Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Fanuel(hebr. Penuel: andlit Guds.) Luk. 2,36. Anna, q.v.
Farao(egyptiskt frá Phra, t.e. sól.) Kongsheiti í Egyptalandi. Gamla Testamenti umtalar fleiri av kongum Egyptalands.
   1. Kongur í Egyptalandi á døgum Ábrahams. 1. Mós. 12,15–20. Av 12. kongsættini.
   2. Kongur á døgum Jósefs, av sekstandu kongsættini. Líkt er til, at hann var ein av Hyksus-kongunum. Hesir, sum egyptar kalla Hyksus, vóru fólk úr Asia, sum ráddu yvir stórum pørtum av Egyptalandi í árunum 1750 til 1580 f.Kr. Er hetta beint, æt hann Apapus III. Frá hansara tíð er ein gravskrift, sum sigur frá hungursárum, og at korn var savnað niðurfyri.
   3. Kongur, tá Móses varð føddur, um 1571 f.Kr. og helst nakað eftir tað. Hann man hava verið Totmes III. Funnir eru múrsteinar, sum merktir eru Totmes III, við hálmi og við ongum hálmi. 2. Mós. 5,14–20. (Teir blandaðu hálm í leirið, at tað skuldi hanga betur saman). Tá átjanda kongsættin byrjaði, og Farao Amosis I bardist móti hyksusfólkinum, óttaðust egyptar, at ísraelsmenn, ið nú vóru nógvir í tali, skuldu fara í part við teimum, og tóku sær tí fyri at plága fólk Ísraels við trælaarbeiði. 2. Mós. 1,7–22.
   4. Kongur í Egyptalandi, tá Móses kom aftur úr Midjan. Man hava verið Amenhotep II. Les um hann í 2. Mós. 2,1 til kap. 14,31, tá herur hansara varð druknaður í havinum.
   5. Kongur Egyptalands á døgum Sálomos. 1. Kong. 3,1: „Nú svágdi Sálomo seg við Farao, kongin í Egyptalandi – hann giftist við dóttur Farao.“
   6. Kongur í Egyptalandi, nevndur í 2. Kong. 17,4: „Men táið kongurin í Assýria kom eftir, at Hosea hevði spunnið í samansvørjing móti honum, við tað at hann hevði sent boð til So kong í Egyptalandi og læt ikki longur skatt til kongin í Assýria, sum hann áður hevði gjørt ár undan ári, setti kongurin í Assýria hann fastan og helt hann í fangahúsi.“ Í søguni er So kongur nevndur Sib’e, sum assýrarakongurin Sargon II vann á ár 720 f.Kr. tvey ár eftir, at hann hevði tikið Samaria.
      Es. 36,6: „Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, sum rennir seg inn í hond hansara, ið styðjar seg á hann! Slíkur er Farao, kongurin í Egyptalandi, øllum, ið líta á hann.“ Hesin Farao er nevndur í 2. Kong. 19,9: „So fekk hann (Rabsjake) tíðindi um, at Tirhaka kongur í Etiopia var hildin avstað at herja á hann.“ Hesin Tirhaka var hin seinasti av trimum kongum av etiopiskari ætt, sum undir 25. kongsættini ráddi í Egyptalandi.
   7. Farao Neko: (Neko sigist at týða lamni.) Vit lesa um hann í t.d. 2. Kong. 23,29: „Á døgum hansara (Josiasar) fór Farao Neko; kongurin í Egyptalandi, eystur at ánni Frat móti konginum í Assýria. Tá helt Josias kongur ímóti honum, men Neko drap hann við Megiddo, við tað sama, sum hann sá hann.“ So eisini í t.d. Jer. 46,2: „Um Egyptaland, um her Faraos Nekos kongs í Egyptalandi, sum stóð við ánna Eufrat, við Karkemis, og sum Nebukadnezar bábelskongur vann sigur á fjórða árið, ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið.“
   8. Farao Hofra: Sólprestur. Jer. 44,30: „So sigur HARRIN: Eg gevi Farao Hofra, kongin í Egyptalandi, í hendur fígginda hansara og í hendur teirra, sum liggja honum eftir lívinum, soleiðis sum Eg havi givið Zedekias kong í Juda í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, sum var fíggindi hansara og lá honum eftir lívinum.“ Nebukadnezar tók Egyptaland um ár 567 f.Kr.
   9. Farao Sjisjak: Kongur í Egyptalandi 945–924 f.Kr. Hann var fyrsti kongurin í 22. kongsættini. Egyptiska navn hansara var Shoshenk I. Jeroboam helt til hjá honum, tá hann var flýddur frá Sálomo. 1. Kong. 11,40. Fimta árið, Rehabeam sat við stýrið (927), fór Sjisjak móti Juda við stórum heri; hann tók fleiri býir og fór ímóti Jerúsalem, har hann gjørdi bart í templinum og kongshøllini. 1. Kong. 14,25; 2. Krøn. 12,2–9. Kann vera, at Jeroboam stóð aftan fyri hetta verkið, men samstundis var hetta revsing Guds yvir gudloysi fólksins. Jerúsalem slapp toluliga frá hesum, tí at kongur og høvdingar fólksins eyðmýktu seg fyri HARRANUM. V. 5–8.
      Í 2. Mós. kap. 2 lesa vit um „dóttur Farao“. Vit kenna øll søguna, men lesa kortini 2. Mós. 2,1–10. Hon æt Hatsepsut, dóttir til Totmes I. Í 1. Kong. 3,1 lesa vit, at Sálomo giftist við dóttur Farao. Hon hevur verið dóttir Farao Sisak, t.e. Egyptalandskongurin Shoshenk I av 22. kongsættini. Bitja, q.v. Árstølini í frásøgnini um kongar egypta, sum nevndir eru „Farao“, eru sett við fyrivarni. Í hesum eru søgumenn ikki á einum máli. Her er mest hugsað um, hvar og hvussu teir eru nevndir í Bíbliuni. Í Nýggja Testamenti finna vit navnið Farao í Áp. 7; Róm. 9,17 og Hebr. 11,24.
Farisearar(gr. úr áram. P’risja, á hebr. parusjim, skildir frá.) Navn á átrúnaðarflokki av jødum. Søguskrivarin Josefus sigur, at teir fóru at gera vart við seg um hálva aðru øld f.Kr., undir makkabearastríðnum. Flokkurin var samanrunnin av fólki, sum var ímóti allari útlendskari ávirkan og móti øllum landsmonnum við, sum vildu halla til útlendskan sið og gudsdýrkan. Antiokus Epifanes, q.v. Strev teirra var at kunna verða hitt sanna, reina Ísrael, sum HARRIN kravdi, og teir gjørdu tí nógv burturúr bøn, føstu og halgisiðum. Teir væntaðu komu ríkis Guds. Luk. 23,51. Av tí at teir veruliga livdu í gudrøknum strangleika, vóru teir høgt mettir millum fólk. Fyristøðumenn vóru teir í flestum viðurskiftum og eisini í ráðnum, Jóh. 12,42. Harrin Jesus gjørdi kortini vart við mong brek í atferð teirra. Til dømis roknaðu teir tað fyri halgibrot, at Hann hjálpti sjúkum sabbatsdagin. Hann minti teir á, at um eitt av kríatúrum teirra datt í brunn sabbatsdag, hjálptu teir tí uppúr aftur. Tá teir argaðust um, at Hann talaði orð lívsins, so at syndarar hildu seg nær hjá Honum, talaði Hann harðliga og revsandi til teir. Hann segði, at heilagleiki teirra var bara hykl og gerðir teirra lótir. Hann sigur um teir í Matt. 23,5: „Alt, ið teir gera, gera teir, fyri at menniskju skulu síggja tað; teir gera bønareimar sínar breiðar og duskar sínar stórar.“ Hesar bønareimar vóru leingjur av pergamenti við 4 stykkjum úr skriftini á: 5. Mós. 11,13–22; 5. Mós. 6,4–9; 2. Mós. 13,l l–16 og 2. Mós. 13,1–10. Hesi orð til Ísrael, sum HARRIN hevði talað til fedrarnar fyri at læra teir, hvussu vandaliga orð Hansara áttu at verða umgingin, tóku teir ov orðarætt eftir bókstavinum, t.d. vundu teir hesar leingjur um armin (vinstra), tá teir bóðu. 5. Mós. 11,18. Harrin segði, at hetta var fyri at tekkjast menniskjum. Kristin fólk áttu annars at tikið alt orð Harrans við slíkum álvara, sum Hann gav fólki Ísraels tað í 5. Mós. 11,18. Tað er myndarliga talað, men lætt skiljandi fyri sinnið, sum letur seg leiða av Honum, ið gav orðið í heimin.
Feliks(latín: glaður.) Rómverskur landshøvdingi í Judea, um 52 til 60 e.Kr. Hann æt Antonius Feliks. Klaudius keisari hevði sett hann í starvið har. Hann hevði verið trælur hjá Antoniu, móður Klaudiusar. Takitus, rómverskur søguskrivari, sigur um hann: „Í síni grimd nýtti hann myndugleika sín sum kongur, við sinni sum trælur.“ Vit kenna hann frá Áp. kap. 23 og 24. Hann hevði Paulus í fangahúsi í Kesarea í tvey ár, tí hann hevði væntað at fáa loysipening fyri hann.
Festus(latín: fróur.) Landshøvdingi í Judea. Eftirmaður Feliks, um ár 60 e.Kr. Hetta var, meðan Nero var keisari í Róm. Festus er umtalaður sum góður maður í starvi sínum. Hann var av gamlari ráðharraætt í Róm. Longu tríggjar dagar eftir, at hann hevði tikið við landshøvdingaembætinum, klaga jødarnir Paulus fyri honum. Hetta fáa vit alt at vita um við at lesa Áp. kap. 25 og 26.
Filadelfia(gr. bróðurkærleiki.) Býur í Lydia í Lítla Asia, um 50 km sunnan fyri Sardes við fjallið Tmolus. Har var kristin samkoma, kend fyri trúgv og tol. Op. 3,7–10. Jóhannes skrivaði eitt av sjey brøvum sínum til samkomuna har. Op. 1,11.
Filemon(gr. elskandi.) Kristin maður í Kolosse. Hann man hava verið umvendur við prædiku Paulusar. Filemon 19. Onesimus, trælur hansara, var rýmdur til Róm. Letur til, at hann hevði lumpað harra sín á onkran hátt, v. 18. Í Róm kom hann til umvendingar við vitnisburði Paulusar, sum eftir hetta sendi hann aftur til harra hansara, v. 16: „Ikki sum træl longur, men sum meir enn træl, sum elskaðan bróður. Tað er hann mær á serligan hátt, og hvussu mikið meiri tá ikki tær – bæði í holdinum og í Harranum!“ Les Filemon v. 1–25. Her er bert ein kapitul.
Filetus(gr. elskaður.) 2. Tim. 2,16: „Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi, og orð teirra koma at eta um seg sum kreft. Millum teirra eru Hýmeneus og Filetus.“
Filip(gr. Filipos, t.e. góður við hestar.) Ápostul, ættaður úr Betsaida í Galilea. Jóh. 1,45; 12,21. Ikki nógv er sagt um hann í skriftini, men vit lesa í Jóh. 1,44: „Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og hann hitti Filip. Jesus segði við hann: Fylg Mær! Filip var úr Betsaida, býnum, sum Andrias og Pætur vóru úr. Filip hitti Natanael og segði við hann: Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, Son Jósef, úr Nazaret! Natanael segði við hann: Kann nakað gott vera úr Nazaret? Filip svaraði honum: Kom og síggj!“ So hitta vit Filip aftur, tá Harrin kallar hinar 12 ápostlarnar. Matt. 10,2–3. Vit hitta Filip aftur ein dagin, hann og hinir lærisveinarnir vóru við Jesusi, og nógv fólk var komið til teirra. Jóh. 6,5. Harrin segði við Filip: „Hvar skulu vit keypa breyð, so hesi kunnu fáa at eta? Hetta segði Hann fyri at royna hann; tí Hann visti sjálvur, hvat Hann fór at gera.“ Filip, og okkum við, kann mangt tykjast ógjørligt, og er tað eisini, um ikki Harrin sjálvur er við í verkinum. So hitta vit hann aftur, tá nakrir grikkar komu og søgdu við hann: „Harri, vit høvdu fegin viljað sæð Jesus!“ Jóh. 12,21. Hann fór og segði Andriasi frá, og so fóru teir báðir og søgdu tað við Jesus. Betri tveir enn ein, hevði Hann sjálvur lært teir. So lesa vit í Jóh. 14,8: „Filip segði við Hann: Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið.“ Eusebios, biskupur í Kesarea um 265 til 340 e.Kr., sigur um Filip ápostul: „Hann var eitt stórt ljós í Asia.“
   2. Evangelistur. Fyrstu ferð nevndur í Áp. 6,5, har hann er ein av teimum, ið valdir vórðu til serligt starv, sum vit lesa um í kap. 6,1–6. Í kap. 8,5–25 lesa vit um viðurskiftini millum Filip og Símun, sum fyrr hevði fingist við gand. Í Áp. 8,26 lesa vit um, at Harrin sendir Filip oman á vegin, ið gongur úr Jerúsalem til Gaza. Har hittir hann hirðmann hjá Kandake, drotning í Etiopia, sum við miklum áhuga lesur Esaias profet, men skilir hann ikki. Filip kunnger fyri honum frá hesum skriftorði evangeliið um Jesus. Etioparin tók við boðskapinum og bað um dóp, tá teir komu til vatn. Teir fóru báðir niður í vatnið, og hann doypti hann har, v. 38. Gott og væl 15 ár eftir hetta hitta vit Filip aftur. Áp. 21,8.
      Paulus er á ferð til Jerúsalems. Teir koma til Kesarea og fóru inn hjá Filipi evangelisti – hann var ein av hinum sjey – vit lesa til v. 17. Hetta er seinasta ferðin, Filip er nevndur.
   3. Sonur Heródes hin Stóra, fjórðingshøvdingi í Iturea og Trakonitis. Hann umbygdi býin Paneas og kallaði hann Kesarea Filippi. Q.v. Luk. 3,1.
   4. Sonur Heródes hin Stóra við Mariamnu. Faðir hansara gjørdi hann arvaleysan, og hann búði í Róm. Um konu hansara, Heródias, les Mark. 6,17; Matt. 14,3.
FilippiBýur í Makedonia, nær markinum til Trakia. Býurin æt fyrr Krenidis, men varð nú kallaður Filippi eftir Filip kongi, sum var faðir Aleksanders stóra. Paulus ápostul stovnaði her fyrstu samkomuna í Europa. Umleið 12 km frá býnum, sum hann tá var til støddar, rennur á, sum ikki at ivast í er hin sama, sum nevnd er í Áp. 16,9–13.
Filippibrævið„Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi.“ Boðskapurin: Fram um alt einleiki teirra kristnu. Skrivað helst ár 64 í fongsli, sent við Epafroditusi.
   1. Heilsan til øll hini heiløgu, 1,1–2.
   2. Bøn fyri øllum, 1,3–11.
   3. Kristus dýrmettur gjøgnum líðingar Paulusar, og eggjan til øll um at standa føst, 1,12–30.
   4. Kristi eyðmjúkleiki fyri øll, kap. 2.
   5. Ávaringar til øll, kap. 3.
   6. Áminningar til øll, 4,1–20.
   7. Heilsanir frá øllum og til øll, 4,21–23.
FilistararFólkaslag, sum búði við strondina á útsynningshorninum á Palestina, millum Joppe og Gaza. Land teirra var um 80 km suður og norður og um 23 km tvørturum. Land teirra var sundurbýtt í býstatir, sum Asdod, Askalon, Ekron, Gat og Gaza. Fyrstu ferð, Filistarar eru nevndir, er á innskrift frá døgum Ramses III um 1200 f.Kr. Fólkið tykist hava verið av indogermansku ættini og innflutt har á strondina úr Lítla Asia ella av Balkan. 1. Sám. 30,14 kallar teir Kretar, og kunnu teir hava verið í ætt við teir, ið har búðu og eisini vóru innflytarar norðaneftir.
      Stríð var mangan millum teir og Ísrael, men eftir hendingina, vit lesa um í 2. Sám. 5,17 o.s.fr. og 8,1 o.s.fr., tykjast teir at hava gjørt lítið um seg. Í stríðnum við Assýrialand í 8. og 7. øld f.Kr. vóru teir í parti við ymsum av pørtunum. Høvuðsgudar teirra vóru Dagon, q.v., og Ba’al Zebub.
Filologus(gr. sum dámar at tala.) Kristin maður í Róm, sum Paulus letur heilsa. Róm. 16,15.
Flegos(gr. brennandi.) Ein annar kristin maður í Róm, sum Paulus letur heilsa. Róm. 16,14.
Fráfallið2. Tess. 2,3: „Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin.“ Hesin núverandi uppreistur í heiminum móti Harranum, tá talan er um Hann sum skapara heimsins, og tá talan er um Hann, at Hann stýrir og uppiheldur øllum. Uppreisturin móti tí, at Kristus er frelsari heimsins, og ævigt lív fæst við trúgv á Hann. Mótviljin móti virki Andans og kunngering gleðiboðskaparins, vanvirðingin av boðum og fyriskipanum Harrans fer at búnast, sum tíðin líðir, og endar, sum sagt er frá í Op. 13,1–9. V. 5: „Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir.“ Hetta fer alt at enda við, at Antikrist stígur fram sum Satans seinasta umboð her á foldum.
FráhaldÍ Ísrael var fráhald týdningarmikið. Hetta kundi vera viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum. Í 4. Mós. 30: „Táið maður ger HARRANUM lyfti ella svør eið, sum hann bindur seg við til fráhald í einum ella øðrum, so skal hann ikki bróta orð sítt; alt tað, ið hann hevur sagt, skal hann gera“ o.s.fr. Hetta galt serliga profetar og nazarearar, q.v. Føstutíðir vórðu hildnar við fráhaldi frá mati, drekka, hvílu og slíkum, sum hoyrir til lívið. Vit lesa um menniskju, sum fastaðu. Luk. 2,36: „Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað 7 ár við manni sínum, frá tí hon var moyggj, og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.“ Í Nýggja Testamenti hevur fráhald stórt pláss og verður roknað millum kristnar dygdir í 2. Pæt. 1,5: „Leggið tykkum tí júst eina við, í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap, í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta.“ Gal. 5,22: „Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald.“ Kristiligt fráhald er at halda seg frá øllum, sum synd er, og øllum, sum ivasamt er; frá tí, sum í sjálvum sær er loyvt, men sum kann tarna andaligum vøkstri og trivnaði.
FratEufrat, q.v.
FrýgiaLandspartur í Lítla Asia. Áp. 2,10. Líkt er til, at tað einaferð var stórur partur av Lítla Asia. Á døgum ápostlanna var tað býtt sundur í tvey; landsparturin, sum hoyrdi til Asia, og hin til Galatia. Rómverjar býttu tað sundur í tríggjar partar: Frýgia Salutaris, eystast, Frýgia Pakatiana, vestast, og Frýgia Katakekaumene (hitt brenda) í miðjuni, tí har vóru eldgos. Har, ið Frýgia verður nevnt í Nýggja Testamenti, er tað hitt stóra Frýgia. Tá tað verður nevnt í Áp. 2,10, er talan um fólk av teimum leiðunum. Markini har vóru skiftandi frá tíð til tíð.
Fýgelus(gr. flóttamaður.) 2. Tim. 1,15: „Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes.“
Føbe(skínandi, mánin.) Róm. 16,1–2: „Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea. Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heiløgu sømir …“ o.s.fr.
Fønikia(pálmaland.) Landið fram við strondini á landnyrðingshorninum á Miðjarðarhavinum. Eysturmarkið var Libanonsfjøllini og í landsynning Galileahæddirnar. Væl kent í søguni av miklu handilsstøðunum: Týrus, Sidon, Byblos og Arvad, Langt og smalt land. Nevnt í Áp. 11,19; 15,3; 21,2.
Føniks(pálmar.) Áp. 27,12: „Og við tað at havnin hóskaði ikki væl til vetrarlegu, mældu teir flestu til at fara haðani við og vita, um teir kundu kanska vinna fram og taka vetrarlegu í Føniks, havn í Kreta, sum vendir ímóti útsynningi og útnyrðingi.“
FøstaFráhald, q.v.