|
|
|
Bíbliuhondbókin
| | Ja’akan | (hebr. vitigur.) Berotbene-Ja’akan, q.v. | | | Ja’akoba | (týdn. sama sum Jákup.) Ein av eftirkomarum Sime’i, sum á døgum Ezekiasar fóru til Gedor og tóku tað. Teir búsettust har og har uttanum. 1. Krøn. 4,36–43. | | | Ja’ala | (hebr. fjallageit, hind. Í Orðt. 5,19: hindin.) Ein av eftirkomarum Sálomos, av teimum, sum komu heim í fylgi við Zerubbabel og øðrum. | | | Ja’are-Orgim | (hebr. skógarbúgvi.) Faðir Elhanans úr Betlehem, sum umtalaður er í 2. Sám. 21,19. | | | Ja’aresja | (hebr. HARRIN skapir.) Ein av eftirkomarum Jerohams, ið var ein høvdingi í Benjamin. 1. Krøn. 8,27. | | | Ja’asanja | (hebr. HARRIN hoyrir.) Høvdingi í ætt rekabita, sonur Jirmeja. Vit lesa um hetta í Jeremias 35,1–19.
2. Ein av herhøvdingunum, sum komu til Gedalja í Mizpa. Bábelskongur hevði sett henda Gedalja yvir landið. Hann bað fólkið vera trygt har hjá sær. Stutt eftir hetta kom svíkjarin Ísmael og drap Gedalja. Les um hetta í Jer. 40 og 41.
3. Sonur Safan. Leiðari teirra sjeyti elstu í Ísrael, sum Ezekiel sá í sjón, at teir bóru fram offur til avgudar. Ez. 8,11.
4. Sonur Azzur. Annar av „høvdingum fólksins“, sum nevndur er, tá Ezekiel sá í sjón 25 menn standa fyri durum Eysturportursins og upphugsa órætt og leggja ónd ráð í staðnum. Ez. 11,1–2. | | | Ja’asiel | (hebr. sum Gud gjørdi ella uggaði.) Sonur Abner; høvdingi yvir ætt Benjamins. 1. Krøn. 27,21. | | | Ja’asu | (hebr. tey starvast.) Av eftirkomarum Banisar. Hann var ein teirra, ið høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu og lovaðu at senda hana frá sær aftur. Ezra 10,37. | | | Ja’azia | (hebr. sum HARRIN uggar ella lívgar.) Man hava verið triði sonur Meraris. Hinir eldru vóru Mali og Musji. 1. Krøn. 24,26. | | | Ja’aziel | (hebr. sum Gud uggar ella lívgar.) Ein teirra, sum skuldu lata ljóðførini ljóða við hátíðarhaldið, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,18. | | | Jabal | (hebr. áarstreymur.) Sonur Lemek og Adu. „Hann var ættarfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og hava fæ.“ Slíkar umflakkandi ættir hava so leingi, nakar veit, verið í Eysturlondum og eru tað væl enn. 1. Mós. 4,19–20. | | | Jabbok | (hebr. vatnmikil, strítt rennandi.) Á, sum rennur í Jordan, eystanfyri. Fyrstu ferð nevnd í 1. Mós. 32,22. Jabbok var í gomlum døgum markið millum kongaríki Sihons og Ogs. Josva 12,2; 5. Mós. 3,16. | | | Jabesj | (hebr. turt.) 1. Krøn. 10,12. Stytting av Jabesj-Gilead. | | | Jabesj-Gilead | Býur í Gilead eystan fyri ánna Jordan í landinum hjá hálvu ætt Manasse. Stutt frá Bet-Sjan, tí vit lesa, at menninir har vóru í Bet-Sjan um náttina eftir leivdunum av Saul og sonunum og tóku tær við sær. 1. Sám. 31,11–13. Menninir úr Jabesj-Gilead høvdu ikki verið við í brøðrastríðinum millum Benjamin og hinar ættirnar. Dóm. 21,8 o.s.fr. Hetta vórðu teir harðliga revsaðir fyri, Dóm. 21,1–25, og ungu kvinnur teirra sendar til ætt Benjamins. Vit lesa aftur í 1. Sám. 11 um Jabesj-Gilead. Les allan kap. Somuleiðis 2. Sám. 2,1–7. | | | Jabez | (hebr. orðaleikur við orðið jaezeb: hann ger svárt.) Av eftirkomarum Juda. Alt, ið er sagt um hann, eru orðini í 1. Krøn. 4,9–10: „Jabez ákallaði Gud Ísraels og segði: Á, hevði Tú viljað signað meg og rúmkað landamark míni, latið hond Tína verið við mær og latið tað verðið so, at eingin vanlukka kom, og eg slapp frá øllum, ið svárt er! Og Gud gav honum alt, ið hann bað um.“ | | | Jabin | (hebr. vitigur ella hann kennir.) Man vera kongsheiti sum „Agag“ hjá amalekitum. Kongur í Hazor. Vit lesa í Josva 11,1 o.s.fr., at hann og mangir aðrir tóku seg saman og tóku støðu við Meromsvatn at berjast við Ísrael. Sagt er frá í v. 7, at Josva við heri sínum kom óvart á teir og vann sigur á teimum. Teir tóku høvuðsbýin Hazor og allar hinar kongabýirnar.
2. Jabin, kongur í Kána’an. Dóm. 4. Hann búði eisini í Hazor, q.v., og er ivaleyst eftirkomari hins fyrra. Hann hevði óvanliga megi, 900 jarnvagnar. Herhøvdingi hansara æt Sisera og búði í Harosjet-Haggojim. Hetta var, meðan Debora, q.v., var dómari í Ísrael. Dóm. 4,6: „Hon sendi nú boð eftir Barak (snarljós), syni Abinoam (dámligur bróðir), úr Kedes í Naftali“ (heilaga stríðinum). Søguna alla lesa vit í Dóm. 4. | | | Jabne | Man vera sama staðið sum Jabne’el (2). 2. Krøn. 26,6. | | | Jabne’el | (hebr. Gud byggir ella fær til at byggja.) Býur norðarlaga í Juda. Josva 15,11.
2. Býur á markinum til Naftali. Josva 19,33. Óvist, hvar staðið var. Uzzias kongur tók tað saman við Gat og Asdod, so tað hevur verið har á leið. 2. Krøn. 26,6. | | | Jada | (hebr. vísur.) Hin seinni, ið nevndur er av tveimum sonum Onam, av ætt Juda. 1. Krøn. 2,28.32. | | | Jaddu | (hebr. vinur, avhildin.) Ein av eftirkomarum Nebosar. Ein teirra, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu og lovaði at senda hana aftur. Ezra 10,43. | | | Jaddua | (hebr. kunnigur.) Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,21.
2. Sonur Jónatan. Nehem. 12,11. Seinasti høvuðsprestur, sum nevndur er í Gamla Testamenti. Nehem. 12,22. Álítandi søga veit kortini at siga frá, at hann var prestur, meðan seinasti kongur í Persia, Darius Codammanus ráddi, og at hann livdi, eftir at Persararíkið varð yvirvunnið, t.e. á døgum Aleksanders Stóra. Søgur eru, sum gera hann enn eldri, men hetta er óvist. | | | Jadiel | (hebr. sum Gud ger glaðan.) 1. Krøn. 5,24: „Hesir vóru høvd fedrahúsa teirra: Efer, Jisi, Eliel, Azriel, Jirmeja, Hodavja og Jadiel.“ Efer 3, q.v. | | | Jado | (hebr. felagsskapur.) Gaditur, sonur Buz og faðir Jesjisjai. Teir búðu í Gilead. 1. Krøn. 5,14. | | | Jadon | (hebr. dómari.) Ein av teimum, sum arbeiddu upp á múrin um Jerúsalem. Nehem. 3,7. | | | Jael | (hebr. villgeit.) Kona Heber kenit. Hon drap Sisera, q.v., herhøvdinga. Dóm. 4,17. Debora, q.v., Barak, q.v., Jabin 2, q.v. | | | Jaelam | (hebr. fjaldur.) Ein sonur Esau. 1. Krøn. 1,35. Í 1. Mós. 36,5.14 og 18 stavað Jalam. | | | Jafet | (hebr. útbreiðsla.) Ein sonur Nóa, sum hann fekk, tá hann var 500 ár. 1. Mós. 5,32; 6,10; 7,13; 9,18. Saman við Nóa vórðu konan og hann bjargað undan vatnflóðini. 1. Mós. 7,7; 1. Pæt. 3,20. Hann átti 7 synir. 1. Mós. 10,2. Teir búsettust á „heidningastrondunum“, 1. Mós. 10,5, t.e. strond Miðjarðarhavsins í Europa og Lítla Asia. | | | Jafia | (HARRIN geri ljóst ella klárt.) Josva 10,3. Kongur í Lakisj. Tikin av døgum saman við Adoni-Zedek, q.v.
2. Sonur Dávid; ein teirra, sum hann fekk í Jerúsalem. 2. Sám. 5,15.
3. Býur í Zebulon. Josva 19,12. Nú kallaður Yafa, stutt vestan fyri Nazaret. | | | Jaflet | (hebr. sum Hann (Harrin) ger frían.) Sonur Heber og langabbasonur Asjer. Hann átti tríggjar synir og eina dóttur. 1 Krøn. 7,32–33. | | | Jafletitar | Landamark jafletita er umtalað við suðurmark Efra’ims. Josva 16,3. Um teir eru í ætt við fyrrnevnda Jaflet, er heilt óvist. | | | Jafo | (vakurleiki.) Josva 19,46. Gamla navnið á Joppe, q.v. | | | Jagur | (hebr. tilhaldsstað.) Ein av býum ættar judamanna, ytst við markið móti Edom í Suðurlandinum. Josva 15,21. | | | Jahat | (hebr. sameining, uggi.) 1. Krøn. 4,2: „Reaja, sonur Sjobal, fekk sonin Jahat; Jahat fekk synirnar Ahumai og Lahad. Hetta vóru ættir Zoratita.“ | | | Jahaz | (hebr. lágt ella treskipláss.) Býur á Móabsslættanum. 5. Mós. 2,32: „So kom Sihon við øllum fólki sínum í bardaga við okkum, til Jahaz. Men HARRIN Gud okkara gav hann í hendur okkara, og vit høgdu niður bæði hann og synir hansara og alt fólk hansara.“ Jahaz er við hvørt stavað Jahaza. | | | Jahaziel | (hebr. sum Gud hyggur eftir.) Ein av benjaminitunum, ættarfrændum Sauls, sum komu til Ziklag til Dávid, meðan hann enn noyddist at halda seg har av ótta fyri Saul. 1. Krøn. 12,1–4.
2. Prestur á døgum Dávids. 1. Krøn. 16.6: „Og prestarnir Benaja og Jahaziel skuldu støðugt blása í lúðrarnar framman fyri sáttmálaørk Guds.“ Hetta var, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems.
3. Triði sonur Hebron, abbason Levi. 1. Krøn. 23,19.
4. Levitur, sonur Zakarja av eftirkomarum Asafs. Andi HARRANS kom yvir hann, og hann segði: „Lurtið eftir, alt Juda, tit, sum í Jerúsalem búgva, og tú, Jósafat kongur! So sigur HARRIN við tykkum: Óttist ikki fyri hesum stóra heri og ræðist hann ikki! Tí hetta er ikki bardagi tykkara, nei, tað er bardagi Guds!“ 2. Krøn. 20,14–15.
5. Millum ættarhøvdingarnar, ið komu heim úr Bábel við Ezra, nevnir hann í Ezra 8,5: „av eftirkomarum Sekanja sonur Jehaziel, og við honum 300 mans.“ | | | Ja’ir | (hebr. Hann (HARRIN) lýsir ella ger ljóst.) Sonur Segub, sum var av ætt Juda frá faðirsíðuni, 1. Krøn. 2,22, og av ætt Manasse frá móðursíðuni. Móses roknar hann at vera av Manasse. 4. Mós. 32,41; 5. Mós. 3,14. Ja’ir og menn hansara tóku hesar seksti býirnar og kannaðu Ja’ir fyrst 23, so 30 av teimum. Seinni eru teir kallaðir Ja’irs býir, allir seksti. | | | Jairus | (gr. frá hebr. Ja’ir.) Fyristøðumaður fyri sýnagoguna (í Kapernaum). Harrin Jesus vakti 12 ára gomlu dóttur hansara av deyða. Mark. 5,22 o.s.fr.; Luk. 8,41. | | | Jakan | 1. Krøn. 5,13. Annars nevndur Ja’akan, Be’erot-Bene-Ja’akan, q.v. | | | Jake | (Gudrøkin.) Í ætt við arab. waka, at vakja, at vera gudrøkin. Faðir vísmannin Agur. Orðt. 30,1. | | | Jakim | (hebr. Gud reisir upp, ella velur.) Ein av sonum ella eftirkomarum Sime’i, benjaminitur, hann búði í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,19.
2. 1. Krøn. 24, har talan er um prestaskiftini, v. 12 „…tólvti á Jakim“. | | | Jakin | (hebr. Gud ger tryggan, grundfestir.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Símeon. 1. Mós. 46,10; 2. Mós. 6,15. Kallaður Jarib í 1. Krøn. 4,24. Ættarfaðir jakinitanna. 4. Mós. 26,12.
2. Ein av prestunum, sum hildu til í Jerúsalem eftir útlegdina. 1. Krøn. 9,10; Nehem. 11,10.
3. 1. Krøn. 24,17: „Fyrsti og tjúgundi á Jakin.“
4. Jakin og Boaz: So vórðu tvær súlur av kopari nevndar, ið settar vórðu við forsal tempulsins. Hetta er alt umtalað í 1. Kong. 7,15–22 og 2. Krøn. 3,17. | | | Jákup | (hebr. sum heldur í hælin, spennir fót fyri, trokar annan burtur. Kann eisini stava úr suðurarabiskum og etiopiskum „akaba“ = verja.) Ættarfaðirin Jákup var hin, ið seinni varð føddur enn tvíburabróðirin Esau. 1. Mós. 25,21–26. Tá teir vórðu føddir, var Ísakur, faðir teirra, 60 ár og búði við Be’er Lahai-Ro’i. Esau gjørdist jagari ella veiðimaður, sum ivaleyst var stuttligari fyri ungan mann, men vandamiklari enn tað, sum sagt er um Jákup, at hann var friðarligur maður, sum búði í tjøldum. Sagt er í kap. 25,28, at Ísakur var betri við Esau, men Rebekka var betri við Jákup. So lesa vit, at Esau seldi frumburðarrætt sín fyri lítið og einki. Jákup nýtti tá svongd bróður síns sær til frama. Við frumburðarrættinum fylgdi dupultur partur av ogn faðirsins, 5. Mós. 21,17, og hann gav rætt til høvdingadømi millum brøður sínar og rættin til landið, ið Gud gav Ábrahami í 1. Mós. 28,4. Hvussu Jákup fekk signing faðirs síns, lesa vit um í kap. 27,1–29.
Jákup flýddi til Laban, eftir at faðirin hevði biðið hann fara. Hetta lesa vit um í kap. 27,41–28,5. Jákup sær HARRAN í dreymi, meðan hann er á ferð síni til Paddan Áram. Kap. 28,10–22. Hann sá stiga standa av jørð til Himmals. Hetta er einastu ferð orðið stigi (hebr. sullam) stendur í Bíbliuni. Í kap. 29,1 til 30,24 lesa vit um Jákup, tá hann tænti hjá Laban fyri báðar døtur hansara. Frá kap. 30 og úteftir lesa vit um, at Jákup er farin at hugsa um at fara heim aftur til land sítt. Trupulleikarnir vóru mangir. Jákup hevði lyndi til at stríðast í eginstyrki, men Harrin royndist honum altíð hin sami. Størsta mistak Jákups tykist vera, at hann, heimafturkomin, búsettist í Sikem og ikki í Betel, sum hann á sinni lovaði. 1. Mós. 28,18. Nógv mátti gangast illa í Sikem, áðrenn Gud fekk rópt á hann og sagt við hann: „Ger teg til, far til Betel, verð verandi har.“ 1. Mós. 35,1, og í v. 2: „Tá segði Jákup við húsfólk sítt og øll tey, ið hjá honum vóru: Fáið burtur teir fremmandu gudarnar, ið tit hava millum tykkara, og reinsið tykkum og skiftið klæði! Og latið okkum fara avstað og fara til Betel. Har skal eg reisa altar fyri tí Gudi, sum bønhoyrdi meg, tann dag, ið eg var trongt staddur, og var við mær á vegnum, ið eg havi gingið.“ Tá so alt tað fremmanda, bæði gudar og alt annað varð grivið niður undir eikini við Sikem, fóru tey til Betel (hús Guds.) Hetta er alt skrivað okkum til lærdóms. Róm. 15,4.
Um viðurskifti Jósefs og Jákups í Egyptalandi lesa vit í 1. Mós. 37,1–36 og kapitlarnar 39 til 50. Jákup í myndarligari talu: 2. Mós. 3,6: „Gud Jákups“. 2. Mós. 4,5: „Gud Jákups.“ 2. Sám. 23,1 „hin salvaði Jákups Guds“ Sálm. 20,2 „Navn Jákups Guds“; Es. 2,3 „hús Jákups Guds“; Sálm. 24,6 „Gud Jákups“; Es. 2,5 „Kom, hús Jákups, latið okkum ganga í ljósi HARRANS“; Es. 8,17 „Hús Jákups“; Malak. 3,6 „Børn Jákups“; 5. Mós. 33,4 „Samkoma Jákups“; 4. Mós. 23,7 „Jákup“. Her og aðra staðir er navn Jákups sett myndarliga fyri fólk Ísraels.
Fornfrøðilig frásøgn: Eitt sindur er sagt um hetta undir „Ísakur“, q.v. Í Nuzubrøvunum, sum funnin vórðu í gamla staðnum Nuzu eystan fyri Ninive 1925–41, er talað um viðurskifti, sum sipa til somu hendingar sum tær, ið fóru fram millum Esau og Jákup. Loyvt varð at lata fyrimunir frumburðarrættarins til annan. Hetta hevur hent, um teir ikki vóru brøður, men bert fosturbrøður. Í einum føri, ið nevnt er, eru teir veruliga brøður, sum Esau og Jákup, og prísurin er trý lomb. Ikki høgur prísur, heldur enn hjá Jákupi. At Rakul tók húsgudarnar, var álvarsligt brot. 1. Mós. 31,19; 31,30.35. Laban átti synir, sum vóru arvingar hansara, men tann, ið hevði húsgudarnar, hevði hægsta valdið og myndugleika yvir ognini. (J. Finegan: Light from the ancient Past).
2. Faðir Jósefs, mann Mariu moy. Matt. 1,15–16.
3. Sonur Zebedeusar, Matt. 4,21; Mark. 1,19; Luk. 5,10, og Salome. Matt. 27,56; Mark. 15,40; 16,1, og eldri bróðir Jóhannes, evangelistin. Tá vit hitta Jákup, er hann fiskimaður, hann og brøður hansara í felagi við Símun Pæturi. Luk. 5,10. Tá Harrin kallar tíðliga á ári ár 27 hesar menn at fylgja sær eftir, vóru teir so lýdnir og avgjørdir, at mangan er tikið til tað. Matt. 4,21.22; Mark. 1,19–20. Hann er ein teirra, sum ár 28 fáa kall til ápostlar. Matt. 10,2; Mark. 3,14; Luk. 6,13; Áp. 1,13. Pætur, Jákup og Jóhannes tykjast valdir til at vera Harranum næstir og við hvørt teir einastu av ápostlunum, ið við Honum vóru. Til dømis við umbroyting Hansara á fjallinum, Matt. 17,1; Mark. 9,2 og Luk. 9,28. Somuleiðis tá Hann vakti upp dóttur Jairus. Mark. 5,37; Luk. 8,51. Eisini í urtagarðinum Getsemane. Mark. 14,33; Matt. 26,37. Saman við Andriasi lurtaðu teir eftir frágreiðing Harrans, sum teir høvdu spurt Hann um í sambandi við afturkomu Hansara, og um tekinið, tá hetta, Hann hevði sagt, skuldi ganga út.
Av tí at teir misfataðu tað, Harrin hevði sagt um ríki sítt, og tí, at teir ynsktu at vera við í tí dýrdini, komu teir við móðurini, tá hon bað Harran um at siga, at báðir synir hennara skuldu sita, annar við høgru og annar við vinstru lið Hansara í ríki Hansara. Jákup var hin fyrsti av ápostlunum, sum leið blóðvitnisdeyðan, ár 44, eftir boðum Heródesar. Áp. 12,2.3: „Táið hann sá, at hetta líkaði Jødunum væl, helt hann fram og læt eisini Pætur taka.“ Annars sæst einki til, at hesin Heródes helst gjørdi tað, sum jødunum líkaði.
4. Yngri Jákup (ho Mikros). Mark. 15,40. Ein av hinum 12 ápostlum Jesusar. Hann var sonur Alfeus. Matt. 10,3; Mark. 3,18; Luk. 6,15; Áp. 1,13, og móðir hansara æt Maria. Hesin Jákup hevði tveir brøður, Judas ápostulin og Jóses, sum ikki var av teimum tólv ápostlunum.
5. Jákup, bróðir Harrans. Vit lesa í Matt. 13,55 og Mark. 6,3, at Jákup og brøður og systrar hansara vóru synir og døtur Jósef og Mariu, móður Jesusar. Hesin Jákup var ikki ein av hinum tólv ápostlunum. Hann trúði í fyrstani heldur ikki á Jesus. Matt. 10,2–4; Jóh. 7,5.
Seinni, síggja vit, trúðu teir á Hann og hildu á í bønini saman við ápostlunum. Áp. 1,14. Harrin hevði eisini víst Seg fyri honum eftir uppreisn Sína. 1. Kor. 15,5.7. Eins og Paulus og Barnabas varð hann kallaður ápostul, tó hann ikki var ein av teimum 12. | | | Jákups bræv | Høvundur: Jákup, tænari Guds og Harrans Jesu Krists. Eisini kallaður „Bróðir Harrans.“ Var uttan iva sonur Jósef og Mariu. Skrivað til kristnar jødar í ymsum londum og støðum. Eftir heilsan 1,1 áminnir hann tey, hvussu eigur at farast at í freistingum og royndum. Hann minnir tey álvarsamt á at vera orðinum lýðin. Hann ávarar móti at gera mannamun. Kap. 2,1–13. Hann vísir á, hvussu nyttuleys trúgv er uttan verk. Hon er deyð, 2. kap. 14,26. Hann lærir tey, hvat ilt kan standast av ótamdari tungu. Hann greiðir frá følskum og sonnum vísdómi. Kap. 3,13.18. Hann vísir á skaðan í tí, at tey klandrast, at tey líkjast heiminum og eru hugmóðig, kap. 4,1–10. Hann sigur teimum, hvussu brøður eiga at vera hvør móti øðrum. kap. 4,11.12.
Hann finst at andanum í handilsskapi teirra. Kap. 4,13–5,6. Hann biður tey vera tolin í lívsins ymisku umstøðum og minnir á ikki at svørja. Kap. 5,7–12. Hann sigur teimum, hvussu tey eiga at gera, tá líðingar koma á tey. Kap. 5,13–18. Hann talar um, hvussu neyðugt er at hjálpa honum, sum vilstur er av vegnum, á leið. Kap. 5,19–20. Bræv Jákups verður hildið at vera hitt fyrsta av brøvunum. Hann varð dripin ár 62. | | | Jalam | (hebr. fjaldur.) Ein av sonum Esau, sum hann fekk í Kána’anslandi. 1. Mós. 36,5 (Sama sum Jaelam). | | | Jale’el | (hebr. sum vónar á Gud.) Hin seinast nevndi av trimum sonum Zebulon. 1. Mós. 46,14. Frá honum er komin jale’elitaættin. 4. Mós. 26,26. | | | Jalon | 1. Krøn. 4,17. Seinast nevndi av sonum Ezra. | | | Jamai | (hebr. Harrin verjir.) Ein av sonum Tola, son Issakar. Veldigir kappar í ættum sínum; á døgum Dávids vóru teir 22.000 í tali. 1. Krøn. 7,2. | | | Jambres | Óvist. 2. Tim. 3,8. Jannes, q.v. | | | Jamin | (hebr. høgra hond, eydna.) Annar, ið nevndur er av sonum Símeon. 1. Mós. 46,10; 2. Mós. 6,15; 1. Krøn. 4,24. Frá honum er komin jaminitaættin. 4. Mós. 26,12.
2. Hin seinni nevndi av sonum Rams. 1. Krøn. 2,27.
3. Ein av prestunum, sum útløgdu fólkinum lógina. Neh. 8.7. 445 f.Kr. | | | Jamlek | (hebr. sum Gud ger til kong.) Ein av høvdingunum í ætt Símeons. lvaleyst ein teirra, sum tóku Gedor, meðan Ezekias var kongur. 1. Krøn. 4,34–41. | | | Janai | (hebr. hann (HARRIN) svarar.) Ein av gaditunum, sum búðu í Basan. 1. Krøn. 5,12. | | | Jannai | (týdn. óvissur.) Sonur Jósef og faðir Melki, í ættartalvu Jesu Krists. Luk. 3,24. | | | Jannes | (týdn. óvissur.) 2. Tim. 3,8: „Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.“ Nøvnini á tveimum av gandakøllum Egyptalands. Verk teirra eru umtalað í 2. Mós. í kap. 7 og 8, men har eru nøvnini ikki nevnd. | | | Janoa | (hebr. hvíldarstaður.) Býur í Norðurgalilea ella „Naftalilandi“. Ein av teimum fyrstu býum, ið Tiglat-Pileser tók við fyrstu innrás síni í Palestina. 2. Kong. 15,29. | | | Janoa | (Annar staviháttur, týdn. sami sum omanfyri.) Josva 16,6–7. Her talast um mark efra’imita: „Fyri norðan var Mikmetat mark. Haðani sneiddi markið eystureftir til Ta’anat-Silo, og longur eystur til Janoa.“ | | | Janum | (hebr. nøring. Býur í Juda, í fjallalandinum. Ikki langt frá Hebron. Josva 15,53. | | | Jara | (hebr. sum opinberar.) 1. Krøn. 9,42. Hygg Joadda. | | | Jara | (hebr. mánin.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Joktan. 1. Mós. 10,26; 1. Krøn. 1,20. | | | Jarðbik | Vit lesa í 1. Mós. 11,3: „… teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.“ Bik: hebr. orðið hemär er í 1. Mós. 11,3 og 14,10 umsett til jarðbik. Annað orð Zefet er í Es. 34,9 umsett til bik. hemär hevur navnið av tí, at tað spríkir upp (úr jørðini), zefet hevur týdning av at vera flótandi. Í 2. Mós. 2,3 eru bæði orðini nýtt saman, og verður tí gjørdur ein lítil munur á teimum í týðingunum; so eisini her hjá okkum: V.D.: „tætti hana við jørðbiki og tjøru.“ Før. aut.: „bræddi hana við jarðlími og biki.“ Hetta er mest líkt tí, vit nú kalla asfalt. Í 1. Mós. 14,10 er sagt, at Siddimdalur, q.v., var fullur av jarðbiksholum. Hann var við sunnara enda Deyðahavsins. Sagt er í søguni um Bábelstornið, 1. Mós. 11,3, at teir nýttu jarðbik í staðin fyri kálk; nú høvdu vit kallað tað sement. Hetta siga aðrir søguskrivarar eisini frá, t.d. Herodot, at í Bábylon nýttu teir jarðbik fyri sement til tigulsteinsbygging. Leivdir av hesum eru enn til skjals. | | | Jareb | (hebr. stríðsmaður. Hann stríðir.) Hoseas profetur talar um fólkið, ið, tá tað sær veikleikarnar, fer til Assýria at leita sær skýli hjá Jareb, sum her er myndarligt navn, men sum tey onga hjálp kunnu vænta sær frá. | | | Jared | (hebr. omankoma.) Ein av forfedrunum frá elstu tíðum. Sonur Mahalael og faðir Enok, Luk. 3,37. | | | Jarha | (hebr. mótstøðumaður?) 1. Krøn. 2,34: „Sesan átti bert døtur, ongar synir, men Sesar hevði egyptiskan tænara, ið æt Jarha, og hann læt tænara sín Jarha fáa dóttur sína til konu hann fekk við henni sonin Attai.“ | | | Jarib | (hebr. stríðsmaður.) Ein av sonum Símeons. 1. Krøn. 4,24
2. Ezra 8,16: Ein teirra, sum Ezra sendi til Iddo høvdinga í Kasifja at biðja hann um at senda teimum tænarar til hús Guds.
3. Ein av prestasonunum, av teimum, sum høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,18. | | | Jarmut | (hebr. hædd.) Býur í láglendi Juda. Har búði kána’anitakongurin Piream. Hann fór í part við Adoni-Zedek, q.v., og fekk somu lagnu sum hann. Les Josva 10,1–43. | | | Jaroa | (hebr. tendring, sólkoma.) Ein av høvdingum Gads í Basanslandi. 1. Krøn. 5,14. | | | Jasjib | (hebr. hann vendir aftur.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Issakars. 1. Krøn. 7,1. Í 4. Mós. 26,24 er hann stavaður Jasjub. Í 1. Mós. 46,13 er hann stavaður Job.
2. Sonur Bani. Ein av ísraelsmonnunum, sum høvdu tikið fremmandar konur, og sum sendu tær frá sær aftur. Ezra 10,29. Er eisini stavaður Jasjub. | | | Jasjobam | (hebr. lat fólkið venda aftur.) 1. Krøn. 11,11; 1. Krøn. 27,2. Hann er ovastur á listanum yvir kappar Dávids. Hann var sonur Zabdiel, 1. Krøn. 27,2, og eftirkomari Perez. Í 1. Krøn. 11,11 stendur „sonur Hakmoni“. Hakmonitur, q.v. | | | Jasjub | sum Jasjib, q.v.: 4 Mós. 26,24. | | | Jasjubi-Lehem | (hebr. vendið aftur til Lehem.) Óvist, um hetta er eitt stað ella ein maður av eftirkomarum Sela, son Juda. 1. Krøn. 4,22. | | | Jason | (gr. grøðandi.) Kristin maður í Tessalonika, sum Paulus og Silas høvdu tilhald hjá, meðan teir vóru har. Les um hetta í Áp. 17,1–9. | | | Jatniel | (hebr. Gud letur fáa.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Mesjelemja, sum var sonur Kore, av sonum Asafs. Hesir vóru av duravaktaraflokkinum. 1. Krøn. 26,2. | | | Jattir | (hebr. víður, stórur – Young, framúrskarandi – Gesenius.) Býur í hálendi Juda. Lagdur til synir Levi, prestarnar. Hann var ein av býunum, sum Dávid sendi gávur til, tá hann hevði vunnið sigur á amalekitum. Les um hetta í 1. Sám. 30,1 til 31. Esjtemoa, q.v. | | | Ja’ur | (hebr. skógvaksið.) Faðir Elhanan, ið feldi Lami, bróður Goliat. 1. Krøn. 20,5. | | | Javan | (hebr. yäwän, arab. yunan.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Jafet. 1. Mós. 10,2.4; 1. Krøn. 1,5.7. Navnið er eisini í Es. 66,19, har tað stendur „Tubal og Javan, til oyggjarnar langt burtur“, sum her tykist at merkja: heidningaheimurin. Tá HARRIN bað Ezekiel profet taka at syngja sorgarsong um Týrus, sum hann líknar við eitt burturgingið skip, sigur hann í v. 13: „Javan, Tubal og Mesek handlaðu við teg; menniskju og koparíløt lótu teir fyri vørur tínar.“ Ezek. 27,13. Lesa vit nú Dán. 8,21; 10,20; 11,2, har Alexander hin Stóri er umtalaður sum kongur Javans, er ikki at ivast í, at Javan var hebr. navnið á Grikkalandi. | | | Jaza | Sum Jahaz, q.v. | | | Jaze’el | (hebr. sum býtir ella lutar sundur.) Hin fyrst nevndi av sonum Naftali. 1. Mós. 46,24 og í 4. Mós. 26,48: „Synir Naftali eftir ættum sínum vóru: Frá Jaze’el er komin Jaze’elitaættin.“ Navn hansara er í 1. Krøn. 7,13 stavað Jaziel. | | | Jazeja | (hebr. HARRIN sær.) Sonur Tikva. Hann var ein teirra, ið nevndur eru, sum saman við Ezra kannaðu málið viðv. teimum, ið høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,15. Les Ezra 10,1–19. | | | Jazer | (hebr. sum hjálpir.) Býur eystan fyri Jordan í ella nær við Gilead. 4. Mós. 32,1.3. Menn Ísraels tóku hann frá amoritum. 4. Mós. 21,32. Varð lagdur til ætt Gads. 4. Mós. 32,1–5.34.35. Hann var gjørdur til ein av levitabýunum. Josva 21,39. Staðið er nevnt í fólkateljing Dávids. 2. Sám. 24,5; 1. Krøn. 26,31. Esaias profetur nevnir Jazer í kap. 16,8.9. Eisini Jeremias í kap. 48,32. | | | Jazera | (hebr. HARRIN varðveitir.) Sonur Mesjullam og faðir Adiel. 1. Krøn. 9,12. | | | Jazershav | Ein tvørá til Jordan. Hon springur upp nærhendis Jazer, q.v. Jer. 48,32. | | | Jaziel | Annar staviháttur fyri Jaze’el, q.v. 1. Krøn. 7,13. | | | Jaziz | (hebr. lýsandi.) Yvirhirði Dávids, yvir smáfænum. 1. Krøn. 27,31. | | | Jearim | (hebr. skógir.) Fjall við norðurmark Juda. Josva 15,10. | | | Jeatrai | (hebr. trúfastur.) Levitur av ætt Gersoms. 1. Krøn. 6,21. | | | Jeberekja | (hebr. HARRIN signar.) Faðir Zakarias, sum var annar av vitnunum, HARRIN bað hann taka sær, tá hann skuldi skriva á talvuna: „skjótur fongur, brátt rán.“ Es. 8,2. | | | Jebus | (hebr. niðurtraðkað.) Navnið á Jerúsalem, tá jebusitar høvdu hann. Josva 15,8; Dóm. 19,10. Jerúsalem jebusita, sum Dávid tók, siga fornfrøðingarnir, var hin sunnasti heyggjurin, sum var girdur við sterkum múrum. Jebusitabýurin hevur verið sunnan fyri tempulumhvørvið á Moria. Jerúsalem, q.v. | | | Jebusitar | Á hebr. tó altíð í eintali. 2. Sám. 5,6; 24,16.18; 1. Krøn. 21,18. Ein av kána’anitisku tjóðunum, sum Ísrael skuldi reka úr landinum. Á listanum, har tey fólkini eru roknað upp, eru jebusitar altíð seinast nevndir, uttan í Ezra 9,1 og Nehem. 9,8. Teir búðu í hálandinum. 4. Mós. 13,29; Josva 11,3. Býur teirra var Jerúsalem. Josva 15,63; 1. Krøn. 11,4, Klandursama lyndi teirra sæst í allari søguni. Adoni-Zedek, q.v., kongur í Jerúsalem setti í verk samtøkuna móti Gibeon. Josva 10,1–4. Frá Josva 12 sæst, at Ísrael hevði tikið jørð teirra, meðan teir tó búðu í Jebus, til Dávid kongur tók hann. 2. Sám. 5,6–8. At teir ikki vórðu riknir út, gjørdi, at teir búðu saman við bæði Juda og Benjamin. Vit hitta navn teirra aftur í søguni um Aravna jebusit. 2. Sám. 24,16–24 og 1. Krøn. 21,14–27 har Aravna er stavað Ornan.
Tá teir eru umtalaðir í Nehem. 9,8 og Zak. 9,7, er tað søgulig uppafturtøka, men í Ezra 9,1 eru teir umtalaðir sum fólk, ið enn er til. | | | Jedai | (hebr. leiðari ella HARRIN leiðir.) 1. Krøn. 2,47. Ætlandi av eftirkomarum Kalebs. Synir hansara eru navngivnir, men ikki faðir hansara. | | | Jedaja | (hebr. HARRIN veit ella kennir.) Sonur Sjimri og faðir Allon av eftirkomarum Zizas, av høvdingum símeonita, sum búsettust í Gedor. 1. Krøn. 4,37.
2. Sonur Hamuraf. Ein teirra, ið arbeiddu upp á múrin um Jerúsalem. Nehem. 3,10.
3. Høvdingin yvir øðrum luti av prestaskiftinum. 1. Krøn. 24,7.
4. Prestur, sum virkaði í Jerúsalem eftir útlegdina. 1. Krøn. 9,10. | | | Jedeja | (hebr. HARRIN veiti gleði.) Sonur Sjubael av húsi Gersoms. Høvdingi í einum av embætisflokkunum. 1. Krøn. 24,20. | | | Jedi | (hebr. útvaldur.) 2. Krøn. 9,29: „… og í sjónini, sum Jedi síggjari sá um Jeroboam, son Nebat.“ | | | Jedial | (Gud kennir.) Sonur Benjamin; hann er tann triði, ið nevndur er í 1. Krøn. 7,6. Hann gjørdist ættarfaðir at ættarhøvdingum, veldigum køppum. 17200 vandir hermenn. 1. Krøn. 7,11.
2. Sonur Simri og ein av køppum Dávids. 1. Krøn. 11,45.
3. Annar, ið nevndur er av sonum Mesjelemja, av duravaktaraflokkinum. 1. Krøn. 26,2. | | | Jedida | (hebr. elskað.) Dóttir Adaja úr Bozkat og móðir Josias kong. 2. Kong. 22,1. | | | Jedidja | (hebr. HARRIN elskar.) Navnið, sum Natan profetur gav Sálomo. 2. Sám. 12,25. | | | Jeditun | (hebr. lovprísingarkór.) Faðir Obed-Edom, sum saman við øðrum var duravaktari, tá ørk Guds var komin til Jerúsalems. 1. Krøn. 16,38; Sálm. 39, byrjanarorðini; Sálm. 77 somuleiðis. | | | Jedutun | (hebr. sum Jeditun.) 1. Krøn. 25,1: „So tóku Dávid og herhøvdingarnir út til gudstænastuna synir Asaf, Heman og Jedutun, sum í profetiskari burturrykking leikaðu á sitarum, hørpum og skáltrummum. V. 3: „Synir Jedutun, Gedalja, Zeri, Jesjaja, Hasjabja og Mattitja – seks í tali.“ Tá er Sjime’i í v. 17 roknaður uppí. | | | Jefta | (hebr. hann letur upp.) Gileaditur. Hin níggjundi av dómarum Ísraels. Vit lesa um hann í Dóm. 11,1–40 og 12,1–7. Hann var dómari í Ísrael í 6 ár. | | | Jefunne | (hebr. hann er til reiðar.) Faðir Kaleb, sum í trúskapi kannaði Kána’ansland við Josva. 4. Mós. 13,6; 14,6; 26,65; 32,12; 34,19; 5. Mós. 1,36; Josva 14,6 og fl.
2. Sonur Jeter av ætt Asers. 1. Krøn. 7,38. | | | Jegar-Sahaduta | (áram. vitnisvarði.) 1. Mós. 31,47. Hetta er, tá teir eru við at skiljast hvør frá øðrum, Jákup og Laban. Teir laðaðu grótrúgvu. Hon skuldi vera vitni um sátt og semju teirra millum. | | | Jehallelel | (hebr. sum prísar Gudi.) Hann var av eftirkomarum Juda. Fýra synir hansara eru nevndir við navni, men foreldur hansara eru ikki nevnd. 1. Krøn. 4,16. | | | Jehia | (hebr. HARRIN livir.) 1. Krøn. 15,24: „… og Obed-Edom og Jehia vóru duravaktarar arkarinnar.“ Hetta var, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. | | | Jehiel | (hebr. Gud livir.) Ein av duravaktarunum, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,18.20; 16,5.
2. Levitur av fólki Gersoms. 1. Krøn. 23,8: „Synir Ladan vóru Jehiel – sum var høvd – Zetam og Jóel, tríggir.“
3. 1. Krøn. 27,32: „… Jehiel, sonur Hakmoni, var hjá sonum kongs.“
4. Ein av sonum Jósafats ísraelskongs. 2. Krøn. 21,2.
5. Ein av umsjónarmonnunum í templinum á Ezekiasar døgum. 2. Krøn. 31,13.
6. Ein høvdingi á Josiasar døgum. 2. Krøn. 35,8.
7. Prestur av eftirkomarum Harims. Ezra 10,21.
8. Ein av eftirkomarum Elams. Ezra 10,26.
9. Ezra 8,9: „Av eftirkomarum Jóabs, Obadja, sonur Jehiel, og við honum 218 mans.“ Hesir komu heim úr Bábel við Ezra.
10. Faðir Sjekanja av eftirkomarum Olams. Ezra 10,2. | | | Jehu | (hebr. HARRIN er hann – Gesenius.) Profetur í Juda. Útsøgnir hansara vóru tó mest um Ísrael. Faðir hansara man hava verið tann Hanani síggjari, sum hevði at Asa kongi í 2. Krøn. 16,7. Jehu má hava verið heilt ungur, tá hann byrjaði. Hann talar til Baesja kong í Ísrael, 1. Kong. 16,1–4, og so, 30 ár eftir hetta, talar hann í álvara við Jósafat kong í Juda: „Skal gudleysur verða hjálpin, og skalt tú elska tey, ið hata HARRAN! Vreiði frá HARRANUM liggur yvir tær fyri hetta.“ 2. Krøn. 19,2. Hví Jehu profetur setti so harðliga at Jósafat kongi, fáa vit alt at vita um, tá vit lesa 2. Krøn. 18,1–34. Jehu livdi Jósafat kong av og skrivaði søgu um hann. 2. Krøn. 20,34.
2. Hin ellivti av kongum Ísraels, 2. Kong. 9,2, og abbasonur Nimsji, tó hann við hvørt er kallaður sonur ella eftirmaður hansara, t.d. Í 1. Kong. 9,16. Søgur Jehu kongs lesa vit í (m.a.) 2. Kong. 9,1–37 og 10,1–36. Hann var kongur í 28 ár.
3. Sonur Obed og faðir Azarja. 1. Krøn. 2,38.
4. Ein av høvdingunum í ættum sínum, sum tóku Gedor og settust niður har. 1. Krøn. 4,35–41.
5. Anatotitur. Ein teirra, sum komu til Ziklag til Dávid. 1. Krøn. 12,3. | | | Jehubba | (hebr. HARRIN fjalir.) Sonur Sjemer av húsi Beria. 1. Krøn. 7,34. | | | Jehud | (hebr. ærdur.) Býur á markinum í ættarluti Dans; sagdur at vera millum Ba’alat og Bene-Berak. Josva 19,45. Núverandi Jazur, um 8 km úr Joppe. | | | Jehudi | (hebr. úr Juda, t.e. jødi.) Jer. 36,14: „Tá sendu allir høvdingarnir Jehudi, son Netanja, son Sjelemja, son Kusji til Baruk og lótu siga: Tak við tær rulluna, ið tú last upp fyri fólkinum, og kom higar!“ Um hetta lesa vit alt í Jer. 36,1–32, sum er fródligur lestur. | | | Jehuel | (hebr. Gud livir.) Av eftirkomarum Hemans. 2. Krøn. 29,14. Hetta er, meðan templið verður reinsað á døgum Ezekiasar. | | | Jehukal | (hebr. HARRIN er mentur.) Jeremias 37,3: „Tó sendi Zedekias kongur Jehukal, son Sjelemja, og Zefanja, son Ma’aseja, prestin, til Jeremias profet og læt siga: Bið fyri okkum til HARRAN Gud okkara!“ Les Jer. 37,1–31. | | | Jeiel | (hebr. Gud tekur burtur.) Rubenitur av húsi Jóels. 1. Krøn. 5,7.
2. Levitur av húsi Meraris, sum gjørdi tænastu, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. Hann verður tríggjar ferðir nevndur í hesum versinum, so hann man hava havt ymsar tænastur. 1. Krøn. 16,5.
3. Levitur. Langabbi Jahaziels, sum við Anda HARRANS talaði eggjandi og uggandi orð til Jósafat kong. 2. Krøn. 20,14–18.
4. Ríkisskrivari Uzziasar kongs. 2. Krøn. 26,11.
5. Ein av eftirkomarum Elizafans, sum var við, tá templið varð reinsað. 2. Krøn. 29,13.
6. Ein av levitahøvdingunum, sum góvu levitunum kríatúr av smáfænum og 500 neyt til páskaoffur. 2. Krøn. 35,9.
7. Ein teirra, ið komu heim úr Bábel við Ezra saman við Elifelet og Sjemaja – og við teimum 60 mans. Ezra 8,13.
8. Ein av eftirkomarum Nebos, sum var ein teirra, ið høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,43. | | | Je-isj | (hebr. kvikur.) Hin fyrst nevndi av sonum Bilhan, benjaminits. 1. Krøn. 7,10. | | | Jekabze’el | (hebr. Gud savnar saman.) Býur í Juda. Sami sum Kalze’el, q.v. | | | Jekamja | (hebr. HARRIN savnar ella reisir.) Sonur Sjallum og faðir Elisjama, av eftirkomarum Sjesjans av Juda. 1. Krøn. 2,41.
2. Hin fimti, ið nevndur er av sonum Jekonja kongs. 1. Krøn. 3,18. | | | Jekamam | (Jekameam. hebr. fólkið reisir seg.) Í tali levitanna. 1. Krøn. 23,19: „Av sonum Hebron var Jerija høvd; Amarja var hin annar, Jahaziel hin triði og Jekamam hin fjórði.“ | | | Jekilja | (hebr. HARRIN er mentur.) Móðir Uzzias kong. Navnið er eisini stavað Jekolja. 2. Kong. 15,2; 2. Krøn. 26,3. | | | Jekolja | (hebr. HARRIN er mentur.) Móðir Uzzias kong. 2. Kong. 15,2. Navnið er eisini stavað Jekilja. | | | Jekonja | (Annað navn fyri Jójakin. Harrin styðjar.) 1. Krøn. 3,16. | | | Jekutiel | (hebr. Gud gevur. Kann vera frá arab. qata = at lata (annan fáa). Maður, ið umtalaður er í ættarliði Juda, 1. Krøn. 4,18, sum sonur Mered við jødisku konu hansara og faðir ella stovnari Zanoa, q.v. | | | Jemima | (hebr. Dúva.) Elsta dóttir Job, av teimum, sum hann fekk eftir vanlukkuna. Job 42,14. | | | Jemuel | (hebr. dagur Guds.) Elsti sonur Símeon. 1. Mós. 46,10; 2. Mós. 6,15. Í 4. Mós. 26,12 er navnið stavað Nemuel. | | | Jerame’el | (hebr. Gud er miskunsamur.) Elsti sonur Hezron, son Perez, son Juda. 1. Krøn. 2,9. Eftirkomarar hansara eru nevndir jerame’elitar.
2. Levitur av húsi Meraris. 1. Krøn. 24,29.
3. Ein av teimum, sum Jójakim kongur sendi at taka Jeremias profet og Baruk skrivara. „Men HARRIN fjaldi teir.“ Jer. 36,26. | | | Jered | Ein av ættarfedrunum undan flóðini. Sonur Mahalalel og faðir Enok. 1. Krøn. 1,2; 1. Mós. 5,15–20.
2. Í 1. Krøn. 4,18 sagdur at vera faðir ella stovnari Gedors, q.v. | | | Jeremai | (hebr. HARRIN er høgur.) Ein av eftirkomarum Hasjums, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,33. | | | Jeremias | (hebr. HARRIN er høgur ella reisir.) Hin næstfyrsti av teimum „stóru“ profetunum í Gamla Testamenti. Faðir hansara var prestur og búði í Anatot í Benjaminslandi. Jer. 1,1. Les bók Jeremiasar. Hetta tekur góðar 5 tímar, men tað loysir seg væl.
Jeremias var heilt ungur, tá hann varð kallaður til profet. Hetta var 13. árið, ið Josias kongur sat við stýrið, ár 627 f.Kr. Í meir enn 40 ár virkaði hann fyri Harran, vitnaði fyri fólkinum og áminti tey.
Hetta var, meðan Josias, Jóahaz, Jójakin, Jójakim og Zedekias vóru kongur. Líka til Jerúsalem varð tikið og nakað eftir tað. Hann var trúgvi og djarvi tænari Harrans millum fólkið í heimlandinum. Hann man hava búð í Jerúsalem mestu tíðina. Hann kann hava verið viðvirkandi til trúbótina á døgum Josiasar, q.v., men hann visti sjálvandi, at ein slík afturvendan, um góð í sjálvum sær, ikki kundi broyta fólkið ella hug og vilja tess.
Eftir deyða Josiasar tykist lív Jeremiasar at hava verið ein líðingarsøga. Jójakim lá honum eftir lívinum, og hann brendi talurnar, sum Baruk eftir fyrisøgn Jeremiasar hevði skrivað. Ein flokkur av fólki í ætt við kong og nakrir prestar og profetar við serrættindum frá kongi vóru altíð ímóti Jeremiasi. Teir lótust at umboða hitt veruliga Ísrael, og hann, sum hevði fingið álagt at kunngera dóm Guds yvir ólýdna fólkið, kallaðu teir landasvíkjara. Frá hesi tíðini er tala hansara, sum vit lesa í kapitlunum 7–9. Zedekias var í viðurskiftum sínum við profetin líka vinglutur sum annars í politikki sínum. Hann sendi boð eftir Jeremiasi, men lurtaði ikki eftir honum. Til tess at tekkjast sínum næstu í kongshøllini, koyrdi hann profetin í fangahús. Hann setti hann í tóman brunn, har hann hevði doyð í móruni, hevði ikki Ebed-Melek, ein av tænarum kongs, gjørt um seg og fingið loyvi frá kongi at draga hann uppúr aftur.
Tá Jerúsalem fall, varð Jeremias fríur. Hann var eina tíð í Jerúsalem hjá Gedalja, q.v., men tá Gedalja varð dripin, noyddu jødarnir, sum flýddu til Egyptalands, Jeremias at koma við teimum, kap. 39–43. Síðani er einki skrivað um lagnu Jeremiasar.
Afturat tí, sum sagt er um Jeremias:
1. Profeti, undan falli Jerúsalems
Kongsveldi Josiasar.
Kongsveldi Jójakins.
Kongsveldi Zedekiasar.
2. Profeti eftir fall Jerúsalems.
Leivdin í Juda.
Leivdin í Egyptalandi.
Nøkur árstøl:
Josias byrjar trúbót, 627 f.Kr.
Jeremias kallaður, 626 f.Kr.
Bókin funnin, 621 f.Kr.
Josias fellur við Megiddo, 608 f.Kr.
Fyrsta herleiðing, 606 f.Kr.
Jerúsalem brendur, 586 f.Kr. | | | Jeremot | (hebr. úr arabiskum warima, t.e. stórt.) Ættarhøvdingi av ætt Benjamins, av húsi Beria og Elpa’al.
2. Meraritlevitur, sonur Musji. 1. Krøn. 23,23. Í 1. Krøn. 24,30 kallaður Jerimot.
3. Í 1. Krøn. 25, har roknað eru upp hini 24 sangaraskiftini V. 22: „fimtandi á Jeremot, synir og brøður hansara, tólv“.
4. Ein av eftirkomarum Elams, sum hevði tikið fremmanda konu. Ezra 10,26.
5. Ein av eftirkomarum Zattu, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,27.
6. Ein av eftirkomarum Banisar, somuleiðis. Ezra 10,29. | | | Jeria | (hebr. grundfest hevur HARRIN.) Sonur Heber levit. 1. Krøn. 24,23. | | | Jeribai | (hebr. HARRIN stríðir.) Sonur Elna’am. Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,46. | | | Jeriel | (hebr. Gud sær.) Ein av sonum Tola, sum vóru høvdingar í ættum sínum. 1. Krøn. 7,2. | | | Jerija | (hebr. grundfest hevur HARRIN.) Sonur Hebron levit. 1. Krøn. 23,19: „Av sonum Hebrons var Jerija høvd.“
2. Sonur Sjelemja, ein høvuðsmaður yvir vaktini, Jer. 37,13: „Men táið hann kom í Benjaminsportur, stóð har ein høvuðsmaður yvir vaktini, sum æt Jerija, hann var sonur Sjelemja, son Hananja. Hann treiv í Jeremias profet og segði: Tú ætlar at leypast til Kaldearar!“ | | | Jeriko | (hebr. angandi, ella trúligari mánabýur.) Hann er ein hin elsti av býunum í Palestina. Hann liggur í Jordandalinum 3 km frá ánni og um 7 km norðan fyri Deyðahav. Í 5. Mós. 34,3 er hann kallaður Pálmastaðurin. Navnið Jeriko kann koma av „ferra“, t.e. Máni, frá fortíðar mánadýrkan. Tá fólk Ísraels kom inn í landið, var hann stórur býur og tann fyrsti, ið teir tóku, komnir um Jordan. Greitt er frá hesi undurfullu hending í Josva 6.
Jarðfrøðiligur útgrevstur í heygnum við núverandi býin, har gamli Jeriko stóð, vísir, at øgilig vanlukka er komin yvir staðið um ár 1400 f.Kr. Hin uttari býarmúrurin er raplaður úteftir og hevur tikið nakað av innara múrinum við sær. Býurin er síðani brendur og hevur ligið í oyði í langar tíðir, svarandi til bann Josva. Josva 6,26. Á døgum Akabs bygdi maður, sum æt Hiel, úr Betel, Jeriko upp aftur. 1. Kong. 16,34. Hann misti elsta og yngsta son sín eftir banni Josva. Vit lesa um í 2. Kong. 2, at Elisa profetur gjørdi undur í Jeriko, tá hann reinsaði drekkivatnið. Tá ferðast varð úr Galilea gjøgnum Jordandalin, kom ein framvið ella gjøgnum Jeriko. Luk. 19,1. Frá Jerúsalem til Jeriko sigst at vera um 37 km. Heródes hin Stóri bygdi sær prýðiliga borg har til at vera í um veturin. Býurin liggur 250 m lægri enn havið. Eglon kongur í Móab helt til har, tá Ísrael var í hansara valdi í 18 ár. Dóm. 3,13–14. | | | Jerimot | (hebr. hæddir.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Bela, son Benjamin. 1. Krøn. 7,7. Sagt er um teir: „Ættarhøvdingar og veldigir kappar.“
2. Ein av sonum Beker, av ætt Benjamins. 1. Krøn. 7,8. Her stavað Jeremot.
3. Ein teirra, sum komu til Dávid, meðan hann var í Ziklag. 1. Krøn. 12,1.5.
4. Hin seinasti, ið nevndur er av sonum Musji, sum var sonur Merari. 1. Krøn. 6,19.
5. Sonur Heman. 1. Krøn. 25,1.4.
6. Sonur Azriel høvdinga í ætt Naftali. 1. Krøn. 27,19.
7. Sonur Dávid. 2. Krøn. 11,18. | | | Jeriot | (hebr. okkurt, sum skelvur ella flagsar, harav: tjaldteppi, sum í Hás. 1,5.) Seinna kona Kaleb, sonar Hezrons. 1. Krøn. 2,18. | | | Jeroboam | (hebr. fólkið økist.) Fyrsti kongurin í ríki Ísraels eftir at ríki Dávids var býtt sundur í Ísrael og Juda. Hann var kongur frá 931 til 911 f.Kr. Misnøgd var í landinum longu á døgum Sálomos. Damaskus hevði gjørt seg leysan, og Edom var við at gera tað sama. Hitt langa pliktarbeiðið, sum Sálomo álegði fólkinum, hevði elvt til skilnað millum norður- og suðurættirnar. Norðurættirnar fingu efra’imitin Jeroboam í part við sær. Les 1. Kong. 11,26 o.fr. til 40.
Tá Jeroboam flýddi til Egyptalands, varð hann sjálvandi væl fagnaður, tí egyptum dámdi væl, at Ísrael ikki var ov sterkt. Tá Sálomo er deyður, fer Jeroboam heim aftur, og í Sikem verður Rehabeam vrakaður og Jeroboam kongur í norðurríkinum. 1. Kong. 12,1 o.s.fr. Í bardagnum millum suður- og norðurríkini hevði Juda størri stríðsmegi, so Jeroboam mátti lata frá sær høvuðsstað sín, Sikem, og víggirda Penuel eystan fyri Jordan. Nú gjørdi Farao Sisak í Egyptalandi herferð móti Juda. 1. Kong. 14,2 o.s.fr. Sisak sigur frá í eini innskrift, at hann tók fleiri býir í Palestina. Hann breyt niður megi Juda og gjørdi tað til hjáland hjá sær, so nú minkaði trýstið norðureftir móti Ísrael. Í 1. Kong. 14,17 síggja vit, at Jeroboam hevur flutt høvuðsstaðin aftur og er nú í Tirza nær við Sikem. Honum dámdi ikki, at fólkið helt fram við at ferðast til Jerúsalems til halgidómin og setti tí upp hinar viðgitnu gullkálvarnar í Betel og Dan, sum vóru hvørt í sínum enda av norðurríkinum. Av hesum stóðst ræðuligur trúarblandingur, sum profetarnir talaðu harðliga ímóti. 1. Kong. kapitl. 13 og 14. Jeroboam er ofta nevndur sum tann, ið fekk Ísrael at synda.
Jeroboam II. Kongur í norðurríkinum Ísrael ár 790–749 f.Kr. Hann stríddist við sýrlendingar og tók Damaskus. 2. Kong. 14,28. Hann tók eisini aftur landið eystan fyri Jordan. Meðan hann var kongur, var norðurríkið ríkt og sterkt og var langt framman fyri Juda. Hesar góðu tíðirnar førdu fólkið út í ólevnað, sum so mangastaðni. Amos profetur talaði og ávaraði fólkið, tí hevnd kundi koma yvir tey. Amos 4,11–12. Men har kom bæði prestur og kongur uppí og bóðu hann sleppa sær av landinum. Amos 7,10.12. Amos var ættaður úr Juda, úr bygdini Tekoa. Hesin Jeroboam var hin fjúrtandi av kongunum í Ísraelsríki. Hann gekk somu leið sum Jeroboam I hálvtannað hundrað ár frammanundan. | | | Jeroham | (hebr. hann er elskaður, samkensla.) Sonur Elihu og faðir Elkana, faðir Sámuel. 1. Krøn. 6,27.
2. Faðir nakrar benjaminitar, sum búðu í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,27.
3. Faðir Jibneja, høvuðsmann í ætt Benjamins, sum búði í Jerúsalem. 1. Krøn. 9,8.
4. Prestur. Sonur hansara var ein av prestunum, sum búðu í Jerúsalem, hann æt Adaja. Í Nehem. 11,12 lesa vit eisini um ein Adaja, son Jeroham.
5. Jeroham úr Gedor. Faðir Joela og Zabadja, sum vóru av teimum, sum komu til Ziklag til Dávid. 1. Krøn. 12,1.7.
6. Faðir Azarel, ið var herhøvdingi í ætt Dans á døgum Dávids. 1. Krøn. 27,22.
7. Faðir Azarja, sum var ein høvuðsmaður yvir 100, sum Jójada prestur fekk við sær saman við øðrum at fáa Jóas á kongssætið. 2. Krøn. 23,1. Les um hetta kap. 21–22–23. | | | Jerubba’al | (hebr. stríðist Ba’al, latið Ba’al verja seg.) Dóm. 6,32: „Av hesum fekk Gideon navnið Jerubba’al, við tað at teir søgdu: Ba’al greiði søk sína móti honum, síðani hann hevur rivið niður altar hansara!“ Les um hetta í Dóm. kap. 6, allan. | | | Jerubbesjet | (hebr. stríðist skommin, latið skommina verja seg.) 2. Sám. 11,21. Her er navnið framborið Besjet í staðin fyri Ba’al. Tað er „skommin“ í staðin fyri, tí gudanavnið Ba’al ljóðaði illa í teirra oyrum. | | | Jeruel | (hebr. grundfest hevur Gud.) Vit lesa í søguni um, tá Jósafat vann sigur á fíggindum sínum í 2. Krøn. 20,1–25. Í v. 16 lesa vit: „Farið móti teimum í morgin! Teir fara tá niðan á Hazzizhædd, og tit koma at hitta teir í dalbotninum, beint yvir av Jeruelsoyðimørk.“ | | | Jerúsa | (hebr. ogn, tikin til ognar.) Dóttir Zadok og drotning Uzzias kongs. Hon var móðir Jótam kong í Juda. 2. Kong. 15,32–33. Stavast eisini Jerusja. 2. Krøn. 27,1. | | | Jerúsalem | Uppruni navnsins er ikki helt vissur. Hugsandi er, at tað er komið úr semitiskum máli og í ætt við hebr. sjalom (sjalem) t.e. friður og kanska sama sum Melkizedeks Salem. 1. Mós. 14,18; Sálm. 76,2. Ein egyptisk uppskrift frá seinna partinum av nítjandu øld f.Kr. nevnir hann Urusalimum. Amarnabrøvini frá fjúrtandu øld f.Kr. kalla hann Urusalim, sum ivaleyst merkir Friðarbýur. Assýrarar kallaðu hann Ursalimmu. Rómverjar og grikkar kallaðu hann Hiorosolyma, og arabarar kallaðu hann El Kuds, t.e. heilagt torn. Jerúsalem er ógvuliga gamal býur, heilt frá steinøldini. Um ár 2500 búsettust semitar har. Flintvápn frá tí tíðini eru funnin har. Um ár 1400 f.Kr. kom býurin undir egyptiska yvirvøld, og har hevur ivaleyst verið egyptisk herstøð.
Tá Ísrael kom úr Egyptalandi, høvdu jebusitarnir býin, og Ísrael megnaði ikki at taka hann fyrr enn á døgum Dávids. Kortini er líkt til, at teir fyri ta tíð høvdu tikið partar av býnum, kanska teir niðast staddu. Josva 15,8. Tá Dávid hevði tikið býin, bygdi hann hann upp aftur og nógv afturat. Sálomo helt fram við tí, og har afturat bygdi hann hitt tiltikna templið. Hann bygdi eisini ein trivaligan múr. 1. Kong. 9,15.
Veðurlagið har er eyðkent av, at býurin liggur so høgt uppi. Um summarið er altíð lot inn av havinum, og verður har tí ikki so ógvuliga heitt. Um náttina kann vera nakað kalt. Frá mai til oktober er næstan einki regn. Í november og til apríl er regntíðin. Eitt sindur av kava kann síggjast um veturin, men hann verður ikki liggjandi. Býurin liggur 750 m hægri enn havið. Frá døgum Sálomos og úteftir vaks hann nógv, og hann var størstur um sjeyndu øld f.Kr. Í árinum 586 kom Nebukadnezar bábelskongur og legði hann í oyði. Nú lá hann leingi avtoftaður. Undir fyristøðu Nehemiasar vórðu múrarnir uppafturbygdir um ár 445, tá ein leivd av jødunum var farin hagar at búgva, tá tey komu heim aftur úr Bábel. Les Nehem. 1,1–4. Nýtt tempul varð bygt, men ikki so stórt og prýðiligt sum Sálomos. Ezra 3,10–13.
Á døgum Heródesar hins Stóra broyttist nógv í Jerúsalem. Góðan hug hevði hann at byggja og vildi hava staðin hóskandi einum, sum í roynd og veru var einavaldsharri. Templið bygdi hann um heilt av nýggjum, og tempulplássið gjørdi hann dupult so stórt, sum tað hevði verið. Norðan fyri templið bygdi hann Antoniuborgina, og hervirkini gjørdi hann sterkari. Á vestastu hæddini bygdi hann prýðiliga borg við trimum sterkum víggirdum tornum. Har afturat skúlar og ítróttarpláss. Henda byggingin helt bara, til hann doyði. Eftirmaður hansara Arkelaus misti næstan alt valdið til hin rómverska landshøvdingan. Ein nýggjur býarmúrur, sum Agrippa fór undir at gera, varð ongantíð liðugur. Rómverjar forðaðu honum í hesum. (Heródes, q.v.) Tá ið jødarnir gjørdu uppreistur móti rómverjum, varð Jerúsalem kringsett og so tikin. Ár 70 e.Kr. og so aftur ár 132 e.Kr. Tá varð hann lagdur í oyði og soraður sundur. Rómverjar bygdu annan bý oman á toftirnar og kallaðu hann Aelia Kapitolina. Í tann býin høvdu jødarnir ikki loyvi at koma.
Haðanífrá og tvey hundrað ár frameftir sigur søgan nærum einki frá staðnum. Stórar bøkur eru skrivaðar um lagnu Jerúsalems og jødanna, síðani hin dagin, tá tey róptu: „Blóð Hansara komi yvir okkum og børn okkara!“ Matt. 27,25. Alt er ikki sagt enn. Meðan hetta verður skrivað, í februar 1974, er spurningurin, sum hann nú er vorðin, ein óloysilig fløkja. | | | Jesabel | (hebr. einslig, ógift.) Dóttir Etba’al kong í Týrus og Sidon og drotning Akabs kongs í Ísrael. Faðir hennara var fyrr astartuprestur, men tók við valdi kongssætið frá bróður sínum Pelles. Fyrsta vit hoyra um hana, er, at hon verður drotning Akabs kongs. 1. Kong 16,31, um ár 871 f.Kr. Ísraelsríki var farið av lagi átrúnarliga áðrenn hetta, men nú bar av. Fønikisk gudadýrkan varð stovnsett, og hon tók til í stórum. Við borð Jesabelar vóru 450 Ba’als profetar og 400 asjeruprofetar, meðan profetar HARRANS vórðu dripnir eftir boðum hennara. 1. Kong 18,13; 2. Kong. 9,7. Tá so fólkið av Eliasar ávum reisti seg ímóti prestum hennara og drópu teir við Karmelsfjall, var Akab ræddur, men hon var tann sama. Hon sendi Eliasi boð, at hann dagin eftir skuldi verða dripin. Les 1. Krøn. 19,1–21. Hvussu tey bóru seg at við Nabot, lesa vit um í 1. Kong. 21,1–29. Akab fall í stríðnum um Ramot í Gilead. 1. Kong. 22,1–51.
Um deyða Jesabelar lesa vit í 2. Kong. 9,1–37. | | | Jesimiel | (hebr. Gud setur, Gud ger.) Ein av høvdingunum í ættum sínum, ið nevndir eru í 1. Krøn. 4,34–41, sum fóru avstað yvir móti Gedor líka til eystan fyri dalin og tóku alt lendið har uttanum frá meunitum og búsettust í landi teirra. | | | Jesjaja | (hebr. HARRIN er hjálparin.) Hin seinni, ið nevndur er av sonum Hananja, son Zerubbabel. 1. Krøn. 3,21.
2. Ein av sonum Jedutun, av teimum, sum spældu á sitarum, hørpum og skáltrummum. 1. Krøn. 25,3.
3. Sonur Rehabia, av levitisku ættini frá Eliezer. 1. Krøn. 26,25.
4. Sonur Itiel, av ætt Benjamins. Nehem. 11,7.
5. Ezra 8,7: „Av eftirkomarum Elams Jesjaja, sonur Atalja, og við honum 70 mans.“
6. Levitur av húsi Meraris, sum saman við Hasjabja kom til Ezra við Ahava á vegnum heim úr Bábel.
7. Faðir Itiel benjaminit, hvørs eftirkomari Sallu búði í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel. | | | Jesjana | (hebr. gamal.) Abia elti Jeroboam og tók frá honum fleiri býir. Millum aðrar Jesjana við smábýunum 2. Krøn. 13,19. | | | Jesjarela | (hebr. rættsintur fyri Gudi.) Ein teirra, ið tænastan varð løgd á at spæla á sitarum, hørpum og skáltrummum. Sjeyndi luturin fall á Jesjarela. Hann var sonur Asaf. 1. Krøn. 25,14. | | | Jesjebab | (hebr. sessur faðirsins.) Prestur. Hann, ið 14. luturin fall á. 1. Krøn. 24,13. | | | Jesjer | (hebr. rættlæti.) Ein sonur Kaleb, son Hezron, við konu hansara Azubu. 1. Krøn. 2,18. | | | Jesjijsai | (hebr. HARRIN er gamal.) Sonur Jado og faðir Mikael, ein av eftirkomarum gaditanna, sum búði í Gilead. 1. Krøn. 5,14. | | | Jesjohaja | (hebr. sum HARRIN boyggir.) Ein av høvdingunum í ætt Símeons, sum fóru móti Gedar at leita eftir haglendi til smáfæ sítt. 1. Krøn. 4,36–39. | | | Jesjua | (hebr. HARRIN er hjálp ella bjarging.) Prestur á døgum Dávids. Hann, ið níggjundi lutur fall á. 1. Krøn. 24,11.
2. Levitur. Ein teirra, ið settir vórðu til at býta út offurgávur HARRANS og hinar heiløgu gávur millum brøður teirra. 2. Krøn. 31,15.
3. Sonur Józadak og fyrsti høvuðsprestur, eftir at fólkið var herleitt til Bábel. Hann var samtíðarmaður Zerubbabels, q.v., og føddur í Bábel, har faðir hansara Józadak fór við, tá ið HARRIN læt Nebukadnezar flyta Juda og Jerúsalem í útlegd. 1. Krøn. 6,15. Hesin Jesjua kom heim úr Bábel við Zerubbabel fyrsta árið, Kyros kongur sat við stýrið. Hann verður kallaður Josva Frelsarin, helst av sínum ídni fyri landi, fólki, húsi og søk Harrans annars. Ezra 2,2; Ezra 3,1–3. | | | Jesjurun | (hebr. hin reiðiligi, rættsinti. Man kortini merkja: kæra lítla fólk – Gesenius. Heiðursnavn, sum sagt er um Ísrael í 5. Mós. 32,15; 33,5–26; Es. 44,2, til at minna fólk Ísraels á høga kall tess. | | | Jesus | Kent navn í Gamla Testamenti er Jehosjua. Vit frambera tað Josva. Í Nýggja Testamenti er tað stavað Jesus. Matteus byrjar evangelium sítt við: „Ættartal Jesu Krists, Sonar Dávids, Sonar Ábrahams.“ Eingil Harrans segði um Mariu: „Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.“ Matt. 1,21. „Eftir at Gud forðum mangan og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar við profetunum, hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum.“ Hebr. 1,1.
„Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.“ Jóh. 1,14. Hann, sum frá ævum var í fangi faðirsins, hvíldi nú í móðurfangi. Hann, sum var skapari menniskjans, kom higar sum menniskja. Hann, sum klæddi foldina í vøkstur, lá nú reivaður. Hann, sum himlar himlanna ikki rúma, lá í trongari krubbu. Hann, sum er breyð lívsins, visti um at hungra. Hann, sum er keldan, visti um at tysta.
Jóhannes og lærisveinar hansara stóðu ein dagin, har Jesus kom gangandi. Jóhannes hugdi á Jesus og segði: „Hygg Lamb Guds.“ Jóh. 1,29. Hetta var ikki bert nakað, hann segði um Jesus. Hetta var vitnisburður frá hjarta, sum fult er av Honum, ið fyllir Himmalin við dýrd. Undurfull megi er í vitnisburðum frá slíkum hjørtum. Hetta er sum at blaka stein á stilla tjørn; ringarnir gerast størri og størri, til teir brotna móti bakkanum.
Lærisveinarnir hoyrdu orð hansara, og teir fóru aftan á Jesusi. Andrias hitti bróður sín Símun og segði við hann: „Vit hava funnið Messias,“ og hann fór til Jesus við honum. „Vit hava funnið Hann.“ Frá manni til mann gongur hesin vitnisburður, inntil Hann kemur. Hví var Hann so undurbarur fyri hesar menn? Mundu teir ikki kenna angan av tí, Hann var salvaður við? „Tú elskar rætt og hatar gudloysi, tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar.“ Sálm. 45,8. Ja av sonnum, Hann var millum okkara, og vit sóu dýrd Hansara. Heimurin undrast og spyr: „Hvat vildi Hann við at koma til jarðar? Var tað til at stovna nýggja religión? Skuldi Hann kunngera her í heiminum, hvussu menniskju eiga at liva og vera? Hevði Nikodemus rætt, tá hann segði: „Tú ert lærari, komin frá Gudi?“ Jóh. 3,2.
Um alt hetta kunnu vit spyrja Harran sjálvan, so kann eingin ivi vera um tað. Hann sigur: „Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí fortapta og frelsa tað.“ Í hesum opinberar Hann kærleika Sín á ein hátt, sum stígur upp um alt vit, ein kærleika, sum ikki fatast, men bert kann mátast við orðum Hansara: „Tí so elskaði Gud heimin.“ Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.“ 1. Jóh. 4,10.
Meg leið til hitt sælasta pláss,
sum fall í eins syndara lut,
har negldan til spott á ein kross
eg síggi mín Harra og Gud!
Stríðið byrjaði í oyðimørkini, helt fram og náddi hæddina á „Staðnum, sum kallast Golgata“. Matt. 27,33. Hann møtti freistaranum og vann á honum í øllum lutum. Hann leit á Faðirin og styðjaði Seg til hitt skrivaða orðið. Í oyðimørkini sum í Eden talaði freistarin fyrst til likamið. Tá Hann hevði fastað í 40 dagar, segði freistarin: „Ert tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“ Matt. 4,3. Hann vildi lokka hann til at stíga út av leiðini, Hann gekk, í lýdni Móti faðir Sínum og at virka sjálvstøðugt við at vísa fram guddómsmegi Sína. Hann svarar við orði Guds: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið gongur út av munni Guds.“ V. 4. Um nú einki ilt hevði verið í tí at gjørt steinar til breyð, hevði tað tó verið skeivt at akta freistaran. Harrin var komin at gera vilja Faðirsins. Var tað vilji Hansara, at Sonurin skuldi svølta til deyðis, so heldur tað, enn at lýða freistaran, sum Ádam og Eva gjørdu. Annað álopið var snildari enn fyrsta. Kundi hann ikki vinna á Honum gjøgnum likamið, skuldi hann royna á annan hátt, at skaða álitið á Faðirin. Hann tók Hann upp á templið, og vit skilja, hvat hugsan hansara nú var: „Í oyðimørkini var álit Títt gott, vís tað nú fyri øllum býnum, so fer alt Ísrael at taka móti Tær sum Messias, ið tey so leingi hava longst eftir!“ „Ert tú Sonur Guds, so leyp niður!“ Jesus svaraði: „Uppaftur er skrivað: Tú mást ikki freista Harran Gud tín.“ Matt. 4,6–7. Seinasta álop freistarans var, at hann tók Hann niðan á høgt fjall og vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann: „Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“ V. 9. Við øðrum orðum: „Kom og lat okkum sættast! Tú veitst líka væl sum eg, at eg eri høvdingi í hesum heimi. Eg veit, at Tú ert sonur Guds. Hví skalt tú fara krossins tungu leið! Vís tú lýdni móti mær, so skal eg geva Tær ræði yvir øllum, í heiminum er: Religión heimsins, handilsskapi heimsins, livihátti heimsins, stuttleika heimsins, sum Tú sært, eg havi í hondum. Latum okkum virka í felagsskapi. Við svørði Andans, sum er orð Guds, gav sigrandi Harri okkara honum stingin: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ V. 10. „Tí eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina.“ Róm. 5,19.
Lív Harrans her á foldum var bardagi móti óndum andum, tá hann ferðaðist um og grøddi hini hjartabrotnu, gav hinum blindu sjón og fríaði tey, sum fangað vóru. Menniskju av ringasta slag gjørdust heiløg menniskju. Menn, sum settir vóru av illum andum, gjørdust fríir og fingu skilið, deyð vórðu reist upp. Harrin fæst ikki við at hjálpa upp á tað, sum hin óndi hevur spilt, nei, tað tekur Hann og ger til nýggjar skapningar, og hesum heldur Hann fram við, til Hann kemur. Men á Golgata, her er tað, vit koma til dýpið av kærleika, sum ikki fatast. Her koma vit til hæddir, sum ikki mátast. Doyði Hann fyri læru Sína, sum blóðvitni? Blóðvitni hava altíð havt ugga í nærveru Guds, men Hann rópti: „Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær?“ Matt. 27,46. Doyði Hann til at vísa okkum kærleika Guds til menniskju? Hann elskar okkum, tað vísti Hann harvið, at Hann andaðist á krossinum, men meir er í deyða Hansara enn tað. Doyði Hann sum dømi fyri okkum, at vit eiga at geva okkum fyri onnur? Sum Hann hevur elskað okkum, eiga vit at elska hvør annan, og um neyðugt skuldi verið, givið okkum hvør fyri annan, men meir er í deyða Hansara enn tað. Var deyði Hansara av manna ávum ella ætlan Guds? Hann segði einaferð við ein av farisearunum, sum æt Nikodemus: „Ert tú lærari Ísraels og veitst ikki hetta.“ Jóh. 3,10. Tá lærari Ísraels ikki fataði tað, segði Harrin Jesus honum tað soleiðis: „Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.“ V. 14. Í síni tíð, um 700 ár, áðrenn hann segði hetta fyri Nikodemusi, hevði hann latið Esaias profet síggja hetta sama: „Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.“ Es. 53,5. Hetta er vissan, fólk Hansara livir í, meðan tað bíðar eftir Honum, og heimurin, sum „háðar hitt krossins træ“, rópar enn sum í forðum: „Burt við Honum.“ Hvør rópar harðari enn annar: „Menniskjan hevur sín fría vilja!“ „Vit eru kristið fólk. Vit vilja lata øll hava trúarfrælsi. Latið hvønn hava sína hugsan í friði!“ Týdningurin í øllum hesum er hin sami: „Burtur við Honum,“ men Hann talar kortini frið til fólk Sítt, til teirra, sum í trúnni hava litið seg Honum í hendur. Í dag talar Hann við Faðir Sín, sum Hann byrjaði, meðan hann dvaldi her millum Síni: „Og hetta er hitt æviga liv, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og Tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus … Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið mær av heiminum … Tí orðini, ið Tú gavst Mær, havi Eg givið teimum, og tey hava tikið við teimum, og kent av sonnum, at Eg eri gingin út frá Tær; tey hava trúð, at Tú hevur sent Meg. Eg biði fyri teimum … Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum … Halga tey í sannleikanum. Orð Títt er sannleiki. Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini Eg sent tey í heimin … Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg – at tey øll skulu verða eitt … Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt sum Vit eru eitt … Faðir, Eg vil, at har, sum Eg eri, skulu eisini tey, sum Tú hevur givið Mær, vera hjá Mær, fyri at tey skulu síggja dýrd Mína, sum Tú hevur givið Mær.“ Jóh. 17,3–22. „Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er, fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.“ Filip. 2,9–11.
Og meðan vit bíða og vænta Hann, ynskja vit at kenna Hann betur og betur, sum dagarnir ganga. Ein hevur sagt tað soleiðis: „Harri! Gev mær nógv av náði, so verður eitt sindur her í heiminum nóg mikið. Gev mær nógv av Himlinum, so verður eitt sindur í heiminum til nyttu. Gev mær nógv av keldunum har uppi, so verður eitt sindur úr keldunum her nýtandi. Lat meg heldur vera fátækan mann og ríkan kristnan, enn ríkan mann og fátækan kristnan. Lat meg heldur gera nakað, vera nakað og bera nakað, enn vera dvørgvaksnan millum tey, sum tilkomin eru í náðini!“
Ein dag – vit hava ikki fingið at vita nær – kemur Jesus, og henda skal tá tað, sum lovað er: „Harrin sjálvur skal koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tá hvør annan við hesum orðum!“ 1. Tess. 4,16–18.
At skriva og tala um Jesus verða vit ikki liðug við her í tíðini. Nei: Ævin øll er ei nóg long at syngja honum takkarsong! | | | Jeter | (hebr. háborin ella valamaður.) Elsti sonur Gideon. Tá Gideon hevði fangað midjanitakongarnar Zeba og Zalmunna, „segði hann við Jeter, elsta son sín: Reis teg og drep teir! Men drongurin dró ikki svørðið, hann tordi ikki, tí hann var so ungur enn.“ Les Dóm. 8,1–28.
2. Faðir Amasa, herhøvdinga Ísraels. 1. Kong. 2,5.
3. Sonur Jada, eftirkomari Hezrons, av ætt Juda. 1. Krøn. 2,32.
4. Sonur Ezra í ættartali Juda. 1. Krøn. 4,17.
5. Ein av ættarhøvdingum Asers. 1. Krøn. 7,38. | | | Jetet | (hebr. stytting av jet e d e t, te. nagli ella hælur sum t.d. Ezek. 15,3; 2. Mós. 27,19.) Ein av ættarhøvdingum Esaus. 1. Mós. 36,40. | | | Jetro | (hebr. stórleiki, stórbarur.) Prestur og høvdingi í Midjan. Eisini kallaður Re’uel, so at Jetro man hava verið høvdingsheiti hansara. Hann var verfaðir Mósesar. Vit lesa um hann í 2. Mós. 2,16–22, og í 2. Mós. 18,1–27. | | | Jetur | (hebr. tilhald, kringsett.) Ein sonur Ísmael. 1. Mós. 25,15; 1. Krøn. 1,31. Navn hansara er eisini nevnt um eftirmenn hansara iturear, sum búðu eystan fyri Jordan, norðast í landinum. Luk. 3,1. | | | Je’uel | (hebr. Gud tekur burtur.) Ein av eftirkomarum Zeras, sum saman við sekshundrað og níti av brøðrum sínum búði í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábylon. 1. Krøn. 9,6.
2. „Í Gibeon búði Je’uel, faðir Gibeon; kona hansara æt Ma’aka. 1. Krøn. 9,35.
3. Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,44.
4. Ríkisskrivari Uzzias kongs. 2. Krøn. 26,11.
5. Levitur av eftirkomarum Elizafans. 2. Krøn. 29,13.
6. Ein av eftirkomarum Adonikams, sum komu heim úr Bábel og við teimum seksti mans. Ezra 8,13. | | | Je’usj | (hebr. sum hann skundar sær til ella kemur til hjálpar.) Sonur Esau við Oholibamu. Hann varð føddur í Kána’anslandi, men seinni ein høvdingi edomita. 1. Mós. 36,5,14,18; 1. Krøn. 1,35.
2. Hin fyrsti, ið nevndur er av sonum Bilhan, sonarson Benjamins. Her stavað Jeisj. 1. Krøn. 7,10.
3. Levitur. Ein av 4 sonum Sime’i av fólki Gersons. 1. Krøn. 23,10–11.
4. Hin fyrsti, ið nevndur er av trimum sonum Rehabehams. 2. Krøn. 11,19. | | | Jeuz | (hebr. dómari.) Sonur Sjaharajim við konu hansara Hodesj. 1. Krøn. 8,8.9.10. | | | Jezanja | (hebr. HARRIN hoyrir.) Ein av herhøvdingunum, sum komu til Mizpa til Gedalja „Jezanja sonur Ma’akatitin“. Jer. 40,8. | | | Jezer | (hebr. evnað ella myndað). Hin triði, ið nevndur er av sonum Naftali og ættarfaðir jezerita. 1. Mós. 46,24; 4. Mós. 26,49; 1. Krøn. 7,13. | | | Jezuel | (hebr. Gud savnar.) Benjaminitur, sonur Azmavet, av teimum, sum komu til Ziklag til Dávid. 1. Krøn. 12,1.3. | | | Jibhar | (hebr. sum Gud velur (Gesenius.) Ein sonur Dávid. Hann varð føddur í Jerúsalem. 2. Sám. 5,15; 1. Krøn. 3,6; 14,5. | | | Jibleam | (hebr. sum týnir fólkið.) Býur, sum við smábýum, ið til hoyrdu, varð lutaður ætt Manasse. Josva 17,11. Í v. 12 stendur, at manassitar vóru ikki mentir at taka hesar býir; tað eydnaðist kána’anitum at verða búgvandi har í landinum. Í v. 13 stendur kortini: „Seinni, táið Ísraelsmenn styrknaðu, noyddu teir Kána’anitar at træla hjá sær, men burtur róku teir teir ikki.“ | | | Jibneja | (hebr. HARRIN byggir.) Sonur Jeroham, sum saman við øðrum nevndum komu heim úr Bábel. 1. Krøn. 9,8. | | | Jibsam | (hebr. elskiligur.) Ein av sonum Tola. Teir vóru høvdingar í ættum sínum, veldigir kappar. 1. Krøn. 7,2. | | | Jidala | (hebr. Gudi til minningar.) Býur í Zebulon. Nevndur millum Sjimron og Betlehem. Staðið er nú kallað Kirbet el Huuara. Josva 19,15. | | | Jidbasj | (hebr. prúður.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Abi-Etams. Systir teirra æt Hazleponi. 1. Krøn. 4,3. | | | Jiddo | (hebr. prísaður, elskaður.) Ættarhøvdingi yvir hálvari ætt Manasse (Í Gilead). 1. Krøn. 27,21. | | | Jidlaf | (hebr. grátandi.) Hin sjeyndi, ið nevndur er av sonum Nakors, bróðir Ábraham. 1. Mós. 22,22. | | | Jifdeja | (hebr. HARRIN ger frían.) Ein av sonum Sjasjaks og høvdingi í Benjamin. Hann búði í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,25. | | | Jifta | (hebr. Hann ger frían.) Býur í láglendi Juda. Josva 15,43. | | | Jifta-El | (hebr. Gud letur upp.) Dalur á markinum millum Aser og Naftali, við norðurmark Zebulons. Josva 19,14.27. | | | Jigal | (hebr. Hann loysir.) Sonur Natan úr Zoba, ein av reystu køppum Dávids. 2. Sám. 23,36.
2. Sonur Sjemaja av eftirkomarum Zerubbabels. 1. Krøn. 3,22. | | | Jigdalja | (hebr. HARRIN er stórur, ella sum HARRIN ger stóran.) Faðir gudsmannin Hanan, sum sagt er frá í Jer. 35,4. | | | Jigeal | (hebr. loysir.) Eftir boði HARRANS sendi Móses menn úr Paransoyðimørk til at kanna Kána’ansland. 4. Mós. 13,1–3, og í v. 7: „av ætt Issakars Jigeal, sonur Jósef“. | | | Jimla | (hebr. uppfyllan, Gud fyllir.) Faðir profetin Mika, sum ikki vildi spáa konginum gott, tá teir skuldu í felagsskapi fara móti Ramot í Gilead. 1. Kong. 22,8. | | | Jimna | (hebr. HARRIN heldur aftur.) Sonur Helem Aserit. 1. Krøn. 7,35. | | | Jimna | (hebr. góð eydna.) Sonur Aser. 1. Mós. 46,17. Frá Jimna er komin jimnitaættin. 4. Mós. 26,44; 1. Krøn. 7,30.
2. Faðir Kore levit, ið var duravaktari fyri eystan. 2. Krøn. 31,14. | | | Jimra | (hebr. hædd HARRANS.) Ein av sonum Zofa av ætt asers. 1. Krøn. 7,36. | | | Jirmeja | (hebr. HARRIN er settur høgt.) Hann var úr Libna, faðir Hamutal, sum var móðir Jóahaz kong. 2. Kong. 23,31.
2. Ein av teimum, ið kallaðir eru høvd fedrahúss teirra, sum búðu í landinum úr Basan til Ba’al Hermon. 1. Krøn. 5,23–24.
3. Ein av teimum mongu, sum komu til Dávid í Ziklag. 1. Krøn. 12,4.
4. Tveir av gaditunum, sum góvu seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini. 1. Krøn. 12,10.13.
5. Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmálan saman við Nehemiasi. Nehem. 10,12. Hann er ivaleyst hin sami, sum nevndur er í Nehem. 12,34.
6. Ein av prestunum, ið heim fóru við Zerubbabel. Nehem. 12,2. Eisini nevndur í v. 12.
7. Faðir Ja’azanja og sonur Habazinja. Teir eru umtalaðir í Jerem. 35,3, men les 35,1–19. | | | Jiron | (hebr. ræðslustaður.) Ein av víggirdu býunum í Naftali. Josva 19,38. Man vera núv. bygdin Jarun. | | | Jirpe’el | (hebr. Gud grøðir.) Býur í Benjamin, ikki langt vestan fyri Jerúsalem. Josva 18,27. | | | Jisjba | (hebr. prísandi, uggandi.) Ein av eftirkomarum Juda. Sonur Mered við Hodiu. 1. Krøn. 4,17. | | | Jisjbak | (hebr. fríur.) Sonur Ábraham við Keturu. 1. Mós. 25,2. | | | Jisjbo-Benob | (hebr. sessur hansara er í Nob.) 2. Sám. 21,16: „og Jisjbo-Benob, sum var av Rafaættini – hann hevði spjót, ið vigaði 300 seklar – av kopari – og hann var gyrdur við nýggjum svørði – ætlaði at drepa Dávid.“ 2. Sám. 21,16. Les eisini v. 15 og 17. | | | Jisji | (hebr. bjargandi.) Sonur Appajim og faðir Sjesjan, av eftirkomarum Juda. 1. Krøn. 2,31.
2. Ein annar av eftirkomarum Juda. 1. Krøn. 4,20.
3. Símeonitur. 4 synir hansara vóru oddamenn teirra, ið herjaðu á Se’irsfjøll og Amalek. 1. Krøn. 4,42–43.
4. Ein teirra í Manasse, sum kallaðir eru „høvd fedrahúsa sína“. 1. Krøn. 5,24. | | | Jisjija | (hebr. HARRIN er.) Sonur Jizraja og ættarhøvdingi í Issakar. 1. Krøn. 7,3.
2. Ein av teimum, sum komu til Ziklag til Dávid. 1. Krøn. 12,6.
3. 1. Krøn. 23,20: „Av sonum Uzziel var Mika høvd og Jisija honum næstur.“
4. Ein av eftirkomarum Harims. Ezra 10,31.
5. Høvdingi, av sonum Rehabja. 1. Krøn. 24,21. | | | Jisjma | (hebr. høgt, oyðið.) 1. Krøn. 4,3: „Hetta vóru synir Abi-Etam: Jizre’el, Jisjma og Jidbasj – systir teirra æt Hazlelponi.“ | | | Jisjmaja | (hebr. HARRIN hoyrir.) Sonur Obadja, høvdingi í Zebulon á døgum Dávids. 1. Krøn. 27,19. | | | Jisjmerai | (hebr. HARRIN varðveitir.) Høvdingi í Benjamin av húsi Elpa’als. Hann búði í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,18. | | | Jisjpa | (hebr. sterkur, fermur.) Sonur Beria benjaminit. 1. Krøn. 8,16. | | | Jisjpan | (hebr. sterkur, fermur. Sonur Sjasjak, ættarhøvdingi og búði í Jerúsalem. | | | Jisjva | (hebr. javnað, beint.) Sonur Aser. Hann tykist ikki at hava átt børn. 1. Mós. 46,17. | | | Jisjvi | (hebr. sum Jisjva.) Ein annar sonur Aser. 1. Mós. 46,17; 4. Mós. 26,44. | | | Jiska | (hebr. sum hyggur uttan um seg, t.e. gjølla.) Dóttir Haran og systir Milku og Lot. 1. Mós. 11,29. | | | Jisma | Jisjma, q.v. | | | Jismakja | (hebr. HARRIN styðjar.) Umsjónarmaður saman við fleiri øðrum undir Konanja og bróður hansara Sjime’i „ – eftir boði Ezekiasar kongs og Azarja, høvuðsmans yvir húsi Guds.“ 2. Krøn. 31,13. | | | Jismerai | Jisjmerai, q.v. | | | Jispa | Jisjpa, q.v. | | | Jispan | Jisjpan, q.v. | | | Jitla | (hebr. høgt.) Býur á markinum á ætt danita, nevndur bert í Josva 19,42. | | | Jitma | (hebr. einsemi, foreldraleysur.) Ein av reystu køppum Dávids, Jitma móabitur. 1. Krøn. 11,46. | | | Jitnan | (hebr. tryggur ella sterkur staður.) Býur í Juda við markið móti Edom. Josva 15,23. | | | Jitra | (hebr. háborin, valamaður.) 2. Sám. 17,25: „Absalom hevði sett Amasa yvir herin í staðin fyri Jóab. – Amasa var sonur ein mann, ið æt Jitra, ein Jizre’elit, sum var farin inn til Abigajil, dóttur Ísai, systur Zeruju, móður Jóab.“ | | | Jitran | (hebr. háborin, valamaður.) Sonur Disjon, ættaður frá Se’ir horiti. 1. Mós. 36,26. | | | Jitream | (hebr. leivd av fólkinum.) Sætti sonur Dávids við konuni Eglu. Hann var føddur í Hebron. 2. Sám, 3,5. | | | Jizhar | (hebr. skyggjandi.) Sonur Kahat, sum var sonur Levi. 2. Mós. 6,18.21.
2. Sonur Tekoa við Helu. 1. Krøn. 4,7. | | | Jizlia | (hebr. HARRIN ger frían. Onkur heldur, navnið kann vera úr arabiskum, yazaliy og hava týdningin óendaligt.) Sonur Elpa’al. Helst ein høvdingi í Benjamin. 1. Krøn. 8,18. | | | Jizraja | (hebr. HARRIN kemur til sjóndar.) Yvirmaður sangaranna, tá múrurin varð vígdur eftir heimkomuna úr Bábel, Nehem. 12,42. | | | Jizre’el | (hebr. Gud hevur gróðursett.) Ein av eftirkomarum Abi-Etams, av ætt Juda. 1. Krøn. 4,3.
2. Elsti sonur Hoseas profet. HARRIN segði við hann, Hos. 1,4: „Lat hann eita Jizre’el! Tí áðrenn langt umlíður, skal eg straffa hús Jehu fyri blóðskyld Jizre’els og gera enda á kongadømi Ísraels húss.“
3. Býur í Issakar, Josva 19,18, og slættin, har býurin lá, um 4½ km norðan fyri Jerúsalem, núv. Zerin. Her hevði kongur Ísraels tilhaldsstað sítt. 1. Kong. 18,45; 2. Kong. 10,11. Har á leið var eisini tempul Ba’als. Akab læt eisini gera asjeru. Høll Akabs var eystarumegin býin, so hon var partur av múrinum. 1. Kong. 21,1. Tilhald Jesabelar var við múrin við vindeyga eystureftir. Tætt við har var víngarður Nabots. Les. 1. Kong 21,1 til 21. | | | Jizri | (hebr. sum myndar ella evnar til.) Í 1. Krøn. 25 lesa vit um hini 24 sangaraskiftini, og í v. 11, at fjórði luturin fall á Jizri, synir og brøður hansara, tólv. | | | Jizzija | (hebr. sum HARRIN bøtir fyri.) Ísraelsmaður, av eftirkomarum Paros, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu og sendi hana aftur. Ezra 10,25. | | | Jóa | (hebr. HARRIN er bróðir.) Sonur Asaf. Teir fóru fyri Ezekias kong út um býin at tingast við menn assýriakongs. 2. Kong. 18,18.
2. Levitur av húsi Gersoms, sonur Zimna og faðir Iddo. 1. Krøn. 6,21. Hann er óivað hin sami, sum er umtalaður í 2. Krøn. 29,12, av teimum, sum tóku undir við Ezekiasi at fáa tempultænastuna endurreista.
3. Hin triði, ið nevndur er av sonum Obed-Edoms, duravaktara við tabernaklið á døgum Dávids. 1. Krøn. 26,4.
4. Sonur Jóahaz, søguskrivara, ein teirra, ið Josias kongur sendi avstað at væla um hús HARRANS Guds síns. 2. Krøn. 34,8. | | | Jóab | (hebr. HARRIN er faðir.) Hann var ein av trimum sonum Zeruju, systur Dávids. Faðir hansara er ikki nevndur við navni í Skriftini, men Josefus, søguskrivari, sigur, at hann æt Suri. Hann man hava búð í Betlehem og vera deyður fyrr enn synirnir, tí har er grøv hansara nevnd. 2. Sám. 2,32. Fyrstu ferð, vit hoyra um Jóab, er, tá hann og brøður hansara Abisai og Asael vunnu á Abner, q.v., sum, tá hann flýddi, drap Asael, sum rann eftir honum. Jóab hevði vápnasvein, sum æt Naharai og 10 aðrar ónevndar fylgisveinar, 2. Sám. 23,37; 2. Sám. 18,15. Jóab búði helst í Jerúsalem, men hevði ogn aðrastaðni, har hann hevði byggakrar. 2. Sám. 14,30; 1. Kong. 2,34. Hann var góður herovasti. Hann vann á ammonitum og sýrlendingum. Dávid sjálvur bardi sýrlendingar av, líka yvir um Eufrat. Í stríðnum við Edom vann Dávid avgerandi sigurin, meðan tað var Jóab, sum týndi hvørt mannkyn í Edom. Vit lesa meir um Jóab í 2. Sám. 12,26–31. Jóab helt við Dávidi, tá Absalom gjørdi uppreistur, og hann drap Absalom móti boðum Dávids. Tá Dávid skuldi lata fólkið telja, ráddi Jóab frá. Dávid helt fast við hetta, so Jóab varð noyddur til at fara undir tað, men bar seg ógvuliga seint at, so kongur skuldi fáa stundir til at hugsa seg betur um. Hetta varð kortini gjørt, landinum til stóran skaða. 2. Sám. 24. Tá Dávid var gamal, gjørdi Adonja, q.v., uppreistur, og Jóab fór í part við honum. 1. Kong. 1,7. 15 og fr. Har spurdist kortini einki burturúr. Tá Sálomo varð kongur, varð Adonja dripin og so Jóab eisini. Hann varð grivin við hús sítt í oyðimørkini. 1. Kong. 2,28–34. | | | Jóadda | (t.e. Jehoadda: hebr. sum HARRIN prýðir.) Sonur Ahaz, sum var langabbasonur Jónatan, son Saul kong. 1. Krøn. 8,36. Í 1. Krøn. 9,42 stavað Jara. | | | Jóaddan | (t.e. Jehoaddan: hebr. sum HARRIN gleðir.) Móðir Amazja kong í Juda. Hon var úr Jerúsalem. 2. Kong. 14,2. | | | Jóahaz | (t.e. Jehoahaz: hebr. sum HARRIN heldur uppi.) Sonur og eftirmaður Jehu kongs í Ísrael. Hann var 12. kongur Ísraels, eftir at ríkið fór í tvíningar. Hann var kongur í 17 ár, 815 til 799 f.Kr. 2. Kong. 10,35; 13,1–2.
2. Sonur Josias kong. Hann var 23 ár, tá ið hann gjørdist kongur, og tríggjar mánaðir stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hamutal; hon var dóttir Jirmeja og var úr Libna. Les meir um hann í 2. Kong. 23,28–34.
3. Jóahaz í 2. Krøn. 21,17 = Ahazia, q.v. | | | Jóasj | (HARRIN styðjar.) Sonur Ahazja kong í Juda. 2. Kong. 11,1: „Táið Atalja, móðir Ahazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, tók hon sær fyri at týna alla kongsættina. Men Jósjeba, dóttir Jóram kong, systir Ahazja, tók Jóasj, son Ahazja, fekk hann loyniliga burtur frá kongasonunum, ið drepast skuldu, og fjaldi hann og daddu hansara í sovikamarinum; soleiðis fingu tey krógvað hann fyri Atalju, so hann varð ikki dripin. Vit lesa meir um Jóasj í 2. Kong. 11,3–21 og kap. 12,1–21. Um Jóasj lesa vit eisini í 2. Krøn., kapitlarnar 22,23 og 24. | | | Job | (hebr. royndur, atsøktur.) Sagt er um Job: „Í Uzlandi búði maður, ið æt Job. Hann var ólastandi og rættsintur maður, ið óttaðist Gud og helt seg frá tí, sum ónt var.“ Nú letur Harrin okkum síggja aftur um tað, sum eyga vanliga sær. Vit undrast mangan á, hví tað og tað hendir, og tað gjørdi Job sjálvandi eisini, tí hann visti ikki, hvat ið var aftan fyri hetta. Les Job 1,6 og kap. at enda. Les Job 2,1 til og við 10. Hetta lærir okkum um tað, sum kallað er svikaálop Djevulsins og andaherur óndskaparins í himmalrúminum. Efes. 6,11–12. Og eisini um tað, sum Elisa segði: „Teir, ið eru við okkum, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum.“ 2. Kong. 6,16.
Jobs bók er drúgv at lesa, men tað loysir seg væl. Hon er sum alt orð Guds full av vísdómi. Hon sigur t.d. í 26,7 um Harran, at hann heingir jørðina á einki. Tað tók øldir hjá heimsins vísastu at skilja hetta.
2. Sonur Issakar. 1. Mós. 46,13. Í 1. Krøn. 7,1 er hann nevndur Jasjib. Í 4. Mós. 26,24 er hann nevndur og stavast Jasjub. | | | Jobab | (hebr. ýlandi.) Hin seinast nevndi av sonum Joktans. 1. Mós. 10,29; 1. Krøn. 1,23.
2. Sonur Zera úr Bozra, kongur í Edom. 1. Mós. 36,33; 1. Krøn. 1,44.
3. Kongur í Madon, sum var ein kongastaður kána’anita. Jobab fór konginum Jabin í Hazor til hjálpar saman við mongum øðrum, men Josva vann á teimum øllum. Josva 11,1 o.s.fr.
4. Benjaminsmaðurin Sjaharajim átti við konu síni Hodesj sjey synir. Fyrst nevndi er Jobab. 1. Krøn. 8,8.9.
5. Ein av sonum (kanska eftirkomarum) Elpa’als høvdinga í Benjamin. 1. Krøn. 8,18. | | | Jóed | (hebr. HARRIN er vitni.) Sonur Pedaja og sonarsonur Sallu, sum var ein av benjaminsmonnunum, sum vóru valdir til at búgva í Jerúsalem aftan á heimkomuna úr Bábel. Nehem. 11,7. | | | Jóel | (hebr. HARRIN er Gud.) Eldri sonur Sámuel. Hann setti teir til dómarar, men teir gingu ikki í fótasporum hansara, og hetta varð ein orsøk til, at fólkið fór at krevja at fáa kong, so sum hini fólkini høvdu. Tá Sámuel fekk hetta kravið frá fólkinum, bað hann til HARRAN. „Tá segði HARRIN við Sámuel: Akta fólkið í øllum, sum teir siga við teg! Tað er ikki teg, ið teir vraka; tað er Meg, ið teir vraka og ikki vilja hava til Kong longur.“ 1. Sám. 8,7.
2. Ein av teimum hjá Sjime’i „høvdingar í ættum sínum“, sum fóru avstað yvir ímóti Gedor og búsettust har. 1. Krøn. 4,35.39.40.
3. Eftirkomari Rubens, men ikki sæst av hvørji ættargrein. 1. Krøn. 5,4.8.
4. Ein høvdingi gadita, sum búði í Basan. 1. Krøn. 5,12.
5. Levitur av húsi Kora, sonur Azarja og faðir Elkana. 1. Krøn. 6,36. Hann man vera hin sami Jóel, sum tók undir við Ezekiasi at endurnýggja tempultænastuna. 2. Krøn. 29,12.
6. Hin triði, ið nevndur er av 4 sonum Jizraja, høvdinga í Issakar á døgum Dávids. 1. Krøn. 7,3.
7. Bróðir Natan. Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,38. Í 2. Sám. 23,36 er hann skrivaður Jigal, sonur Natan.
8. Dávid stevndi saman sonum Árons og levitunum. 1. Krøn. 15,4. V. 7: „Av Gersomitum Jóel – sum var høvd – og brøðrum hansara,130.“
9. Sonur Pedaja. Var ein av ættarhøvdingum Ísraels á døgum Dávids. Hann var yvir hálvari ætt Manasse. 1. Krøn. 27,20.
10. Av eftirkomarum Nebos … Jóel. Ein teirra, sum høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu og lótu hana fara frá sær aftur. Ezra 10,43.
11. Sonur Zikri og yvirmaður benjaminita, sum búðu í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel. Nehem, 11,9.
12. 1. Krøn. 26,22: … Zetam og bróðir hansara Jóel skuldu ansa eftir skattunum í húsi HARRANS.“
13. Jóel, sonur Petuel. Í Bíbliu okkara annar av hinum smáu profetunum. Bók hansara hevur bert tríggjar kapitlar. Tað, sum vitast kann um profetin, er, at hann búði og virkaði í Juda, helst í Jerúsalem. Øgilig mongd av grashoppum herja landið. Hetta tykist kortini sum mynd av fíggindaheri og allar harav fylgjandi plágur. Hesin turkurin, hann umtalar í 1,20, líkist tí, vit við hvørt hoyra um úr suðurlondum, tá ikki regnar í longri tíð. Hann talar í kap. 2,10 o.s.fr. um, tá fíggindin kemur, eftir ella oman fyri fjallatopparnar; tað ljóðar, sum tá ið eldslogin brennir upp hálm. Hetta er ikki ólíkt flutningsførunum, teir nýta nú í dag. kap. 2,12: „Men enntá nú – sigur HARRIN – vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan, og skræðið sundur hjarta tykkara – ikki klæði tykkara – ja, vendið við til HARRAN Gud tykkara!“ Kortini! Gud er Gud – kærleikans Gud. Hann talar frið til síni, sum venda sær til hansara. Les. kap. 2,14–27.
Vit býta bókina sundur í:
1. Jóel talar.
1) Avoyðing, kap. 1,1–20.
2) Ávaring, kap. 2,1–17.
2. HARRIN talar.
1) Lyfti um signing nú, kap. 2,18–27.
2) Lyfti um signing komandi, kap. 2,28–3,21.
Vit lesa í Áp. 2,16–21, at Pætur ápostul vísir á, hvat Jóel profetur sigur í kap. 3,1–5. Vit lesa hetta og bera saman við Matt. 24,29–31. | | | Joela | (hebr. HARRIN hjálpi!) Sonur Jeroham úr Gedor. Ein av teimum, sum komu til Ziklag til Dávid. 1. Krøn. 12,7. | | | Joezer | (hebr. HARRIN er hjálp hansara.) Ein av koraitunum, sum komu til Ziklag til Dávid. 1. Krøn. 12,6. | | | Jogbea | (hebr. heyggjur.) Ein av býunum, sum gaditar bygdu upp aftur í ríkinum, ið Sihon amoritakongurin og Og, kongurin í Basan, høvdu átt. 4. Mós. 32,34. | | | Jogli | (hebr. útlagin.) Faðir Bukki, sum var ein av teimum, ið nevndir eru í 4. Mós. 34,17: „Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara.“ Hygg v. 22. | | | Joha | (hebr. HARRIN ger livandi.) Ein sonur Beria benjaminit, høvdingi í ættini, búði í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,16.
2. Nevndur Joha tizitur. Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,45. | | | Jóhanna | (gr. hon, sum fær náði.) Kona Kuza, húsfúta Heródesar. Luk. 8,3. | | | Jóhanan | (Jehohanan) (hebr. HARRIN er náðiríkur.) Sonur Karea. Ein av herhøvdingunum, sum komu til Mizpa til Gedalja, sum bábelskongur hevði sett yvir landið. Jóhanan og teir søgdu við Gedalja: „Veitst tú, at Ba’alis ammonitakongur hevur sent Ísjmael, son Netanja, at drepa teg.“ Men Gedalja trúði teimum ikki og varð tí myrdur. 2. Kong. 25,23; Jer. 40,7–18; Jer. 41,1–18.
2. Elsti sonur Josias kong. 1. Krøn. 3,15. Kanska hann er deyður tíðliga, tí hann verður ikki nevndur eftir hetta.
3. Ein av sonum Eljoenai, av eftirkomarum Zerubbabels. 1. Krøn. 3,24.
4. Jóhanan fekk sonin Azarja – hann var prestur í templinum, sum Sálomo bygdi í Jerúsalem. 1. Krøn. 6,10.
5. Ein av køppunum, ið komu til Ziklag til Dávid. 1. Krøn. 12,4.
6. Hin áttandi, ið nevndur er av gaditunum, sum góvu seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini. 1. Krøn. 12,12.
7. Faðir Azarja, ið var ein av høvdingunum, sum noktaðu samariubúgvum, tá teir høvdu vunnið á Juda, at taka fangar og fong heim til Samaria. 2. Krøn. 28,12.
8. Sonur Hakkatan, av eftirkomarum Azgads. Hann kom heim úr Bábel við Ezra og við honum 110 mans. Ezra 8,12.
9. Sonur Eljasjib. Ezra fór inn í kamar Jóhanans og kundi hvørki leska vátt ella turt, sum hann syrgdi yvir trúloysi fólksins. Ezra 10,6. Hesin Jóhanan er hin sami, sum nevndur er í Nehem. 12,22.
10. Sonur Tobias, ammonitin, sum giftist við dóttur Mesjullam prest. Nehem. 6,18. | | | Jóhannes | (gr. Joannes úr hebr. Jóhanan: HARRIN er náðiríkur.) Ein av hinum 12 ápostlum Jesusar. Hann var sonur Zebedeus, fiskimaður í Galilea. Móðir hansara æt Salome. Jóhannes varð helst føddur í Betsaida og fiskaði við faðir sínum. Teir tykjast ikki at hava verið fátækir fiskimenn, tí teir høvdu daglønarmenn við sær. Mark. 1,20. Salome var við í ferðini, saman við sonunum um Galilea við Jesusi og tænti teimum. Mark. 15,40. Tey hava eisini búð í Jerúsalem, og tá Jóhannes kundi vera kendur við høvuðsprestin, hava tey verið valafólk. Jóh. 18,15. Jóhannes og aðrir, m.a. Símun Pætur, vóru fyrst lærisveinar Jóhannesar doypara, og hann vísti teimum á Jesus. Meðan Jóhannes og bróðir hansara Jákup fiskaðu á vatninum í Galilea, vórðu teir kallaðir at fylgja Jesusi eftir, samstundis sum brøðurnir Símun og Andrias. Mark. 1,16. Hesir tríggir, Pætur, Jákup og Jóhannes, tykjast vera teir, sum hava verið Harranum næstir. Jóhannes verður annars nevndur „Lærisveinurin, sum Jesus elskaði“. Harrin gav hesum báðum brøðrunum, Jákupi og Jóhannesi, navnið Boanerges, q.v. Teir kunnu hava verið bráðsintir. Annars fáa vit, tá vit lesa skriftir hansara, fatan av kenslubornum sinni. Eftir himmalsferð Jesusar er hann ein av stuðlunum í samkomuni í Jerúsalem. Í Nýggja Testamenti hava vit frá honum:
1. Evangeliið eftir Jóhannes.
2. Brøv Jóhannesar, fyrsta, annað og triðja.
3. Opinbering Jóhannesar. | | | Jóhannesar Evangelium | gr. euangelion, sum í Nýggja Testamenti merkir: góð, gleðilig tíðindi. Paulus ápostul kunnger fyri okkum í 1. Kor. 15,1–4, hvat frelsandi evangelium Guds er: „Eg seti fram fyri tykkum, brøður, evangeliið, sum eg kunngjørdi tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa í, sum tit eisini verða frelstir við – soframt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í – annars trúðu tit til einkis. Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara eftir skriftunum, at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin eftir skriftunum.“ Hetta er hin frelsandi gleðiboðskapurin. Men, sum Paulus sigur her, trúðu tit nøkrum øðrum til frelsu, so trúðu tit til einkis. Frelsandi evangelium er so bert eitt. Í Nýggja Testamenti eru fýra menn, sum bera tað fram fyri okkum, og tí nevna vit tað eftir teimum: Ev. eftir Matteus, Ev. eftir Markus, Ev. eftir Lukas og Ev. eftir Jóhannes. Tað hevur 21 kapitlar. Fyrsti kap. byrjar við hátíðarligum orðum um orðið, sum var frá upphavi, og orðið var Gud. So kemur vitnisburður Jóhannesar doypara um Jesus: „Hygg Lamb Guds.“ So kemur kall lærisveinanna. Í kap. 2 er sagt frá brúdleypinum í Kana, og tá Jesus rak alt, sum Hann ikki vildi hava har, út úr templinum. Í kap. 3 er sagt frá samtalu millum Jesus og Nikodemus, og so frá v. 25 annar vitnisburður Jóhannesar doypara um Jesus. Í kap. 4 er tað kvinnan við brunnin í Samaria og um høvuðsmannin í Kapernaum. Í kap. 5 lesa vit um mannin, sum grøddur varð við Betesdahylin og Harrans Jesusar egnu talu, v. 19–47. Í kap. 6 er sagt frá, tá Harrin mettar hini 5000 og gongur á vatninum. So greiðir Hann eisini frá, at Hann er breyð lívsins. Kap. 7 sigur frá Jesusi í Jerúsalem á leyvsalahøgtíðini. Kap. 8 sigur frá kvinnuni, sum tikin var í hori, og Harrin talar um Seg sjálvan sum ljós heimsins. Kap. 9 sigur frá manninum, sum føddur var blindur. Kap. 10: Harrin talar um Seg sjálvan sum hin góða hirðan, og tempulvígsluhøgtíðina. Kap. 11: Lazarus doyr og verður reistur upp. Ráð jødanna ger av at drepa Jesus. Kap. 12. Jesus verður salvaður í Betania. Jesus kemur inn í Jerúsalem og síðsti vitnisburður hansara fyri almenninginum. 13. kap.: Fótatvátturin. Jesus sigur frá, hvør, ið fer at svíkja Hann. Hitt nýggja boðið. Jesus sigur, at Pætur fer at avnokta Hann. Kap. 13,31–16,33: Síðsta røða Jesusar til ápostlarnar, áðrenn Hann leið. Kap. 17: Bøn Jesusar fyri sínum. Kap. 18: Jesus í Getsemane. Jesus verður tikin. Pætur avnoktar Hann. Jesus fyri Pilatusi. Kap. 19: Jesus verður dømdur og krossfestur; Hann verður jarðaður. Kap. 20: Uppreisn Jesusar. Hann opinberar Seg fyri Mariu Magdalenu, fyri hinum ellivu, fyri Tummasi. Kap. 21: Jesus opinberar Seg triðju ferð fyri lærisveinunum. Spyr tríggjar ferðir Pætur, um hann elskar Hann.
Eftirskrift: Í summum lutum líkist evangeliið eftir Jóhannes burtur úr evangeliunum eftir hinar tríggjar. Teir tala mest um virki Hansara í Galilea, meðan Jóhannes talar um virki hansara í Jerúsalem og í Judea. Jóhannes sær frelsuna sum nakað, hann eigur her og nú. Hann hevur sannroynt hana í roynd og veru.
Jóhannesar fyrsta bræv: 5 kapitlar. Brævið er veruliga eitt skriv frá Faðirinum í Himli til børn Hansara her í heiminum. Hitt stóra evni er hetta: „… samfelag okkara er við Faðirin og við Son hansara, Jesus Kristus.“ Hesin inniligi samfelagsskapurin, sum brævið leiðir hin trúgvandi inn í, hevur altíð verið hinum smáu Harrans her í heiminum til miklan ugga. Hann leggur teimum eina við at elska hvør annan og ikki at trúgva einum og hvørjum anda, og ávarar móti lygiprofetum. Hann sigur, hvørjum andarnir skulu kennast av. Kap. 4,2–3. Brævið er skrivað um ár 90–95 e.Kr.
Annað bræv Jóhannesar: Ein kap. Sannleikin og kærleikin eru samanbundnir í sonnum kristnum lívi. v. 1–6. Vandin við villleiðandi læru, v. 7–11. Hann vil ikki skriva meiri nú, men væntar at hitta tey. „So gleði okkara kann verða fullkomin.“
Triðja bræv Jóhannesar: Ein kapittul. Skrivað um ár 95 e.Kr. 1. Heilsan til Gajus, „hin elskaða“, v. 1 og 2. Hann varð glaður, tá hann frætti, at vinur hansara livdi í sannleikanum. „Størri gleði havi eg ikki, enn tað, at eg hoyri, at børn míni liva í sannleikanum.“ V. 4. Hann skrivar um Diotrefes, sum fallin er fyri tí at vilja vera fremstur, v. 9, og hann ávarar móti hesum at taka eftir tí illa. „Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum og av sannleikanum sjálvum. Eisini vit geva honum vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur.“ V. 12. Hann vil nú ikki skriva meiri, men væntar skjótt at hitta vin sín.
Jóhannesar Opinbering: Bókin hevur 22 kapitlar, er upplivað og skrivað av Jóhannesi, annaðhvørt ár 68–70 ella 95–97, og hon er ein opinbering av Jesusi Kristi, Honum, sum er, sum var og sum kemur, Op. 1,4, og teimum hendingum, ið fara skulu fram á jørð og í Himli: „Skriva tað, sum tú sást, bæði tað, sum er og tað, sum henda skal hereftir.“ 1,19.
Millum 3. og 4. kap. verður samkoman tikin heim, og tær herviligu trongdirnar byrja. Nógvar bøkur kundu verðið skrivaðar um hesar veldigu opinberingar, men vit kunnu bert gera stutt yvirlit yvir bókina: Skrivað á oynni Patmos, q.v.
1. Inngangur, kap. 1,1–8.
2. Náðin.
1) Kristus í hátign, kap. 1,9–20.
2) Hinar 7 samkomurnar, kap. 2 og 3.
3. Trongdirnar.
1) Hásætið og hin innsiglaða bókin, kap. 4–5.
2) Innsiglini verða brotin, kap. 6,1–8,1.
3) Lúðrarnir kap. 8,2–11,19.
4) Stríðið millum gott og ilt, kap. 12 og 14.
5) Vreiðiskálirnar, kap. 15 og 16.
6) Bábylon yvirvunnið, kap. 17,1–19,10.
4. Dýrdin.
1) Túsundáraríkið, kap. 19,11–20,15.
2) Hitt nýggja Jerúsalem, kap. 21,1–22,5.
5. Endi, kap. 22,6–21. | | | Jóhannes Doyparin | Undangongumaður Harrans Jesusar. Luk. 1,17. Spádómsorð um hann eru søgd í Es. 40,3. Samanber Matt. 3,3 og í Malakiasi 3,1. Hann var av prestaætt í báðar ættir. Zakarias faðir hansara var prestur av skifti Abia (1. Krøn. 24,10) og móðirin var av døtrum Árons. Luk. 1,5. Um føðing Jóhannesar og tað lítla, ið sagt er um hann, áðrenn hann byrjaði virki sítt, lesa vit í Luk. 1,57–80. So fimtanda árið, ið Tiberius var keisari (ár 25 e.Kr.) steig Jóhannes fram og fór at tala við fólkið. Les um hetta í Luk. 3,1 til 20. Nógv fólk komu saman at hoyra Jóhannes. Tey vistu um hendingina í sambandi við føðing hansara, um fráhaldandi lív hansara í oyðimørkini, og fólkið væntaði, at teimum skuldi verða sendur stórur maður.
Jødarnir sendu prestar og levitar úr Jerúsalem at spyrja hann, hvør hann var. Teir hugsaðu, at kanska hesin var Kristus, sum tey øll væntaðu, men Jóhannes segði, at tað var hann ikki. Tað, hann segði um seg sjálvan, var bert hetta: „Eg eri rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: Javnið Harranum vegin! sum Esaias profetur hevur sagt!“ Jóh. 1,23. Eisini Jesus kom til Jóhannes til Jordan at verða doyptur. Jóhannes ivaðist í hesum, men Jesus segði, at so skuldi verða gjørt. Jóhannes sigur, at tá fyrstani kendi hann, at Jesus var Kristus, sum koma skuldi. Jóh. 1,31.32.33.34. Almenna tænasta Jóhannesar endaði við, at Heródes Antipas setti hann í fangahús. Eftir hetta fekk Heródias, q.v., í lag, at Jóhannes varð hálshøgdur. Mark. 6,16–29. Jóhannes var av sonnum eitt Harrans vitni. Hann segði seg einki vera uttan ein rødd, sum rópar í oyðimørkini. Jesus segði um hann: „Hann var hitt brennandi og skínandi ljós.“ Jóh. 5,35. | | | Jójada | (stytting av Jehojada, hebr. HARRIN kennir.) Faðir Benaia, sum var høvdingi yvir lívvaktini hjá Dávidi. 2. Sám. 8,18; 20,23; 23,20.22; 1. Krøn. 11,22.24; 18,17; 27,5. Hann er ivaleyst hin sami sum í 1. Krøn. 12,27 er nevndur „Høvdingi ættar Árons.“
2. Høvuðsprestur í tíðini, tá Atalja, q.v., ráddi í landinum, um ár 840 f.Kr. Vit lesa í 2. Krøn. 22,10; 23,1–21; 24,1–27. Her eiga vit at ansa eftir hesum trúgva tænara Harrans, Jójada presti, sum doyði 130 ára gamal. 2. Krøn. 24,15–16, sum vístur varð tann heiður, at hann varð jarðaður í Dávidsstaði hjá kongunum, og hvat hendi, tá hann var farin. 2. Krøn. 27,17 og kap. at enda, v. 27.
3. Sonur Pasea. Var við at væla um Gamlaportur. Nehem. 3,6.
4. Prestur í Jerúsalem um tað mundið, tá fólkið varð burturflutt. Jer. 29,26. | | | Jójakim | (Stytting av Jehojakim: hebr. sum HARRIN reisir.) Hin átjandi av kongunum í Juda. Hann æt annars Eljakim, men Farao Neko kongur í Egyptalandi broytti navn hansara. Hann var næstelsti sonur Josiasar kongs við Zebidu; hon var dóttir Pedaja úr Ruma. 2. Kong. 23,36. Hann varð føddur ár 633 f.Kr. og stýrdi í 11 ár í Jerúsalem. Jóhahaz, eldri bróðirin, gjørdist kongur eftir Josias, faðir teirra. Hann var 23 ár tá og stýrdi í tríggjar mánaðir í Jerúsalem: „Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum fedrar hansara høvdu gjørt.“ 2. Kong. 23,32. Men Farao Neko setti hann fastan í Ribla í Hamatslandi og gjørdi soleiðis enda á kongadømi hansara í Jerúsalem; og hann legði skatt á landið, 100 talentir av silvuri og eina talent av gulli. Síðani gjørdi Farao Neko Eljakim, son Josias, til kong eftir Josias, faðir hansara og broytti navn hansara til Jójakim. Men Jóahaz tók hann við sær til Egyptalands, og har doyði hann.“ 2. Kong. 23,34–35. Les kap. 24,1–6, tá sonur hansara tók ríkið eftir hann. | | | Jójakin | (stytting av Jehojakin, hebr. sum HARRIN heldur uppi.) Sonur Jójakim í Juda. Hann var 18 ár, tá hann gjørdist kongur, og stýrdi í tríggjar mánaðir. Tá Nebukadnezar herjaði Jerúsalem, varð Jójakin fangaður og sat fastur í Bábylon í 37 ár. Eftirmaður Nebukadnezars, Evil-Merodak, loysti hann úr fangahúsi og læt hann verða hjá sær, so leingi sum hann livdi. Les. 2. Kong. 24,8–20; 25,1–30. | | | Jójarib | (stytting av Jehojarib: hebr. HARRIN verjir.) Ein av teimum mongu, Ezra sendi boð eftir, var lærarin Jójarib. Hetta hendi við ánna Ahava. Hann sendi menn avstað til Iddo høvdinga í Kasifja at yvirtala hann og brøður hansara at senda teimum tænarar til hús HARRANS. Teir vóru á veg heim úr útlegdini í Bábel um ár 457 f.Kr. Ezra 8,15–23.
2. Av eftirkomarum Juda, sonur Zakarja og faðir Adaja. Nehem. 11,5.
3. Høvd einar prestaættar. Nehem. 11,10.
4. Faðir Jedaja, ein av prestunum, sum komu heim úr Bábylon við Zerubbabel. Nehem. 11,10. | | | Jokdeam | (hebr. vreiði fólksins.) Býur í Judafjøllunum. Josva 15,56. | | | Jokebed | (hebr. HARRIN, dýrd hennara.) Kona Amram. Tey áttu Móses og Áron. Systir teirra var Mirjam. 2. Mós. 6,20. | | | Jokim | (stytting av Jehojakim.) Hebr. sum HARRIN reisir.) Av eftirkomarum Sjela, sonar Juda. 1. Krøn. 4,22. | | | Jokneam | (hebr. fólk skal reisast.) Eitt av støðunum við jørðini, ið til hoyrdi, sum levitarnir fingu frá ætt Efra’ims. Josva 12,22; 19,11 og 21,34. Liggur í Jordandalinum. | | | Jokneam | (hebr. fólkið eigur.) Josva 21,34: „Ættir Merarita – hinir Levitarnir – fingu frá ætt Zebulons: Jokneam við jørðini, ið til hoyrdi. Núverandi Tell Kaimon, úti við 20 km í útsynning úr Nazaret. | | | Joksjan | (hebr. veiðimaður.) Annar, ið nevndur er av sonum Ábrahams við Keturu. 1. Mós. 25,2–3; 1. Krøn. 1,32. Synir hansara, Sjeba og Dedan, vóru ættarfedrar Sabbea og dedanita, sum bygdu ein part av Arabia Felix. | | | Joktan | (hebr. lítil.) Hin seinni, ið nevndur er av sonum Ebers, av ætt Sems. Bróðir hansara æt Peleg. 1. Mós. 10,25. 26.29; 1. Krøn. 1,19.20.23. | | | Jokte’el | (hebr. Gudi undirlagdur.) Býur í láglendi Juda. Nevndur millum Mizpa og Lakisj. Josva 15,38.
2. Navn, sum Amazja kongur gav býnum Sela, skansa edomita, tá hann hevði tikið hann frá teimum. 2. Kong. 14,7. | | | Jónadab | (Stytting av Jehonadab: hebr. sum HARRIN ger væl við.) Sonur Sjimea, bróður Dávid. Vinmaður og ráðgevari Amnons, q.v. Hygg eisini Absalom.
2. Sonur ella eftirmaður Rekabs, sum var ættarfaðir rekabita. Les um teir í Jeremiasi, kap. 35,1–19. Bert í einum øðrum stað í søguni hitta vit Jónadab, son Rekab. 2. Kong. 10,15. | | | Jónam | (gr. úr hebr. Jónas. dúva.) Sonur Eljakim og faðir Jósef í ættartalvu Jesu Krists. Luk. 3,30. Hann er ikki nevndur í Gamla Testamenti. | | | Jónas | (Okkara framburður av hebr. Jona, t.e. dúva.) Hin fimti av teimum smáu profetunum, sonur Amittai og føddur í Gathefer í ætt Zebulons.
Jónas livdi undir ella stutt áðrenn Jeroboam annar stýrdi, 782–753 f.Kr., tá landaøki Ísraels vaks í stórum. Tað, ið sagt er um Jónas uttan fyri bók Jónasar, stendur í 2. Kong. 14,25.
Orð HARRANS kom til hansara og bað hann fara til Ninive, hin stóra stað, og tala móti honum, tí óndskapur teirra var stigin upp fyri andlit HARRANS. Hann aktaði ikki og gjørdi ikki eftir boðunum. Ivaleyst hevði honum dámt, at Ninive hevði verið lagdur í sor, tí hesir sterku staðirnir vóru veruliga altíð ein hóttan, sum smærru tjóðirnar ræddust. Hann fór tá aðra leið og ætlaði sær til Tarsis, q.v., og helt seg tá vera burtur frá ásjón HARRANS. Les Jónasar bók, hon er bert 4 smáir kapitlar. Vit finna, at Harrin hyggur ikki bert eftir fólki sínum Ísrael, men eisini eftir teimum, „sum langt burtur eru.“ Ef. 2,17.
Harrin leiðir hann á undurfullan loyndan hátt, til hann er komin hesa longu leið til Ninive, q.v. Vit lesa um, at hann ber boðini frá Harranum, og at tey lurta og taka við álvara ímóti ávaringini. HARRIN spardi tí staðin. Kap. 4,1: „Men hetta dámdi Jónasi ógvuliga illa, og ilt kom í hann.“ So lesa vit, hvussu Gud talaði við Jónas um hetta. Í Matt. 12,40 sigur Harrin Jesus: „Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar!“ Hann tekur hetta, sum alt Gamla Testamenti, fyri veruleikar. Les alt, sum Hann sigur. Matt. 12,41–42. Teir vísu her í heiminum siga, at hetta kann ikki vera satt, at maður hevur livað í maganum á havdýri so leingi. Men er hetta størri undur enn tað, at Hann sendi harðveður við ódnarsjógvi, sum blíðkaði við tað sama, sum Jónas varð tveittur fyri borð? Ella at Hann læt risinusrunn vaksa eina nátt og følna náttina eftir? Nei, Harrin hevur góðkent Jónasar bók sum alt orð Guds. Luk. 11,29–32. | | | Jónatan | (Stytting av Jehonatan: hebr. HARRIN gav.) Sonur ella eftirkomari Gersoms, sonar Mósesar. Lesið um hetta í Dóm. kap. 17 og 18. Andi Harrans, sum skrivað hevur orðið, 2. Pæt. 1,21, sigur okkum frá, at orsøkin til óskilið var, at stjórn var eingin. Myndugleiki vantaði. „Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael, ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.“ Dóm. 17,6. Sama hendir, tá vit víkja av leiðini, sum løgd okkum er í orðinum. Tá er stjórnarloysi.
2. Elsti sonur Saul kong í Ísrael. Fyrsta, vit hoyra um hann, er í 1. Sám. 13. Les hann allan og kap. 14 allan. Vit lesa meir um Jónatan, eftir at Dávid hevði vunnið á Goliat. Les kap. 18,1–4. Teir gjørdust hjartans góðir vinir, men Saul var øvundsjúkur, tí hann sá, at Dávid gjørdist betri maður enn hann. Seinasta, vit lesa í søguni um Jónatan, er í 1. Sám. 31, tá hann, brøður hansara og faðir teirra Saul fullu á Gilboa í stríði móti filistarum. Í sorgarsonginum, sum Dávid sang, 2. Sám. 1,17–27, sigur hann millum annað: „Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í lívinum, skiltust heldur ikki í deyðanum, kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur.“ V. 25: „Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum!“
3. Sonur Abjatar høvuðsprest, sum helt við Dávidi, tá Absalom gjørdi uppreistur. Jónatan og Ahima’az, sonar Zadok prest, stóðu við Rogelskeldu, og ein arbeiðskona plagdi at bera teimum tíðindi hagar; teir bóru síðani Dávidi kongi tíðindini; tí fara inn í býin og lata tey síggja seg, tað tordu teir ikki. Les. 2. Sám. 17,17–22. Vit hitta henda Jónatan aftur í 1. Kong. 1,42, tá Adonja royndi at gerast kongur, og hetta var miseydnað. Jóab spurdi, hví slíkur gangur og lúðraljóð var í býnum. Tá kom Jónatan har. Adonja sigur við hann: „Kom higar! Tú ert skilamaður og kemur við góðum tíðindum.“ Les. kap. at enda.
4. Sonur Sjimea, bróður Dávids. 2. Sám. 21,21; 1. Krøn. 20,7.
5. Ein av reystu køppum Dávids. 2. Sám. 23,32; 1. Krøn. 11,34.
6. 1. Krøn. 2,32: „Synir Jada, bróður Sjammai, vóru Jeter og Jónatan; Jeter doyði og átti ongan son. Synir Jónatan vóru Pelet og Zaza. – Hetta vóru eftirkomarar Jerame’els.“
7. Faðir Ebed av eftirkomarum Adins, sum kom heim úr útlegdini við Ezra, og við honum 50 mans. Ezra 8,6.
8. Sonur Asael. Nevndur í sambandi við tiltakið at skilja hvørt frá øðrum, jødar og heidningar. Ezra 10,15.
9. Sonur Jójada og faðir Jaddua. Jødiskur høvuðsprestur í Nehem. 12,11. Navn hansara er stavað Jóhanan í Nehem. 12,22.
10. Prestur av eftirmonnum Melukis, á døgum Jójakims. Nehem. 12,14.
11. Sonur Sjemaja og faðir Zakarja. Ein, ið blásti í lúður, tá múrurin varð vígdur. Nehem. 12,35.
12. Ríkisskrivari á døgum Zedekiasar. Í húsi Jónatans, sum teir høvdu gjørt til fangahús, varð Jeremias settur fastur. Jer. 37,15.
13. Ein av sonum Karea, sum saman við øðrum høvdu samráðingar við Gedalja, landsstjóra Bábels í Jerúsalem. Jer. 40,8, ár 588 f.Kr. | | | Joppe | (hebr. yopho: vakurleiki.) Ógvuliga gamal býur við Miðjarðarhavið, um 48 km í útnyrðing úr Jerúsalem. Navnið er at finna longu í listanum yvir tiknar staðir hjá Thotmes III kongi í Egyptalandi 1500–1450 f.Kr. Hann er eisini nevndur í Amarnabrøvunum frá 14. øld f.Kr. Joppe og landið har uttanum lutaðist ætt danita. Josva 19,40.46. Tá Huram kongur í Týrus læt høgga við á Libanon til at senda Sálomo kongi til at byggja templið í Jerúsalem, sendi hann viðin sjóvegis til Joppe. Haðani skuldi hann so fáast til Jerúsalems. Søgan um, tá Pætur ápostul helt til hjá Símuni garvara í Joppe, er okkum væl kend. Áp. 10. Vit lesa hann allan. Nú verður hann kallaður Jaffa og er trivaligur staður í nútímans Ísrael. | | | Jóra | (hebr. várregn.) Ezra 2,18: „Eftirkomarar Jóra: 112.“ Hesir vóru nakrir av teimum, sum komu heim úr Bábylon úr útlegdini í fylgi við Zerubbabel. | | | Jórai | (hebr. sum HARRIN lærir.) Hin fjórði, ið nevndur er av sjey gaditahøvdingum. 1. Krøn. 5,13. | | | Jóram | (stytting av Jehoram: hebr. HARRIN er høgur.) Fimti av kongunum í Juda, eftir at landið var sundurtikið í tvey. Hann var elsti sonur og eftirmaður Jósafats. Hann var kongur í 8 ár. 2. Kong. 8,16–17; 2. Krøn. 21,1. Kona hansara var Atalja, q.v., dóttir Akab og Jesabel. Í 2. Kong. 8,18 stendur: „Hann gekk leiðir Ísraelskonga – eins og hús Akabs hevði gjørt, tí hann hevði dóttur Akab til konu, og hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS.“ Tá hann helt seg hava megi til tað, drap hann brøður sínar og nakrar av høvdingum landsins. 2. Krøn. 21,2–4. Hann lokkaði fólkið til fráfall. Les. 21,11.
Hesi árini, hann sat við stýrið, vóru vanlukkuár, og eftir spádómi Esaiasar profets gekst honum illa, v. 12. Hann doyði av ringari sjúku, og eingin saknaði hann, tá ið hann var farin. Teir jarðaðu hann í Dávidsstaði, men ikki í kongagrøvunum. Kap. 21,20. | | | Jordan | á hebr. næstan altíð við kenniorði, Hajjordan: sum kemur omaneftir, veruliga: „Jossarim,“ ella „hin stríði“. Einasta stóra áin í Palestina, 250 km til longdar. Hon springur upp norðuri í Libanon og rennur suðureftir. Á vegnum eru nakrar tvøráir, sum renna í hana. Nevndar eru Jarmuk og Jabbok. Fyrst rennur hon í Meromsvatn, Josva 11,5, og 18 km sunnari rennur hon í Genezaretsvatnið. Síðani hina longu leiðina í Deyðahavið, sum er í beinari linju 100 km, meðan áin, ið rennur ógvuliga krókut, veruliga er 300 km. Deyða Havið er 186 metrar lægri statt enn vatnið við Genezaret, har man vera stríður streymur í støðum. Jordan er umtalað ógvuliga nógvar ferðir. Sagt er, at Jóhannes doypti har, tí har var nógv vatn. Flestu áirnar har munnu torna upp í turru tíðini av árinum. Drúgvari roynist Jordan, sum springur upp undir líðunum á Hermonsfjalli. | | | Jórim | (úr hebr. Joram.) Luk. 3,29. Nevndur í ættartali Jesu Krists. | | | Jorkeam | (hebr. sum spjaðir fólkið.) 1. Krøn. 2,44: „Sjema fekk sonin Raham, faðir Jorkeam.“ Hesir vóru av eftirkomarum Kalebs. | | | Jósef | (hebr. latið hann økja.) Næstyngsti sonur Jákups og hin eldri hjá Rakul. Jósef var yndissonur faðirs síns, og hetta gjørdi, at brøður hansara hataðu hann. 1. Mós. 37,1 o.s.fr. Tá hann so droymdi, at hann skuldi ráða yvir teimum, og hann segði teimum dreymin, øktist hatrið. Jákup sendir Jósef at vitja brøðurnar, sum røktaðu fenaðin nærhendis Sikem. Hann fann teir ikki har, men fekk at vita, at teir vóru farnir til Dotan, q.v. Teimum dámdi vist ikki at steðga ov nær við staðin Sikem. 1. Mós. 34,1–31. Søga Jósefs er ein hin best kenda úr Gamla Testamenti. Best er at lesa hana alla frá 1. Mós. 37,1–36 og kap. 39,1 til kap. 48,1–22.
Millum mangt annað vísir søga Jósefs okkum í myndum sannleikan um Harran Jesus Kristus, sum kom til brøður sínar, men teir vrakaðu hann. „Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum.“ Jóh. 1,11. Juda helt, teir skuldu selja Jósef. Kap. 37,27. Judas sveik Harran fyri 30 seklar av silvuri. Matt. 26,15. Hetta var prísurin fyri træl, tá hann var tilkomin maður. Teir seldu Jósef fyri 20 seklar, sum var prísurin fyri træl, ið ikki var fullvaksin.
2. Faðir Jigeal, av ætt Issakars, sum var ein teirra, ið Móses sendi úr Paransoyðimørk at kanna Kána’ansland. 4. Mós. 13,7.
3. Ein sonur Asafs av teimum, sum spældu í profetiskari burturrykking eftir fyriskipan kongsins. 1. Krøn. 25,2.
4. Av eftirkomarum Banisar. Ein teirra, sum lovaðu at senda fremmandu konuna aftur. Ezra 10,42.
5. Ein av høvuðsprestunum eftir heimkomuna úr Bábel. Nehem. 12,14.
6. Maður Mariu, móður Jesusar. Hann var timbursmiður í Nazaret, og ætt hansara roknast aftur til Dávid kong. Matt. 1 og Luk. 3. Hann var trúlovaður við Mariu, áðrenn Jesus varð føddur. Tey vóru í Betlehem til fólkateljingina og flýddu til Egyptalands undan hóttan Heródesar og búðu síðani í Nazaret. Einki lesa vit um Jósef, eftir at Jesus byrjaði almenna virki sítt, men Harrin man á ungum aldri hava arbeitt við honum, tí hann verður nevndur timburmaðurin. Mark. 6,3. Av børnum Jósefs nevnast: Jákup, Jóses, Judas og Símun.
7. Sonur Mattatias og faðir Jannai, í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,24.
8. Sonur Jóda og faðir Sime’i í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,26. Her kortini stavað Jósek.
9. Sonur Jónam og faðir Juda í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,30.
10. Jósef úr Arimatea. Vit lesa um hann í Jóh. 19,38 og lesa til og við v. 42. Vit lesa meir um hetta í Luk. 23,50–54. Sagt er her um Jósef, at hann var góður og rættvísur. „Hann hevði ikki samtykt í ráði og verki teirra.“ So hann hevur verið limur í ráði jødanna.
11. Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, Áp. 1,23. Annar av teimum, sum ápostlarnir settu fram og kastaðu lut um, hvør av teimum, ið skuldi koma í stað Judasar sum ápostul. | | | Jóses | (gr. snið av hebr. Jósef.) Vit lesa um í Mark. 6, hvussu fólkið í Nazaret, heimbygd Jesusar, gjørdist øvundsjúkt, tá tey hoyrdu hann tala við vísdómi, sum tey ikki skiltu. Millum annað rokna tey upp brøður hansara: Jákup, Jóses, Judas og Símun.“ | | | Josias | (hebr. HARRIN styðjar.) Hin sekstandi av kongum Juda, eftir at ríkið var sundurbýtt. Hann var sonur Amon og Jedidu. Hann var bert 8 ár, tá hann gjørdist kongur eftir faðir sín. „Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS og gekk somu leiðir sum faðir sín Dávid; hvørki til høgru ella til vinstru veik hann.“ 2. Krøn. 34,2. Vit lesa um henda óføra mann í kapitlunum 34 og 35 í 2. Krøn. Eftirmælið, ið orð Guds gevur honum, finna vit í 2. Kong. 23,25: „Aldri áður hevði verið nakar kongur sum hann, nakar, ið soleiðis hevði vent við til HARRAN av øllum hjarta sínum, allari sál síni og allari styrki síni, eftir allari Móselóg, og eftir hann kom eingin, ið var sum hann.“ | | | Josifja | (hebr. HARRIN fer at økja.) Ezra 8,10: „Av eftirkomarum Sjelomits sonur Josifja, og við honum 160 mans.“ | | | Josja | (hebr. HARRIN gav.) Sonur Amazja. Ein av teimum, ið nevndir eru við navni, 1. Krøn. 4,38, høvdingar í ættum sínum. Teir fóru avstað yvir móti Gedor. Teir funnu gott haglendi og løgdu tað alt undir seg. Hetta var, meðan Ezekias var kongur í Juda, v. 41. | | | Josjabat | = Jósjeba, q.v. | | | Jósjafat | (hebr. dømt hevur HARRIN.) Sonur Ahilud. Søguskrivari Dávids. 2. Sám. 8,16; 20,24; 1. Kong. 4,3; 1. Krøn. 18,15.
2. Fúti Sálomos í Issakar, Jósjafat, sonur Parua. 1. Kong. 4,17.
3. Hin fjórði av kongunum í Judaríki, sonur Asa kong. Søga hansara, sum á allan hátt er áhugaverd, er skrivað í 2. Krøn. 17,1 til og við 21,1. | | | Josjavja | (hebr. HARRIN letur dvølja ella ger ikki mun á.) Ein av reystastu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,46. | | | Josjbekasja | (hebr. í hørðum sessi.) Ein sonur Heman sangara. 1. Krøn. 25,4. | | | Josjeb-Basjebet | (hebr. sitandi í sessinum.) Ein av monnum Dávids. Hann er kallaður: „Hin fremsti av køppunum.“ 2. Sám. 23,8. | | | Jósjeba | (hebr. HARRIN hevur svarið.) Dóttir Jóram kong og kona Jójada prest. 2. Krøn. 22,11. Hygg undir navninum Atalja, q.v. | | | Josjibja | (hebr. HARRIN letur dvølja.) Sonur Seraja av ætt Símeons. Sonur hansara Jehu var ein av teimum, sum fluttu til Gedor og búsettust har. 1. Krøn. 4,35. | | | Josva | (hebr. Jehosjua, hvørs frelsa er HARRIN.) Sonur Nun í ætt Efraims. Hann æt upprunaliga Hosea. 4. Mós. 13,8.16. Hann tænti Mósesi frá tí, hann var ungur. 4. Mós. 11,28. Í 2. Mós. 33,11 síggja vit eisini, at hann tænti við tabernaklið frá ungum av. Hann leiddi stríðið móti amalekitum og vann sigur. 2. Mós. 17,8 o.s.fr. Hann var eisini ein av teimum, sum Móses eftir boði HARRANS sendi at kanna Kána’ansland, og sum saman við Kaleb mælti til at fara og taka landið. 4. Mós. 13. og 14. kap. Móses setti hann eftir boði HARRANS yvir fólkið til at leiða tað longri fram á leiðina. Hann leiddi eisini fólkið inn í landið, sum lovað var. Hetta er myndarligt: Lógin gav reglur um, hvussu vit eiga at vera, men at leiða okkum inn til hvíluna má ein frelsari til. | | | Jótam | (hebr. HARRIN er fullkomin.) Hin yngsti av teimum 70 sonum Gideons. Hann var hin einasti, sum slapp undan, tá Abimelek hálvbróðirin drap brøðurnar. Dóm. 9,5. Hetta hendi um ár 1108 f.Kr. Tá sikemsmenn høvdu gjørt Abimelek til kong, talaði Jótam til teirra á Garizimsfjalli og segði teimum hetta undurfulla líknilsi, sum vit lesa í Dóm. 9,7–21. Hetta eru hørð orð, teir fáa frá honum, og lesa vit frá v. 22, so síggja vit, at tey gingu út trý ár eftir hetta, men Jótam hitta vit ikki aftur. | | | Jotba | (hebr. gott, høgligt.) Móðir Amon kong æt Mesjullemet og var dóttir Harus úr Jotba. Hesin býurin man vera tann, sum seinni varð nevndur Kirbet Jefat. 2. Kong. 21,19. | | | Jotbata | (hebr. gott, høgligt.) Eitt av støðunum, har fólk Ísraels gjørdi steðg á vegnum úr Egyptalandi. 4. Mós. 33,33–34. Í 5. Mós. 10,7 stendur, at tað var „land við mongum løkjum.“ | | | Józabad | (hebr. HARRIN gevur.) Tænari Jóas kongs í Juda, annar av teimum, sum fingu í lag samansvørjing og drópu kongin. 2. Kong. 12,20–21.
2. Ein av teimum, sum komu til Dávid í Ziklag. 1. Krøn. 12,4.
3. & 4. Tveir høvdingar í Manasse, sum vóru í parti við Dávidi. 1. Krøn. 12,20.
5. Hin næstelsti hjá Obed-Edom. Teir vóru átta brøður. 1. Krøn. 26,4.
6. Ein høvdingi í Benjamin yvir 180.000 monnum. 2. Krøn. 17,18.
7. Ein av umsjónarmonnunum undir Konanja og bróður hansara Sjime’i. 2. Krøn. 31,13.
8. Ein av høvuðsmonnunum yvir húsi Guds, sum góvu prestunum 5000 kríatúr av smáfæi til páskaoffur og 500 neyt. 2. Krøn. 35,9.
9. Sonur Josva. Levitur. Ezra 8,33.
10. Prestur av eftirkomarum Pasjhurs. Ezra 10,22.
11. 12. & 13. Tríggir levitar. Ezra 10,23; Nehem. 8,7; 11,16. | | | Józadak | (hebr. Jehozadak: HARRIN rættvísger.) Sonur høvuðsprestin Seraja, um tað mundið, tá fólkið varð burturflutt til Bábel. 1. Krøn. 6,14–15. Um ár 588 f.Kr. Um hann gjørdist høvuðsprestur eftir faðir sín, tá hann varð dripin, sæst ikki, men um so varð, gavst ikki høvi til at røkja starvið, tí hann varð sendur til Bábel. 1. Krøn. 6,15. Hann mundi doyggja í útlegdini, tí sonur hansara Josjua var fyrsti høvuðsprestur eftir heimkomuna. Hagg. 1,12.14; 2,2.4; Zak. 6,11; Ezra 3,2.8; 5,2,10,18; Nehem. 12,26. | | | Józakar | (hebr. HARRIN minnist.) Annar av teimum, sum drópu Jóas kong í Juda. 2, Kong. 12,21. | | | Jubal | (hebr. sum spælir.) Sonur Lemek og Adu: „Hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið spæla á hørpu og floytu.“ 1. Mós. 4,21. | | | Juda | (hebr. veri Hann, t.e. Gud, prísaður.) Ættarfaðirin. Hann var fjórði sonur Jákup og Leu. Sambróðir Ruben, Símeon og Levi. Eftir hansara uppskoti seldu brøðurnir Jósef til ísmaelitar í staðin fyri at drepa hann. Vit lesa í 1. Krøn. 5,2: „Tí víst fekk Juda valdið yvir brøðrunum, og høvdingin skuldi vera ein av eftirkomarum hansara, men frumburðarrættin fekk Jósef.“ Hann tykist við hvørt at hava verið leiðari teirra brøðranna. 1. Mós. 43,2.3.4; 44,16.18 o.s.fr. Tá Juda fór til Egyptalands, átti hann tríggjar synir, men so skjótt vaks ættin, at fólkið var við fyrru fólkateljingina í Sinaioyðimørk 74 600. Størst av øllum ættunum. 4. Mós. 1,27. Tá fólkið varð talt aðru ferð, vóru teir 76 500. Framvegis hin størsta ættin. Á ferðini um oyðimørkina var stað teirra fremst í fylkingini, eystan fyri tabernaklið, saman við Issakar og Zebulon. Juda var fyrsta ættin, sum fekk ogn sína ávísta. Hon var veruliga triðingurin av landinum í vídd. Tá landið seinni varð mált, var ein partur av Juda latin ætt Símeons. Markini eru umtalað í Josva 15,20–63.
2. Ein av levitunum, sum komu heim úr útlegdini við Zerubbabel. Nehem. 12,8.
3. Sonur Hassenua og „næsthægstur í býnum.“ Nehem. 11,9.
4. Nevndur í Nehem. 12,34 millum teirra, ið fóru upp á múrin, tá hann varð vígdur. Nehem. 12,34. Ættarfaðirin Juda er eisini nevndur í Matt. 1,2.3. Harrin er nevndur „Leyvan av ætt Juda.“ Op. 5,5. | | | Judas | (gr. snið av hebr. Juda.) Iskariot, gr. Iskariotes, t.e. ættaður úr Keriot. Var hann úr Keriot, sum lá sunnarlaga í Juda, var hann einasti judearin í ápostlaflokkinum. Hann var kassameistari teirra, men var ikki álit teirra verdur. Jóh. 12,4.5.6. Tá Jesus kom til Jerúsalems á páskum, ætlaðu fíggindar hansara at forkoma Honum, men tordu ikki at taka Hann fyri fólkinum. Matt. 26,55. Tá Judas kom og beyð sær til at vísa teimum, hvar teir kundu hitta Hann á loyndum staði, kom hetta teimum væl við. Teir lótu hann fáa 30 silvurpeningar. Harrin segði, hvør svíkjarin var, tá teir ótu páskalambið, men Judas visti, at teir fóru haðani til Getsemane, og har kom hann við fíggindunum og vísti teimum á Harran.
Seinni, tá hann skilti, at Harrin var dømdur, angraði hann gerðina og fór aftur til prestarnar og segði, at hann hevði svikið sakleysan mann. Tað, søgdu teir, kundi hann sjálvur síggja til. Hann tveitti teimum so peningin aftur og fór og hongdi seg. Matt. 27,3.4.5.
2. Í Luk. 6,16 nevnist ein av ápostlunum Judas sonur Jákup. Í ensk. ums. stendur „the brother of James“. Veruliga stendur í upprunamálinum Judas Jákups.
3. Ein av brøðrum Harrans, sonur Mariu og Jósef. Matt. 13,55; Mark. 6,3; Jud. v. 1.
4. Íbúgvi í Damaskus. Hann átti húsið, har Saul úr Tarsus helt til, tá hann var vorðin blindaður av himmalskari sjón. Áp. 9,11. | | | Judasar bræv | Skrivað hevur Judas 3, q.v. ár 67–68. Hann sigur, at hann er beiggi Jákup 5, q.v. Hann skrivar til hini kallaðu, sum eru elskað í Gudi faðir og varðveitt Jesusi Kristi. Honum lá nógv á hjarta at skriva til tey um felags frelsu okkara, men hann sá seg noyddan at skriva til teirra við áminningum at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. Tí nøkur menniskju hava sníkt seg inn og vilja misbrúka náði Guds. Bræv Judasar er álvarsamt og talar ikki minni til nútíðina enn til tátíðina. Hann nevnir ymist, sum ikki er nevnt í Skriftini annars, men er at finna í øðrum skriftum jødanna. Hetta ger Paulus eisini í 2. Tim. 3,8, og í talu síni á Areapagos tekur hann til orð frá skaldi av ikki-jødiskari ætt. Áp. 17,28.
a) Inngangur (1–4).
b) Loysnarorð: 1) Skylda (3); 2) Vandi (4).
c) Vandin útgreinaður (5–16).
d) Áminning viðvíkjandi skyldu (17–23).
e) Útgangur (24–25). | | | Judea | Í rómverjatíðini navnið á tí partinum av Palestina, sum ætt Juda búði í. Markið tvørturum var um 20 km norðan fyri Jerúsalem. Á miðjuni høgt land, sum er bratt móti Deyðahavi. Judeaoyðimørk er fjallaryggur suður og norð, sum hægst er við Betel og Hebron. Eftir útlegdina í Bábel búðu jødarnir ikki í øllum hesum landinum. Í sunnara parti høvdu edomitarnir sett seg fastar norður til Hebron. Hesin landsparturin varð tí kallaður Idumea. Í Nýggja Testamenti er hann stundum roknaður upp í Judea og stundum ikki. Í rúmari týdningi er navnið Judea nýtt um tann partin av hjálandinum Sýrland, sum rómverskir landshøvdingar (procurators) høvdu í hondum, Luk. 3,1, og eisini um teir partarnar av Sýrlandi, har jødar búðu. Áp. 2,9. | | | Judit | (hebr. jødakvinna.) Kona Esau. Hon var dóttir hetitin Beri. 1. Mós. 26,34. Í 1. Mós. 36,2 er navn hennara skrivað Oholibama. | | | Jukal | (hebr. stytting av Jehukal, t.e. HARRIN er mentur.) Sonur Sjelemja. Í Jer. 37,3 lesa vit, at Zedekias kongur sendi Jukal og Zefanja, son Ma’aseja, prestin, til Jeremias profet og læt siga: „Bið fyri okkum til HARRAN Gud okkara!“ Í kap. 38,1 er hann ein av teimum, sum lurta eftir tí, sum Jeremias talar, um alt hitt ónda, sum koma skal yvir býin, v. 4: „Tá søgdu høvdingarnir við kongin: Lat drepa henda mann! Hann tekur jú mótið frá hermonnunum, sum eftir eru í hesum býi.“ | | | Julia | (kvennkyn frá Julius.) Kvinna í Róm, sum Paulus letur heilsa í Róm. 16,15. | | | Julius | (lat. purlutur.) Høvuðsmaður úr herflokki keisarans. Hann hevði umsjón við fangunum, sum sendir vórðu til Róm, har ímillum Paulus. Áp. 27,1. Hann vísti Paulusi vælvild og læt hann sleppa at vitja vinir sínar í Sidon, meðan skipið steðgaði har, v. 3. Aftur í v. 43 vísir hann Paulusi vælvild. Hetta hendi ár 62 e.Kr. | | | Junias | (týdn. óvissur.) Andronikus, q.v. | | | Jusjab-Hesed | (hebr. kærleiki afturløntur.) Seinast nevndi sonur Zerubbabel. 1. Krøn. 3,20. | | | Justus | (lat. rættvísur.) Áp. 1,23: „Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus.“ Annar av teimum, sum teir kastaðu lut um, hvør av teimum, ið skuldi verða ápostul í staðin fyri Judas. | | | Jutta | (hebr. útbreitt.) Levitabýur í hálendi Juda. Josva 15,55; 21,16. Lagt til prestarnar við lutakasti. Har hesir býir eru roknaðir upp í 1. Krøn. 6,57–59, er hann ikki nevndur. Í Josva 15,55 stavaður Juta. Onkur heldur, at hann var føðistaður Jóhannesar Doypara. Luk. 1,39. Pláss er enn á døgum, sum eitur Jutta, um 8 km sunnan fyri Hebron. | | | Jødar | (hebr. jehudi, t.e. eftirkomari Juda. Gr. Jaudaias.) Sagt um fólk av ætt Juda og síðani um fólk úr landspartinum Juda ríki til at skilja millum tey og hini úr norðurríkinum, kallað Ísrael. Tá fólkið kom heim aftur úr Bábel, vóru nógv tey flestu úr Judaríki, og tey hava síðani tá verið kallað jødar. |
|
|
|
|
|