkom.) Lívvaktarhøvdingi bábelskongs. Les um hann í 2. Kong. 25,8–30.
Nedabja(hebr. sum HARRIN stuðlar.) Sonur Jekonja, t.e. Jójakin kongur. 1. Krøn. 3,18.
Nefeg(hebr. plantuskot.) Ein sonur Jizhar, son Kahat. 2. Mós. 6,21.
   2. Ein sonur Dávid, sum hann fekk í Jerúsalem. 2. Sám. 5,15.
Neftoa(hebr. opilsi.) Hol, har kelda rann útúr. Henda kelda var mark millum Juda og Benjamin. Josva 15,9.
Nefusitar(hebr. útbreiðsla.) Tempultænararnir vóru eftirkomarar Nefusita og aðrir. Neh. 7,52; Ezra 2,50.
Nehelam(týdn. óvissur.) Man ikki vera staðarnavn. Stendur bara í Jer. 29. Sagt um falska profetin Sjemaja. Jer. 29,24.32.
Nehemias(hebr. HARRIN troystar.) Ein av høvdingunum, sum kom heim úr Bábel í fylgi við Zerubbabel, Josva o.ø. Ezra 2,2.
   2. Sonur Azbuk og høvdingi yvir aðrari helvtini av landinum, sum hoyrdi undir Bet-Zur. Hann var ein teirra, sum laðaðu upp aftur múrin um Jerúsalem. Neh. 3,16.
   3. Sonur Hakalja. Neh. 1,1. Jødi, sum var skeinkjari hjá konginum í Persia, Artaxerxes I Longimanus 465–424 f.Kr. Fólk Ísraels var tá nakað langt síðani komið heim úr útlegdini í Bábel, og Nehemias fekk at vita frá bróður sínum Hanani og øðrum, at har visti illa við í Jerúsalem. Hann fekk loyvi frá konginum at fara heim og byggja býin upp aftur. Hann fekk neyðug loyvisbrøv við og frí frá starvi sínum í tólv ár. Í hesi tíðini eydnaðist honum, hóast mótstøðan var hørð, (les Neh. 6) at fáa landsmenn sínar at byggja múrarnar um Jerúsalem. Við hjálp frá Ezra fekk hann tey átrúnarligu og borgaraligu viðurskiftini í landinum í rætt lag. Seinni fór hann aftur eina ferð til Jerúsalems til at taka hond í ymist, sum ikki var í lagi. Neh. 13,6–31. Eftir hetta er ikki sagt meir um Nehemias.
      Bókin hevur 13 kapitlar og sigur frá tíðarskeiðinum f.Kr. 445 til 420.
   Stuttur samandráttur:
   Nehemias byggir múrarnar upp aftur, kap. 1–7.
   Ezra og Nehemiasar trúbót, kap. 8–13.
Nehum(sum er uggaður.) Ein av teimum, sum komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Neh. 7,7.
Nehusjta(hebr. kopar.) Dóttir Elnatan úr Jerúsalem. Drotning Jójakims kongs og móðir Jójakin kong í Juda. 2. Kong. 24,8.
Nehusjtan(hebr. koparpetti.) Vit lesa í 2. Kong. 18 um Ezekias kong í Juda. V. 3: „Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum faðir hansara Dávid hevði gjørt. Hann fekk offurheyggjarnar burtur, breyt sundur minnissteinarnar og høgdi sundur Asjeruna; koparormin, ið Móses hevði gjørt, muldi hann í mjøl; tí líka til tá høvdu Ísraelsmenn brent roykilsi fyri honum. Teir róptu hann Nehusjtan“, v. 4. Øll gudsdýrkan, sum HARRIN ikki hevði boðið, at tey skuldu gera, skuldi útstrikast, um tað so var koparormurin, sum einaferð varð bjarging teirra. Nú var hann bert eitt koparpetti.
Ne’iel(hebr. Bústaður Guds.) Stað, sum nevnt er á markinum móti ætt Asers. Josva 19,27.
Nekeb(Hannekeb – Hellið, smogan, kullan.) Josva 19,33. Býur á markinum til Naftali.
NekoFarao Neko, q.v.
Nekoda(hebr. hirði, framúrskarandi.) Tempultænari, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel. Ezra 2,48; Neh. 7,50, ár 536 f.Kr. Eftirkomarar Nekoda vóru eisini millum teirra, sum leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki. Ezra 2,59–62.
Nemuel ella Jemuel(hebr. dagur Guds.) Hin fyrsti, ið nevndur er av sonum Eliabs. Hinir vóru Datan og Abiram. Les 4. Mós. 26,9.
Ner(hebr. ljós.) Benjaminsmaður. Faðir Kisj og Abner, so hann var abbi Saul kong. 1. Sám. 14,50; 2. Sám. 2,8; 1. Krøn. 8,33.
Nereus(lat. úr gr. navnið á einum havgudi.) Kristin maður í Róm. Paulus letur heilsa honum og systur hansara. Róm. 16,15. Ein kirkja í Róm sigst at vera uppkallað eftir honum og bygd á staðnum, har hann varð dripin. Um nakað er í hesum, skal einki sigast um her.
NergalSólgudur Bábylons. Hann varð dýrkaður í staðnum Kut, t.e. Tell Ibarim í landsynning úr býnum Bábylon. Les 2. Kong. 17,24–30. Nergal var eisini gudur bardaga og sjúku, pest, og eisini høvdingi undirheimsins. Navn hansara er forstavilsi í navninum á einum høvdinga Nebukadnezars, Nergal-Sarezer, ið bar heitið Rab-Mag. Umsett til „hægsti vísmaður“. Jer. 39,3.13.
Nergal-Sarezer(bábyl. Nergal, verj kongin.) „Hægsti vísmaðurin“ hjá konginum í Bábel. Nergal, q.v.
Neri(gr. úr hebr. Nerija, HARRIN er ljós mítt.) Sonur Melki. Nevndur í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,27.
Nerija(hebr. HARRIN er ljós mítt.) Faðir Baruks, sum var skrivari Jeremiasar. Jer. 32,12–16; 36,4–8; 14–32; 43,3.6; 45,1; 51,59. Man vera hin sami sum Neri í Luk. 3,27.
Netanel(hebr. Gud gevur.) Sonur Zuar, av ætt Issakars. Hann var ein teirra, sum skuldu hjálpa til við manntalinum í Sinaioyðimørk. 4. Mós. 1,8.
   2. Fjórði sonur Ísai. Hin sjeyndi var Dávid kongur. 1. Krøn. 2,14–15.
   3. Ein av prestunum, sum blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, tá hon varð flutt úr húsi Obed-Edoms. 1. Krøn. 15,24.
   4. Levitur, faðir Sjemaja, skrivara. 1. Krøn. 24,6.
   5. Hin fimti, ið nevndur er av sonum Obed-Edoms. 1. Krøn. 26,4.
   6. Ein av høvdingum Jósafats, sum hann sendi at læra í býum Juda. 2. Krøn. 17,7.
   7. Ein av levitahøvdingunum, høvuðsmonnum yvir húsi Guds, sum lótu gávur til páskaoffur, tá Josias hevði fingið páskahátíðina aftur í lag. 2. Krøn. 35,9.
   8. Ein av eftirkomarum Pasjhurs, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,22.
   9. Ein av ættarhøvdingunum millum prestarnar. Neh. 12,21.
   10. Levitur av ætt Asafs, sum var við, tá múrur Jerúsalems varð vígdur. Neh. 12,36.
Netanja(hebr. HARRIN letur fáa.) Faðir Ísmaels, sum umrøddur er í 2. Kong. 25,23.25; Jer. 40,8.14–15; 41,1. Hann var av kongsættini í Juda.
   2. Hin triði, ið nevndur er av sonum Asafs. 1. Krøn. 25,2.
   3. Ein av høvdingunum, sum Jósafat kongur sendi út til at læra fólkið í býum Juda. 2. Krøn. 17,6–7.
   4. Faðir Jehudi og sonur Selemja.   Høvdingarnir sendu Jehudi til Baruk og bóðu hann siga: „Tak rulluna við tær, ið tú last upp úr fyri fólkinum, og kom higar.“ Jer. 36,14.
Netan-Melek(hebr. sum kongur gav.) Hirðmaður hjá Josiasi kongi. 2. Kong. 23,11.
Netofa(hebr. dropar, harpeisdropar. Í 2. Mós. 30,34 ums. til staktu, t.e. roykilsiskryddurt.) Stað í Juda, nær við Betlehem. Sagt er í Ezra 2,22, at menn úr Netofa vóru 56, sum komu heim úr Bábel í fylgi við Zerubbabel. 1. Krøn. 27,13.15.
Nezia(hebr. kendur, ærdur.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel í fylgi við Zerubbabel. Ezra 2,54; Neh. 7,56.
Nezib(hebr. stólpi ella standmynd av avgudi. Í 1. Mós. 19,26 „saltstólpi“.) Ein av býum ættar judamanna, ytst við markið móti Edom. Josva 15,21–43.
NibhazGudur, sum avvitar dýrkaðu. Les 2. Kong. 17,30–31.
Nibsjan(hebr. ljós, løtt sandjørð – Gesenius.) Býur í Juda á strond Deyðahavs, nær við En-Gedi. Josva 15,62.
Niger(lat. svartur.) Tilnavn Símuns profets í Antiokia. Áp. 13,1.
Nikanor(gr. sigrandi.) Ein av hinum sjey, sum valdir vórðu at „tæna við borðini“. Áps. 6,3–5.
Nikodemus(lat. úr gr. hann, sum sigrar yvir fólkinum.) Vit lesa Jóh. 2,23 og so Jóh. 3,1–21. Ein hin vakrasta og best frásagda søga í heiminum. Tann, sum sigur tað mesta, ið sagt er í hesum stykki, er Harrin Jesus. Her hitta vit fyrstu ferð Nikodemus, sum fegin vil vita meir, enn hann veit, og fær til fulnar at vita. Seinni, tá høvuðsprestarnir og fariseararnir høvdu sent tænarar eftir Jesusi at taka hann, og teir komu aftur við ongum, gjørdust teir ógvuliga illir. Nikodemus, sum var ein av ráðnum, læt teir vita, hvat rætt var: „Lóg okkara dømir tó ongan, uttan hann fyrst er hoyrdur, og fingist hevur at vita, hvat hann hevur gjørt.“ Les Jóh. 7,44–53. Vit lesa í Jóh. 19,38–40. Tá nú Nikodemus sá Harran á krossinum, mundi hann minnast aftur, tað hann lærdi hann hina náttina um ormin í oyðimørkini: „So skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.“
NikolaitarTvær ferðir umrøddir. Op. 2,6 og 15. Flokkur, sum tók seg upp longu á døgum ápostlanna. Tað man vera tey, hann meinar við í v. 14, at tey halda fast við læru Bileams. Kann vera, at tað eru hesir somu, sum Pætur sipar til í 2. Pæt. 2,1 og Judas v. 1–25.
Nikolaus(gr. sum vinnur á ella ræður yvir fólkinum.) Maður úr Antiokia, sum hevði tikið við trúgv jødanna. Hann var ein av teimum sjey, sum ápostlarnir valdu til at tæna við borðini. Áps. 6,5–6.
Nikopolis(gr. sigursbýurin.) Býur, sum Paulus sigur, at hann hevði sett sær fyri at vera í tann veturin. Titus 3,12. Titus var tá staddur á Kreta. Titus 1,5. Fleiri býir vóru tá, sum høvdu navnið Nikopolis. Ein var í Trakia, ein í Kilikia, hin triði var í Epirus, sum tykist trúligast vera tann, ið her talast um; tí hann hevði keisarin Augustus Cesar bygt ár 30 f.Kr. til minnis um sigur sín við Aktium, sum var bert um 6 km haðani.
Nimra(hebr. vatnklárt. 4. Mós. 32,3, Bet Nimra. q.v.) Staðið, sum í Es. 15,6 er kallað „Nimrimsvøtn“, var veruliga fruktagott stað við klárum keldum. Les Es. 15,1–8 og Jer. 48,34. HARRIN talar dómsorð um Móab, og Nimrisvøtn verða til oyðimarkir.
Nimrod(Navnið av fjarum uppruna, man merkja okkurt sum sterkur, stríðsmaður ella kanska uppreistrarmaður.) Hann stovnaði kongaríkið Bábylon. 1. Mós. 10,10. Mika profetur kallar Bábylon „Nimrodsland“. Mika 5,5. Tá vit lesa um hesar staðirnar, hann stovnaði, síggja vit byrjanina til stórveldi. Les 1. Mós. 10,8–11. Vit finna, at semitar ikki vóru teir fyrstu, sum hildu til í Bábylonia og har á leið. Tá sagt er um Nimrod, at hann var óførur veiðimaður, er okkum greitt, at hetta er tað mótsetta av tí, sum Harrin lærir okkum í sambandi við ein fyristøðumann yvir fólki og ríki. Harrin kallar ein slíkan „hirða“. Munur er millum hesar, tó teir báðir liva av djórum. Veiðimaðurin hyggur at djórinum og metir um virðið, um tað er skotið vert og ómakin vert. Heldur hann tað, letur hann skotið av, og fær tað. Hetta er tað, hann livir av, men fylgið minkar við einum; og er tað kvenndjór, minkar við einum um árið. Hirðin livir eisini av djórunum, men hann ger væl við fylgið, so at um tað hepnast væl, livir hann av tí samstundis, sum tað økist.
Nimsji(hebr. bjargaður ella HARRIN opinberar.) Abbi Jehu, men eisini kallaður faðir hansara. 2. Kong. 9,2. Hygg v. 20 og 2. Krøn. 22,7.
Nineve(assýr. Ninua, t.e. bústaður Nina.) Høvuðsstaður Assýrialands. Eftir 1. Mós. 10,11 var tað Nimrod, sum bygdi Nineve. Hann var høvuðsstaður Assýrialands og lá á eysturbakkanum á Tigris, beint yvir av, har býurin Mosul er nú. Upprunaliga fólkið har var komið úr Bábel. Býurin er nevndur í skriftum frá ár 1800 f.Kr. og umtalaður sum høvuðspláss fyri dýrkan gudinnunnar „Isjtar“, sum í Bíbliuni er kallað „Astarta“. Í Amarnabrøvunum er býurin nevndur og sagdur at vera kongasæti um 1400 f.Kr. Sankerib gjørdi hann til høvuðsstað í Assýria, tá hann hevði bygt nógv afturat honum, ár 705 f.Kr. 2. Kong. 19,36. Har vóru øgiligir múrar, og býurin bar orð fyri ikki at kunna takast. Nú, hann var vorðin høvuðsstaður í stórveldi, skavaði hann til sín ófatiligt ríkidømi, men hann vann alt hetta við at kúga onnur veikari ríki. Nahum profetur kallar hann „blóðstaðin“. Nah. 3,1. Les Nahum 2,1–14. Hann uggar fólk sítt og spáar ilt yvir Nineve. Hetta hendi eisini. Kaldearar og medarar løgdu Nineve í oyði ár 612 f.Kr. Tá Jónas profetur kunngjørdi dómin yvir Nineve, vendu tey øll við, og Gud spardi staðin. Um 200 ár eftir hetta er hann aftur farin út í synd, so at Nahum kallar hann blóðstaðin, og HARRIN sigur: „Eg skal venda Mær ímóti tær.“ Hann varð so dyggiliga oyddur í 612 f.Kr., at hann bert var til í søgnum. Í 2000 ár visti eingin við vissu, hvar hann hevði verið. Um miðju nítjandu aldar fóru menn at grava í heyggjunum yvir av Mosul, og teir funnu annað og meir, enn nakar hevði hugsað ella væntað; millum annað ríkisbókasavnið. Har lesa menn um býir og kongar Ísraels. Har er egna frásøgn Sankeribs kongs um herferð hansara til Palestina, tá hann vann á Ezekias kongi. Har eru myndir av fangum, sum nøsin er gjøgnumstungin á og eyguni útstungin. Nahum profetur kann ikki rættiliga fjala tað, at honum dámar at fáa opinberað, at Nineve skuldi oyðast. 2. Kong. 19,28; 25,7.
Nisan(hebr. nisan úr akkad. nisanu, t.e. byrjan.) Fyrsti mánaðurin í átrúnarliga árinum. Í Mósebókunum Abib. Nisan var navnið, meðan tey vóru í útlegd í Bábel. Neh. 2,1; Ester 3,7.
NisrokNavn av fjarum uppruna og tykist at merkja rovfuglur, ørn ella heykur.) Sýrlendskur avgudur. Tempul hansara var í Nineve. Tað var í hesum templinum, Sankerib kongur var staddur, tá hann varð dripin. 2. Kong. 19,37; Es. 37,38.
No og No-AmonEzek. 30,14; Jer. 46,25; Nahum 3,8. Staðið, her er umtalað, er býurin Teben í ovara Egyptalandi, høvuðsstaður ríkisins 1560–1310 f.Kr. Hann gjørdist hin best kendi av øllum býum í gamla Egyptalandi, bæði av stødd og sínum mongu skreytbygningum. Eingir aðrir býir har í landinum hava so stórbarar toftir sum hann. Hann lá nær við Luxor, har Nildalurin er so breiður, at hann er ein slætti um 14 km niðan frá ánni. Her var tempul gudsins Ammons. Her vóru lærdir skúlar og eitt bókasavn við áskriftini: „Grøðing fyri sálina.“ Haðani eru eisini skriftir frá eldri tíðum. Í einum líkhúsi hava teir funnið myndir, sum minna um trælakor Ísraels í Egyptalandi.
Nóa(hebr. hvíla.) Sonur Lemek og tíggjundi maður frá Ádami. 1. Mós. 5,28–29. Eftir frásøgnina um, at hann var føddur og fekk navnið Nóa, sigur skriftin okkum einki um hann, fyrr enn hann var fimm hundrað ára gamal og átti tríggjar synir, Sem, Kam og Jafet. 1. Mós. 5,32; 6,10. Vit lesa nú gjølla 1. Mós. 6,1–22; 7,1–24; 8,1–22; 9,1–29.
   2. Ein av hinum fimm døtrum Zelofad av ætt Manasse. 4. Mós. 26,33, um ár 1435 f.Kr. Tá faðirin var deyður, og eingin sonur var, komu tær og spurdu, hvussu nú fór at verða við arvaluti teirra í landinum, sum lovað var. Móses bar tá mál teirra fram fyri HARRAN og segði frá, hvat ið vilji HARRANS var við hesum. 4. Mós. 27,1–11. Josva fekk teimum hetta í lag eftir orði og vilja HARRANS og Mósesar. Josva 17,3–5.
Noadja(hebr. HARRIN savnar saman.) Levitur. Hann var ein teirra, sum vigaðu gripirnar, sum húsi Guds hoyrdu til, eftir at teir vóru heimkomnir úr Bábel. Ezra 8,33.
NoNo-Amon, q.v.
Nob(hebr. frukt, hædd.) Prestabýur í Benjamin á eini hædd nær við Jerúsalem. Vit lesa í 1. Sám. 21 um, hvat ið hendi í Nob. Les kap. 21 og kap. 22. Eingin veit við vissu, hvar staðið var.
Noba(hebr. óvíst.) Ísraelsmaður. Ætt hansara er ikki nevnd, men ætlandi av ætt Manasse. Hann tók Kenat við bygdunum og kallaði tað Noba eftir sær sjálvum. 4. Mós. 32,42.
Nobai(hebr. mergjaður.) Ein av høvdingunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,19.
Nod(hebr. flýggjan.) 1. Mós. 4,16: „So fór Káin burtur frá ásjón HARRANS og búsettist í landinum Nod, eystan fyri Eden.“ Við vissu veit eingin, hvar tað var.
Nodab(hebr. lagaligur.) Hirðaætt, sum rubenitar, gaditar og hálv ætt Manasse bardust ímóti. 1. Krøn. 5,18. Les eisini v. 19–22.
NofHebraiska navnið á egyptiska býnum Memfis, høvuðsstaður í niðara Egyptalandi. Hann mundi vera kongasæti, har faroarnir hildu til á døgum Jósefs, og á døgum Psammetikusar varð hann gjørdur til miðdepil og høvuðsstað í øllum ríkinum. Toftirnar eru av stórum týdningi; har er hin risastóra standmyndin av Ramses. Í Hos. 9,6 er hebr. navnið Nof og er umsett til Memfis, sum er grikst og latínskt snið.
Nofa(hebr. hædd, ábart, veðurringt.) Móabitabýur, sum amoritar tóku. Kanska sami sum Noba í Dóm. 8,11. Har sæst, at hann var nær við Jogbea, ikki langt frá eystaru oyðimørkini. Toftirnar eru sjónligar. Staðið er kallað Nowakis í útnyrðing úr Amman. 4. Mós. 21,30.
Noga(hebr. lýsandi, skyggjandi.) Ein av teim mongu sonum Dávids, sum hann fekk í Jerúsalem. 1. Krøn. 3,7.
Noha(hebr. hvíla.) Hin fjórði av sonum Benjamins. 1. Krøn. 8,2.
No’omi(hebr. hin eydnuríka.) Les Ruttar bók, kap. 1,1–21. Av hesum skilja vit, hví hon heldur vildi verða kallað Mara enn No’omi.
Nun(hebr. lyfti, ævinleiki.) Faðir Josva, sum gjørdist leiðari Ísraels eftir Móses. Nun var av ætt Efra’ims. Annars er eingin frágreiðing um lív hansara. 4. Mós. 11,28; 13,8.16; 14,6.30.38; 26,65; 27,18; 32,12.28 o.s.fr.
   2. Fjúrtandi stavurin í hebraiska bókstavaraðnum. Viðm. Navnið „Nun“ er í einum stað stavað Non. 1. Krøn. 7,27.
Nymfas(gr. givin frá Nymfe.) Nymfur vóru eitt slag av gudinnum, verur av kvennkyni, sum bert vóru til í hugaheimi. Nymfas var ein kristin maður í Laodikea. Í húsi hansara hevði ein samkoma innivist. Paulus letur heilsa teimum. Kol. 4,15.
Næsti„Hvør er tá næsti mín?“ Orðið næsti stendur mangar ferðir í Bíbliuni. Øll komast við hitt stóra boðið í 3. Mósebók 19,18: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Ivaleyst hava hesi orð verið skilt á ymiskan hátt hesa longu tíð, og „næsti“ er eisini umseting av mongum ymiskum orðum. Ísraelsmaðurin mundi hugsa um grannan, tá talan var um næstan. Teir vóru grannar í bygdini, á dýrkilendinum og í haganum. Kanska aðrir hugsaðu, at fólkið har í landinum mundi vera tey, sum kallaðust „næsti mín“. Onkur hevur hildið, at hann, sum hevur sama átrúna sum eg, hann man vera næsti mín, o.s.fr. Men so lesa vit í Luk. 10,29, at ein lógkønur vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði við Jesus: „Hvør er tá næsti mín“. Jesus svaraði honum aftur við at siga frá søguni um hin miskunnsama samverjan. Jødar koma ikki saman við samverjar. Jóh. 4.9 Men tá jødin lá hjálparleysur, royndist kortini so, at samverjin var næsti hansara.