|
|
|
Bíbliuhondbókin
| | Ibri | (hebr. hebreari.) 1. Krøn. 24,27: „Synir Merari av syni hansara Ja’azia vóru eisini Soham, Zakkur og Ibri.“ Hann var óivað ein av eftirkomarum Levi á døgum Dávids. | | | Ibzan | (hebr. blankt, orðarætt: tín.) Dóm. 12,8: „Eftir hann (Jefta) var Ibzan úr Betlehem dómari í Ísrael. Hann hevði 30 synir; 30 døtur gifti hann burtur, og við tað at hann fekk sonum sínum konur aðrastaðni frá, fekk hann eisini 30 døtur. Hann var í 7 ár dómari í Ísrael.“ Mundi vera ættaður úr Betlehem í Zebulon. Tvey Betlehem vóru. Hitt betri kenda er viðhvørt kallað Betlehem Juda. | | | Iddo | (hebr. í tøkum tíma, hending.) Faðir Ahinadab fúta í Mahanajim. 1. Kong. 4,14.
2. Levitur av ætt Gersoms. 1. Krøn. 6,20–21.
3. Faðir Berekias og abbi Zakarias profet. Annars er Zakarias kallaður „Sonur Iddo“ í Ezra 5,1; 6,14. Iddo kom heim úr Bábel við Zerubbabel. Nehem. 12,4.
4. Ezra roknar upp nøvn teirra, ið fara heim úr útlegdini. Kap. 8,15: „Eg savnaði teir saman við ánna, sum rennur í Ahava, og vit reistu tjøldini og lógu har tríggjar dagar. Men táið eg hugdi gjøllari at fólkinum og prestunum, fann eg ongar Levitar har.“ Hann sendi tí boð eftir nøkrum monnum, sum hann nevnir við navni, og sendir teir avstað. Ezra 8,17: „Teir sendi eg til Iddo høvdinga í Kasifja og legði teimum orð í munnin, sum teir skuldu yvirtala Iddo og brøður hansara við tempultænararnar í Kasifja – til at senda okkum tænarar til hús Guds okkara.“ Líkt er til, at Iddo var høvuðsmaður tempultænaranna (nethimim). Av hesum sæst eisini, at høvuðsmenn fólksins hava verið leiðarar eisini í útlegdini, og at teir hava havt trúarfrælsi. | | | Idumea | grikska navnið á Edom, q.v. Mark. 3,8. | | | Ije-Ha’abarim | (hebr. toftir Abarims.) 4. Mós. 33,44: „Tey fóru úr Obot og gjørdu steðg í Ije-Ha’abarim við mark Móabs.“ Hetta var hitt sjey og fjørutiunda staðið, sum tey gjørdu steðg á ferðini um oyðimørkina. | | | Ijim | (hebr. rúgvur, toftir.) Ein av býum ættar judamanna við markið móti Edom í Suðurlandinum.
2. 4. Mós. 33,45. Ijim her er stytting av Ije-Ha’abarim. | | | Ijon | (hebr. avtoftað.) Býur norðuri í landinum í hálendi Naftalis. 1. Kong. 15,20: „Benhadad gjørdi, sum Asa segði, sendi herhøvdingar sínar móti býum Ísraels og tók Ijon, Dan, Abel-Bet-Ma’aka og alt Kinneret, somuleiðis alt Naftaliland.“ 2. Krøn. 16,4. So lesa vit í 2. Kong. 15,29: „Á døgum Peka ísraelskongs kom Tiglat-Pileser, kongurin í Assýria, og tók Ijon, Abel-Bet-Ma’aka, Janoa, Kedes, Hazor, Gilead og Galilea – alt Naftaliland – og flutti fólkið burtur til Assýria.“ | | | Ikabod | (hebr. hvar er dýrdin. Eingin dýrd.) Sonur Pinehas og sonarsonur Eli. Móðirin átti hann, tá hon frætti, at ørk Guds var tikin og Pinehas og Eli vóru deyðir. Hon gav, áðrenn hon doyði, barninum navn og segði: „Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael! – tí ørk Guds var tikin.“ 1. Sám. 4,19–22. | | | Ikkesj | (hebr. krókut, skeivt, Eisini svik sum í Orðt. 4,24: „Halt teg frá sviki við munninum.“) Ein av køppum Dávids. 2. Sám. 23,26: „Ira Teko’itur, sonur Ikkesj.“ 1. Krøn. 11,28; 1. Krøn. 27,9. | | | Ikonium | Kendur býur í Lítla Asia. Áp. 13,51. Paulus ápostul vitjaði hagar helst tríggjar ferðir. Áp. 14,1.19.21; 16,2. Er nú býur við um 40.000 íbúgvum, kallaður Konia. | | | Ilai | (hebr. høgt settur.) Ahohitur. Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,29. Í 2. Sám 23,28 er hann kallaður Zalmon. | | | Illýria | Sum Dalmatia, q.v. | | | Immanuel | (hebr. við okkum Gud.) Navnið, sum í Matt. 1,23 er givið Jesusi Kristi eftir Esaias 7,14. Eftir aldargamlari umseting er týdningurin hin sami sum „teantropus“, ið merkir menniskjalig náttúra og guddómleiki Krists í sama persóni. | | | Immer | (hebr. orðaríkur?) Sonur Mesjillemit. 1. Krøn. 9,12, ella Mesjillemot. Nehem. 11,13. Nakrir av teimum eru kallaðir „Dugnamenn“.
2. Prestur á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,14: „sekstandi (luturin) á Immer.“
3. Ein teirra, ið komu heim úr Bábel við Zerubbabel, men sum ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni. Ezra 2,59.
4. Faðir Zadok, sum arbeiddi upp á múrin, beint yvir av húsi sínum. | | | Imri | (hebr. væltalandi.) Sonur Bani og faðir Omri av ætt Juda. 1. Krøn. 9,4.
2. Faðir Zakkur, sum vældi um ein part av múrinum. Nehem. 3,2. | | | India | Land við eysturmark Ahasverusar kongs. Her talast ikki um hálvoynna, vit nú kalla India, men landspartin, har áin Indus rennur oman. Ester 1,1; 8,9. | | | Ir | (hebr. sum vekir.) Faðir Sjuppim og Huppim av ætt Benjamins. 1. Krøn. 7,12. | | | Ira | (hebr. vakjandi.) 2. Sám. 20,26: „Ira Ja’iritur var eisini prestur hjá Dávidi.
2. Ein av hinum tiltiknu tríati Dávids. Um hann lesa vit meir í 1. Krøn. 27,9: „Hin sætti – hann, sum gjørdi tænastu í sætta mánaði – var Ira, sonur Ikkes úr Tekoa; í flokki hansara vóru 24 000 mans.“
3. Ein annar av køppum Dávids. 2. Sám. 23,38; 1. Krøn. 11,40. | | | Irad | (hebr. óstøðugur.) 1. Mós. 4,18: „Hanok fekk son, Irad; Irad fekk Mehujael; Mehujael fekk Metusael; Metusael fekk Lemek.“ | | | Iram | (býbúgvi, mentamaður.) Seinast nevndi ættarhøvdingi Edoms. 1. Mós. 36,43. | | | Iri | (hebr. HARRIN er vaktarmaður.) Hin seinasti, ið nevndur er av fimm sonum Bela: „teir vóru ættarhøvdingar og veldigir kappar.“ 1. Krøn. 7,7. | | | Ir-Nahasj | (hebr. ormabýur?) 1. Krøn. 4,12: „Eston fekk synirnar Bet-Rafa, Pasea og Tehinna, sum var faðir Ir-Nahasj.“ | | | Ir-Sjemesj | (hebr. sólbýur.) Býur í ætt Dans. Sami sum Bet-Sjemesj. Josva 19,41; 1. Kong. 4,9. | | | Iru | (hebr. vøka.) Hin fyrst nevndi av sonum Kalebs, son Jefunne. 1. Krøn. 4,15. | | | Isjbosjet | (hebr. skammarinnar maður.) Hin yngsti av 4 sonum Sauls. 2. Sám. 2,8; 1. Krøn. 8,33; 9,39. Viðhvørt stavað Esjba’al, sum man hava verið navn hansara, men seinna stavilsi hevur mint ov mikið um avgudanavnið, og varð tí sagt skomm í staðin fyri. Av sonum Sauls livdi bert Isjbosjet aftan á faðir teirra. Hinir vóru falnir saman við faðirinum í bardaganum á Gilboa. Hann var hin elsti av kongligari ætt og eftir lógini kongsevni. Herhøvdingi Sauls, Abner, gjørdi hann til kong. Hann fór eystur um ánna til Mahanajim. Kongadømið lá í sori, og hann man hava hildið, at eingin vestan fyri ánna vildi hava nakran av Sauls ætt til kong. Syrgiliga framhaldið av hesum lesa vit um í 2. Sám. 2,8–32. Eisini kapitlarnar 3,4 og 5. Abner, q.v. | | | Isjhod | (hebr. navnframur maður.) 1. Krøn. 7,18: „Systir hansara (Gilead) var Hammoleket, hon átti Isjhod, Abiezer og Mala.“ | | | Iskariot | (ætlandi úr hebr. og týður maður úr Kariot.) Tilnavn Judasar (hansara, sum sveik Harran Jesus) til at kenna hann frá øðrum við sama navni. | | | Isopur | (á hebr. ezob.) 2. Mós. 12,21: „Farið og fáið tykkum eitt lamb fyri hvørt húshald og drepið páskalambið! Og takið tykkum isopkustar, drepið teir í blóðið í fatinum og smyrjið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar av blóðinum í fatinum! Eingin av tykkum má fara út um dyrnar í húsi sínum fyrr enn morgunin eftir.“ Isopur er eisini nevndur í sambandi við, tá ein spitalskur varð reinsaður. 3. Mós. 14,27. Eisini tá blóð skuldi verða slett á hús við spitalsku í, 3. Mós. 14,48, var isopur nýttur. So var, tá menniskju skuldi lata seg reinsa. 4. Mós. 19,6. Fyrsta, vit lesa um isop, er, at húsfaðirin skuldi taka ein kust ella ein sopp av hesi plantuni, drepa hann í blóðið frá offurlambinum og smyrja blóðið á durastavirnar uttanfyri. HARRIN hevði sagt við Móses: „Táið Eg síggi blóðið, skal Eg leypa tykkum um, og einki oyðandi slag skal koma yvir tykkum, táið Eg slái Egyptaland.“ 2. Mós. 12,13. Les eina ferð aftrat um isop í Jóh. 19,29–30. Plantufrøðiliga navnið er: Hyssapus offieinallis. | | | Issakar | (hebr. við løn kemur hann.) Níggjundi sonur Jákups og fimti hjá Leu. 1. Mós. 30,18. Hann varð føddur í Paddan-Áram, men lítið er skrivað um hann. | | | Issakars, Ætt | Tá Jákup fór við húsi sínum til Egyptalands, átti Issakar 4 synir, sum nevndir eru við navni. 1. Mós. 46,13. Teir vóru fedrar hvør í sínum ættarbólki. 4. Mós. 26,23–25; 1. Krøn. 7,1. Tá fólkið varð talt við Sinai, vóru teir vápnaføru fimmti túsund og fýra hundrað. Av ættunum hin fimta í tali. Seinni ferð, ið talt varð, var talið vaksið til sekstifýra túsund og trý hundrað, tá hin triðja í tali. 4. Mós. 26,25. Tilhald Issakars á ferðini um oyðimørkina var eystan fyri tabernaklið saman við brøðrunum Juda og Zebulon. 4. Mós. 2,3–8. Herhøvdingi teirra var tá Netanel, sonur Zuar. Eftir hann kom Jigeal, sonur Jósefs. Hann var ein teirra, ið sendir vórðu úr Paransoyðimørk eftir boði HARRANS at kanna Kána’ansland. Eftir hann kom Paltiel, sonur Azzan. 4. Mós. 34,26 og v. 17 og 18. Lutur teirra í landinum var norðan fyri Manasse. Um markini er greitt frá í Josva 19,17–23. | | | Itai | (hebr. sum er.) Sonur Ribai úr Gibea í ætt Benjamins. 1. Krøn. 11,31. | | | Italia | Er nevnt 4 ferðir í Skriftini: Áp. 18,2; 27,1; 27,6; Hebr. 13,24. Hetta er hálvoyggin frá alpunum suður til strætið við Messina. | | | Italska | Er nevnt bert eina ferð. Áp. 10,1: „Í Kesarea var maður, sum æt Kornelius, høvuðsmaður fyri (í) herliðinum, ið kallast hitt italska.“ | | | Itamar | (hebr. pálmastrond.) Yngsti sonur Árons. 2. Mós. 6,23; 4. Mós. 3,2; 1. Krøn. 6,3. Hann varð saman við brøðrum sínum innsettur at gera prestatænastu. 4. Mós. 3,3. Eftir deyða Nadabs og Abihus – teir áttu ongar synir – komu Eleazar og Itamar at gera prestatænastu fyri eygum Árons, faðirs síns. 4. Mós. 3,4; 3. Mós. 6,12; 1. Krøn. 24,2. Vit lesa aftur um Itamar í 2. Mós. 38,21: „Hetta er roknskapurin yvir tað, ið gekk til tabernaklið, vitnisburðartjaldið, tí Móses segði við Levitarnar, at teir skuldu rokna tað út, og Itamar, sonur Áron, prestin, stóð fyri útrokningini.“ Í Ezra 8,2, har roknaðir eru upp teir, ið komu heim úr Bábel við Ezra, er ein maður nevndur Dániel av eftirkomarum Itamars. | | | Itiel | (hebr. Gud er, Gud við okkum.) Sonur Jesaja. Benjaminitur. Av teimum afturkomnu úr Bábel. | | | Ittai | (hebr. sum livir.) Filistari, ættaður úr Gat. Trúfastur maður í heri Dávids. Les um hann í 2. Sám. 15,19. Trúskapur hansara móti harra sínum er fyrimyndarligur og eigur at siga okkum nógv um viðurskifti okkara við Harra okkara. | | | Iturea | Landspartur ytst í landnyrðingshorninum á Palestina. Kallað eftir Jetur, syni Ísmael. Nevnt í Luk. 3,1, har sagt er, at Filip var fjórðingshøvdingi í Iturea og landspartinum Trakonitis. | | | Ivva | Landspartur í Assýria. Eitt av støðunum, sum kongurin har læt fólk flyta frá og búsetast í býum Samaria. 2. Kong. 17,25. Har kallað Avva. |
|
|
|
|
|