Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Ma’adai(hebr. HARRIN er prýði.) Av eftirkomarum Banisar. Hann var ein teirra, sum lovaðu at reka fremmandu konuna frá sær aftur. Ezra 10,34.
Ma’adja(hebr. HARRIN er prýði.) Ein av prestunum, sum komu heim úr Bábylon við Zerubbabel. Neh. 12,5.
Ma’ai(hebr. HARRIN er miskunnsamur.) Maður, sum var í lovsongskórinum, tá múrurin varð vígdur. Neh. 12,36.
Ma’aka(hebr. trýst. Av orðinum at trýsta, t.d. 1. Sám. 26,7: „Spjót hansara var trýst (umsett til „rent“ ella „stungið“) niður í jørðina). Seinasta, ið nevnt er av børnum Nakors við hjákonu hansara Re’umu. 1. Mós. 22,24.
   2. Ein av konum Dávids. Hon átti Absalom. Faðir hennara var Talmai, kongur í Gesjur, sum var norðan fyri Juda, millum Hermon og Basjan. 2. Sám. 3,3.
   3. Býur og lítið kongaríki tætt við fjallið Hermon, nær við Gesjur. Josva 13,13; 2. Sám. 10,6 og 8; 1. Krøn. 19,7. Ísraelsmenn róku ikki íbúgvararnar, sum har búðu, burtur. Tá ið ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, leigaðu teir sær herfólk av áramearum. Millum aðrar 1000 menn úr lítla landinum Ma’aka. 2. Sám. 10,6.
   4. Faðir Akisj kong í Gat, hann, sum Sime’i fór til, tá hann leitaði eftir tænarum sínum. 1. Kong. 2,39–46.
   5. Móðir Abiam kong. Hon var dóttir Abisjaloms. Í v. 10 stendur, at hon var móðir Asa kong, men stendur her í leysari týdningi. Hon var omma hansara. 1. Kong. 15,1–2 og 9–10. Les 2. Krøn. 15,16.
   6. Hin seinna, ið nevnd er av hjákonum Kalebs, syni Hezron. 1. Krøn. 2,48.
   7. Systir Huppim og Sjuppim og kona Makir. 1. Krøn. 7,15,16.
   8. Kona Jehiel og móðir Gibeon. 1. Krøn. 8,29; 9,35.
   9. Faðir Hanan, sum var ein av køppum Dávids. 1. Krøn. 11,43.
   10. Faðir Sifatja, sum var ættarhøvdingi símeonita á døgum Dávids, um ár 1000 f.Kr. 1. Krøn. 27,16.
Ma’arat(hebr. bert, oyðið.) Stað í Judafjøllum. Josva 15,59.
Ma’aseja(hebr. verk HARRANS.) Ein av levitunum í kórinum, sum við ljóðførurn, hørpum, sitarum og skáltrummum skuldu syngja fagnaðarsongin, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,18.
   2. Sonur Adaja, ein av høvuðsmonnunum yvir 100, sum Jójada prestur fekk í part við sær til at seta Jóas, son Ahazja, í kongasætið í Juda. 2. Krøn. 23,1.
   3. Ein umsjónarmaður Uzziasar kongs, sum kannaði og taldi krígsvanda her kongsins. Um ár 783 f.Kr.
   4. Les 2. Krøn 28. Í v. 7 stendur: „Og Zikri, kappi úr Efra’im, drap kongasonin Ma’aseja.“ Her er at siga, at hesin „kongasonur“ hevur verið sonur annan kong ella høvding. Akaz kongur var ov ungur tá til at eiga vápnaføran son.
   5. Kallaður „høvuðsmaður í býnum“. Ein av teimum, sum Josias kongur sendi avstað at væla um hús HARRANS Guds síns. 2. Krøn. 34,8. Ár 621 f.Kr.
   6. Ein av prestunum, sum høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,18.
   7. Eisini ein av prestunum av eftirkomarum Harims, sum lovaði at senda fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,21.
   8. Prestur av eftirkomarum Pasjurs. Hann var ein teirra, ið lovaði at senda fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,22.
   9. Ein av eftirkomarum Pahat-Móabs, sum var ein teirra, ið lovaðu at senda fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,30.
   10. Ein jødi, hvørs sonur Azarja arbeiddi upp á eitt stykki av múrinum um Jerúsalem. Neh. 3,23.
   11. Ein av teimum, sum stóðu við høgru lið Ezra, meðan hann las úr lógbókini fyri fólkinum. Neh. 8,4.
   12. Ein av prestunum, sum saman við levitunum útløgdu fólkinum lógina. Neh. 8,7.
   13. Ein av teimum „høvdingum fólksins“, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,25.
   14. Sonur Baruk, sonur Kol-Joze av eftirkomarum Juda, av teimum, sum búðu í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel. Neh. 11,4. Stavaður Asaia í 1. Krøn. 9,5.
   15. Sonur Itiel av ætt Benjamins. Ein av teimum, sum búðu í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábylon. Neh. 11,7.
   16. Ein prestur, hvørs sonur Zefanja var millum teir, sum Zedekias kongur sendi til Jeremias profet at spyrja hann til ráðs, tá Nebukadnezar kongur í Bábel herjaði á Juda. Jer. 21,8.
   17. Sonur Sjallum duravaktara í húsi HARRANS. Jer. 35,4.
Ma’at(gr. úr hebr. lítil.) Sonur Mattatias í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,26.
Ma’az(hebr. vreiði.) Hin fyrst nevndi av sonum Rams, hins frumborna Jerame’els av eftirkomarum Juda. 1. Krøn. 2,27.
Ma’asja(hebr. HARRIN er megi ella skjól.) Les 1. Krøn. 24 um prestaskiftini. Í v. 18 lesa vit: „triði og tjúgundi (luturin) á Delaja, fjórði og tjúgundi á Ma’asja“.
Madaj(hebr. miðal.) Ein sonur Jafets. Eftirkomarar hansara búsettust í Media. 1. Mós. 10,2.
Madmanna(hebr. tøðrúgva. Av daman, t.e. tøð, t.d. 2. Kong. 9,37.) Býur í arvaluti judamanna. Josva 15,21–31.
Madmen(hebr. týdn. sum Madmanna.) Býur í Móab. Jer. 48,2.
Madmena(týdn. sum Madmen.) Býur í Benjamin, nær við Jerúsalem. Es. 10,31.
Madon(hebr. split, stríð, sum í Orðt. 15,18 og 16,28.) Kána’anitiskur býur norðarlaga í landinum, umtalaður í Josva 11,1, har kongurin æt Jobab. Josva og teir vunnu sigur á honum og mongum øðrum. Josva 12,19.
Magadan(t.e. magdala: áram. migdla, torn.) Lítil býur í Galilea á vesturstrondini á Genezaretsvatninum millum Kapernaum og Tiberias. Matt. 15,39. Í Mark. 8,10 er staðið kallað Dalmanuta og man vera tað, sum er nevnt í Josva 19,38 og kallað Migdal-El, t.e. torn Guds. Magadan er grikska sniðið av Magdala. Ein bygd er á vesturstrondini á vatninum, sum kallað verður el-Medjdel. Har eru eisini toftir av einum torni. Hetta er tað, ið eftir er av Magdala.
Magdalena(gr. úr Magdala.) Matt. 27,55–56. Maria, q.v.
Magdiel(hebr. prís Guds.) Ein av ættarhøvdingum Edoms av eftirkomarum Esaus. 1. Mós. 36,43; 1. Krøn. 1,54.
Magog(hebr. land Gogs.) Ein sonur Jafet. 1. Mós. 10,2; 1. Krøn. 1,5.
   2. Fólk, sum umtalað er bæði hjá jødum, grikkum og rómverjum. Summir hava hildið, at her er meint við skýttar, sum hildu til norðan fyri Havið Svarta. Spásøgn profetanna kann eisini tala um stórar tjóðir norðari, og sum kanska eru til nú á okkara døgum. Les Ezekiel kap. 38 og 39; Opinb. 20,8–9. Her sæst, at talan er um fíggindar Guds og fólk Guds á síðstu døgum.
Magor-Missabib(hebr. ótti rundanum.) Navn, sum Jeremias profetur gav prestinum Pasjur, syni Immer. Jer. 20,3.
Magpiasj(hebr. savnari, savnað.) Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,20.
Mahalalel(hebr. prís Guds.) Sonur Kenan og sonarsonur Set. Føddur, tá faðirin var 70 ár. Fekk 65 ára gamal sonin Jered og doyði, tá hann var 895 ár. 1. Mós. 5,12.13.15–17.
   2. Ein av eftirkomarum Perezar. Av teimum, sum búðu í Jerúsalem. Neh. 11,4.
Mahalat(hebr. følin, mild.) Dóttir Ísmael og triðja kona Esau. 1. Mós. 28,9. Í kap. 36,3 kallað Basmat, sum ivaleyst var veruliga navn hennara.
   2. Kona Rehabeam, dóttir Jerimot, son Dávid. 2. Krøn. 11,18.
   3. Nevnt í yvirskriftini til Sálm. 53 og 88. Helst navnið á ljóðfarinum, av orðinum hala, t.e. veikt ella mjúkt.
Mahanajim(hebr. tveir herar.) Býur eystan fyri Jordan. Navnið er tvítal av heri ella tilhaldi. 1. Mós. 32,2. Har fór Jákup um ánna Jabbok, áðrenn hann møtti Esau. Mahanajim var týðandi býur, og eina tíð helt Isjbosjet til har. Dávid fór eisini hagar, tá Absalom gjørdi uppreistur. 2. Sám. 17,24; 1. Kong. 2,8. Tá Sálomo var kongur, búði ein av fremstu monnum hansara har. 1. Kong. 4,14.
      Í Josva 21,38 og 1. Krøn. 6,80 er hann roknaður upp í levitabýirnar. Ein bygd er har á leið, kallað Maneh. Væl kann tað vera, at hon er tað, ið eftir er av Mahanajim.
Maharaj(hebr. skjótur, harðligur.) Netofatitur, ein av hinum tríati køppum Dávids. 2. Sám. 23,28.
Mahat(hebr. sum tekur ella savnar (Gesenius), av „hatha“: savna, taka o.a., sum í Sálmi 52,7: „Hann skal (taka) grípa teg“.) Kahatitur í ættartali Hemans sangara. 1. Krøn. 6,35.
   2. Annar kahatitur, sum saman við starvsbrøðrum sínum, levitunum, tók undir við Ezekiasi kongi, tá hann beyð, at hús HARRANS skuldi reinsast.
MahaviturTilnavn Eliels, ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,47. Einki navn er kent, sum hetta tilnavnið kann vera komið av.
Mahaziot(hebr. sjónir.) Ein av hinum fjúrtan sonum Hemans levits. 1. Krøn. 25,4. Hann var leiðari tjúgunda og triðja sangaraskiftis, v. 30.
Maher-Sjalal Hasj-Bas(hebr. skjótur fongur, brátt rán.) HARRIN bað Esaias profet skriva hesi orðini á talvu við týðiligari skrift. Soleiðis kallaði profeturin eftir boði HARRANS sonin, sum hann fekk eftir hetta. Es. 8,1–3.
Mahol(hebr. dansur.) Maður, sum tykist at hava verið faðir Heman, Kalkol og Darda, sum tiltiknir vóru fyri vísdóm, fyri dagar Sálomos. 1. Kong. 4,31. Um nú kortini hesir nevndu menn eru teir somu, sum nevndir eru í 1. Krøn. 2,6, nevndir synir Zera, kann navnið Mahol = dansur standa í sambandi við størv teirra sum tónaskøld, sum verður sett í samband við dans (M. Unger).
Makaz(hebr. endi.) Stað í umdømi Ben-Dekers, sum var ein av 12 fútum Sálomos. 1. Kong. 4,7–9.
Makbannai(hebr. tjúkkur.) Hin ellivti av gaditunum, sum góvu seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini. 1. Krøn. 12,13.
Makbena(hebr. tjúkkur, tungur, kanska kneysi ella kollur) Eftir navn eins eftirkomara Kalebs. 1. Krøn. 2,49.
MakedoniaLandspartur á Balkanhálvoynni. Best av tí er slættlendið í neðra, uttan um Tessalonika (núv. Saloniki). Innlandið er fjallaland. Alexander hin Stóri gjørdi grikska-makedoniska landið til heimsríki, sum var í hæddini árini 359–323 f.Kr. Rómverjar vunnu á tí ár 168, og varð tað hjáland Róms ár 146 f.Kr. Makedonia var fyrsta landið í Evropa, sum fekk evangeliið at hoyra. Áp. 16,9: 20,1. Søgan um ferðir Paulusar gjøgnum Makedonia er umrødd í Áp. 16,10 til 17,15. Hann kom aftur tann vegin, kap. 20,1–6. Størstu býirnir har vóru: Amfipolis, Apollonia, Berøa, Neapolis, Filippi og Tessalonika. Kristnir har í landinum fáa góða umtalu í Áp. 17,11. Orð Paulusar til tessalonikumenn hava sera hjartaligan tóna. Frá Makedonia tekur Paulus ímóti hjálp til trúboðanarstarv sítt. Tað gjørdi hann annars ikki vanliga. Fil. 2,24; 1. Tim. 1,3.
Maki(hebr. sum tærist, svinnur.) Faðir Ge’uel, sum var ein teirra, sum Móses sendi úr Paransoyðimørk at kanna landið. 4. Mós. 13,15.
Makir(hebr. seldur.) Frumborni sonur Manasse, Josva 17,1, sum fekk børn, meðan Jósef enn var á lívi. 1. Mós. 50,23. „Frá Makir er komin Makiritaættin.“ 4. Mós. 26,29. Teir fóru til Gilead og tóku tað og róku burtur amoritar, sum búðu har. 4. Mós. 32,39. Dóttir Makir varð kona Hezron og átti Segub. 1. Krøn. 2,21.
   2. Sonur Ammiel, búði í Lo-Debar. Sonur Jónatan, Mefibosjet, búði hjá honum, áðrenn hann kom til Dávids kong at vera. Hann var lamin og tí ikki sjálvbjargin. 2. Sám. 9,1–7.
MakkabeararMillum tær apokrýfisku bøkurnar, q.v., eru Makkabearabøkurnar I, II og III. Tær eru at finna í eldri donskum Bíblium. Tær tala um frælsisbardaga jødanna. Tá Antiokus IV Epifanes, kongur í Sýrlandi, q.v., setti forboð fyri jødisku gudsdýrkanini, gjørdi presturin Mattatias av Hasmonearaættini uppreistur. Hann drap ein jøda, sum gjørdi eftir boði kongsins og ofraði til heidnar gudar. Hann savnaði ein flokk av frælsissinnaðum monnum um seg ár 167 f.Kr. Ein sonur prestin æt Judas við tilnavninum Makkabeus.
      Hann skaraði framúr millum menn í dirvi og ágrýtni, og eftirkomararnir vórðu tí róptir makkabearar. Judas vann á heri sýrlendinga og tók aftur Jerúsalem, reinsaði templið, sum eina tíð var vígt til grikska gudin Zeus, ár 165 f.Kr. Tvey ár eftir hetta fingu jødarnir aftur loyvi til at liva eftir egnu gudsdýrkan síni. Hetta vakti aftur vón um fult frælsi. Teir hildu fram við at stríðast við Judasi sum leiðara, og tá hann fall ár 161 f.Kr., hildu brøður hansara fram við stríðnum. Teir itu Jónatan og Símun. Símun fekk ár 142 viðurkenning sum høvdingi yvir jødunum, men mátti gjalda vist fyri tað til kong sýrlendinga. Ár 140 f.Kr. varð hann valdur til høvuðsprest, herførara og fólkahøvuðsmann. Símun varð myrdur, og beiggi hansara, Jóhannes, við tilnavninum Hyrkan, gjørdist høvuðsmaður og høvuðsprestur ár 135 til 105. Synir hansara itu Aristobulus og Aleksander Janneus. Hann fekk kongsnavn ár 103 f.Kr. Frá hansara tíð og til ár 63 f.Kr. var Jødaland sjálvstýrandi kongaríki. Eftirkomarar teirra livdu ikki, sum høga kalli teirra sømdi, so fólkið keddist og sendi boð til hin rómverska herhøvdingan Pompeius, sum staddur var í Damaskus. Tey bóðu hann koma og fáa skil á hesi klandrutu makkabearaættini. Pompeius fekk frið í lag ár 63 f.Kr., men læt ein av ættini verða sitandi sum høvuðsprest. Bróðursonur hansara Antiganes fekk seinni kongsnavn, men ár 40 f.Kr. gjørdu rómverjar ydomearan Heródes (seinni kallaður „Hin Stóri“) til kong, og tá hann trý ár seinni tók ræðið á landinum, var endi á makkabearunum og frælsi jødanna.
Makkeda(hebr. seyðatippi, hirðatilhald.) Kána’anitiskur býur í Juda. Les Josva 10,1–15.
Maknadbai(ma knadbai): (hebr. hvør (er) sum hin frælslynti ella sum gáva hins vælmeinta.) Ein ísraelsmaður av eftirkomarum Banisar, sum var ein av teimum, ið lovaðu at senda fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,40.
Makpela(hebr. lutur ella dupultgrøv.) Mark við helli, sum Ábraham keypti til gravstað, 1. Mós. 23,9–17, har hann jarðaði Sáru, v. 19. Ábraham varð eisini jarðaður har, 25,9, somuleiðis Ísakur, Rebekka og Lea, 49,31, og seinni Jákup, 50,13. Jarðarferð Jákups er seinasta ferðin, Makpela er nevnt í Bíbliuni.
Mala(hebr. mildleiki ella veik.) Elsta dóttir Zelofhad. Tær vóru fimm systrar og eingin beiggi. Tær giftust við skyldmonnum í ætt Manasse, so tær kundu varðveita ognina í ættini. 4. Mós. 26,33; 27,1; Josva 17,3.
   2. 1. Krøn. 7,18: „Systir hansara var Hammoleket; hon átti Ishod, Abiezer og Mala.“ Um hetta var maður ella kvinna, sæst ikki.
Malakias(hebr. sendiboð (HARRANS).) Hin seinasti av profetunum og seinasti í Gamla Testamenti, eftir sum bøkurnar í Bíbliuni eru flokkaðar. Bókin er skrivað um ár 470 f.Kr., meðan sýrlendskur landsstjóri stýrdi í Juda. Mal. 1,8. Men fyri siðabót Nehemiasar. Malakias er álvarsamur og strangur. Hann revsar fólkið fyri hugsanarloysi við gudsdýrkanini og óvarni viðvíkjandi hjúnabandi við heidningar. Hann kunnger, at revsing Harrans er nær. Bókin hevur bert 4 kapitlar.
   1. Kærleiksboðskapur, kap. 1,1–5.
   2. Hartingarboðskapur, kap. 1,6–2,17.
   3. Vónarboðskapur, kap. 3 og 4.
Malalael(gr. úr hebr. prís Guds.) Nevndur í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,37. Navn hansara í Gamla Testamenti var Mahalalel, q.v.
Mali(hebr. veikur, sjúkligur.) Elsti sonur Merari og sonarsonur Levi. 2. Mós. 6,19; 4. Mós. 3,20; 1. Krøn. 6,19; 23,21; 24,26; Ezra 8,18. Hann átti tríggjar synir: Libni, 1. Krøn. 6,29; Eleazer og Kisj, 23,21; 24,28. Eftirkomarar hansara vórðu nevndir meraritar. 4. Mós. 3,33; 26,57.
   2. Sonur Musji, sum var ein sonur Merari. Hann var so systkinabarn fyrra Mali. 1. Krøn. 23,23; 24,30. Sonur hansara æt Sjemer. 1. Krøn. 6,47.
Malkam(hebr. kongur teirra.) Maður í ætt Benjamins. Hann var hin fjórði, ið nevndur er av sjey sonum Sjaharajims, sum hann fekk við konu síni Hodesj. 1. Krøn. 8,9.
   2. Navn á einum avgudi, sum nevndur er í Amos 1,15 og Zefanias 1,5; í báðum støðunum umsett til „kongur teirra“.
Malkiel(hebr. kongur mín er Gud.) Yngri sonur Beria, sum var sonur Asjer. Eftirkomararnir vórðu kallaðir malkielitaættin. 4. Mós. 26,45. Malkiel var faðir Birzot. 1. Krøn. 7,31.
Malkija(hebr. HARRIN er kongur.) Gersonitur av ætt Asafs. 1. Krøn. 6,40. Við hvørt stavað Malkia.
   2. Prestur, faðir Pasjur. Jer. 21,1; 1. Krøn. 9,12. Neh. 11,12; Jer. 38,1.
   3. Høvdingi í fimta flokki av eftirkomarum Árons, sum Dávid skifti í flokkar. 1. Krøn. 24,9.
   4. Ísraelsmaður av eftirkomarum Parosj, sum lovaði at reka heidnu konuna aftur. Ezra 10,25.
   5. Ein annar av somu ætt, sum gjørdi tað sama. Ezra 10,25.
   6. Jødi av húsi Harims, sum gjørdi tað sama. Ezra 10,31. Hann var við at væla um eitt stykki av múrinum. Neh. 3,11.
   7. Sonur Rekab, høvdinga yvir landinum, ið hoyrdi undir Bet-Hakkerem, vældi um Mykjuportur. Neh. 3,14.
   8. Ein av gullsmiðunum, sum arbeiddi upp á múrin. Neh. 3,31.
   9. Ein teirra, ið stóðu hjá Ezra, tá hann las úr lógbókini fyri fólkinum. Neh. 8,4.
   10. Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem 10,3.
   11. Prestur í lovsongsflokkinum, tá múrurin varð vígdur. Neh. 12,41–42.
Malkiram(hebr. høgur er kongurin.) Sonur Jehojakin (Jekonja) 1. Krøn. 3,18; 2. Kong. 24,15.
Malkisjua(hebr. kongur (Gud) er frelsa.) Ein av hinum 4 sonum Sauls, helst við Ahinoam. 1. Sám. 14,49; 1. Krøn. 8,33; 9,39. Hann fall saman við faðir sínum á Gilboa. 1. Sám. 31,2; 1. Krøn. 10,2.
Malkus(gr. Malkos, kanska úr hebr. Melek, ella úr arab. Malluk, t.e. ráðgevi.) Tænari høvuðsprestsins, sum Pætur høgdi oyrað av í Getsemane. Jóhs. 18,10. Bert Jóhannes av evangelistunum nevnir Malkus við navni.
Malloti(hebr. HARRIN talar.) Ein sonur Heman. 1. Krøn. 25,4. Honum varð álagdur nítjandi luturin av sangaraskiftunum. 1. Krøn. 25,26.
Malluk(hebr. ráðgevari.) Levitur av húsi Merari og ættarfaðir Etans. 1. Krøn. 6,44.
   2. Av eftirkomarum Banisar, av teimum, sum lovaðu at reka heidnu konurnar frá sær. Ár 456 f.Kr. Ezra 10,29.
   3. Jødi av eftirkomarum Harims, ein ið lovaði at senda heidnu konu sína aftur. Ezra 10,32.
   4. Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,4. Eftir hinum nøvnunum, ið nevnd eru í hesum sambandi, er líkt til, at hann er tann sami, sum ein teirra, ið komu heim við Zerubbabel úr Bábel. Neh. 12,2.
   5. Ein av teimum, ið nevndir eru „Høvdingar fólksins“, sum skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi. Neh. 10,27. Ár 445 f.Kr.
Malon(hebr. følin.) Hin eldri av sonum Elimeleks úr Betlehem og No’omi. Tá tey vóru flutt til Móabsland, giftist hann við Rutt, sum ættað var haðani. Hann doyði barnleysur. Rutt 1,2.5; 4,9.10.
Malta(gr. Merlita.) Oyggj í Miðjarðarhavinum, 255 km². Har fór skipið, sum Paulus var við á ferð til Róm, á land. Áp. 27,1–44 og kap. 28,1–12. Fønikiar búsettust fyrst har; grikkar tóku oynna frá teimum; Kartago tók hana frá teimum ár 528 f.Kr., og rómverjar tóku hana frá grikkum ár 242 f.Kr. Í nýggjari tíð hevur Ongland havt hana.
Mamre(hebr. trivnaligt.) Amoritur, sum Ábraham gjørdi sáttmála við. 1. Mós. 14,13–24.
   2. Stað við Hebron. Ábraham búsettist har, tá hann kom til Kána’ansland. 1. Mós. 13,18. Her tók hann móti einglunum, sum boðaðu honum, at hann skuldi fáa son. 1. Mós. 18,1.10.14. Makpelahellið var yvir av Mamre. 1. Mós. 23,17.19; 25,9; 49,30; 50,13.
Manahat(hebr. hvíla) Næstelsti av fimm sonum Sjobals, sum var sonur Seir horitin. 1. Mós. 36,23; 1. Krøn. 1,40.
Manasse(hebr. sum fær at gloyma.) Eldri sonur Jósefs og egyptisku konu hansara Asnat. 1. Mós. 41,51; 46,20. Um ár 1860 f.Kr. Jákup signaði báðar synir Jósefs, men gav Efra’im frumburðarrættin, hóast hann var hin yngri. Lítið er sagt um søgu Manasse. Kona hansara er ikki nevnd, óvist, um hann hevði nakra. 1. Krøn. 7,14 sigur so ymist frá í umsetingunum. Eftir V.D. hevði hann konu, men ikki nevnd við navni. Heldur ikki í ensk. aut. Fr. Bull: „Manasses sønner, som hans aramaiske frille fødte ham; hun fødte: Makir, Gileads fader;“ sama sum Septuaginta og Biblia Hebraika. Makir man hava verið einasti sonur hansara og ættarfaðir manassita.
   2. Hin fjúrtandi av kongunum í Judaríki. Hann var sonur Ezekias kong og Hefzibu og varð føddur um ár 702 f.Kr., tólv ár, áðrenn faðirin doyði. 2. Kong. 21,11–18. 2. Krøn. 33,1–20. Um Manasse sjálvan er ikki so nógv sagt, tó at hann var kongur longur enn nakar annar av kongunum í Juda. Les um hann í 2. Kong. 21,1–18 og 2. Krøn. 33,1–20.
      Í skriftum Asarhaddons í Assýria er sagt frá Manasse kongi, hesum gudleysa manni, sum burtur varð førdur til Bábylon … Innskrift Asarhaddons sigur frá, at hann varð tikin til stóra høvuðsstað Assýria um ár 678 f.Kr. Hann letur skriva: „Um hesa tíðina var gamla slátrið í Ninive, sum kongarnir, ið høvdu verið undan mær, fedrar mínir, høvdu bygt … vorðið mær ov lítið. Og fólkið í landinum, sum eg hevði rænt og herjað, setti eg til arbeiðis. Hitt lítla slátrið breyt eg niður. Eg gav kongunum boð. Kongunum í Sýria og teimum hinumegin sjógvin – Baala kongi í Týrus, Manasse í Juda, Kaushgabri í Edom, Mussurri kongi í Móab, Milkiashapa kongi í Gebal o.s.fr. 20 kongum. Teimum sendi eg boð …“ Funnist hevur verið at tí, ið skrivað stendur í 2. Krøn. 33,11: „Og teir fóru til Bábel við honum.“ Teir siga, at har átti at staðið: „Nineve“, men assýriska kílaskriftin sigur frá, at Asarhaddon bygdi aftur Bábylon, sum faðir hansara Sankerib oyddi. „Fyrst í ríkistíð míni … fyrsta árið, sum eg settist á kongliga hásætið, vóru at síggja eydnuberandi tekin á himli og jørð. Allir spádómar vístu til, at eg skuldi reisa aftur Bábylon og Esagila (hús gudanna).
      Eg savnaði saman allar verkamenn og fólk Bábels alt. Eg setti tey til arbeiðis og bygdi Bábylon av nýggjum, størri og glæsiligari“ (Ancient records of Syria and Babylon). Á minnissúlu Asarhaddons sæst mynd av Baalu kongi í Týrus, sum rættir sínar samanbundnu hendur bønandi móti Asarhaddon. Hjá honum stendur Tirhaka kongur í Etiopia við króki gjøgnum varrarnar. Úr krókunum er band, sum er bundið í hond Asarhaddons. (The Bible and Spade.)
ManasseættinEftirkomarar Manasse eldra, son Jósef. Viðurskiftini Manasse og Efra’im millum tykjast líkjast nakað teirra Jákups og Esaus. Stóri kendi leiðarin Josva var av ætt Efra’ims. Lutur Efra’ims í landinum var góður og lá væl fyri á allan hátt. Sámuel var, tó hann var levitur, ættaður úr Rama í Efra’im. Eisini í fólkatali var ætt Manasse stór. Í fólkateljingini við Sinai vóru tey 32 200. 4. Mós. 1,10.35; 2,20.21; 7,54–59. Høvdingi var Gamliel, sonur Pedazur. Efra’im var tá 40 500. Tá talt varð á Móabsheiðum, 4. Mós. 26,34, er Manasse tann, ið fyrr er nevnd, og talið er 52 700, meðan Efra’im tá er 32 500. Hálv ætt Manasse settist eystan fyri Jordan og man hava verið nógv tann størra helvtin saman við Ruben og Gad. Vit lesa um hetta í 4. Mós. 32. Vit lesa um í 1. Krøn. 12, tá Dávid varð krýndur í Hebron, at hervápnaðir flokkar komu til hansara: Av hálvari ætt Manasse 18 000, nevndir við navni 1. Krøn. 12,31. Og v. 37: „av teimum hinumegin Jordan, av Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse, menn vápnaðir til bardaga við alskyns vápnum, 120 000.“
      Syrgiligi endi teirra, ið eystan fyri ánna búðu, man kunna setast í samband við støðu teirra: Nær við heidningarnar og lítið saman við brøðrum sínum. Hetta er ein royndur lutur. Les. 1. Krøn. 5,23–26.
MannaBreyð av Himli, sum HARRIN læt fólk sítt fáa, meðan tey vóru í oyðimørkini. Í 2. Mós. 16, frá v. 11 lesa vit um hetta. Í v. 15 er sagt frá, at tey spurdu: „Hvat er hetta.“ „Hvat“, framb. „Man“, kann hava verið upphavið til navnið „Manna“.
Manoa(hebr. hvíla.) Faðir Samson dómara, av ætt danita, úr býnum Zora, q.v. Alt, ið sagt er um Manoa og konu hansara, er í Dóm. 13 og 14.
Maok(hebr. neyðarsligur.) Faðir Akisj kong í Gat. 1. Sám. 27,2. Um ár 1004.
Maon(hebr. bústaður.) Sonur Sjammai, av ætt Kalebs. Hann var faðir ella stovnari Bet-Zur. 1. Krøn. 2,45.
Mara(hebr. beiskt.) Sætta staðið, sum ísraelsfólk gjørdi steðg á ferðini úr Egyptalandi. 2. Mós. 15,23–24: „Tá komu tey til Mara; men vatnið í Mara fingu tey ikki drukkið, tí tað var beiskt. Staðið fekk tí navnið Mara.“ Les eisini, v. 24–25.
   2. Navnið, sum No’omi segði, tey skuldu kalla hana, tá hon var aftur komin úr Móabslandi. Lesa vit Ruttar bók kap. 1, skilja vit, hví hon vildi verða nevnd so.
Marala(hebr. skjálvti.) Stað um 6 km frá Nazaret við suðurmark Zebulons, men helst innan fyri mark Issakars. Josva 19,11.
Maresja(hebr. á hæddini.) Nevndur í 1. Krøn. 2,42 sum faðir Hebrons, kann eisini vera „stovnari“ ella „ættarfaðir“.
   2. Nevndur í 1. Krøn. 4,21. Sonur ella helst stað, sum Lada av ættarfólki Sjela stovnaði.
   3. Býur í Juda, nevndur saman við Ke’eila og Akzib. Hann var ein av býunum, sum Rehabeam víggirdi. 2. Krøn. 11,8. Heimstaður Eliezers profets. 2. Krøn. 20,37. Hann var nær við Zofatadal, har Asa rópti til HARRAN um hjálp og vann á Zera etiopara. 2. Krøn. 14,1.0–12. Í grikkatíðini búðu edomitar har, og hann var kallaður Marisa. Haðani eru innskriftir av miklum virði. Býurin er nevndur í makkabearatíðini. 1. Mak. 5,66 og 2. Makk. 12,35. Hann stóð til ár 40 f.Kr., tá partarnir, q.v., sum vóru eitt fólkaslag, oyddu hann.
Maria(gr. úr hebr. Miriam, røsk.) Móðir Jesusar, ættað úr Nazaret; av fólki Dávids, av ætt Levi. Meðan hon búði heima í Nazaret ógift, men trúlovað við Jósefi, kom eingilin Gabriel til hennara við boðskapi. Vit lesa um hetta í Matt. 1,18–25, Luk. 1,26–80 og 2,1–52. Tá vit hava lisið tað gjølla, finna vit, hvat meir seinni er sagt um Mariu. Greitt er frá henni í 4 støðum í Nýggja Testamenti, eftir at Harrin byrjaði verk sítt. 1) Við brúdleypið í Kana, Jóh. 2,1–5, har Harrin á sín hátíðarliga hátt letur tey vita, at hann er annað og meir enn sonur eina jørðiska móður. Haðani fóru tey til Kapernaum. v. 12. 2) Matt. 12,46–50: „Meðan hann enn talaði til fólkið (í Kapernaum), stóðu móðir og brøður hansara uttanfyri og vildu tosa við hann.“ Harrin víðkar her týdningin av orðunum móðir og brøður. V. 50: „Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín. 3) Við kross Jesusar. Við, so at siga, seinastu orðum Sínum gav hann lærisveininum, Hann elskaði, móður Sína í hendur. Og Jóhannes vissar okkum um, at frá teirri stund tók hann hana heim til sín. Jóh. 19,25.26.27. 4) Eftir uppreisnina lesa vit seinastu ferð um Mariu; hon er tá saman við øðrum í áhaldandi bøn. Áp. 1,12.13.14.
Maria MagdalenaEftirnavnið kann týðast „frá Magdala“. Tó er onkur annar týdningur eisini hugsandi. Vit hitta hana fyrst í felagsskapi við nøkrum øðrum kvinnum, sum loystar vóru undan illum andum og sjúkum; tær tæntu Harranum við tí, sum tær áttu. Vit lesa um hana í Mark. 16,9: „Men táið Hann var risin upp, árla fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist Hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, sum hann hevði rikið sjey illar andar (daimonia) út úr.“ Í fylgi Harrans kom hon í nært samband við aðrar kvinnur: Móðir yngra Jákups, sum eisini æt Maria, og Mariu, móðir Harrans. Tær stóðu nakað burturfrá og sóu, hvat ið fór fram. Luk. 23,49. Tær stóðu har, til alt var av; sóu, at Hann varð tikin niður av krossinum, sveipaður í línklæði og lagdur í grøv Jósefs, sum var har nærhendis. Seinasta, vit lesa um hana, er, tá hon hittir upprisna Harra sín og okkara. Jóh. 20,11–18. Tað seinasta, hon sigur, er: „Eg havi sæð Harran!“ V. 18. So hvørvur hon úr søguni.
Maria, systir LazarusVit lesa ikki so nógv um hana. Hon og systir hennara, Marta, tóku ímóti Harranum í húsi sínum. Luk. 10,39. Maria setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði. Les meir um hetta í v. 39–42. Vit hitta hana aftur í Jóh. 11. Lazarus var deyður, Marta kemur skundisliga inn og sigur: „Meistarin er her og vil finna teg.“ Hon reistist og fór til Hansara, fall niður fyri føtur Hansara og segði: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“ Í kap. 12 vísir hon takksemi sítt, tá hon salvaði føtur Jesusar við dýrari nardussalvu. Les Jóh. 12,1–8. Harrin segði: „Hon hevur goymt hana til tann dag, jarðarferð Mín skal vera.“ Hon hevði sitið við føtur Hansara og lurtað eftir talu Hansara. Hon fór ikki út til grøvina páskamorgun at salva likam Hansara. Hon visti, at tá var Hann ikki har. Hetta áttu lærisveinar Hansara eisini at vitað. Les Mark. 10,33–34.
Maria, kona Klopas(gr. Maria he tou Klopa. Maria Klopasar.) Vit lesa í Jóh. 19,25: „Við kross Jesusar stóðu móðir Hansara og systir móður Hansara, Maria, kona Klopas og Maria Magdalena.“ So lesa vit í Matt. 27,55: „Nógvar kvinnur stóðu har nakað burturfrá og hugdu at; tær høvdu fylgt Jesusi úr Galilea og tænt honum. Millum teirra var Maria Magdalena, Maria, móðir Jákup og Jóses og móðir Zebedeussynirnar.“ Eisini lesa vit í Markusi 15,40: „Har vóru eisini nakrar kvinnur, ið stóðu langt burturfrá og hugdu at; millum teirra vóru eisini Maria Magdalena og Maria, móðir yngra Jákup og Jóses, og Saloma.“ – Við at bera hesi støðini saman, letur til, at Maria Klopasar og Maria, móðir lítla Jákups og Jóses, er sami persónurin, og at hon var systir Mariu moy. At systrarnar eita báðar Maria, kann koma av, at navnið er annað snið av hebr. „Miriam“. Sum her hjá okkum, Miriam, Maria og Mary, veruliga er sama navnið. Hugsandi er, at onnur hevur verið nevnd Miriam og onnur Maria, og nøvnini eru so sammanrunnin her hjá okkum og á øðrum skyldum málum.
Maria, móðir MarkusarÁp. 12,12. Hon var systir Barnabas. Kol. 4,10. Eftir Áp. 4,36–37 og 12,12 er líkt til, at tá hann læt ognina fyri samkomunnar skuld, læt hon húsið til fundarhøli.
      Tá Pætur var loystur úr fangahúsinum, fór hann beina leið hagar. Har vóru tey savnað til bøn. Hetta vísir á, hvør felagsskapur var teirra millum. Tað sæst eisini í 1. Pæt. 5,13, har Pætur kallar Markus „sonur mín“.
MariaRóm. 16,6: „Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum.“
Markus(gr. Markos.) Evangelistur og ivaleyst hin sami, sum í Áp. 12 er nevndur „Jóhannes, sum hevði tilnavnið Markus“. Móðir hansara æt Maria, hon búði í Jerúsalem, v. 12. Hann var systkinabarn Barnabas. Kol. 4,10. Til heim teirra fór Pætur, tá eingil hevði loyst hann úr fangahúsinum. Áp. 12,12. Pætur kallar hann „sonur mín“, ivaleyst er hann komin til trúgv við talu Pæturs. Markus var við Paulusi og Barnabasi á fyrstu ferð teirra. Áp. 12,25; 13,5, men fór frá teimum í Perge í Pamfýlia, 13,13, og fór aftur til Jerúsalems. Seinni kom av hesum hvast stríð millum Paulus og Barnabas, so teir skiltust hvør frá øðrum. Hetta er komið aftur í rættlag, sæst av Kol. 4,10 og Filemon v. 24. Har er hann saman við Paulusi, tá hann er fangi í Róm. Hann tykist vera við Timoteusi í Efesus, tá Paulus skrivaði til hansara, aðru ferð, hann er fangi. Hann biður hann hava Markus við sær. 2. Tim. 4,11.
      Markus, Evangeliið eftir. Í øllum evangeliunum er ein persónur, sum skarar framúr. Í Markusi er sagt frá Jesusi sum Tænarin. Í Matteusi er sagt frá Jesusi sum Kongurin.
      Í Lukasi er sagt frá Jesusi sum Menniskjasonurin. Í Jóhannesi er sagt frá Jesusi sum Gudssonurin.
      Markus sigur frá Honum meiri sum tann, ið virkar, enn tann, sum lærir. Hetta er fyrst og fremst evangelium Tænara Harrans. Es. 42,1–8. Mark. 10,45 vísir á høvuðsinnihaldið í Mark. Ev.: „Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“ Ættartal er einki í Markusi, tí tað hevði ongan týdning hjá træli. Kristus var hin elskandi trælurin, sum tømdi seg Sjálvan. Filip. 2,6–7: „Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds; nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.“ Hesin elskandi Frelsari var samstundis „Veldigur Gud“. Es. 9,6.
   Yvirlit:
   1. Útbúgving tænarans, kap. 1,1–13.
   2. Tænasta í Galilea, kap. 1,14–7,23.
   3. Tænasta norðanfyri og eystanfyri í Galilea, kap. 7,24–9,50.
   4. Tænasta á ferðini til Jerúsalems, kap. 10,1–52.
   5. Tænasta í Jerúsalem, kap. 11–13.
   6. Tænarans lýdni til deyða, kap. 14 og 15.
   7. Tænarans sigurríka uppreisn og himmalsferð.
      Skrivað í Róm um ár 50–55. Eingin ivi er um, at Markus, sum vit kenna úr Nýggja Testamenti, hevur skrivað tað. Skilliga sæst, at høvundurin var kristin jødi. Hann er kunnigur við tankar og lív jødans. Hann er kunnigur við árameiskt mál. Hann er heilt kunnigur í Palestina.
Marot(hebr. beiskt.) Býur vestarlaga í Juda; ikki langt frá Jerúsalem. Mika 1,12.
Marsena(avestiskt, persiskt, virdur, kanska aðalsmaður.) Ein av hinum sjey høvdingunum í Media-Persia á døgum Ahasverusar. Ester 1,14. Um ár 479 f.Kr.
Marta(gr. úr áram. frúgv.) Systir Lazarus og Mariu. Tey búðu øll í sama húsi í Betania. Luk. 10,38.40.41; Jóh. 11,1–39; 12,2. Maria 3, q.v.
Masai(hebr. verk HARRANS.) Prestur, sonur Adiel. 1. Krøn. 9,12.
MasejaMaaseja, q.v.
Masj(Navn av fjarum uppruna, kanska oyðimørk.) Sonur Áram, son Sem. 1. Mós. 10,21–23. Í 1. Krøn. 1,17 stavað Mesjek.
Masjal(hebr. dapur, bønandi.) Levitabýur í ætt Asers. 1. Krøn. 6,74. Í Josva 21,30 stavað Misjal.
Masreka(hebr. víngarður.) 1. Mós. 36,36: „Táið Hadad doyði, varð Samla úr Masreka kongur eftir hann.“ 1. Krøn. 1,47. Staðið kalla tey nú Jebel el-Musjrak.
Massa(hebr. byrða, spásøgn.) Ein sonur Ísmaels. 1. Mós. 25,14; 1. Krøn. 1,30. Klaudius Ptolemaios, sum livdi í fyrru helvt í aðru øld, jarðfrøðingur, stjørnufrøðingur og mangt annað, nevnir eitt fólkaslag, sum helt til í Eysturarabia. Hann kallar tey „Masani“. Hesi kunnu væl hava verið eftirkomarar Massa. Lesa vit Jer. 23,31–40, síggja vit, at summi nýta dupulta týdningin á orðinum „Massa“, sum kann merkja spásøgn ella byrða. Tey nýta tað háðandi. Hetta er HARRANUM hart ímóti.
Massa(Í frummálinum annar staviháttur, hebr. freisting.) Er eisini kallað Meriba, t.e. stríð. Les. 2. Mós. 17,1–7.
Matana(hebr. gáva.) Fimmtiunda og triðja staðið, sum ísraelsfólk gjørdi steðg á ferðini um oyðimørkina, norðan fyri ánna Arnon. Man vera staðið, sum nú kallast Kirbet el-Medeisjineh. 4. Mós. 21,18–19.
Matred(hebr. Gud søkir at, noyðir, tvingar; hygg 2. Kor. 5,14.) Móðir at Mehetabel drotning í Edom. 1. Mós. 36,39.
Matri(Matrija) (hebr. regn HARRANS.) Benjaminsmaður. Hann var høvdingi í teirri ætt í Benjamin, sum Saul kongur var av. 1. Sám. 10,21.
Mattan(hebr. gáva.) Prestur í húsi Ba’als, tá Atalja, q.v., ráddi í Juda. Hann varð dripin við altarið í húsi Ba’als sama dag, sum Atalja varð tikin av døgum. 2. Kong. 11,1–21; 2. Krøn. 23,1–21.
   2. Faðir ein av høvdingum Zedekiasar kongs. Les. Jer. 38,1–7.
Mattanja(hebr. gáva HARRANS.) Tá Nebukadnezar kongur í Bábel flutti Jójakin judakong sum fanga til Bábel, setti hann Mattanja til kong í stað hansara og broytti navn hansara til Zedekias. 2. Kong. 24,17.
   2. Ein av teimum mongu, ið nevndir eru „dugnamenn í arbeiðinum við tænastuna í húsi Guds“. Sangari av húsi Asafs. 1. Krøn. 9,13–15.
   3. Ein av hinum 14 sonum Hemana, sum tæntu við tónleiki við gudstænastuna. 1. Krøn. 25,4 og 16.
   4. Ein av eftirkomarum Asafs levits, sum vildu vera við í tænastuni, tá templið skuldi reinsast á døgum Ezekiasar, ár 715 f.Kr. 2. Krøn. 29,13.
   5. Ísraelsmaður av eftirkomarum Elams. Hann var ein teirra, ið lovaðu at senda fremmandu konu sína frá sær. Ezra 10,26.
   6. Av eftirkomarum Zattu. Ezra 10,27.
   7. Av eftirkomarum Pahat Móabs. Ezra 10,30.
   8. Av eftirkomarum Banisar. Ezra 10,37.
      Hesir allir lovaðu at senda fremmandu konur sínar aftur.
   9. Levitur, faðir Zakkur og abbi Hanan, sum Nehemias setti til at ganga teimum til handa, sum hann hevði sett yvir goymslurnar í húsi Guds. Neh. 13,13.
Mattat(gr. hebr. gáva.) Tveir menn, ið nevndir eru í ættartali Jesu Krists í Luk. 3,24 og 29.
Mattata(gr. gáva HARRANS.) Sonur Natans og abbasonur Dávids í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,31.
   2. Ísraelsmaður av eftirkomarum Husjums. Ein av teimum, sum lovaðu at senda fremmandu konu sína frá sær. Ezra 10,33.
Mattatias(gr. snið av hebr. Mattatiah, gáva HARRANS.) Sonur Amos og faðir Jósef í ættartali Harrans. Luk. 3,25.
   2. Sonur Sime’i í sama ættartali. Luk. 3,26.
MattenaiTveir ísraelsmenn, sum vóru millum teirra, ið lovaðu at senda fremmandu konur sínar frá sær. Ezra 10,33 og 37.
   2. Ein av ættarhøvdingunum millum prestarnar á døgum Jójakims. Neh. 12,19.
Matteus(gr. Mattaios, hebr. Mattiah, gáva HARRANS.) Ein av lærisveinum Harrans Jesusar, og hann, sum skrivaði „Evangeliið eftir Matteus“. Sonur Alfeus og vanliga nevndur Levi. Um faðir hansara var hin sami Alfeus sum hin, ið var faðir Jákups, Matt. 10,3, vita vit ikki, men tað man ikki vera. Matteus búði í Kapernaum og var tollari. Í tí tíðini búði nógv fólk við Genezaretsvatn. Har var nógvur fiskur at fáa, og tá so er, leitar fólk til. Har høvdu rómverjar eina tollstøð. Tollararnir sjálvir vóru fyri tað mesta fremmandir, múgvandi menn, oftast rómverjar. Teir lótu starvið til aðrar fyri leigu, og royndu hesir so at fáa so frægt burtur úr starvinum, sum til bar. Hetta gjørdi, at teir komu at bera orð av, at teir tóku meir í tolli, enn rætt var. Um Zakeus er sagt: „Hann var yvirtollari og ríkur maður.“ Luk. 19,2. Hann hevur kortini verið av ísraelsfólki, tí hann kendi, hvat lógin segði, 19,8, og hesum ætlaði hann at fylgja, nú hann hevði hitt Harran Jesus. Mark. 2,14: „Hann kom tá framvið og sá Levi, son Alfeus, sita við tollbúðina; og Hann segði við hann: Fylg mær! Tá reistist hann og fylgdi Honum.“ Levi, sum eisini er nevndur Matteus, gjørdi nú stóra veitslu fyri Honum heima hjá sær. Har var stórur flokkur av tollarum við borðið. Hann skuldi nú skiljast frá arbeiðsfeløgum sínum. Eftir hetta er hann ikki nevndur, uttan har ápostlarnir eru roknaðir upp, Luk. 6,15, og at hann var við í salinum í erva eftir uppreisn Harrans Jesusar. Áp. 1,13.
      Matteus, Evangeliið eftir.
      Evnið í bókini er umrøtt í fyrsta versi: Biblos geneseos Jesou Kristou hveou David hveou Abraam. Ættarbók Jesu Krists, Sonar Dávids, Sonar Ábrahams. Matt. 1,1. Harrin er her settur í samband við tveir teir týdningarmestu sáttmálarnar í Gamla Testamenti. Dávids í 2. Sám. 7,8–16, og Ábrahams 1. Mós. 15,18. Soleiðis skrivar Matteus um Jesus Kristus á tvífaldan hátt. Í tí, sum sagt er í v. 1 í fyrsta kap., talar hann fyrst um kongin, son Dávids, so um son Ábrahams, tí hann var lýðin til deyðan. Her verður ført okkum í eygsjón „Rættvísi kvistur Dávids“, Jer. 23,5; 33,15. Hetta evangeliið lærir okkum, at Jesus kom fyrst og fremst til jødarnar, Matt. 10,5–6; 15,24, sum Messias og kongur. „Evangelium ríkisins“, ið varð prædikað upp til krossfestingina, fer aftur at verða boðað upp undir hina stóru trongdina. Við tað, at jødarnir vrakaðu Kristus, hava heidningarnir fingið lut í Honum, og hin góði boðskapurin um frelsu við trúgv á Hann verður boðaður inntil afturkomu Hansara. At Matteus hevur skrivað bókina, hevur ongantíð verið nakar ivi millum teirra, ið veruliga hava skil á slíkum. Høvdu menn farið at gitt, hvør, ið skrivað hevði hesa bók, høvdu teir seinast av øllum hugsað um, at tað var Levi í tollbúðini í Kapernaum.
Mattias(gr. ivaleyst stytting av hebr. Mattaija: Gáva HARRANS.) Hann, ið valdur varð til ápostul í stað Judasar. Vit lesa um hetta í Áp. 1,15–26. Hann er annars ikki nevndur við navni í Nýggja Testamenti.
Matitja(hebr. gáva HARRANS.) Levitur. Elsti sonur Sjallum korait. „Honum var litið upp í hendur at baka tað, ið bakast skuldi.“ 1. Krøn. 9,31.
   2. Levitur. Sonur Jedutun, sætti av teimum, ið nevndir eru, sum við sitarum spældu í profetiskari burturrykking, leiddir av faðir teirra Jedutun. 1. Krøn. 25,3.
   3. Ein av teimum, sum sendu fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,43.
   4. Ein teirra, ið stóðu við høgru lið Ezra, tá hann las lógina fyri fólkinum. Neh. 8,4.
Mea(hebr. hundrað.) Torn á múri Jerúsalems, sum sagt er um í Neh. 3,1, at Eljasjib høvuðsprestur og prestarnir laðaðu múrin tætt til og halgaðu tað.
Meara(hebr. berligt stað, helli, grøv.) Stað millum Týrus og Sidon. Josva 13,4.
Mebunnai(hebr. uppbygdur.) Ein av køppum Dávids. 2. Sám. 23,27. Hann er annars nevndur Sibbekai. 1. Krøn. 11,29.
Medad(hebr. elskaður, frændi, kærleiki.) Vit lesa í 4. Mós. 11,16: „HARRIN svaraði Mósesi: Kalla Mær saman 70 menn av teimum elstu í Ísrael, menn, sum tú veitst eru hinir elstu fólksins og umsjónarmenn tess!“ Les til og við v. 30. Í v. 27 síggja vit, at ein av hesum 70 æt Medad.
Medan(hebr. ósemja. Í Orðt. 6,14 umsett til „trætur“ og í Orðt. 10,12 til „split“. Í før. aut. til „deilur“.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Ábrahams við Keturu. 1. Mós. 25,2.
Medeba(hebr. hvíldarvøtn.) Fyrndarstaður í Móab. Í Josva 13 er sagt frá, at hann varð lagdur til ætt rubenita. Í profetorðum Esaiasar um Móab er hann nevndur sum ein av býum Móabs.
      Tá ammonitar flýddu undan Jóab og Absai, fingu teir sær skjól í Medeba. Toftirnar, um 20 km eystan fyri Havið Reyða, eru sjónligar enn. Serliga av einum stórum templi (móabitiskt) og óvanliga stórum vatnsbrunnum. Kanska býurin hevur verið kallaður eftir teimum vøtnunum.
Media(hebr. Í miðjuni. Í 1. Mós. 10,2 kallað Madaj. Stórt land sunnan fyri Kaspiska havið, millum Armenia norðanfyri og Persia sunnanfyri. Vestanfyri vóru Assýria og Bábylonia. Høvuðsstaðurin var Ekbatana. Í Ezra 6,2 kallaður „Arreta“. Kongurin í Assýria, Tiglat-Pileser IV, sum var kongur ár 745–727 f.Kr., hertók Media. Av hesum skilja vit, hvussu tað kundi bera til, at tað stendur í 2. Kong. 17,6, at tá kongurin í Assýria tók Samaria, læt hann fangarnar úr Ísrael búsetast í býum Media. Seinni reistu medar seg aftur, og í felagi við Bábylonia tóku teir Nineve ár 606 f.Kr. og ráddu nú yvir øllum Assýrararíkinum. Hin seinasti kongurin í Media var Astyages. Tann, ið koyrdi hann úr hásætinum, var dóttursonur hansara, Kýros kongur í Persia. Nú gjørdist Persia høvuðslandið har, meðan tó medarnir høvdu nógv av sjálvstøðu síni. Tí verður sagt í Ester 1,19 og Dán. 6,9: „Lógir Persara og Medara“. Aleksander hin Stóri tók bæði hesi ríkini ár 330 f.Kr., og seinni komu tey afturat partarum. Áp. 2,9: „Vit Partar og Medar.“ Gudalæra teirra var læra Zaratustra. Profetur, sum livdi um ár 900 ella 1000 f.Kr. Navn hansara verður eisini skrivað Zoroaster.
Mefa’at(hebr. ljómi, hædd.) Levitabýur. Josva 21,37; 1. Krøn. 6,79; í ætt Rubens, Josva 13,18. Eusebios (270–340) bispur og søgumaður sigur, at hermannalega var í Mefa’at. Hetta var til verju móti fólkinum, sum helt til í oyðimørkini. Staðið er kanska tað, ið nú kallast Tell Jawa, um 10 km sunnan fyri Amman.
Mefibosjet(hebr. sum týnir skommina, t.e. avgudar. Veruliga navnið var Meriba’al, q.v.) Sonur Saul við hjákonu hansara Rizpa. Best er at lesa alt um hetta í 2. Sám. 21,1–14.
   2. Sonur Jónatan og abbasonur Saul. Um hann lesa vit í 2. Sám. 4,1–4; 2. Sám. 9,1–13.
Megiddo(hebr. stað Guds, fundarstað.) Ein av kongabýunum, sum Josva og teir tóku. Fyrst lagdur til Issakar, Josva 17,11, men seinni hoyrdi hann til Manasse. Dóm. 1,27: „Men teir, sum búðu í Bet-Sean og smábýunum, ið til hoyrdu, í Ta’anak og smábýunum, ið til hoyrdu í Dor og smábýunum, ið til hoyrdu, í Jibleam og smábýunum, ið til hoyrdu, og í Megiddo og smábýunum, ið til hoyrdu, teir fekk Manasse ikki rikið burt; Kána’anitar fingu í lag at verða búgvandi á hesum leiðum.“ Annars letur til, at tað var ikki fyrr enn á døgum Sálomos, býurin varð tikin. Ein av hinum 12 fútum Sálomos helt til har. 1. Kong. 4,12.
Mehetabel(hebr. Gud gevur signing.) Kona Hadar kong í Móab. 1. Mós. 36,39. 1. Krøn. 1,50.
   2. Abbi falska profetin Sjemaja. Les Neh. 6,10–12.
Mehida(hebr. viðgitin.) Ein av tempultænarunum, nevndur í Ezra 2,52.
Mehir(hebr. samsýning. Í Dániel 11,39: løn. Es. 45,13: løn. Es. 55,1: belo Mehir: gjaldsleyst.) Sonur Kelub og faðir Ester, av ætt Juda. 1. Krøn. 4,11.
Mehola(hebr. dansur.) Býur í ætt Issakars. Sami sum Ábel-Mehola. 1. Sám. 18,19.
Mehujael(hebr. Gud slær.) 1. Mós. 4,18: „Hanok fekk ein son, Irad; Irad fekk Mehujael; Mehujael fekk Metusael; Metusael fekk Lemek“.
Mehuman(persiskt, kann merkja: trúfastur.) Ein av hirðmonnum Ahasverusar kongs. Ester 1,10.
Me-Jarkon(hebr. gul vøtn.) Býur í ætt Dans. Josva 19,46. Tykist at hava verið ikki langt frá Joppe.
Mekona(hebr. grundarlag.) Gamal býur, nær við Ziklag. Har er sagt frá í Neh. 11,28, at nakrir av judamonnum búðu har aftan á heimkomuna.
Melatja(HARRIN ger frían.) Gibeonitur. Hann var við til at arbeiða upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,7.
Melea(týdn. óvissur, fyltur?) Sonur Menna og faðir Eljakim í ættartali Jesu Krists. Lukas 3,31.
Melek(hebr. kongur.) Annar, ið nevndur er av sonum Mika, sum var sonur Meribba’al, ið eisini varð nevndur Mefibosjet. 1. Krøn. 8,35.
Melki(gr. úr hebr. kongur mín.) Tveir menn í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,24 og 28.
Melkizedek(hebr. kongur rættvísinnar.) Prestakongur í Salem. Tá Ábraham hevði vunnið á Kedorlaomer, kom Melkizedek ímóti honum og signaði hann. Í Hebrearabrævinum er Melkizedek mynd av Messiasi í høvuðsprestaligu tænastu hansara. Hebr. 5,6–10.
Meluki(hebr. ráðgevari.) Prestur, sum nevndur er í Neh. 12,14.
Memfis(egyptiskt.) Høvuðsstaður Egyptalands í gomlum døgum. Ísraelitar kallaðu hann Nof. Es. 19,13.
Memukan(týdn. óvissur.) Ein av hinum sjey medisku og persisku høvdingum Ahasverusar kongs. Ester 1,14.16.21.
Menahem(hebr. hann, ið uggar.) Ein av gudleysu kongum Ísraelsríkis. Um ár 746–737 f.Kr. Vit lesa um hann í 2. Kong. 15,13–22.
Meni(hebr. lagna, eydna.) Avgudur, sum Esaias sigur, at ísraelsfólk helt seg til, tá tey vendu HARRANUM bakið. Es. 65,11.
Menna(týdn. óvissur.) Faðir Melea og sonur Mattata í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,31.
Meonotai(hebr. tilhald mítt.) 1. Krøn. 4,14: „Meonotai fekk sonin Ofra; Seraja fekk sonin Jóab, sum var faðir ættina í Træsmiðadali – teir vóru træsmiðir.“
Merab(hebr. vøkstur.) Eldra dóttir Sauls. 1. Sám. 14,49. Dávid vann hana til konu, tá hann feldi Goliat, men les 1. Sám. 17,24–58 og kap. 18,1–36.
Meraja(hebr. uppreistur.) Ættarhøvdingi millum prestarnar á døgum Jójakims. Neh. 12,12.
Merajot(uppreistrarmaður.) Ein av høvuðsprestunum. 1. Krøn. 6,6.7.52. Av ætt Eleazars.
Merari(hebr. beiskt, eydnuleysur.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Levi. 1. Mós. 46,11; 1. Krøn. 6,16.
Meratajim(hebr. tvífaldur beiskleiki.) Profetiskt, hóttandi navn fyri Bábel. Jer. 50,21.
Mered(hebr. uppreistur.) Annar sonur Ezra, av ætt Juda. 1. Krøn. 4,17–18.
Meres(persiskt virdur.) Ein av hinum 7 persisku og medisku høvdingunum á døgum Ahasverusar. Ester 1,14.
Meriba(hebr. stríð.) Sama staðið, sum eisini varð kallað „Massa“, q.v. 2. Mós. 17,1–7.
   2. Annað Meriba var við Kadesj í Zins oyðimørk. Les. 5. Mós. 32,48–52.
Meribba’al(hebr. sum stríðist móti Ba’al.) Sonur Jónatan. Seinni kallaður Mefibosjet. Ba’al er skift til bosjet, t.e. „skomm“ í staðin fyri avgudin. 1. Krøn. 8,34; 2. Sám. 9,6.
Merimot(hebr. hæddir, høgt settur.) Prestur. Ezra 8,33: „Men fjórða dagin vórðu silvurið, gullið og íløtini vigað í húsi Guds okkara og latin upp í hendur Merimots prests, sonar Uria.“ Hann vældi eisini um múrin í tveimum støðum. Neh. 3,4.21. Í 2 og 3 stavað Meremot.
   2. Av eftirkomarum Banisar. Ein av teimum, sum sendu fremmandu konu sína aftur eftir útlegdina.
   3. Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,5.
Merodak(hebraiska navnið fyri akkadiskt „Marduk“.) Høvuðsgudur Bábels. Navnið varð við hvørt fyrri partur av mansnavni (t.d. Merodak-Bal’adan.)
Merodak-Bal’adan(akk. Marduk hevur givið son.) Kongur í Bábel á døgum Ezekiasar. Es. 39,1.
Merom(hebr. høgt stað ella vøtn.) Vit lesa um, hvat hendi við Meromsvatn, í Josva 11,1–9, hvussu hann vann á kána’anitum. Hetta hevur verið norðarlaga í landinum við hæddir Naftali nær Hermon.
Meronot(týdn. og stað ókent.) Í 1. Krøn. 27,30 hitta vit ein Jedaja, sum var úr Meronot. Í Neh. 3,7 hitta vit ein Jadon meronotit, sum er við at væla um múrin um Jerúsalem.
Meroz(hebr. skjól.) Stað norðarlaga í landinum og nevnt í Deborasonginum. Dóm. 5,23: „Banna Meroz! segði eingil HARRANS; banna teimum, ið har búgva, fyri tað at tey komu ikki HARRANUM til hjálpar – HARRANUM til hjálpar millum kapparnar!“
Mesja(hebr. burturferð.) Stað í Arabia. Bústaður sona Joktans. 1. Mós. 10,29–30. Man vera á leið hitt sama, sum landfrøðingar kalla Arabia Petrea.
Mesja(móabitiskt, frælsi.) Kongur í Móab. Vit lesa um hann og viðurskifti hansara við kongar Ísraels í 2. Kong. 3,4–27. Frásøgn annars um hetta er at finna á kendum steini frá hesi tíðini, kallaður Mesjasteinur ella Móabitasteinur, q.v.
Mesja(hebr. úr móab. frælsi.) Elsti sonur Kaleb, ið var bróðir Jeram’el. 1. Krøn. 2,42.
   2. Hin triði, ið nevndur er av sonum Saharjim, við konu hansara Hodesj. 1. Krøn. 8,9.
Mesjak(bábylonskt gestur kongs – shah.) Dániel 1,7: „Men hægsti hirðmaðurin gav teimum nýggj nøvn … Misjael Mesjak.“
Mesjek(hebr. høgt.) Fólk, ættað frá Jafet. 1. Mós. 10,2. Ezekiel nevnir hetta fólkið sum sameint við Tubal og Gog, „Rosj, Mesjek og Tubal“. Ezek. 32,26; 38,2–3 og 39,1. Ezekiel talar eisini um tey, at tey handlaðu við „stórríkið Týrus“, og at teir lótu fyri vørurnar menniskju og koparíløt. Ezek. 27,13. Í frásøgnum Tiglat-Pilesers I (1110 f.Kr.) og Sjalmanasser III (860–825 f.Kr.) verður landið Musku nevnt, t.e. Mesjek og er fjallalandið norðast í Assýria og hevur mark saman við Tabal, í Gl.Testm. Tubal.
      Tá Ezekiel profetur skrivar um hendingar í sambandi við hesi lond, hann nevnir, er skilligt, at hann talar um hendingar, sum enn eru fjaldar í framtíðini. Tá til fulnar skal ganga út, tað Harrin Jesus segði frá: „Tjóð skal reisa seg móti tjóð, og ríki móti ríki.“ Matt. 24,7.8.
Mesjelemja(hebr. sum HARRIN letur fáa samsýning.) Levitur av húsi Kora. 1. Krøn. 9,21; 26,1.2.9. Menn av hesi ætt vóru duravaktarar í húsi HARRANS.
Mesjezabel(hebr. Gud er tann, sum bjargar.) Abbi Mesjullams, sum var ein, ið laðaði múrin um Jerúsalem. Hann var ein av teimum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,21. Hann var faðir Petaja, sum gekk konginum til handa í øllum, sum viðvíkti fólkinum. Neh. 11,24.
Mesjillemit(hebr. afturløning.) Sonur Immers og faðir Mesjullams. 1. Krøn. 9,12. Eisini kallaður Mesjillemot.
Mesjillemot(hebr. afturløningar.) Prestur. Eftir Neh. 11,13 var hann faðir Azai.
   2. Faðir Berekja, sum var ein av høvdingunum í Benjamin, ið noktaðu ísraelsmonnum at taka fangar úr Juda og taka teir til Samaria. 2. Krøn. 28,8–13.
Mesjobab(hebr. afturkomin.) Ein av teimum, ið nevndir eru við navni, høvdingar í ættum sínum, sum vit lesa um í 1. Krøn. 4,34; 38–41.
Mesjullam(hebr. frændi ella, sum hevur fingið samsýning.) Ein høvdingi í ætt Símeons og ættarfaðir Safans, skrivara, sum Josias kongur sendi til Hilkia høvuðsprest at biðja hann telja saman peningin, ið latin var til hús HARRANS. 2. Kong. 22,1–4.
   2. Hin fyrri, ið nevndur er av sonum Zerubbabels. 1. Krøn. 3,19.
   3. Gaditur. Ein av høvdingunum, sum búðu í Basan. Á teimum døgum, tá Jótam var kongur í Juda og Jeroboam var kongur í Ísrael, vórðu allir hesir uppskrivaðir í ættarbókina. 1. Krøn. 5,11,13.17.
   4. Ein av ættarhøvdingunum, sum búðu í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel. 1. Krøn. 8,17.32.
   5. Benjaminitur, sonur Hodavja ella, sum sagt er frá í Neh. 11,7, sonur Jóed, son Pedaja og faðir Sallu, sum búði í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel. 1. Krøn. 9,7.
   6. Benjaminitur, sonur Sefatja, av teimum, sum búðu í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel. 1. Krøn. 9,8.
   7. Prestur, sonur Zadok. Eftirkomarar hansara búðu í Jerúsalem. 1. Krøn. 9,11; Neh. 11,11.
   8. Sonur Messjillemit og ættarfaðir Masai. 1. Krøn. 9,12.
   9. Levitur av ætt Kahats; hann var ein av umsjónarmonnunum, tá templið varð gjørt í stand á døgum Josiasar. 2. Krøn. 34,12.
   10. Ein av høvuðsmonnunum, sum Ezra sendi til Iddo, høvdinga í Kasifja, til at yvirtala Iddo og brøður hansara við – tempultænararnar í Kasifja – at senda teimum tænarar til hús Guds. Ezra 8,17–20.
   11. Høvdingi á døgum Ezra. Ezra 10,14–15.
   12. Ein av eftirkomarum Banisar. Hann hevði tikið fremmanda kvinnu til konu og lovaði at senda hana frá sær aftur. Ezra 10,29.
   13. Sonur Berekja. Hann var við til at arbeiða upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,4.30. Dóttir hansara var gift við Jóhanan, syni Tobias. Neh. 6,18. Í hesum sambandi eiga vit at lesa kap. 6 allan.
   14. Sonur Besodja. Hann og Jojada vældu um Gamlaportur í múri Jerúsalems. Neh. 3,6.
   15. Ein av høvdingunum, sum stóðu við vinstru lið Ezra, tá hann las lógina fyri fólkinum. Neh. 8,4.
   16. Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,7.
   17. Ein av ættarhøvdingunum millum prestarnar á døgum Jójakims. Neh. 12,13.
   18. Prestur, sonur Ginneton, um hesa somu tíðina. Neh. 12,16.
Messjullement(kvennkyn av Mesjullam.) Dóttir Haruz úr Jotba; drotning Manasse kongs í Juda og móðir Amons kongs. 2. Kong. 21,18–19.
Messias(hebr. Masjiah t.e. salvaður, gr. Í Nýggja Test. og Septuaginta: Kristos.) Jóh. 1,42: „Vit hava funnið Messias, (tað er útlagt Kristus).“ Matt. 16,16: „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds.“
      Sálm. 2,2: „Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða – Messjiah – Hansara.“ Tá sagt varð um ein, at hann var salvaður ella smurdur, hevði tað týdningin av, at hann var vígdur til starv sítt. Sjálvt um hetta orðið verður nýtt bæði um Gud og menn, síggja vit, hvussu vónin um hin salvaða – Messias – gongur sum reyður tráður gjøgnum Gamla Testamenti, og Harrin Jesus segði við jødarnar: „Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum, og tað eru tær, ið vitna um Meg.“ Men sum Jóhannes sigur: „Hann kom til sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum.“ Jóh. 1,11. Hetta varð bjarging okkara, sum nú í trúnni hava tikið ímóti Honum. Jóh. 1,12.13. Tey, sum Hann kom til, vrakaðu Hann. Áp. 3,14.15.18. Men sum Pætur segði við ovfarnu landsmenn sínar, Áp. 2,36: „Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.“ Sum Harrin og Frelsarin kemur hann skjótt at taka samkomu Sína – t.e. øll, sum í trúnni hava tikið ímóti Honum – heim til Sín. 1. Tess. 4,16–17: „Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.“
      Í Matt. 24,1–3 lesa vit, at Jesus fór út úr templinum og burtur haðani, og lærisveinar Hansara komu til Hansara at vísa Honum tempulbygningarnar. Hann segði teimum frá, at hetta skuldi alt verða brotið á grund. Seinni, tá hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinarnir til hansara og spurdu hann tveir spurningar: 1) „Sig okkum, nær hetta fer at henda“, 2) „Hvat er tekinið, at Tú kemur og endi er á tíðini“. Ikki vardi leingi, til tað fyrra hendi. Ár 70 e.Kr. varð templið javnað við jørðina. Hinar hendingarnar koma hvør til sína tíð, sum Harrin hevur ásett. Kortini vita vit, at fyri Honum er ein dagur sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur. Vit vita eisini, at Hann bíðar í náði. Tað, vit lósu um í 1. Tess. 4,16, er, tá Hann kemur eftir Sínum. Tað kann henda hvørja løtu.
      So byrjar tíðarskeiðið, sum nevnt er „Hin stóra trongdin“, Matt. 24,21.29. Dán. 9,25: „Trongdartíðir“, Dán 10,1: „Hetta orð er satt og boðar stóra trongd.“ Vit lósu í Matt. 24,29: „Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli og kreftir himmalsins vikast. Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.“ Eftir at Harrin varð vrakaður, krossfestur, jarðaður og upp aftur risin, sá heimurin Hann ikki aftur. Hann opinberaði seg fyri brøðrum sínum. Tá Hann nú kemur aftur at taka Síni heim, tey, sum í trúnni hava tikið móti frelsuverki Hansara, skal heimurin, sum vrakað Hann hevur, ikki síggja Hann. Harafturímóti, tá Hann eftir trongdina kemur í mátti og miklari dýrd, skal heimurin og ognarfólk Hansara, jødarnir, síggja Hann. Tá gongur tað út, sum Zakarias profetur talar um í kap. 12,10: „… tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum …“ Tá gongur út tað, sum Harrin talaði um hinar 10 moyggjarnar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum. Her má ansast eftir, at vit ikki blanda hesar hendingarnar saman. Nú Harrin kemur eftir samkomu Síni, verða børn Hansara ikki at líkna við brúðarmoyggjar, tí tey eru brúður hansara. Nú lesa vit í Áp. 1,6: „Táið teir nú vóru komnir saman, spurdu teir Hann: Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?“ (Ríkið, teir meina við, lesa vit um í t.d. Es. 65,18–25; 66,22). „Hann svaraði teimum: Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar.“ So segði Hann teimum, hvat starv, Hann hevði sett teir til, signaði teir og fór frá teimum, meðan teir sóu. Hann segði teimum, hvat teir skuldu gera: „Tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“ Her byrjar tíð náðinnar, tíðin, sum nú er, hetta, sum Paulus kallar: „Loyndarmálið, sum hevur verið dult frá upphavi alra tíða.“ Henda tíðin, tá Harrin frelsir sálir, sum koma til Hansara og bert líta á Harrans Jesusar deyð og uppreisn.
      Hetta náðinnar tíðarskeið, sum ikki er umtalað í Gamla Testamenti uttan í myndum. Vit lesa um hetta í Ef. 3,8: „Mær, sum alraminst havi at týða av øllum heiløgum, varð henda náði givin, at kunngera heidningunum evangeliið um órannsakiliga ríkdóm Kristusar og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt – fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli.“ Henda náðitíðin endar við tí, sum sagt er í Tess. 4,16–17, har Harrin tekur Síni til Sín. So kemur trongdin, sum Harrin segði Sínum frá. Matt. 24,21. Í trongdini skal evangelium ríkisins verða kunngjørt. Ísrael ásannar, at Messias var her, men: „Hann rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð …“ Es. 53,2: V. 3–5: „Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku … – vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi, men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd …“ V. 8: „… hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann!“ Tá skal henda tað, sum Esaias sá: „Tí av Zion skal ganga út opinbering og orð HARRANS úr Jerúsalem …“ So hendir tað, sum Harrin umrøddi í Matt. 24,30, at Hann kemur í dýrd, og øll skulu síggja Hann. Fólk Hansara, sum í trongdini hava vent sær til Hansara, síggja nú sín Messias. Eisini tey, sum við at hoyra evangelium ríkisins eru komin til trúgv á Hann, arva ríkið saman við teimum. Harrin hevur lovað teimum fullkomnan frið í 1000 ár. Les um hetta í Opinberingini 20,1–3. Ansa eftir í v. 2, at alt, ið ónt er, er nú vaksið til óhugnaligt gudloysi; so er eisini við orminum í urtagarðinum Eden, hann er nú vorðin ein dreki. Nú drekin er bundin, hevur Harrin lovað Sínum eitt 1000 ára skeið við friði. Men vit lesa, at tá Satan aftur er leysur, eru menniskjuni tey somu. Les Op. 20,7–9: „Men eldur fall niður av himli og oyddi teir.“
      Tey av Ísrael, sum í trongdini hava vent sær til Messias, og tey, sum við orðum teirra eru komin til trúgv, fara nú heim við Honum. V. 12–15 siga frá seinasta dóminum, tá ikki longur verður dømt í náði.
Metúsalem(hebr. Metusjala, maðurin við spjótinum.) Sonur Enok, sum fekk hann, tá hann var 65 ár. Tíðin, ið Metúsalem livdi, var 969 ár. Hetta er hægsti lívsaldur, sum nevndur er á manni. 1. Mós. 5,21.
Metusjael(hebr. maður Guds.) Sonur Mehujael og faðir Lemek av ætt Káins. 1. Mós. 4,18.
Meunitar(hebr.) Íbúgvar í Maon, q.v. 2. Krøn. 26,7.
Mezahab(hebr. gullvatn ella avkom hins skyggjandi.) 1. Krøn. 1,50: „Táið Ba’al-Hanan doyði, tók Hadad ríkið eftir hann; býur hansara æt Pa’i, og kona hansara æt Mehetabel; hon var dóttir Matred, dóttur Mezahab.“ Hesin Hadad var seinasti nevndi kongurin í Edom.
Mezobaja1. Krøn. 11 endar við, at roknaðir upp eru nógvir av reystastu køppum Dávids; seinast er Ja’asiel úr Mezobaja. Tað navnið er annars ikki kent.
Mibhar(hebr. útvalt, t.d. Jer. 22,7: útvaldu, 1. Mós. 23,6: bestu.) Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,38.
Mibsam(hebr. góður angi.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Ísmaels. 1. Mós. 25,13; 1. Krøn. 1,29.
   2. Sonur Sjallum og sonarsonur Sjaul. 1. Krøn. 4,25.
Mibzar(hebr. víggirdur.) Ein av ættarhøvdingum Edoms. 1. Mós. 36,42.
Middin(hebr. mát.) Býur eystan fyri Deyðahavið, bert nevndur í Josva 15,61. Staðið er annars ókent.
Midjan(hebr. stríð.) Hin fjórði, ið nevndur er av seks sonum Ábrahams við Keturu. 1. Mós. 15,2. Synir hansara eru roknaðir upp í 1. Mós. 25,4. Annars er einki sagt um hann.
MidjanitarFólk, sum búði sunnan og eystan fyri Palestina, í oyðimørkini norðan fyri arabisku hálvoynna. Uttan fyri Bíbliuna er eingin álítandi søga um midjanitar. Í Bíbliuni hitta vit teir í sambandi við søguna um 1) Ábraham; 2) Jósef; 3) Móses; 4) Bileam; 5) Gideon.
      1) Í 1. Mós. 25 er sagt frá, at Ábraham, meðan hann livdi, gav sonunum, sum hann átti við hjákonum sínum, gávur og læt teir flyta burt frá Ísaki. Ein teirra æt Midjan, v. 2.
      2) Í søguni um Jósef tykjast midjanitar og ísmaelitar at vera so nær skyldir, at teir verða blandaðir í frásøgnini: 1. Mós. 37,25: „… sóu teir eitt fylgi av Ísmaelitum, sum komu úr Gilead.“ V. 27: „Latið okkum heldur selja Ísmaelitunum hann.“ V. 28: „Táið nú midjanitiskir keypmenn komu framvið har.“ V. 36: „Men Midjanitarnir seldu hann í Egyptalandi.“ Spurningur er, um teir vóru samanrunnir í eina ætt, ella midjanitiskir keypmenn vóru í ferðalag við ísmaelitum.
      3) Á yngru árum Mósesar, tá hann hevði dripið egyptan, flýddi hann til Midjansland. Har giftist hann og røktaði seyð hjá verfaðir sínum í 40 ár. Tá HARRIN opinberaði seg fyri honum, var hann nær við fjallið Horeb í Sinai. Um nú sjálvt landið Midjan var eystan fyri flógvan, nú kallaður Akabavíkin, kann hetta væl bera til, tí fólkið har var flakkarar, sum fóru úr staði í stað, har sum haglendið var gott. Har steðgaðu teir so eina tíð. Menn halda, at hálvoyggin Sinai var fruktabetri tá, enn hon er nú og leingi hevur verið.
      4) Tá Balak ráddi í Móab, hildu teir saman ráð, Móab og Midjan. Teir ræddust ísraelsfólk, tí tey vóru so nógv í tali. 4. Mós. 22. Vit kenna søguna, um ikki, lesa vit gjølla kap. 22–25. Í kapitlunum 23 og 24 lesa vit bert um Móab. Í kap. 25,1 er tað kvinnur Móabs, Ísrael blandar seg við, meðan í v. 6 og 15 stendur um midjanitiska kvinnu. Givið er, at har hevur verið tætt samband millum móabitar og midjanitar. Í kap. 31 stendur, at Bileam, sonur Beor, fall saman við kongunum í Midjan.
      5) Á døgum Gideons hitta vit aftur midjanitar. Dóm. 6,1 o.s.f. Teir koma ikki sum útbúgvin hermannafjøld, men teir komu við fylgjum og tjøldum, so mangir, at ikki stóð til at telja, hvørki teir ella kamelar teirra, sum sagt er frá í v. 5. Teir løgdust á grøði landsins, so tað varð heilt útarmað. Les um alt hetta í Dóm. 6,1–7,25. Megi Midjans tykist nú horvin. Vit hóma teir aftur í Es. 60,6 og Hab. 3,7.
Mifkad(hebr. valt, fyriskipað.) Mifkadportur var navnið á einum portri í múri Jerúsalems. Neh. 3,31.
Migdal-El(hebr. torn Guds.) Víggirdur býur, sum ætt Naftali fekk eftir slektum sínum. Josva 19,38–39.
Migdol-Gad(hebr. torn Gads, t.e. Eydnutorn.) Býur í Juda á slættlendinum millum hálendið og har filistarar hildu til. Josva 15,37. Ikki er við vissu víst á, hvar býurin var.
Migdol(kána’anitiskt, vaktartorn.) Stað á vegnum úr Egyptalandi. 4. Mós. 33,7: „Tey fóru úr Etam og vendu við og tóku leiðina til Pi-Hakirot, beint yvir av Ba’al-Zefon; og tey gjørdu steðg yvir av Migdol.“
   2. Stað í Egyptalandi, sum Jeremias nevnir, tá hann talar um landsmenn sínar, sum flýddir eru, tá Nebukadnezar hevði lagt Jerúsalem í oyði. Jer. 44,1; 46,14.
      Í Ezek. 29,10 og 30,6 verður tikið til: „Úr Migdol til Sýene“ og tykist at merkja Egyptaland alt. Eftir hesum at døma var Migdol norðast í landinum.
Migron(hebr. hamari, skriða.) Stað í ætt Benjamins. 1. Sám. 14,2: „Saul sat júst uttanvert við Gibea undir granateplatrænum við Migron, og fólkið, ið hann hevði hjá sær, var um 600 mans.“ Les kap. 14, allan.
Mijamin(hebr. frá, høgru hond, t.e. eydnusíðuni.) Í hinum 24 prestaskiftunum. 1. Krøn. 24,9: „Fimti á Malkia, sætti á Mijamin.“
   2. Ein av prestunum, ið skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar, at teir skuldu halda lóg HARRANS. Neh. 10,7.
Mika(hebr. stytting av Mikaja, hvør er sum HARRIN.) „Í Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Mika.“ Dóm. 17,1. Vit lesa kap. 17 og 18 í Dómarabókini um alt hetta. So lesa vit tað, ið eftir er av bókini, kap. 21 at enda, og undrast á, hvussu slíkt kann henda fólki Guds. Ferð eftir ferð er sagt okkum, hvør ið orsøkin var. Dóm. 18,1; 19,1; 21,25. Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.
   2. Sonur Sjime’i og faðir Reaja, av ætt Bera – høvdingi rubenita. 1. Krøn. 5,5.
   3. Sonur Meribba’al, sum eisini er kallaður Mefibosjet; so hann var sonarsonur Jónatan Saulsson. 1. Krøn. 8,34–35; 9,40–41.
   4. 1. Krøn. 23,20: „Av sonum Uzziel var Mika høvd og Jissija honum næstur.“
   5. Faðir Abdon, sum var ein av teimum, sum Josias kongur sendi at spyrja HARRAN fyri seg og tey, sum eftir vóru í Juda, um tað, sum í bókini stóð, sum funnin varð í húsi HARRANS. 2. Krøn. 34,20.21.
   6. Profetur. Hann var úr Moresjet í Juda. Talaði, meðan Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda, ár 740–687 f.Kr. Bók hansara er sjey kapitlar. Hann talar revsandi bæði til norður- og suðurfólkið. Vit kunnu býta bókina soleiðis:
   1. „Hoyrið, tit fólk, øll somul“, kap. 1–2. „Hoyrið, tit høvdingar“, kap. 3–5. „Hoyrið, tit fjøll“, kap. 6–7.
Mikael(hebr. Hvør er sum Gud.) Eingil. Í Dán. 10,13 kallaður „ein hin fremsti høvdingin“ og í Judasar brævi kallaður „yvireingilin“. Í Dán. 12,1 er hann kallaður: „Hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína.“ Hetta er sagt við Dániel profeti. So Mikael er sagdur at vera vernd Ísraels. Í sambandi við tíðarskeiðið, sum nevnt er: „Hin stóra trongdin“, eiga vit at lesa Op. 12,7.
   2. Ein av njósnarunum av ætt Asers var Setur, sonur Mikael. 4. Mós. 13,13.
   3. Høvdingi í ætt Gads. Nevndur millum teir, sum búsettust í Basan. 1. Krøn. 5,13.
   4. Annar gaditur í ættartali Abihajils. 1. Krøn. 5,14.
   5. Levitur av ætt Gersons, av húsi Asafs. 1. Krøn. 6,40.
   6. Ein av fimm sonum Jizraja, av ætt Issakars. 1. Krøn. 7,3.
   7. Benjaminitur, av eftirkomarum Beria. 1. Krøn. 8,16.
   8. Ein av høvdingunum í Manasse, sum góvu seg í part við Dávid, tá hann fór til Ziklag. 1. Krøn. 12,20.
   9. Faðir Omri, sum Dávid setti til ættarhøvding í Issakar. 1. Krøn. 27,18.
   10. Ein av sonum Jósafats, sum hann gav nógvar gávur, men kongadømið læt hann Jóram fáa, tí hann var hin frumborni; men Jóram drap teir allar. 2. Krøn. 21,1–4. Ár 850 f.Kr.
   11. „Av eftirkomarum Sefatja Zebadja, sonur Mikael, og við honum 80 mans.“ Ezra 8,8.
Mikaja(hebr. hvør er sum HARRIN.) Faðir Akbar, sum var ein av teimum, sum Josias kongur sendi at spyrja HARRAN fyri seg og fyri alt Juda um tað, sum í bókini stóð, sum funnin var í húsi HARRANS. 2. Kong. 22,12–13.
   2. Móðir Abia kongs. Hon var dóttir Uriel í Gibea. 2. Krøn. 13,2.
   3. Ein av høvdingunum, sum Jósafat kongur sendi at læra fólkið. „Teir lærdu í Juda og høvdu lógbók HARRANS við sær; teir ferðaðust um í allar býir Juda.“ 2. Krøn. 17,7–9.
   4. Ein av fedrum Zakarja, av húsi Asafs, sum var við í lovsongsflokkinum, tá múrurin varð vígdur eftir heimkomuna úr Bábel. Neh. 12,35.
   5. Ein annar prestur, sum var við til vígsluna, v. 41.
   6. Mikaja, sonur Gemarja. Vit lesa um hann í Jer. 36,11–32.
Mikal(hebr. stytting av „hvør er sum Gud.) Yngra dóttir Sauls. 1. Sám. 14,49. Dávid fekk hana til konu, tí hann vann á filistarum. Hon ávaraði Dávid, tá hon fekk at vita, at Saul ætlaði at drepa hann. Tá Dávid flýddi undan Saul, varð hon givin øðrum manni. Tá Dávid varð kongur, tók hann hana aftur. Fyri rætt Dávids til kongadømið hevði tað nógv at týða, at hann hevði gift seg inn í ættina.
Miklot(hebr. greinar, stavir.) 1. Krøn. 8,32: „Miklot fekk sonin Simea. Eisini hesir búðu saman við brøðrum sínum í Jerúsalem.“
Mikmas(hebr. fjalt.) Nútímans Mukmas. Stað um 15 km norðan fyri Jerúsalem, nær við Betel – fjallið eystan fyri Bet-Aven, norðan fyri Geba. Hevði hernaðarligan týdning, tí tað var nær við Mikmasskarð. Les um hetta í 1. Sám. 13,1–23 og kap. 14 allan.
Mikmetat(hebr. skjól.) Býur á markinum millum Efra’im og Manasse, vestan fyri Jordan. Josva 16,6; 17,7.
Mikneja(hebr. ogn HARRANS.) Levitur. Duravaktari í templinum. Hann var ein av spælimonnunum, sum spældu á ljóðførum eftir boði Dávids. 1. Krøn. 15,18–21.
Mikri(hebr. HARRIN eigur.) Av eftirkomarum Ela, sum var ein av ættarfedrunum í Benjamin. 1. Krøn. 9,8. Um ár 536.
Milalai(hebr. orðkringur. Frá malal, at tala. Job 8,2: tosa, og 33,3 siga.) Ein av „prestasonunum“, sum luttóku, tá múrurin varð vígdur. Neh. 12,36.
Milet(gr. Miletus.) Býur í Lítla Asia, við strondina, um 48 km sunnan fyri Efesus. Hann var høvuðsstaður í Jonia. Les Áps. 20,15–38. Sjáldsamar toftir av t.d. templum eru funnar har. Býurin er nú undir vatni.
Milka(hebr. ráð.) 1. Mós 11,29: „Ábram og Nakor tóku sær konur; kona Ábram æt Sárai; kona Nakor æt Milka.“
Milkom(hebr. kongur.) Tjóðargudur ammonita. Í 2. Kong. 23,13 kallaður: „viðurstygd Ammonita.“ 1. Kong. 11,5.
Millo(hebr. ífylla. Fylla í dupultum múri.) Navn á borgini í Sikem. Dóm. 9,6. Stað í Jerúsalem. 2. Sám. 5,9.
Minjamin(hebr. frá høgru hond.) Ein av teimum levitunum, sum saman við Kore leviti skuldu býta út offurgávurnar til brøður sínar eftir flokkum teirra, bæði til stórar og smáar. 2. Krøn. 31,14–15. Ár 715 f.Kr.
   2. Ein av prestunum, sum komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Neh. 12,17. Hann var ein teirra, sum spældu í lovsongsflokkinum, tá múrurin varð vígdur. Neh. 12,41.
MinniNavn av fjarum uppruna. Á akkadiskum máli kallað „Mannu“. Nevnt í Jer. 51,27, saman við Árarat og Askenaz. Har sigur profeturin frá HARRANUM, at hann fer við hjálp frá hesum londum og øðrum við at løna Bábel og teimum, sum í Kaldea búgva, alt tað illa, ið teir hava gjørt Zion. Sjalmaneser III í Assýria tók landið Minni ár 830 f.Kr. Ár 715 varð uppreistur gjørdur móti honum, men teir vunnu ikki á honum. Minni voldi Assurbanipal, sum ráddi ár 669–626, nógvar trupulleikar og fór so í part við Media og onkrar aðrar tjóðir. Teir fingu so Nineve at falla og so heimsríkið Assýria alt.
Minnit(hebr. partur, verður.) Sálm. 11,6 „mált“, Sálm. 16,5 „partur“. Býur eystan fyri Jordan. Hagar elti dómarin Jefta ammonitar. Dóm. 11,33. Vit lesa í Ezek. 27,17, at Minnit handlaði við Týrus.
Mirjam(hebr. uppreistrarlig, frá „Mara“, q.v.) Dóttir Amram og Jokebed og systir Móses og Áron. Tá Mirjam skipaði songin, tá fólkið var komið yvir um havið, er hon kallað „profetinna“. 2. Mós. 15,20. Í 4. Mós. 12 lesa vit um, tá hon og Áron tóku til orða móti Mósesi.
      Um deyða Mirjamar lesa vit í 4. Mós. 20,1.
   2. Sonur Bitju, sum var kona Mered. 1. Krøn. 4,17.
Mirma(hebr. fals. 1. Mós. 27,35: „Við svikum“; Mika 6,11: „Við følskum vektsteinum.“) Hin seinast nevndi av sjey sonum Sjaharajim við konu hansara Hodesj. Teir vórðu føddir í Móabslandi. 1. Krøn. 8,9–10.
Misjael(hebr. hvør er sum Gud.) 2. Mós. 6,22: „Synir Uzziel vóru Misjael, Elzafan og Sitril.“
   2. Ein av teimum, sum stóðu undir vinstru lið Ezra, tá hann las í lógbókini fyri fólkinum. Neh. 8,4. Um ár 445.
   3. Ein av teimum ungu dreingjunum úr Juda, sum saman við Dánjali vuksu upp við hov bábelskongs. Les. Dán. 1,1–21.
Misjal(hebr. bøn, ákallan.) Býur í ætt Asers. Josva 19,26. Lagdur til gersonitar.
      Í 1. Krøn. 6,74 stavað Masjal.
Misjam(hebr. reinsan teirra, ella arabiskt „sa’ama“, at ganga skjótt, lættliga.) Sonur Elpa’al benjaminit. Teir bygdu Ono og Lod við bygdunum, ið til hoyrdu. 1. Krøn. 8,12.
Misjma(hebr. tað, ið hoyrist. 1. Mós. 35,14: „talað“ Es. 11,3: „oyru hansara hoyra“.) Fimti sonur Ísmaels og høvdingi, í arabiskari ætt. 1. Mós. 25,14. Ár um 1800 f.Kr.
   2. Sonur Mibsam, av ætt Símeons og faðir Hammuel. 1. Krøn. 4,25–26.
Misjmanna(hebr. máttur, fiti.) Ein av gaditunum, sum góvu seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini. 1. Krøn. 12,10.
Misjra’itarNavn, sum stendur bert eina ferð. 1. Krøn. 2,53. „Ættir Kirjat-Jearims vóru Jitritar, Putitar, Sjumatitar og Misjra’itar; frá teimum eru ættaðir Zoratitar og Esjtaolitar.“
Mispar(hebr. tal, skrift, frásøgn. Í Neh. 7,7 stavað Misperet.) Ein av teimum, ið roknaðir eru upp av teimum, sum komu heim úr útlegdini. Teir komu í fylgi við Zerubbabel og øðrum. Ezra 2,1–2.
Misrefot-Majim(hebr. heitar keldur, orðarætt: brennandi vøtn.) Gomlu griksku umsetararnir hava umsett hetta sum staðarnavn, meðan rabbinararnir og summir kristnir ummælarar siga: „saltnám“, „smeltihús“, „glashús“ o.a. Les um hetta í Josva 11,8: „Og HARRIN gav teir í hendur Ísraels; teir vunnu sigur á teimum og eltu teir líka til stóra Zidon og til Misrefot-Majim og líka eystur í Mizpedal.“
Mitka(hebr. søtt.) Hitt tjúgu og níggjunda staðið, sum ísraelsfólk gjørdu steðg í oyðimørkini á veg til Kána’ansland. 4. Mós. 33,28–29.
MitniturEin av køppum Dávids er nevndur Jósafat mitnitur. 1. Krøn. 11,43.
Mitredat(persiskt, gáva frá Mitra, t.e. sólgudurin.) Skattmeistari Kýrusar kongs í Persia. Les Ezra 1,7,8.
   2. Ein embætismaður hjá Artaxerxes Longimanus, sum var við at skriva bræv til kong móti jødunum og Jerúsalem. Ezra 4,6–8.
MityleneHøvuðsstaður á oynni Lesbos í Egearahavinum. Áps. 20,14–15.
Mizpa(hebr. vaktarstað. Eisini stavað Mispe.) Navn á grótrúgvuni, sum reist varð til vitni millum Jákup og Laban. Hon skuldi vera eitt Mizpa = vaktarstað. Laban kallaði hana Jegar-Sahaduta, tí hann talaði árameiskt, Jákup kallaði hana Gal-Ed, tí hann talaði tungumál kána’anita. 1. Mós. 31,47–49.
   2. Mizpa í Gilead, har sum Jefta búði, og har ísraelsmenn savnaðust um hann móti ammonitum. Dóm. 10,17; 11,11.
   3. Mizpaland, har hevitar hildu til, niðri undir Hermon. Josva 11,3.
   4. Býur, sum nevndur er á skránni yvir býir, ið lutaðust ætt benjaminita. Josva 18,21–26.
   5. Býur, sum nevndur er á skránni yvir býir, ið lutaðust ætt Juda. Josva 15,21–38.
   6. Býur í Móab, har Dávid fekk foreldrum sínum bústað, meðan hann stríddist við Saul. 1. Sám. 22,3.
Mizrajim1. Mós. 10,6: „Synir Kam vóru Kusj, Mizrajim, Put og Kána’an.“ Mizrajim var ættarfaðir at ludum, anamum, lehabum, naftuum, patrusum, kasluum, sum filistarar eru ættaðir frá, og kaftorum. Mizrajim er annars navnið á Egyptalandi, q.v.
Mizza(hebr. ræðsla.) Hin fjórði og seinast nevndi av sonum Re’uel. 1. Mós. 36,17.
Mnason(Uppruni navnsins ókendur. Ætlast at merkja: sum minnist ella rannsakar.) Áps. 21,16: „Úr Kesarera komu eisini nakrir av lærisveinunum við okkum; teir fóru við okkum til Mnason, mann úr Kýpern, gamlan lærisvein; hjá honum skuldu vit halda til.“
MóabitarVit lesa í 1. Mós. 19,37: „Tann eldra átti ein son, sum hon gav navnið Móab; hann er ættarfaðir at Móabitum, sum eru til enn í dag.“ Eftir teimum varð so landið, sum teir búðu í, kallað Móab, t.e. frá faðirinum. Hetta var ein háslætti eystan fyri Deyðahav, um 800 til 1200 mtr. hægri enn havið. Markið eystureftir er hin sýrisk-arabiska oyðimørkin. Vestureftir er tað bratt niður móti Deyðahavi. Markið norðureftir er Arnonáin.
      Tá ísraelsfólk var á veg móti Kána’an, løgdu tey leiðina uttan um land Móabs. 5. Mós. 2,9. Móab og midjanitar royndu at skaða ísraelsfólk. Les 4. Mós. kap. 22 til og við 24. Hetta elvdi til hatur millum londini. 5. Mós. 23,3. Fyrst í dómaratíðini vóru teir Ísrael ein hóttan, teir tóku land norðan fyri Arnonánna, eystan fyri Jordan og onkrar lutir av landi vestanfyri við, men teir mistu tað skjótt aftur. Dóm. 11,21 o.s.fr. Dávidi og Sálomo eydnaðist eisini at halda teir burtur. So er ein tíð, at ikki er stríð við Móab, men tá so Judaríki varð álopið og oytt, hjálpti Móab bábelsmonnum og frøddust um, at nú gekk grannafólkinum illa. Ezek. 25.
      Um ár 300 f.Kr. hoyrdi Móab til Nabateararíkið, sum hevði navn eftir Nebajot, ið var sonur Ísmael. 1. Mós. 25,13. Profetar Ísraels talaðu hørð orð móti hugmóð Móabs og stoltleika tess. Es. 16,6; Jer. 48,29; Zef. 2,8. Í 5. Mós. 34,6 er sagt frá, at Móses varð jarðaður í Móabslandi, eftir at hann av Nebofjalli hevði sæð inn í landið, sum lovað var.
MóabitasteinurinEisini kallaður Mesasteinurin eftir Mesa kongi í Móab, sum var kongur um leið mítt í áttandu øld f.Kr. Hann læt skatt til Akab kong í Ísrael, men tá Akab doyði, gjørdi hann seg leysan av hesum. So fór Jóram kongur í Ísrael og judakongurin Jósafat móti Mesa kongi, men eydnan var ikki við teimum. 2. Kong. 3,4 o.s.fr.
      Mesasteinurin varð funnin í 1868 í toftum Dibons. Hann er varðveittur í París, og tað, ið á hann er skrivað, váttar eitt og annað av tí, ið umrøtt er í Gamla Testamenti. Har sæst eisini, at mál edomita var nær skylt við frummál Bíbliunnar.
Moadja(sami sum Moadja í Neh. 12,17.) Nevndur í Neh. 12,5 Ma’adja. Ein av prestunum, sum kom heim úr Bábel við Zerubbabel.
Mofa’at(hebr. hædd.) Levitabýur í ætt Rubens. Jer. 48,21.
Molada(hebr. ætt, upphav.) Ein av býum ættar judamanna ytst við markið móti Edom í Suðurlandinum. Josva 15,21.26. Er nevndur millum býirnar, sum judamenn búsettust í eftir heimkomuna úr Bábel. Neh. 11,26. Var seinni edomeiskur skansi, sigur Josefus. Eusebius (270–340) sigur, at hann var 20 rómverskar míl sunnan fyri Hebron.
Molid(hebr. sum eigur av sær.) 1. Krøn. 2,29: „Kona Abisjur æt Abihajil; við henni átti hann Aban og Molid“.
Molok(hebr. Molek. Kanska frá Melek, t.e. kongur.) Kána’anitiskur himmal- og sólgudur. Man vera at líkna við Milkom hjá ammonitum. Á heyggjunum í Hinnomsdali dýrkaðu ísraelsfólk Molok. 2. Kong. 23,10; Jer. 7,31; 32,35. Hetta hendi, tá tey í hjartanum vóru vikin frá HARRANUM, tó at deyðarevsing var fyri hetta. 3. Mós. 20,2.
Mordokai(kann vera úr akkad. og í ætt við gudsnavnið Marduk, verndargudur Bábylons.) Jødiskur maður av ætt Benjamins. Hann var í borgini Susan. Vit lesa um hann og onnur viðurskifti viðvíkjandi jødum í útlegdini í bók Esterar, sum er ein av heimsins vakrastu stuttsøgum, afturat tí, at hon er orð Guds. Ester 1,1 til 10,3. Tá vit koma til kap. 2,5, hitta vit Mordokai. Annars nevndur í Ezra 2,2; Neh. 7,7.
More(hebr. lærari, spásøgn.) Staðið, har Ábraham fyrst steðgaði á ferðini, tá hann kom úr Karan til Kána’ansland. 1. Mós, 12,6. Í Dóm. 7 er navnið Morehædd, har midjanitar tóku støðu móti Gideon, v. 1. Hetta tykist vera sama staðið sum Lítla Hermon, nú Jebel Dahy, um 9 km norðan fyri Gilboafjall.
Moresjet(hebr. ogn.) Jer. 26,18: „Meðan Ezekias var kongur í Juda, profeteraði Mika úr Moresjet.“
Moresjet-Gat(hebr. ogn Gats.) Føðistað ella virkisstað Mika profets. Mika 1,14.
Moria(hebr. HARRIN valdi ella letur seg síggja.) Staðið, sum HARRIN bað Ábraham fara til at ofra Ísak, sonin. 1. Mós. 22,2. Moriafjall, sum vit lesa um í 2. Krøn. 3, er ein av heyggjunum í Jerúsalem, har Ornan jebusjitur hevði treskipláss sítt, er ivaleyst sama staðið. Har var tað, Sálomo bygdi hús HARRANS.
Mosera(hebr. ok, band, uppaling.) Hitt 39. staðið, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í oyðimørkini. Hetta hevur verið nærindis Horsfjalli, tí sagt er í 4. Mós. 33,37–38, at Áron doyði har á fjallinum. 5. Mós. 10,6.
Moserot(hebr. fleirtal av Mosera.) Man vera sama staðið. 4. Mós. 33,30–31.
Móses(hebr. Mosje, á grikskum Moses.) Útfríarin, leiðarin, lóggevarin og profeturin millum fólk Ísraels úr Egyptalandi um oyðimørkina. Móses var av ætt Levi. Hann var sonur Amram við konuni Jokebed. 2. Mós. 6,20. Hann ætlast at vera føddur um ár 1520 f.Kr.
      Í Ápostlasøguni fáa vit góða lýsing av Mósesi, stutt og greitt umrøtt. Les. Áp. 7,23.30–36. Les og granska søguna hjá hesum trúgva tænara Harrans. 2. Mós. 2,1 til og við 4. Mós. 26,65. Áðrenn vit fara undir hetta, lesa vit 2. Mós. 1,1–22. Hetta alt er drúgvur lesnaður, men loysir seg væl at fara ígjøgnum. Vit finna har, at Móses átti tvey eldri systkin, bróðurin Áron og systrina Mirjam. Um navnið Mose er eisini at siga, at tað var til í gomlum egyptiskum nøvnum t.d. Thutmose og Ahmose, nýtt sum eftirnøvn.
Moza(hebr. at ganga út, at vella upp o.a. Dán. 9,25: „orðið gongur út.“ Es. 41,18: „Áir vella upp.“) Sonur Kalebs við hjákonuni Efu. 1. Krøn. 2,46.
   2. Sonur Zimri, av eftirkomarum Sauls. 1. Krøn. 8,36–37; 9, 42–43.
   3. Ein av býunum, ið lutaðust ætt Benjamins. Josva 18,21.26.
Muppim(hebr. myrkleitt, óklárt.) Ein av teimum 14, sum ættaðir vóru beinleiðis frá Jákupi og Rakul. 1. Mós. 46,21–22. Í 4. Mós. 26,39 er hann kallaður „Sjefufam“.
      Í 1. Krøn 7,12 stavað „Sjuppim“.
Musji(hebr. týdn. sami sum Móses.) Sonur Merari av ætt Levi. 2. Mós. 6,19; 4. Mós. 3,20; 1. Krøn. 6,19.47; 23,21.23; 24,26.30.
MýraEin av teimum størru býunum í Lýkia í Lítla Asia. Les Áp. 27,1–44. Í 5 hitta vit navnið Mýra.
Myrkur(hebr. kosjek, gr. skotos.) Veruligt myrkur er serliga umtalað í 4 støðum í Skriftini: 1. Mós. 1,2.4.5: „Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum. Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum. Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð og morgun varð, fyrsta dag.“
   2. Vit lesa í 2. Mós. 10,21–23: „Nú segði HARRIN við Móses: Rætt upp hondina móti himli, so skal slíkt myrkur koma yvir Egyptaland, at tikið skal kunna verða í tað. Móses rætti tá upp hondina móti himli, og í tríggjar dagar varð tjúkt myrkur í øllum Egyptalandi. Ein sá ikki annan, og eingin fór av fetinum í tríggjar dagar; men allastaðni, har sum Ísraelsmenn búðu, har var ljóst.“
   3. Hitt øgiliga myrkrið, sum vit lesa um í Matt. 27,45: „Um sætta tíman kom myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman.“ Hetta var, sum kunnigt, ta løtuna, tá „HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.“ Es. 53,6. Heimsins vísu hava roynt at greitt frá hesum myrkrinum á natúrligan hátt, men uttan at minka um kunnleika teirra, og uttan at minka um ta undran, ið fyllir okkum, tá vit hoyra um, hvat teir kunnu finna fram til, havi eg bestan hugin at siga: „Nertið ikki við hetta. Her er tað Skaparin sjálvur, sum talar og virkar.“
   4. So lesa vit um myrkrið, sum HARRIN er í. Les 2. Mós. 20,21; 1. Kong. 8,12; Sálm. 97,2.
      Myndarligt myrkur: Es. 9,2; Jóh. 1,5; 1. Jóh.br. 2,8 og fleiri. Myrkur, sum talar um støðu teirra deyðu. Job 10,21; 18.18.
MyrraVæl angandi harpeis av myrratrænum (Balsamodendron Myrra.), sum vaks í Arabia og Etiopia. Vit lesa í 2. Mós. 31,22: „Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: Tak tær kryddurtir av tí besta, ið er: Av reinasta myrra 500 seklar, av ektaðum kanelbarki hálvt so mikið, 250 seklar, av kalmus av fínasta slagi 250 seklar … Av hesum skalt tú gera heilaga salvuolju, slíka, sum salvublandarar gera hana; heiløg salvuolja skal tað vera.“
MýsiaLandspartur í útnyrðingshorni Lítla Asia. Paulus fór gjøgnum Mýsia og steðgaði í Troas á fyrstu ferð síni til Evropa. Áp. 16,7–8.
MøletiðHarrin Jesus segði við fólk sítt: „Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta.“ Hetta er, sum kunnigt, ringt at verja seg fyri og tí sagt myndarliga um tað, ein savnar og goymir burt, bert til at verða oytt í møli og rusti. Samsvarandi hesum sigur Jákup í kap. 5,1–2: „Nú, tit ríku! Grátið og gremjið tykkum um vanlukkurnar, ið yvir tykkum koma! Ríkdómur tykkara er rotnaður, og klæði tykkara eru møletin.“