|
|
|
Bíbliuhondbókin
| | Habaja | (hebr. HARRIN hevur fjalt.) Prestur. Eftirkomarar hansara komu heim úr útlegdini við Zerubbabel. Teir „leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum.“ Ezra 2,61–62. | | | Habakkuk | (hebr. kærleikans favnur. Navnið kann eisini stava frá plantunavni – akkadiskt Hambukaku.) Hin áttandi í røðini av hinum tólv „smáu“ profetunum. Ikki er greitt frá um mannin sjálvan ella ætt hansara, men í apokrýfiskari frásøgn er hann nevndur: Habakkuk, sonur Jesjua av ætt Levi. Bók hansara hevur bert tríggjar kapitlar. Hann er tann, ið vísir á henda kenda dýrabara sannleikan (2,4): „Men hin rættvísi skal liva við trúgv síni.“ Hetta tekur Paulus til, tá hann prógvar sannleikan um rættvísgering av trúgv á Kristus. Róm. 1,17: „Hin rættvísi skal liva av trúgv.“ Og tá hann í Gal. 3,11 prógvar, at tað bert er av trúgv, ein kann verða rættvísur, tekur hann til hetta sama: „Tí hin rættvísi skal liva av trúgv.“ Framvegis, tá Hebrearabrævið ávarar móti fráfalli og eggjar til at halda út, verður sagt: „Tí bert so lítla stund enn, tá kemur Hann, ið koma skal, og Hann skal ikki drála. Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara.“ 10,37–38. Við hesum orðum frá Gudi í huga var tað, Martin Luther fór til verka at gera eina roynd at fáa samkomu Guds her á foldum nærri aftur til upprunaligu støðu hennara. | | | Habazinja | (hebr. ljós HARRANS.) Ein maður av ætt rekabita. Lesið gjølla Jeremias kap. 35, allan. | | | Habor | (hebr. sameining.) Á í Mesopotamia, nú kallað „Khabur“. Hon rennur suður gjøgnum landið Gozan, umleið 300 km sunnari rennur hon í ánna Eufrat. Burtfluttir ísraelsmenn úr Samaria hildu til har við ánna. Tilgat-Pilneser III herleiddi teir hagar. Hann var kongur í Assýria 745–727. 1. Krøn. 5,26. So lesa vit í 2. Kong. 17,6: „Níggjunda árið, ið Hosea sat við stýrið, tók kongurin í Assýria Samaria, flutti Ísrael burtur til Assýria og læt tey búsetast í Hala, við Habor, ánna í Gozan, og í býum Media.“ Hesin kongurin æt Sargon II, 721–705 f.Kr. | | | Hadad | (hebr. veldigur. Orðarætt: Hvassur ella brýndur, í Orðt. 27,17: „Jarn brýnir jarn, og eitt menniskja brýnir annað.“) Hadad mundi ikki vera mansnavn, men eyðkennisheiti, sum t.d. Farao. Viðhvørt er tað stavað „Radar“. Sonur Ísmael. 1. Mós. 25,15; 1. Krøn. 1,30.
2. Sonur Bedad kong í Edom. 1. Mós. 36,35; 1. Krøn. 1,46: „Táið Husam doyði, tók Hadad, sonur Bedad, ríkið eftir hann; tað var hann, ið vann sigur á Midjanitum á Móabsmark; býur hansara æt Avit.“
3. Annar kongur í Edom eftir Ba’al-Hanan. Býur hansara æt Pa’u, og kona hansara æt Mehetabel. 1. Mós. 36,39. Her er hann stavaður Hadar. Í 1. Krøn. 1,50 stavað Hadad.
4. Ein av gudum Árameara. Mettur javnt við gud teirra Rammon (hebr. Rimmon). Hadad varð upprunaliga dýrkaður í gamla Mesopotamia, óveðurs- og torugudur. Navnið er vanligt uppískoyti í árameiskum nøvnum. Hadadezer, Hadadrimmon, Ben-Hadad (t.e. Hadadsson).
5. Maður av kongsættini í Edom. Hann flýddi undan herverki Dávids og Jóabs, tá teir týndu hvørt mannkyn í Edom. 1. Kong. 11,17: „ – tá flýddi Hadad við nøkrum edomitiskum monnum, sum hoyrdu til tænarar faðirs hansara, og tók leiðina til Egyptalands. – Hadad var tá lítil smádrongur.“ V. 19: „Og við tað at Farao kom at halda serliga nógv um Hadad, læt hann hann fáa konusystur sína – systur Tapenes drottning – til konu.“ V. 21: „Táið nú Hadad í Egyptalandi frætti, at Dávid hevði lagt seg til hvíldar hjá fedrum sínum, og at Jóab, herhøvdingin, var deyður, segði hann við Farao: Lova mær avstað, so eg kann fara heim til land mítt! Farao segði við hann: Hvat fattast tær her hjá mær, síðani tú vilt sleppa heim til land títt? Hann svaraði: Einki – men tú mást endiliga lova mær avstað!“ So er ikki meir sagt um Hadad, uttan hetta. Í v. 23 er nevndur Rezon, son Eljada, sum var flýddur frá harra sínum, Hadadezer, konginum í Zoba, at hann var mótstøðumaður Ísraels so leingi, sum Sálomo var á lívi, og „bæði hann og Hadad gjørdu Ísrael mein“. 1. Kong. 11,25. | | | Hadadezer | (hebr. Hadad er hjálp.) Kongur í árameiska landinum Zoba. Hann var sonur Rehob. Um bardaga Dávids við hann og áramearar lesa vit í 2. Sám. 8,2–12. | | | Hadadrimmon | (hebr. Hadad í Rimmon.) Stað í Megiddodali. Zakarias 12,11. Hendingin, ið har verður víst til, er tann, ið søgd er frá í 2. Krøn. 35,22–25. Best er at lesa søguna alla, frá v. 20 til 27. | | | Hadar | (hebr. avskildrað.) Ein av kongum edomita, sonur Ba’al Hanan. Býur hansara æt Pa’u. 1. Mós. 36,39. | | | Hadarezer | = Hadadezer, q.v. | | | Hadasja | (hebr. nýggjur.) Býur í Juda, á láglendinum millum hálendið og markið móti filistarum. Josva 15,37. | | | Hadassa | (hebr. plantan myrta.) Jødiska navnið hjá Ester drotning. Ester 2,7, q.v. | | | Hadatta | (nýggjur.) Býur sunnarlaga í Juda. Í Josva 15,25 sett í samband við Hazor, so tað kann lesast „nýggja Hazor“. | | | Hadid | (hebr. hvast.) Stað í Benjamin. Ezra 2,33: „ættaðir úr Lod, Hadid og Ono: 725“, eru sagdir at koma heim úr útlegdini. | | | Hadlai | (hebr. hvíla.) Faðir Amasa, sum var ein teirra, ið settu seg ímóti, at fangar vórðu tiknir í Juda í stríðnum millum Peka og Akaz. 2. Krøn. 28,12. Um ár 735 f.Kr. | | | Hadoram | (hebr. Hadad er stórur.) Hin fimti av 10 sonum Joktans. Mundi vera ættarfaðir onkra ætt í Arabia Feliks. (M. Unger). 1. Mós. 10,27.
2. Sonur To’u kong í Hamat. To’u kongur sendi son sín til Dávid kong at heilsa honum og ynskja honum til lukku, tí hann hevði barst við Hadarezer og vunnið hann. Les 1. Krøn. 18,9–11.
3. Les 2. Krøn. 10. Hadoram, sum umtalaður er í v. 18, man vera hin sami sum í 1. Kong. 4,6 og 5,14 er kallaður Adoniram. | | | Hadrak | (hebr. farandi og komandi. Sum sagt er um árstíðirnar.) Land, sum nevnt er í Zak. 9,1. Í assýriskum skriftum stavað „Hatarika“. Lá við Orontes, q.v., sunnan fyri Hamat og norðan fyri Damaskus. | | | Hafarajim | (hebr. tveir hyljar.) Býur í Issakar. Josva 19. Nevndur millum Sjunem og Sion. Kanska núv, „et-Taiyibe“ í útnyrðing úr Betsjan. | | | Hagab | (hebr. grashoppa, ongspretta.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,46. | | | Hagaba | Sum Hagab. Ezra 2,45. | | | Hagar | (hebr. gongd, flýggjan.) Vit lesa í 1. Mós. 16,3: „Sárai, kona Ábram, tók tá og læt Ábram, mann sín, fáa Hagar, ta egyptisku trælkvinnu sína, til konu – tað vóru tá 10 ár síðani Ábram búsettist í Kána’anslandi!“ Í v. 4 er sagt frá, at Hagar varð við barn, og tá vanvirdi hon frú sína. Henda heiðurin var Hagar ikki ment at bera. Hetta, Sára gjørdi, var ikki óvanligt á teimum døgum og teimum støðum; men nú kom henni hetta illa við. Tá í tíðini var minkandi ikki at eiga børn. Sárai fór nú so illa við henni, at hon rýmdi av húsinum. V. 7: „Men eingil HARRANS fann hana við vatnkelduna í oyðimørkini, við kelduna á vegnum til Sjur.“ Hetta var fyrndarvegur úr Hebron, fram við Be’er-Sjeba, tann vegin til Sjur. Hetta var leiðin til Egyptalands, so líkt er til, at tað var har, hon ætlaði sær at fara. V. 9: „Tá segði eingil HARRANS við hana: Far aftur til frú tína og eyðmýk teg undir hond hennara.“ Hon fór so heim aftur, tá hon hevði fingið lyftið um sonin, hon skuldi eiga, og fingið at vita, hvussu hann skuldi eita. V. 16: „Ábram var 86 ár, táið Hagar átti honum Ísmael.“ Um 14 ár eftir hetta átti Sárai sonin Ísak. Kap. 21,8: „Drongurin vaks nú upp og varð lagdur av brósti.“ V. 9: „Men Sára sá, at sonur Hagar, ta egyptisku kvinnuna, hann, ið hon hevði átt Ábrahami, hann spottaði.“ Er ymiskt umsett, Før aut.: „spæla sær“, ensk aut. „mocking“. Orðið er „isak“, samanber v. 6 „at læa“, orðið merkir at læa, látur, leikur, gjøldur; orðið er veruliga orðaleikur við navnið Ísak. Fyribilsendan á søguni lesa vit um í 1. Mós. 21,10–21. Í Gal. 4,21–31, sum eigur at verða lisið og væl umhugsað, nýtir ápostulin hesa søguna til fyrimynd til sáttmálarnar báðar. Sáttmálin við Sinaifjall og Jerúsalem, ið omanfyri er: „Tað er frítt, og tað er móðir okkara.“ Spádómurin um Ísmael í 1. Mós. 16,12: „ … og hann skal liggja í stríði við allar brøður sínar“, er vorðin meir og meir ásannaður, sum øldirnar hava runnið, og ongantíð týðiligari enn nú. | | | Haggai | (hebr. glaður, stuttligur.) Hin 10. í røðini av hinum „smáu“ profetunum. Føðistað og -ár er ikki nevnt. Hann byrjaði at tala annað árið, ið Darius (Hystaspes) var kongur. Hagg. 1,1. Hann og Zakarias, sonur Iddo, profeteraðu fyri jødunum í Juda og Jerúsalem; í navni Ísraels Guds profeteraðu teir fyri teimum. Ezra 5,1–2. Tá fóru teir undir at byggja hús Guds í Jerúsalem. Ezra 6,15: „So varð nú templið heilt liðugt, tann triðja í adar mánaði, sætta árið, ið Darius kongur sat við stýrið.“ Ár 615 f.Kr. Fyrsta tala Haggais varð hildin í august-september ár 520 f.Kr. Hana lesa vit í kap. 1,1–15. Onnur talan í sept.-okt. 520 f.Kr. Hana lesa vit í kap. 2,1–9. Triðja talan í kap. 2,10–19, nov.-des. 520 f.Kr. Hin fjórða talan, kap. 2,20–23, um somu tíð. Arbeiðið við at byggja hetta templið varð byrjað longu á øðrum ári, sum Kýrus kongur sat við stýrið, men hevði verið seinkað av trupulleikum og mótstøðu. | | | Haggedolim | (hebr. hinir stóru.) Nehem. 11,14: „Yvirmaður teirra var Zabdiel, sonur Haggedolim.“ Óvist er, um hetta er navn, ella tað skal verða lisið sum í ensk. aut. „the son of one of the great men,“ tað er „sonur ein av teimum stóru monnunum.“ Teir eru nevndir í Nehem. 3,5: „… men hinir stóru millum teirra boygdu ikki hálsin undir arbeiðið fyri Harra sín.“ | | | Haggi | (hebr. glaður.) Næstelsti av sjey sonum Gads. q.v. 1. Mós. 46,16. Í 4. Mós. 26,15 stendur: „Frá Haggi haggitaættin.“ | | | Haggija | (hebr. gleði HARRANS.) Levitur, ættaður frá Merari. 1. Krøn. 6,30: „Sonur hansara Simea, sonur hansara Haggija, sonur hansara Asaja.“ | | | Haggit | (hebr. glað.) Ein av konum Dávids, bert umtalað sum móðir Adonja. 2. Sám. 3,4; 1. Kong. 1,5; 1,11; 2,13; 1. Krøn. 3,2. | | | Hagri | (hebr. flýddur, ferðamaður.) Nevndur millum hinar reystu kappar Dávids er Mibhar, sonur Hagri. 1. Krøn. 11,38. | | | Hagritar | (hebr. flýddir, ferðamenn.) Fólk, sum búði eystan fyri Palestina. Sjálvt um tað ikki er nógv, vit við vissu vita um teir, sæst, at teir hava havt óføra hermegi, um vit lesa 1. Krøn. 5,17–22. | | | Hakalja | (hebr. HARRIN er fjaldur, ella bíða eftir HARRANUM.) Faðir Nehemias, ið var landsstjóri eftir heimkomuna úr Bábel. Nehem. 1,1 og 10,1. | | | Hakeldama | (hebr. blóðjørð.) Áp. 1,19. Les Matt. 27,3–10; Áp. 1,16–19. | | | Hakila | (hebr. skýmligt.) 1. Sám. 23,19: „Men Zifitar fóru til Saul í Gibea og søgdu: Dávid krógvar seg hjá okkum í fjallaborgunum í Hores a Hakilahædd, sunnan fyri oyðimørkina.“ Henda hæddin, har zifitar søgdu Saul kongi frá, at Dávid krógvaði seg, kallast nú „El Kola“. Har er heyggjur við sjónligum toftum. | | | Hakkatan | (hebr. hin lítli.) Faðir Jóhanan av eftirkomarum Azgads. Ezra 8,12. | | | Hakkoz | (hebr. tornarunnurin.) Eftirkomarar sona Árons skifti Dávid í flokkar. 1. Krøn. 24, v. 10 sigur frá, at sjeyndi luturin fall á Hakkoz. Ætlandi er hann hin sami, sum nevndur er í Nehem. 7,63 saman við tveimum øðrum. Har er sagt frá, at eftirkomarar teirra leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum. | | | Hakmoni | (hebr. vísur, skilagóður.) 1. Krøn. 11,11: „Hetta er listin yvir kappar Dávids: Jasobam, sonur Hakmoni, hin fremsti av køppunum; hann reiggjaði spjót sítt yvir 300 falnum í senn“. 2. Sam. 23,8: „Hetta eru nøvnini á køppum Dávids: Josjeb-Basebet Takmonitur, hin fremsti av køppunum…“ 1. Krøn. 27,32: „…Jehiel, sonur Hakmoni, var hjá sonum kongs.“ Hakmoni var ivaleyst ættarfaðir í einari ætt, sum hesir nevndu hoyrdu til. 1. Krøn. 27,2. Faðir Jesjobam var veruliga Zabdiel, sum sagdur er at vera koraitur. 1. Krøn. 12,6. Levitar, ættaðir frá Kora. | | | Hakufa | (hebr. boygt.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,51; Nehem. 7,53. | | | Hala | (týdn. ókendur.) 2. Kong. 17,6: „Níggjunda árið, ið Hosea sat við stýrið, tók kongurin í Assýria Samaria, flutti Ísrael burtur til Assýria og læt tey búsetast í Hala, við Habor, ánna í Gozan, og í býum Media.“ 2. Kong. 18,11; 1. Krøn. 5,26. | | | Halak | (hebr. hált, bert.) Josva 11,17: „Frá Halakfjalli, ið hækkast móti Se’ir, til Ba’al-Gad í Libanonsdali undir Hermonfjalli; allar kongarnar har hertók hann og høgdi teir niður og drap teir.“ | | | Halhul | (hebr. kullur.) Josva 15,58. Býur í hálendi Juda. Toftirnar eru sjónligar norðan fyri Hebron. | | | Hali | (hebr. hálsprýði.) Býur, sum lutaðist ætt aserita. Josva 19,24–25. | | | Hallohesj | (hebr. teskari, gyklari.) Faðir Sjallum, høvdingi yvir hinari helvtini á landinum, ið hoyrdi undir Jerúsalem. Hann arbeiddi á múrinum, og saman við honum døtur hansara. Hallohesj var eisini ein teirra, ið skrivaði undir sáttmálan saman við Nehemiasi. Nehem. 10,24. | | | Ham | (hebr. mongd.) 1. Mós. 14,5: „Og fjúrtanda árið komu Kedorlaomer og kongarnir, ið stóðu saman við honum; fyrst vunnu teir Refa’itar í Astarot-Karnajim, Zuzitar í Ham, Emitar í Sjave-Kirjatajim.“ | | | Haman | (hebr. viðgitin, umtalaður.) Í Esterar bók kap. 3 er hann kallaður agagitur, sonur Hammedata. Agag var kongsheiti amalekita, so hann man hava verið ættaður frá teimum. Hann ella onkur av fedrunum er komin til Persia sum fangi ella tænastufólk. Um Haman, hansara óndu ætlanir móti jødunum, og hugmóð hansara, lesa vit í Esterar bók frá 3. kap. Best er at lesa hana alla, hon er bert 10 síður og sera løtt at lesa. Ester, q.v. | | | Hamat | (hebr. skansi, vardur.) Ógvuliga gamal býstatur norðarlaga í Sýrlandi, við ánna Orontes. Man hava verið týdningarmikil staður, tí Salmanasser, q.v., sigur seg hava tikið 89 býir, sum hoyrdu til Hamat. Upprunaliga kána’anitiskt niðursetuland. 1. Mós. 10,18. Á døgum Ezekiasar tóku Assýrarar Hamat, 2. Kong. 18,34, og hann var tá tikin upp í assýriska heimsríkið ár 720 f.Kr. Tá so ríki Ísraels gekk til grundar, lesa vit millum annað í 2. Kong. 17,22: „Og Ísraelsmenn livdu í øllum syndunum, sum Jeroboam hevði gjørt; teir viku ikki frá teimum, so at endin varð, at HARRIN rak Ísrael burt frá ásjón Síni – soleiðis sum Hann hevði talað við øllum tænarum Sínum, profetunum. Og so varð Ísrael flutt burtur úr landi sínum til Assýria, og har hava tey verið til henda dag. Síðani læt kongurin í Assýria fólk koma úr Bábel, Kuta, Avva, Hamat og Sefarvajim og búsetast í býum Samaria í staðin fyri Ísraelsmenn; tey tóku Samaria í ogn og búsettust í býunum har.“ | | | Hamat-Zoba | (hebr. tilhald ella skansi Hamats.) 2. Krøn. 8,3. Her er talað um býin Hamat ella árameiska landið Zoba. Ríki Hadadezers, q.v., var stórt og fevndi kanska yvir Hamat. | | | Hamital | (hebr. í ætt við døggina.) Móðir Zedekias kong; hon var úr Libna, dóttir Jirmeja. 2. Kong. 24,18. | | | Hammat | (hebr. heitar keldur.) Víggirdur býur í Naftali við heitu keldurnar vestan fyri Genezaretsvatnið. Josva 19,35: | | | Hammedata | (týdn. óvissur.) Faðir Haman agagit. Ester 3,1. | | | Hammoleket | (hebr. drotningin.) 1. Krøn. 7,17.18: „Sonur Ulam var Bedan. Hesir vóru synir Gilead, son Makir, son Manasse. Systir hansara var Hammoleket; hon átti Ishod, Abiezer og Mala.“ | | | Hammon | (hebr. heitt.) Býur í ætt Asers. Josva 19,28. Millum Naftali og Sidon.
2. Levitabýur í Naftali. 1. Krøn. 6,76. | | | Hammot-Dor | Sama sum Hammat; Josva 21,32. | | | Hammuel | (hebr. vreiði Guds.) 1. Krøn. 4,26: „Synir Misma vóru: Hammuel, sonur hansara, Zakkur, sonur hansara, og Sime’i, sonur hansara.“ | | | Hamona | (hebr. mannamúgva.) Myndarligt navn á býi í dalinum, har herur Gogs verður gjørdur til einkis. Ezek. 39,16. | | | Hamor | (hebr. asni.) 1. Mós. 33,18: „Jákup kom tá í øllum góðum til býin Sikem í Kána’anslandi, á ferð síni úr Paddan-Áram; og hann reisti tjøld síni uttan fyri býin. Jarðarstykkið. ið hann hevði reist tjald sítt á, keypti hann frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri 100 kesitar.“ So lesa vit kap. 34, allan. Josva 24,32: „Bein Jósefs, sum Ísraelsmenn høvdu havt við úr Egyptalandi, jarðaðu teir við Sikem, á markini, sum Jákup hevði keypt frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri 100 kesitar, og sum synir Jósef høvdu fingið í ogn.“ Áp. 7,16; Dóm. 9,28. | | | Hamran | (hebr. reyður.) 1. Krøn. 1,41: „Sonur Ana var Dison. Synir Dison vóru Hamran, Esban, Jitran og Keran.“ | | | Hamul | (hebr. spardur.) Sonur Perez, sum var sonur Juda. 1. Mós. 46,12; 4. Mós. 26,21; 1. Krøn. 2,5. | | | Hamutal | Sama sum Hamital, q.v. | | | Hanamel | (hebr. náði Guds.) Systkinabarn Jeremiasar profets. Jer. 32,6–15. | | | Hanan | (hebr. miskunnsamur.) Ein teirra, ið upproknaðir eru og sagt er um, at „Allir hesir vóru ættarhøvdingar í ættum sínum, høvdingar; teir búðu í Jerúsalem.“ 1. Krøn. 8,23.
2. Hin seinast nevndi av sonum Azels. 1. Krøn. 8,38.
3. Sonur Ma’aka. 1. Krøn. 11,43. Hesin Hanan var ein av teimum, ið kallaðir eru: „Hinir reystu kapparnir.“
4. Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr útlegdini við Zerubbabel. Ezra 2,46.
5. Ein av levitunum, sum útløgdu fólkinum lógina. Nehem. 8,7. Hann var eisini ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmálan saman við Nehemiasi. Man vera hin sami, sum í kap. 13,13 er nevndur sonur Zakkur.
6. Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaði undir sáttmálan við Nehemiasi. Neh. 10,10.
7. Sonur Jigdalja. Les Jer. 35,16. | | | Hananel | (hebr. Gud er miskunnsamur.) Eitt torn nevnt Hananeltorn, sum var partur av múrinum um Jerúsalem. Nehem. 3,1; 12,39; Jer. 31,38. | | | Hanani | (hebr. miskunnsamur.) Sonur Heman. 1. Krøn. 25,4. Eftir at synir Heman eru roknaðir upp, stendur í v. 5: „Allir hesir vóru synir Heman, sum var síggjari í orði Guds hjá konginum. Gud vildi lyfta horn Hemans og gav honum tí 14 synir og 3 døtur.“ Les kap. lidnan.
2. 2. Krøn. 16,7: „Tá kom Hanani síggjari til Asa kong í Juda og segði við hann: Aftur fyri at tú styðjaði teg við kongin í Áram og ikki við HARRAN Gud tín, er herur kongsins í Áram sloppin undan hondum tínum.“ Les v. 8 og 9. Í v. 10 síggja vit, at Asa kongur varð so illur, at hann koyrdi Hanani í fangahús. Hesin Hanani er ivaleyst sami, sum nevndur er í 1. Kong. 16,1: „Men orð HARRANS kom til Jehu, son Hanani, um Baesa.“
3. Ein teirra, ið høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu og lovaðu at senda tær aftur. Ezra 10,20.
4. Nehemias kallar hann: „ein av brøðrum mínum“ 1,2. Hann sigur frá, at hesin Hanani og nakrir aðrir komu úr Juda. Hann spurdi teir tá, hvussu jødarnir høvdu tað, „leivdin, ið heim aftur var komin úr útlegdini.“ Les kap. 1 og 2. Hetta er áhugaverdur partur av heimssøguni og samstundis læribók í praktiskum gudsóttandi lívi fyri stríðsmenn Kristusar.
5. Ein av prestunum í lovsongs- og hátíðarflokkinum, tá býarmúrurin varð uppafturbygdur og vígdur. Nehem. 12,36. Ár 445 f.Kr. | | | Hananja | (hebr. HARRIN er miskunnsamur.) Sonur Zerubbabel, av ætt Dávids. 1. Krøn. 3,19. Synir hansara eru nevndir Pelatja og Jesaja, v. 21.
2. Ein av sonum Sasaks og ættarhøvdingi í ætt Benjamins. 1. Krøn. 8,24.
3. Ein av sonum Hemans, sum Dávid tók út til gudstænastuna. 1. Krøn. 25,4.
4. Ein høvdingi Uzzias kongs. 2. Krøn. 26,11.
5. Ein av eftirkomarum Bebai, ið hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,28.
6. Ein teirra, ið arbeiddu upp á múrin. Hann er nevndur: „Hananja, ein av salvublandarunum.“ Nehem. 3,8.
7. Hananja, sonur Selemja, ein, ið arbeiddi upp á múrin. Nehem. 3,30.
8. Kallaður „høvuðsmaður borgarinnar“. Nehem. 7,2: „Eg setti yvir Jerúsalem Hanani, bróður mín, og saman við honum Hananja, høvuðsmann borgarinnar; tí hann var álítandi og gudóttandi maður sum fáir.“
9. Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi. Nehem. 10,23.
10. Nehem. 12,12: „Á døgum Jójakims vóru hesir ættarhøvdingar millum prestarnar: Fyri Seraja: Meraja; fyri Jirmeja: Hananja.“
11. Ein ósannur profetur á døgum Jeremiasar. Les um hetta í Jer. 28.
12. Faðir Zedekiasar, sum var ein av høvdingunum. Les. Jer. 36,11–12 o.s.fr.
13. Abbi Jerija, høvuðsmann yvir vaktini, sum handtók Jeremias profet og segði: „Tú ætlar at leypast til Kaldearar.“ Jer. 37,13.
14. Dániel 1,7: „Men hægsti hirðmaðurin gav teimum nýggj nøvn; Dániel kallaði hann Beltsazar, Hananja Sadrak,“ o.s.fr. | | | Hanes | Stað í Egyptalandi; umtalað bert eina ferð, Es. 30,4. – „Tí høvdingar teirra eru komnir til Zoan, og sendiboð teirra koma líka til Hanes“. | | | Hanna | (hebr. náði.) Kona Elkana efra’imit og móðir Sámuel profet. Søguna lesa vit í 1. Sám. 1,1–11. Lovsongur Hannu er sera átøkur lovsongi Mariu í Luk. 1,46 o.fr. Vit síggja, at Hanna talar um kong HARRANS og hin salvaða (Messiah), tó enn eingin kongur var í Ísrael. So hetta er spásøgn um Kristus, tað er ikki at ivast í. | | | Hannaton | (hebr. halgaður í náði.) Stað við norðurmark Zebulons. Josva 19,14. | | | Hanniel | (hebr. náði Guds.) 4. Mós. 34,17: „Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara.“ Í v. 23: „Av sonum Jósef: Av ætt Manassita ein høvdingi, Hanniel, sonur Efod.“
2. Sonur Ulla, av ætt Asers. 1. Krøn. 7,39. | | | Hanok | (hebr. vígdur.) Triði sonur Midjan, sum var sonur Ábraham við Keturu. 1. Mós. 25,4.
2. Elsti sonur Ruben. 1. Mós. 46,9. Frá honum er komin hanokitaættin. 4. Mós. 26,5.
3. Sonur Káin og býur, sum Káin kallaði eftir syni sínum. 1. Mós. 4,17. | | | Hanun | (hebr. í náði vardur.) Sonur og eftirmaður Nahasj ammonitakongs. Viðurskiftini millum hann og Dávid kong, hvussu hann háðaði tænarar Dávids, og alt tað stríð, har stóðst av, lesa vit um í 2. Sám. 10, frá v. 1 til 19. | | | Happizzes | (Huppa) (hebr. verja ella útreiðsla.) Prestur á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,13. | | | Hara | (fjallalendi.) Eitt av støðunum, har Tilgat-Pilneser herleiddi rubenitar, gaditar og hálva ætt Manasse. 1. Krøn. 5,26. | | | Harada | (hebr. ótti.) Tjúgufimta staðið, sum fólk Ísraels gjørdu steðg í oyðimørkini. 4. Mós. 33,24. | | | Haran | (akkad. harranu, t.e. vegur, ferðaleið ella hebr. fjallabúgvi.) Sonur Tara og bróðir Ábraham. Haran doyði, áðrenn faðirin, í Ur í Kaldea. Hann átti son, sum æt Lot. 1. Mós. 11,27–28.
2. Sonur Kaleb við hjákonu hansara Efu. 1. Krøn. 2,46.
3. 1. Krøn. 23,9: „Synir Sime’i vóru Sjelomot, Haziel og Haran.“
4. Gamal býur í Norðurmesopotamia. Staðið har varð kallað Paddan Áram, t.e. mørk Árams. Býurin lá á ferðaleið millum Nineve, Assur og Bábylon í Mesopotamia og Damaskus, Týrus og Egyptaland. Tara og Ábraham steðgaðu har á vegnum til Kána’an. Sum Ur var miðstøð fyri dýrkan mánagudsins (Sin) í Suðurmesopotamia, var Haran tað sama í Norðurmesopotamia. Um Tara var ein, ið tilbað henda gudin og ikki vildi sleppa honum, ber ikki til at siga nakað um, men skrivað stendur, at tá Tara var deyður, hildu tey leiðina fram, Ábraham, Sára og Lot við húsfólkinum. Ábraham, q.v. Haran var stórur býur í nítjandu og átjandu øld f.Kr., sæst av kílaskriftkeldum. Talvur úr Nuzu, lítil assýriskur býur, siga týðiliga frá patriarkatíðini. Har nevnast húsgudar, sum í 1. Mós. 31,19; signingar, tá deyðin nærkast, sum í 1. Mós. 27, og at nýta trælkvinnu til at ættin kundi halda fram, sum í 1. Mós. 16,3.
Býurin var týdningarmikil niður gjøgnum øldirnar. Her hildu assýrarar seinasta skansa sín ár 609 f.Kr., men trý ár seinni tóku medar hann frá teimum og róku assýrarar yvir um aftur Eufrat. | | | Hararitur | (hebr. fjallabúgvi.) So eru hesir av monnum Dávids nevndir: 2. Sám. 23,33: „Sjamma Hararitur.“ 1. Krøn. 11,35: „Ahiham Hararitur, sonur Sakar.“ | | | Harbona | (hebr. ásnarøktari. Á avestamáli (fornmál í Iran) merkir tað hin berskølluti.) Ein av hinum sjey hirðmonnunum, ið tæntu hjá Ahasverusi kongi. Ester 1,10. | | | Haref | (hebr. atfinningarsamur.) Av eftirkomarum Kalebs. 1. Krøn. 2,51: „Salma, faðir Betlehem, Haref, faðir Bet-Gader.“ | | | Har’el | (hebr. fjall Guds.) Yvirpartur altarsins. Ez. 43,15. | | | Harhaja | (hebr. HARRIN er verji.) Nehem. 3,8: „Næstur teimum arbeiddi Uzziel, sonur Harhaja, gullsmiður.“ | | | Harhas | = Hasra, q.v. | | | Har-Heres | (hebr. sólfjallið.) Dóm. 1,35: „Amoritum eydnaðist at verða búgvandi í Har-Heres…; men seinni varð hús Jósefs við yvirlutan og noyddi teir at træla hjá sær.“ | | | Harhur | (hebr. sjúka, sótt.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr útlegdini við Zerubbabel. Ezra 2,51; Nehem. 7,53. | | | Harif | (hebr. heystregn.) Ein av ísraelsmonnunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr útlegdini við Zerubbabel. Nehem. 7,24.
2. Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaðu undir sáttmálan saman við Nehemiasi. Nehem. 10,19. | | | Harim | (hebr. kappnósin, vígdur?) Høvdingin, ið triði luturin fall á. Les 1. Krøn. 24,1–8.
2. Ein ísraelsmaður, hvørs eftirkomarar komu heim úr útlegdini í fylgi við Zerubbabel. Ezra 2,32 og 39.
3. Faðir Malkia, sum var við at væla um múrin um Jerúsalem. Nehem. 3,11.
4. Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi ár 445. Nehem. 10,5.
5. Ein av høvdingunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,27.
6. Ein av prestunum, sum komu heim úr Bábel, Nehem. 12,15. | | | Harnefer | (hebr. snork, rótan.) Sonur Sofa, høvdingi í ætt Asers. 1. Krøn. 7,36. | | | Harod | (hebr. ræðsla.) Við Harodkeldu var tað, Harrin valdi burtur úr fólkinum, hvør ið skuldi fara við Gideon í bardagan. Les Dóm. 7,1–25. Keldan springur upp við Gilboa heyggj; hon kallast nú „Áin Jalud“, um 2 km eystan fyri Jizreel. | | | Haroe | (hebr. síggjarin.) Reaia, q.v. | | | Harosjet-Haggojim | (hebr. Harosjet heidninganna.) Dóm. 4,2: „Tá seldi HARRIN tey í hendur Jabins kongs í Kána’an; kongasæti hansara var í Hazor, og herhøvdingi hansara æt Sisera og búði í Harosjet-Haggojim. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN. Tí Jabin hevði 900 jarnvagnar, og hann kúgaði Ísraelsmenn í 20 ár, og tað hart.“ Harosjet kann merkja smíð, virki. Kharosj er í 2. Mós. 31,5 og 35,33 umsett til „at brýna“; so hetta kann týða „smiðjuvirki tjóðanna“. Kanska vagnarnir vórðu smíðaðir har. | | | Harsja | (hebr. verkamaður, listamaður.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,52, Nehem. 7,54. | | | Harufitur | (týdn. óvissur, kanska frá Harif ella Haref.) 1. Krøn. 12,5: „… Sefatja Harufitur.“ Ein teirra, sum komu til Dávid í Ziklag. | | | Harum | (hebr. høgt settur.) Í 1. Krøn. 4,8 lesa vit: „Koz var faðir Anub, Hazzobeba og ættir Aharhels, sonar Harum.“ Hesir vóru av ætt Juda, v. 1. | | | Harumaf | (týdn. sum Harim.) Nehem. 3,10: „Næstur honum arbeiddi Jedaja, sonur Harumaf, beint yvir av húsi sínum.“ | | | Harus | (hebr. arbeiðssamur.) Maður úr Jotba. Hann var faðir Mesjullemet, ið var kona Manasse og móðir Amon kong. 2. Kong. 21,19. | | | Hasadja | (hebr. sum HARRIN elskar.) Ein av teimum fimm sonum Zerubbabels, umtalaðir í 1. Krøn. 3,20. | | | Hasjabja | (hebr. sum HARRIN virðir.) Sonur Amasja og faðir Malluk, av ætt Merari. 1. Krøn. 6,45.
2. Faðir Azrikam, av ætt Merarita. 1. Krøn. 9,14.
3. Hin fjórði av seks sonum Jedutuns. 1. Krøn. 25,3.
4. Hebronitur; ein teirra, ið kallaðir eru „dugnamenn“ 1. Krøn. 26,30.
5. „Yvir Levi Hasjabja, sonur Kemuel.“ 1. Krøn. 27,17.
6. Ein av levitahøvdingunum, sum lótu kríatúr til páskaoffur á døgum Josiasar. 2. Krøn. 35,9.
7. Ein av levitunum, sum eftir umbøn Ezra komu at tæna við hús Guds. Ezra 8,15–19.
8. Ein av prestunum, sum Ezra valdi til at vakja yvir gull- og silvurlutum halgidóms HARRANS. Ezra 8,23–29.
9. Sonur Mattanja og faðir Bani. Nehem. 11,22.
10. „Høvdingin yvir aðrari helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Ke’ila.“ Nehem. 3,17.
Hann skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Kap. 10,11. | | | Hasjabna | (hebr. sum HARRIN er vinur við.) Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,25. | | | Hasjabneja | (hebr. sum HARRIN roknar við.). Faðir Hattusj, sum laðaði ein part av múri Jerúsalems. Nehem. 3,10.
2. Ein av levitunum, sum søgdu við fólkið: „Reisið tykkum og lovið HARRANUM Gudi tykkara frá ævi til ævi! Ja, lovað veri dýra navn Títt, sum er hægri enn alt lov og prís!“ Nehem. 9,5. | | | Hasjbaddana | (hebr. vælmeintur dómari.) Ein teirra, ið stóðu undir vinstru lið Ezra, tá hann las lógina fyri fólkinum. Nehem. 8,4. | | | Hasjem | (Í 1. Krøn. 11,34: „Bene-Hasjem“ = synir Hasjems) Verður umsett til „Lýsandi synir“. | | | Hasjmona | (hebr. fruktagóð, feit jørð.) Tríatiunda staðið, sum fólk Ísraels gjørdi steðg á ferðini um oyðimørkina. 4. Mós. 33,29. | | | Hasjub | (hebr. hugsandi, gløggur.) Sonur Pahat-Móab. Hann vældi um eitt stykki av múrinum. Nehem. 3,11.
2. Ein annar, sum arbeiddi á múrinum. Nehem. 3,23.
3. Levitur, sonur Azrikam, faðir Sjemaja. Hann var ein av ættarhøvdingunum – „Dugnamenn í arbeiðinum við tænastuna í húsi Guds.“ 1. Krøn. 9,13–14. | | | Hasjuba | (hebr. virdur.) Sonur Zerubbabel. 1. Krøn. 3,19–20. | | | Hasjum | (hebr. ríkur.) Ísraelsmaður, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,19. Sjey av teimum høvdu fingið sær fremmanda kvinnu til konu, men teir skiltu seg frá teimum. Ezra 10,33. | | | Hasra | (hebr. skreyt.) Sonur Tokhat og abbi Sjallum, ið giftur var við Huldu, profetinnu. 2. Krøn. 34,22. Í 2. Kong. 22,14 er navnið stavað Harhas. | | | Hassenua | (Senua, q.v.). | | | Hassjub | (Hasjub, q.v.). | | | Hasufa | (hebr. nakin.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,43; Nehem. 7,46. | | | Hatak | (hebr. sannur.) Hirðmaður við hov Ahasverusar kongs, sum var tænari Esterar. Ester 4,5–10. | | | Hatat | (hebr. ræðsla.) Sonur Otniel og sonarsonur Kenaz, av ætt Juda. 1. Krøn. 4,13. | | | Hatifa | (áram. fangi.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,54; Nehem. 7,56. | | | Hatita | (áram. eftirkannan, leitan, grevstur.) Ein av eftirkomarum duravaktaranna. Ezra 2,42. | | | Hattil | (hebr. bylgjandi, at forfarast.) Ein av eftirkomarum tænara Sálomos, sum komu heim úr útlegdini við Zerubbabel. Ezra 2,57. | | | Hattusj | (hebr. savnað.) Ein sonur Sjemaja, millum eftirkomarar Zerubbabels. 1. Krøn. 3,22.
2. Ein av eftirkomarum Dávids, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Ezra. Ezra 8,2.
3. Sonur Hasjabneja. Hann var við til at arbeiða upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,10.
4. Ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,4.
5. Ein prestur, sum kom heim úr Bábel við Zerubbabel. Nehem. 12,2. | | | Havila | (týdn. óvissur.) Í 1. Mós. 2,11: „Hin fyrsta eitur Pisjon; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa. Gullið í tí landi er gott; har fæst eisini bdellium og sjóamsteinur.“ Hetta er ikki sama Havila, sum umtalað er í 1. Mós. 10,29 og 25,18. Heldur ikki tað, sum nevnt er í sambandi við synir Kusj. 1. Mós. 10,7; 1. Krøn. 1,9.
2. Landslutur, sum man hava verið norðan fyri Sjeba í Arabia, millum Ofir og Hazarmavet. Fólkið har var ísmaelitar. 1. Mós. 25,18. Markið hevur verið nakað skiftandi og hevur rokkið heilt til Norðurarabia, sum sæst av søguni í 1. Sám. 15,7, tá Saul bardist við amalekitar.
3. Annar sonur Kusj. 1. Krøn. 1,9.
4. Hin tólvti, ið nevndur er av trettan sonum Joktan. 1. Krøn. 1,23; 1. Mós. 10,29. | | | Havran | (hebr. holut ella kullut landslag, ella land av blágrýti.) Grýtut og óslætt landslag eystan fyri Galileavatnið, norður móti Damaskus. Økið er umleið sama sum Basan í Gamla Testamenti. Nógvar toftir eru har av fortíðar býum, summir bygdir av blágrýti og kendir sum „risabýir Basans“. Í rómverjatíðini var ein partur av tí nevndur Auronitis. Hetta var ein av hinum fýra landspørtunum, sum Augustus gav Heródesi hinum Stóra, um ár 23 f.Kr. Seinni var tað eitt av høvdingadømum Filips. Ez. 47,16–18 vísir á hetta landið sum mark tann vegin á einum endurstovnaðum Ísrael. | | | Hazael | (hebr. Gud sær ella ansar eftir.) Herovasti Benhadads kongs í Sýrlandi. 1. Kong. 19,15: „Tá segði HARRIN við hann (Elias): Vend aftur, somu leið sum tú komst, og far til oyðimørkina við Damaskus, far so inn og salva Hazael til kong yvir Áram.“ Hendingina, hvussu Hazael tók ríkið eftir Benhadad, lesa vit um í 2. Kong. 8,7–15. Vit lesa meir um Hazael áramearakong í 2. Kong. 13,4.7 o.a. | | | Hazaja | (hebr. sum HARRIN sær.) Sonur Adaja og faðir Kol-Hoze, av eftirkomarum Perez. Nehem. 11,5. | | | Hazar | (hebr. „bygd“.) Forstavilsi á mongum staðarnøvnum. W. Gesenius sigur í „Hebr. lexicon“, at ferðandi hirðafólk, serliga á støðum, har tey kendu seg ótrygg, settu tjøldini í ring og koyrdu fenaðin og aðra ogn inn í hesa girðingina. Hetta var fyri at kunna verja ognina, skuldi onkur gjørt seg inn á tey. Hetta orðið „hazar“ t.e. byrging, verður nýtt um stað, bygd. Skylt við hetta eru onnur nøvn, t.d. Hazor og Hezron o.a. | | | Hazar-Adar | (hebr. bygd í Adar.) Stað sunnarlaga í landinum millum Kadesj-Barnea og Azmon. 4. Mós. 34,4. | | | Hazar-Enon | (hebr. keldubygdin.) Ez. 47,17: „Markið skal soleiðis ganga frá havinum til Hazar-Enon við landamark Damaskus og haðani enn longur norður, líka at landamarki Hamats. Hetta er norðursíðan.“
Kallast nú Kiryatein, við vegin til Palmyra. | | | Hazar-Gadda | (hebr. bygd Gads, t.e. eydnubygdin.) Bygd sunnast í Juda. Helst núverandi Kirbet Ghazza. Josva 15,27. | | | Hazarmavet | (hebr. bygd ella forgarður deyðans.) Navnið á einum syni Joktans ella einum stað í Arabia Feliks, sum hann stovnsetti. 1. Krøn. 1,20; 1. Mós. 10,26. | | | Hazal-Sjual | (hebr. Sjakalbygdin.) Bygd við suðurmark Juda. Josva 15,28. Seinni lagt afturat arvaluti Símeons. Josva 19,1–3. | | | Hazar-Susa | (hebr. hestabygd.) Bygd sunnast í Juda. Løgd til arvalut Juda. Josva 19,5. | | | Hazar-Susim | (hebr. hestabygd.) 1. Krøn. 4,31. Sama sum Hazar-Susa. | | | Hazazon-Tamar | (hebr. røð av pálmatrøum.) 1. Mós. 14,7. Gamla navnið er En-Gedi, q.v. | | | Hazer | (hebr. bygd.) Umtalað í Ezek. 47,16, har kallað „Miðhazer“. Á upprunamálinum Hazer-Hattikon. | | | Hazerot | (hebr. bygdir.) Sekstanda staðið, har fólk Ísraels steðgaði á ferðini, og næstfyrsta eftir Sinai. 4. Mós. 11,35: „Úr Kibrot-Hatta’ava fór fólkið til Hazerot, og tey gjørdu steðg í Hazerot.“ Her var tað, at Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi, kap. 12. Haðani fóru tey í Paransoyðimørk. 4. Mós. 12,16. | | | Haziel | (hebr. Gud sær.) Høvdingi av ladansættini. Sonur Sjime’i. 1. Krøn. 23,9. | | | Hazlelponi | (hebr. skuggi ella verji andlitsins.) 1. Krøn. 4,3: „Hetta vóru synir Abi-Etam (av ætt Juda): Jizre’el, Jisjma og Jidbasj – systir teirra æt Hazielponi.“ | | | Hazo | (hebr. sjón.) Sonur Nakor, bróður Ábraham, við Milku. 1. Mós. 22,22. | | | Hazor | (hebr. bygd.) Høvuðsbýur í Norðurkána’an í forðum. Vit lesa í Josva 11,1: „Táið Jabin, kongurin í Hazor, frætti hetta, sendi hann boð til Jobab, kongin í Madon, til kongin í Sjimron, til kongin í Aksjaf og til kongarnar, ið búðu fyri norðan í fjallalandinum, á slættlendinum sunnan fyri Kinneret, í láglendinum og á Dorhæddum úti við havið, til Kána’anitar, bæði fyri eystan og fyri vestan, til Amoritar, Hetitar, Perizitar og Jebusitar í fjallalandinum og til Hevitar niðri undir Hermon í Mizpalandi. Teir hildu tá avstað við øllum herum sínum, tað var mannfjøld, so mikil í tali sum sandur á sjóvarstrond, og hestar og vagnar í hópatali. Allir hesir kongar tóku seg saman og komu og tóku allir støðu við Meromsvatn at berjast við Ísrael. Tá segði HARRIN við Josva: Ræðst teir ikki! Um hesa tíðina í morgin skal eg lata teir allar liggja falnar framman fyri Ísrael; hestum teirra skalt tú skera hásinurnar av á, og vagnar teirra skalt tú brenna. Josva við øllum heri sínum kom nú óvart á teir við Meromsvatn og gjørdi álop á teir. Og HARRIN gav teir í hendur Ísraels; teir vunnu sigur á teimum og eltu teir líka til Stórá Zidon og til Misrefat-Majim og líka eystur í Mizpedal; teir høgdu teir niður og lótu ikki ein liva og sleppa undan … Við tað sama fór Josva aftur og tók Hazor, og kongin har drap hann við svørði – Hazor var í forðum høvuðsstaður hjá øllum hesum kongaríkjum.“ Í Dóm. 4 lesa vit um, at eftir deyða Ehuds dómara, tá fólkið vendi sær burtur frá HARRANUM, „Tá seldi HARRIN tey í hendur Jabins kongs í Kána’an; kongasæti hansara var í Hazor, og herhøvdingi hansara æt Sisera og búði í Harosjet-Haggojim.“ Q.v. Kongsheiti Kána’ans hevur um ta tíðina verið Jabin. Best er at lesa Dóm. 4, allan. Hetta er søga, sum er verd at lesa; sera væl frásøgd. Hon endar við: „Soleiðis læt Gud tann dagin Jabin, kongin í Kána’an, verða kúgaðan av Ísraelsmonnunum. Hond Ísraelsmanna kom at liggja tyngri og tyngri á Jabin, konginum í Kána’an, inntil teir heilt gjørdu enda á honum.“ Kap. 4,23–24. Josva 11,11: „Hvørja sál, ið har var, høgdu teir niður við svørði, og slógu býin við banni; eingin varð eftir, sum dró anda. Hazor brendi hann.“ Fornfrøðingar siga frá, at um ár 1400 f.Kr. brann býurin Hazor.
2. Býur sunnast í Juda, við markið móti Edom. Josva 15,23.
3. Hazorsríki. Jer. 49,28–33. Ivaleyst eitt øki í Arabia. Hetta var hirðafólk, sum búðu í tjøldum, men fastbúgvandi. Tey kenna seg trygg. Tey hava hvørki portur ella sláir, v. 31. Hetta tykist at vera sum hitt mótsetta av Damaskus, sum var stórur og sterkur býur. Um hann er sagt í v. 24: „Damaskus er mótfallið; tað vendir sær til at flýggja; ræðsla hevur gripið tað; angist og verkir hava gripið tað, sum kvinnuna, ið hevur fingið ilt.“ | | | Hazzebajim | (hebr. skógargeitirnar.) Ezra 2,55–57. „Eftirkomarar tænara Sálomos vóru: … Sefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebajims.“ | | | Hazzizhædd | 2. Krøn. 20.16. Sama sum Ziz, q.v. | | | Hazzobeba | (hebr. hin lagaligi.) Ein sonur Koz, av ætt Juda. 1. Krøn. 4,8. | | | Heber | (hebr. felagsskapur.) Sonur Beria og sonarsonur Aser. Eftirkomararnir eru kallaðir hebritaættin. 4. Mós. 26,45.
2. Eftirkomari Hobabs, q.v. Kona hansara, Jael, q.v., drap Sisera, q.v. Dóm. 4,17. Hann er kallaður Heber Kenitur í Dóm. 4,11.17; 5,24. Hetta tykist hava verið ættarnavn teirra. Aftur í Dóm. 4,11: „Nú hevði Heber Kenitur skilt seg frá Kenitum, frá sonum Hobab, ið var svágur Móses, og hann hevði reist tjøld síni á leiðunum yvir móti eikini í Za’anajim við Kedesj.“ Hesin Heber hevur verið merkismaður við lít; tá sagt er, at friður var millum hús Hebers Kenits og Jabin, kongin í Hazor.
3. Helst sonur Mered, av ætt Juda, og faðir Soko. 1. Krøn. 4,18. | | | Hebrearabrævið | 13 kapitlar, skrivað ætlandi ár 64–67 e.Kr. til kristnar jødar í Jerúsalem ella Aleksandria ella kanska Korint ella Efesus. Eingin kann siga, hvør skrivarin er. Summir hava hildið Paulus, men tað er ógvuliga ivasamt. Heldur kann tað hava verið Lukas, Barnabas ella Apollos. Hvar brævið er skrivað, er heilt ókent. Jødar, ið tóku við trúgv, vórðu av landsmonnum sínum roknaðir sum svíkjarar móti Mósesi, lógini, templinum og gudstænastuni. Teir vóru í stórum vanda fyri at verða ávirkaðir aftur av jødadóminum og teimum, ið prædikaðu, at vegurin til umvendingar gekk gjøgnum jødadómin; og kanska gekk tað teimum sjálvum tíðum illa at skilja, at tempulsins dýrd og offurtænasta var uppathildin, tí at alt tað hevði – sína dýrd uttan mun – bert verið ein skuggi av tí betra, sum koma skuldi: Kristus og offur hansara! Skrivarin ávarar teir móti hesum og framheldur, hvussu Kristus er hin betri høvuðspresturin, ið er farin gjøgnum ein betri halgidóm við BETRI ofri fyri „eina ferð fyri allar“ at vinna ÆVIGA ENDURLOYSN. | | | Hebreari | Hin fyrsti, sum í Bíbliuni er kallaður hebreari, er Ábraham. 1. Mós. 14,12: „Eisini Lot, bróðurson Ábram, tóku teir við sær, táið teir fóru avstað – hann og alt tað, ið hann átti – hann búði jú í Sodoma. Ein, ið flýddur var, kom nú og segði tað fyri Ábrami Hebreara, hann búði við eikilundina, ið Mamre Amoritur átti.“ Í 1. Mós. 41,12 verður Jósef kallaður hebreari. Í 1. Mós. 43,31 eru brøður Jósefs kallaðir hebrearar. Í 2. Mós. 1,19 og 2,11 verður fólk Ísraels kallað hebrearar. Navnið „hebreari“ man ikki vera lætt at týða. Kann tað, sum trúligt er, merkja: „Tann, sum fór yvirum“ ella „yvirum farin“, svarar tað væl saman við orð Josva í Josva 24,2: „So segði Josva við fólkið: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Hinumegin Ánna búðu í forðum fedrar tykkara – Tara, faðir Ábraham og Nakor – og teir dýrkaðu fremmandar gudar. Men Eg tók Ábraham, faðir tykkara, burtur úr landinum hinumegin Ánna og læt hann ferðast um alt Kána’ansland; og Eg gjørdi avkom hansara fjølment og gav honum Ísak“ o.s.fr. | | | Hebron | (hebr. samfelag.) Býur í Juda, millum Jerúsalem og Be’ersheba. Í hálendinum. Navnið var fyrr Kirjat-Arba. 1. Mós. 23,2; Josva 14,15; Josva 15,13. Varð eisini kallaður „Mamre“ eftir amoritinum Mamre. 1. Mós. 13,18; 35,27. Verður nú kallað el-Khulil. Av teimum, ið har hava búð, kunnu nevnast: Kána’anitar, 1. Mós. 23,2 til 20; Kaleb, Josva 15,13. Ísakur og Jákup hildu eisini til har. 1. Mós. 35,27. Dávid helt til í Hebron í 7½ ár. Eisini Absalom, tá hann byrjaði uppreistur sín, fór til Hebron. Sára varð grivin har. 1. Mós. 23,17–20. Josva tók Hebron. Josva 10,36. Rómverjar tóku tað og løgdu býin í oyði. Gudshús, „moské,“ muhammedsmanna í Hebron er sett oman yvir leivdir frá patriarkatíðini, og tað er torført hjá kristnum at fáa loyvi at koma inn hagar. (M. Ungers Bible Dictionary).
2. Hin triði, ið nevndur er av sonum Kahat, og sonarsonur Levi. Hebron var so yngri bróðir Amram, sum var faðir Móses og Áron. 2. Mós. 6,18; 4. Mós. 3,17–19. Ættarfólk hansara varð kallað hebronitar. 4. Mós. 3,27. | | | Hefer | (hebr. grivin brunnur.) Yngsti sonur Gilead og langabbasonur Manasse. Hann var faðir Zelofhad. Eftirkomararnir kallaðust heferitar. 4. Mós. 27,1.
2. Sonur Asjhur við Na’aru. 1. Krøn. 4,6.
3. Ein av reystu køppum Dávids er nevndur „Hefer Mekeratitur“. 1. Krøn. 11,36.
4. Ein av kongsbýunum, sum Josva tók frá kána’anitum. Eitt av støðunum, haðani Sálomo skuldi fáa tað, sum kongi og húsi hansara tørvaði. Staðið hevur verið nærhendis Soko, q.v. Josva 12,17. | | | Hefziba | (hebr. gleði mín er í henni.) Drotning Ezekiasar kongs og móðir Manasse kongs. 2. Kong. 21,1.
Vit lesa í Es. 62,4: „Tú skalt ikki longur verða kallað „hin vrakaða“, ei heldur skal land títt longur verða kallað „oyðimørk“; nei, tú skalt eita „hon, ið Eg havi hug á“, og land títt skal eita „ektakona“. Hesi orðini: „hon, ið Eg havi hug á“ eru á upprunamálinum „Hefzi-ba“. | | | Hegai | (hebr. virdur.) Navnið er eisini stavað Hege. Kvinnuvaktari Ahasverusar kongs í borgini Susan. Ester 2,3. | | | Heilagleiki | (hebr. godesj, gr. hagiasmos.) Bæði hesi orðini merkja veruliga: at vera settur ella tikin til síðis við serligari tilætlan ella av serligari orsøk. Er tí eisini nýtt um at vera atskildur frá tí, ið ónt og óhóskandi er. Orðið er nýtt, bæði tá talan er um Gud, menniskju, støð og lutir.
Sagt um Gud: 2. Mós. 15,11; 1. Sám. 2,2; Sálm. 71,22; 99,9; Es. 6,3; Hab. 1,12; Op. 15,4, o.s.fr. Í Kol. 2,9 lesa vit: „Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga.“
Sagt um menniskju:
1. Tá talan er um halgan manna, er tað formligt. Teir eru menn, sum settir eru til serliga tænastu, men so verður eisini væntað av teimum og kravt av teimum, at teir saman við útveljingini til tænastuna liva heilagt lív, sum svarar til kall teirra. Í Gamla Testamenti eru prestar og levitar halgaðir til tænastuna.
2. Hesin heilagleiki, sum skriftirnar leggja so miklan dent á, eigur at koma til sjóndar í framferð, atferð og livihátti.
3. Skriftin vísir okkum menniskjuna sum falnan skapning. Skapt eftir mynd Guds, men hevur mist týdningarmesta eyðkennið myndarinnar – heilagleikan.
4. Heilagleiki, sum finnast kann hjá hinum einstaka menniskja, er skaptur av náðiríka verki Guds við frelsuni í Harranum Jesusi, men hin frelsti er biðin um at „lata seg í hitt nýggja menniskja.“ Ef. 4,20–32.
5. Høg mál av heilagleika kunnu vinnast her á foldum. Luk. 1,74–75; 1. Tess. 3,13.
6. Skriftin samanfatar hetta í hesum álvarsomu orðum í Hebr. 12,14: „Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran.“ Nýggja Testamenti lærir okkum, at hin trúgvandi er halgaður í Kristi Jesusi, 1. Kor. 1,2, og framvegis á leiðini halgaður, tá hann roknar seg deyðan frá syndini og livandi fyri Gudi í Kristusi, Róm. 6,11; og hann verður til fulnar heilagur í sameining síni við Harran. Róm. 8,29–39.
Vit lesa eisini um lutir, sum halgaðir eru til ávís endamál. Lutir í sjálvum sær eru ikki heilagir, men teir eru halgaðir, ætlaðir, settir burturav til ávísa nýtslu. Vit hugsa um tempul Ísraels, hitt Heilaga og hitt Alraheilagasta. Øll kenna vit týdningin av hesum og eiga at minnast til, at hetta varð kallað Halgidómur Harrans og avmyndar fyri okkum Hann, sum nevndur verður: „Heilagur, heilagur, heilagur.“ Es. 6,3.
Eisini vit eiga at vera varin við tað, sum børn Guds halga til gudstænastuna, um tað nú eru hús ella lutir, at vit fara um tað, sum sømir seg børnum hússins.
Alt hetta kan samanfatast við hesum: Ynski Harrans er, at alt lív og verk okkara er „halgað Harranum“, „godesj Jahveh“. | | | Hela | (hebr. veik.) 1. Krøn. 4,5: „Asjhur, faðir Tekoa, hevði tvær konur, Helu og Na’aru.“ | | | Helam | (hebr. skansi.) 2. Sám. 10,16: „Hadadezer sendi boð, at áramearar, ið búðu hinumegin Ánna, skuldu koma; teir komu tá til Helam, og Sjobak, herhøvdingi Hadadezers, var yvir teimum.“ Les kap. 10, allan. | | | Helba | (hebr. fruktagóð jørð.) Býur í ætt Asers, ikki langt frá Sidon. Dóm. 1,31: „Aser rak ikki burt teir, sum búðu í Akko, ei heldur teir, sum búðu í Zidon, Alab, Akzib, Helba, Afik og Rehob.“ | | | Helbon | (hebr. fruktagott.) Stað, sum bert er nevnt í Ezek. 27,18: „Damaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av alskyns góðsi; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Zahar.“ Bygd er til enn, kallað Helbun, um 21 km norðan fyri Damaskus, í dali, ið hevur sama navnið. | | | Heldai | (hebr. holdbundin, jarðbundin.) 1. Krøn. 27,15: „Hin tólvti – hann, sum gjørdi tænastu í tólvta mánaði – var Heldai úr Netofa, av ætt Otniels; í flokki hansara vóru 24 000 mans.“ | | | Heleb | (týdn. sum Helbon.) Ein av køppum Dávids. 2. Sám. 23,29: „Heleb, Netofatitur, sonur Ba’ana.“ | | | Heled | Sami sum Heleb í 2. Sám. 23,29 og Heldai í 1. Krøn. 27,15. | | | Helek | (hebr. lutur, serliga av jørð.) Annar sonur Gilead, sum var sonur Makir, son Manasse. Frá Helek er komin helekitaættin. 4. Mós. 26,30. | | | Helem | (hebr. tilkomin, at sær komin.) Bróðir Sjemer og langabbasonur Aser. 1. Krøn. 7,35. Ein teirra, ið nevndir eru av teim herleiddu, ið skuldu hjálpa til við myndarligu krýning høvuðsprestsins. Í v. 10 er hann nevndur Heldai. Zak. 6,10 og 14. | | | Helez | (hebr. styrki, lendar, t.d. Job 38,3.) Ein av reystu køppum Dávids. 2. Sám. 23,26; 1. Krøn. 11,27. | | | Helkai | (hebr. HARRIN er lutur mín ella hansara.) Ein ættarhøvdingur millum prestarnar á døgum Jójakims. Neh. 12,15. | | | Helkat | (hebr. jarðarstykki.) Býur, sum fall til ætt Asers, ein av levitabýunum. Josva 21,31. Í 1. Krøn. 6,75 nevndur Hukok, sum er aldargomul misskriving. | | | Helkat-Hazzurim | (heb. svørðsmørk.) Stað við Gibeonstjørn. Les um hetta í 2. Sám. 2,8–27. | | | Helon | (hebr. sterkur.) 4. Mós. 1,4: „Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí (fólkateljingini), tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar. v. 9: „av Zebulon: Eliab, sonur Helon.“ | | | Hemam | (hebr. illur.) 1. Mós. 36,22: Synir Lotan vóru Hori og Hemam, og systir Lotan var Timna. | | | Heman | (hebr. trúgvur.) Ein av hinum fýra monnunum í 1. Kong. 4,31, sum tiltiknir eru fyri vísdóm, og sum Sálomo verður líknaður við.
2. Í 1. Krøn. 6,31 lesa vit: „Hesir vóru teir, ið Dávid setti til at hava við songin at gera í húsi HARRANS, eftir at ørkin hevði fingið hvíldarstað,“ og í v. 33: „– hesir vóru teir, ið stóðu har við sonum sínum: Av sonum Kahatita: Heman sangari, sonur Jóel, son Sámuel.“ Sálmur 88 er nevndur „Songur eftir Heman Ezra’it.“ | | | Hemdan | (dámligur.) Hin fyrst nevndi av fýra sonum Disjons. 1. Mós. 36,26. Kap. 36 endar við: „Hetta var ætt Esaus, ættarfaðirs Edomita.“ | | | Hen | (hebr. náði, góðska.) Zak. 6,14. Helem, q.v. | | | Hena | (hebr. lágt lendi.) Eitt av støðunum, sum Rabsjake roknaði upp, tá hann háðaði Ezekias og Ísrael saman við Gudi Ísraels. 2. Kong. 18,34. Les 2. Kong. 18, allan. | | | Henadad | (hebr. heiður Hadads.) Levitur. Eftirkomarar hansara vórðu saman við sonum og brøðrum teirra settir til at standa fyri teimum, ið gjørdu arbeiðið upp á hús Guds. Ezra 3,9. | | | Heres | (hebr. turkað, sólfjall.) Dóm. 1,35: „Amoritum eydnaðist at verða búgvandi í Har-Heres, Ajalon og Sa’albim; men seinni varð hús Jósefs við yvirlutan og noyddi teir at træla hjá sær.“ | | | Heresj | (hebr. loyniligt, friðarligt.) Ein av teimum, ið roknaðir eru upp, sum búðu í „Netofatitabygdunum“ nær við Jerúsalem, afturkomnir úr útlegdini í Bábel. 1. Krøn. 9,15. | | | Heret | (hebr. tornarunnur.) 1. Sám. 22,5: „Men Gad profetur segði við Dávid: Tú skalt ikki verða verandi í fjallaborgini; far hiðani og far til Judaland! Dávid fór tá haðani og kom til Heretskóg.“ Hendingarnar, vit lesa um í 2. Sám. 23,14–17 og 1. Krøn. 11,16–18, mundu fara fram á hesum staði. | | | Hermas | gr. ein gudur rómverja, sami sum Merkur. Vit lesa í Áp. 14 um, hvussu tey í Lystra hildu, at „Gudarnir eru vorðnir menniskjum líkir og eru komnir niður til okkara! Tey kallaðu Barnabas Zeus; men Paulus kallaðu tey Hermas.“ Áp. 14,11–12.
2. Ein teirra, ið Paulus letur heilsa í Róm. 16,14. | | | Hermerki | á hebr. „Nissi“ 2. Mós. 17,15: „So reisti Móses altar og kallaði tað: HARRIN er hermerki mítt. Fólkið hevði talað móti HARRANUM. Tey knarraðu inn á Móses og søgdu: Hví ert tú farin av Egyptalandi við okkum? Var tað til at lata okkum og børn okkara og fæ okkara doyggja av tosta?“ V. 3. HARRIN, sum sendi breyð av himlinum, gav eisini vatn úr klettinum, og ísraelsmenn, sum høvdu tjakast og freistað HARRAN og sagt: Er HARRIN ímillum okkara ella ikki, fingu aftur at kenna nærveru HARRANS. Nú kom Amalek beinan vegin og herjaði á ísraelsmenn. Hetta eiga vit at minnast til. Her í heiminum er vandin ongantíð burtur. „Her er ei heimið, har grødd verða sár.“ Tann dag, vit eru fríað frá hesum deyðans likami, Róm. 7,24, verður eingin fíggindi, og stríðið skal halda uppat, men vit eiga at minnast til, at inntil tá er kríggj við Amalek. Við hesum opinberar HARRIN fyri okkum, at stríðið veruliga er Hansara og ikki við megi okkara. Hann sigur sjálvur, at Hann hevur sett fíggindskap millum avkomið hjá kvinnuni og hjá orminum. 1. Mós. 3,15. Hann er HARRIN „Nissi“, hermerki mítt, og undir tí merki skal fólk Hansara altíð stríða og koma úr stríðnum meir enn sigrandi við Honum, ið elskaði okkum. Róm. 8,37. Hetta kann bert henda við upprættum hondum, og skuldu hendur okkara troyttast, so latið okkum minnast, at Ein er, sum ikki troyttast, at hendur Hansara altíð eru upprættar fyri okkum, og Hann møðist ikki! Ja stríðið má vera. Heimurin, holdið og Satan herja á. Í hesum bardaga kunnu vit bert sigra, tí „HARRIN er hermerki mítt,“ og vit kunnu siga sum Dávid: „Jehova, Adonaj, Tú sterka hjálp mín, Tú verjir høvd mítt orrustudagin.“ Sálm. 140,8. Á einum heyggi, sum nevnist Golgata, har lyfti ein maður upp hendur Sínar fyri okkum og var lýðin til deyðan. Men Hann stóð upp aftur. Hann sigraði. Hann vísti okkum á Jehova Nissi, t.e. HARRIN, hermerki mítt. | | | Hermes | týdn. sami sum Hermas. Ein teirra, ið Paulus letur heilsa í Róm. 16,14. | | | Hermogenes | (gr. borin av Hermes.) 2. Tim. 1,15: „Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes.“ | | | Hermon | (halgað fjall.) Sunnasti parturin av Antilibanon og norðurmarkið á landinum, sum menn Ísraels tóku frá amoritum eystan fyri Jordan. Josva 12,1: „Hetta vóru kongarnir í landinum, sum Ísraelsmenn vunnu sigur á, og hvørja land teir tóku í ogn eystan fyri Jordan – frá Arnoná til Hermonfjall og alt slættlendið fyri eystan.“ 5. Mós. 3,8: „Soleiðis tóku vit tá landið frá báðum amoritakongunum hesumegin Jordan, frá Arnoná líka til Hermonfjall – sum Zidoningar kalla Sirjon og Amoritar Senir.“ Hermon er altíð kavaklætt. Hetta ger, at skýggini kølna og gerast til sirm, sum vatnar jørðina har uttanum og ger hana fruktagóða. Keldurnar til Jordansá spretta upp á Hermon. Samanber Sálm. 133,3: „Sum døgg Hermons, ið fellur niður á Zionsfjøll. Tí har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir.“ | | | Heródes | (gr. ættaður frá hetju.) Í rómverjatíðini vóru nakrir kongar, sum ráddu í Jødalandi, ið vóru av idumeiskari ætt; sama sum edomitar, q.v. Ættarnavn teirra var Heródes. Hin fyrsti av teimum er nevndur:
1. „Heródes hin Stóri.“ Abbi hansara, Antipas, hevði verið undirkongur í Idumea undir makkabearakonginum Aleksander Janneus. Sonur hansara, Antipatros, var vinmaður Cæsars, og tí varð sonur hansara Heródes valdur til kong ár 40 f.Kr. Hetta varð gjørt av ávum rómverja, og makkabeararnir vórðu trokaðir til viks. Hann ráddi yvir Idumea, Judea, Samaria, Galilea, Batanea og Perea. Eingin kongur í Jødalandi hevði havt so nógv at ráða yvir síðani Sálomon. Hann giftist við Mariamne av makkabearaættini, men illtonktur og grummur, sum hann var móti øllum av tí ættini, drap hann bæði svág sín Aristobul, konu sína, mammu hennara og fleiri av egnu børnum sínum. Hann royndi at sleiska fyri jødunum og gera seg til vin við teir við at byggja templið í Jerúsalem um, so tað varð vakrari enn nakrantíð áður, men tað nyttaði einki. Eingin hevði nakra tiltrúgv til hansara. Tey vistu, at aftan fyri alt var bert grimd og hatur. Hann læt drepa tey smáu dreingjabørnini í Betlehem, tá Jesus var føddur. Onkrum kundi hann tó gerast hugtikin av, t.d. vísindum og list.
Øll hataðu Heródes. Stutt áðrenn deyða sín læt hann seta upp eina gylta ørn yvir portur tempulsins. Nakrir skriftlærdir tóku og skræddu hesa heidnu rómversku ímyndina niður aftur, og teir vórðu beinan vegin dripnir. Meðan hann lá á deyðastrá, feldi hann deyðadómar yvir fíggindar og vinir, tilvildarliga.
Tá hann var deyður, varð ríkið býtt sundur millum teir tríggjar synir hansara:
2. Heródes Arkelaus fekk Judea og Samaria. Hann var bøðil sum faðirin. Matt. 2,22. Hann fekk alt fólkið ímóti sær, so at Augustus keisari setti hann av longu ár 6 e.Kr. Judea og Samaria varð lagt undir rómaraveldið beinleiðis sum hjáland.
3. Heródes Antipas: Hann fekk Galilea og Perea. Hann var klókur og snildur. Luk. 13,31–32, men veikur av lyndi. Størsta vanlukka hansara var, at hann giftist við Heródias, sum fyrr hevði verið gift við beiggja hansara. Hon var hørð og ónd. Hon fekk eggjað hann til illgerðir. Vit lesa um, hvussu tey bóru seg at við Jóhannes Doypara. Mark. 6,14–31.
Heródingarnir, sum nevndir eru í Mark. 3,6 og Matt. 22,16, væntaðu, at Antipas fór at stovna aftur ríki Heródesar hins Stóra, og væl kann tað vera, at hann og konan Heródias hava havt slíka ætlan. Ið hvussu var setti Kaligula keisari tey av ár 39 e.Kr. og sendi tey til Gallia, nútímans Frakland og onnur lond norðan fyri alpurnar.
Hin triði av sonum Heródes Stóra, Filip, var menniskjansligur stjórnari. Hann ráddi har norðuri móti Damaskus og har á leið.
4. Eftirmaður hansara, Heródes Agrippa, var beiggi Heródias. Hann fekk fyrst land Filips og síðani alt økið hjá Heródesi Antipas við Samaria og Judea. Land hansara var tá líka stórt sum Heródesar hins Stóra, tó í sambandi við Róm. Hetta høvdu rómverjar latið hann fingið. Hann ráddi har til ár 44 e.Kr., so varð hetta alt gjørt til rómverskt hjáland.
5. Sonur hansara Heródes Agrippa 2. Hann var ikki kongur í sjálvum Palestina, men norðan fyri landið. Kortini hevði hann rætt til eftirlit við templinum í Jerúsalem. Tá hann vitjaði rómverska landshøvdingin Festus, q.v., hitti hann Paulus ápostul. Áp. 25,13 o.s.fr. Tá jødarnir gjørdu uppreistur, helt hann við rómverjum. Hann var vinmaður við søguskrivaran Josefus. Tá hann doyði seint í fyrstu øld e.Kr., hvarv heródesættin úr søguni. | | | Heródias | (gr. kvennkyn av Heródes.) Dóttir Aristobulus, sum var næstelsti sonur Heródesar hins Stóra. Hon var gift við farbróður sínum, Heródesi Filip, men varð skild frá honum móti vilja hansara og gifti seg aftur við yngra bróður hansara, Heródesi Antipas. Jóhannes Doyparin talaði revsandi til kong um hetta og varð tí settur í fangahús og seinni hálshøgdur. Eyðsæð er, at Heródias hevur verið ónd kvinna, og at hon hevur havt størstu skuldina í hesum. Matt. 14,1 o.s.fr. Luk. 9,7–9. | | | Heródingar | Politiskur flokkur. Heródes 3, q.v. | | | Heródion | (gr. lítil hetja.) Róm. 16,11: „Heilsið Heródion, skyldmanni mínum! Heilsið teimum hjá Narkissusi, sum í Harranum eru!“ | | | Hesjbon | (hebr. kunnskapur.) Upprunaliga móabitiskur býur, men um tað mundið, tá Ísrael kom upp úr Egyptalandi, ráddi har Sihon kongur, sum bæði er kallaður „Kongur amorita“ og „kongur Hesjbons“. Móses tók býin. Vit lesa um hetta í 4. Mós. 21,26 o.s.fr. T.d. lesa vit í v. 34: „Men HARRIN segði við Móses: Óttast ikki fyri honum! (Og kongi). Eg gevi hann og alt fólk hansara og land hansara í hendur tínar, og tú skalt gera við hann, sum tú gjørdi við Sihon amoritakong, ið búði í Hesjbon.“ Varð seinni levitabýur. Josva 21,39. Toftirnar har, serliga frá rómverjatíðini, eru sjónligar enn. Kláru hyljarnir í ánni, sum runnu framvið vestan fyri Hesjbon, eru tiltiknir í Hás. 7,4: „…eygu tíni sum hyljarnir í Hesjbon við Batrabbimsportur.“ Q.v. | | | Hesjmon | (hebr. fruktagott.) Býur sunnarlaga í Juda, við markið móti Edom. Josva 15,27. | | | Het | (hebr. ræðsla.) Ættarfaðir hetita, sum vit lesa um í 1. Mós. 23,3–20; 25,10; 49,32. Eina ferð lesa vit um døtur Hets. 1. Mós. 27,46. Eftir ættartalvunum í 1. Mós. 10 og 1. Krøn. 1 sæst, at hetitar vóru av hamatitiskari ætt. | | | Het | Áttandi stavurin í hebraiska stavraðnum. Í Sálmi 119 byrja versini 57 til 64 í upprunamálinum øll við hesum stavinum. Summir frambera hann Ket, tí er mansnavnið Ham í summum umsetingum stavað Kam. | | | Hetlon | (hebr. skýli.) Stað norðast í landinum. Ez. 48,1: „Hetta eru nøvn ættanna: Við markið fyri norðan fram vil Hetlonsvegnum, til yvir ímóti Hamat og Hazar-Enan við landamark Damaskus …“ | | | Hevitar | (hebr. frá bygdunum av hawwah, t.e. tjald ella bygd; ella frá arab. hiwa, t.e. fleiri tjøld.) Eitt av hinum sjey fólkasløgunum, sum HARRIN vildi reka úr landinum undan fólki Sínum, og sum fólkið ikki mátti blanda seg við ella hava felagsskap við. 5. Mós. 7,1, og allan kap. Hevitar tykjast hava verið av teimum, sum hildu til norðarlaga í landinum. Josva 11,3. Vit hitta eisini hevitar í øðrum støðum. Hamor, faðir Sikem var av teimum. 1. Mós. 34,2–31 vísir, at teir hava verið friðarligir og so at siga ov góðvarnir. Tykjast at hava havt nógv betri hug til at røkta fenaðin enn at berjast. | | | Hezir | (hebr. heimkoma, afturkoma.) Ein av prestunum, sum nevnast í skiftunum á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,15: „seytjandi (lutur) á Hezir.“
2. Ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi. Nehem. 10,20. | | | Hezjon | (hebr. sjón, opinbering.) Abbi Benhadad, kong í Áram. 1. Kong. 15,18. | | | Hezro | (hebr. tilhald.) Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,37. | | | Hezron | (hebr. tilhald. Upprunaligur týdn. er ringur av tjøldum uttan um grasvøll.) Triði, ið nevndur er av sonum Rubens. 1. Mós. 46,9; 2. Mós. 6,14.
Eftirkomararnir vórðu kallaðir hezronitar. 4. Mós. 26,6.
2. Eldri sonur Perez og sonarsonur Juda. 1. Mós. 46,12; Rutt. 4,18; 1. Krøn. 2,5.25.
3. Stað sunnarlaga í Juda, vestan fyri Kadesj-Barnea. Josva 15,3. Í Josva 15,25 sagdur at vera sami sum Hazor. | | | Hiddai | (hebr. hægstur.) Hiddai úr Ga’asdølum. Ein av hinum tiltiknu tríati køppum Dávids. 2. Sám. 23,30. | | | Hiddekel | (hebr. Hiddekel; á sumeriskum Igna; á bábyloniskum Idigla og Diglat; á gomlum persiskum Tigra; á grikskum Tigris.) Hiddekel er so gamla navnið á Tigris. Arabarar nú á døgum kalla hana Diglat. Hetta er long og stór á, ið kemur úr Armenia oman í Persaraflógvan. Nú á døgum rennur hon saman við Eufrat úti við 200 km, áðrenn tær fara í havið. Við Tigris lá Nineve og gamli assýriski býurin Ashur. | | | Hiel | (hebr. Gud livir.) 1. Kong. 16,34: „Á døgum hansara (Akabs) bygdi Hiel úr Betel Jeriko upp aftur; táið hann legði grundina, misti hann Abiram, frumborna son sín, og táið hann reisti portrini, misti hann Segub, yngsta son sín.“ Josva 6,26. | | | Hierapolis | (gr. vígdur, halgaður staður.) Býur í landslutinum Frýgia í Lítla Asia. Kent er staðið av keldunum har, sum søgdust at hava grøðandi eginleika. Kol. 4,13. | | | Hilen | (hebr. sterkur staður.) Levitabýur í Juda. 1. Krøn. 6,58. Holon, q.v. | | | Hilkia | (hebr. givin HARRANUM, lutur HARRANS.) Faðir Eljakim, hallarstjóra á døgum Ezekiasar. 2. Kong. 18,18.26.37; Es. 22,20; 36,3.22.
2. Høvuðsprestur á døgum Josiasar kongs. Eftir ættartølunum í 1. Krøn. 6,13 og Nehem. 11,11 var hann sonur Sjallum, og í Ezra 7,1 ein av forfedrum Ezra. Høvuðsprestatíð hansara varð kend av teirri afturvendan til HARRAN, ið umtalað er í 2. Kong. kap. 23. Eisini av tí, at teir funnu lógbókina, sum sæst, hevur verið ov lítið kend millum fólkið. 2. Kong. 22,8 og 23,2.
3. Levitur, sonur Amzi og faðir Amazja, av ætt Meraris. 1. Krøn. 6,45.
4. Annar sonur Hosa, av ætt Meraris. Hesir vóru duravaktarar. 1. Krøn. 26,11.
5. Ein teirra, ið stóðu við høgru lið Ezra, tá hann las lógina fyri fólkinum. Nehem. 8,4.
6. Ein av prestunum, sum komu heim úr útlegdini við Zerubbabel og Josva. Nehem. 12,7. Í v. 21 er sonur hansara Hasabja nevndur.
7. Prestur í Anatot í Benjaminslandi. Faðir Jeremiasar profets. Jer. 1,1.
8. Faðir Gemarja, sum var ein teirra, sum fóru til Bábel, og Jeremias sendi bræv við til teirra, sum eftir livdu av hinum elstu millum teirra, sum herleidd vóru. Les Jer. 29,1–32. | | | Hillel | (hebr. prísaður, sum prísar.) Faðir Abdon Piratonit, sum var dómari í Ísrael í 8 ár. Dóm. 12,13.15. | | | Himmalin | er umseting av fleiri hebraiskum og grikskum orðum: „Sjamajim“ er tað, sum oftast er umsett himmal. Hetta er sagt um umhvørvið, sum fyri okkum sæst sum hválv oman á jørðini, og myndarliga verður tað eisini umtalað, sum tað hevði hvílt á súlum ella støbbum. 2. Sám 22,8; Job 26,11, og eisini sum regnið hevði komið úr portrum ella vindeygum himmalsins. Í 1. Mós. 15,5; 28,12 finna vit máliskur sum: „Hygg upp móti himli“ og „upp til himmals“. Orðini „undir himli“ í Præd. 1,13 og 2,3 siga tað sama sum „her á jørðini“. Tá tað í byrjanarorðunum í 1. Mós. 1,1 stendur: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð,“ er talan um alheimin (universið). Orðið himmal (sjamajim), sum er fleirtalsorð, merkir ikki himlar, men støddarfleirtal, sum orðið Gud (elohim), ið eisini er fleirtalsorð, merkir hátignarfleirtal. Onnur orð eru eisini, sum umsett eru til „á hæddini“ Sálm. 68,19; Sálm. 93,4, o.a. So hava vit í Nýggja Testamenti grikska orðið „Ouranos“, sum er umtalað í týdninginum hin sjónligi himmalin. Matt. 16,2.3, og eisini í týdninginum: himmalin sum bústaður Guds. Hetta evnið er ótømandi, og avmarkað er, hvussu mikið kann takast uppí her, men hann, ið komin er til trúgv á frelsaran, veit um Himmalin; staðið, har Gud Harrin er, og Jesus, Frelsarin, honum við lið. Haðani skal Hann eftir lyftinum, Hann gav, koma aftur eftir Sínum. Áp. 1,10.11; 1. Tess. 4,15.
„Eitt er landið, sum eingin á fold hevur sæð, fyri trúnni bert sjónligt tað er.“ | | | Himmaldrotningin | Jer. 44,18: „Men frá tí stund, vit góvu uppat at brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara, hevur okkum fattast alt, og fyri svørði og av hungri eru vit gingin til grundar. Og táið vit brendu roykilsi fyri himmaldrotningini og útheltu drykkjuoffur til hennara – mundu menn okkara ikki vita av tí og vilja tað – at vit bakaðu henni køkur, dýrkaðu hana og útheltu drykkjuoffur til hennara!“ Henda „himmaldrotningin“, tey eru komin at halda so nógv av, var norðsemitisk gudinna, kallað „Anat“, kend frá átrúnarligum skriftum, sum komu undan í Ras Sjamra, (sum fyrr varð kallað Ugarit) í árunum 1929–1937. Hon var gudinna kynslívs og bardaga. Ljótar ímyndir av hesi naknu gudinnu eru funnar í Palestina. Tær eru frá fyrsta og øðrum túsundárinum f.Kr. Vit lesa um, hvussu HARRIN gjøgnum Móses og Josva forbjóðar fólki Sínum at hava nakað við gudar heimsins at gera; gudarnar, sum tey fólkini, í landinum búðu, dýrkaðu og tilbóðu. Josva 24,23: „Hann segði: So kastið frá tykkum hinar fremmandu gudar, ið tit hava millum tykkara, og boyggið hjarta tykkara til HARRAN Gud Ísraels!“ HARRIN sigur sjálvur í 2. Mós. 22,20: „Tann, ið ofrar til avgudarnar og ikki bert til HARRAN, skal verða bannlýstur.“ Les Jer. 44,1–30. | | | Hinnomsdalur | Josva 18,16: „So gekk markið oman at enda fjalsins, ið stendur beint yvir av Hinnomssonardali, norðan fyri Refa’imsdal, síðani oman í Hinnomsdal, sunnan fyri Jebusjitakamb, og haðani til Rogelskeldu.“ Nehem. 11,30; 2. Kong. 23,10. Staðið er vist tað, sum nú verður kallað Wadi er-Rababi. Hetta er dalur sunnan fyri Jerúsalem. Navnið er eftir jebusjitiska ánaranum, sum hevur itið Hinnom. Fyrr í tíðini høvdu kongarnir urtagarðar sínar har, men á døgum Akazar og Manasse gjørdist staðið tiltikið fyri alt ilt, sum t.d. barnaoffur til Molok, q.v. Offurstaðið varð kallað Tefet, q.v. Josias kongur reinsaði landið og gjørdi dalin óreinan. Vit lesa um verk hansara í 2. Kong. 23,1–30. Eftir hetta er líkt til, at dalurin hevur verið nýttur til alt burturkast og gjørdist so andstyggiligur, at jødarnir fóru at nýta navnið til mynd av tilhaldsstaði teirra fortaptu í ævinleikanum. | | | Hira | (hebr. tignarligur.) Adullamitur, vinmaður Juda. 1. Mós. 38,1.12 og 20. | | | Hiram | Stytting av Ahiram, sum á hebr. og fønikiskum merkir „høgt settur bróðir“. Annars í Krønikubókunum „Huram“ og „Hirom“. Hiram ella Ahiram var vanligt fønikiskt konganavn, sum sæst av skriftum á kistu Ahirams kongs í Byblus (í Bíbliuni kallað Gebal, q.v.) Sálm. 83,8. Kistan er frá ellivtu øld f.Kr. (W. F. Albright: Archaeology and the Religion of Israel.) Við vissu ber kortini ikki til at siga, at Hiram í Týrus var hin sami sum Ahiram í Byblos. So lesa vit um Hiram kong í Týros í 2. Sám. 5,11–12 og 1. Krøn. 14,1–2. Hann var kongur ár 970–936. Henda sama kongin lesa vit um í 1. Kong. 5,1–18. Eigur at verða lisið gjølla. Somuleiðis kap. 6, allan. Hetta lærir okkum, at um Harrin byggir húsið, verður verkið til heiðurs. Enn ein Hiram er nevndur. Hann var úr Týrus, koparsmiður. Hann gjørdi kopararbeiði í templinum. Móðir hansara var av ætt Naftali og faðirin úr Týrus. Kanska hann varð valdur til hetta arbeiðið, av tí at hann var hálvur ísraelsmaður. | | | Hirði | Bíblian talar nógv um hirðar. Teir høvdu so nógv at týða í samfelagslívi teirra. Summir av fremstu monnum teirra høvdu verið hirðar, sum t.d. Móses og Dávid. Hirðar máttu vera sterkir, trúgvir og ikki sjálvsøknir, um teir skuldu vera góðir til verkið at røkta fylgið. Dávid kallar HARRAN „Hirði mín“ í Sálm. 23, og hann er vissur í tí, at so fattast honum einki. Harrin Jesus segði um seg sjálvan í Jóh. 10,11: „Eg eri hin góði Hirði; hin góði Hirði gevur lív sítt fyri seyðin.“ Rætta hirðasinnið finna vit hjá Mósesi, tá HARRIN bað hann fara niðan á fjallið at síggja landið og so verða savnaður til fedrar sínar. 4. Mós. 27,13. Vit lesa frá v. 15: „Men Móses talaði við HARRAN og segði: HARRI, Tú Gud, sum ræður yvir lívsins anda í øllum holdi, fert Tú ikki at seta mann yvir samkomuna, sum kann ganga út og inn á odda hjá teimum, og sum kann leiða tey út og leiða tey inn, so samkoma HARRANS ikki verður sum seyður við ongum hirða?“ Í Efesusbrævinum sigur ápostulin í kap. 4,11, at Hann (Harrin) gav okkum nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar.
Pætur ápostul skrivar til hinar elstu, 1. Pæt. 5,2: „Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta, heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins – og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar.“
„Gud friðarins, sum við blóði ævigs sáttmála førdi hin stóra seyðahirða, Harra okkara Jesus, upp frá hinum deyðu, Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Sín, og Hann virki í tykkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.“ Hebr. 13,20. | | | Hizki | (hebr. HARRIN er styrki.) Triði, ið nevndur er av sonum Elpa’als. 1. Krøn. 8,17. | | | Hizkia | (týdn. sami sum Hizki.) Ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,17. | | | Hoba | (hebr. skjól.) Stað, norðan fyri Damaskus. Hagar elti Ábraham kongarnar, sum høvdu tikið Lot og ogn hansara og flutt tey burtur. 1. Mós. 14,14–16. | | | Hobab | (hebr. elskaður.) Midjanitur, svágur Mósesar. Móses segði við hann í 4. Mós. 10,29: „Vit halda nú avstað fyri at fara til landið, ið HARRIN hevur lovað at geva okkum. Kom við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí HARRIN hevur lovað Ísrael alt tað, ið gott er!“ Les til v. 36. | | | Hod | (hebr. dýrd, tign.) Ein av sonum Zofa av ætt Asers. 1. Krøn. 7,37. | | | Hodavja | (hebr. prísið tit HARRANUM.) Ein teirra, ið nevndir eru við navni, kallaðir: „Høvd fedrahús teirra“ í 1. Krøn. 5,24.
2. Sonur Hassenua og faðir Mesjullam av ætt Benjamins. 1. Krøn. 9,7.
3. Levitur, hvørs eftirkomarar, í tali 74, komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Í Nehem. 7,43 nevndur Hodeva. | | | Hodesj | (hebr. sólartendring.) Ein av konum Sjaharajims av ætt Juda. 1. Krøn. 8,8–9. | | | Hodeva | (hebr. hátign HARRANS.) Sami, sum stavaður er Hodavja í Nehem. 7,43. | | | Hodia | (hebr. hátign HARRANS.) Levitur, ein teirra, ið lósu skilliga upp úr bókini, úr lóg Guds, og útløgdu hana fyri fólkinum, so tey fataðu tað, ið lisið varð. Nehem. 8,7; 9,5; 10,10.13.
2. Ein av høvdingunum, sum skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi. Nehem. 10,18.
3. 1. Krøn. 4,19: „Synir konu Hodija – systur Naham – vóru: Garmiturin, faðir Ke’ila, og Estemoa Ma’akatitur.“ | | | Hofni | (hebr. sterkur. 1. Sám. 1,3. Frá tvítalinum hofnajim t.e. nevarnir. 2. Mós. 9,8; 3. Mós. 16,12; Orð. 30,4.) Hin fyrr nevndi av tveimum sonum Eli høvuðsprest. 1. Sám. 1,3. Teir vóru prestar fyri HARRANUM í Silo. Í kap. 2,12: stendur: „Men synir Eli vóru ringir menn – teir løgdu einki í HARRAN.“ Átalaðir vóru teir harðliga. Fyrst kom ónevndur gudsmaður til teirra og faðir teirra Eli. So kom opinbering gjøgnum unga mannin Sámuel. Kap. 3. Teir fullu báðir sama dag í bardaganum við Ebenezer, og filistarar tóku ørk Guds um ár 1050 f.Kr. Orð Harrans kallar teir: „Ringir menn“, orðarætt „belials børn“. Les 1. Sám. 1,2 og 3. kap. um alt hetta. | | | Hogla | (hebr. lynghøna.) Ein av døtrum Zelofhad gileadit. Hann átti ongan son, men døtur. 4. Mós. 26,33; 27,1. Tær bóru fram søk sína fyri durum samkomutjaldsins, og í kap. 27,8 lesa vit: „Og við Ísraelsmenn skalt tú tala og siga so: „Táið maður doyr, og hann ongan son hevur, skulu tit lata arvalut hansara ganga í arv til dóttur hansara.“ Josva 17,3. | | | Hoham | (hebr. HARRIN, verji fólksins.) Kongur í Hebron. Hann fór í part við Adoni-Zedek, q.v., og fekk somu lagnu sum hann. Les Josva kap. 10, allan. | | | Holon | (hebr. sandur, sum t.d. 1. Mós. 22,17: „sum sandin á sjóvarstrond.“) Býur í arvaluti judamanna. Josva 15,51. Givin prestunum. Josva 21,15. | | | Homam | (hebr. oyðing.) Sonur Lotan og sonarsonur Se’ir horit. 1. Krøn. 1,38–39. Í 1. Mós. 36,22 er hann nevndur Hemam. | | | Hor | (hebr. fjall.) Tvey fjøll eru nevnd „Hor“. Málmenn siga, at hetta er eitt snið av vanliga hebraiska orðinum fyri fjall, t.e. Har.
1. Fjallið har Áron doyði. 4 Mós. 20,25.27. Tað var við landamark Edoms. 4. Mós. 20,23 og 33,37. Hetta var staðið, tey gjørdu steðg aftan á Kadesj og fóru haðani til Zalmona. Á hesum fjallinum var tað, Áron doyði. Hvør av fjallatoppunum, hetta hevur verið, kann kanska ikki sigast við vissu, men frá fornari tíð hevur ein av tindunum verið nevndur: Jebel Nebi-Harun, t.e. fjall Árons profets. Okkurt annað fjall verður nevnt í hesum sambandi.
2. Fjall, sum nevnt er bert eina ferð. 4. Mós. 34,7–8. Umtalað sum norðurmark landsins. Her man vera talan um, um ikki Hermon, so onkran av tindum Libanons. | | | Horam | (hebr. høgt settur.) Kongur í Gezer; hann kom Lakisj til hjálpar, men Josva feldi hann. Les Josva 10,31–35. | | | Horeb | (hebr. turt, oyðið. Sum í Es. 61,4 og Ez. 29,10.) Fjall á Sinai hálvoynni, umtalað í mongum støðum: 2. Mós. 3,1; 17,6; 33,6; 5. Mós. 1,2.6.19; 1. Kong. 8,9; 19,8; 2. Krøn. 5,10; Sálm. 106,19; Mal. 4,4. Hvør av hæddunum har í fjallalendinum meint er við, er kanska ikki lætt at gera av. Ein av tindunum er nevndur „Jebel Musa“ t.e. fjall Mósesar, men summir halda, at Horeb var navnið á fjallalendinum, og at ein av tindunum var fjallið Sinai. | | | Horem | (hebr. vígdur.) Ein av víggirdu býunum í Naftali millum Migdal-El og Bet-Anat. Josva 19,38. | | | Hor-Hagidgad | (hebr. heyggjur við gjónna.) Triðja og tríatinda staðið, har fólk Ísraels gjørdi steðg í oyðimørkini. 4. Mós. 33,32: „Tey fóru úr Bene-Ja’akan og gjørdu steðg í Hor-Hagidgad.“ | | | Horitar | (hebr. holubúgvar.) Í Mósebókunum eru í nøkrum støðum fólk umtalað, sum nevnd verða horitar, t.d. 5. Mós. 2,22. Vit lesa um, at tey vóru millum fólkini, sum Kedorlaomer og kongarnir, ið stóðu saman við honum, vunnu á. 1. Mós. 14,5–6. Høvuðsmenn teirra vórðu kallaðir ættarhøvdingar. 1. Mós. 36,29. Í 5. Mós. 2,22 er sagt frá, at eftirkomarar Esaus róku horitar burtur og búsettust í landi teirra. Hetta fólkið er ikki umtalað í Bíbliuni uttan í Mósebókunum.
Nútímans kanning av hesum fólki sigur: Fólk, sum í fornum tíðum helt til í útnyrðingshorninum á Mesopotamia, nevndir har huritar; kendir longu frá um ár 2000 f.Kr. Teir vóru hvørki semitar ella indoeuropearar. Hernaðarskipan teirra ávirkaði assýrar og var ein orsøkin til stórleika teirra. Aftan á um ár 1000 f.Kr. var megi hurita minkað burtur í einki, men mentanin helt fram í landinum Urartu. Søga hurita verður framvegis kannað, men henni líður einki enn. | | | Horma | (hebr. vígsla.) Høvuðsstaður hjá einum av kongum kána’anita í Suðurpalestina. Josva 12,14; 4. Mós. 14,45; 21,3; 5. Mós. 1,44. Seinni tók Josva staðið, og varð tað lagt til ætt Juda. Seinni lagt til ætt Símeons í 1. Krøn. 4,30. Býurin æt fyrr Zefat. Dóm. 1,17. | | | Horonajim | (hebr. tvinni helli.) Býur í Móab í líðini við Luhit, q.v. Es. 15,5; Jer. 48,3.5.34. | | | Horonitur | Tilnavn Sanballats. Nehem. 2,10.19. Frá Bet-Horon (Gesenius, týsk útg.), meðan dr. Strongs Concordance og Robinsons Gesenius siga: „Frá Horonajim“. Er hetta seinna beint, var Sanballat móabitur, og samsvarar hetta væl við felagsskap hansara við Tobias ammonit, meðan um hitt fyrra er beint, var hann samariubúgvi ella skyldur við samariubúgvar, og hevði hetta samsvarað við Josefus, tá hann sigur, at Samballat var úr Kuta, haðani samariumenn vóru ættaðir. 2. Kong. 17,24. | | | Hosa | (hebr. skjól.) Býur í ætt Asers. Josva 19,29.
2. Levitur. Ein av duravaktarunum, tá ørkin var komin til Jerúsalems. Les. 1. Krøn. 26,10–11.19. | | | Hosea | (hebr. HARRIN hjálpir.) Upprunanavn Josva Nunssonar. 4. Mós. 13,8; 4. Mós. 13,16.
2. Sonur Ela. Seinasti kongur Ísraels ríkis. Les. 2. Kong. 15,30; 17,1–6.
3. Sonur Azazja. Ættarhøvdingi í Efra’im. 1. Krøn. 27,20.
4. Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi. Neh. 10,23. | | | Hoseas | (hebr. HARRIN er hjálp.) Sonur Be’eri og hin fyrsti av hinum smáu profetunum, vit kalla. Hann byrjaði at virka, tá Uzzias var kongur í Juda og Jeroboam 2. í Ísrael, men virki hansara helt fram, eisini meðan Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar. Hann livdi umleið samstundis sum Amos, kanska eitt sindur seinni. Hann fekk so kall sítt til profet umleið ár 750 f.Kr. og hevur so virkað, ið hvussu er, til Ezekias gjørdist kongur. Einki er sagt frá, hvaðani hann var ella av hvørji ætt. Hann hevur virkað í norðurríkinum. Málið og sniðið hevur árameiskt árin, og hann er kunnigur har norðuri. Hann kallar norðurríkið „landið“ og kongin har „kongur okkara“, kap. 1,2 og 7,5. Hann talar serliga móti avgudadýrkanini í Ísrael. Hann talar móti kálvunum, sum Jeroboam setti í Ísrael. kap. 8,5; 10,5. Hann talar um leiðarar fólksins, sum farnir vóru avvegis. Prestarnar kallar hann ránsmannaflokk og profetarnar einki betri. Kap. 5,1 o.s.fr. Men aftan fyri alt hetta hevur hann eins og vit í dag frelsuboð at bera. Kap. 3,5; 13,4; 14,2–9. | | | Hosjaja | (sum HARRIN hjálpti ella bjargaði.) Ein av høvdingunum, ið við var, tá múrurin varð vígdur, eftir at hann var uppafturbygdur ár 445 f.Kr. Nehem. 12,32. | | | Hosjama | (hebr. sum HARRIN hoyrir.) Sonur Jójakims, føddur í útlegd. 1. Krøn. 3,18. | | | Hotir | (hebr. yvirflóð.) Hin trettandi av fjúrtan sonum Heman sangara, q.v. 1. Krøn. 25,4. | | | Hufam | (hebr. sum býr við strondina.) Kanska sonur Benjamin, 4. Mós. 26,39, og ættarfaðir Hufamita. Man kortini vera hin sami sum Huppim. Í 1. Krøn. 7,12.15 er líkt til, at Huppim er sonarsonur Benjamin. | | | Hukkok | (hebr. gryvja, veit.) Býur við suðurmark Naftali, nær við Aznot-Tabor. Kallast nú Yakuk, um 8 km vestan fyri Kapernaum. Í 1. Krøn. 6,75 nevnist eitt annað Hukok í ætt Asers. Tað er í Josva 21,31 kallað Helkat, og sigst tað vera rætta navn býarins. | | | Hul | (hebr. ringur.) Sonur Áram og sonarsonur Sem. 1. Mós. 10,23; 1. Krøn. 1,17. | | | Hulda | (hebr. moldvørpa ella annað líknandi smádjór.) Profetinna, kona Sjallum, son Tikva, son Harhas. Hon búði í Jerúsalem. Josias kongur sendi menn til hennara at spyrja hana, hvussu teimum fór at gangast. Kongur varð ræðslusligin, tá hann fekk at vita, hvat í lógbókini stóð, sum funnin var í templinum, og teir vistu allir, at hesi boð høvdu hvørki teir ella fedrar teirra hildið. Vit lesa um alt hetta í 2. Kong. 22,1–20. Lesnaður, ið góður er fyri andaligu heilsuna. | | | Humta | (hebr. byrgi.) Ein av býunum í ætt judamanna. Josva 15,54. | | | Huppa | (hebr. verja.) Prestur á døgum Dávids. Hann hevði trettanda av prestaskiftunum. 1. Krøn. 24,13. | | | Huppim | (hebr. tað sum fjalir, verjir.) 1. Mós. 46,21; 1. Krøn. 7,12. | | | Hur | (hebr. hvítur, fríur. Kann eisini merkja helli ella fangatyppi.) Ein maður, sum saman við Mósesi og Áron fór niðan á høvdina, meðan Josva bardist við amalekitar. 2. Mós. 17,10. Í v. 11 lesa vit: „So leingi, sum nú Móses helt hondini uppi, stóð Ísraelsmonnum til vinning; men táið hann læt hondina søkka, stóð Amalekitum til vinning.“ V. 12: „Og táið Móses møddist í hondunum, tóku teir stein og løgdu undir hann; hann setti seg so á hann, og Áron og Hur styðjaðu hondum hansara, hvør sínumegin.“ Les 2. Mós. 17,1–16. Í 2. Mós. 24,14 lesa vit: „Men við hinar elstu segði hann (Móses): „Bíðið eftir okkum her, inntil vit koma aftur til tykkara! Áron og Hur eru jú hjá tykkum; tann, ið hevur søk, kann fara til teirra!“ Josefus sigur, at hesin Hur var maður Mirjam, systur Mósesar.
2. Abbi Bezalel, av ætt Juda. Um henda Bezalel sigur HARRIN í 2. Mós. 31,3: „Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði.“ Les 2. Mós. 31,1–11; 35,30; 38,22.
3. Ein av kongunum í Midjan, sum dripnir vórðu samstundis sum Bileam, sonur Beor. 4. Mós. 31,7–8.
4. Í 1. Kong. 4,7 lesa vit: „Sálomo hevði yvir alt Ísrael sett tólv fútar“ … og í v. 8: „Hetta vóru nøvn teirra: Ben-Hur á Efra’imsfjøllum“ o.s.fr.
5. Vit lesa í Nehemias 3,9: „Næstur teimum arbeiddi Refaja, sonur Hur, høvdingin yvir helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Jerúsalem.“ | | | Hurai | (hebr. fríur.) Kallaður Hurai úr Ga’asjdølum. Var ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,32. | | | Huram | (hebr. fríur, aðalborin.) Sonur Bela, elsta son Benjamins. 1. Krøn. 8,1–5. | | | Huri | (hebr. hvítt lín, línvevari.) Sonur Jaroa og faðir Abihajils, av eftirkomarum Gads í Basjan. 1. Krøn. 5,14. | | | Húsgudar | Á hebr. terafim. Eitt slag av gudamyndum, sum fólk høvdu í húsum sínum. Vit lesa í 1. Mós. 31,19, at Rakul stjól húsgudarnar hjá faðir sínum. Tað sæst, at teir hava verið ymiskir til støddar. Teir, ið umtalaðir eru í 1. Mós. 31,34 hava verið smáir, meðan tann, ið umtalaður er í 1. Sám. 19,13, hevur verið størri. Hetta tykist leingi at hava verið tolt í Ísrael, men profetarnir eru ikki mjúkir, tá teir umtala húsgudar, t.d. Hos. 3,4; Ez. 21,21 o.a. Josias kongur beindi alt hetta burtur. 2. Kong. 23,24. | | | Husja | (hebr. skundur.) Sonur Ezers og eftirkomari Hurs av ætt Juda. 1. Krøn. 4,4. | | | Husjaj | (hebr. sum skundar sær.) Er nevndur „Husjaj Arkitur“ í 2. Sám. 15,32. Vit lesa um hann í sambandi við uppreistur Absaloms í 2. Sám. 15, allan kapittulin. Og tey flestu lesa so kap. 16 og 17 eisini til at ogna sær eina ferð enn hesa merkisverdu søgu. | | | Husjam | (hebr. kvikligur.) „Kongarnir, ið ráddu í Edomslandi, áðrenn Ísraelsmenn fingu kongar.“ 1. Mós. 36,31. Í v. 34 lesa vit: „Táið Jobab doyði, varð Husjam úr Temanitalandi kongur eftir hann.“ | | | Husjim | (hebr. sum Husja við fleirtali.) 1. Mós. 46,23: „Sonur Dan var Husjim.“ | | | Hýmeneus | (gr. frá Hymen, t.e. gudur hjúnabandsins.) 1. Tim. 1,20: „Millum teirra eru Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Satan, fyri at teir skulu verða tyktaðir so, at teir lata vera at spotta.“ |
|
|
|
|
|