Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Kabbon(hebr. bygdarlag.) Ein av býum ættar judamanna, ytst við markið móti Edom í Suðurlandinum (Josva 15,21.40).
Kabul(hebr. turt, virðisleyst, sandur?) Býur við eysturmark Asers. Er nú ein bygd og framvegis kallað Kabul (Josva 19,27).
   2. Eitt stað í Galilea við 20 býum, sum Sálomo gav Hiram kongi í Týrus fyri, at hann hevði latið tilfar til templið. Hirami dámdi ikki staðið og kallaði tað Kabulsland. Hann helt tað vera virðisleyst. Hann var vanur við strondina og helt kanska lítið um innland (1. Kong. 9,10–13).
Kabze’el(hebr. savnað hevur Gud.) Ein av býum judamanna við markið móti Edom (Josva 15,21).
Kades[Kadesj] (hebr. heilagt.) Fulla navnið var Kades-Barnea (flakkari, t.e. hirðafólk.) Stað, sum fólk Ísraels steðgaðu við á ferðini um oyðimørkina. Annað navn á staðnum tykist at hava verið Ritma. Eisini kallað En-Mispat, t.e. kelda dómsins, tí har var fólkið ólýðið, og HARRIN revsaði tey. Í Kades doyði Mirjam, systir Mósesar, og har var hon jarðað. Har var tað, Móses sló klettin, tá Harrin bað hann tala til hansara (4. Mós. 20,2–11). Tá broyttist Kades til Meriba, t.e. stríð (4. Mós. 20,13).
      Í langa tíð var fólkið nú í Kades (5. Mós. 1,46). Tey tykjast at hava livað hirðalív sítt og vent aftur til Kades, men fóru ikki longur. Seinasta árið, tey ferðaðust um oyðimørkina, sendi Móses boð til edomskong, segði frá, hvussu hann og fólkið vóru stødd og bað um loyvi at ferðast um Edomsland. Les 4. Mós. 20,14–22. Horsfjall, ið her er nevnt, er á markinum til Edomsland. Hesar søgurnar kunnu læra okkum eitt og annað viðvíkjandi ferð Guds fólks um oyðimørkina. Tey vóru komin til Kades, á markið inn í fyrijáttaða landið. Ólýdni teirra gjørdi, at tey, komin hagar, ikki nærkaðust málinum so mikið sum eitt fótafet í 37 ár. Josva, q.v., Kaleb, q.v.
Kadmiel(hebr. hjá Gudi ella Gud er við.) Ein av levitunum, sum við ættarfólki sínum kom heim úr Bábel við Zerubbabel. Hann var við í flokki teirra, sum settir vórðu at standa fyri teimum, ið gjørdu arbeiðið upp á hús Guds (Ezra 2,40; Nehem. 7,43; 12.8; 12,24; Ezra 3,9).
   2. Levitur, sum var við til at hjálpa fólkinum aftur á góða leið, eftir at Ezra hevði kunngjørt lógina fyri teimum.
Kaftor(hebr. krúna, kransur.) Staðið ella landið, haðani filistarar vóru ættaðir (Jer. 47,4; Amos 9,7; 5. Mós. 2,23). Kaftor er nú eyðskilt, síðani kílaskrift er funnin við orðinum Kaptara fyri Kreta. Onnur ætlan um, at filistarar vóru av strond Egyptalands ella úr Kappadokia, er tí slept nú.
Kahat(hebr. samkoma.) Sonur Levi (1. Mós. 46,11). Kahat átti synirnar Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel (4. Mós. 3,19). Lítið er sagt um hann. Hann fór við til Egyptalands, systir hansara æt Jokebed, og hann livdi, til hann var 133 ár. Amram, q.v. Eftirkomarar hansara vóru ein av teimum stóru levitaættunum. Tænasta teirra, tá tabernaklið skuldi flytast, var at bera ørkina og hini heiløgu íløtini (4. Mós. 4,15; 7,9). Arvalutur teirra í landinum lá inni á hálvu ætt Manasse í Efraim og í Dan (1. Krøn. 6,61–70. Josva 21,5.20–26).
KahatitarLevitar, q.v.
Kaifas(gr. tungur í huga.) Kann eisini vera tað sama sum Kefas, t.e. steinur. Hetta var eftirnavn hansara. Hann æt Jósef. (Hetta sigur søgumaðurin Josefus). Kaifas var høvuðsprestur jødanna, meðan Tiberius var keisari, um ta tíðina, tá Harrin byrjaði virki sítt alment (Luk. 3,2). Somuleiðis, tá Harrin varð dømdur og krossfestur. Rómverska valdið hevði sett hann í hetta høga starvið, og hann hevði tað alla tíðina, sum Pontius Pilatus var landshøvdingi, men Vitellus koyrdi hann frá um ár 38 e.Kr. Kona hansara var dóttir Annas, sum var høvuðsprestur undan honum. Annas hevði ivaleyst ávirkan á ymiskum avgerðum, og í Luk. 3,2 eru teir báðir nevndir.
      Eftir at Harrin hevði vakt upp Lazarus, ráddi Kaifas til at taka Jesus av døgum og segði við teir: „Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar. – Hetta segði hann ikki av sær sjálvum; nei, við tað at hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið – og ikki bert fyri ta tjóðina, men fyri at Hann eisini skuldi savna sundurspjaddu børn Guds saman til eitt“ (Jóh. 11,49–52). Í Matt. 26,3 lesa vit: „Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman hjá høvuðsprestinum – sum æt Kaifas – í garði hansara. Og teir løgdu saman ráð um at grípa Jesus við svikum og drepa Hann. Men teir søgdu: Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst:“ Og í v. 57: „Teir, ið høvdu tikið Jesus, fóru nú við honum til Kaifas høvuðsprest; har vóru hinir skriftlærdu og elstu samankomnir.“ V. 59: „Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum.“ Tá hetta ikki hjálpti, tók høvuðspresturin til orða og segði við Hann: „Eg taki teg í eið um hin livandi Gud, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, Sonur Guds!“ V. 63. Tá Jesus svaraði játtandi og segði honum, at hann skuldi sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins, segði høvuðspresturin, at hann hevði spottað Gud, so her nýttist ikki vitni. So spurdi hann ráðið, og teir svaraðu: „Hann er deyðasekur!“ (Matt. 26,62–66). Teir høvdu kortini ikki loyvi til at avlíva nakran. Rómverjar ráddu í landinum. Morgunin eftir hildu teir ráð. So bundu teir Jesus og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pontius Pilatus landshøvdinga (Matt. 27,2). Pilatus skilti, at tað var av øvund, teir høvdu tikið hann, so hann royndi at geva Jesus leysan, men teir hóttu hann við, at so var hann ikki vinur keisarans. Hetta var so hættisligt orð í hersettum landi, so hetta gjørdi sítt til, at hann eftirlíkaði teimum. Í Áp. 4 lesa vit um, at Kaifas var millum teirra, ið skuldu taka ápostlar Jesusar í forhoyr, men fingu í staðin eina megnarrøðu, sum Heilagi Andin talaði við munni Pæturs. Síðani hoyra vit einki um Kaifas.
Káin(hebr. spjót.) Fyrsta menniskja, ið føtt var á jørðini, eisini fyrsti manndrápari og bróðurmyrðari. Vit lesa um hann í 1. Mós. 4,1–26. Í Hebr. 11,4 lesa vit: „Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur – táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.“ Harrin tók móti ofri Ábels, sum var av teimum frumbornu í fylginum, meðan hann ikki tók ímóti blóðleysa ofri Káins. Seinni lærdi hann fólk Ísraels, at: „Uttan at blóð verður úthelt, fæst ikki fyrigeving“ (Hebr. 9,22). Ábel varð rættvísgjørdur, tí lív varð latið fyri hann. Blóðið var runnið. Hetta er evangeliið í fyrimynd. Káin flýddi og búsettist í landinum Nod. Ætt hansara er nevnd í sætta lið og tykist hava nátt nakað áleiðis í mentan (1. Mós. 4,20–22). Judas sigur í brævi sínum, v. 11: „Vei teimum! Tey eru farin veg Káins.“ Í samanburði við 1. Mós. 4 er hetta ógvuliga álvarsom orð. Ella vit hugsa um orðini í 1. brævi Jóhs. 3,12.
   2. Býur í láglendi Juda (Josva 15,57). Nú Kirbet Yaqin, um 5 km í landsynning úr Hebron.
Kala(hebr. trygt.) Gamal býur í Assýria. Nimrod ella fólk hansara bygdi hann av fyrstan tíð (1. Mós. 10,11). Salmanasser I, sum var kongur um 1280–1260, gjørdi staðin tiltiknan í síni tíð. Tá Assurnasirpal, sum ráddi 883–859, kom á trónuna, var býurin niðurundirkomin av órøkt, men hann gjørdi Kala til høvuðsstað sín. Við útgrevstur er funnin prýðiliga borg Assurnasirpals, ovurstórar leyvur við veingjum og mannaandliti stóðu sum vaktarar við inngongdina. Í einum lítlum templi nærindis varð funnin standmynd av Assurnasirpal, næstan óskadd. Ørgrynna av innskriftum er eisini funnin har.
      Kala var høvuðstilhald assýrarakonganna í hálvaaðru øld. Har er funnin steinsúla Salmanassars, har millum mangt annað er avmyndað og sagt frá, at Jehu kongur í Ísrael sendir skatt til yvirharra sín Salmanassar, q.v.
Kaldea(hebr. Kasdim, gr. kaldaion, land kaldeara.) Í rúmum týdningi er hetta navnið á øllum Bábel, men serliga nýtt um sunnara partin á hesum veldiga ríki, økið inn frá Persaraflógvanum. Kendir býir har, sum nevndir eru í Skriftini, eru: Bábel, Erek, Kalne, Borsippa, Sefarvaim, Kuta, Kilmad, Laranka, Is og Ur, haðani Ábraham var ættaður (1. Mós. 11,28).
Kaleb(hebr. ágangandi, ógvisligur; frá keleb, t.e. sum goyr, hundur.) Sonur Jefunne kenezit og høvdingi í einum ættarbólki av Juda. Hitt fyrsta, vit hoyra um Kaleb, er, tá hann 40 ára gamal er ein av teimum, ið sendir eru at kanna Kána’ansland (4. Mós. 13,6.17–25). Teir komu aftur í tilhaldið eftir 40 dagar og vóru samdir í, at landið var gott, men fólkið, har búði, var stórt og sterkt, so teir flestu hildu ikki, at teir megnaðu at taka landið. Tá byrjaði fólkið at knarra, men Kaleb royndi at sissa tey og segði: „Latið okkum bert fara hagar og leggja landið undir okkum – vit taka tað sum einki!“ Hetta vóru kortini bert Josva og Kaleb, sum mæltu til at taka landið. Hinir tosaðu ilt millum ísraelsmenn um landið, ið teir høvdu verið og kannað (13,32).
      Kades-Barnea, q.v. Les gjølla Josva 14,6–15.
   2. Sonur Hezron av ætt Juda (1. Krøn. 2,18). Í 1. Krøn. 2,9 stavað Kelubai.
   3. Sonur Hur og abbasonur Kaleb 2. Einki er sagt um hann uttan tað, at har vóru nógvir eftirkomarar (1. Krøn. 2,50).
Kaleb-EfrataÍ 1. Krøn. 2,24 lesa vit: „Eftir tað, at Hezron var deyður í Kaleb-Efrata, átti Abia, kona hansara, honum Ashur, faðir Tekoa.“
      Før, aut. hevur: „Eftir andlát Hezrons gekk Kaleb inn til Efratar, konu Hezrons faðirs síns, og hon føddi Asjur, ið varð faðir at Tekoa.“ Hetta samsvarar LXX (Septuaginta), t.e. Gamla Testamenti á grikskum. Fr. Buhl sigur næstan tað sama. Her er Efrata navn einar konu, og í hinum fyrra navn á plássi. Kaleb-Efrata stendur bert hesa einu ferðina, men eftir t.d. Mika 5,1 hevur Efrata verið navn á bygd við ella eldri navn á Betlehem.
Kalkol(hebr. stuðul (fíggjarliga.) Ein av hinum fýra sonum Mahol, sum tiltiknir vóru fyri vísdóm sín á døgum Sálomos (1. Kong. 4,31). Í 1. Krøn. 2,6 er sagt frá, at teir vóru synir, eftirkomarar Zera av ætt Juda.
Kallai(hebr. Harrin er ljós.) Ein av ættarhøvdingunum millum prestarnar á døgum Jójakims (Nehem. 12). Í v. 20: „fyri Sallai: Kallai.“
Kalne(hebr. borg (gudsins) Anu – ein av avgudum Bábels:) Ógvuliga gamal býur í Bábylonia í ríki Nimrods (1. Mós. 10,10). Hvar á tí stóra økinum hann var, man vera óvist.
   2. Kalne, sum umtalað er í Amos 6,2, kann vera Kullani, nú Kullanhu, um 9 kilometrar frá Arpad, q.v.
KalnoEs. 10,9: Sama stað, sum annars er stavað Kalne. q.v.
Kam(hebr. dimt, heitt.) Hin yngsti av sonum Nóa (1. Mós. 5,32). Sum brøðurnir hevði hann fingið konu fyri flóðina, og vórðu tey tí bjargað í ørkina. Um ættirnar frá sonum Nóa lesa vit í 1. Mós. 10. Frá v. 6 um eftirkomarar Kams. Teir eru nevndir eins og landið, teir settust í. Kus [Kusj] = Etiopia; Mizrajim = Egyptaland og Put = Libya, hevur verið hildið, men ivasamt. Man heldur hava verið Punt, sunnan fyri afrikanska Kus, um leið sum nú kallast Somaliland. Her, fyrsta vit hitta teir í heimssøguni, tykjast teir at vera samveldishugaðir menn. Kam átti Kus, Kus átti Nimrod; hann var tann fyrsti, ið fekk stórt veldi á jørðini. Hann var tann, ið sagt var um: „Ein óførur jagari fyri ásjón HARRANS sum Nimrod.“ V. 10: „Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi.“ Hesir býir í Bábel eru kendir, t.d. Erek, seinni Warka og Akkad, sum vóru fyrstu stóru býir í mentaða heiminum. Sinearsland, ið her er nevnt, er alt láglendið í neðra millum áirnar Eufrat og Tigris, um 320 km niðan frá víkini, sum áirnar runnu tá í tíðini. Akkad, q.v. Tá Andin her í 1. Mós. 10 talar um hin fyrsta, sum fekk stórt veldi á jørðini, er hann nevndur „óførur jagari“. Tá orð Guds annars talar um landsstjóra (kong), er tað við heitinum „hirði“. Munur er har ímillum. Jagarin metir um dýrið, hann kemur fram á, um nú loysir seg at fara eftir tí, um tað er skotið og ómakin vert. Øðrvísi er hjá hirðanum. Dýrið veksur í virði, tí hann ger væl við tað. Vit hugsa um Dávid kong, sum var hirði frá ungdóminum av og seinni gjørdist hirði fólks HARRANS. Av hesum jagarafólkinum spratt avgudaskipan, sum hevur gjørt um seg. Drotning himmalsins, q.v. Tammus, q.v.
Kamon(hebr. hædd, tindur.) Býurin, har Jair, q.v., varð jarðaður. Dóm. 10,5. Ivaleyst ein av býunum í Gilead.
Kamos[Kamosj] (Tjóðargudur móabita.) Øðilig og óhugnalig gudsdýrkan fór fram, honum til heiðurs, eins og til Moloks, har børn vórðu ofrað og koyrd í eldin. Á Móabitasteininum, q.v. stendur skrivað um vreiði Kamosar yvir, at Ísrael hevði tikið Móab og farið illa við tí. Sálomo kongur gjørdi ræðuligt mistak, hvat so orsøkin kann hava verið, tá hann reisti Kamos, viðurstygd Móabs, offurheyggj við Jerúsalem. Hetta varð ikki beint burtur aftur fyrr enn á døgum Josiasar, um 300 ár seinni (2. Kong. 23,13).
Kana(hebr. sev.) Á, sum rennur í Miðjarðarhavið millum Kesarea og Joppe. Hon var mark millum Efra’im og Manasse (Josva 16,8; 17,9). Nú kallað Auje.
   2. Býur norðarlaga í ætt Asers (Josva 19,28). Har síggjast øgiliga stórar leivdir av toftum og høggmyndum, sum ætlandi eru av fønikiskum uppruna.
   3. Býur í Galilea, har Harrin Jesus var í brúdleypi og broytti vatn til vín (Jóh. 2,1–10).
Kána’an(hebr. láglendi, mýrilendi, kanska sevlendi.) Vit lesa í 1. Mós. 10,6, at Kam átti Kána’an. So lesa vit í v. 15: „Kána’an var faðir at Zidon – sum var hin frumborni hansara – og æt Het; frá honum eru eisini ættaðir: Jebusitar, Amoritar, Girgasjitar, Hevitar, Arkitar, Sinitar, Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar; seinni breiddu ættir Kána’anita seg longur, so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon móti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasja.“ Kána’ansland var sama økið, sum seinni varð kallað Palestina, vestan fyri ánna Jordan. Fólk Ísraels kom soleiðis at búgva inni millum størstu heimsríkini. Fólk Guds, við nærveru og opinbering HARRANS millum sín, vórðu gróðursett á sjálvum alfaravegnum millum heidnu heimsríkini, millum egyptar við Nilánna og ríkini, sum rukku eystur um Eufrat og Tigris.
KandakeDrotningaheiti í Etiopia. Vit lesa í Áp. 8,26, at eingil Harrans sendi Filip evangelist suður á vegin, ið gongur úr Jerúsalem til Gaza. Har hitti hann hirðmann hjá Kandake drotning í Etiopia, hann var settur yvir allar skattir hennara.
      Hann var komin til Jerúsalems at tilbiðja og var nú heimaftur á veg. Vit lesa um, hvussu hesin maður, tá Filip hevði kunngjørt honum evangeliið um Jesus, tók við tí, varð doyptur og fór leið sína við gleði.
Kanne(hebr. fyri seg sjálvan.) Eitt av teimum støðunum, sum handlaðu við Týrus. Bert nevnt í Ezek. 27,23. Kanska stytting av Kalne í 1. Mós. 10,10.
Kapernaum(gr. bygd Nahums.) Býur í Galilea, mangan umtalaður í evangeliunum í sambandi við ferðir og virki Kristusar. Hann lá við vesturstrondina á vatninum (Matt. 4,13), niðari enn Nazaret (Jóh. 2,12). Hann fór oman til Kapernaum. Býurin hevði egna sýnagogu (Jóh. 6,59), har Harrin talaði og lærdi (Mark. 1,21; Luk. 4,31.33). Hann, ið bygt hevði sýnagoguna, var rómverskur herhøvdingi; so herlið man hava havt støð har í býnum. Har var eisini tollbúð, har skatturin varð goldin (Matt. 9,9; Mark. 2,14; Luk. 5,27). Í Kapernaum var tað, at Jesus og lærisveinar hansara hildu mest til. Tí stendur í Mark. 2,1: „Nakrar dagar seinni fór hann aftur inn í Kapernaum, og tað spurdist, at hann var heima.“ Her var tað, hann kallaði Matteus. Brøðurnir Símun Pætur og Andrias búðu í Kapernaum. Har á strondini mundi tað vera, teir hoyrdu kallið: „Fylgið mær“ og teir aktaðu. Tað var her, hann lekti tænastudrong herhøvdingans (Matt. 8,5 o.s.fr.), vermóður Pæturs (Matt. 8,14), og lamnan mann (Matt. 9,2). Har rak hann út illar andar (Mark. 1,32; 33.34; Luk. 4,33). Her í sýnagoguni talaði Harrin undurfull orð (Jóh. 6, hygg v. 59). Dómurin, sum Harrin segði yvir Kapernaum, gekk út. „Tell Hum“ kallast nú staðið, har Kapernaum var. Hetta er ein grótrúgva, sum hevur verið húsatoftir, millum annað av eini sýnagogu.
Kapersberið(hebr. qiddah.) Nevnt bert í Præd. 12,5. Óstaðin ber av plantuni eapparis spinosa. Tey skuldu vera góð fyri matarlyst.
KappadokiaLandspartur eystast í Lítla Asia. Rómversku keisararnir broyttu markið mangar ferðir. Í søgu Nýggja Testamentis fevnir tað yvir Suðurarmenia. Á hvítusunnudegnum nevnast millum mong onnur eisini fólk úr Kappadokia (Áp. 2,9). Í 1. Pæt. 1,1 stendur, at brævið er skrivað eisini til teirra, ið har búgva.
KaranHaran, q.v.
Karea(hebr. skallutur.) Faðir høvuðsmannin Jóhanan í Judea, sum umtalaður er í 2. Kong. 25,23; Jer. 40,8; 13–16; 41,11–16; 42,1–8; 43,2.4.5.
Karka(hebr. botnur, grunnur.) Býur á suðurmarki Juda (Josva 15,3).
Karkas(hebr. harður.) Ein av hinum sjey hirðmonnum Ahasverusar kongs (Ester 1,10).
Karkemis[Karkemis] (hebr. borg (gudsins) Kamos.) Ein býur hetita á áarbakka Eufrats. Toftirnar vórðu útgrivnar fyri British Museum (Sir Leonard Wolley og T. E. Lawrence). Týdningarmikil hetitamentan var sjónlig har. Býurin var eystari høvuðsstaðurin í heimsríki hetita. Hann var tætt vestan fyri Karan, so har kann Ábraham væl hava vitjað, tá hann steðgaði har á vegnum til Kána’ansland. Sargon II í Assýria (718 f.Kr.), tók Karkemis. Her var tað eisini, Nebukadnezar II vann á Farao Neko. Tann hendingin var byrjanin til Ný-Bábyloniska ríkið. Les 2. Krøn. 35,20–24.
Karkor(frá arab. karkar, t.e. mýrilendi.) Stað eystan fyri Jordan, har Gideon fangaði midianitakongarnar Zeba og Zaimunna (Dóm. 8,10).
Karmel(hebr. urtagarður, viðalund o.a. Umsett í Es. 10,18 til „fruktbarar markir“; Es. 29,17. „fruktbør mark.“ Jer. 2,7: „land við ríkari grøði“). Væl kent hálendi í Palestina. Frá Miðjarðarhavinum um 20 km í landsynning. Miðalhædd um 500 m. Tá landið varð býtt millum ættirnar, fall Karmel til ætt Asers (Josva 19,26). Suðurmark Asers var kortini niðri við Dor, so aseritar fingu part av fruktbara Sjaronslættanum.
      Ein av kongunum, sum Josva vann á, var kongurin í Jokneam við Karmel (Josva 12,22). Hetta vakra lendið Karmel var frá elstu tíðum fongt við avgudadýrkan, Ba’al o.a. Vit komast við navnið Karmel, tá vit minnast søguna um Elias og Akab kong. Vit lesa um hetta í 1. Kong. 18,1–46.
   2. Býur í fjallalendi Juda (15,55). Vit kenna staðið frá søguni um Nabal (1. Sám. 25,2.3.5.7.40). Her mundi tað vera, at Saul setti sær sjálvum minnismerki, tá hann hevði barst við Amalek. Ivaleyst var tað her, Uzzias kongur hevði landbúnað sín (2. Krøn. 26,10).
Karmi(hebr. urtagarðsmaður.) Hin fjórði av sonum Rubens (1. Mós. 46,9; 2. Mós. 6,14). Ættarfólk hansara varð kallað „Karmitaættin“ (4. Mós. 26,6).
   2. Sonur Hezron og faðir Hur (1. Krøn. 4,1): „Synir Juda vóru Perez, Hezron, Karmi, Hur og Sjobal.“ Her og manga aðrastaðni merkir orðið „sonur“ ikki bert sonur, men eftirkomari. Veruliga var Hezron sonur Perez, annað lið frá Juda. Hur var fjórða lið, og ivaleyst var Sjobal sætta lið frá Juda.
   3. Sonur Hezron og faðir Akan (við hvørt stavað Akar) hann, sum dró vanlukku oman yvir Ísrael, við tað at hann bar seg trúleyst at við tí bannlýsta góðsinum (Josva 7,1; 1. Krøn. 2,7).
Karpus(gr. frukt.) 2. Tim. 4,13: „Táið tú kemur, hav tá við tær kappan, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar.“
Karsena[Karsjena] (hebr. vesaligur.) Ein av vísmonnum Ahasverusar, av teimum, ið næstir stóðu honum (Ester 1,14). Navnið kann vera fornt persiskt og merkja plógmaður.
Karta(hebr. býur.) Levitabýur, sum ættir merarita fingu frá ætt Zebulons (Josva 21,34).
Kartan(hebr. býur.) Ein av griðstøðunum í Naftali. Levitabýur gersonita (Josva 21,32). Í 1. Krøn. 6,76 kallaður Kirjatajim. Staðið er nú kallað Khirbet el-Kureieh.
Kasifja(hebr. silvurklárt, glógvandi.) Eitt stað í Persia, har levitar hildu til í útlegdini. Ezra sendi menn til Iddo høvdinga í Kasifja at fáa teir til at yvirtala Iddo høvdinga í Kasifja og bróður hansara – tempultænararnar í Kasifja, til at senda tænarar til hús Guds (Ezra 8,16–17).
Kasluar(týdn. óvissur.) 1. Mós. 10,14; 1. Krøn. 1,12. Fólk, ættað frá Mizrajim, syni Kam. Í báðum støðunum, sum teir eru nevndir, er sagt, at teir eru ættarfedrar filistara, sum annars eru sagdir at vera ættaðir frá kaftorum. Her er onkuntíð hend ein umbýting. Í Sálmi 68,32 er orðið umsett til „veldigir“. „Veldigir skulu koma úr Egyptalandi.“
Kattat(hebr. lítil.) Ein av býum Zebulons. Kann vera hin sami sum Kitron (Josva 19,15; Dóm. 1,30).
Kebar(hebr. longd, samanbindandi.) Ein stór veit, ofta kallað á, sunnan fyri Bábylon (Ez. 1,3). Nakað av jødunum búðu har í útlegdini. Her sá Ezekiel profetur fyrstu sjónir sínar.
Kedar(hebr. quadar, at vera svartur ella arabs quadara, at vera raskur.) Annar sonur Ísmael og ættarfaðir teirra, ið bera navn hansara.
   2. Ísmaelitiskt hirðafólk, sum fór víða um, heilt eystur móti Elam við Persaraflógvan, men navnið verður í Skriftini nýtt um vanligar arabiskar ættir (beduinar), um teir ikki vóru av ætt Kedars (Hás. 1,5; Es. 21,16–17; 42,11; 60,7; Jer. 2,10; 49,28; Ezek. 27,21). Í Sálm. 120,5 kennir yrkjarin seg sum fremmandan hjá Mesek og búgvandi millum tjøld Kedars.
Kedemot(hebr. fyri eystan.) Býur í ætt Rubens, lagdur – við bygdum ið tilhoyrdu – til levitar av húsi Meraris (Josva 13,18; 21,37). Úr Kedemots oyðimørk sendi Móses boð til Sihon, kongin í Hesjbon, við friðarboðum. Les meiri um hetta í 5. Mós. 2,26–35.
Kedes[Kedesj] (hebr. halgidómur.) Býur sunnast í Juda, ytst við markið móti Edom í Suðurlandinum. Hin sami sum Kades-Barnea, q.v.
   2. Býur í ætt Issakars, givin levitum av húsi Gersoms (1. Krøn. 6,72). Kallaður Kisjon í Josva 19,20 og 21,28.
   3. Ein av víggirdu býunum í Naftali (Josva 19,37). Hann var ein av griðstøðunum (Josva 20,7). Av kongunum, sum Josva vann á, Josva 12, var kongurin í Kedes ein. Haðani var Abinoam, faðir Barak, sum umtalaður er í Dóm. 4,6. Í 2. Kong. 15,29 er sagt frá, at Tiglat-Pileser á døgum Peka ísraelskongs tók Kedes og fleiri aðrar býir – alt Naftaliland – og flutti fólkið burtur til Assýria. Staðið er norðast í landinum. Er nú bygd. Navnið er tað sama enn.
Kedma(hebr. eystan.) Hin seinast nevndi av sonum Ísmaels (1. Mós. 25,15; 1. Krøn. 1,31).
Kedorlaomer(hebr. tænari Laomers (laomer – mánagudur Elomita.) Kongur, sum umtalaður er í 1. Mós. 14,1.4.5. Hann er kallaður kongurin í Elam, q.v. Hann var í felagsskapi við trimum øðrum kongum í Mesopotamia ímóti fimm kongum á leiðini við suðurenda Deyðahavs. Teir høvdu staðið undir Kedorlaomer í 12 ár, men høvdu nú reist seg ímóti honum. Les. 1. Mós. 14,1–24. Hendingin hevur ætlandi farið fram um miðskeiðis í tjúgufyrstu øld f.Kr. Fyrr hevur onkur hildið, at Kedorlaomer kann hava verið tann sami sum Hammurabi kongur í Bábylon (áðrenn 1700 f.Kr.), men tað er einki í tí.
Kedron(gr. av hebr. Kidron.) Dalur, sum gongur eystan fyri Jerúsalem, millum býin og Oljufjallið, og gongur saman við Hinnimsdal sunnan fyri býin.
      Kedronsløkur rennur oman ígjøgnum Kedronsdal, men bert í regntíðini. Tá Jesus við lærisveinum sínum fór út í urtagarðin Getsemane, fóru teir um Kedronsløk (Jóh. 18,1).
Kefar-Ammoni(hebr. bygd ammonita.) Ein av býunum, ið lutaðust ætt benjaminita (Josva 18,24).
Kefas(áram. steinur.) Tilnavnið, sum Jesus gav Símuni (Jóh. 1,43; 1. Kor. 1,12).
KefiraEin av býum gibeonita í Benjamin (Josva 18,26). Gibeon, q.v. Kefira er til enn og kallast Kefreh, um 13 km frá Jerúsalem.
Kehelata(hebr. savningarstað.) Tjúgutriðja staðið, sum fólk Ísraels gjørdu steðg í oyðimørkini á ferðini til Kána’ansland (4. Mós. 33,22).
Ke’ila(hebr. borg.) Býur á slættlendi Juda. Dávid loysti býin undan filistarum, men íbúgvararnir vóru ikki álítandi, og teir ætlaðu at svíkja Dávid í hendur Sauls (1. Sám. 23,1–13). Kallast nú Kirbet Kila, um 13 km norðan fyri Hebron. Tá múrurin var í gerð, Nehem. 3, nevnast tveir høvdingar úr Ke’ila, v. 17 og 18.
KeisarinÍ tíðarbilinum, sum Nýggja Testamenti umfatar, var keisari rómverja so at siga einaráðandi í tí veldiga heimsríkinum. Cæsar var mansnavn veruliga, men gjørdist so heiti ríkisstjórans, Hendingarnar í Nýggja Testamenti fóru allar fram, meðan 5 teir fyrstu keisararnir ráddu: Augustus 30 f.Kr. til 14 e.Kr.; Tiberias 14–37; Kaligula 37–41; Klaudius 41–54 og Nero 54–68.
      Keisarar, sum nevndir eru í Nýggja Testamenti: Luk. 2,1 Augustus; Luk. 3,1 Tiberius; Jóh. 19,12 „Keisarin“ var eisini Tiberius. Áp. 17,7 var Kladius. Áp. 25,8.
KelajaSami sum Kelita, q.v. Ezra 10,23.
Kelal(hebr. fullkomileiki?) Ein av eftirkomarum Pahat-Móabs, sum hevði tikið fremmanda konu og sendi hana aftur (Ezra 10,30).
Kelita(arab. qulat, kanska dvørgur.) Ein av levitunum, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu og sendi hana aftur (Ezra 10,23). Hann hjálpti Ezra við at kunngera lógina fyri fólkinum, Nehem. 8,7, og skrivaði undir sáttmála Nehemiasar (Nehem. 10,10).
Kelub(hebr. dirvi.) Bróðir Sjua og faðir Mehir av ætt Juda (1. Krøn. 4,11).
   2. Faðir Ezri, sum var yvir teimum, ið arbeiddu á markini og dýrkaðu jørðina (1. Krøn. 27,26).
KelubaiKaleb 2, q.v.
Keluhi(hebr. sterkur.) Av eftirkomarum Banisar. Ein av teimum, sum høvdu tikið fremmandar konur og lovaðu at lata tær frá sær (Ezra 10,35).
Kemuel(hebr. Gud hevur savnað ella laðað saman.) Sonur Nakor, bróður Ábraham, og Milku (1. Mós. 22,20–21).
Kena’ana(hebr. lágt, slætt ella kanska til Kána’an.) Hin fjórði, ið nevndur er av eftirkomarum Bilhans benjaminits, veldigur kappi og ein av ættarhøvdingunum (1. Krøn. 7,10).
Kenan(hebr. fingin.) Sonur Enosj og langabbasonur Ádam. Hann varð føddur, tá Enosj var 905 ár. Tá Kenan var 70 ár, fekk hann sonin Mahalalel. Eftir at Kenan hevði fingið Mahalalel, livdi hann 840 ár og fekk synir og døtur. Tíðin, ið Kenan livdi, var soleiðis í alt 910 ár, so doyði hann (1. Mós. 5,10–14).
Kenani(hebr. HARRIN plantaði ella styðjaði.) Ein av levitunum, sum fingu fólkið til at rópa til HARRANS, eftir at lisið varð í lógbókini (Nehem. 9,4).
Kenanja(Umleið sami týdn.) Tvær ferðir umtalaður í 1. Krøn. 15; fyrst sum formaður levitanna, tá ið teir bóru ørkina. Hann skuldi læra teir at bera, tí hesum var hann kønur í, v. 22. So í v. 27 er sagt, at hann var formaður sangaranna, tá ið teir bóru.
Kenat(hebr. ogn.) Les 4. Mós. 32,1–2. Kenat var ein býur í Gilead, sum Noba, q.v., tók frá kána’anitum. Býurin varð so kallaður eftir Noba. Kenat er nú Kanawat, sum er berar toftir av ymiskum sløgum, alt sum tað er.
Kenaz(hebr. síða?) Sonur Elifaz, elsta son Esau. Hann var ættarhøvdingi í eini ætt í Arabia Petrea (1. Mós. 36,11–15; 1. Krøn. 1,36). Nøvnini í 1. Krøn. 1,53 og 1. Mós. 36,42 eru ikki persónsnøvn, men høvuðsbýir í ymiskum kongadømum.
   2. Kenizitur, t.e. sonur Kenaz. Les Josva 15,17.
   3. Sonur Ela, son Kaleb (1. Krøn. 4,15).
KenitarTiltiknir koparsmiðir. Teir hildu til í láglendinum Araba, har nógv var til av málmi í jørðini. Teir vóru ættaðir frá midjanitum og vóru kynstrigir í metalarbeiði. Teir búðu tíðliga í tíðini við útsynningsstrondina á Deyðahavinum í landssynning úr Hebron (Dóm. 1,16). Hobab, sonur Reuel, var kenitur. Hann var leiðvísari hjá fólki Ísraels um oyðimørkina (Dóm. 4,11). At teir vóru ferðandi fólk, sæst av, at teir eru staddir á mongun støðum. Í Arabaláglendinum, 4. Mós. 24,20–22; í Naftali, Dóm. 4,11; sunnarlaga í Juda, 1. Sám. 15,6; 27,10. Rekabitar, q.v., vóru eisini av teimum (1. Krøn. 2,55; Jer. 35,2–10). (M. F. Unger)
KenkreaEystari havnarbýur Korints. Verður enn kallaður Kenkrea, tó almenna navnið er Kikries, um 12 km frá Korint. Paulus sigldi einaferð haðani (Áp. 18,18). Í Rómbr. 16,1 nevnir hann eisini samkomuna har.
Keran(hebr. harpa, sameining.) Hin seinasti, ið nevndur er av fýra sonum Disjon, av ætt Se’irs horits (1. Mós. 36,26).
Keren-Happuk(hebr. ílát, horn til andlitssmyrsl.) Hin triðja, ið nevnd er av døtrum Jobs, sum hann fekk á seinnu døgum sínum (Job 42,14).
Kerijot(hebr. býlingar.) Ein av býum ættar judamanna, ytst við markið móti Edom í Suðurlandinum. Hetta kann vera staðið, sum navnið Iskariot er komið av. Eitur nú Kirbet el-Karyathein, um 8 km sunnan fyri Tell Ma’in.
   2. Býur í Móabslandi (Jer. 48,24; Amos 2,2). Navnið er nevnt á Móabitasteininum, q.v.
Keros(hebr. boygt, krókut.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu við Zerubbabel til Jerúsalems eftir útlegdina (Ezra 2,44; Nehem. 7,47).
Kerub(hebr. fangað.) Landslutur í láglendinum við Persaraflógvan. Teir nevndu, sum komu aftur haðani úr útlegdini, vóru ikki førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum – um teir vóru av Ísrael (Ezra 2,59; Nehem. 7,61).
Kerúbar(hebr. kerubim, gr. Keroubim.) Hetta orðið er nevnt fyrstu ferð í 1. Mós. 3,24: „Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ.“ Í hesum staðnum er ikki sagt frá útsjónd teirra. So eru teir aftur nevndir í 2. Mós. 25,18: „Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera av slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins … áfastar við náðistólin (q.v.) skalt tú gera kerúbarnar, hvønn á sín endan. Kerúbarnir skulu halda veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjala náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra skulu venda hvørt ímóti øðrum; niður ímóti náðistólinum skulu andlit kerúbanna venda.“ Her er sagt frá,, at teir hava andlit og veingir. Í Hebr. 9,5 eru teir kallaðir: „kerúbar dýrdarinnar.“ Kerúbar vóru vovnir inn í ella seymaðir á hitt innasta teppi tabernakulsins. Kerúbar vóru eisini vovnir inn í forhangið, sum var hongt framman fyri hitt alraheilagasta, har sáttmálaørkin stóð, við náðistólinum omaná, og kerúbunum. Kerúbarnir, sum Sálomo setti upp í hinum alraheilagasta, vóru úr oljuviði, klæddir við gulli. Teir vóru 10 alin høgir (1. Kong. 6,23 o.s.fr). Hvør vongurin var 5 alin langur. V. 27: „Kerúbarnar setti hann nú í hitt innara rúm hússins, og veingir kerúbanna vórðu breiddir út, soleiðis at annar vongurin á øðrum nam við bróstið øðrumegin, og annar vongurin á hinum kerúbinum nam við bróstið hinumegin, og mitt í húsinum numu veingir teirra hvør við annan.“ Kerúbar eru annars nevndir í 2. Sám. 22,11: „borin av kerúbum fleyg Hann.“ Sama í Sálm. 18,11. Lítið er sagt um, hvussu teir vóru skikkaðir, uttan hetta, at teir stóðu á fótum og høvdu andlit og veingir. Ezekiel profetur sigur frá, at hann sá livandi verur, og hvussu tær sóu út (Ezek. 1,4–14). Hann kallar tær ikki kerúbar, men „verur“. Grannafólk Ísraels nýttu standmyndir av slíkum verum til prýðis í templum og kongshøllum. Mangt av hesum er til skjals enn. Vanligt er, at tær hava andlit og veingir við leyvu- ella neytakroppi. Vit lesa í 1. Sám. 4,4: „… Sáttmálaørk HARRANS Guds herskaranna, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum.“ Opinb. 4,6. Við portrið í Eden vóru kerúbar, og vardu teir vegin til lívstræið. Falna menniskjan varð stongd úti frá urtagarðinum við lívstrænum. Á náðistólinum, loki arkarinnar, sótu tveir kerúbar av gulli við andlitinum vendum niður á lokið, har blóð av offurdjórunum var áslett. Í ørkini vóru steintalvurnar við boðunum, lógini og hørðu krøvum hennara, men oman á ørkini var lokið, sum innsiglað var við blóðinum. Tí kundi Harrin siga, at hann sá ikki órætt í fólki sínum.
      Á forhanginum framman fyri hitt alraheilagsta í templinum í Jerúsalem vóru kerúbar. Teir vístu á og mintu fólkið um, at leiðin inn í halgidómin enn var stongd fyri falnum menniskjum. Stongd var hon eisini til hin dagin, tá Jesus rópti við harðari rødd og gav upp andan. Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, úr erva niður ígjøgnum. Nú var leiðin til lívstræið opin aftur. Tí lesa vit í Hebr. 10,19–22: „Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin, sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold hansara – og við tað, at vit hava stóran prest yvir húsi Guds, so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni!“
Kesalon(hebr. álit, vón, harav: Góður vøkstur ella hervirki.) Bygd á norðurmarki Juda. Nú Kesla. Stór bygd 17 km vestan fyri Jerúsalem (Josva 15,10).
Kesarea(lat. keisarans.) Býur við Miðjarðarhavið við høvuðsvegin frá Týrus til Egyptalands, millum Joppe og Dore, um 100 km frá Jerúsalem. Í Áp. 8,40 stendur, at Filip kunngjørdi evangeliið í øllum býunum, inntil hann kom til Kesarea. Í kap. 9,29 lesa vit um Paulus, at hann vitnaði hugreystur í navni Harrans. Og hann tosaði við jødarnar, sum talaðu grikskt, og hevði orðadrátt við teir. Teir royndu tá at drepa hann; men tá ið brøðurnir fingu tað at vita, fóru teir til Kesarea við honum og sendu hann haðani til Tarsus. Í Áp. 10,1 lesa vit: „Í Kesarea var maður, sum æt Kornelius, høvuðsmaður fyri (í) herliðinum, ið kallaðist hitt italska.“ Tá Pætur var loystur úr fangahúsinum, og eingil Harrans hevði loyst hann og leitt hann út, læt Heródes leita eftir honum og fann hann ikki, varð illur og ivaleyst ógvuliga ræddur. Tá fór hann til Kesarea og varð verandi har (Áp. 12,19). Paulus vitjaði aftur Kesarea (Áp. 18,22; 21,8.16). Seinni sendi rómverski høvuðsmaðurin hann til Kesarea (Áp. 23,23.33), og so byrjaði ferðin til Róm.
Kesarea Filippi(lat. Kesarea Filips.) Býur norðarlaga í landinum, um 80 km frá Damaskus og um 48 km frá Týrus, tætt uppi undir Hermonsfjalli. Var fyrr kána’anitiskur halgidómur til ba’alsdýrkan. Ivaleyst hin sami, sum í Gamla Testamenti er nevndur Ba’al Hermon (Dóm. 3,3; 1. Krøn. 5,23). Grikkar kallaðu hann Paneas, tí mangt var har, sum minti um onnur støð, ið vóru vígd til at tilbiðja gudin Pan. Keisarin gav Heródesi hinum Stóra býin og landið uttanum. Hann vígdi tempul har til keisaran ár 20 f.Kr. Heródes Filip, q.v., vaks um býin og gav honum navnið Kesarea Filippi til eyðkenni frá Kesarea suðuri á strondini. Kesarea Filippi er norðasta staðið, sum sagt er frá, at Harrin og lærisveinar hansara vóru. Agrippa kongur gav býnum navnið Neronias, Nero keisara til heiðurs. Nú er har lítil bygd, Banias, sum man vera elsta navnið á staðnum. Har á staðnum springur ein av keldum Jordans upp, kallað Banjas.
Kesed(týdn. óvissur.) Sonur Nakor, bróður Ábraham, við Milku (1. Mós. 22,20).
Kesil(hebr. feitur, førur, tápuligur?) Býur sunnarlaga í Juda (Josva 15,30). Í Josva 19,4 kallaður Betul. Í Sám. 30,27 kallaður Betel.
KesitaPeningur (1. Mós. 33,18–19; Job 42,11). Vekt og virði er nú ókent.
Kesullot(hebr. lendar, fiti.) Býur í ætt Issakars. Er nú ein bygd nær við Nazaret, kallað Iksal (Josva 19,18).
Ketura(hebr. góður angi.) Hjákona Ábrahams (1. Mós. 25,1). Við henni átti hann 6, synir. Í v. 5 er sagt: „Ísaki gav Ábraham alt tað, ið hann átti,“, og í v. 6: „Men sonunum, ið Ábraham átti við hjákonum sínum, teimum gav hann gávur og læt teir, meðan hann enn livdi sjálvur, flyta burtur frá Ísaki, syni sínum, eystureftir til Eysturlands.“
Kezia(angandi kryddurt, eitt slag av kaneli, men við ramari anga. Sama sum kassia í Sálm. 45,9.) Ein av døtrum Jobs aftan á royndartíð hansara (Job. 42,14).
Kezib(hebr. óálítandi.) Býur, har Juda var staddur, tá Sela, triði sonur hansara, varð føddur (1. Mós. 38,5).
KezizBýur í ætt Benjamins (Josva 18,21). Kallaður Emek-Keziz. Nú Wady el Kaziz, við vegin úr Jerúsalem til Jeriko.
Kibrot-Hatta’ava(hebr. marglætisgravir.) Til at skilja hetta eiga vit at lesa 4. Mós. 11,1–35. Staðið ætlast at hava verið í landnyrðing úr fjallinum Sinai, um 42 km frá.
Kibzajim(hebr. tvær rúgvur. Veruliga dupultrúgva.) Býur í ætt Efra’ims. Lagdur til levitarnar av húsi Kahats (Josva 21,22). Hvar staðið var, er ikki heilt vist.
Kidon(hebr. vápn.) Vit lesa í 1. Krøn. 13,1–14 um, tá ørkin varð flutt inn í hús Obed-Edoms. Í v. 9 lesa vit: „Táið tey nú komu til treskipláss Kidons (í 2. Sám. 6,6 kallað Nakons), rætti Uzza út hondina at taka í ørkina, tí teir fingu ikki stýrt oksunum. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Uzza, og Hann sló hann, aftur fyri at hann hevði rætt út hondina móti ørkini, so hann doyði har fyri ásjón Guds.“ Tí er staðið kallað „Perez-Uzza“ Brot Uzzas.
Kidron1. Kong. 2,37. Sama sum Kedron, q.v.
Kilab(hebr. faðirinum líkur ella faðir heldur aftur.) Annar sonur Dávids við Abigail, einkjuni eftir karmelitin Nabal (2. Sám. 3,3). Í 1. Krøn. 3,1 er hann nevndur við navninum Dániel.
KilikiaLandspartur á landsynningsstrond Lítla Asia. Høvuðsstaðurin var Tarsus, sum var føðistað Paulusar ápostuls. Rómverskt hjáland um ár 67. Jødarnir í Kilikia høvdu sýnagogu í Jerúsalem (Áps. 6,9). Rabbinar skuldu duga okkurt handverk. Paulus gjørdi tjøld (Áp. 18,3). Tilfarið til dúkin kom úr Kilikia, tað var geitaull.
Kiljon(hebr. mistrivni.) Yngri sonur Elimelek og No’omi og maður Orpu. Hann doyði barnleysur í Móabslandi (Rutt 1,2.5; 4,9).
Kilmad(týdn. óvissur.) Stað, sum bert er nevnt í Ezekiel 27,23. Millum tey, sum handlaðu við Týrus. Hvat stað, ið meint er við, er ikki lætt at siga við vissu.
Kimham(tærandi, longsil.) Tænari Barzillais gileadits (2. Sám. 19). (Josefus sigur, hann var sonur hansara.) Tá Dávid fór heim aftur eftir uppreistur Absaloms, fór Barzillai úr Rogelim við konginum at fylgja honum at Jordan. Hann var ríkur maður og hevði sæð konginum til góða við mati og drekka, meðan kongur var í Mahanajim. Nú vildi Dávid hava hann við til Jerúsalems, men hann helt seg vera ov gamlan til at fara: „Men, segði hann, „her er tænari mín Kimham, lat hann fara við harra mínum konginum.“ V. 37. Dávid man hava givið honum ogn í ella við Betlehem, tí Jeremias nevnir stað, sum ivaleyst er uppkallað eftir honum. Jer. 41,17: „Og teir hildu avstað; men í Kimhamsherbergi við Betlehem gjørdu teir steðg.“ Lukas sigur frá í kap. 2,7, har hann talar um føðing Krists, at ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum (í Betlehem). Hetta hendi um túsund ár seinni, men kann fyri tað hava verið framhald av Kimhams.
Kina(hebr. sorgarsongur.) Býur ytst við markið móti Edom (Josva 15,22).
Kinneret(hebr. harpa.) Víggirdur býur í ætt Naftali. Nevndur bert í Josva 11,2. Annars ikki nevndur í Bíbliuni, men Hieronimus (345–420) sigur, at hann var hin sami, sum seinni varð kallaður Tiberias. Á tempulvegginum í Karnak (býur við Nilánna) hevur kongurin Tutmose III um 1475 f.Kr. latið skriva lista yvir kána’anitiskar býir, sum stóðu undir honum. Har ímillum er Kinneret.
Kinneretsvatn4. Mós. 34,11; Josva 13,27. Av støðum sum Josva 11,2 og 12,3 síggja vit, at tað er hitt sama sum í Nýggja Testamenti er kallað Genezaretsvatn, q.v.
Kios(gr. kavi?) Oyggj við Grikkaland, um 8 km úr strondini. Paulus nevnir hana í Áps. 20,15. Hon er 51 km long og 29 km breið.
Kir(hebr. víggirt.) Stað, sum vit lesa um í 2. Kong. 16,9; Amos 1,5; 9,7. Staðið tykist at hava ligið við ánna Kur (Kuros), sum rennur oman úr Armenia.
Kir-Hareset(hebr. býur við tigulsteinsmúrum. Í Es. 16,11 stavað Kir-Heres. Í Es. 15,1 kallaður Kir-Móab.) Sterkur víggirdur staður í Móab. Nú kallaður Kerak, um 15 km eystan fyri sunnara enda Deyðahavs. Um bardagan millum Jóram í Ísrael og Mesa kong í Móab lesa vit í 2. Kong. 3,24–27.
Kir HeresSami býur sum Kir-Hareset (Es. 16,11). Samanborið við hetta tykist, at Kir-Hareset var uppafturbygdur fyri Esaiasar tíð.
Kirjat(hebr. býur.) Býur í ætt Benjamins (Josva 18,28).
Kirjatajim(hebr. dupultbýur.) Ein av griðstøðunum. Lá í ætt Naftali. Í Josva 21,32 kallaður Kartan. Ógvuliga gamal býur eystan fyri Jordan. Móabitar róku emitar (1. Mós. 14,5; Les 5. Mós. 2,9–11). So høvdu amoritar býin, til Ísrael tók hann frá teimum og løgdu hann til ætt Rubens (4. Mós. 32,37). Summir halda, staðið hevur verið, har toftirnar av El Kureiyat eru nú, millum Madeba og Dibon.
Kirjat-Arba(hebr. býur Arbas.) Býur í Judafjøllum, kallaður eftir Arba anakiti (Josva 14,15 og 15,54). Hann er betur kendur við navninum Hebron.
Kirjat-Arim(hebr. skógarbýur.) Ezra 2,25. Navnið er stytting av Kirjat-Jearim, q.v.
Kirjat-Ba’al(Josva 15,60). Annað navn fyri Kirjat-Jearim, q.v.
Kirjat-Huzot(hebr. gøtubýur.) Býur í Móab (4. Mós. 22,39): „Bileam fór so við Balak, og teir komu til Kirjat-Huzot.“ Staðið var nær við Bamot-Ba’al. Bamot, q.v.
Kirjat-Jearim(hebr. skógarbýur.) Ein av býum gibeonita, sum varð lagdur til ætt Juda, men seinni til Benjamin. Hann er kallaður Ba’ala í Josva 15,9 og í 15,60 Kirjat-Ba’al. Lá við vesturmark Benjamins.
Kirjat-Sanna(hebr. kenslubýur. Er eisini kallaður Kirjat-Sefert, t.e. bókabýur.) Staðið verður nú kallað Tell Beit Mirsim, um 21 km í útsynning úr Hebron. Staðið varð útgrivið og kannað ár 1924 og úteftir. Har vórðu funnin løg, sum siga frá, at bygt hevur verið har frá um ár 2200 f.Kr. Múrveggir eru funnir, sum siga frá kána’anitiskari, egyptiskari, Hyksos- og hebraiskari bygging. Hetta hevur økt nógv um vitanina um handverk hebrearanna, serliga um íløt, bygging og liting.
Kirjat-Sefer(hebr. bókabýur.) Annað navn fyri Kirjat-Sanna (Josva 15,15).
Kir-Móab(hebr. skansi í Móab.) Víggirdur staður í Móab (Es. 15,1). Óivað hin sami sum Kir-Hareset, q.v.
Kis[Kisj] (hebr. bogi, styrki.) Faðir Saul, ið var fyrsti kongur Ísraels (1. Sám. 9,3; 10,11.21; 14,51; 1. Krøn. 9,39; 12,1; 26,28). Hann var sonarsonur Abiel (1. Sám. 9,1). Í Gamla Testamenti er vanligt, at eftirkomari av kallkyninum verður nevndur „sonur“. Um Kis er sagt, at hann var múgvandi maður í ætt Benjamins. Annars er lítið sagt um hann uttan hetta í 1. Sám. 9,3, at hann sendi Saul, son sín, at leita eftir nøkrum eslum, sum hann saknaði, og at hann varð grivin í Zela í Benjaminslandi. Hetta var um ár 1025.
   2. Triði sonur Jehiel í Gibeon við Ma’aku. Hann var av ætt Benjamins og búði í Jerúsalem (1. Krøn. 8,30).
   3. 1. Krøn. 23,21: „Synir Merari vóru Mali og Musji. Synir Mali vóru Eleazer og Kis.“ V. 22: „Eleazar læt ongar synir eftir seg, táið hann doyði, bert døtur, og teimum giftust frændur teirra, synir Kis, við.“
   4. Levitur, sonur Abdi, av húsi Meraris. Hann var ein teirra, ið hjálpti til, tá Ezekias reinsaði hús HARRANS. Ár 719 f.Kr. 2. Krøn. 29,12.
   5. Benjaminitur. Langabbi Mordokai, q.v. Ester 2,5.
   6. Fyrndarbýur í Suðurmesopotamia, um 12 km eystan fyri Bábylon. Útgrivnar borgir, tempul, veitir og tempultorn, kallað Ziggurat, siga frá søgu Bábylons og lívinum har, áðrenn dagar Ábrahams í Ur. Sargon I, um ár 2380 f.Kr., var ættaður úr Kis, Hammurabi, um ár 1700 f.Kr., gjørdi hann til vakran bý. (M. F. Unger.)
Kisi[Kisji] (hebr. bogi ella styrki HARRANS.) 1. Krøn. 6,44. Annað navn fyri Kusaja [Kusjaja], q.v.
Kison[Kisjon] (hebr. krókutur.) Á, sum sprettir upp um Tabor og Gilboa, rennur um slættan við Jisre’el og fer í havið norðan fyri Karmelsfjall. Í regntíðini floymir hon út yvir slættan og ger hann til mýru. Er í Dóm. 5,19 kallað: „vøtnini í Megiddo“. Verður nú kallað Nahr el Mukatta, t.e. drápsløkur. Les 1. Kong. 18,40: „Takið profetar Ba’als, latið ikki ein teirra sleppa. Og teir tóku teir, og Elias fór við teimum oman at Kisonsløki og læt teir drepa har.“ Vit lesa í Dóm. 5,20–21, at tað var Kisonsvøtn, sum gjørdu av við Sisera og her hansara. Les í sambandi við hetta Dóm. 4,1–24.
Kislev(hebr. Kislev úr akkadiskum kislimu.) Navnið á triðja mánaði í vanliga árinum og nýggjunda mánaði í átrúnarliga árinum eftir útlegdina í Bábel (Nehem. 1,1; Zak. 7,1).
Kislon(hebr. álit, vón.) Faðir Elidad av ætt Benjamins, sum var ein teirra, ið valdir vórðu til at skifta landið millum fólk Ísraels (4. Mós. 34,21).
Kislot-Tabor(hebr. lendar ella síður Tabors.) Stað, nærindis fjallinum Tabor (Josva 19,12). Kann vera, at tað er sama staðið, sum í v. 18 er stavað Kesullot.
Kitlis(hebr. sundurskiljing.) Býur í láglendi Juda. Júst hvar, ber ikki til at siga (Josva 15,40).
Kitron(hebr. stytt. lítið.) Býur í Zebulon, Dóm. 1,30: „Zebulon rak ikki burt teir, sum búðu í Kitron.“ Kanska er hann hin sami sum Kattat í Josva 19,15. Onkur heldur, hann hevur verið núverandi Tell el-Far, um 12 km í landsynning úr Haifa.
Kittim4. Mós. 24,24; Ezek. 27,6. Navn við týdningi, umleið sum tá vit her siga „Í Eysturlondum“, uttan at meina við nakað serstakt land. Navnið tykist vera nýtt um lond og oyggjar við Miðjarðarhavið. Søguskrivarin Josefus sigur soleiðis: „Ketimus átti landið Kittima, ið nú er kallað Kyprus.“ Grikkar nýttu navnið um býin Kitium, sum var fønikiskt hjáland á suðurstrondini, meðan hebrearar nevndu allar oyggjarnar og strondina Kittims.
KlaudaÁp. 27,16: „Vit komu tá inn undir lítla oyggj, ið æt Klauda, og tað var við neyð, vit fingu bjargað bátinum.“ Henda oyggin er 67 km² til støddar. Nú kallað Gozo.
KlaudiaKristin kvinna í Róm, sum letur heilsa Timoteusi (2. Tim. 4,21).
KlaudiusÁps. 11,28. Rómverskt ættarnavn og navn á fleiri keisarum. Hesin her nevndi keisari rómverja frá ári 41 til 54. Hann var føddur í Lyon ár 10 f.Kr., sonur Drusus. Hann var ikki hildin at vera vitigur, so hann fekk einki veruligt starv, fyrr enn Kaligula kom til ræðið. Tá Kaligula var myrdur, gjørdust Klaudius keisari. Tó hann bert hevði fingist við at lesa og skriva, mest søgu og tílíkt, gjørdist hann góður ríkisstjóri; gjørdi mangt til frama fyri land og fólk, men var ikki heppin í heimalívinum. Fjórða kona hansara, Agrippina, átti sonin Nero í fyrru giftu síni. Hon var ráðarík og samvitskuleys. Hon vildi hava Klaudius at tilnevna Nero til eftirmann sín. Hon fekk hann til at ættleiða Nero og gav so manni sínum eitur, og so varð Nero keisari. Klaudius varð umtalaður sum góður keisari, sigur søgan. Á hansara døgum var einaferð hungur í Sýria og Palestina (Áps. 11,28). Tá jødarnir í Róm gjørdu uppreistur, gav hann tað boð, at allir jødar skuldu fara úr Róm. Tá komu Akvila og Priskilla til Korint (Áps. 18,2).
Klaudius-LýsiasRómverski herhøvdingi í Jerúsalem, sum bjargaði Paulusi undan vreiði jødanna. Les. Áp. 22,23–30; 23,17–30; 24,1–27.
   2. Herhøvdingi hjá Antiokus Epifanes. Nevndur í Makkabearabókini 3,32–17. Navnið Lýsias er grikst og merkir: „Sum kann loysa.“
Klemens(Miskunnsamur.) Kristin maður í Filippi, sum Paulus letur heilsa saman við øðrum, sum hava arbeitt saman við honum, tey, hvørs, nøvn standa í bók lívsins (Fil. 4,3).
Kleopas(gr. kendur faðir. Stytting av Kleopatros.) Annar teirra, ið fylgdust við Jesusi til Emmaus eftir uppreisn hansara (Luk. 24,18).
Kloe(gr. vøkstur, planta.) 1. Kor. 1,11: „Tí mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at stríð er tykkara millum.“ Kloe var gr. kvinnunavn. Hvør hon annars var, er óvist.
Klopas(týdn. sami sum Kleopas. Kann eisini vera grikst snið av Alfeus (Jóh. 19,25): „Við kross Jesusar stóðu móðir Hansara og systir móður Hansara, Maria, kona Klopas (Maria Klopasar) og Maria Magdalena.“
KlæðiFyrsta, ið sagt er frá um at lata seg í, er, at tey (Ádam og Eva) seymaðu fikubløð saman (1. Mós. 3,7). So lesa vit um, at Gud HARRIN gjørdi teimum klæði úr skinni og klæddi tey við teimum (3,21). Skinnklæði hava verið nýtt seinni í tíðini eisini og tykjast at hava verið búni profetanna (Zak. 13,4 t.d. Samanber Matt. 7,15). Kápur av seyðaskinni eru enn vanligar í Eysturlondum. At veva klæði úr hári kendu hebrearar tíðliga í tíðini (2. Mós. 26,7; 35,6). Um Jóhannes doypara er sagt í Matt. 3,4: „Hesin Jóhannes hevði klæði av kamelull og leðurbelti um lendarnar.“ Ull var tíðliga í nýtslu. Hirðafólkið hevði hesi stóru fylgini eisini fyri ullina, 1. Mós. 38,12, sum nýtt varð til yvirklæði. Lín var ivaleyst nýtt frá elstu tíðum til undirklæði (3. Mós. 13,47; 5. Mós. 22,11). Silki tykist ikki vera nevnt fyrr enn í Ez. 16,10.13. Hvítt var liturin, ið mest varð nýttur til undirklæði, og purpur (korkalitur) til hitt ullinta. Búni kvinnu og mans líktust ivaleyst hvørjum øðrum, men til bar at kenna teir at, tí lóg HARRANS sigur greitt um hetta: 5. Mós. 22,5: „Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.“ Klæðini broyttust, sum tíðin leið, frá einføldum lendaklæði til brøkur og kápu, eftir tørvi og veðurlagi. Dagligu pløggini hjá tí vanliga fólkinum var stúka næst kroppinum, hon rakk niður á knøini og hevði langar ella stuttar ermar. Hon var opin nakað niður á bringuna. Var tá belti um miðjuna og stúkan tikin eitt sindur upp við beltinum, var ein stórur lummi við bróstið, har mangt og hvat kundi berast í, sum t.d. illa komin smálomb (Es. 40,11). Vildi ein vera lættari til okkurt arbeiði ella at ganga langt, varð stúkan tikin upp um beltið. Tá so sagt varð: „Gyrð lendar tínar“, er hetta tað sama sum „ver til reiðar“ (Jer. 1,17; Luk. 12,35; Ef. 6,14; 1. Pæt. 1,13). Gekk onkur í berari stúku, varð tað kallað „at ganga nakin“ (1. Sám. 19,24; 2. Sám. 6,20; Es. 20,2; Job 24,10). Her hjá okkum varð tað kallað „at ganga hvíttklæddur“. Við tíðini varð hetta plaggið gjørt úr líni ella bummull, hvítt ella litað. Beltið kundi vera úr leðri, men eisini úr øðrum slag. Tey vóru gjørd við lummum í til pening og annað (Matt. 10,9). Uttanáklæði vóru tjúkkari. Tað var um 4 metrar langt og um 2 metrar breitt, varð lagt um vinstru øksl, tikið um kroppin og samanfest á høgru øksl og undir høgra armi við spenni ella krókum.
      So bar eisini til at knýta hornini saman. Hetta var gott plagg, sum vardi móti kulda og regni. Um náttina varð tað nýtt til at breiða oman yvir seg. Umtalað í lógini (2. Mós. 22,26–27). Kundi eisini nýtast til at bera í (Rutt 3,15). Tá tey arbeiddu úti ella skuldu skunda sær, lótu tey seg úr hesum kappanum (Matt. 24,18; Mark. 10,50). Á kappahorninum vóru litaðir duskar, sum skuldu minna tey á orð og boð Harrans (4. Mós. 15,38). Rík fólk gjørdu nógv av at hava nógv og góð klæði, og kongar høvdu fólk til at passa klædnakamarið (2. Kong. 10,22). Kvinnuklæðini vóru so at siga vorðin sum mansklæðini, lítil annar munur enn tað, at tey vóru meiri prýdd við ymsum skreyti. Sum tíðin leið, letur til, at meiri er gjørt av tí (Es. 3,16; Ezek. 16,10; Es. 3,18; 19.20.21.22 og 23). Fótbúni: sandalir, q.v.
Knidus(gr. ivasamur týdningur.) Havn á hálvoynni Knida í útsynningshorninum á Lítla Asia (Áp. 27,7).
Koa(hebr. stytting, skerjing.) Ein av grannatjóðum kaldearanna (Ezek. 23,23).
KolFleiri orð eru, sum kunnu umsetast til kol og tílíkt:
   1. geakelet, 3. Mós. 16,12: gløður. Í 2. Sám. 14,7 er tað umsett til „neista“ í týdningi „lítil brandur“. Í 2. Sám. 22,9: gløður og 22,13: eldsgløður. Í Sálm. 18,9: gløður, 18,13 eldsgløður, 120,4: gývilsgløður og í 140,11: kolgløður. So er tað umsett til gløður ella kolgløður í 7 støðum (Orðt. 6,28; 25,22; Es. 44,19; Es. 47,14. Ezek. 1,13; Ezek. 10,2; 24,11).
   2. Pekum: Kanska trækol. Umsett í Orðt. 26,21 til: Kol. Es. 44,12: Koleldur, sama í Es. 54,16: Koleldur.
   3. Resheph: gløðandi steinur. Hás. 8,6: eldsgløður. Habak. 3,5: sótt, Før. aut.: drepsótt. Her hugsast um brennandi sótt.
   4. Sjekar: svart. Ums. Sorgars. 4,8: „Myrkari enn svart.“
   5. Antrax: gr. Róm. 12,20: Gløðandi kol.
   6. Antrakia: gr. kol, sum logar. Jóh. 18,18: „koleldur.“
   7. Retseph: heitur steinur, sum í 1. Kong. 19,6.
   8. Ritspa: gløðandi steinur. Ums. til: Es. 6,6: „glóð.“
Kolaja(hebr. rødd HARRANS.) Benjaminsmaður, sum var ættaður frá Sallu, sum búði í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel (Nehem. 11,7).
   2. Faðir ein Akab, sum var ein teirra, ið profeteraðu lygn fyri fólkinum í navni HARRANS, og Jeremias talaði harðliga ímóti. Um ár 626 f.Kr. (Jer. 29,21).
Kol-Hoze(hebr. altsíggjandi.) Ein av eftirkomarum Juda, sonur Hazaja og faðir ein Baruk (Nehem. 11,5). Hann átti son, sum æt Sjallum, hann vældi um kelduportur (Nehem. 3,15).
Kolosse(gr. Kolossai.) Býur í Frýgia, sum lá í landspartinum Asia. Á staðnum er nú býur, kallaður Konas, um 20 km í landnyrðing úr Laodikea, við ánna Lykus, við mannavegin úr Efesus til Mesopotamia.
KolossebræviðSkrivað ár 62 ella 64 úr Róm, har Paulus var fangi.
   Í fangatilhaldi sínum í Róm fær Paulus frá Epafrasi, sum helst mundi hava stovnað samkomuna í Kolosse, og sum virkaði har í orðinum, at vita, at ranglæra var komin upp ímillum hesi annars heilnomu trúgvandi. Ranglæran var í tveimum greinum: Lóglæra, sum prædikaði: „Tak ikki, smakka ikki, nem ikki“, og so ein læra, ið minkaði um Kristi virði og hátign og setti Hann við síðuna av mongum millummonnum millum Gud og menniskju.
   A. Viðvíkjandi læru:
   1. Takksemi fyri kolossemenn, 1,1–8.
   2. Bøn teirra vegna, 1,9–14.
   3. Kristi Guddómur, dýrd og ónemandi fyrstirættur, 1,15–2,3.
   B. Viðvíkjandi atferð:
   1. Ávaring móti ranglæru og falli, 2,4–23.
   2. Felagsskapur við Kristus og ávøksturin av honum, 3,1–17.
   3. Leiðbeining viðvíkjandi lívi og veru, 3,18–4,6.
   4. Heilsan til kolossemenn, 4,7–18.
      Efesusbrævið talar um samkomuna sum likam Kristusar, Kolossebrævið talar um Kristus sum høvur samkomunnar, og inn ímillum stendur Filippibrævið, ið talar um einleikan millum øll hini heiløgu í hvørji samkomu.
Konanja(hebr. HARRIN hevur sett.) Levitur, sum hevði umsjón yvir tí, sum fólkið kom við av frumgróðrinum, tíggjundini og halgigávunum (2. Krøn. 31,11.12).
   2. Ein av levitahøvdingunum á døgum Josiasar (2. Krøn. 35,9).
KongabøkurnarUpprunaliga ein bók, seinni býtt sundur í tvær. Tær eru framhald av Sámuelsbókunum og siga frá søgu Ísraels frá seinastu døgum Dávids, til Judaríki fall ár 586, eitt tíðarskeið um 400 ár. Hann, ið skrivaði kongabøkurnar, vísir til aðra skrivaða søgu „Kongakrøniku Ísraels“, t.d. 2. Kong. 1,18. Tann bókin er ikki kend nú.
Kongur(hebr. og áram. Melek, t.e. hann, sum ræður, gr. basileus.) Sjálvt um hugsanin um kong mundi vera at kalla tann sama sum í dag, talar Gamla Testamenti um hetta í ógvuliga víðum týdningi. Har talast um kong Egyptalands, Bábels, Persia og eisini um kongin í Sodoma, Gomorra, Adma, Zebojim og Zoar (1. Mós. 14,2). Tey fyrst nevndu vóru tiltikin heimsríki, meðan hesi 5 her nevndu vóru býir, stutt frá hvørjum øðrum, so teir hava verið smákongar yvir lítlum øki. Veruligi kongur Ísraels var J H V H, sum vit í umseting lesa HARRIN. 1. Sám. 8,7; tí var Sámuel seinur til at gera, sum fólkið bað hann, at velja teimum kong. Tá tey so kortini fingu kong, var hann í teirra eygum bert umboðsmaður HARRANS. Tá sagt er um hann, at hann var góður ella ringur kongur, er tað í mun til, sum hann gekk ella virkaði á leiðum HARRANS. Kongarnir í Juda vóru allir, uttan í makkabearatíðini, av ætt Dávids. Hann var meir enn nakar annar hetjukongur teirra. Tá fólkið bað Sámuel um kong, var tað tí, sum tey søgdu: „Sum allar aðrar tjóðir hava.“ Teir royndu eisini, tá kongadømið var vorðið sterkt, at gera sum aðrir kongar, at savna ríkidømi uttan um seg, eins og kongar í stórum heimsveldum vóru vanir.
KonjaJer. 22,24. Hin sami sum Jekonja, q.v.
KoparMetal ella málm máttu ísraelsmenn flyta inn aðrastaðni frá. Land teirra hevði lítið av slíkum, men í grannalondum treyt ikki. Jarn og kopar fingu tey úr Libanon frá fønikiarum. Longu í 1. Mós. 4,22 verður talað um at smíða kopar og jarn. Í Gamla Testamenti lesa vit, at teir vóru vanir við at smíða úr kopari. Teir nýttu tað til vápn, veltingaramboð, búnýti og skartgripir. Í 2. Mós. 38,8 eru nevnd spegl av kopari. Teir nýttu tað eisini til lás og leikindi á hurðar. Størri lutir vórðu stoyptir.
      Til tempul Sálomos varð nýtt mongd av kopari. Koparsmiðir fingu tað úr Týrus. Les alt um hetta í 1. Kong. 7,13–47. Søgumenn siga frá, at á Sinai hálvoynni vóru og eru enn koparnám. Í frásøgnunum um ferð Ísraels um oyðimørkina eru nevnd ymisk sløg av metali, t.d. gull, silvur og kopar.
      Í Nýggja Testamenti verða nevnd smápeningar av kopari, t.d. í Mark. 6,8; Luk. 12,59; Matt. 5,26; Mark. 12,42.
      Í 1. Sám. 17 lesa vit um Goliat, at hann hevði koparhjálm á høvdinum, og at hann var í ringbrynju, sum 5000 seklar av kopari vóru í: „Hann hevði koparspengur á beinunum.“ Søgur siga okkum, at grikskir hermenn nýttu skinnarar ella spengur av kopari upp eftir langlegginum frammanfyri.
Koparormurin4. Mós. 21,4: „So fóru tey avstað frá Horsfjalli og tóku leiðina at Reyðahavi fyri at vera uttan fyri Edomsland. Á vegnum varð fólkið ótolið, tey talaðu móti Gudi og Mósesi og søgdu: Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, táið vit skulu doyggja her í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og henda vánaliga føði býður okkum ímóti! Tá sendi HARRIN eiturormar millum fólkið, og teir bitu fólkið, so ein mongd doyði av Ísrael. Fólkið kom nú til Móses og segði: Vit hava syndað, tí vit hava talað móti HARRANUM og móti tær; bið til HARRAN, at hann tekur ormarnar frá okkum! – Og Móses bað fyri fólkinum. Tá segði HARRIN við Móses: Ger tær orm og set hann á stong – so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva! Móses gjørdi tá koparorm og setti hann á stong; táið nú ormur hevði bitið onkun, og hann hugdi á koparormin, so doyði hann ikki.“
      Í Jóh. ev. kap. 3 lesa vit, at Harrin Jesus nýtti søguna um ormin í oyðimørkini til fyrimynd og segði: „Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.“ Koparormurin, ið Móses gjørdi, var til líka til dagar Ezekiasar kongs. Fólkið brendi roykilsi fyri honum, gjørdi hann til avgud. Einki her í heiminum eigur at vera tilbiðið. „HARRAN Gud tín skalt tú óttast, Hann skalt tú dýrka.“ 5. Mós. 6,13. Ezekias kongur toldi ikki, at fólkið dýrkaði Nehusjitan, t.e. koparpetti. Hann tók tí og soraði hann sundur.
KorMál til flótandi vøru. Sama sum Homer, 364,4 ltr.
Kora(hebr. skallutur.) Sonur Esau (1. Mós. 36,5.14.18; 1. Krøn. 1,35).
   2. Ein av høvdingunum í Edomslandi, sum vóru ættaðir frá Elifaz (1. Mós. 36,16).
   3. Sonur Jizhar, son Kahat, son Levi. Ein maður, sum fekk ein flokk við sær. Les um syndarliga úrslitið av hesum í 4. Mós. 16,1–50. Uppreistrarandi, sum førdi vanæru yvir samkomu Guds og kostaði 14 700 fólkum lívið. Eftirkomarar hansara vóru „Synir Kora“, tiltiknu sangararnir, sum eisini standa sum yvirskrift til sálmarnar: 42,44–49,84,85,87 og 88.
Koral(hebr. rama.) Orð, sum tvær ferðir er nevnt í Gamla Testamenti, Job 28,18 og Ezekiel 27,16, og báðar ferðir í fleirtali „koralir“. Hetta vóru skeljadýr, ið nógv vóru eftirspurd heilt frá gomlum døgum. Skeljarnar vóru vakrar og nýttar til skreytlutir. Reyðar skeljar vóru nógvar á strond Reyðahavs og svartar við Persaraflógvan.
KorazinBýur við Genezaretsvatnið, sum Jesus talaði revsandi yvir. Har eru nú bert toftirnar eftir, nakað norðan fyri Kapernaum (Matt. 11,21; Luk. 10,13).
Korban(gr. av hebr. qorban.) Orð, sum stendur í ymsum støðum í Gamla Testamenti: 3. Mós. 2,1: offur; 4. Mós. 7,3: offurgáva; Ezek. 20,28: offurgávur; Ezek. 40,43: offurkjøtið. Í Mark. 7,11 sigur Harrin Jesus, tá hann talar við fariseararnar: „Men tit siga: Táið maður sigur við faðir ella móður: Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, skal vera korban, (tað er tempulgáva) – tá geva tit honum ikki longur loyvi at gera nakað fyri faðir ella móður.“
Kore(hebr. sum rópar ella lesur.) Sonur Ebjasaf korait av teimum, ið høvdu sum tænastuarbeiði at vera vaktarar við gáttir tjaldsins (1. Krøn. 9,19).
   2. Levitur, sonur Jimna, „duravaktarin fyri eystan, hevði umsjón yvir hinum sjálvkravdu gávum, ið latnar vórðu til Gud, og skuldi býta út offurgávur HARRANS og hinar háheiløgu gávur“ (2. Krøn. 31,14).
KorintØldir fyri Kr. var Korint størsti og mætasti býur Grikkalands. Menn meta um stødd hansara í gomlum døgum og halda, at íbúgvararnir vóru um 750.000. Býurin lá væl fyri, nær við eiðið, sum bindur saman hálvoynna Peloponnes við landið. Hann hevði tríggjar havnabýir, Lekeon vestanfyri, Kenkrea og Skoinos eystanfyri, so har var opin leið út á havið báðumegin frá. Aristides (530–468 f.Kr.) sigur um Korint, at hann lá á vegnum hjá øllum fólkum, hvar tey so ætlaðu sær. Rómverjar tóku Korint ár 146 f.Kr. og løgdu hann slættan, men ár 45 f.Kr. bygdi Cæsar aftur á toftirnar. Nýggja Korint gjørdist skjótt stórstaður og miðdepil har á leið og høvuðsstaður hjá landinum Akaia, q.v., sum tá var stórur partur av Grikkalandi. Hinir rómversku varakonslarnir hildu til har. Fólkið var blandað, meginparturin grikkar, men eisini rómverjar og eysturlendingar. Jødar vóru nógvir, og teir høvdu sýnagogu har (Áps. 18,4).
      Býurin var miðdepil fyri list og aðra mentan og eisini fyri heidnan átrúnað. Har vóru grikskir, egyptiskir, rómverskir og semitiskir halgidómar. Tiltikið var Afroditutemplið, har dýrkanin henni til heiðurs var siðloysi. Annars stóð so til í býnum, at hann gjørdist orðtak. Livdi ein siðleyst lív, var sagt, at hann livdi korintiskt. Døpru myndina, Paulus gevur okkum um spilluna, ið stendst av ikki at æra Gud sum Gud, í Róm. 1,18–32, hevur hann skrivað í Korint. Paulus kom til Korint úr Aten ár 53 e.Kr. og steðgaði í 18 mánaðir. Les um hetta í Áps. 18. Eini tvey ár eftir hetta kom hann aftur og steðgaði í tríggjar mánaðir. Einaferð hevði hann vitjað hagar ímillum hesar ferðirnar, tað sæst av 2. Kor. (12,14 og 13,1). Úr Korint skrivaði Paulus Tessalonikabrøvini, Rómbrævið og hugsandi eisini Galatiabrævið.
      Korintbræv, fyrra: Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint.
   Loysnarorð: 1,2.
   Boðskapur: Kristus er Harri okkara.
   Skrivað í Efesus ár 59 móti enda 3 ára tilhaldi ápostulsins har.
      Samkomuna í Korint hevði Paulus stovnað, flestu limirnir av lægra fólkinum, men við errinskapi grikkans av mentan og heimspeki. Avvik og flokkadráttur. Paulus hevur frætt um hetta skilið og hevur fingið fyrispurningar frá samkomuni um ymisk mál. Brævið fellur tí í hesar partar:
   Inngangur, 1,1–9.
   Paulus átalar:
   1. Óskil í samkomuni: flokkadrátt, heimsins vísdóm, 1,10–4,21. 2. Avvik og kulda: synd og bróðurstríð (5,6–8).
   Leggur eftir áheitan ráð viðvíkjandi:
   1. Persónligum spurningum: giftu, samlívi, skilnaði, um at eta kjøt av avgudaofrum, mati og drekka o.ø. 6,9–kap. 10.
   2. Samkomuspurningum: kvinnuatburði, Harrans borði, andaligum gávum, kærleika, uppreisnini, innsavnan, kap. 11–16,4.
      Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint.
   Loysnarorð: Troyst, tænasta.
   Boðskapur: Viðvíðkjandi troyst og tænastu.
   Skrivað: Helst ár 60. Kanska eru bæði Korintbrøvini skrivað ár 57 í Makedonia, møguliga Filippi. Titus og ein annar høvdu tað við til Korint. Millum fyrra og seinna bræv til samkomuna í Korint fer røringur í Efesus fram. Paulus fer til Troas, har hann væntar at møta Titusi og frætta, hvussu við veit í Korint, eftir at teir hava fingið fyrra bræv hansara, men Titus kemur ikki, og Paulus heldur fram til Makedonia, helst við meini av hini ringu viðferðini í Asia. So kemur Titus, og tíðindini, hann hevur, bæði gleða Paulus og gera hann tungan.
      So skrivar hann hetta bræv, og skilligt er, at aftanfyri liggur hin tyngsti tímin í lívi Paulusar. Onga aðrastaðni opinberar ápostulin so nógv um seg sjálvan, sum í hesum brævi.
      Her er Paulus tænari Kristusar og samstundis menniskja millum menniskju. Korintmenn hava gjørt andalig framstig, men samstundis eru komnir ranglærarar úr Jerúsalem, sum avnokta ápostlarætt Paulusar og læra jødadóm av nýggjum. Hetta brævið er ringt at skifta sundur í deildir, men tað kann verða gjørt soleiðis:
   1. Frágreiðing, hví hann var tarnaður at koma til teirra og viðvíkjandi líðingum hansara, kap. 1–7.
   2. Áminning um lyfti korintmanna um at luttaka í innsavningini til hini fátæku heiløgu í Jerúsalem, kap. 8–9.
   3. Staðfesting av hansara, Paulusar, ápostlarætti og myndugleika, kap. 10–13.
KorneliusHøvuðsmaður í herliðinum, ið kallaðist hitt italska, í Kesarea. Áps. 10. Henda herdeildin var kallað hin italska, tí í henni vóru flestu hermenninir úr Italia. Henda deildin var annars ein av teimum seks, sum stóðu landshøvdinganum til tænastu. Sagt er um hann, at hann var sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud við øllum húsi sínum, gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Gud. Vit lesa um hetta í Áps. 10,1–48.
KosamSonur Elmodam og faðir Addi í ættartalvu Jósefs (Luk. 3,28).
Koz(hebr. lættur, kvikur.) Maður av ætt Juda (1. Krøn. 4,8).
Kozbi(hebr. óálítandi, svikafull.) Dóttir Zur, høvdinga yvir fedrahúsi midjanita. Les. 4. Mós. 25,1–18.
Kozeba(hebr. svikafult, óálítandi.) Býur í Juda. Um 7 km í landnyrðing úr Hebron (1. Krøn. 4,22).
Kreskens(lat. sum veksur, trívist.) Ein av kristnu brøðrum Paulusar. 2. Tim. 4,10: „Kreskens fór til Galatia.“ Einki annað er sagt um hann, so vit vita ikki, hvar hann virkaði seinni.
KretaStór oyggj í Miðjarðarhavinum. Grikkar kallaðu hana Kreti, onnur fólk har á leið kallaðu hana Kandia. Homer kallaði hana „oyggin við hinum hundrað býunum.“ Íbúgvarnir bóru orð fyri at vera óálítandi (Titus 1,12). Grikkar høvdu orðtak, sum ljóðaði nakað so: Hini trý ringastu K-ini eru kilikiar, kappadokar og kretar. Annars varð sagt um teir, at teir vóru dúgligir sjómenn, og eisini at teir dugdu væl at skjóta við boga. Býir, sum nevndir eru í Nýggja Testamenti, eru „Lasea“ og nær við hann „Góðuhavnir“. Í Áps. 27,12 er nevndur „Føniks“. Millum fólkið, ið var komið saman í Jerúsalem hvítusunnudagin, tá Andin kom til jarðar, vóru eisini kretar (Áps. 2,11). Paulus stovnaði samkomur á Kreta og læt Titus verða eftir har, „at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera“ (Titus 1,5).
KrispusSýnagogustjóri í Korint. Hann kom til trúgv á Harran við øllum húsi sínum (Áps. 18,8; 1. Kor. 1,13.14.15).
KristinEin kristin er ein, sum trýr á Jesus Kristus sum staðgongumann sín til frelsu. Orðið verður kortini nýtt í víðari týdningi. Talað verður um kristin lond sum tað mótsetta av heidnum londum, har avgudadýrkan er hitt vanliga. Orðið kristin stendur bert tríggjar ferðir í Bíbliuni. Áps. 11,26: „Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir.“ Áps. 26,28: „Tá segði Agrippa við Paulus: Lítið vantar á, at tú yvirtalar meg at verða kristnan,“ og 1. Pæt. 4,16: „Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.“
Kristus(gr. frá hebr. Hamasjia sum í Nýggja Testamenti verður lisið Messias.) Jóh. 1,42: „Vit hava funnið Messias (tað er útlagt Kristus).“ Matt. 16,16: „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!“ Sálmur 2,2: „Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða (Messjiah) Hansara.“ Orðið Messias – salvaði – er í Gamla Testamenti nýtt um høvuðsprestin, 3. Mós. 4,3, o.a.; um kongar, 1. Sám. 24,7; Es. 45,1.
      Sjálvt um hetta orðið verður nýtt um bæði Gud og menn, síggja vit, hvussu vónin um hin lovaða Messias gongur sum reyður tráður gjøgnum alla Skriftina. Jesus segði við jødarnar: „Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg“ (Jóh. 5,39). Jesus Kristus, Frelsari okkara. Vit elska at nevna Harra okkara so. Upprunaligi týdningurin: „Jesus er Kristus“, er vitnisburður um, at hann er Messias, sum lovaður var. Við hesum í huga verður navnið enn dýrmætari fyri okkum.
Krit(hebr. veit, løkur.) 1. Kong. 17,3: „Far avstað hiðani, tak leiðina eystureftir og krógva teg við løkin Krit, eystan fyri Jordan.“ Staðið, ið Elias eftir boði HARRANS fór at krógva seg, tá hann hevði kunngjørt fyri Akabi kongi, at turkur skuldi koma yvir landið. Løkurin Wady Yabis, beint yvir av Bet-Sjan, kann hava verið staðið, ið tá varð nevnt Krit. Søguna lesa vit í 1. Kong. 17,1–24.
Kub(týdn. ókendur.) Tjóð, sum var í parti við egyptum. Bara eina ferð nevnt, Ezek. 30,5, har kallað kubearar. Óvist, hvat land hetta hevur verið. Summir lesa tað „Lub“ sum eintal av Lubim, libýar, ið annars altíð eru nevndir í fleirtali. Aðrir halda, tað skuldi stavast „Nub“ og verið tað sama sum Nubia, men hetta eru bara gitingar.
Kun(hebr. stovnsett.) Ein av býum Hadadezers kongs í Sýria, har Dávid tók stóra mongd av kopari, sum Sálomo nýtti til koparhavið, súlurnar og koparíløtini (1. Krøn. 18,8).
Kus[Kusj] (hebr. svart.) Sonur Kam og faðir Nimrod (1. Mós. 10,6.8; 1. Krøn. 1,10).
   2. Benjaminitur, nevndur í Sálmi 7,1.
   3. Landið Kus [Kusj]: Gamalt navn á Etiopia.
Kusaja[Kusjaja] (bogi ella snerra HARRANS. Kann lesast: „Sum HARRIN hevur fangað“.) Levitur, faðir Etam. Ein av sangarum Dávids, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems (1. Krøn. 15,17).
Kusan[Kusjan] Sama sum Kus [Kusj], q.v. Hab. 3,7.
Kusan Risatajim[Kusjan Risjatajim] (hebr. dupultur óndskapur, mundi vera eyknevni.) Vit lesa um hann í Dóm. 3,7–9, at tá ísraelsmenn gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gloymdu HARRAN Gud sín og dýrkaðu ba’alarnar og asjerurnar, tendraðist vreiði HARRANS, og Hann seldi tey í hendur henda heidna kongs, honum, sum kongur var í Áram. Naharajim, og Ísrael stóð undir honum í átta ár, til Otniel gjørdist dómari.
Kusi[Kusji] (hebr. svart.) Sonur Gedalja og faðir profetin Zefanias (Zef. 1,1).
   2. Jeremias 36,14: „Tá sendu allir høvdingarnir Jehudi, son Netanja, son Selemja, son Kusi, til Baruk og lótu siga: Tak við tær rulluna, ið tú last uppúr fyri fólkinum, og kom higar!“
   3. Boðberin, sum Jóab sendi til Dávid at siga frá úrslitinum av stríðinum móti Absalom (2. Sám. 18,21.23.31.32). Her er kortini navnið umsett til „Etioparin“.
Kutella í kvennkyni Kuta: Navnið á býi í Bábel, nevndur tvær ferðir í Gamla Testamenti. Í 2. Kong. 17,30 lesa vit: „Fólkið úr Bábel gjørdi sær Sukkot-Benot; fólkið úr Kut gjørdi sær Nergal.“ Hetta vóru avgudar teirra. Í 2. Kong. 17,24: „Síðani læt kongurin í Assýria fólk koma úr Bábel, Kuta, Avva, Hamat og Sefarvajim og búsetast í býum Samaria í staðin fyri Ísraelsmenn; tey tóku Samaria í ogn og búsettust í býunum har.“ Kuta var stutt eystan fyri býin Bábylon. Har er nú bygd, sum kallast Tell-Ibrahim. Kuta var í síni tíð av mætastu býum í Bábylonia og man hava verið høvuðsstaður í aldargomlum landi, sum var til, áðrenn Bábylon kom til valdið. Ið hvussu er helt hann fram við at hava sín stóra týdning gjøgnum assýriska tíðarskeiðið, og mangir av kongum Assýria hava ferðast hagar til at ofra til og tilbiðja hin mikla gud teirra „Nergal“, hvørs tempul, nú kent undir navninum „E-shid-Lam“, er funnið í toftunum av Tell-Ibrahim. Tá Sargon assýrarin hevði tikið Samaria og sent fólkið í útlegd, stendur í 2. Kong. 17, at nøkur teirra vóru úr Kuta. Tey hava verið flest í tali ella best kend, tí tey vóru leingi kallað kutearar. Vanliga navnið var annars „samverjar“. Sankerib kongur í Assýria, sum oyddi Bábylon, sigur frá, at hann á eini av krígssigursferðum vann sigur á Kuta.
KuzaHúsfúti Heródesar. Kona hansara, Jóhanna, var ein av kvinnunum, sum tæntu Harranum og ápostlum hansara (Luk. 8,3).
KviriniusLandshøvdingi í Sýrlandi (Luk. 2,2).
KýpernNú verður fyri tað mesta sagt Kypros, sum er nýgrikst. Á turkiskum Kibris. Hetta er stór oyggj í Miðjarðarhavinum. Tiltikin fyri frálíkt veðurlag, sera góðan vøkstur og mongd av víni, hunangi, olju og hveiti. Ísraelsmenn kallaðu hana Kittim (1. Mós. 10,4; Es. 23,1). Í Ezek. 27,6 lesa vit: „Av eikitrøum úr Basan gjørdu teir árar tínar, dekkið prýddu teir við fílabeini í buksviði úr Kittimsoyggjum.“ Av hesum sæst, at skipstilfar hevur verið ført úr Kypros til Tyros. Har var eisini mongd av metalum, og kopar (cyprium) hevur navnið eftir Kypros. Gimsteinar vóru eisini at finna har. Har vóru stórir handilsbýir, Salamis, Pafus, Amathus o.a. Elstu íbúgvarnir vóru hetitar. Í tólvtu øld f.Kr. komu fønikar hagar og bygdu býin „Kition“, og eftir honum kallaðu hebrearar oynna „Kittim. Fønikar vóru har til tíð Alexanders Stóra, síðani vóru tað egyptar, viðhvørt sýrlendingar, sum høvdu oynna, til hon í 58 f.Kr. kom undir Róm. Í Áps. 13,1–12 lesa vit um, tá Barnabas og Saul fóru til Kypros at kunngera orð Guds, og at landshøvdingin kom til trúgv. Longu í makkabearatíðini vórðu jødar fluttir til Kypros (1. Makk. 10,23), og í ápostlatíðini var ferðing har ímillum (Áps. 4,36; 21,16; 27,4). Millum teirra, sum kunngjørdu evangeliið um Harran Jesus í Antiokia, vóru menn úr Kypros (Áps. 11,20). Seinni fóru Barnabas og Markus hagar (Áps. 15,39). Tá Rómaríkið fór í helvt, kom Kypros undir hitt eysturrómverska ríkið. Síðani hevur hon verið undir skiftandi harrum og kongum. Nú, tá hetta verður skrivað, í 1974, slítast turkar og grikkar um oynna, og tykist alt at vera endaleys fløkja.
KýreneBýur í Libya í Norðurafrika. Stórur partur av íbúgvunum vóru jødar, og jødar úr Kýrene høvdu egna sýnagogu í Jerúsalem (Áps. 2,10; 6,9). Millum teirra, sum kunngjørdu orðið í Antiokia, vóru eisini menn úr Kýrene. Símun, sum teir noyddu at bera kross Jesusar, var úr Kýrene (Matt. 27,32; Mark. 15,21; Luk. 23,26).
KýrusKýrus kongur var hann, ið stovnsetti persiska heimsveldið. Ár 550 f.Kr. vann hann á konginum í Media, Astyages, og tók høvuðsstaðin Ekbatana. Fá ár eftir hetta vann hann á Krøsus kongi í Lydia (Lud, Ludar, q.v.), og ár 539 tók hann Bábylon. Tá hann hevði tikið Bábylon, gav hann jødunum, sum har vóru í útlegd, loyvi til at fara heim aftur (2. Krøn. 36,22; Ezra 1,1 o.s.fr.). Hann var vælviljandi móti jødafólkinum, og hann játtaði teimum nógv at ráða yvir, til at templið kundi verða endurreist (Ezra 6,8; 2. Krøn. 36,23). Tí tala profetiini um hann sum tænara HARRANS (Es. 41,2.25; 44,28; 45,1). Kýrus fall í bardaga har á leið, sum nú kallast Iran, ár 530 f.Kr. Hann man hava verið góður kongur. Bæði Gamla Testamenti og heimssøgan bera honum alt gott.