Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Ga’al(hebr. óhugnaligt.) Dóm. 9,26: „Nú kom Ga’al, sonur Ebed, við brøðrum sínum og flutti til Sikem, og Sikemsmenn fingu álit á honum. Teir fóru út á markina og heystaðu víngarðar sínar og persaðu vínberini; so hildu teir takkargildi og fóru inn í tempul guds síns, ótu og drukku og bannaðu Abimelek,“ q.v. Les kap. 9, allan.
Ga’ash(hebr. skelvandi.) Josva 24,29: „Nakað eftir hetta doyði Josva, sonur Nun, tænari HARRANS, 110 ára gamal. Teir jarðaðu hann á arvaluti hansara, í Timnat-Sera, sum liggur í Efra’imsfjøllum, norðan fyri Ga’asjfjall.“ Í 2. Sám. 23,30 og 1. Krøn. 11,32 nevnist eitt stað: „Ga’asjdølum.“
Gabbai(hebr. tollinnheintari.) Benjaminsmaður, av teimum, sum búðu í Jerúsalem eftir heimkomuna úr Bábel. Nehem. 11,8.
Gabbata(áram. Gabb’ta, heyggjur, kneysi, ryggur, gr. lithostratan, t.e. steinsett.) Jóh. 19,12: „Gevur tú henda leysan, ert tú ikki vinur keisarans! Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setur seg upp móti keisaranum! Táið Pilatus hoyrdi hesi orð, leiddi hann Jesus út og setti seg á dómstólin, á staðnum, sum kallast Steinsett, á hebraiskum Gabbata.“
Gabriel(hebr. maður ella hetja Guds.) Navnið, ið nýtt verður at eyðkenna boðberan av Himli, ið kom til Dániel og greiddi honum frá týdningi sjónanna, ið hann sá, og sum kom til Zakarias í templinum og bar honum boð um, at Jóhannes doyparin skuldi koma, og sum kom til Mariu moy og kunngjørdi fyri henni boðini, at hon skuldi verða móðir Kristusar. Dán. 8,16; 9,21; Luk. 1,11; 1,26.
Gad(hebr. eydna.) Sonur Jákup við Zilpu. Hann var elsti sonur hennara og sjeyndi sonur hansara. Hann var sambróðir Asers. 1. Mós. 30,11; 46,16.18. Ár um leið 1850 f.Kr. Ætt Gads: Um ta tíðina teir fóru til Egyptalands, nevnast sjey synir Gads. 1. Mós. 46,16. Í fyrru fólkateljingini vóru teir 45.650. Hin áttanda í tali av ættum ísraelsmanna. Í seinnu teljingini vóru teir 40.400. Hin tíggjunda í tali. Høvdingi teirra var Eliasaf, sonur Re’uel. Gaditar, eins og Ruben, fingu arvalut sín eystan fyri Jordan.
   2. Gad profetur: 1. Sám. 22,5: „Men Gad profetur segði við Dávid: Tú skalt ikki verða verandi í fjallaborgini; far hiðani og far til Judaland! Dávid fór tá haðani og kom til Heretskóg.“ Vit lesa í 2. Sám. 24 um, tá Dávid kongur læt fólkið telja. Í v. 11 lesa vit: „Táið Dávid kom upp um morgunin, var orð HARRANS komið soleiðis til Gad profet, síggjara Dávids: Far og sig við Dávid: So sigur HARRIN: Tríggjar lutir leggi Eg fyri teg; vel ein teirra, so skal Eg gera so við teg!“ Vit lesa kap. 24 at enda. Gad profetur man hava hildið til har í Jerúsalem, tí hann skrivaði bók um Dávid kong. Hann hevði eisini saman við Dávidi og Natan profeti skipað fyri tónleikinum í húsi HARRANS.
GadaraBýur eystan fyri Genezaretsvatnið; hann var ein av teimum 10 býunum í samgonguni, ið nevnd varð „Dekapolis“, t.e. 10 býir. Stórt øki hoyrdi til býin, og har í landi Gadarena var tað, at Harrin grøddi tveir, ið settir vóru av illum andum. Matt. 8,31.32.
GadarenarÍbúgvar í Gadara. Matt. 8,28.
Gaddi(hebr. eydnumaður.) Ein teirra, ið HARRIN segði við Móses at senda avstað at kanna Kána’ansland. Hann var sonur Susi, av ætt Manasse. 4 Mós. 13,11.
Gaddiel(hebr. eydna Guds.) Ein av hinum tólv, sum HARRIN bað Móses senda avstað at kanna Kána’ansland. Hann var sonur Sodi av ætt Zebulons. 4. Mós. 13,10.
Gadi(hebr. eydnusamur.) Faðir Menahem, sum fór úr Tirza, kom til Samaria og drap Sallum, son Jabez, í Samaria og tók ríkið eftir hann. 2. Kong. 15,14.
Gaham(hebr. myrkt, brent.) 1. Mós. 22,24. Sonur Nakor, bróður Ábraham, við hjákonuni Reumu.
Gabar(hebr. stilli ella okkurt tílíkt at krógva seg afturundir.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,47.
Gajus(gr. gleði?) Les Áp. kap. 19, allan. Í v. 29 lesa vit: „Røringur kom nú í allan staðin, og tey tustu øll sum eitt á sjónleikarstaðið og rivu við sær Gajus og Aristarkus, sum vóru úr Makedonia og ferðaðust saman við Paulusi.“
   2. Maður, ættaður úr Derbe; hann fylgdist við Paulusi aftur úr Makedonia til Asia, kanska til Jerúsalems. Áp. 20,4.
   3. Maður í Korint. Paulus sigur um hann: „Gajus, sum lænir mær og allari samkomuni hús, letur heilsa tykkum.“ Róm. 16,23.
   4. Maðurin, sum Jóhannes skrivar triðja bræv sítt til. 3. Jóh. 1.
Galal(hebr. sum rullar.) Navnið á tveimum levitum eftir herleiðingina.
   1. Ein teirra, sum búðu í Netofatitabygdunum og tæntu í Jerúsalem. 1. Krøn. 9,15.
   2. Eftirkomari Jedutuns og faðir Sjemaja. 1. Krøn. 9,16.
GalatiaLandspartur í Lítla Asia, við eysturmarki móti Kappadokia, suðurmarki móti Pamfýlia og Kilikia, norðurmarki móti Bitýnia. Markini broyttust frá tíð til aðra. Onkuntíð vóru ivaleyst Pisidia og Lykaonia við Antiokia, Ikonium, Lystra og Derbe saman við Galatia. Áp. 16,6; 18,13; 1. Kor. 16,1; Gal. 1,2.
GalatiabræviðBræv Paulusar til samkomuna í Galatia.
   Loysnarorð: 3,2.
   Boðskapur: Kristus leyskeyparin.
   Skrivað kanska ár 60; triðju ferð, Paulus var í Korint.
   A. Inngangur.
   1. Heilsan.
   2. Eittans evangelium 1,6–9.
   B. Ápostlarættur Paulusar.
   1. Fingið evangeliið beinleiðis frá Harranum, 1,10–24.
   2. Sum boðberi til heidningarnar enntá stigin upp móti Pæturi, 2,1–15.
   C. Frelsa og heilaggering við trúgv eina.
   1. Rættvísgering, 2,16–19.
   2. Eitt við Harranum 2,20–21.
   3. Sonarkor, 3,1–22.
   4. Móttøka Andans, 3,23–4,31.
   5. Frælsi, kap. 5.
   D. Endi.
   1. Tænasta, 6,1–10.
   2. Luk, 6,11–18.
Gal-EdVitnisgrótrúgva. 1. Mós. 31,46: „Og Jákup segði við skyldmenn sínar: Berið saman grót! So fóru teir eftir gróti og laðaðu grótrúgvu, og teir hildu máltíð har á grótrúgvuni. Laban rópti hana Jegar-Sahaduta (á árameiskum máli) og Jákup rópti hana Gal-Ed (á hebraiskum máli).“
Galilea(hebr. Galila, t.e. ringur ella umhvarv.) Parturin av Kána’an, sum hevði mark síni móti Fønikia og Sýrlandi. Har búðu mangir heidningar, so Esaias nevnir tað Galilea heidninganna ella (um navnið verður umsett) øki heidninganna. Galilea gjørdist størsta øki í Palestina, q.v. Markið suður eftir gekk frá fjallinum Karmel, eftir fjøllunum í Samaria til Gilboafjall og eftir Jizre’elsslættanum til Jordan. Har vóru meir enn 200 býir, og har ímillum Nazaret, Kana og Kapernaum.
      Í Galilea var Jesus tað mesta av jarðarlívi sínum. Jødarnir kallaðu hann Galilearan, Matt. 26,69; Luk. 23,6–7, og teir flestu av ápostlum og lærisveinum hansara vóru eisini úr Galilea. Tey fyrstu trý evangeliini umtala mest virki Jesusar í Galilea, meðan hitt fjórða, Jóhannes, umtalar mest virkið í Judea. Jødar hildu ikki mikið um galilearar, sum teir hildu vera blandingsfólk, bæði tjóðskaparliga og átrúnarliga. Jóh. 7,52.
Gallim(hebr. rúgvur.) Býur í Benjamin, norðan fyri Jerúsalem. 1. Sám. 25,44: „Men dóttur sína Mikal, konu Dávid, gav Saul Palti, syni La’is, úr Gallim.“ Es. 10,30.
GallioLandshøvdingi í Akaia á døgum Paulusar. Les. Áp. 18,1–16.
Gamaliel(hebr. Gud er lønarin.) Abbasonur Hillel II, q.v. Fariseari og viðgitin lóglærari. Áp. 5,34; 22,3. Lærdómur hansara var so framúrskarandi og atferð hansara so tignarlig, at hann var ein av hinum sjey lærdu jødunum, sum fekk heitið „Rabban“, t.e. meistari okkara, sum var meir enn „rabbi“, t.e. meistari mín. Hann doyði um ár 50 e.Kr. Hann var lærimeistari Paulusar. Í Talmud, q.v., er ein frásøgn um hann: „Síðani Rabban Gamaliel doyði, er virðing fyri lógini uppathildin, og reinleiki og avhald er útdeytt.“ Um ár 100 e.Kr. livdi sonarsonur hansara; hann æt eisini Gamaliel og búði í býnum Jahne. Hann var eisini skriftlærdur og royndi at savna saman tað, sum eftir var av jødafólkinum í Palestina aftan á øðiligu hendingarnar, tá Jerúsalem varð lagt í oyði ár 70.
Gamliel(hebr. Gud er lønarin.) 4. Mós. 1,4: „Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí (fólkateljingini), tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.“ Í v. 10: „Gamliel, sonur Pedazur.“ Hann er eisini nevndur í 4. Mós. 2,20; 7,54–59; 10,23.
GammaditarEzek. 27,1 1. Hetta orðið stendur bert hesa einu ferðina. Septuaginta, q.v., umsetur tað „vaktarar“.
Gamul(hebr. sum fingið hevur viðurgjald.) Ein av prestunum, sum skiftir vórðu í flokkar til tænastuna á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,17.
Gareb(hebr. skurvutur.) Jitritur. Ein av røsku monnum Dávids. 2. Sám. 23,38.
   2. Garebsheyggjur. Í landnyrðing úr Jerúsalem. Jer. 31,39.
Garizim(gr. snið av hebr. geri-Zim, oyðið, grýtut.) Fjall sunnan fyri býin Sikem, sum nú eitur Nablus í fjallalendi Efra’ims. Fjallið eitur nú Djebel el Tor, tað er 880 m høgt og um 250 m hægri enn Sikemsdalur. Garizim á suðursíðuni á Sikemsdali er gróðrargott, meðan Ebal á norðursíðuni er oyðið og bratt. Les gjølla 5. Mós. 27,12, kap. allan. Teir skuldu lesa signing lógarinnar upp á Garizim, og bannið skuldu teir lesa á Ebal. Eftir útlegdina bygdu samariubúgvar tempul sítt á Garizim, men Jóhannes Hyrkanus, 129 f.Kr., legði tað í oyði. Fólkið har á leið hevði kortini fjallið til bønarstað, Jóh. 4,20, og tey samariufólk, sum enn eru í Nablus, venda sær móti tí, tá tey biðja.
Garmitur(hebr. hin sterki.) 1. Krøn. 4,19: „Synir konu Hodija – systur Naham – vóru: Garmiturin, faðir Ke’ila, og Estemoa Ma’akatitur.“
GasjmuAnnar staviháttur fyri Gesjem, q.v. Nehem. 6,6.
Gat(hebr. vínpressa.) Ein av hinum fimm størstu filistarabýunum. Josva 13,3; 1. Sám. 6.17. Gat er nevndur longu í Amarnabrøvunum frá um 1400 f.Kr. Upprunafólkið í Palestina búði ivaleyst har. Josva 11,22. Goliat og aðrir gitnir kappar vóru úr Gat. Dávid flýddi til Akisj kong í Gat til tess at bjarga sær undan Saul kongi. 1. Sám. 27,2 o.s.fr. Í 2. Krøn. 11,8 er Gat nevndur millum býir, ið Rehabeam bygdi um til víggirdar staðir. Í 2. Kong. 12,17 stendur, at Hazael úr Damaskus tók hann, og seinni tók Uzzias kongur í Juda hann aftur. Gat fór nakað tíðliga, so at siga, úr søguni, so ikki er rættiliga vist, hvar hann lá, men helst við markið móti Ísrael.
Gatam(hebr. visaligur.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Elifaz, son Esau og ættarfaðir at einari ætt edomita. 1. Mós. 36,11–16; 1. Krøn. 1,36.
Gat-hefer(hebr. vínpressa við kelduna.) Býur í ætt Zebulons í niðara Galilea, nær við Nazaret. Hetta var føðistaður Jónasar profets. 2. Kong. 14,25.
Gat-Rimmon(hebr. vínpressan í Rimmon.) Býur í arvaluti danita, nærhendis Joppe. Josva 19,45; 21,24; 1. Krøn. 6,69. Í Josva 21,25 stendur eisini Gat-Rimmon. Her tykist at vera ein elligomul misskriving.
GávaAt geva gávur tykist at hava verið vanligt allar tíðir, men eysturlendingar tykjast at hava lagt annan og størri týdning í tað enn fólk her á okkara leiðum. Vit kunnu, uttan at hava kannað hetta gjøllari, gita nakað um hetta, tá vit finna, at hebraiska málið hevur ikki minni enn fimtan orð, sum á onkran hátt merkja gáva. Summi av teimum siga frá umstøðum teirra gevandi og móttakandi. Úr hebr. rótini „natan“ eru ymisk orð, sum „takklæti“ og „gávumildur“. Orðt. 19,6. Eisini sum í Orðt. 18,16, tað, ið latið verður til tess at vinna sær góðvild: „Gáva opnar menniskjanum veg og leiðir hann fram fyri stórar harrar.“ Og í Orðt. 21,14: „Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmin blíðkar, ið hvussu illur ein er.“ Um gávur til at vinna sær tokka andaliga lesa vit mangastaðni, t.d. 4. Mós. 18,7–19. Har uppi í eisini takkoffur. Til heimanfylgju. 1. Mós. 34,12. Í arv. 1. Mós. 25,6. Eisini mutur. Orðt. 15,27; Præd. 7,7 o.s.f. Úr hebr. nasa, at styðja, eru orð, sum tala um fíggjarligan stuðul. Ester 2,18. Sum tekin um virðing. 2. Sám. 19,32. Og sum innsavning til halgidómin. 2. Krøn. 24,6–9. „Minka“ t.e. gáva, skattur, t.d. Dóm. 3,15; 2. Krøn. 17,5. Merkir eisini offur, serliga blóðleyst, sum í 3. Mós. 2,1: Matoffur, sama í versunum 1,2,5 og 6. So eisini í kap. 6,7 og 7,9. Lógin forbeyð at geva gávur, mutur, til tann, ið vitna skuldi ella døma í søk. 2. Mós. 23,8; 5. Mós. 16,19 og 27,25. Hetta eru bert nøkur fá dømi av óendaliga mongum. Nýggja Testamenti talar eisini um gávur og enntá gleði við at geva. Her er kortini mest talað um Gud, sum er hin stóri gevarin, sum gevur ríkliga og gjarna; sum gav Son Sín, Jóh. 3,16, sum elskar hann, ið gevur við gleði, meðan gávan uttan kærleika er einki. l. Kor. 13,3. Gud gav Seg sjálvan. Gal. 1,4; 1. Tim. 2,6. Tí eiga vit at bera okkum sjálv fram sum gáva til Hansara. Her er týdningur gávunnar settur á hægri stig; frá tí loynda til tað veruliga. Frá hinum lógbundna til framíhjárætt. Soleiðis er eisini í hesum Kristus vorðin uppfylling lógarinnar. Í Jóh. 4,10 lesa vit um tríggjar gávur:
      Gávu Guds: Jesus.
      Gávuna, Hann bað um: Gev Mær at drekka.
      Gávuna, Hann gevur: Livandi vatn.
      Tempulgávu (gávur): Luk. 2 l, 5, q.v.
Gaza(gr.; hebr. Gasa = styrki.) Hin sunnasti av teim 5 filistarabýunum við Miðjarðarhavið. Lutaðist ætt Juda. Josva 15,47; Dóm. 1,18.
Gazez(hebr. klippari.) Sonur Kaleb við hjákonu hansara Efu. 1. Krøn. 2,46.
   2. Sonarsonur Kaleb. 1. Krøn. 2,46.
Gazzam(hebr. átari, reypari.) Ættarfaðir tempultænara, sum nevndir eru í Ezra 2,48 og Neh. 7,51.
Geba(hebr. hólur.) Levitabýur í Benjamin. Josva 21,47; 1. Kong. 15,22; 1. Sám. 13,3; 13,16. Hann var stutt norðan fyri Jerúsalem. Í 2. Sám. 5,25 lesa vit: „Dávid gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; og hann vann sigur á Filistarum og elti teir úr Geba líka yvir ímóti Gezer.“ Í 2. Kong. 23,8 er leiðin „úr Geba líka til Be’ersjeba“ nýtt um alt kongadømi Juda. Seinni kallað Jeba, nær við Mikmas.
Gebal(hebr. fjall, mark.) Ógvuliga gamal fønikiskur handilsbýur við Miðjarðarhavið, nú. kallaður Gebeil, um 25 km norðan fyri Beirut. Grikkar róptu býin Byblos, eftir orðinum „bók“, tí her gjørdu teir „pappír“ av papýrusstelkum, sum teir førdu úr Egyptalandi. Á hetta slagið av „pappíri“ vórðu skrivað skjøl av virði, sum slíkt, ið viðvíkti landi og ríki og eisini onnur virðismikil skjøl. Nýggja Testamenti man eisini av fyrstantíð hava verið skrivað á papýrus. Vit hugsa um Tertius; hann situr og skrivar brævið til rómverjar, meðan Paulus sigur fyri. Róm. 16,22. Hann hevur ivaleyst nýtt papýrusbløð. Gebalsmenn vóru gitnir fyri at vera hegnismenn bæði til grót og træ. l. Kong. 5,8. Óføra góðir bátasmiðir vóru teir eisini. Ezek. 27,9. Skip úr Gebal fóru um Miðjarðarhavið eins og tey úr Týrus og Zidon. Rannsóknir har siga frá søgu, sum gongur aftur til ár 3000 f.Kr. og longur. Kistan hjá Ahiram kongi av Byblos í ellivtu øld f.Kr. er av stórum virði, tí skriftin, ið á henni er, hjálpir til at týða fønikisku stavrøðina.
Geber(hebr. sterkur maður.) Sonur Uri, var ein av fútum Sálomos í Gilead. 1. Kong. 4,19. Ben-Geber man hava verið sonur Geber, tí tað merkir navnið, hann var fúti í Ramot-Gilead. l. Kong. 4,13.
Gebim(hebr. brunnar.) Býur í Benjamin millum Anatot og Nob. Bert umtalaður eina ferð í Bíbliuni. Es. 10,31.
Gedalja(hebr. sum HARRIN gjørdi stóran.) Sonur Jedutun. Ein av teimum, ið roknaðir eru upp, sum gjørdu tænastu við at spæla á sitarum, leiddir av Jedutun, faðir teirra, sum spældi í profetiskari burturrykking, HARRANUM til lov og prís. 1. Krøn. 25,2.
   2. Ein av eftirkomarum Josva, sum aftan á útlegdina høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu og lovaðu at koyra tær frá sær aftur. Ezra 10,18.
   3. Sonur Pasjhur. Ein teirra, sum hoyrdu Jeremias tala um undirgang Jerúsalems, og sum klagaðu hann fyri kongi. Jerem. 38,1.
   4. Sonur Ahikam, son Safan. Les Jerem. 40,1: „Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, eftir at Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi hevði latið hann leysan í Rama; hann sendi boð eftir honum, meðan hann var bundin við leinkjum mitt ímillum allar fangarnar úr Jerúsalem og Juda, sum burt vórðu fluttir til Bábel.
      Lívvaktarhøvdingin sendi boð eftir Jeremiasi og segði við hann: HARRIN Gud tín hevði hótt hetta stað við hesi vanlukku; og HARRIN læt hana koma og gjørdi, sum Hann hevði sagt; tit høvdu jú syndað móti HARRANUM og ikki lurtað eftir tí, sum Hann segði; tí gekst tykkum so. Men nú havi eg í dag loyst leinkjurnar av hondum tínum. Dámar tær nú at koma við mær til Bábel, so kom – eg skal síggja tær til góða! Men er tað tær ímóti at koma við mær til Bábel, so lat vera! Landið liggur tær jú opið; hagar ið tær tykir gott og rætt at fara – far hagar! Táið hann enn onga leið tók, segði hann: Far so aftur til Gedalja, son Ahikam, son Safan, hann, sum Bábelskongur hevur sett yvir býir Juda, og verð hjá honum millum fólkið – ella tak onkra aðra leið, hagar sum tær tykir beint at fara!“
Geder(hebr. garður.) Ein av býum kána’anita, sum Josva tók. Josva 12,13.
Gedera(hebr. byrging. Kvennkyn av Geder.) Býur í Juda. Stutt norðan fyri Zora. 1. Krøn. 4,23.
Gederot(hebr. byrgingar. Fleirtal av Geder.) Býur á slættlendinum í Juda. Ein teirra, ið filistarar tóku frá Akaz kongi. 2. Krøn. 28,18.
Gederotajim(hebr. byrgi, múrar, tvítal.) Ein av býum ættar judamanna, ytst við markið móti Edom í Suðurlandinum. Josva 15,36.
Gedor(hebr. garður, múrur.) Ein av ættarhøvdingunum, sum búðu í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,31; 9,37.
   2. Gamal býur í Judafjøllum. Nakrir haðani komu til Ziklag til Dávid, tá hann fjaldi seg fyri Saul. 1. Krøn. 12,7. Gedor verður nú kallaður Jedur.
   3. Vit lesa í 1. Krøn. 4,38: „Hesir, ið her eru nevndir við navni, vóru høvdingar í ættum sínum, og ættir teirra vórðu ógvuliga fjølmentar. Teir fóru avstað yvir ímóti Gedor, líka til eystan fyri dalin, at leita eftir haglendi til smáfæ sítt.“ Ikki er vist, hvar hetta Gedor var, men tað er ikki tað sama sum hitt fyrra.
Gehazi(hebr. sjónardalur.) Tænari Elisasar profets. Tað fyrsta, vit lesa um hann, er, tá teir eru í Sjunem, og hann leggur harra sínum ráð, hvussu hann kundi løna konuni aftur fyri blíðskapin. Les 2. Kong. 4,12. Aftur í 2. Kong. 4,25–36 hitta vit Gehazi í sambandi við, at sonur konunnar doyði og kom aftur til lívs. Tað mesta, vit lesa um Gehazi, er í 2. Kong. 5. Vit lesa allan kapittulin. Hann byrjar við vitnisburði frá smágentu við føstum áliti á Gud sín. Heldur fram við hesi stórbæru hending, at Na’aman sleppur frá sjúku síni, og endar so dapurt, tí girndin sleppur framat. Vit lesa aftur um Gehazi í 2. Kong. 8,16, har hann sigur Jóram kongi frá stórverkum, sum Elisa hevði gjørt, og meðan hann sigur frá, at hann vakti aftur til lívs sonin hjá konuni í Sjunem, komu tey inn, bæði kvinnan og sonurin. Gehazi sigur so við kong, at hetta vóru tey, hann talaði um.
Gelilot(hebr. ringar.) Stað við markið millum Juda og Benjamin. Josva 18,17. Kanska bert annar staviháttur fyri Gilgal. Josva 15,7.
Gemalli(hebr. kameleigari.) Faðir Ammiel, sum var høvdingi av ætt Dans, av teimum, ið Móses sendi úr Paransoyðimørk at kanna Kána’ansland. 4. Mós. 13,1–12.
Gemarja(hebr. sum HARRIN ger fullkomnan.) Sonur Hilkia. Elasa, sonur Safan, og Gemarja fóru til Bábel sum sendimenn fyri Zedekias kong til Nebukadnezar kong í Bábel. Teir høvdu bræv við frá Jeremiasi til tey burtfluttu í Bábel. Hann bað tey vera í friði í landinum, sum tey vóru burturflutt til, og biðja fyri landinum, tey nú hildu til í. Tey kundu vænta frælsið aftur um 70 ár. So ávaraði hann tey móti følskum profetum. Les Jerem. 29, allan.
   2. Baruk 3, q.v.
Genezaret(gr. urtagarður fúrstans.) Býur í Naftali. Í Gamla Testamenti kallaður Kinneret. Josva 19,35. Annars ikki nevndur. Var við vesturstrondina á vatninum. Landspartur í Galilea, vøkur fløta um 5 km long og 1,5 km breið, vestan fyri vatnið.
GenezaretsvatnUm 12 km breitt, 21 km langt, um 45 metrar djúpt. Eisini kallað vatnið í Galilea. Matt. 4,18; 15,29; Mark. 1,16; 7,31; Jóh. 6,1.
Genubat(hebr. stuldur.) Sonur Hadad edomit við systur Tapenes drotning í Egyptalandi. Genubat var føddur í Egyptalandi og vaks upp millum børn Faraos. Hadad, q.v. 1. Kong. 11,20.
GeraMinsta mát og virði hebreara, var tjúgundaparturin av sekuli eftir halgidómsvektini. 2. Mós. 30,13; 4. Mós. 3,47.
Gera(hebr. fíggindskapur.) Sonur Bela, sum var sonur Benjamin. l. Mós. 46,21; 1. Krøn. 8,3.
   2. Faðir Sime’i benjaminit. 1. Kong. 2,8; 2. Sám. 16,5.
   3. Ein annar av eftirkomarum Bela. 1. Krøn. 8,1.5.7.
   4. Faðir Ehud dómara. Dóm. 3,15.
Gerar(hebr. tilhald.) Filistarabýur; nógv umtalaður í søguni um ættarfedrarnar. Ábraham, 1. Mós. 20, og Ísak, 1. Mós. 26. Tell el-Jemme, sum egyptiski jarðfrøðingurin Flinders Petri hevur grivið út, er uttan iva toftirnar av Gerar. Har eru jarðløg, sum vísa aftur til tíðina frá seint í bronsuøldini til úti við ár 400 f.Kr. Lutir, ið funnir eru, siga frá ríkidømi. Roykilsisaltar úr sættu til fjórðu øld, prýdd við myndum av monnum og kamelum, siga frá, at Gerar lá á vegnum, har keypmenn ferðaðust millum Arabia og Egyptaland.
Gerasenart.e. gadarenar, íbúgvar í Gadara, q.v. Mark. 5,1.
Gersjom(hebr. fremmandur.) Eldri sonur Móses við Zipporu; føddur í landinum Midjan um ár 1441 f.Kr. Hann og bróðir hansara Eliezer vórðu bert kallaðir levitar, meðan synir farbróður hansara Áron áttu framíhjárættindi prestaskapsins. 2. Mós. 2,22; 18,3; 1. Krøn. 23,15–16; 26,24. Hetta er dømi um gudsmansins Mósesar ósjálvsøkni. Ein av eftirkomarum hansara, Sebuel, var yvirumsjónarmaður yvir skattunum, lósu vit í 1. Krøn. 26,24.
   2. Elsti sonur Levi. 1. Krøn. 6,16.17.20.43.62.71; 15,7. Annars stavað Gersjon.
   3. Faðir Jónatan, hvørs eftirkomarar vóru prestar hjá ætt danita líka til tann dag, fólkið í landinum varð flutt í útlegd. Les um hetta í Dóm. kap. 17 og 18.
   4. Ein av eftirkomarum Pinehas, sum kom við Ezra heim úr Bábel. Ezra 8,2.
Gersjon(hebr. fremmandur her.) Hin elsti av sonum Levi. Føddur ivaleyst áðrenn Jákup og húsfólk fóru til Egyptalands. 1. Mós. 46,11; 2. Mós. 6,16. Hóast hann var elstur, verður meir talað um avkom næsta bróðurins, Kahats. Frá honum kom Móses og høvuðsprestaætt Árons. 1. Krøn. 6,2–15. Um, tá teir vórðu taldir í oyðimørkini, stendur í 4. Mós. 3,21–22: „… hetta vóru ættir Gersonita. Teir av teimum, ið taldir vórðu, táið alt mannkyn, frá mánaðargomlum og uppeftir varð talt – teir, ið taldir vórðu av teimum – vóru 7500.“ Og teir „frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, allir, sum skuldu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið … vóru 2630.“ 4. Mós. 4,39–40. Vit lesa framvegis í 4. Mós. 3,25–26: „Tað, ið Gersonitar høvdu at varðveita við samkomutjaldið, var tabernaklið sjálvt við tekjuni og takinum, forhangið fyri durum samkomutjaldsins, umhang forgarðsins og forhangið fyri durum forgarðsins, ið var rundan um tabernaklið og altarið og togini, ið til hoyrdu – alt arbeiðið við hetta.“
Gesjan(hebr. skirvisligur (Gesenius), raskur (Young).) Triði sonur Jedai av eftirkomarum Kalebs. 1. Krøn. 2,47.
Gesjem(hebr. regn.) Hetta orðið í 1. Kong. 18,45 er Gesjim gadol og umsett til „ógvuligt regn“ og „stoytiregn“. Gadol merkir annars „stórt“. Hesin Gesjem var arabari og ein av fíggindum jødanna, heimkomnir úr Bábel. Vit lesa Jeremias 6 og lesa kap. gjølla. Í 6. kap. eitur hann Gasjmu, hebraiskur framburður. Hann man hava verið úr Arabia Petrea, ella høvdingi yvir onkrari ætt í Arabaraoyðimørkini. Tá sum nú mundi teimum dáma betur, at einki ríki „Ísrael“ var til.
Gesjur(hebr. brúgv.) Lítið fúrstadømi millum Hermon og Basjan. Ætlað var tað ætt Manasse, men les Josva 13,13: „Tó róku Ísraelsmenn ikki burt Gesjuritar og Ma’akatitar, so at Gesjur og Ma’akat búgva millum Ísrael enn í dag.“ Meir um Gesjur lesa vit undir „Absalom“, q.v.
Geter(týdn. óvissur.) Triði sonur Árams. l. Mós. 10,23. Nevndur í 1. Krøn. 1,17, sum sonur Sem, men skal helst vera „abbasonur“. Óvist, hvar ætt hansara búði.
Getsemane(gr. úr áram. gat sjemanim, t.e. oljupressa.) Urtagarður við Oljufjallið, har Harrin Jesus fór við lærisveinum Sínum, sum Hann var vanur. Luk. 22,39–54. Les eisini Mark. 14,32–46; og Jóh. 18,1–12.
Gezer(hebr. brattlendi.) Ógvuliga gamal býur, um 28 km í útnyrðing úr Jerúsalem og um 27 km úr Jaffa. Staðið lá væl fyri við ein av fáum farandi vegum úr Joppe til Jerúsalems. Tell Jezer er nútímans navnið á Kirbet Yerde. Staðið er kallað Gezer í 2. Sám. 5,25; 1. Krøn. 14,16. Útgrivið hevur R. A. S. Macalister. Bústaður frá fyri søguliga tíð. Semitiskir kána’anitar komu hagar um seinnu helvt í triðja túsundárinum f.Kr. Eftirkomarar teirra vóru har, tá Ísrael við Josva komu inn í landið. Josva vann á konginum í Gezer. Josva 12,12. Kortini stendur í Dóm. 1,29: „Heldur ikki rak Efra’im burt Kána’anitar, sum búðu í Gezer; Kána’anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra har í Gezer.“ Teir hava hildið til innan fyri sínar 5 metra tjúkku múrar. Í Josva 16,10 stendur, at kána’anitar vóru trælir við arbeiðsskyldu, men teir høvdu býin til á døgum Sálomos, tá Farao egyptakongur fór avstað og tók Gezer, setti eld á tað, drap káná’anitarnar, sum í býnum búðu, og gav dóttur síni konu Sálomo, býin í heimanfylgju, 1. Kong. 9,16. Ógvuliga mangt annað er funnið í Gezer, t.d. hin tiltikni álmanakkin, sum roknar upp, hvat ein bóndi tá – á døgum Dávids og Sálomos – hevði at gera hvønn mánað í árinum.
Gia(hebr. kelduspring, glyvur, løkur.) 2. Sám. 2,24: „Jóab og Abisjai eltu nú Abner, og táið sólin gekk niður, vóru teir komnir at Ammaheyggi, sum er beint yvir av Gia …“
Gibbar(hebr. veldisharri, hetja.) Ein teirra, hvørs eftirkomarar komu aftur úr Bábel við Zerubbabel. Teir vóru 95 í tali. Hetta kann vera skeivt stavað, so tað átti at staðið Gibeon. Hygg Nehem. 7,25.
Gibbeton(hebr. hædd.) Filistarabýur í ætt Dans, lagdur til kahatitar. Ísraelskongurin Nadab varð dripin, meðan hann og alt Ísrael hildu Gibbeton kringsett. 1. Kong. l 5,27; 16,15.
Gibea(hebr. heyggjur.) Fleiri støð verða nevnd Gibea. Gibea í Benjamin, eisini kallað Gibea Sauls. Føðistaður Sauls kongs og tilhald hansara eisini eftir, at hann var vorðin kongur. 1. Sám. 10,26; 11,4; 15,34. Her hongdu gibeonitar eftirkomarar hansara. 2. Sám. 21,6. Sauls Gibea, nú Tell el-Ful, er útgrivið og kannað (W. F. Albright). Har eru 12 løg av søgu. Ein ísraelskur býur, helst hann, ið umtalaður er í Dóm. 19 og 20, er niðurbrendur. Sterka borg Sauls kongs var førur múrveggur, hon varð bygd um ár 1015 f.Kr. Virkisveggurin var 4 til 5 metrar tjúkkur. Borgin var í tveimum hæddum við steintrappu. Í móttøkuhøllini har var tað, Dávid spældi á hørpu sína fyri Saul kongi til at hjálpa honum í veikleika hansara. 1. Sám. 16,23. Mangt áhugavert er funnið har, t.d. brýni, spunaamboð og kókiíløt. Eisini goymsluíløt til vín, olju og korn stóðu full, nú tey vórðu uppgrivin í kongsborgini.
Gibeatitur(úr Gibea.) 1. Krøn. 12,3. Hann æt Sema’a og var faðir tveir av teimum, sum komu til Ziklag til Dávid.
Gibeon(hebr. bygt á hæddini.) Ein býur hevita, sum við sviki fekk í lag sáttmála við Josva og harvið slapp frá at koma undir somu lagnu sum Ai og Jeriko. Josva 9,3–17. Við lutakasti varð hann lagdur til Benjamin og seinni gjørdur til levitabý. Tá Saul kongur hevði oyðilagt Nob (les um hetta í 1. Sám. 22, allan kapittulin), varð tabernakul Harrans sett upp í Gibeon og varð har, til templið var bygt. 1. Krøn. 16,39; 1. Kong. 3,4.5. 2. Krøn. 1,3. Eftir Jer. 41,16 er líkt til, at eftir at Nebukadnezar hevði tikið og oytt Jerúsalem, var Gibeon einaferð aftur stjórnarstaður. Í Jer. 28 lesa vit um Hananja lygiprofet úr Gibeon. Les kap. 28 allan. Millum teirra, ið heim komu úr útlegdini við Zerubbabel, nevnast ættaðir úr Gibeon. Nehem. 7,25. Gibeon, nú El-Jib, varð útgrivið 1956. Múrarnir og vatnveitingin komu í ljós tá.
GiblitarÍbúgvar í Gebal, t.e. Byblos í Fønikia. Josva 13,5.
Giddalti(hebr. framfarin.) Níggjundi sonur Hemans. 1. Krøn. 25,4. Teir eru upproknaðir allir 14. Í v. 6 stendur: „Allir hesir leikaðu við songin í húsi HARRANS, leiddir av faðir sínum; teir leikaðu á skáltrummum, hørpum og sitarum við tænastuna í húsi Guds, leiddir av konginum, Asaf, Jedutun og Heman.“
Giddel(hebr. óvanliga stórur.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim við Zerubbabel. Ezra 2,47.
   2. Ein av eftirkomarum tænara Sálomos. Ezra 2,56.
Gideom(hebr. oyðing.) Stað eystan fyri Gibea. Í Dóm. 20 lesa vit um Ísrael í bardaga móti ætt Benjamins; og í v. 45: „So vendu teir og flýddu út í oyðimørkina, til Rimmonsklett, og menn Ísraels drópu á almannavegunum 5000 menn av teimum aftrat; síðani eltu teir teir líka til Gideom og drópu 2000 menn av teimum.“
Gideon(hebr. harður, ramligur.) Hin fimti av dómarum Ísraels. Hann var sonur Jóas, av fólki Abiezers í Ofra. Vit lesa fyrst allan kap. 6 í Dómarabókini. Sagt er frá, at tá menn Ísraels gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gav Hann teir sjey ár í hendur midjanita. Øgiligt er, sum fíggindarnir fara við teimum. Alt, sum fólkið skuldi liva av, varð týnt og rænt úr hondum teirra. HARRIN sendi profet til teirra, og segði hann teimum frá HARRANUM, hvat orsøkin var til alt hetta ónda. Tey róptu til HARRAN, og Hann vitjaði tey, lyfti Sínum trúgvur sum altíð. Nú kom HARRIN til býin Ofra, har Jóas av ætt Abiezers ráddi. Gideon, sonur hansara, treskti hveiti í vínpersuni. Hann royndi at krógva nakað av ogn HARRANS fyri midjanitum. HARRIN kallar hann „djarvur kappi“. Tá Gideon spyr HARRAN eftir stórverkunum, sum fedrarnir søgdu frá, bað HARRIN hann fara móti midjanitum í hasi kraftini, meðan hann ikki var sterkur í sjálvum sær, so skuldi hann vinna. Gideon fær so tekin uppá, at hetta veruliga er eingil HARRANS, v. 22. HARRIN gav honum nú boð um at ríva niður Ba’alsaltar faðirs síns. Hetta gjørdi hann um náttina av ótta fyri fólki, men hann útinti tað og fekk at síggja, at tað loysti seg at vitna heima við hús, tí tá menninir í staðnum gjørdust illir um hetta, kom Jóas faðir hansara í hansara part og segði, at var Ba’al Gud, kundi hann sjálvur greiða søk sína. So lesa vit um, hvussu Gideon vann sigur á midjanitum, og hendingarnar aftaná. Dómarabókin 6,1 til kap. 9 at enda er spennandi lesnaður og fullur av lærdómum.
Gideoni(hebr. harðbalin.) Benjaminsmaður. Sonur hansara Abidan var ein teirra, ið skuldi hjálpa til við at telja samkomu ísraelsmanna. 4. Mós. 1,11.
Gihon(hebr. Á, rennandi.) Ein av hinum 4 áunum í Eden. 1. Mós. 2,10–13.
   2. Vatn eystan fyri Jerúsalem. 2. Krøn. 32,30: „Tað var eisini Ezekias, ið tipti hina ovaru kelduna til Gihonsvatn og veitti vatnið oman vestan fyri Dávidsstað.“
Gilboa(hebr. spruttandi kelda.) Fjallið tykist kallað eftir kelduni, ið spretti upp um 1 km eystan fyri býin Jizre’el. Gilboafjall gongur í landnyrðing úr Efra’imfjallinum. Um 10 km norðari er fjall, sum verður kallað „Lítla Hermon“. Millum hesi fjøll er hin vakri Jizre’elsslættin. Á Gilboa var tað, Saul og synir hansara fullu, tá teir bardust við filistarar. 1. Sám. 28,4; 31,1–8.
      Dávid sang sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara: „Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum – á, at hetjurnar skuldu falla! Sigið ikki frá tí í Gat, kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon – so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, døtur hinna óumskornu at rópa av gleði! Gilboafjøll! Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, ei veri har markir, sum bera offurgávur! Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju. Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur. Saul og Jónatan elskuligir og mildir í lívinum, skiltust ikki heldur í deyðanum; kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur. Á, døtur Ísraels! Grátið um Saul, sum klæddi tykkum fagurt í purpur, og sum setti gullstás á klæði tykkara! Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum! Sárliga syrgi eg teg; bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki. – Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!“
Gilead(arab. jala’ad, at vera óslætt.) Fjallalendi eystan fyri Jordan. Í 1. Mós. 31,21 kallað Gileadsfjall. Tað eitur nú Jebel Jelad. Har lá býurin, sum í gomlum døgum nevndist Ramot-Gilead. Nú kallast plássið Tell Ramit. Har er tiltikið fyri at vera vakurt. Hæddirnar eru fruktagóðar og skógvaksnar. Ættir Rubens og Gads vildu hava land tímegin ánna, tí tað var gott til fæhald. 4. Mós. 32,1. Hoseas kap. 6,8 nevnir Gilead, men ikki við blíðum orðum.
   2. Sonur Makir og abbasonur Manasse. Eftirkomarar hansara vórðu kallaðir Makiritaættin. 4. Mós. 26,29.
   3. Faðir dómaran Jefta. Dóm. 11,1.
   4. Sonur Mikael og faðir Jaroa av ætt Gads, 1. Krøn. 5,14.
GileaditarÁhugaverd søga er søgd okkum í Dóm. 12,1–7 um gileaditar og efra’imitar. Líkt er til, at har var gamal fíggindskapur teirra millum.
Gilgal(hebr. hjól, ringur.) Í Josva 18,17 kallað Gelilot. Í Josva 4,19 er frásagt, at tíggjunda í fyrsta mánaði kom fólkið upp úr Jordan, og tey reistu tjøldini við Gilgal, eystast í landinum, sum hoyrdi til Jeriko. Har í Gilgal reisti Josva hinar tólv steinarnar, ið teir høvdu tikið upp úr Jordan.
   2. Gilgal er eisini umtalað í 2. Kong. 2,1 og í 2. Kong. 4,38. Hetta staðið man hava verið stutt frá Betel og Silo. Í Josva 12,23 nevnist eisini eitt Gilgal, men óvist er hvar.
Gilo(hebr. ringur.) Stað í Judafjøllum. Heimstaður Akitofels, q.v.
GimelTriði stavurin í hebr. stavraðnum. Framborin sum g. Í Sálm. 119 á frummálinum er hann fyrsti stavurin á øllum versunum frá 17 til 24.
Gimzo(hebr. morberjatrø.) Býur á slættlendinum í Juda. 2. Krøn. 28,18. Kallast nú Jimzu, stutt frá Lydda.
Ginat(hebr. verja.) Faðir Tibni, q.v., kongur í Ísrael. 1. Kong. 16,21–22.
Ginneton(hebr. urtagarðsmaður.) Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,6; 12,16. Viðhvørt stavað Ginnetoi. Nehem. 12,4.
GirgasjitarEin av tjóðunum, sum nevndar eru í Kána’an, tá Ísrael kom inn í landið. Eftir Josva 24,11 búðu teir vestan fyri Jordan. Millum tjóðirnar, ið HARRIN gav Ísrael boð um at reka úr landinum, nevnast girgasjitar í hesum støðum: 1. Mós. 15,21; 10,6; Josva 3,10; 24,11.
Gispa(hebr. sum lurtar.) Nehem. 11,21: „Men tempultænararnir búðu í Ofel; Ziha og Gispa vóru settir yvir teir.“
Gittajim(hebr. tvær vínpressur.) Nevnt í 2. Sám. 4,3 og Nehem. 11,33.
Gizonitur1. Krøn. 11,34. Ein av reystu køppum Dávids, Bene-Hasem gizonitur. Skal kanska lesast gunitur.
GlasAt gera glas varð uppfunnið tíðliga í tíðini. Egyptar og teir í Fønikia mundu vera uppi í teimum fyrstu til hetta. Óklárt glas gjørdu íbúgvar við Nilá longu seint í triðja túsundárinum f.Kr. Fløskur og skreytlutir gjørdu teir í 1500 árinum f.Kr. Grøv Tutankhamens kongs frá 14. øld f.Kr. hevði mongdir av ymiskt litaðum íløtum úr glasi. Fønikiarar gjørdu tíðliga skreytlutir úr glasi. Summir halda, at teir vóru fremri enn egyptar. Sidon var tiltikið fyri glasvørur sínar. Í rómverjatíðini varð gjørt klárt glas, og mangt og hvat varð evnað úr tí, fløskur, bikør og ymiskt annað. Í Opinb. 15,2 sigur Jóhannes: „Eg sá eins og glashav, blandað við eld. Og eg sá tey, sum sigrandi vóru komin út úr bardaganum við dýrið og mynd tess og tal navns tess; tey stóðu við glashavið við hørpum Guds í hondini.“ Og í Op. 21,18: „Múrur staðarins var laðaður av jaspis, og staðurin var reint gull, líkur reinum (klárum) glasi.“ Op. 21,21: „Hini 12 portrini vóru 12 perlur; hvørt portrið fyri seg var úr eini perlu. Gøta staðarins var reint gull, sum klárt glas.“
Goa(hebr. beljandi.) Jer. 31,39. Stað nær við Jerúsalem. Jeremias nevnir tað í sambandi við frásøgn sína um Jerúsalem. Hvat stað, ið meint er við, er óvist, men helst vestan fyri býin.
Gob(hebr. hylur ella kulla.) 2. Sám. 21,18: „Seinni stóð uppaftur – við Gob – ein bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Saf, sum var av rafaættini. Enn eina ferð var við Gob bardagi við Filistarar; Elhanan Betlehemitur, sonur Ja’are-Orgim, feldi tá Goliat Gatit, ið hevði spjótskaft líkt vevbummi.“
Gog(hebr. høgt.) Sonur Sjemja og faðir Sime’i, ein av eftirkomarum Rubens. 1. Krøn. 5,4.
   2. Gog í Magogslandi, høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Tubal. Ezekiel 38,1 o.s.fr. Lesa vit gjølla kap. 38 og 39 hjá Ezekiel, finna vit hendingar, sum fara fram seint í hini „stóru trongdini“, q.v.
Golan(hebr. fangaður, ringur.) Ein av griðstøðunum eystan fyri Jordan. 5. Mós. 4,43; Josva 20,8; 21,27; 1. Krøn. 6,71.
Golgata(hebr. gulgolet, t.e. skalli, gr. kranion.) Staðið, har Harrin Jesus varð krossfestur. Kanska er ikki so lætt at siga avgjørt, hvar staðið var, tí landslagið í og við Jerúsalem er almikið broytt hesi mongu ár. Eftir Hebr. 13,12 var tað „uttan fyri portrið“. Hinum trúgvandi er tí álagt „at fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara“.
Goliat(hebr. útlagin.) Filistari. Man tó hava verið av rafaættini í Gat. Ein leivd av teimum settist millum filistarar, tá ammonitar gjørdu av við teir. 5. Mós. 2,21. Eftir okkara máti 2,92 m. Søgan um Dávid og Goliat stendur øll í l. Sám. kap. 17.
   2. Stórur filistari, feldur av Elhanan. 2. Sám. 21,19.
Gomer(hebr. fullkomin.) Elsti sonur Jafet og faðir Askenaz, Rifat og Togarma. 1. Mós. 10,23. Seinni nevnast teir sum ein tjóð, kanska kimbrar, sum Josefus sigur, búðu norðan fyri Havið Svarta, millum áirnar Don og Dnjepr.
   2. Ein horkvinna, dóttir Diblajim, sum Hoseas profetur giftist við. Hoseas 1,3.
Gomorra(vatnflóð, arab. ghamara, t.e. at renna yvir.) Býur á Jordanslættanum, sum saman við Sodoma gjørdist tiltikin fyri sítt ótolandi gudloysi og varð lagdur í oyði við eldi. 1. Mós. 19,24.28. Samstundis sum Sodoma var hann fyri álopi á døgum Ábrahams. 1. Mós. 14 sigur frá hesum: „Meðan Amrafel var kongur í Sinear, Arjok í Ellasar, Kedorlaomer í Elam, og Tideal í Gojim, lógu teir í stríði við Bera, kongin í Sodoma, Birsa, kongin í Gomorra, … Allir hesir tóku seg saman og fóru til Siddimdal, har sum nú Salthav er“ … v. 8: „Tá fóru teir út, kongarnir í Sodoma, Gomorra, Adma, Zebojim og Bela, tað er Zoar, og í Siddimdali fylktu teir seg til bardaga við Kedorlaomer, kongin í Elam, Tideal, kongin í Gojim, Amrafel, kongin í Sinear, og Arjok, kongin í Ellasar – 4 kongar móti 5. Men Siddimdalur var fullur av jarðbiksholum, og kongarnir í Sodoma og Gomorra, sum noyddust at halda undan, duttu í tey, men teir, ið eftir vóru, flýddu til fjals.“ Hesi støð við nógvum fólki vórðu løgd í oyði, sum sagt er frá í søguni um Sodoma í 1. Mós. 19. Fornfrøðin sigur eisini frá øgiligum hendingum, sum her hava farið fram um leið ár 2050 f.Kr. Bíblian sigur frá tyktandi hond HARRANS. Fornfrøðin sigur tað á tann hátt, at har hevur verið jarðskjálvti, sum saman við tí, ið jørðin har á leið er full av, hevur orsakað øgiliga spreinging, so har, sum sagt er frá, hevur regnað eldur og svávul. Eftir „Søgu“ Tacitusar og Josefusar „Bardagi jødanna“ vóru toftirnar av Sodoma og Gomorra enn sjónligar á døgum Nýggja Testamentis og enn ikki farnar heilt undir vatn.
Goren-Ha’atad(hebr. treskipláss við tornarunnin.) Í 1. Mós. 50 lesa vit um jarðarferð Jákups. Vit lesa í v. 9: „Bæði vagnar og hestmenn fóru avstað við honum – so at tað var ógvuliga stórur skari.“ V. 10: „Táið tey nú komu til Goren-Ha’atad, hinumegin Jordan, hildu tey har eina ovurhonds stóra og hátíðarliga deyðavenan – hann helt í 7 dagar syrgihátíð eftir faðir sín.“ V. 11: „Táið tey, sum búðu í landinum, Kána’anitar, sóu hesa syrgihátíð í Goren-Ha’atad, søgdu tey: Tað er ikki eiti av syrgihátíð, ið Egyptar har halda! – Av hesum fekk tað staðið navnið Abel-Mizrajim (q.v.); tað er hinumegin Jordan.“
GosenLandslutur í landnyrðingshorni Egyptalands. Er kallað „landið Gosen“ ella bara „Gosen“. So er tað eisini kallað „Landið Rameses“, og sagt er, at tað er besti parturin av landinum. 1. Mós. 47,11. Her búsettust Jákup og ætt hansara, meðan Jósef var ráðharri í Egyptalandi. 1. Mós. 46,28. Hetta var gott stað hjá hesum hirðafólkinum. Har var gott graslendi. Mundi vera kallað „Ramses“, tí Ramses II bygdi har á leið. Hann var kongur um 1290 til 1224 f.Kr. og bygdi í Pithom (Tell er Retabe) og Rameses (Zoan-Avaris-Tanis). Tanis varð kallað „Hús Ramsesar“ um leið 1300 til 1100 f.Kr.
   2. Josva 10,41: „Alt landið, líka úr Kadesj-Barnea til Gaza og allan landspartin Gosen, líka til Gibeon, legði Josva undir seg.“ Hetta Gosen man vera kallað eftir Gosen í Egyptalandi, haðani tey vóru komin.
   3. Býur í Judafjøllum. Josva 15,51: „Gosen, Holon og Gilo – 11 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.“
Gozan(hebr. fongur.) Býur í Norðurmesopotamia við ánna Habor, sum er ein tvørá til Eufrat. Hann var eystan fyri Haran og í útnyrðing úr Nineve. 2. Kong. 18,11: „Og kongurin í Assýria flutti Ísrael burtur til Assýria og læt tey búsetast í Hala, við Habor, ánna í Gozan, og í býum Media.“
Griðstaðir4. Mós. 35,10: „Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: Táið tit eru komin um Jordan og inn í Kána’ansland, skulu tit velja nakrar býir, ið skulu vera tykkum griðstaðir, so at manndrápari, sum av misgáum drepur onkun, kann flýggja hagar. Í hesum býum skulu tit hava rætt at leita tykkum skýli undan blóðhevnaranum, so manndráparin skal ikki lata lív, áðrenn hann hevur staðið fyri samkomuni til dóms.“ Teir skuldu vera 6 í tali, tríggir hvørjumegin Jordan, og skuldi hetta galda bæði fyri menn Ísraels og hinar fremmandu og innfluttu, sum búðu millum teirra. Hann, ið dripið hevði við vilja, skuldi lata liv, men var tað av misgáum, skuldi hann flýggja til ein av griðstøðunum og vera har, til høvuðspresturin var deyður.
      Griðstaðirnir vóru hesir: Kedesj í Galilea, í Naftalifjøllum, Sikem í Efra’imsfjøllum og Kirjat-Arba – tað er Hebron – í Judafjøllum. Hinumegin Jordan – sum rennur eystan fyri Jeriko – lótu teir: Av ætt Rubens Bezer í oyðimørkini, á slættlendinum, av ætt Gads Ramot í Gilead og av ætt Manasse Golan í Basan.
GrikkalandÍ Gamla Testamenti: Javan. Dán. 8,21.
      Í Nýggja Testamenti: Hellas. Áp. 20,2.
      Á døgum ápostlanna varð land kallað Akaia. Høvuðsstaðurin var Korint. Hetta var tað mesta av landinum, sum seinni hevur verið kallað Grikkaland. Undir dorisku fólkaflytingini komu akeararnir inn í landið, sum fekk navn eftir teimum. Teir vóru 12 smá ríki, sum tóku seg saman í felag. Halgidómur teirra var í býnum Aigion. Í elstu søguni gjørdu teir lítið um seg; teir vóru ikki við í bardaganum móti persarum; men tá Hellas kom meir undir fremmant vald, gjørdust akeararnir teir leiðandi. Ár 251 stovnaði herhøvdingi teirra Aratos hina akaisku samgonguna, og fyrstu øldina eftir tað ráddu teir øllum har. Teir bardust við Sparta, Makedonia og Róm. Í ári 146 f.Kr. komu rómverjar og løgdu alt Hellas undir seg, gjørdu hetta alt til ein lut av Róm og kallaðu hann Akaia. Á ápostladøgunum, tá Akaia fyrstu ferð verður nevnt í Bíbliuni, Áp. 18,12, var tað alt Hellas sunnan fyri Tessalia, sum so var kallað. Áp. 19,21; Róm. 15,26; 1. Tess. 1,7–8; 2. Kor. 9,2.
GudÍ Rómbrævinum 1,19 sigur Paulus: „Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.“ Bíblian byrjar við: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ Gud, sum var frá ævum, var til, áðrenn nakað var skapt. Tá Paulus talaði á Areopagus í Aten, segði hann: „Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara. Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: „Fyri ókendan Gud“. – Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.“ Áp. 17,22–23. Bæði Lukian úr Samosata (125–185) og Filostratus nevna altar við áskriftini aqnasto teo, „ókendan gud“.
      Í gamla sáttmálanum sigur Gud t.d. í 2. Mós. 20, har Hann gevur fólkinum boðini: „Tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg, men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.“
      Og í nýggja sáttmálanum. Jóh. 3,16: „Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt liv.“ Um navn Guds havi eg skrivað fyrr og skal ikki taka tað upp aftur her. Tað kom út í bókini „Mangan og á Mangan hátt“ í 1965. Útgevari var „Bókagrunnurin Halgirit“.
Gudgoda(hebr. skarð.) Fjørutinda staðið, fólk Ísraels gjørdu steðg. 5. Mós. 10,7: „Haðani fóru tey til Gudgoda, og úr Gudgoda til Jotbata, land við mongum løkjum.“ Staðið tykist vera núverandi Ghudhagid.
GudsspottanHetta var ringasta óbótagerð millum jødar, og fyri tað var deyðarevsing. Tann, sum slíkt hevði gjørt, skuldi vera steinaður. 3. Mós. 24,10–16. Í Gamla Testamenti er grovt ólýdni, vantrúgv og vanvirðing av tí at lýða orð HARRANS eisini roknað sum gudsspottan. Es. 1,4; Sálm. 10,3; Ezek. 20,27.
      Í Nýggja Testamenti vóru jødarnir ikki minni ídnir, tá tað galt gudsspottan. Tað var hetta, teir skuldsettu Jesus fyri. Fyrst tí Hann gav tilsøgn um syndafyrigeving og segði Seg vera Messias. Mark. 14,61–64. Stefanus varð eisini dømdur fyri gudsspottan. Áp. 6,11 og kap. at enda.
Guni(hebr. litaður.) 1. Mós. 46,24. Sonur Naftali. Ikki er vist, um hann var føddur, áðrenn tey fluttu til Egyptalands. Eftirkomarar hansara eru kallaðir Gunitaættin. 4. Mós. 26,48.
   2. 1. Krøn. 5,15: „Ahi, sonur Abdiel, son Guni, var høvd fedrahúsa teirra.“ Hesir vóru av ætt Gads.
Gur(hebr. tilhald.) Skarð ella stíggjur á vegnum úr Jizre’el til Bet-haggan. Vit lesa 2. Kong. 9, allan. Í v. 27 lesa vit: „Táið Ahazja judakongur sá hetta, flýddi hann og tók leiðina til Urtagarðshúsið; men Jehu helt eftir honum og rópti: Hann við – skjótið hann niður í vagninum! Og teir skutu hann í Gurstíggi við Jibleam, og hann flýddi til Megiddo og doyði har.“
Gur-Ba’al(hebr. tilhald Ba’als.) Stað í Arabia, q.v. 2. Krøn. 26,7: „Gud hjálpti honum móti Filistarum, móti Arabarunum, sum búðu í Gur-Ba’al, og móti Me’unitum.“