Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Laban(hebr. hvítur.) Sonur Betuel og bróðir Rebekku. Hann búði í Karan og verður tí kallaður áramearin. Hann var sonarsonur Nakor, bróður Ábraham. Betuel, letur til, var longu gamal, tá Rebekka giftist við Ísaki, tí Laban tykist vera yvir øllum húsinum. Til Laban kemur so eisini Jákup, tá hann rýmir undan Esaui. Hann letur eisini Jákup fáa døtur sínar til konur. Av viðurskiftunum við Jákup síggja vit lyndi Labans. Hann lætst lagaligur, men var havisjúkur og óálítandi. Sjálvt døturnar sóu, at hann bar seg ikki beint at við Jákup. Laban gjørdist minni maðurin, tí Jákup var minst líka snildur. Endin varð, at Jákup rýmdi við konunum og fænum, men Laban fór aftaná og fekk hann aftur. Teir samdust tó og gjørdu sáttmála. 1. Mós. 31,14. Hesin sáttmáli sigur okkum okkurt um viðurskiftini millum fólk Ísraels og ættarhøvdingarnar eystanfyri. Nøvnini á minnissteininum siga frá, at teir ikki høvdu sama tungumálið. Hesa læruríku søgu lesa vit í 1. Mós. 28,1 til 33,20.
   2. Navn á einum staði, 5. Mós. 1,1. Kanska „Libna“, 4. Mós. 33,20.
Lada(hebr. skil.) Sonur Sjela, son Juda og faðir (stovnari) Maresja 1. Krøn. 4,21.
Ladan(hebr. sum fær skil á.) Efra’imsmaður, sonur Tahan, og sonarsonur hansara var Elisjama. Sonur Elisjama var Non (Nun, og sonur hansara var Josva.
   2. 1. Krøn. 23,7: „Til Gersonitar hoyrdu Ladan og Sime’i.“
Ladanum1. Mós. 37,25; 43,10, angandi gummi av plantuni Cistus eretieus. Hon er um 50 cm høg við reyðum blómum. Hon veksur í Arabia og Palestina. Er nógv nýtt til roykilsi og salvu.
La’el(hebr. sum Gud skapti ella vígdur Gudi.) Faðir Eliasafs høvdinga yvir fedrahúsi gersonita. 4. Mós. 3,24.
Lahad(hebr. dimt.) Hin seinni, ið nevndur er av sonum Jahat, av eftirkomarum Juda. 1. Krøn. 4,2.
Laisa(hebr. leyva.) Stað, sum nevnt er í Es. 10,30. Onkur heldur, tað var staðið, sum nú kallast el-Isawiyeh, minni enn ein km í landnyrðing úr Jerúsalem.
La’isj(hebr. leyva.) Maður úr Gallim, av ætt Benjamins. Saul læt son hansara Palti fáa dóttur sína Mikal. Hon hevði verið kona Dávid. 1. Sám. 25,44; 2. Sám. 3,15. Um ár 1015 f.Kr.
   2. Stað norðast í landinum. Danitar, teir ófriðarkropparnir, tóku tað og løgdu aftrat landi teirra. Josva 19,47: „Síðani tóku teir tað í ogn og búsettust har og góvu Lesjem (so stavast tað her) navnið Dan, eftir Dan, ættarfaðir sínum.“
Lakisj(hebr. torvunnin.) Gamal kána’anitiskur kongsbýur á láglendi Juda. Lá har, sum nú toftirnar eru, ið nevndar eru Tell ed-Duweir, um 48 km í útsynning úr Jerúsalem og um 24 km frá Hebron. Lá á sera lagaligum stað viðvíkjandi verju. Beint á vegnum og við útsýni yvir gamla vegin frá hálendi Palestina suður í Nildalin. Staðið varð útgrivið og kannað frá 1933 og mong ár úteftir. Fólk hava búð har í øldir, áðrenn dagar Ábrahams, og hann var enn vala býur, tá ísraelsfólk kom inn úr oyðimørkini. Jafia kongur í Lakisj var ein av teimum fimm, sum tóku seg saman í felag móti Josva og ísraelsfólki, Josva 10,3.5, men teir taptu við Gibeon, Josva 10,10–35; 12,11, og Lakisj varð lagdur í oyði. Rehabeam bygdi og víggirdi hann aftur, 2. Krøn. 11,5–9. Vit lesa, at Amasja kongur flýddi til Lakisj, tá teir høvdu gjørt samansvørjing móti honum í Jerúsalem, men teir sendu menn aftan á honum og drópu hann har. 2. Kong. 14,19.
      Lakisj helt móti álopinum frá Sankerib, tá hann var á veg til Egyptalands. 2. Krøn. 32,9 o.s.fr. Es. 37,8. Men Nebukadnezar kom aftur, og tvær ferðir gjørdi hann herverk. Fyrru ferð ár 598, tá Jójakim kongur og nógvir av íbúgvum Jerúsalems vórðu burturfluttir, og so í 587 f.Kr., tá staðurin varð avbrendur. Eftir útlegdina búði fólk aftur har, Nehem. 11,30. Mika 1,13 setur harðliga at Lakisj: „Upphav syndarinnar vart tú dóttur Zion; tí hjá tær vórðu misbrot Ísraels funnin.“ Veldisharrin Sankerib úr Assýria vann á Lakisj. Innskriftir frá tí tíðini siga frá álopum. Millum frásagnir Sankeribs er ein, har hann roknar upp 46 býir í Juda, sum hann hevur tikið. Hann rósar sær av, at hann hevur stongt Ezekias sum fugl í búri inni í Jerúsalem, kongastaði sínum. 2. Krøn. 32,9.10.11 talar um hetta sama. Fornfrøðiligu prógvini frá hesi tíðini eru óteljandi. (Jack Finegan: Light from the Ancient past).
Lakkum(hebr. víggirdur.) Stað norðast í Naftali. Josva 19,33.
Lamas(hebr. stað ljóssins.) Ein av býum Juda í láglendinum. Lá har, sum toftirnar eru av el-Lahm. Josva 15,40.
Lami(hebr. stytting av bethalami, t.e. betlehemsmaður.) 1. Krøn. 20,5. Samanber 2. Sám. 21,19.
LaodikeaHøvuðsstaðurin í landslutinum Frýgia, stórur og ríkur handilsbýur. Stovnsett hann hevði Antiokus annar, og uppkallaður varð hann eftir konu Antiokusar, sum æt Laodika. Plássið hevði fyrr verið kallað Diosopolis og einaferð seinni Rhoas. Samkoma var í Laodikea. Kol. 2,1; 4,13.16; Op. 1,11; 3,14. Av býnum er einki eftir nú uttan grótrúgva, sum turkarnir kalla „Eski Hissar“, t.e. „Gamli Skansi“.
Lappidot(hebr. kyndlar.) Maður profetinnuna Deboru, sum eina tíð var dómari Ísraels. Dóm. 4,4.
LaseaBýur á Kreta, nær við Góðuhavnir. Áps. 27,8.
Lasja(hebr. heit kelda, goysandi.) Ein av býunum, sum vóru landamark Kána’anita. 1. Mós. 10,19.
Lassjaron(hebr. til Sjarons.) Ein av teimum 31 kána’anitabýunum vestan fyri Jordan, sum Josva og menn Ísraels vunnu sigur á. Josva 12,18. Kann vera, at hetta ikki var staðarnavn, skal vera lisið sum í Septuaginta: „Kongurin í Afek, sum hoyrdi til Sjaron.“
Lazarus(Broytt snið av hebr. Eleazar, tann, sum Gud hjálpti.) Maður í Betania, bróðir Martu og Mariu. Jesus vakti hann upp aftur av deyða. Jóh. 11,1 o.s.fr.
   2. Hin fátæki maðurin í frásøgn Jesusar í Luk. 16,19 o.s.fr. Hetta er einasta ferðin, nakar er nevndur við navni í frásøgnum Jesusar.
Lea(hebr. mødd.) Hin eldra av døtrum Labans, q.v. Av snildum Labans gjørdist hon fyrra kona Jákups. 1. Mós. 29,16 o.s.fr. Hon átti 6 synir: Ruben, Símeon, Levi, Juda, Issakar og Sebulon. Dóttir hennara æt Dina. Líkt er til, at Lea var deyð, tá Jákup flutti til Egyptalands, tí hon er ikki nevnd millum húsfólk hansara. Hon varð grivin í Makpela. 1. Mós. 49,31.
Lebana(hebr. hvítur, viðhvørt í skaldskapi sagt um mánan.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr útlegdini við Zerubbabel. Ezra 2,45; Nehem. 7,48. Um ár 536 f.Kr.
LebaothJosva 15,32. Bet-Lebaoth, q.v.
Lebbeus(gr. hjartaligur.) Matt. 10,3: „Lebbeus, sum eisini hevði navnið Taddeus.“ Eingin ivi man vera, at fulla navn hansara var Judas Taddeus og tilnavn hansara Lebbeus.
Leb-KamaiLoyniorð fyri Bábel. Jer. 51,1: „So sigur HARRIN: Eg lati koma skaðaveður yvir Bábel, yvir tey, sum í Leb-Kamai búgva.“
Lebona(hebr. roykilsi.) Býur nær við Silo. Dóm. 21,19. Ivaleyst sama stað sum tað, ið nú eitur Lubban.
Lehabar(hebr. l’habim, logandi brandur, svørð.) Hetta fólkið er nevnt í 1. Mós. 10,13 og roknað til midjanitiskan uppruna. 1. Krøn. 1,11. Lehabar eru ivaleyst teir ljóshærdu, bláoygdu libýarnir, sum so langt síðani sum nítjandu og tjúgundu kongsætt Egyptalands vóru við í herinum har. Tjúgunda og onnur kongsættin „Sjisaks“ vann megi sína við teirra hjálp.
Lehi(hebr. kjálkabein.) Staðið í Juda, har Samson sló filistarar við esilskjálkabeini. Staðið varð tí kallað Ramat-Lehi, t.e. kjálkabeinshædd. Dóm. 15,17.
Leka(hebr. ferð.) Stað í ætt Juda, sum Er hevði grundað. 1. Krøn. 4,21. Annars ikki nevnt.
Lemek(hebr. villmaður.) 1. Mós. 4,18: „Hanok fekk son, Irad; Irad fekk Mehujael; Mehujael fekk Metusael, Metusael fekk Lemek. Lemek fekk sær tvær konur; onnur æt Ada, onnur Zilla. Ada átti Jabal; hann varð ættarfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og hava fæ. Bróðir hansara æt Jubal; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið spæla á hørpu og floytu. Eisini Zilla fekk son, Tubalkáin; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið smíða kopar og jarn. Systir Tubalkáin var Na’ama.“ Frá søguni um Lemek hava vit fyrsta petti av skaldskapi frá tíðini fyri dagar patriarkanna. 1. Mós. 4,23.24. „Ada og Zilla hoyrið orð míni. Konur Lemek, lurtið eftir tí, ið eg sigi. Eg drepi ein mann fyri hvørt sár, ið eg fái, og ein drong fyri hvørt skursl, ið eg fái. Tí verður Káin hevndur sjeyfalt, so verður Lemek hevndur 77 ferðir.“
Lemuel(hebr. sum Gud eigur.) Orðt. 31,1: „Orð Lemuels kongs, tað, ið móðir hansara segði, táið hon áminti hann.“ Til og við v. 9. Lemuel er ikki nevndur annars.
Lesjem(hebr. dýrur steinur.) Josva 19,47. Sama staðið sum La’isj, q.v.
Levi(hebr. samanhald.) Ein av tólv sonum Jákups og ættarfaðir ætt Levi. Hann var sonur Leu og føddur í Áram í Mesopotamia. Nógv er ikki sagt um hann. Hann og bróðir hansara Símeon lupu á íbúgvar Sikems til at hevna systur teirra Dinu. 1. Mós. 34,25. Jákup setti harðliga at teimum fyri hetta og tekur tað upp aftur í spádómi sínum um framtíð teirra. Les 1. Mós. 49,5.6.7. Fyri ætt Levi gekk hetta út bókstavliga. Kall teirra gjørdi, at teir vórðu spjaddir millum ættirnar. Levi átti: Gersom, Kahat og Merari.
   2. Annað navn Matteusar ápostuls. Samanber Matt. 9,9 og Mark. 2,14.
LevitarTeir av ætt Levi, ið ikki vóru prestar, vórðu kallaðir levitar. Teir tæntu við halgidóm HARRANS. Les. 4. Mós. 3,11.12.13, har HARRIN sigur, at Hann hevur sjálvur tikið levitarnar út millum ísraelsmenn í staðin fyri teir frumbornu, sum annars hoyrdu Honum til. Tíðin, teir skuldu tæna við halgidómin, var frá 30. ári. Kundu eftir 4. Mós. 3,11 byrja longu frá 25 ára aldri, til teir vóru 50 ár. Í 4. Mós. lesa vit um, hvat hvør teirra hevði at gera. Eftirkomarar Kahats, sum, tá teir vórðu taldir, vóru 8600, høvdu tilhald sítt sunnan fyri tabernaklið, skuldu ansa eftir ørkini, borðinum, ljósastakunum, altarunum, forhanginum og tólum halgidómsins. Tá tilhaldið flutti, skuldu teir bera hesar lutirnar. 4. Mós. 4,15.
      Gersonitar – tá talt varð, vóru teir 7500 – skuldu hava tilhald sítt vestan fyri tabernaklið. Teir skuldu ansa eftir sjálvum tjaldinum, tjalddúkinum, teppunum, togunum, stólpunum o.ø. 4. Mós. 3,21.
      Eftirkomarar Merari, 6200 í tali, tá talt varð, skuldu taka plankarnar, tvørstengurnar, stólparnar, stabbarnar og alt, ið har hoyrdi til. Hinir heiløgu lutirnir, teir, ið ætt Kahats skuldi flyta, skuldu berast á herðunum. Hinir kundu nýta vagnar við tarvi fyri. 4. Mós. 7,3–9. Levitarnir høvdu tilhald sítt tætt við tabernaklið, rundan um tað sum vakt; tí: „Kemur nakar fremmandur tí nær, skal hann lata lív.“ 4. Mós. 1,51. Hvussu levitarnir vórðu vígdir, lesa vit um í 4. Mós. 8,5–26. Til at liva av fingu teir og prestarnir tíggjund frá fólkinum og 48 býir í ymiskum støðum í landinum. 4. Mós. 35.
Leyva (løva)Hin tiltikni „kongur djóranna“. Vanlig í Palestina fyrr í tíðini. Dóm. 14,5; 1. Sám. 17,34; 2. Kong. 17,25; Jer. 49,19. Tær vóru ikki heilt burtur fyrr enn í tólvtu øld. Hon hevur mong nøvn í Bíbliuni. Her skulu nevnast nøkur: Ari og arie. Hetta navnið er nýtt meiri enn 80 ferðir, fyrstu ferð í 1. Mós. 49,9 og seinastu ferð í Gamla Testamenti í Zef. 3,3. Annað orð fyri leyvu er kepir, sum mest er sagt um unga leyvu og stendur seks ferðir: Dóm. 14,5; Orðt. 19,12; 20,2; 28,1; Jer. 25,38; 51,38. So er tað orðið labi, sum stendur fýra ferðir: 5. Mós. 33,20; Job 39,1; Es. 5,29; Hos. 13,8. Í Sálmi 57,5 nevnd í fleirtali: lebaim. Í Orðt. 30,30 er sagt „kongurin millum dýrini, sum ongum víkur fyri“. Her er navnið lajisj. Brølandi leyva: sjakal, Sálm. 91,13; Orðt. 26,13; Hos. 5,14; 13,7. Í Nýggja Testamenti: leon, 2. Tim. 4,17; Hebr. 11,33; 1. Pæt. 5,8; Op. 5,5; 9,8.17; 10,3; 13,2. Í Gamla Testamenti eru fýra orð nýtt um mál hennara: sja’ag, na’ar, naham og hagab. Týdningurin er um leið, sum vit siga um neyt: beljar, brølar og ýlir.
LeyvubøliLes um hetta í Dánielsbók 6,1–29.
Libanon(hebr. hvíta fjall.) Tveir fjallaryggir norðan fyri Palestina. Hin vestari nevndur Libanon. Hin eystara kallaðu grikkar Anti-Libanon. 5. Mós. 11,24. Hægsti tindur Libanons er 3063 mtr. yvir havi. Hægsti tindur Antilibanons er Hermon, 2860 mtr. yvir havi. Millum fjøllini er Libanonsdalur, um 70–80 km langur. Har oman ígjøgnum kemur áin Leontes og fer í havið norðan fyri Týrus.
LibanonsskóghúsAðalparturin av skreytborg Sálomos kongs; bygt av sedristrøum av Libanon. Tað stóð 13 ár í gerð. 1. Kong. 7,2; 10,17.21; 2. Krøn. 9,16.20.
Libna(hebr. hvítt.) Eitt av støðunum, har ísraelsfólk gjørdi steðg á ferðini um oyðimørkina. 4. Mós. 33,20.
   2. Kána’anitiskur kongsbýur sunnan fyri Jerúsalem, sum varð gjørdur til prestabý. Josva 21,13. Staðið kallast nú Tell es-Safije. Vit lesa meir um Libna í 2. Kong. 19, nevndur í v. 8.
Libni(hebr. hvítur, ljósur, kanska: virdur.) Sonur Gersom, sum var sonur Levi. 2. Mós. 6,17; 4. Mós. 3,18; 1. Krøn. 6,17.20.
   2. Levitur av ætt Merari. 1. Krøn. 6,29.
LibýaLandið frá Egyptalandi og vestureftir, fram við Miðjarðarhavinum. Í býunum har búðu nógvir jødar, teir vitjaðu Jerúsalem á hátíðardøgunum. Áps. 2,10. Hebrearar kallaðu Libýa „Put“. 1. Krøn. 1,8.
Likhi(HARRIN er lærdómur.) 1. Krøn. 7,19: „Synir Sjemida vóru Ajan, Sjekem, Likhi og Aniam.“
LíknilsiTá frágreiðing virkar tung og kanska torskild, er stundum týðiligari greitt frá við líknilsum. Í Gamla Testamenti eru líknilsi serliga í Orðtøkunum, sum t.d. Orðt. 11,22: „Sum gullringur í svínstrýni er vøkur kvinna, sum einki vit hevur,“ og í Amos 3,8: „Táið leyvan brølar – hvør fer tá ikki at ræðast! Harrin HARRIN talar – hvør fer tá ikki at profetera!“ Harrin Jesus nýtur mangan líknilsi og við hvørt heilar líknilsissøgur, sum t.d. sonurin, ið burtur er staddur. Hann er komin at sita millum svínini, og har hugsar hann um sína høpisleysu støðu: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri! Eg skal reisa meg og fara til faðir.“ Hann fer, og miskunnsami faðirin tekur ímóti honum. Hetta er umvending. Les kap. 15 í Luk. ev., allan. Her letur hann okkum eisini síggja støðu hins sjálvrættvísa. Frá v. 25 lesa vit um hin, sum er nóg góður í sjálvum sær, og vil tí ikki fara inn. Hetta talar við sama álvara enn í dag. Styttri, tó líka greið, eru líknilsi sum: „Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar,“ Matt. 10,16, ella Mark. 13,28: „Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær. Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at Hann er nær fyri durunum.“ Hentari lesnaður er ikki til á foldum enn líknilsi Jesusar.
LilitOrð, sum stendur bara í Es. 34,14. Navn á eini duldari veru. Kann vera kallað eftir hebr. orðinum fyri nátt „lajla“ og so merkja „náttartrøll“. Líknandi navn er eisini til á akkadiskum máli við kallkynssniði „lilu“ og eitur tá „lilitu“. Upprunaliga er tað tá sumeriskt“ „lil“, t.e. stormur og var navn á stormgudi teirra. Bíbliuútgávan frá 1975 sigur her „náttargrýla“. Í ensk aut. Bíbliuni kallað „screech owl“. Hetta navnið kann væl hava verið nýtt til eitt slag av uglu, „Strix Flammea“, tí hon hevur verið til har í landinum.
Lilja(hebr. sjusjan, gr. Krinon.) Í Palestina vuksu fleiri sløg av blómum, men tann, sum oftast er nevnd, er hin hvíta liljan (Lilium candidum). Hon hevur góðan anga, leykurin og bløðini duga til heilivág. Stelkurin, turkaður, dugir til brenni. Hetta er liljan, sum Harrin talar um í Matt. 6,28; Luk. 12,27.
LínLín er kent frá elstu tíðum. Egyptiskt lín var víða gitið. Vit lesa í 2. Mós. 9,31: „Hørur og bygg var farið í sor, tí byggið var aksaskotið, og knappar vóru komnir á hørin.“ Hørur er plantan, sum línið verður gjørt úr. Tá ísraelsfólk kom inn í Palestina úr Egyptalandi, dýrkaðu kána’anitar lín. Rahab krógvaði njósnararnar undir línstelkunum, ið hon hevði liggjandi ristar har á takinum. Josva 2,6. Klæði ísraelsfólks vóru av líni ella ull. 3. Mós. 13,47. At klæða seg í lín til dagligan búnað varð roknað fyri hugmóð, Luk. 16,19. At virka lín var kvinnuarbeiði, Orðt. 31,13. Egyptiskt lín, sum funnið er ballað um mumiur frá fornum tíðum, er ógvuliga fínt.
Linus(gr. garn?) Ein av brøðrunum í Róm, sum Paulus heilsar frá, tá hann skrivar til Timoteus. 2. Tim. 4,21. Ár 64.
LiturLitur tykist at hava havt miklan týdning í bíbilsku frásøgnunum, bæði tá talan er um kenslulívið og hitt átrúnarliga. Hvítt talar um sakloysi. Tí er høvuðspresturin í hvítum klæðum bótardagin. Einglar eru í hvítum. Mark. 16,5; Jóh. 20,12. Eisini er brúðurin í Op. 19,8 í hvítum. Svart var syrgibúnin og talaði um feigdarboð, sum reytt talaði um kríggj. Zak. 6,2. Skarlaksreytt talaði um lív, tí tað líkist blóði, meðan purpur var kongaliturin. Mark. 15,17. Grønt talaði um vøkstur og styrki. Sálm. 92,15; 52,10. Hitt bláa var himmalliturin. Bondini á duskunum á klæðum teirra skuldu tí vera blá. 4. Mós. 15,38.39.
Ljós(hebr. or, gr. phos.) Skriftin sigur frá, at ljós er vorðið við orði Guds, og at tað var til, áðrenn menniskjan og núlivandi ættarsløg av djórum og vøkstri vóru til. 1. Mós. 1,3. Av øllum tí góða, vit her á foldum hava fingið frá Gudi, er ikki mangt betri enn ljósið.
      Tað setur okkum í samband við alt, ið uttan um okkum er, tá sansar okkara eru í lagi. Um vit bert hugsa um mongdina av litum, sum tað opinberar fyri eygum okkara, skilja vit eitt sindur av, hví fólk, sum ikki kendu opinbering hins livandi Guds, hildu seg síggja guddómin í hesum og hildu sólina vera gudin sjálvan. Harrin sjálvur er mangan umtalaður í sambandi við ljós: „Gud er ljós.“ 1. Jóh. 1,5. „Faðir ljósanna“. Ják. 1,17. Í Sálmi 104,2 er sagt: „Tú sveipar teg í ljós sum kappa.“ Í 1. Tim. 6,16 er sagt: „Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í ljósi, sum eingin kann koma til. …“ Hann, sum ber sanna lívið til menniskjuni, er sagt um í Jóhs. 1,4: „Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.“ Hyggið eisini Jóh. 1,9; 8,12; 12,35.36. Ljós verður nýtt sum fyrimynd av heilagleika og reinleika. Orðt. 6,23; Es. 5,20; Róm. 13,12. Ljós er eisini nýtt sum mynd av sálini, har Andi Guds hevur tikið bústað. 2. Kor. 4,6; Ef. 5,14; 1. Pæt. 2,9. Dávid sigur í Sálmi 27,1: „HARRIN er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast.“ Og í Sálmi 97,11: „Ljós rennur upp fyri rættvísum, og gleði fyri sannhjartaðum.“ Hin vegin sigur Job í 37,21: „Og nú menniskjuni síggja ikki ljósið, tó at tað skínur bjart á himli.“ Orð Guds er eisini líknað við ljós: Sálm. 119,105: „Orð títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.“ So er tað líknað við støðu hins sæla, Es. 60,19.20; Kol. 1,12; Op. 21,23; 22,5. Sagt um øll sonn kristin: Matt. 5,14: „Tit eru ljós heimsins“; Ef. 5,8: „Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljóssins!“ Sagt um Jóhannes Doypara: „Hann var hitt brennandi og skínandi ljós, og stutta tíð vildu tit gleðast í ljósi hansara.“ Jóh. 5,35.
Lo-Ammi(hebr. ikki fólk mítt.) Hos. 1,9: „Tá segði Hann: Lat hann eita Lo-Ammi! Tí tit eru ikki fólk mítt, og eg vil ikki hoyra tykkum til.“
Lod1. Krøn. 8,12. Sama sum Lydda, q.v.
Lo-Debar(hebr. eingin vøkstur.) Staðið er ivaleyst tað sama sum Debir í Josva 13,26, norðan fyri ánna Jabbok, stutt frá Mahanajim. Í Lo-Debar búði Ammiel. Sonur hansara Makir var tann, sum Mefibosjet helt til hjá, tá Dávid sendi boð eftir honum. 2. Sám, 9,4.5. Í kap. 17,27 lesa vit, at Makir var ein av teimum, sum sendu útgerð til Dávid, tá hann flýddi undan Absalom.
Lóg(hebr. torah; gr. nomos.) Nevnt um 200 ferðir í Bíbliuni og vísir á opinberaða vilja Guds viðvíkjandi stýring Hansara yvir menniskjum. Hon umfatar øll tey gudgivnu boðini og fyrisetingar um siðalag uttantil og innantil. Sett fram í 6 ymiskum týdningum:
      1) Tað, sum menniskja hevur framt: 1. Mós. 6,9; Matt. 10,15; 1. Tim. 1,8–10; 2. Tim. 2,5. Slíkar lógir fevna um alt tað, sum stýrið í skipaðum samfeløgum áleggur teknum sínum.
      2) Móselóg: Gudgivin lívsregla, sum givin varð við Mósesi til sáttmálafólk Guds, Ísrael, í Kána’anslandi. Móselóg var lívsregla hvønndagslívs teirra og fyriskipan um at halda sáttmálan, at tey kundu vera HARRANUM kongaríki av prestum og heilagt fólk. 2. Mós. 19,5.6. Tey vóru ongantíð før fyri at halda lógina, og annar sáttmáli kemur í staðin. Jer. 31,31–34; Hebr. 8,8–13. Móselóg fevndi um hini 10 boðini, 2. Mós. 20,1–17; viðurskifti í dagliga lívinum, 2. Mós. 21,1–23 og fyriskipanir um gudstænastu teirra, 2. Mós. 25,1 til 31,18. Móselóg sum vegur til rættvísi endaði við deyða Kristusar, Róm. 10,4, og náðin kom í staðin. Jóh. 1,17. Í tíðarskeiði náðinnar, sum byrjaði við offurdeyða Krists, eru øll boðini tikin uppaftur í brøvunum, uttan tað, sum talar um sjeynda dagin, men tey standa ikki sum boð „Tú skalt“ ella „Tú skalt ikki“, men heldur sum boð, ið er dýrabari framíhjárættur hins trúgvandi at halda. Hansara, sum hevur fingið Harrans varðveitandi megi, sum Hann sigur frá í 1. Pæt. 1,5: „Tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð.“ Móselóg var soleiðis ein fyribils guddómlig fyriskipan, sum sett varð í gildi, til Kristus skuldi koma. Róm. 5,13; Gal. 3,19.
      3) Lóg náðinnar: Hon umfatar læru og fyriskipan í náðitíðini; givin einum og hvørjum av børnum Guds í hesum tíðarskeiði. Her má væl vera ansað eftir tí, sum skrivað stendur, at hin kristni er ikki undir lóg. Náðin hevur givið honum lut í øllum, sum honum nýtist. Jóh. 1,16; Róm. 5,1. Róm. 8,1; Kol. 2,9–10. Tað, sum Paulus sigur í 1. Kor. 9,20–21, merkir, at ein, sum útloystur er í náði, hevur skyldu ella rættari tann dýrabara framíhjárætt ikki at gera tað, sum er Gudi andstygd, men av øllum huga gera tað, sum rætt og gott er fyri Gudi og monnum.
      4) Vilji Guds: Hin opinberaði vilji Guds er undir øllum umstøðum og viðurskiftum lívsregla hins trúgvandi. Hann umfatar eisini øll menniskju allar tíðir; tí er tað, at orðið „lóg“ í Rómbrævinum við hvørt ikki er sagt um Móselóg. Róm. 7,15–25; 8,4.5.
      5) Lóg náttúrunnar: Skrivað á hjørtuni. Henda lóg, sum opinberast í hesum, stendur í óloysandi sambandi við opinberaða vilja Guds, og er tað, sum Gud væntar av skapningi Sínum. Vit lesa í Róm. 2,14–15: „Tí táið heidningar – sum ikki hava lóg – av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg; teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra.“
      6) Lóg í túsundáraríkinum: Samandráttur av hesi lóg stendur í Matt. 5,1 til 7,29. Hetta er Harrin Jesus sjálvur, sum talar. Onkur gudfrøðingur heldur vera óhugsandi, at eitt annað tíðarskeið lógarinnar skal koma aftan á hesa náðitíðina, men at hetta veruliga er so, er jú sagt frá í spásøgn Ezekiels. Ezek. 40 og 48. Les allar kapitlarnar og kap. 20 í Opinberingini. Ríkið, q.v.
Lóg Hammurabisar(Hammurabi var hin sætti av kongunum í fyrstu kongsætt Bábylons. Í gomlum døgum hildin at vera tann sami, sum nevndur er Amrafel í 1. Mós. 14,1, men hetta kann ikki bera til, tí eftir frásøgn á leirtalvum, sum í túsundtali eru funnar í Mari við Eufrat, var Hammurabi kongur um 1728–1686 f.Kr. ella minst tríggjar øldir undan Ábrahami.) Lóg hansara er skrivað á stein, ið er meira enn tveir metrar høgur, og stýrdi dagliga lívinum á døgum hansara.
      Hetta skriftið er eitt hitt virðismiklasta, ið funnið er. Roynt er at líkna saman við Móselóg, tá Hammurabisar er úti við tríggjar øldir eldri. Móselóg er hvørki lænt frá ella ávirkað av hesi bábylonsku.
      1) Tær eru ólíkar í innihaldi. Móselóg hevur mongdir av boðum viðvíkjandi halgisiðum og gudfrøðiligum fyritreytum. Hammurabisar er so at siga bert borgarlig. Hon stýrir einum framkomnum handilsfólki, sum búði á tættbygdum økjum, ið vatnað vórðu úr áunum. Móselóg er givin búnaðarfólki, sum fyri tað mesta búði spjatt út um landið; ikki útbúgvið til handils ella samgongu við onnur fólk, men fólk, sum ikki ivaðist í guddómliga kalli sínum.
      1) Lóg Hammurabisar talar einki um tamarhald á girnd manna.
      2) Eingin regla ella boð er viðvíkjandi kærleika.
      3) Hevur onga avmarkan av sjálvsøkni.
      4) Sigur ongastaðni, at tað er syndin, sum spillir fólkið, tí at synd er uppreistur. Har er ikki nevnt so mikið sum ein hugsan um gudsótta. Hinvegin stendur stýrandi vilji hins heilaga Guds oman fyri alla lóg Ísraels. Høvuðsevnið í Móselóg er gudrøkni. „Eg eri HARRIN Gud tín.“ (The Old Testament in the light of the Ancient East. 1911 frá M. Ungers Bible Dictionary.)
Lógkønur(gr. nomikos.) Matt. 22,35; Luk. 7,30; 10,25; 11,45; 14,3. Hann, ið mest nýtur hetta orðið, er Lukas evangelistur. Líkt er til, at hann vil minna rómversku lesarar sínar á, at hinir skriftkønu í Ísrael vóru lógkønir.
Logg3. Mós. 14,10. Umleið 0,5 ltr.
Lois(gr. óvissur týdn.) Omma Timoteusar á móðursíðuni. Faðir hansara var grikskur. Áps. 16,1. Paulus talar um trúgv hennara og móður hansara: „Trúgv, sum ikki er bert eiti“. 2. Tim. 1,5.
Lo-Ruhama(hebr. ikki miskunn.) Dóttir Hoseas profet. Les. Hos. 1,3–7.
Lot(hebr. slør, t.d. Es. 25,7: … og slørið, ið fjalir øll folkasløg) Bróðursonur Ábrahams. 1. Mós. 11,27. Hann fór við Ábrahami til Kána’an, men teir skiltust. Les 1. Mós. 13,5–12. Lot búsettist har á leið, sum sunnari endi Deyðahavs er nú. Hann kom upp í stríðið millum kongarnar eystanfyri og Sodoma. Les 1. Mós. 14,12 o.fr. Hann búði so í Sodoma, til hann varð førdur út haðani, tá býurin varð lagdur í oyði. Les 1. Mós. 19,2; 2. Pæt. 2,7.
Lotan(hebr. sum fjalir.) Hin fyrsti, ið nevndur er av sonum horitin Se’ir. 1. Mós. 36,20.29; 1. Krøn. 1,38.
Lud(hebr. stríð.) Ein sonur Sem. 1. Mós. 10,22; 1. Krøn. 1,17. Ættarfólk hansara tykjast at hava verið í tænastu í heri egypta. Es. 66,19; Jer. 46,9; Ez. 27,10; 30,5.
Luhit(hebr. steinsett.) Býur í Móab á eini hædd, har fólk flýddi til undan fíggindanum, sum gjørdi álop. Jer. 48,5; Es. 15,5. Onkustaðni er tað stavað: Luhut.
Lukas(gr. Loukas, lat. Lucanus ljós?) Hann, ið skrivaði evangeliið eftir Lukas og Ápostlasøguna. Í skriftini er ikki nógv sagt um søgu hansara. Eitt sindur er kortini: 1) Hann tykist hava verið av heidnari ætt, tí hann verður ikki roknaður upp í hinar umskornu, sum Paulus nevnir í Kol. 4,11. Eusebius, 270–340, Bispur 314 í Cesarea í Palestina sigur, at Lukas var úr Antiokia. 2) Hann var lækni. Kol. 4,14. 3) Hann var ikki ein av teimum, sum vóru sjónarvitni til virkan Harrans Jesusar, og sum gjørdust tænarar orðsins. Luk. 1,2. Tað sæst av støðum, har hann skrivar „vit“ í Ápostlasøguni, at hann kom saman við Paulusi og teimum í Troas, og at hann fór við til Makedonia. Teir fóru til Filippi. Áps. 16,12. Har skiltust teir. Lukas varð verandi har í býnum og har á leið í um 7–8 ár, til Paulus kom aftur hagar á triðju missiónsferð síni. Nú skrivar hann aftur „vit“, og tað stendur við, til bókin endar. Eftir brøvum Paulusar síggja vit, at Lukas virkaði saman við honum leingi. Kol. 4,14; Filemon v. 24. Seinasta, vit hoyra um hann, er, at hann varð trúgvur, meðan aðrir fullu frá. 2. Tim. 4,11.
      Evangeliið eftir Lukas er skrivað í góðum grikskum stíli, og hendingarnar eru sagdar frá í tíðarfylgju, so hvørt, sum tær fóru fram. Lukas førir ættartalvu Harrans aftur til Ádam.
   I. Inngangur, kap. 1,1–4.
   II. Koma og byrjan Menniskjasonarins.
   1) Boðan, 1,5–56.
   2) Koma 1,57–2,20.
   3) Fyrireiking 2,21–4,13.
   III. Virki Menniskjasonarins.
   1) Verk í krossins ljósi 4,14–9,50.
   2) Verk á veg til krossin. 9,51–19,27.
   IV. Bót og himmalsferð Menniskjasonarins.
   1) Hitt harða stríðið 19,28–23,56.
   2) Hin stóri sigurin 24,1–48.
   3) Lyfti, signing, skilnaðarsótt. 24,49–53.
Lukius(gr. loukios, lat. Lucius: av ljósi, føddur á degi.) Ein teirra, sum í samkomuni í Antiokia eru nevndir profetar og lærarar. Áp. 13,1.
Luz(hebr. boygt, bent, kanska mandlutræ.) Gamalt kána’anitiskt navn á Betel. 1. Mós. 28,19; 35,6; 48,3. Í Josva 16,2 eru nevndir bæði Luz og Betel, tí her verður býurin Betel ikki nevndur, men fjøllini, sum hoyrdu til Betel, haðani markið gekk til býin Luz, so at býurin, ið var á markinum, varð lagdur til Benjamin. Josva 18,13. Betel, q.v.
Lydda(gr. stríð.) Býur um 17 km í landsynning úr Joppe. Í Gamla Testamenti stavað Lod. 1. Krøn. 8,12. Nútíðarnavnið er Ludd. Her var tað, Pætur hitti Eneas, sum átta ár hevði ligið í songini og var lamin. „Pætur segði við hann: Eneas! Jesus Kristus grøðir teg. Far upp og reið sjálvur song tína! Tá fór hann við tað sama upp.“ Áp. 9,34.
LýdiaKvinna, sum var ættað úr Týatira. Hon hevði tikið við trúgv jødanna og vendi við, tá Paulus bar orðið fram í Filippi, har hon búði. Áp. 16,11–15.
   2. Landspartur í Lítla Asia. Høvuðsstaðurin var Sardes. Har vóru eisini býirnir Týatira og Filadelfia. Var um ár 600 f.Kr. sterkasta ríkið í Lítla Asia. Um ár 133 f.Kr. tóku rómverjar valdið har.
LýkaoniaTurt og lítið dýrkað land mitt í Lítla Asia. Størsti býurin var Ikonium. Aðrir býir vóru Lystra og Derbe. Ár 25 f.Kr. varð Lýkaonia rómverskt hjáland. Áp. 14,6.
LýkiaLandspartur í útsynningshorninum í Lítla Asia, millum Pamfýlia vestanfyri og Frýgia norðanfyri. Gjøgnum Lýkia rennur áin Xantus. Íbúgvarnir vóru djarvir menn, við gamlari mentan og tjóðveldisskipan. Rómverjar tóku landið ár 43 e.Kr. og gjørdu tað til hjáland saman við Pamfýlia. Paulus kom á ferð síni til Jerúsalem til Patara í Lýkia og skifti skip har. Áp. 21,1. Á ferðini til Róm kom hann til býin Mýra í Lýkia, Áp. 27,5, og fór í annað skip har.
Lýsanias(gr. ger enda á sorgini.) Fjórðingshøvdingi í Abilene, q.v. Luk. 3,1.
Lýsias(gr. Lousias: hann, sum kann loysa) Rómverskur herhøvdingi. Áp. 24,7. Les Áp. 22,1–24,27.
LystraBýur í Lýkaonia, q.v.
LøvaLeyva, q.v.