Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Ebal(hebr. bert, grýtut.) Ein av sonum Sjobals, sonar Se’ir horit í Edom. 1. Mós. 36,23; 1. Krøn. 1,40.
   2. Fjall yvir av Garizim, 5. Mós. 11,29; Josva 8,30. Nútíðarnavnið er Jebel Eslamiyeh, um 980 m høgt. Vit lesa um fjøllini Ebal og Garizim t.d. í 5. Mós. 27. Vit lesa allan kapitulin og minnast til Hann, sum keypti okkum frá banni lógarinnar, tá Hann varð bann fyri okkum. Gal. 3,13.
Ebed(hebr. trælur, tænari.) Faðir Ga’al, sum fremstur var at fáa sikemsmenn at gera uppreistur móti Abimelek. Dóm. 9,22–57.
Ebed-Melek(hebr. trælur kongs.) Etiopari, tænari við kongshøll Zedekiasar. Hann segði kongi frá, hvussu Jeremias var staddur í brunninum, teir nýttu til fangahús. Hann fekk so boð um at taka menn við sær og draga hann upp haðani. Jeremias 38,6–13.
Eben-Ezer(hebr. hjálpisteinur.) 1. Sám 7,11–12: „Og menn Ísraels gjørdu álop úr Mizpa, hildu eftir Filistarum og høgdu teir niður líka til niðan fyri Bet-Kar. Nú tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum.“
Eber(hebr. hinumegin.) Sonur Sjala og faðir Peleg. Triði maður frá Sem. Sagdur at vera ættarfaðir hebreara. 1. Mós. 10,21; 4. Mós. 24,24; Luk. 3,35.
   2. 1. Krøn. 8,12: Synir Elpa’al vóru Eber, Misj’am, Semer – hann, sum bygdi Ono og Lod við bygdunum, ið til hoyrdu. Ár 535 f.Kr.
   3. Ein av ættarhøvdingunum millum prestarnar, umtalaðir í Nehem. 12,20: „fyri Sallai: Kallai; fyri Amok: Eber;“
Ebez(hebr. skyggjandi.) Býur í Issakar. 16 býir, har ímillum Ebez, eru roknaðir upp við bygdunum, ið til hoyrdu. Josva 19,17–22.
Ebjasaf= Abiasaf, q.v. 1. Krøn. 6,23.
Ebjatar= Abjatar, q.v. 1. Krøn. 15,11.
Ebron= Hebron, q.v. Josva 19,28.
Eden(vakurleiki.) 1. Mós. 2,8: „Síðani plantaði Gud HARRIN urtagarð í Eden, úti eysturi, og har setti Hann menniskjað, sum Hann hevði myndað.“ Eftir áunum, har eru nevndar, sæst á leið, hvar tað var, men ikki er møguligt at vísa á sjálvt staðið. Áirnar hava streymað oman í Persaraflógvan í túsundtals ár. Tær hava broytt landið og leið sína. Frøðingarnir halda, at landið man ganga millum 4 og 5 hundrað kilometrar longri út enn tá. Fornfrøðingar halda tó, at upprunastað mannaættarinnar er har um Eufrat-Tigris leiðina. Hendingarnar í sambandi við mannin og kvinnuna í Eden lesa vit um í 1. Mós. 3,1–24. Hygg Ádam.
   2. Ein av býunum, ið nevndir eru, sum handlaðu við Týrus. Ezek. 27,23. Umtalaður eisini í Es. 37,12.
   3. Sonur Jóa. Ein av levitunum, sum tóku undir við Ezekias kongi, tá hann segði við teir: „Latið tí nú ikki íðinskap vanta hjá tykkum.“ 2. Krøn. 29,11–12. Kann vera hin sami, sum nevndur er í 2. Krøn. 31,15.
Eder(hebr. fylgi, fenaður.) Býur í Juda við markið móti Edom. Josva 15,21.
   2. Annar nevndi av eftirkomarum Musji í 1. Krøn. 23,23.
Edom(hebr. reytt.) Navn, givið Esau, q.v., tí hann seldi frumburðarrætt sín fyri reyðar linsur.
Edom ella IdumeaVar suðurmark Ísraelslands. 4 Mós. 34,3. Landið varð eisini kallað „Se’irsfjøll“. Tað lá á vegnum hjá fólki Ísraels úr Sinai til Kadesj-Barnea, eystan fyri Arabaláglendið. Norðan fyri Edom var Móab; markið tykist at hava verið áin Zered. 5. Mós. 2,13.
EdomitarVóru eftirkomarar Esaus ella Edoms, sum hann eisini er kallaður. Teir høvdu rikið upprunaligu íbúgvarnar, ið nevndust horitar, úr landinum. Í 1. Mós. 36 frá v. 31 stendur: „Kongarnir, ið ráddu í Edomslandi, áðrenn ísraelsmenn fingu kongar, vóru hesir: „… Teir eru so roknaðir upp til kap. 36 at enda. Teir eru eisini kallaðir ættarhøvdingar. Ósemjan millum brøðurnar Esau og Jákup frá hendingini, at Jákupi ognaðist frumburðarrættin, tykist ikki enn burturgloymd, tá fólk Ísraels kom at landamarki edomita og bønaði teir um at sleppa at ganga eftir vegnum gjøgnum land teirra. Hesa bøn noktaðu teir teimum og hóttu við vápnum, um teir komu, so hetta varð av ongum. Eftir hetta hoyra vit einki aftur til edomitar í 400 ár. Tá lesa vit í 1. Sám. 14,47, at Saul bardist við og vann á fíggindum sínum, millum aðrar edomitar. Nøkur og fjørutu ár eftir hetta gjørdu Dávid og herhøvdingi hansara, Jóab, av við alt mannkyn í Edom. 1. Kong. 11,15. Framhald av hesum lesa vit undir navninum Hadad, q.v.
Edre’i(hebr. sterkur, veldigur.) Víggirdur staður, norðarlaga í landinum, nær við Kadesj og Hazor. Josva 19,37.
   2. Ein av høvuðsbýunum í Basan. Josva 12,4. Hetta var staðið, har Og kongur varð álopin og gjørdur til einkis. Hesin sjáldsami staður er seinni funnin og kannaður. Har er mangt ófatiligt at finna. Djúpt undir jørð hava verið skýli at flýggja til, tá herjað varð á í erva. Hesi skýli, stór sum býir, siga fornfrøðingarnir, eru um 20 til 25 m undir jørðini. (Leysliga endurgivið og stytt frá: Harpes: Bibl. and mod. dis.)
Efa(hebr. myrkur.) 1. Mós. 25,4; 1. Krøn. 1,33. Hin fyrst nevndi av 4 sonum Midjans. Eftirkomarar hansara nevnast millum ættirnar, sum umtalaðar eru í Es. 60,6–7. Teir tykjast at hava hildið til við eysturstrond Elamitaflógvans.
   2. Hjákona Kalebs, sonar Hezrons, av ætt Juda. 1. Krøn. 2,46.
   3. Ein av sonum Jedai. 1. Krøn. 2,47.
   4. Kornmát. Efa var 10 omer, tils. 36,4 litrar. 2. Mós. 16,36.
Efer(hebr. ungur hjørtur.) 1. Mós. 25,4; 1. Krøn. 1,33. Annar nevndi av 4 sonum Midjans, sum var sonur Ábraham við Keturu.
   2. Ísraelsmaður av ætt Juda, helst av fólki Kalebs, sonar Jefunne.
   3. Ein teirra, ið nevndir vórðu: „høvd fedrahús teirra … men teir vístu Fedragudi sínum ótrúskap.“ 1. Krøn. 5,24–25. Hetta endaði við, at Tilgat-Pilneser, assýriakongur, flutti teir og ættarfólk teirra burtur úr arvaluti teirra; rubenitar, gaditar og hálva ætt Manasse.
Efes-Dammim(hebr. blóðmark.) 1. Sám. 17,1. Stað millum Soko og Azeka. Navnið hevði tað fingið av stríðnum millum ísraelsmenn og filistarar. Nú kallað Beit Fased, t.e. hús bløðandi. Í 1. Krøn. 11,13 kallað Pas-Dammim.
EfesusFornaldarbýur í Lítla Asia, nær við ósan, har áin Kaistros rennur út í víkina Kusadasi. Grikkar áttu hann í ellivtu øld f.Kr. Kom undir rómverjar 133 f.Kr. Var av mætastu handilsstøðum teirra. Er nú so at siga avtoftaður. Við núverandi bygdina Ajasoluk eru toftirnar av tí viðgitna Artemistemplinum, sum vit lesa um í Áp. 19,23 o.fr. Demetrius, q.v.
EfesusbræviðHetta er eitt av fínastu og vakrastu brøvum Paulusar og serstakliga ópersónligt. Her verður gloppið millum Gud og menniskja útfylt, við tað at samkoman verður sett fram sum likam Kristusar og við teirri mynd, at samkoman er brúðurin, Kristus brúðgómurin, sum elskar hana og ofrar seg sjálvan fyri hana. Av flestu brøvum Paulusar sæst orsøkin, hví tey eru skrivað, men so er ikki við Efesusbrævinum. Helst man vera, at ápostulin kennir, at hann skjótt hevur riðið hin seinasta stormin av og av tí her lyftir samkomu Guds upp á hægstu hæddir, hon kann røkka her á fold.
   A. Viðvíkjandi læru:
   1. Heilsan til likamslimir, kap. 1,1–2.
   2. Signingar limanna, kap. 1,3–14.
   3. Bøn fyri teimum, kap. 1,15–21.’,
   4. Kristus, høvur, kap. 1,22–23.
   5. Hvussu vorðin til limir, kap. 2,1–10.
   6. Tætt og signað samanbundnir, kap. 2,11–22.
   7. Heidningar eisini likamslimir, kap. 3.
   B. Viðvíkjandi atferð.
   1. Einleiki likamsins, kap. 4,1–3.
   2. Einandi kreftir likamsins, kap. 4,4–6.
   3. Menning limanna, kap. 4,7–16.
   4. Skyldur limanna, kap. 4,17; 6,20.
   C. Endi.
   1. Persónlig viðurskifti, kap. 6,21–22.
   2. Friðlýsing, kap. 6,23–24.
      Loysnarorð, kap. 1,22–23; 5,30. Skrivað ár 62 ella 64 í fongsli, sent við Týkikus. Kap. 6,21.
      Tvær ferðir nevnir høvundurin seg við navni, kap. 1,1; 3, l.
Efial(hebr. dómur.) Maður av ætt Juda, sonur Zabad. 1. Krøn. 2,37.
Efod(hebr. loynt, gátuført.) Faðir høvdingan Hanniel, í ætt Manasse. 4 Mós. 34,23.
Efra’im(hebr. dupult grøði.) Yngri sonur Jósefs við Asenat, dóttur Potefera, prestin í On. Efra’im er føddur í Egyptalandi tey árini, ið yvirflóð var í landinum, 1. Mós. 41,52, um ár 1880 f.Kr. Fyrsta hending, vit lesa um í lívi hansara, er í 1. Mós. 48,17, tá Jákup signaði synir Jósefs og setti Efra’im fram um Manasse. Jósef fekk at síggja børn Efra’ims í triðja lið. Um hesa tíðina man hendingin, sum umtalað er í 1. Krøn. 7,21, hava farið fram, sum endar við, at Efra’im fekk son, sum hann kallaði Beria, t.e. vanlukka. Ætt Efra’ims var, tá fólkið varð talt við Sinai, fjøruti túsund og fimm hundrað, hin tíggjunda av teimum tólv í fólkatali. Tá fólkið varð talt aðru ferð, 4. Mós. 26,37, vóru teir tríatitvey túsund og fimm hundrað, hin tólvta í fólkatali. Á ferðini um oyðimørkina høvdu ættir Jósefs og Benjamins tilhald við vestursíðu tabernakulsins, 4. Mós. 2,18–24, og høvd fedrahús Efra’ims var Elisjama, sonur Ammihud. Millum teirra, ið sendir vóru at kanna Kána’ansland, var av ætt Efra’ims Hosea, sonur Nun. Móses broytti navn hansara til Josva, sum er okkum væl kent. 4. Mós. 13,16. Lutur Efra’ims var miðjan av landinum um 30–40 km eystur og vestur, men nógv styttri suður og norður. Við norðurmark teirra búði hálv ætt Manasse, og við markið suðureftir Benjamin og Dan. Josva 16,15; 18,17; 1. Krøn. 7,28–29.
      Tabernaklið varð sett upp í Silo í Efra’im, Josva 18,1. Hetta var á onkran hátt framstig fyri ættina. Av orðalagi teirra letur til, at teir hava kent seg eitt sindur stórar av hesum. Dóm. 8,1–3; Dóm. 7,24–25. Les eisini Dóm. 12,1–6. Meir er sagt um hetta í 2. Sám. 2,8–9; Sálm. 60; 2. Sám. 19,40–43. Eftir herleiðingina búði fólk av benjaminitum í Jerúsalem. 1. Krøn. 9,3. Samanber Nehem. 11.
   2. Býur nær oyðimørkini í landnyrðing úr Jerúsalem. Harrin dvaldi har við lærisveinum sínum. Jóh. 11,54. Staðið er nú kallað et Taiyibe.
Efra’imitarEftirkomarar ættarfaðirsins Efra’ims. Josva 16,10. Dóm. 12,4–6.
Efra’imsfjøllEisini kallað við øðrum nøvnum sum Samariafjøll, Jer. 31,5–6; Amos 3,9. Í Dómarabókini 2,8–9 lesa vit: „Men tænari HARRANS Josva, sonur Nun, doyði, táið hann var 110 ár; og teir jarðaðu hann í arvaluti hansara, í Timnat-Heres í Efra’imsfjøllum, norðan fyri Ga’asfjall.“
Efra’imsporturEitt av portrum Jerúsalems. 2. Kong. 14,13; 2. Krøn. 25,23.
Efra’imsskógurÍ 2. Sám. 18,6 lesa vit: „Síðani helt alt fólkið avstað í bardaga við Ísrael, og bardagin kom at standa í Efra’imsskógi.“ Av frásøgnini sæst, at staðið var eystan fyri Jordan.
EfrataGamalt navn á Betlehem í Juda. 1. Mós. 35,16–19; 48,7; Rutt 4,11.
   2. Seinna kona Kaleb, son Hezron; hon átti sonin Hur. 1. Krøn. 2,19.
Efron(hebr. sum ungur hjørtur frá „ofra“, t.e. honhjørtur.) Sonur Zohar, Hetiturin, sum Ábraham keypti markina frá við hellinum, sum sagt er frá í 1. Mós. 23,19: „Síðani jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum á Makpelamark, beint yvir av Mamre, tað er Hebron, í Kána’anslandi.“
Egla(hebr. kvígukálvur.) Ein av konum Dávids, meðan hann búði í Hebron. Hon átti honum sonin Jitream. 2. Sám. 3,5.
Eglajim(hebr. dupultkelda, tvær keldur.) Es. 15,8. Í Ezekiel 47,10 stavað En-Eglajim við umleið sama týdningi. Les Ezekiel 47, allan. Hetta her nevnda staðið kallast nú Áin Hajla, norðan fyri Deyða Havið, vestan fyri Jordan.
EgyptalandÁ hebr. Mizrajim, sum er dual (tvítal) av mazor, t.e. reyð móra – R. Young. Verður sjáldan nevnt í eintali. Egyptar í gomlum døgum nevndu landið Kemet, t.e. hitt myrka landið, eftir Nilánni, sum tykist dimm á liti afturimóti hinum reyða sandinum (M. Unger). Vanliga nýtta navnið var tá Toui, t.e. tey tvey londini; ovara og niðara Egyptaland. Kána’anitar kallaðu landið Misri. Arabarar kalla tað Misr. Grikkar kallaðu tað Aigyptos heilt frá Homers døgum um 800 f.Kr. Manetho, sum var prestur í Heliopolis um ár 300 f.Kr., skrivaði søgu Egyptalands á grikskum máli frá elstu tíðum, til persarar tóku landið. Hann býtir søguna sundur í 30 kongsættir frá umleið 2900 f.Kr. Nútímans vitan um hetta er frá jarðfrøðiligum kanningum. Eftir kanningum fór Jákup við húsfólki sínum til Egyptalands umleið ár 1871 f.Kr. í tíðarskeiðinum, ið kallað verður hin tólvta kongsættin av Miðríkinum. Fyrst var Ábraham flýddur hagar undan hungursneyð. 1. Mós. 12,10, og tá gamli Jákup við fólki sínum fór til Egyptalands, var tað undir líknandi umstøðum. Jarðfrøðin sigur frá mongum prógvum um, at Ísrael var í Egyptalandi, millum annað mong mansnøvn, sum Móses, Assir, Pasjur, Hofni, Pineas, Merari og Putiel. Hesir vóru allir egyptar. So er tað eisini kána’anitisku staðarnøvnini við Nilósan, sum Sukkot, 2. Mós. 12,37; Ba’al Zefon, 2. Mós. 14,2; Migdol, 2. Mós. 14,2; Zilu, og helst eisini Gosen, 2. Mós. 8,22 og 9,26. (W. F. Albright: From the Stone Age to Christianity.)
      Sonur og eftirmaður Ramses II, sum æt Merenfta, reisti sær sigurssúlu. Henda súlan, funnin í gravtempli Faraos í Teben, hevur innskrift, sum er 28 tættar reglur, har sagt er frá sigrum hansara yvir fíggindunum. Har verður Ísrael fyrstu ferð umrøtt uttan fyri Bíbliuna. Frásøgnin endar nakað soleiðis:
      „Askalon er tikin til fanga,
      Gezer er yvirvunnið
      Janoam er viðfarið, sum tað ikki hevði verið til.
      Fólk Ísraels er oyðið, tað hevur einki avkom.
      Palestina er vorðið fyri Egyptaland ein einkja.
      Øll lond eru sameind; tey halda frið.
      Marenfta kongur bindur øll tey, sum gera uppreistur.
      Hann gevur lív sum Ra.“
   Ísrael hevði eisini onnur viðurskifti við Egyptaland: Sálomo kongur giftist við kongsdóttur úr Egyptalandi. Á døgum Jeremiasar, tá Jerúsalem stóð til at falla, ávaraði hann fólkið, at tey máttu ikki seta álit sítt á Egyptaland.
      Eftir at fólkið var burturflutt og Gedalja, q.v., var dripin, rýmdu tey, ið eftir vóru, til Egyptalands við Jeremiasi. Seinni í tíðini, eftir at Alexander hin Stóri var deyður, fluttu nógvir jødar til Egyptalands at búgva, serliga til Alexandria, har ptolemearnir høvdu gjørt tað lagaligt at vera. Í heimssøguni er Egyptaland nógv umtalað.
Egyptalandsá4. Mós. 34,5. Nú kallað Wadi el-Arisj. Grunt áarfar við suðurmark Juda. Í regntíðini rennur vatnið henda vegin úr oyðimørkini Paran í Miðjarðarhavið. Hetta er markið millum Juda og Sinai.
Ehi(hebr. semja.) 1. Mós. 46,21. Ein sonur Benjamin.
Ehud(hebr. sameining.) 1. Krøn. 8,6: „Hesir vóru synir Ehud – teir vóru ættarhøvdingar millum teirra, sum búðu í Geba, og sum vórðu flutt burtur til Manahat.“ Les 1. Krøn. 8,1–7.
   2. Hin triði nevndi av sonum Bilhan, syni Jediael, sum var abbasonur ættarfaðirin Jákup.
   3. Dómari í Ísrael, eftirkomari Gera av ætt Benjamins. Navnið Gera er vanligt í Benjamin. l. Mós. 46,21; 2. Sám. 16,5; 1. Krøn. 8,3–5. Søguna um Ehud lesa vit í Dóm. 3,12–30: „Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Tá læt HARRIN Eglon = kongin í Móab, fáa vald yvir Ísrael – aftur fyri at tey gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Hann fekk við sær Ammonitar og Amalekitar, fór út og vann sigur á Ísrael og tók Pálmastaðin. Undir Eglon, konginum í Móab, stóðu Ísraelsmenn 18 ár. Men táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN, læt HARRIN hjálparmann stíga fram millum teirra, Ehud Benjaminit, son Gera, sum var lámur. Táið Ísraelsmenn einaferð sendu Ehud við skatti til Eglon, kongin í Móab, gjørdi hann sær tvíeggjað svørð, gomed (úti við 50 cm) langt, og bant sær tað við høgru lið undir klæðunum. Síðani fekk hann Eglon, konginum í Móab, skattin. Eglon var ovurhonds feitur maður. Táið hann nú hevði borið fram skattin, fylgdi hann teimum, ið borið hann høvdu, á leið, men sjálvur vendi hann aftur við Pesilim við Gilgal og læt siga: Kongurin, eg havi loyndarboð at bera tær!
      Tá bað hann hann tiga, inntil øll, ið rundan um hann stóðu, vóru útfarin. Ehud kom tá inn til hansara, og hann sat einsamallur í hinum svala taksali sínum. Ehud segði: Eg havi orð frá Gudi til tín! Tá reisti hann seg úr sessinum. Men Ehud rætti út vinstru hond, dró svørðið undan høgru lið og rendi tað í búk hansara, so at ikki bert blaðið fór inn, men handfangið við, og blaðið fjaldist av ístrinum, tí hann dró ikki svørðið út úr aftur búki hansara; tað kom út fyri aftan. Ehud fór so út í súlugongina, og hann læt aftur dyr taksalsins eftir sær og læsti tær. Táið hann var farin avstað, komu tænararnir; men táið teir sóu, at dyr taksalsins vóru læstar, søgdu teir: Hann man hava síni egnu ørindi at gera inni í tí svala kamarinum! Teir bíðaðu nú ógvuliga leingi, men hann læt ikki upp dyr taksalsins; tá fóru teir eftir lyklinum og lótu upp – og fingu tá at síggja, at harri teirra lá deyður á gólvinum. Men Ehud slapp burtur, meðan teir drálaðu; hann var longu komin um Pesilim og náddi til Se’ira. Táið hann var komin hagar, blásti hann í horn á Efra’imsfjalli; tá hildu Ísraelsmenn oman av fjøllunum við honum á odda. Hann segði við teir: Skundið tykkum aftan á mær, tí HARRIN hevur givið fíggindar tykkara, Móabitar, í hendur tykkara! So fylgdu teir eftir honum oman og tóku øll vaðini um Jordan frá Móabitum og lótu ikki ein sleppa yvirum. Teir høgdu tá niður einar 10 000 Móabitar, sum allir vóru sterkir og djarvir menn; ikki ein slapp. Soleiðis varð Móab ta ferðina kúgað undir hond Ísraels. Og landið hevði frið í 80 ár.“
Eker(hebr. planturót. Týdningurin er: Upptikin og sett aftur á øðrum staði.) 1. Krøn. 2,27. Hin yngsti av trimum sonum Rams, ið var abbasonur Hezron.
Ekron(hebr. umsett til mangt ymist: Ljós, geislar, útflytan, uppskrætt, o.a.) Býur, um 17 km norðan fyri Gat. Ein av teim 5 høvuðsbýum filistara. Ymiskir høvdu hann: Juda: Josva 13,3; Dan: Josva 19,43; filistarar: 1. Sám. 5,10. Gudurin Ba’al Zebub varð dýrkaður har. 2. Kong. 1,2.
Ela(hebr. eikitræ.) Ein av ættarhøvdingum Edoms. 1. Krøn. 1,52.
   2. Faðir Sime’i í ætt Benjamins, sum var ein av fútum Sálomos.
   3. Sonur og eftirmaður Baesa kongs í Ísrael. Hann var kongur 2 ár í Tirza. Tá fekk tænari hansara Zimri, sum var høvuðsmaður yvir aðrari helvtini av hervagnunum, samansvørjing í lag móti honum; og einaferð hann í Tirza hevði drukkið seg fullan inni hjá Azra hallarstjóra í Tirza, kom Zimri hagar og drap hann – tað var sjeynda og tjúgunda árið, ið Asa kongur í Juda sat við stýrið – og tók ríkið eftir hann. Vit lesa meir um hetta í 1. Kong. 16,1–34.
   4. Faðir Hosea, sum var seinasti kongur Ísraels. 2. Kong. 15,30; 17.1; ár 732 til 724 f.Kr.
   5. Ein sonur Kaleb, son Jefunne. 1. Krøn. 4,15.
   6. Sonur Uzzi, ein av benjaminsmonnunum, sum, heimkomnir úr útlegdini, búðu í Jerúsalem. 1. Krøn. 9,8.
Elad(hebr. Gud er hann, sum prýðir ella fyllir við Sær.) Sonur Efra’im. Les 1. Krøn. 7,20–23.
El’ale(hebr. Gud er settur høgt, Gud er risin.) Amoritabýur eystan fyri Jordan. Lagdur til ætt Rubens. Hann er ein av býunum, sum profetar tala um, tá teir ávara fólkið. Es. 15,4; Jer. 48,34. Kallast nú El-Ai.
Elam(hebr. ungdómur? fjalt.) Hin fyrst nevndi av sonum Sems. 1. Mós. 10,22; 1. Krøn. 1,17. Eftirkomarar hansara ætlast at hava sett seg niður í tí partinum av Persia, sum varð kallað Elam.
   2. Ein høvdingi í ætt Benjamins, sonur Sjasjak høvdinga í Jerúsalem.
   3. Fimti sonur Misjelemja, sum var ein av duravaktarunum á døgum Dávids. 1. Krøn. 26,3.
   4. Ein teirra, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,7; Nehem. 7,12. Teir vóru í tali 1254.
   5. Í sama navnalista Ezra 2,31 og Nehem. 7,34 er ein nevndur „ein annar Elam“. Av tí at navn hansara og talið á eftirkomarunum er tað sama í báðum støðum, er hann kallaður „hin Elam“.
   6. Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,14.
   7. Ein av prestunum, sum var við og hjálpti til, tá múrurin varð vígdur. Nehem. 12,42, ár 445 f.Kr.
Elam(hebr. elem, akkadiskt elamtu, t.e. hálendi.) Landið eystan fyri Tigris. Vesturmarkið var Bábylonia, norðurmarkið Sýrland og Media, suðurmarkið var Persaraflógvin. Høvuðsstaðurin var hin ógvuliga gamli býurin Susan. Eannatum frá Lagash (Lagash var ein býur sumeranna í Mesopotamia), um 2800 f.Kr., er hin fyrsti í søguni, sum nevnir Elam. Hann sigur seg hava yvirvunnið tað, men ikki so langt eftir hetta, meðan ein av eftirmonnum hansara ráddi, rændu elamitar Lagash. Sargon hin Stóri í Agade (í 1. Mós. 10,10 kallað Akkad) kallaði seg sjálvan: „Hann, sum vann sigur á Elam.“ Eftirmaður hansara Naram-Sin var harri yvir øllum Elam, og landið var undir harradømi semitisku kongsættarinnar í Agade yvir 300 ár, frá um 2400 f.Kr. Eftir at triðja kongsættin í Ur var týnd um ár 1960 f.Kr., gjørdist Kudur Mabuk harri í Larsa og eftir hann synirnir Warad-Sin og Rim-Sin. Hammurabi hin Stóri vann yvir Rim-Sin. Seinni hevur ein elamitiskur sigurharri flutt súluna við lógum Hammurabisar til Susan. Hon varð funnin har við útgrevstri í 1901–2. Á døgum Ábrahams hevði Kedorlaomer mikla megi í niðara Bábylonia, og saman við øðrum lá hann í stríði við londini við Jordan. 1. Mós. 14,1–11. Í áttandu og sjeyndu øld f.Kr. hevði hitt veldiga ríkið Assýria frá tíð til aðra sítt stríð við hinar „møðsomu elamitar“. So í 645 f.Kr. varð Susan tikin. Kaldearar vunnu á Elam. Susan varð gjørdur høvuðsstaður í persiska stórríkinum. Nakrir elamitar búðu í Ísraelslandi og vóru uppi í teimum, sum royndu at loypa máttloysi á judafólk og ræddu teir frá at byggja. Les Ezra 4,4–10. Fólk haðani vóru eisini hjástødd á hvítusunnudegnum, tá Andin kom. Áp. 2,9.
Elasa(hebr. sum Gud myndaði.) Ein av eftirkomarum Pasjhurs. Hann var ein teirra, sum við handtaki lovaðu at senda konurnar frá sær, sum teir høvdu fingið sær í útlegdini ella aftaná. Ezra 10,22.
   2. Sonur Safan. Annar teirra, ið sendir vórðu frá Zedekiasi til Nebukadnezar. Teir høvdu við sær bræv, ið Jeremias profetur sendi úr Jerúsalem til Bábel til teirra, ið eftir livdu av hinum elstu millum teirra, sum herleidd vórðu. Jer. 29,1–32.
Elat(hebr. pálmalund.) Stað innast í Akabavíkini. Fólk Ísraels fóru har framvið á ferð síni til Kána’an. Staðið var tá bert lítil bygd nær við Ezjon-geber. Ezjon-geber, nú Tell el Keleife, var tætt eystan fyri Elat. Er útgrivið (Nelson Glueck). Frá 10. til 5. øld f.Kr. varð staðið mest umtalað við navninum Ezjon-geber. Størri týdning fekk tað, tá Sálomo kongur bygdi havn og stoypivirki (til kopar) har á staðnum. Staðið lá væl fyri í mangar mátar, og teir bardust nógv um tað, Ísrael og Edom. Tær tvær øldirnar frá Dávidi til Uzzias var tað á ymsum hondum. 2. Kong. 14,21–22; 16,6. Elot. q.v.
El-Betel(hebr. Gud Betels.) 1. Mós. 35,6–7. „Jákup og alt fólkið, ið við honum var, komu so til Luz í Kána’anslandi – nú eitur tað Betel; og hann reisti har altar og kallaði staðið El-Betel, tí har hevði Gud opinberað Seg fyri honum, táið hann flýddi undan bróður sínum.“
Elda’a(hebr. sum Gud kallar, Gud, sum veit.) Hin seinast nevndi av sonum Midjans, sum var sonur Ábrahams við Keturu.
Eldad(hebr. sum Gud hevur elskað.) Ein av teimum 70 elstu, sum valdir vórðu at hjálpa Mósesi. Hann er nevndur saman við Medad. Vit lesa um hetta í 4. Mós. 11,1–35.
Eleazar(hebr. Gud er hjálpari.) Vanligt navn millum hebrearar. Høvuðsprestur. Triði sonur Árons við Elisjebu, dóttur Amminadab. 2. Mós. 6,23 og 28,1. Eleazar tók eina av døtrum Putiels til konu, og við henni fekk hann Pinehas. 4. Mós. 3,4: „Men Nadab og Abihu doyðu fyri ásjón HARRANS, ta ferðina, ið teir bóru fremmandan eld inn fyri ásjón HARRANS í Sinaioyðimørk; og teir áttu ongar synir. Soleiðis komu Eleazar og Itamar at gera prestatænastu fyri eygum Árons, faðirs síns.“ 4. Mós. 3,32. „Høvdingi yvir høvdingum Levita var Eleazar, sonur Áron prest; hann varð settur yvir teir, ið skuldu varðveita tað, sum var at akta eftir við halgidómin.“ Lesa vit so 4. Mós. 16, síggja vit, at aftan á uppreistur Kora, tá hann og lið hansara var farið livandi niður í deyðaríkið, talaði HARRIN við Móses og segði: „Sig við Eleazar, son Áron prest, at hann skal taka pannurnar út úr eldinum, men spjaða gløðurnar langt útum! Tí tær eru heilagar, pannurnar, ið tilhoyrdu hesum monnum, sum við synd síni forkomu lívi sínum; tær skulu sláast út í tunnar plátur at klæða altarið við; tí teir bóru tær fram fyri ásjón HARRANS, og tí eru tær heilagar; tær skulu nú vera Ísraelsmonnum til eitt tekin.“ So lesa vit í 4. Mós. 20, har HARRIN sigur við Móses í v. 25: „Far niðan á Horsfjall og hav við tær Áron og son hansara Eleazar! Lat so Áron úr klæðum hansara, og lat Eleazar, son hansara, fara í tey! … Móses gjørdi nú sum HARRIN beyð.“ So hitta vit Eleazar aftur, tá hann og Móses fáa boð um at standa fyri fólkateljingini á Móabsheiðum við Jordan. 4. Mós. 26,1. Seinni, tá HARRIN hevur sagt tænara sínum Mósesi frá, at hann ikki fær loyvi til at fara inn í landið, sum lovað teimum varð, og Móses uttan at nevna seg sjálvan og sín lut, men í lýdni fór leið HARRANS, segði: „HARRI, Tú Gud, sum ræður yvir lívsins anda í øllum holdi, fert Tú ikki at seta mann yvir samkomuna … ?“ Tá bað HARRIN hann taka Josva, son Nun, og leiða hann fram fyri Eleazar prest og fyri alla samkomuna og innseta hann í tænastuna fyri eygum teirra. 4. Mós. 27,16–21. Í 4. Mós. 31 er Eleazar prestur við til at fyriskipa, hvussu farast skuldi at við fonginum, teir høvdu vunnið frá midjanitum. Eleazar prestur var eisini við til at býta landið millum ættirnar. Josva 14,1. Ikki er sagt frá, nær Eleazar doyði, men søguskrivarin Josefus sigur, at hann doyði um somu tíð sum Josva, um 25 ár eftir deyða Mósesar. Høvuðsprestaembætið var í ætt hansara til Eli. 1. Sám. 2,27; 1. Krøn. 6,8; 24,3 og 1. Kong. 2,27.
   2. Sonur Abinadab, sum menninir í Kirjat-Jearim halgaðu til at varðveita ørk HARRANS. Ætlandi hevur hann tí verið levitur, tó tað er ikki tilskilað. 1. Sám. 7,1.
   3. Í 2. Sám. 23,9–10 lesa vit: „Honum næstur var Eleazar Ahoitur, sonur Dodo; hann var ein av hinum trimum køppunum, ið vóru við Dávidi, táið teir háðaðu Filistarar, sum vóru samankomnir har til bardaga; táið tá menn Ísraels hildu undan, dvíndi hann ikki, men høgdi niður millum Filistarar, inntil hann var so móður í hondini, at hann fekk ikki slept svørðinum. Tann dag gav HARRIN teimum stóran sigur.“ 2. Sám. 23,9–10. Hann var ahoitur, ivaleyst av eftirkomarum Ahas, av ætt Benjamins. 1. Krøn. 8,4.
   4. Levitur, sonur Mali, 1. Krøn. 23,22: „Eleazar læt ongar synir eftir seg, tá ið hann doyði, bert døtur, og teimum giftust frændur teirra, synir Kis, við.“
   5. Sonur Pinehas. Hann var við, tá silvurið og gullið varð vigað í húsi Guds og latið upp í hendur Merimots prests aftan á útlegdina. Ezra 8,33.
   6. Ein av monnum Ísraels, av eftirkomarum Paros, sum við handtaki lovaði at reka fremmandu konurnar frá sær. Ezra 10,25.
   7. Ein av teimum, sum vóru við á múrinum, tá hann varð vígdur. Nehem. 12,42. Kann væl vera, at hesin er tann sami sum nr. 5.
   8. Sonur Eluid í ættartali Jesu Krists.
Elef(hebr. felagsskapur.) Býur í Benjamin. Nevndur millum 14 býir við bygdunum, ið hoyrdu til. Josva 18,28. Kallast nú „Neby Samvil“, t.e. „Sámuel profetur“, stutt norðan fyri Jerúsalem.
Elhanan(hebr. sum Gud letur fáa, sum Gud vísir náði.) 1. Krøn. 20,5: „Uppaftur var bardagi við Filistarar; Elhanan, sonur Ja’ur, feldi tá Lami, bróður Goliat Gadit, sum hevði spjótskaft líkt vevbummi.“ Tilsvarandi frásøgn í 2. Sám. 21,19 sigur, at Elhanan betlehemitur, sonur Ja’are Orgim feldi tá Goliat gadit … her er lítið mistak í avskrivingini. (E. Young, Introduction to the Old Testament.)
   2. Ein av hinum tríati køppum Dávids, kallaður Elhanan, sonur Dodo úr Betlehem. 2. Sám. 23,24.
Eli(hebr. Gud er høgur.) Høvuðsprestur í tíðini, tá ørkin var í Silo. Hann var eisini dómari Ísraels í 40 ár. 1. Sám. 4,18. Inntil tá hevði høvuðsprestaembætið verið í ætt Eleazars, meðan Eli var ættaður frá tí yngra av teimum, ið eftir vóru av sonum Árons, Itamar (Josefus ant. v. 11,2). Hvussu hetta bar til, er ikki sagt frá, men at tað hevur verið regluligt, sæst av 1. Sám. 2,27–30. Eli lesa vit nógv um, har talað er um barnaár Sámuels. Hann var ivaleyst ein gudrøkin, men veikur maður, sum ikki hevði tamarhald á sonunum, ið vóru skomm fyri faðirin og vanæra fyri HARRANS hús og sak. Gudsmaður kom og segði honum frá, at revsing mátti koma fyri hetta, men varð hann kortini spardur, til hann var 98 ár. Hetta lesa vit í 1. Sám. 4. Tá hann hoyrdi, at ørk Guds var tikin, datt hann aftur av stólinum og breyt hálsin. Dómurin yvir hús Eli varð fullkomin, tá Sálomo rak Abjatar burt og læt hann ikki sleppa at vera prest HARRANS longur. Í staðin fyri Abjatar setti kongurin Zadok prest, sum var av ætt Eleazars. 1. Kong. 2,27 og 35.
Elia(HARRIN er Gud, hvørs Gud er HARRIN.) Ein sonur Jeroham. Ein av ættarhøvdingunum, sum búðu í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,27.
   2. Ein av eftirkomarum Elams, millum teirra, ið við handtaki lovaðu, at teir skuldu reka fremmandu konurnar frá sær. Ezra 10,26.
Eliab(hebr. Gud er faðir.) 4. Mós. 1,4: „Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.“ V. 9: „av Zebulon: Eliab, sonur Helon.“ 4. Mós. 7,24: „Triðja dagin kom høvdingi Zebulonita, Eliab, sonur Helon.“ Hann er aftur nevndur í v. 29.
   2. Faðir Datan og Abiram, sum vóru við í uppreistrinum móti Mósesi og Áron. Eliab átti ein annan son, sum æt Nemuel. 4. Mós. 26,9.
   3. Elsti bróðir Dávid. 1. Krøn. 2,13. HARRIN bað Sámuel fara til Betlehem at salva ein av sonum Ísai til kong, tí hann hevði valt ein av teimum. Eliab, sum elstur var, kom fyrstur fram fyri Sámuel. Tá Dávid, sum var yngsti bróðirin, fekk hug at berjast við Goliat, var Eliab ikki blíðorðaður við hann. Í 1. Krøn. 27,18 er hann kallaður Elihu.
   4. Levitur, eftirkomari Kahats. Sonur Nahat og faðir Jeroham, sum átti Elkana, faðir Sámuel profet.
   5. Ein høvdingin av gaditunum, sum góvu seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini. 1. Krøn. 12,8–9.
   6. Ein teirra av øðrum flokki, sum skuldu tæna við ljóðførum, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,18.
Eliam(Gud stovnsetti fólkið, Gud fólksins.) Faðir Batsebu, konu Urias, seinri kona Dávid. 2. Sám. 11,3. Í 1. Krøn. 3,5 eru bæði nøvnini stavað ørðvísi, hennara Batsjua og hansara Ammiel.
   2. Eliam gilonitur, sonur Akitofel. 2. Sám. 23,34. Umtalaður sum ein av hinum 30 køppum Dávids. Hann nevnist kortini ikki millum teir í 1. Krøn. 11, uttan tað er hann, ið her er nevndur Ahia pelonitur. Jødar hava allar tíðir sagt, at hesir báðir „Eliam“ var sami maðurin.
Elias(gr. snið av hebr. Elija: Gud mín er Jahve.) Profetur úr Tisbe í Gilead. Føðing og ætt hansara er einki sagt um. Á hesum døgum, tá Elias stígur fram, stendur illa til í Ísrael. Akab kongur hevði tikið sær til drotning kána’aneiska kvinnu, Jesabel, dóttur Et-Ba’al kong í Sidon. Akab tykist at hava verið veikur av lyndi. Hann gav Jesabel loyvi at stovnseta fønikiska gudadýrkan, stórfingna við stórum tali av Ba’als profetum. Profetar Jahves vórðu atsøktir og dripnir. Teir sluppu ikki undan, uttan teir krógvaðu seg í holum. Líkt var til, at seinasta leivd av sannari gudsdýrkan var um at hvørva. Jesabel hevði fingið Akab til at geva boð um, at allir profetar Jahves skuldu drepast, tí tað vóru teir, ið vardu kunnleikan um sannan gudsótta. 1. Kong. 18,4.13.22; 19,10.14; 2. Kong. 9,7. Í 1. Kong. 17,1 lesa vit: „Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!“ Hesa sera áhugaverdu søgu lesa vit í 1. Kong. 17,1 til kap. 21,29. Ein hin mest hugtakandi søga, sum skrivað er.
Ellata(hebr. sum Gud kom til, Gud er komin.) Hin áttandi, ið nevndur er av 14 sonum Hemans levits, sum var ein teirra, ið spældu á ljóðfør á døgum Dávids.
Elidad(hebr. hann, sum Gud elskar.) 4. Mós. 34,17: „Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara: …“ v. 21: „av ætt Benjamins Elidad, sonur Kislon.“
Eliel(hebr. Gud er styrki ella Gud er Gud.) Ein teirra í ætt Manasse, ið nevndur eru „Høvd fedrahúsa teirra.“
   2. Sonur Toa og faðir Jerohams av fedrum Hemans sangara. 1. Krøn. 6,34.
   3. Ein av ættarhøvdingunum í ættum sínum; teir búðu í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,20 og 28.
   4. Sonur Sjasjaks, av teimum somu sum nr. 3.
   5. „Mahavitur“, ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,46.
   6. Ein annar av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,47.
   7. Ein av gaditunum, sum góvu seg í part við Dávid.
   8. Ein av hinum áttati levitunum, sum vóru millum teirra, ið Dávid stevndi saman, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,9 og 11.
   9. Ein av umsjónarmonnunum undir Konanja og bróður hansara Sime’i – eftir boði Ezekiasar kongs og Azarja, høvuðsmans yvir húsi Guds. 2. Krøn. 31,13.
Elienai(hebr. til Gud eru eygu míni.) Sonur Sime’i, var ein av ættarhøvdingunum í Benjamin, sum búðu í Jerúsalem.
Eliezer(hebr. Gud er hjálp.) 1. Mós. 15,1: „Nakað eftir hetta (stríðið við Kedorlaomer og tað, ið harav stóðst) kom orð HARRANS til Ábram í eini sjón; Hann segði: „… Eg eri skjøldur tín; løn tín skal verða ógvuliga stór! Men Ábram svaraði: Harri HARRI, hvat kanst tú geva mær! Eg fari jú barnleysur burtur, og hesin Eliezer úr Damaskus skal arva hús mítt! Ábram legði aftrat: Tú hevur jú einki avkom givið mær, og ein tænari, sum føddur er í húsi mínum, kemur at arva meg!“ Før. aut. hevur her greiðari frásøgn: „Sí, son hevur tú ongan givið mær, tí fer húskallur mín at arva meg.“ Eisini Fr. Buhl: „Du har jo intet afkom skænket mig, saa at min husslave vil blive min arving.“
      Annars hevði verið torført at skilt, at maður úr Damaskus var borin í heim í húsi Ábrams. Ábram sigur, at Eliezer skuldi arva hann. Lot var farin sína egnu leið. Søguskrivarin Josefus heldur, at Lot fór við Ábram og Sáru til at verða arvingi teirra; tey vóru barnleys og ikki. ung fólk. Nú henda dagin kom tó orð HARRANS til Ábram við lyfti um, at tey skuldu sjálv fáa son, og at avkomið skuldi verða óteljandi. V. 6: „Og Ábram trúði HARRANUM, og Hann roknaði honum tað til rættvísi.“
   2. Yngri sonur Mósesar og Zipporu. 2. Mós. 18,4: „og hin æt Eliezer; tí, hevði hann sagt: Gud faðirs míns hevur verið hjálp mín og bjargað mær undan svørði Faraos.“ Les 2. Mós. 18,1 til 27.
   3. Sonur Beker og sonarsonur Benjamins. 1. Krøn. 7,8.
   4. Ein av prestunum, sum blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, tá hon varð flutt til Jerúsalems.
   5. Sonur Zikri, ættarhøvdingi rubenita, tá Dávid var kongur. 1. Krøn. 27,16.
   6. Profetur, sonur Dodava úr Maresa. Hann profeteraði móti Jósafat og segði: „Aftur fyri at tú hevur givið teg í felag við Ahazja, skal HARRIN lata tað, ið tú hevur tikið tær fyri, koma upp í einki. – Og skipini brotnaðu og kundu soleiðis ikki fara til Tarsis.“
   7. Ættarhøvdingi. Ein teirra, ið Ezra sendi til Iddo høvdinga í Kasifja at yvirtala hann og brøður hansara við – tempultænarar í Kasifja – til at senda tænarar til hús Guds. Ezra 8,16.17.
   8.9.10. Hesir vóru millum teirra, sum høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur, og sum lovaðu at reka tær frá sær aftur. Ezra 10,18.23.31.
   11. Sonur Jórim í ættartalvuni. Luk. 3,29.
Elifal(hebr. sum Gud dømir.) Ein av reystu køppum Dávids, sonur Hur. 1. Krøn. 11,35.
Elifaz(hebr. Gud er Hann, sum gevur, ella Gud er fínt gull.) Sonur Esau við Adu og ættarfaðir edomitiskar ættir. 1. Mós. 36,4.10.11.16; 1. Krøn. 1,35.36.
   2. Ein av vinmonnum Jobs, sum komu til hansara at vísa honum samhug og ugga hann. Elifaz er kallaður temanitur, so hann hevur verið úr Teman í Edom. Elifaz, sonur Esau, átti son, sum æt Teman, sum staðið fekk navn eftir. Ivaleyst var so hesin Elifaz ættaður frá honum.
Elifelet(hebr. Gud er bjarging.) Hin triði av 9 sonum Dávids, sum føddir vórðu í Jerúsalem, umframt teir, hann átti við Batsuu. 1. Krøn. 3,6; 14,5.
   2. Hin níggjundi av hesum somu sonunum, men veruliga man hetta navnið vera av onkrari misskriving í gomlum døgum skrivað tvær ferðir.
   3. Ein av kendu køppum Dávids, sonur Ahazbai, Ma’akatit. 2. Sám. 23,34.
   4. Triði sonur Ezek av ætt Benjamins frá Saul kongi. 1. Krøn. 8,39.
   5. Ein av eftirkomarum Adonikams, nakrir, ið komu seinni úr Bábel og við teimum 60 mans. Ezra 8,13.
   6. Ein av eftirkomarum Hasums. Hann var ein teirra, ið lovaðu at reka fremmandu konuna frá sær. Ezra 10,33.
Elifiebu(hebr. Gud hevur skilt frá.) Ein av meraritunum, sum skuldu stíga fram við ljóðførum, hørpum og sitarum og skáltrummum, sum teir skuldu lata ljóða, meðan teir sungu fagnaðarsongin. Hetta var, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,18.
Elihoref(hebr. Gud er lønarin, Gud skurðarins.) Sonur Sjisja. Saman við bróður sínum Ahaia var hann ríkisskrivari Sálomos. 1. Kong. 4,3.
Elihu(hebr. Gud er Gud hansara, Gud mín er Hann.) 1. Sám. 1,1: „Í Ramatajim-Zofim á Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Elkana; hann var sonur Jeroham, son Elihu, son Tohu, son Zuf, ein Efra’imit.“ Elihu er í 1. Krøn. 6,34 stavaður Eliel og í 6,27 er hann nevndur Eliab.
   2. Ein av høvdingum Manasse, av teimum, sum góvu seg í part við Dávid. 1. Krøn. 12,20.
   3. Ein av tiltiknu dugnamonnunum av eftirkomarum Obed-Edoms. 1. Krøn. 26,6–8.
   4. Herhøvdingi í ætt Juda. Í 1. Krøn. 27,18, kallaður „bróðir Dávid“. Kann hava verið Eliab, sum her er stavaður Elihu. 1. Sám. 16,6.
   5. Ein av vinmonnum Jobs. Hann er kallaður buzitur, sonur Barak’el, av ætt Rams, Kann tí vera ættaður frá Buz, syni Nakor, sum var bróðir Ábrahams. Job 32,2; 1. Mós. 22,20–22.
Elika(hebr. Gud hevur vrakað.) Haroditur. Ein av mest virdu køppum Dávids. 2. Sám. 23,25.
Elim(hebr. pálmatrø.) Annað staðið, har ísraelsfólk gjørdi steðg í oyðimørkini. Har vóru 12 vatnkeldur og sjeyti pálmatrø. 2. Mós. 15,27.
Elimelek(hebr. Gud mín er kongur.) Rutt 1,2: „Maðurin æt Elimelek, kona hansara No’omi og synir hansara Malon og Kiljon; teir vóru Efratitar, úr Betlehem í Juda.“ Les Rutt 1,1 til 4,20.
Elisa(hebr. Gud, frelsa hansara.) Profetur, sonur Sjafat úr Abel-Mehola í Jordandalinum ella nær við. Elisa var búnaðarmaður. Tá Elias profetur var á veg úr Horeb til Damaskus, hitti hann Elisa. Um hetta lesa vit í 1. Kong. 19,19: „Táið hann nú fór haðani, hitti hann Elisa, son Sjafat, sum júst tá pløgdi; tólv oksapør gingu undan honum, og sjálvur var hann við tólvta parið. Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann. Tá fór hann frá oksunum, leyp aftan á Eliasi og segði: Loyv mær fyrst at heilsa pápa og mammu – so skal eg koma við tær! Hann svaraði: Far bert aftur – tú veitst jú, hvat eg havi gjørt við teg! Hann skiltist tá frá honum og vendi aftur; og hann tók og drap oksaparið, hevði oksaokini at kóka kjøtið við og gav fólkinum tað at eta. Síðani gjørdi han seg til og fór við Eliasi og varð tænari hansara.“ Vit hitta Elisa aftur í 2. Kong. 2, tá Harrin tók Elias burtur, og profetalærisveinarnir í Jeriko sóu, at hann sló vatnið í Jordan við kappa Eliasar, so tað skiltist sundur, og hann kom gangandi yvirum, tá søgdu teir: „Andi Eliasar hvílir á Elisa!“ Í 2. Kong. 3 hitta vit Elisa í sambandi við bardaga Jórams í Ísrael og Mesa í Móab. Aftur í kap. 4 lesa vit um Elisa og einkjuna, og eisini tá hann vitjaði tey í Sunem. Í kap. 5 finna vit væl kendu søguna um Na’aman úr Áram, hvussu hann fekk hjálp fyri spitalskuna. Lesa vit nú 2. Kong. 6,1 til 9,37 fylgja vit við Elisa í virkinum sum profetur HARRANS.
   2. Elsti sonur Javan. 1. Mós. 10,4. Navn hansara tykist vera upphav til navnið „Elisaoyar“, sum umtalað er í Ezekiel 27,7, har blátt og purpurreytt toy varð selt til Týrus. Nevnda stað sigst at hava verið Kittim ella Kyprus (G. E. Wright and F. Tilsan: Westminster Historical Atlas to the Bible). Í Amarnabrøvunum nevnt „Alasjia“. Við strendurnar har á leið var mongd av purpurskeljum.
Elisabet(gr. av hebr. Elisjeba: Sum tilbiður Gud.) Kona Zakarias prest, av skifti Abia. 1. Krøn. 24,10. Hon var ættað frá Áron og móðir Jóhannes Doypara. Les Lukas 1,5 til 25.
Elisjama(hebr. Gud, sum hoyrir.) Høvdingi sona Efra’ims á ferðini um oyðimørkina. 4. Mós. 1–10; 2,18. Hann var abbasonur Josva. 1. Krøn. 7,26.
   2. Annar, ið nevndur er av hinum níggju sonum Dávids, sum hann fekk í Jerúsalem. 1. Krøn. 3,6. Í 2. Sám. 5,15 nevndur Elisjua. Somuleiðis í 1. Krøn. 14,5, so tað mundi veruliga vera navn hansara.
   3. Hin sjeyndi av sonum Dávids, sum hann fekk í Jerúsalem. 1. Krøn. 3,8.
   4. Ísraelsmaður í ætt við Dávid, faðir Netanja og abbi Ísmaels, sum drap Gedalja og teir, ið hjá honum vóru í Mizpa. 2. Kong. 25,25.
   5. Man vera hin sami sum nr. 4. 1. Krøn. 2,41.
   6. Annar av prestunum, sum Jósafat sendi við levitunum um í býir Juda at læra fólkið lóg Harrans. 2. Krøn. 17,8.
   7. Ríkisskrivari á døgum Jeremiasar. Les Jeremias 36, allan kap.
Elisjeba(hebr. sum tilbiður Gud.) 2. Mós. 6,23: Áron tók Elisjebu til konu; hon var dóttir Amminadab og systir Nahason; við henni fekk hann Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
Elisjua(hebr. Gud, bjarging hansara.) Ein sonur Dávids, sum hann fekk í Jerúsalem. 2. Sám. 5,15. Í 1. Krøn. 3,6 kallaður Elisjama.
Eliud(gr. Gud dýrdarinnar.) Sonur Akim og faðir Eleazar, í ættarliði Jesu Krists. Matt. 1,14–15.
Elizafan(hebr. sum Gud varðveitir.) Sonur Uzziels. 2. Mós. 6,22 Høvdingi yvir fedrahúsi kahatitaættanna. 4. Mós. 3,30. Vit lesa um Elizafan í 3. Mós. 10,4, at Móses rópti hann og Misael, bróður hansara, og segði við teir: „Komið og berið skyldmenn tykkara burtur frá halgidóminum og út um tilhaldið!“ Les 3. Mós. 10, allan.
   2. Sonur Parnak. Høvdingi av ætt zebulonita, sum var ein teirra, ið skuldu skifta landið. 4. Mós. 34,17.25.
Elizur(hebr. Gud, klettur hansara.) Sonur Sedeur, av ætt Rubens, ein teirra, ið skuldu hjálpa til við fólkateljingini. 4. Mós. 1,2–5.
Eljaba(hebr. Gud fjalir.) Ein av hinum tríati hetjum Dávids. 2. Sám. 23,32.
Eljada(hebr. Gud kennir.) Ein av yngstu sonum Dávids. 2. Sám. 5,16; 1. Krøn. 3,8–9. Í 1. Krøn. 14,7 er hann kallaður Be’eljada (harrin – húsharrin – kennir). Um vit nú ivast, um Dávid hevur nýtt navn við Ba’al í fyrsta liði, ber til at hugsa, at tað navnið kann henda ikki hevði fingið sín ringa týdning á døgum Dávids, sum tað seinni hevði.
   2. Faðir Rezon, sum var flýddur frá harra sínum, Hadadezer kongi í Zob. 1. Kong 11,23.
   3. Ein hermaður Jósafats, reystur hermaður av ætt Benjamins. 2. Krøn. 17,17.
Eljakim(hebr. Gud vil tryggja.) Sonur Hilkia; hallarstjóri Ezekiasar. Var settur í starvið aftan á Sjebna, sum var avsettur vegna hugmóð sítt. Es. 22,15. Eljakim var ein teirra, sum Ezekias sendi út at tala við assýrararnar og bera boðini aftur. Hann hevur verið góður maður; tað sæst av orðunum, ið talað eru um hann. Es. 22,15–21, t.d. orðini: „Hann skal vera faðir teirra, sum í Jerúsalem búgva, og húss Juda.“
   2. Veruliga navn Jehojakims kongs, q.v. 2. Krøn. 36,4.
   3. Prestur á døgum Nehemiasar, sum var við, tá múrurin varð vígdur. Nehem. 12,41.
   4. Sonur Abiud og faðir Azor í ættartali Jesu Krists. Matt. 1,13.
   5. Sonur Melea og faðir Jónam, í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,30.
Eljasaf(hebr. Gud legði afturat.) Sonur De’uel av ætt Gads. Ein av teimum „Ein maður av hvørjari ætt“, sum skuldu hjálpa til við manntalinum. 4. Mós. 1,14.
   2. Høvdingi yvir fedrahús gersonita, sonur Lael. 4. Mós. 3,24.
Eljasjib(hebr. Gud lønir ella reisir aftur.) Vanligt navn, serliga í seinnu døgum søgu Ísraels.
   2. Ein sonur Eljoenai. Var ein av seinastu eftirkomarunum av kongsættini í Juda. 1. Krøn. 3,24.
   3. Prestur á døgum Dávids. „Ellivti (luturin) á Eljasjib.“ 1. Krøn. 24,12.
   4. Ein av sangarunum, av teimum, sum lovaðu at senda heidnu konu sína aftur. Ezra 10,24.
   5. Ein av eftirkomarum Zattu, somuleiðis.
   6. Ein av eftirkomarum Banisar, somuleiðis.
   7. Høvuðsprestur á døgum Nehemiasar, ár 456 f.Kr. Nehem. 3,1: „Eljasjib høvuðsprestur og brøður hansara, prestarnir, gjørdu seg nú til reiðar og reistu Seyðaportur; teir halgaðu tað og settu hurðarnar í tað; síðani laðaðu teir longur, at Meatorni – sum teir halgaðu – og longur enn, at Hananeltorni.“ V. 20: „Næstur eftir honum arbeiddi Baruk, sonur Zabbai, ógvuliga dúgliga uppá eitt annað stykki, frá Horninum líka at durunum á húsi Eljasjibs høvuðsprests. Næstur eftir honum arbeiddi Meremot … frá durunum á húsi Eljasjibs, líka til endan á húsi hansara.“ Les. Nehem. 13,1–3. V. 4: „Men nakað frammanundan hesum hevði Eljasjib prestur, sum settur var yvir kømurini í húsi Guds okkara, og sum var nærskyldur við Tobias (q.v.), latið gjørt honum til har stórt kamar, har sum teir áður høvdu goymt matofrið, roykilsið, íløtini og tíggjundina av korni, víni og olju …“ V. 6: „Meðan alt hetta varð gjørt, var eg ikki í Jerúsalem …“ V. 7: „Og táið eg kom til Jerúsalem, fekk eg at síggja hetta illa, ið Eljasjib hevði gjørt fyri Tobiasar skuld, at hann hevði gjørt honum kamar til í forgørðum húss Guds. Hetta dámdi mær ógvuliga illa; eg blakaði allar húslutir Tobiasar út úr kamarinum …“ V. 28: „Ein sonur Jójada, son Eljasjib høvuðsprest, var dótturmaður Sanballat Horonit; eg rak hann tí burt frá mær.“ Lesið Nehemias, allar 13 kapitlarnar. Hetta er dygdargóð føði.
Eljoenai(hebr. móti HARRANUM eru eygu míni.) Elsti sonur Nearja av eftirkomarum Zerubbábels. 1. Krøn. 3,23.24.
   2. Høvdingi í ætt Sime’i. 1. Krøn. 4,36.
   3. Fjórði sonur Beker, son Benjamin. 1. Krøn. 7,8.
   4. Sjeyndi sonur Masjelemja av duravaktaraflokkinum, sum hoyrdi til koraitarnar. 1. Krøn. 26,1.2.
   5. Prestur. Ein teirra, ið lovaðu at senda heidnu konuna frá sær aftur. Ezra 10.22.
   6. Ein av eftirkomarum Zattu, somuleiðis. Ezra 10,27.
Elkana(hebr. Gud eigur ella hevur skapt Sær.) 2. Mós. 6,24: „Synir Kora vóru Assir, Elkana og Abiasaf – hetta vóru ættir Kora’ita.“ Hetta vísir, at „synir“ ikki altíð merkir synir, men kann eisini merkja eftirkomarar. 1. Krøn. 6,22: „Synir Kahat vóru: Sonur hansara Amminadab, sonur hansara Kora, sonur hansara Assir, sonur hansara Elkana, sonur hansara Ebjasaf, sonur hansara Assir.“ Her eru menninir teir somu og í somu raðfylgju, tó ikki sum synir Kora, men ein sonur, ein abbasonur og ein langabbasonur. Her í 1. Krøn. 6 nevnast fleiri við navninum Elkana, sum ikki eru lættir at skilja hvør frá øðrum; men vit lesa í 1. Sám. 1,1: „Í Ramatajim-Zofim á Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Elkana.“
   2. Elkana. Hann átti við konu síni, sum æt Hanna, sonin Sámuel, q.v. Les í hesum sambandi 1. Sám., alla. Hon er sera góð fyri andaligu heilsuna.
Elkosj(týdn. óvissur.) Føðipláss Nahums profets, hann er kallaður elkosjitur. Hvar staðið var, man eingin vita. Nahum 1,1.
Ellasar(týdn. óvissur.) Býur í Bábylonia, nevndur tvær ferðir í 1. Mós. kap. 14,19. Lá í Suðurbábylonia, millum Ur og Erek. Ein heyggjur, sum har verður nevndur Senkere, sigst at vera staðið, har Ellasar lá. Í gomlum døgum var hann staður av miklum týdningi, tí har var høvuðsstøðin fyri sóldýrkanina (í Bábylon kallað Sjamasj), eins og Sippar í Norðurbábylonia var miðstøð fyri hesa somu gudsdýrkanina. Ellasar varð í Bábylonia kallaður Larsa, og seinni nevna grikkar hann Larissa. Eingin veit nú, hvussu gamal býurin er, men týdningur hansara í elstu søgum sigur frá høgum aldri. Um ár 2400 f.Kr. vóru kongar Larsa eisini kongar í Sumer og Akkad. Av kongsættini, ið tá ráddi, vita vit bert navnið á tveimum kongum, Nur-Rammon og Sin-Iddina; hann, sum bøtti um vatnveitingina frá Tigris. Stutt eftir hansara tíð varð Ellasar tikið. Tað var Elam, sum gjørdi innrás. Elomitakongurin Kudur-Mabug, sum tá í tíðini var mikil sigursvinnari aðrastaðni við, átti nú býin. Hann helt kortini ikki til har í býnum sjálvur, men har ráddi sonur hansara, Eri-Aku, sum eisini er kendur í skriftum Bábylons við navninum Rim-Sin. Seinni kom Hammurabi kongur í Bábylon, vann á honum og legði alt økið undir nýggja Bábyloniska heimsríkið.
Elmadam(gr. úr hebr. guddómligur kunnleiki – John Dawson A.B. from Greek-Latin Lexicon.) Sonur Er og faðir Kósam í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,28.
      Maðurin er ikki nevndur í Gamla Testamenti.
Elna’am(hebr. Gud er gleði hansara.) Faðir Jeribai og Josjavja, tveir av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,46.
Elon(hebr. eikitræ.) Hetitur, Faðir Basmat, konu Esau. 1. Mós. 26,34.
   2. Annar av trimum sonum Zebulons og ættarfaðir elonitaættina. 4. Mós. 26,26.
   3. Ísraelsmaður av ætt Zebulons. Hann var dómari í 10 ár. Dóm. 12,11–12.
   4. Ein av býunum á markinum til ætt Dans. Josva 19,43.
Elot(hebr. eikilund.) Annar staviháttur fyri Elat. q.v. 1. Kong. 9,26.
Elpa’al(hebr. Gud er løn hansara ella vegur hansara.) Sonur Saharajim við konu hansara Husim og ættarfaðir til stóran skara. Hann var av ætt Benjamins.
El-Paran(hebr. eik Parans.) Gróðrarblettur í oyðimørkini Paran, q.v. Seinni kallað „Qala Nukhl“. Nevnist í bardaga Kedorlaomers í Elam við øðrum í 1. Mós. 14,5–6.
ElpeletSama sum Elipelet. 1. Krøn. 14,5.
ElstiT.d. 2. Jóh 1,1. Presbuteros. Miðstig av presbus, ein gamal maður, ein eldri. Nýtt um aldur, tá tað eru tveir, sum í Luk. 15,25, ella fleiri. Jóh. 8,9, presbuteron. Í Áp. 2,17: „hini gomlu, presbuteroy, og í Hebr. 11,2, hini gomlu presbuteroy, sagt um fedrarnar; so eisini í Matt. 15,2, presbuteron, og Markus 7,3.5, presbuteron.“
      Í Gamla Testamenti: Zaqan, 1. Mós. 24,2: „Hann, ið var tann elsti í húsi hansara og stóð fyri øllum, ið hann átti.“ Orðið kann merkja: Eldri enn ein annar, sum Job 32,4, men talar annars ikki bert um aldur, heldur um ábyrgdarmann, sum hann, ið sagt er um, at hann stóð fyri øllum, ið Ábraham átti. 2. Mós. 3,16: „Far nú og kalla saman teir elstu í Ísrael og sig við teir: HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri mær …:“ Hesir „Elstu“ eru sjálvandi at skilja sum ábyrgdarmenn Ísraels. Somuleiðis 2. Mós. 3,18 og 19,7. Sama er í 2. Mós. 24,1. Hetta sæst skilligari av 4. Mós. 11,16–17, har teir eisini verða kallaðir umsjónarmenn. Skilligt er, at tá ísraelsfólk búsettist í Kána’an, skuldu teir seta elstar, sum hvør á sínum staði skuldi ansa eftir, at forskriftir HARRANS vórðu hildnar. Josva 20,4; Dóm. 8,16; Rutt 4,2. Seinni er líkt til, at „Hinir Elstu“ eru vorðnir til eina stætt fyri seg: Sálm. 107,32; Sorgars. 2,10; Ezek. 14,1. Eftir heimkomuna úr Bábel tykist sum „hinir elstu“ er skipaður felagsskapur, fleiri og færri eftir fólkatali. Fyristøðumenn sýnagoganna og elstu fólksins tykjast vera hitt sama, og summir teirra vóru í ráði jødanna.
      Í Nýggja Testamenti verða hinir elstu fólksins nevndir í sambandi við høvuðsprestarnar, Matt. 21,23, og eisini við høvuðsprestarnar og hinar skriftlærdu. Matt. 16,21.
      Teir verða eisini nevndir „alt ráðið“ í Matt. 26,59 (Sunedrion). Í samkomuni nevnast „elstir“. Hetta merkir ikki, at teir endiliga skulu vera gamlir menn. Hetta talar meir um sermerkt skaplyndi og kunnleika, at teir kunnu átaka sær ábyrgdarspurningar. Serliga eru tvey orð nýtt: Presbuteros, elsti, og so Episkopos, umsjónarmaður, sum fyrst og fremst verður nýtt um Harran Jesus sjálvan. 1. Pæt. 2,25: „Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til Hirða og Umsjónarmann sálna tykkara.“
Elteke(hebr. Gud er at óttast – Gesenius.) Býur í ætt Dans, ið lagdur varð til levitarnar. Josva 19,44; 21,23.
Eltekon(hebr. Gud er grundarlagið.) Býur í ætt Juda í fjallalendinum. Josva 15,59.
Eltolad(hebr. Gud er upphav hansara.) Ein av býunum sunnarlaga í Juda; lagdur til Símeon og var teirra, inntil Dávid varð kongur. Ikki er vist, hvar plássið var. 1. Krøn. 4,29; Josva 19,4.
Elul(hebr. elul, úr akkad. ulul.) Sætti mánaðurin í guddómliga árinum og tólvti í borgarliga ári jødanna. Nehem. 6,15.
Eluzai(hebr. eg prísi Gudi, ella Gud er styrki mín.) Ein teirra, ið komu til Ziklag til Dávid, meðan hann noyddist at halda seg har av ótta fyri Saul, syni Kisj. 1. Krøn. 12,5.
Elymas(helst úr arabiskum Aliman, t.e. vísmaður ella gandakallur.) Áp. 13,8 Hygg Barjesus, q.v.
Elzabad(hebr. Gud hevur givið.) Hin níggjundi av hinum ellivu gaditunum, sum góvu seg í part við Dávid í fjallaborgini. 1. Krøn. 12,12.
   2. Sonur Sjemaja; ein teirra, ið kallaðir eru dugnamenn, sum gjørdu vaktartænastu í húsi HARRANS á døgum Dávids. 1. Krøn. 26,7.
Elzafan2. Mós. 6,22. Stytting av Elizafan, q.v.
Emitar(hinir øgiligu.) 5. Mós. 2,9: „Tá segði HARRIN við meg: Tú mást ikki halda á Móabitar og ongan ófrið gera teimum; tí Eg gevi tær einki av landi teirra í ogn – sonum Lot havi Eg givið Ar at eiga. – Fyrr í tíðini búðu Emitar har, mikil fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar. Eisini teir verða roknaðir upp í risarnar eins og Anakitar, og Móabitar kalla teir Emitar. Og í Se’ir búðu fyrr í tíðini Horitar, men synir Esau róku teir burtur, týndu teir og búsettust sjálvir í landi teirra – eins og Ísrael nú hevur gjørt við land sítt, tað sum HARRIN hevur givið teimum í ogn.“
Emmaus(hebr. heitar keldur.) Luk. 24,13: „Tveir av teimum (lærisveinunum) fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus og var 60 stadiur (gott 11 km) frá Jerúsalem.“ Teir tosaðu hvør við annan um alt hetta, ið hent hevði. Meðan teir nú tosaðu saman og spurdu hvør annan, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum.“ Les Luk. 24.
Enajim(hebr. dupult kelda.) Ein av býunum á láglendi Juda. 1. Mós. 38,14.
EnamSum Enajim, q.v., Josva 15,34.
Enan(hebr. kelda.) Faðir Ahira, av ætt Naftali. Hann skuldi hjálpa til við fólkateljingini í Sinaioyðimørk. 4. Mós. 1,15.
En-dor(hebr. kelda í tilhaldinum.) Býur, um 62 km frá fjallinum Tabor. Er nú bert lítil bygd við norðursíðuna av lítla Hermon. Holurnar har í líðunum kunnu hava verið tilhald hjá gandafólkinum av tí slagnum, sum Saul kongur vitjaði. 1. Sám. 28,7.
Eneas(úr hebr. prís Harrans.) Áp. 9,32: „Nú hendi tað, sum Pætur ferðaðist um allastaðni, at hann eisini kom til hini heiløgu, sum í Lydda búðu. Har fann hann mann, sum æt Eneas; hann hevði í átta ár ligið í songini og verið lamin. Pætur segði við hann: Eneas! Jesus Kristus grøðir teg. Far upp og reið sjálvur song tína! Tá fór hann við tað sama upp.“
En-Eglajim(hebr. kelda við tveimum kálvum. Týdningurin man kortini vera: tveimum hyljum ella kullum.) Býur, ið nevndur er í Ezekiel 47,10. Nú Áin Hajla.
En-Gannim(hebr. kelda í urtagørðunum.) Býur í ætt Issakars. Josva 19,21. Í 1. Krøn. 6,73 kallaður „Anem“. Um 24 km sunnan fyri fjallið Tabor. Her var tað, Ahazja judakongur flýddi undan Jehu, men varð skotin. 2. Kong. 9,25–27.
En Gedi(hebr. villgeitakeldan.) Býur, sum eisini er kallaður Hazazon-Tamar, t.e. býurin við pálmatrøum. 1. Mós. 14,7; 2. Krøn. 20,2. Hann lá við vesturstrond Deyðahavs. Landslag við klettum og holum. 1. Sám. 24,1. Keldan, sum plássið var kallað eftir, sprettur upp um 200 metrar ovari í líðini. Staðið kallast nú Áin Judy = lambskeldan. Umtalað sum stað við óføra góðum vakstrarlíkindum og lagaligt fyri tann, ið vil fjala seg burtur. Har eru nógvar holur, men eingin teirra er so djúp, at hendingin í 1. Sám. 24 kann hava farið fram har. 1. Sám. 24,23: „Síðani fór Saul heim; men Dávid og menn hansara fóru niðan í fjallaborgina.“ Seinni nevnist hetta staðið aftur í 2. Krøn. 20,2, tá fíggindar komu móti Jósafat til bardaga: „Tíðindi vórðu borin Jósafat um hetta, og sagt varð: Stórur herur kemur ímóti tær úr landinum hinumegin Havið, úr Áram; teir eru longu í Hazezon-Tamar (tað er En-Gedi).“
EngedisoyðimørkLendið vestan fyri Deyðahav, um En-Gedileiðina í Hás. 1,14 talar Sálomo um víngarðarnar í En-Gedi.
      Søguskrivarin Josefus talar um balsam úr En-Gedi.
      Plinius (24–79 e.Kr.) talar um pálmarnar í En-Gedi.
En-Hadda(hebr. rennandi kelda.) Býur á marki Issakars. Josva 19,21. Nú Hadetta, 9 km eystan fyri Tabor.
En-Hakkore(hebr. róparakeldan.) Dóm. 15,19: „Tá opnaði Gud kulluna, sum er í Lehi, og vatn rann upp úr henni; táið hann hevði drukkið, fekk hann lívsmegi sína aftur. Tí fekk henda keldan navnið En-Hakkore. hon er í Lehi enn í dag.“
En-Hazor(hebr. bygdarkeldan.) Ein av býunum, sum ætt Naftali fekk við bygdunum, ið til hoyrdu. Josva 19,37.
En-Mizpat(hebr. kelda dómsins.) 1. Mós. 14,7. Hetta var gamla navnið á Kadesj, q.v.
Enok(hebr. vígdur.) 1. Mós. 5,18: „Táið Jered var 162 ár, fekk hann sonin Enok. Eftir at Jered hevði fingið Enok, livdi hann 800 ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin, ið Jered livdi, var soleiðis 962 ár; so doyði hann. Táið Enok var 65 ár, fekk hann sonin Metúsalem. Eftir at Enok hevði fingið Metúsalem, livdi hann við Gudi í 300 ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin, ið Enok livdi, var soleiðis 365 ár. – Enok livdi við Gudi; og hann var ikki til longur; tí Gud tók hann.“ 1. Mós. 5,18–24.
Enon(hebr. keldur.) Staðið, stutt frá Salim, har Jóhannes doypti, tí har var nógv vatn; fólkið kom hagar og læt seg doypa. Júst hvar staðið var, er ikki vist. Jóh. 3,23.
Enosj(hebr. maður, menniskja.) 1. Mós. 4,26: „Eisini Set fekk son, og hann gav honum navnið Enosj: um ta tíðina varð byrjað at ákalla navn HARRANS.“ 1. Mós. 4,26. Orðið er umsett „maður“ í Job 5,17 og Job 7,17.
En-Rimmon(hebr. kelda í Rimmon.) Ein av býunum, ið eftirkomarar judamanna búsettust í, heimkomnir úr útlegdini. Nehem. 11,29. Staðið man vera tað sama, sum í Josva 15,32 verður kallað Ajin og Rimmon. Tey hava verið so nær saman, at tey við tíðini vórðu nevnd sum ein býur.
En-Rogal(hebr. kelda fótanna.) Kelda tætt við Jerúsalem; teir, ið starvaðust við at tøva og vaska klæði, hildu til við hetta stað, ið lá tætt við Bleikivøll, har klæðini vórðu løgd á blik. 2. Kong. 18,17. Keldan fekk navnið av, at tey tøvdu undir fót og vaskaðu á líknandi hátt. Nú kallað „Bir Eyub“, t.e. kelda Jobs.
En-Sjemesj(hebr. sólkelda.) Josva 18,17. Var á markinum millum Juda og Benjamin, eystan fyri Oljufjallið. Sagt er, at hetta er einasta keldan haðani og til Jeriko. Nú kallað Áin-Haud.
En-Tappau(hebr. kelda í Tappua.) Kelda nærhendis býnum Tappua, q.v. Josva 17,7–8.
Epafras(stytting av Epafroditus.) Lærari í samkomuni í Kolosse. Paulus kallar hann „hin elskaði okkara, sum tænir saman við okkum og er trúgvur tænari Kristusar fyri tykkum“. Kol. 1,7, og í Kol. 4,12: „Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara – tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds.“ So í brævi Paulusar til Filemon v. 23: „Epafras, sum saman við mær er fangi í Kristi Jesusi, letur heilsa tær.“
Epafroditus(gr. elskiligur, frá epi og Afrodite, t.e. Venus.) Fil. 2,25: „Men eg helt vera neyðugt at senda Epafroditus til tykkara, hann, sum er bróðir mín og virkar og stríðir saman við mær, og sum er sendimaður og tænari tykkara at hjálpa mær í trongd míni.“ Les Filip. 2, allan. Filip. 4,18: „Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara – yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði.“
Epenetus(gr. prísaður.) Róm. 16,5: „Heilsið Epenetusi, hinum elskaða mínum, sum er frumgróður Asia fyri Kristus!“
EpikurskurVísdómslærarar, sum kallaðu seg eftir heimspekinginum Epikur (341–270 f.Kr.) Áp. 17,18. Hann hevði skúla fyri heimspekingar í Aten frá um ár 306 f.Kr. Hann lærdi millum annað, at einki lív kann vera aftan á deyðan. Endamálið við lívinum er at njóta tað, sum tær lystir, men við umhugsan og varni. Navnið epikurskur er seinni nýtt um at liva í fínligari óhógv.
Er(hebr. vakin.) Sonur ættarfaðirin Juda við dóttur kána’anitin Sjua. 1. Mós. 38,1–2. Og í v. 7: „Men HARRANUM líkaði ikki Er, hin frumborna hjá Juda; tí læt HARRIN hann doyggja.“ Ikki er sagt her, hví tað var, men hann hevði kána’anitiska móður, so tað kann hava verið avgudadýrkan.
Eran(hebr. vakin.) Sonur Sjutela, elsta son Efra’ims; frá honum er komin eranitaættin. 4. Mós. 26,36.
Erastus(gr. elskaður.) Róm. 16,23: „Gajus, sum lænir mær og allari samkomuni hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin, í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.“ Josefus sigur, at hann, ið hetta starvið hevði, varð á teimum døgum virdur sum tignarligur maður. Áp. 19,22: „Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia.“ 2. Tim. 4,20: „Erastus varð eftir í Korint. Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.“
Erek(akkadisk Uruk.) Býur Nimrods. 1. Mós. 10,10. Lá við Eufrat, kallast nú Warka, um 160 km í landsynning úr Bábylon. Her varð funnið fram til toftirnar av fyrsta sokallaða Ziggurat, t.e. tempultorn og innskriftir (eft. Jack Finegan: Light from the Ancient Past). Tornið í Uruk er frá fyrra parti av fjórða túsundárinum f.Kr. Erek, Ur, Lagasj og Eridu vóru millum elstu býir í Suðurbábylonia.
Eri(hebr. vakjandi.) Fimti sonur ættarfaðirin Gad og ættarfaðir eritanna. 4. Mós. 26,16.
Esaias(Jesaja) (hebr. HARRIN frelsir.) Ein av hinum „stóru“ profetunum. Lítið er sagt um mannin sjálvan. Faðir hansara æt Amoz. Es. 1,1. Av hvørji ætt hann var, er ikki nevnt. Hann man hava búð í Jerúsalem. Hann var giftur við profetinnu og átti ein son, sum æt Maher-Sjalal Hasj-Baz, og annan, ið æt Sjearjasjub. Es. 8,3; 7,3. Í sætta kapitli talar Esaias og sigur frá kalli sínum. Hann hevði talað til fólk sítt fyri ta tíð og víst á ónýttu gudsdýrkan teirra; t.d. sigur hann í kap. 1,13: Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!“ Honum longdist sjálvandi eftir at síggja eina gudrøkna tjóð. Tjóðskaparliga visti væl við. Uzzias kongur hevði víðkað um landamarkini. Í 2. Krøn. 26,8 stendur: „Ammonitar komu við gávum til Uzzias, og navn hansara varð gitið líka til Egyptalands; tí hann fekk ovurhonds stórt vald.“ Ikki er so nógv at undrast yvir, at menn Juda, og millum teir Esaias, væntaðu nógv av Uzziasi kongi; men ilt er at seta álit sítt á menniskju. 2. Krøn. 26,16: „Men táið hann hevði fingið hetta stóra vald, gjørdist hjarta hansara hugmóðigt, so hann misbreyt seg; hann var HARRANUM Gudi sínum ólýðin og fór inn í halgidóm HARRANS at brenna roykilsi á roykilsisaltarinum. Men Azarja prestur fór inn aftan á honum og við honum 80 av prestum HARRANS, djarvir menn. „ Tá teir so høvdu sagt við hann at fara út haðani, tí eingin mátti ofra roykilsi uttan teir, sum HARRIN hevði halgað til tað, stendur í v. 19: „Tá kom ilt í Uzzias. Hann hevði roykilsisílat í hondini og skuldi júst fara at brenna roykilsi; men í tí øðin kom í hann móti prestunum, breyt spitalskan út á pannu hansara, har hann stóð framman fyri prestarnar í húsi HARRANS við roykilsisaltarið.“ Í v. 20–21 stendur, at Uzzias kongur var spitalskur líka til deyðadag sín. Judamenn og teirra millum Esaias munnu kortini hava hildið, at so leingi lív er, er vón, men ta so Uzzias doyði, Es. 6,1, letur til, at Esaias hevur hugt hægri upp, tí nú sá hann HARRAN. Les Es. 6,1–13. Hann segði kallinum ja og gjørdist evangelisturin millum profetarnar. Sagt er um hann, at hann var meistari í orðavali og setningabygging, og at seinni parturin av bókini kemur saman við Job lættliga upp í heimsins størstu bókmentir. Hansara avmyndan av hinum líðandi Messiasi hevur leitt túsund og aftur túsund til Golgata. Sagt er, at sum Bíblian hevur 66 bøkur, hevur Esaiasar bók 66 kapitlar. Við kap. 39 (sum svarar til seinastu bók Gamla Testamentis) endar hin søguliga frásøgnin, og kap. 40 byrjar: „Troystið, troystið fólk mítt“ eins og Nýggja Testamenti byrjar við, at Frelsarin opinberast. Mittasti kapitul í hesi deild er hin undurfulli kap. 53: „HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.“ Esaias tænti HARRANUM í trúfesti, inntil lív hansara endaði við, at hann – eftir jødiskari frásøgn – varð sagaður sundur. Hebr. 11,37. Hann tykist at hava verið høgt í metum í Jerúsalem á døgum Ezekiasar. 2. Kong. 19,2. Esaiasar bók kann verða soleiðis sundurskipað:
   1. Profetisk deild:
      Profeti um Juda og Ísrael, kap. 1 til 12.
      Spádómur um fremmandar tjóðir, kap. 13 til 23.
      Kunngerð um dómar og útfríingar, kap. 24 til 35.
   2. Søgulig deild:
      Afturlit, kap. 36 til 37.
      Framlit, kap. 38 til 39.
   3. Messias-profeti:
      Útfríingin, kap. 40 til 48.
      Útfríarin, kap. 49 til 57.
      Hini útfríaðu, kap. 58 til 66.
Esau(hebr. loðin.) Sonur Ísak og Rebekku og tvíburabróðir Jákups. Einki er sagt um Esau, fyrr enn hann var tilkomin, uttan hendingin í 1. Mós. 25,21–26, tá teir vórðu føddir um ár 1980 f.Kr. Tilkomnir, stendur um teir, at Esau var góður veiðimaður, sum helt seg úti á markini; men Jákup var friðarligur maður, sum búði í tjøldum. Í v. 29 til 34 lesa vit um, tá Esau seldi Jákupi, bróður sínum, frumburðarrættin fyri „linsuvelling“. Linsur, sum eisini eru nevndar „flatbønir“; verða nýttar til matna enn sum á Esaus døgum. Lívfrøðiliga nevndar Ervum Lens. Kókaðar við sáðunum eru tær reyðar, v. 30. So lesa vit í kap. 26,34: „Táið Esau var 40 ár, tók hann sær til konur Judit, dóttur Hetitin Be’eri, og Basmat, dóttur Hetitin Elon. – Tað var Ísaki og Rebekku ein hjartasorg.“ Les. kap. 36,2: „Esau hevði tikið sær konur av døtrum Kána’ans: Adu, dóttur Hetitin Elon, Oholibamu, dóttur Ana, son Hevitin Zibeon.“ Í kap. 28,8: „Tá skilti Esau, at Ísaki, faðir hansara, dámdi ikki døtur Kána’ans, tí fór Esau til Ísmael og tók Mahalat, dóttur Ísmael son Ábraham, systur Nebajot, til konu aftrat hinum konum sínum.“ Vit síggja, at nøvnini eru illa samanblandað her, og man tað vera aldargomul misskriving. Les gjølla kap. 27, hvussu Jákup lumpaði bæði Esau og Ísak, faðir teirra. Tá so Ísakur hevði givið Jákupi signingina, stendur í v. 41: „Men Esau kastaði hatur á Jákup fyri signingina, ið faðir hansara hevði lýst yvir hann, og Esau segði við sær sjálvum: Tað verður ikki leingi nú, inntil vit fara at halda sorg eftir pápa, og tá skal eg drepa Jákup beiggja.“ So gingu mong ár, til teir hittust aftur, kap. 33. Tá sættust teir og samdust. So hitta vit teir báðar við jarðarferð Ísaks. 1. Mós. 35,28–29. Esau og ætt hansara búðu í Edomslandi, q.v., eisini kallað Se’irsfjøll. 5. Mós. 2,5: „Eg havið givið Esau Se’irsfjøll í ogn.“ Meir er um Esau undir navninum Jákup.
Esek(hebr. klandur.) 1. Mós. 26,20: „Men hirðarnir í Gerar gjørdu seg inn á hirðar Ísaks og søgdu: Hetta vatnið eiga vit. – Tí gav hann brunninum navnið Esek, tí har klandraðust teir við hann.“
Esjan(hebr. stuðul.) Triði, ið nevndur er av 9 býum í landinum við Hebron í Juda. Josva 15,52.
Esjba’al(hebr. maður Ba’als.) 1. Krøn. 8,33; 9,39. Fjórði sonur Sauls. Ivaleyst sami sum Isjbosjet. 2. Sám. 2,8. Ikki var óvanligt, at tá hataða navnið Ba’al fanst í mansnøvnum, broyttu tey tað til „Bosjet“, sum Jerubbosjet fyri Jerubba’al, og Mefibosjet fyri Meribba’al. Orðið bosjet týddi „skomm“ og sigur eitt sindur frá, hvat rættir ísraelsmenn hildu um gudsdýrkan Kána’ans.
Esjban(hebr. skilagóður.) Annar nevndi av fýra sonum Disjon horit. 1. Mós. 36,26.
Esjek(hebr. kúgan.) 1. Krøn. 8,39. Bróðir Azel, benjaminsmaður av eftirkomarum Sauls.
Esjkol(hebr. berjatyssi.) Høvdingi amorita. Hann var saman við Aner og Mamre í parti við Ábrahami, tá hann fríaði Lot og hansara frá Kedorlaomer og sameindu hansara. 1. Mós. 14,13–24. Um ár 1955 f.Kr.
   2. Dalur nær við Hebron. 4. Mós. 13,23: „Táið teir komu til Esjkoldal, skóru teir har grein av víntræi; hon bar vínberjatyssi, sum tveir menn máttu vera um at bera á beristong; líkaleiðis tóku teir nøkur granatepli og nakrar fikur. Hetta staðið fekk navnið Esjkoldalur, – eftir vínberjatyssinum, ið Ísraelsmenn skóru av har.“
Esjtaol(hebr. óálítandi vegur.) Ein av býum ættar judamanna í láglendinum. Josva 15,33. Seinni lagdur afturat ætt danita. Josva 19,41. Samson varð føddur í ella nær við Esjtaol. Dóm. 13,24–251 Dóm. 16,31. Staðið kallast nú Eswa, um 22 km í útnyrðing úr Jerúsalem.
Esjtemo(hebr. lýdni.) Stavast eisini Esjtemoa. Býur í Juda. Josva 15,50. Seinni latin levitum. Josva 21,3; 21,14. Tá amalekitar høvdu brent Ziklag av, og Dávid hevði vunnið á teimum, sendi hann gávu av herfonginum til hinar elstu í Juda; millum aðrar teir í Esjtemoa. 1. Sám. 30,26. Kallast nú Semua, ein bygd sunnan fyri Hebron. Har eru toftir frá gomlum døgum.
Esjton(hebr. hvíld.) Sonur Mehir og abbasonur Kelab av ætt Juda. 1. Krøn. 4,11–12.
Esli(týdn. óvissur.) Sonur Naggai og faðir Na’um í ættartali Jesu Krists. Luk. 3,25.
Ester(Upprunaliga navnið var Hadassa = Myrta.) Komin í kvinnuhús Ahasverusar fekk hon navnið Ester. Gesenius sigur, at hon var kallað upp eftir gongustjørnuni Venus, á grikskum Aster. Ester 2,5: „Í borgini Susan var tá jødiskur maður, ið æt Mordokai; hann var sonur Ja’ir, son Sime’i, son Kisj, Benjaminitur. Hann var fluttur burt úr Jerúsalem við fangunum, ið Nebukadnezar bábelskongur flutti í útlegd saman við Jekonja judakongi.“ Hesin Mordokai var fosturfaðir hennara. Tey vóru systkinabørn. Vit fáa alt at vita um hetta, um vit lesa Esterar bók, alla; tað er skjótt gjørt. Ahasverus, q.v.
Etam(hebr. tilhald rovdjóra.) Í gjónna við Etam fór Samson, tá hann hevði sligið filistarar. Dóm. 15,8–11.
   2. Rehabeam bygdi fleiri býir í Juda um til víggirdar staðir. Hann bygdi Betlehem, Etam og Tekoa. 2. Krøn. 11,6.
Etam(Annar staviháttur og annar týdningur.) Torført at umseta. Kann vera egyptiskt: við sjógvin.) Stað eystanfyri, har nú Suezveitin er, tætt við oyðimørkina. 2. Mós. 13,20: „Tey (fólk Ísraels) fóru so avstað úr Sukkot og gjørdu steðg í Etam, har sum oyðimørkin byrjar.“ Har segði HARRIN, at teir skuldu broyta kósina fyri at villleiða Farao. 2. Mós. 14,1.2.3.
Etan(hebr. fermur, áhaldandi.) Ein av hinum fýra tiltiknu vísu monnunum, sum nevndir eru í 1. Kong. 4,31. Sagt er um Sálomo, at hann var vísari enn teir. Sálmur 89 er nevndur: „Songur eftir Etan Ezra’it.“
   2. Sonur Zimma og faðir Adaja, av ættarfólki Asafs levits. 1. Krøn. 6,42, Í 1. Krøn. 6,21 tykist hann nevndur Jóa og sonur hansara Iddo.
   3. Ein teirra, ið Dávid setti til at hava við songin at gera í húsi HARRANS, eftir at ørkin hevði fingið hvíldarstað. 1. Krøn. 6,31 og 44.
EtanimSjeyndi mánaðurin. Eisini nevndur Tisri.
Etba’al(hebr. við Ba’al.) Kongur í Sidon, faðir Jesabelar, sum var drotning Akabs kongs. 1. Kong. 16,31, stutt áðrenn 875. Menander, 340–292, kallar hann Itobalus og sigur, at hann var prestur Astartu. Ráddi í Týrus og Sidon í 32 ár. Hann doyði, tá hann var 68 ár. Jesabel var íðin í síni heidnu gudadýrkan.
Eter(hebr. ríkidømi.) Ein av 9 býum í láglendi Juda, sum upp eru roknaðir í Josva 15,42.43.44.
Etiopia(á hebr. Kusj.) Landið sunnan fyri Egyptaland. Á leið sama landið, sum seinni varð kallað Sudan, t.e. land teirra svørtu. Umtalað í Es. 45,14; Zef. 3,10. Í frásøgnini um urtagarðin Eden er stað nevnt við navninum Kusj. 1. Mós. 2,13. Í Áp. 8,27 er sagt um etiopara, sum tók við trúnni við talu Filips.
Et-Kazim(hebr. í ætt við hitt evsta.) Býur í ætt Zebulons við eysturmarkið. Josva 19,13.
Etnan(hebr. gáva.) Ein av eftirkomarum Juda, hann var sonur Helu, sum var kona Ashur. 1. Krøn. 4,7. Etnan merkir ikki frí gáva, heldur samsýning.
Etni(hebr. gáva mín ella gávumildur.) Sonur Zera og faðir Malkija. Levitur av fólki Gersoms. 1. Krøn. 6,41.
Eubulus(gr. góður í ráðum.) Ein kristin í Róm. Paulus heilsar frá honum og øðrum, tá hann skrivar til Timoteus. 2. Tim. 4,21.
Eufrat(hebr. frat, streymandi, stríður.) Á, sum kemur úr fjøllunum í Armenia og rennur út í Persaraflógvan, 2850 km. Áin er størst í mars, apríl og mai, tá kavin bráðnar í fjøllunum uppi í Áraratslandi. Eufrat og Tigris renna saman, áðrenn tær koma í havið, og tær hava nógva móru við sær oman í oyruna, so hon veksur, siga jarðfrøðingar, meir enn 2 km hvørja øld.
Eunike(gr. væleydnaður sigur.) Áp. 16,1: „Hann kom tá til Lystra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu, faðirin var grikskur.“ 2. Tim. 1,5: „Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni – trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.“
Eurakvilo(gr. euroklydan = landnyrðingsstormur.) Sagt frá í søguni um sjóferð Paulusar, sum endaði við, at teir fóru á land á oynni Malta. Áp. 27,14.
Eutykus(gr. heppin.) Í Áp. kap. 20 er sagt frá, at tá tey fyrsta dagin í vikuni vóru komin saman at bróta breyðið, og Paulus talaði leingi, líka til midnátt, og nógvar lampur vóru í salinum, hendi tað, at ungur maður, sum sat í vindeyganum, sovnaði og datt niður av triðju hædd. Hann æt Eutykus.
Eva(hebr. Hawa, t.e. livandi, lívgevandi.) Vit lesa um hana í 1. Mós. 2,20–25 og kap. 3,1–24; 4,1.
Evi(hebr. ynski.) Ein av kongunum í Midjan, sum dripnir vórðu, tá Móses eftir boði HARRANS tók hevnd yvir midjanitar. Ár 1441 f.Kr. var land teirra lagt til ætt Rubens. Josva 13,21–23.
Evil-Merodak(bábyloniskt: Amel Marduk, t.e. maður (tænari) Marduks, gudsins.) Hann er nevndur í Gamla Testamenti tvær ferðir, 2. Kong. 25,27 og Jer. 52,31. Evil-Merodak var sonur og eftirmaður Nebukadnezars og var kongur ár 562 til 560. Lítið er sagt um hann hesi tvey árini, hann var kongur. Brosos, søguskrivari um 250 f.Kr., sigur, at tað var svágur hansara Neriglissar, sum fekk hann av døgum og tók ríkið eftir hann. Josefus man taka upp aftur eftir Brosos, tá hann sigur, at Evil-Merodak var harður og miskunnarleysur. Tað, ið sagt er um hann í 2. Kong. 25,27 og hjá Jeremiasi, sigur frá, at hann var ella kundi vera sera miskunnsamur. Jójakim, judakongur, sum hevði sitið í fangahúsi í 37 ár, varð leysgivin og settur við borð kongs til at vera har so leingi, hann livdi.
Evodia(gr. góð leið ella góður angi.) Filip. 4,2: „Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum; ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus: Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.“
Ezbai(hebr. skyggjandi.) Ein av reystu køppum Dávids. Sama var sonur hansara Na’arai. 1. Krøn. 11,37.
Ezbon(hebr. skreyt.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum ættarfaðirsins Gad. 1. Mós. 46,16. Í 4. Mós. 26,16 nevndir Ozni.
   2. Hin fyrst nevndi av sonum Bela, son Benjamin. 1. Krøn. 7,7,
Ezekias(Hezekias) (HARRIN er styrki.) Um vit ikki rokna Atalju uppí, var hann tólvti kongurin í Juda. Hann var kongur frá 715 til 687 f.Kr. 2. Krøn. 29,1: „Ezekias var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 29 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Abia og var dóttir Zakarja.“ Longu í fyrsta mánaði, fyrsta árið, hann sat við stýrið, fór hann til verka at fáa aftur í rættlag alt, sum var farið av lagi hesi 16 árini, sum veiki faðir hansara hevði verið kongur. Hitt fyrsta var at lata upp dyrnar í húsi HARRANS, og so lesa vit um, hvussu hann beindi burtur alt, ið ikki var eftir orði og boðum HARRANS.
      Eisini koparormin, ið Móses hevði gjørt, muldi hann í mjøl, tí líka til tá høvdu ísraelsmenn brent roykilsi fyri honum. Sama, hvat tað er. Um tað upprunaliga er eftir boði Harrans, verður tað nýtt til annað enn ætlað var, skal tað beinast burtur. „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ Matt. 4,10. Tað, sum Ezekias gjørdi fyri HARRAN og fólk hansara, lesa vit um í 2. Krøn. 29,1 til kap. 32,33, og í 2. Kong. 18,1 til kap. 22,20.
Ezekiel(hebr. Gud styrkir.) Ein av teimum „stóru“ profetunum. Ezek. 1,1: „Tann fimta í fjórða mánaði, tríatinda árið – eg var tá millum hini herleiddu við Kebará – opnaðist himmalin, og eg sá sjónir frá Gudi. Tann fimta í mánaðinum – tað var fimta árið, eftir at Jójakin kongur var farin í útlegd – kom orð HARRANS til Ezekiel prest, son Buzi, í Kaldearalandinum, við Kebará, og hond HARRANS kom har yvir hann.“ Tá Ezekiel í fyrsta versi sigur, at hetta hendi í tríatinda ári, vil tað siga tríati ár eftir, at henda kongsættin kom til ræðið í Bábel. Tann fyrsti av teimum var Nabopolassar, so sonur hansara Nebukadnezar, hann sum um hetta mundið var kongur. Eftir hann var sonur hansara kongur, hann æt Evil Merodak, q.v. Ezekiel var ærdur millum fólk sítt í útlegdini, og hinir elstu komu til hansara at fáa ráð og at hoyra orð frá Gudi. Ezek. 11,25; 20,1. Seinasta tíðarfesting, hann nevnir, er hitt tjúgusjeynda árið, tey vóru í útlegd. Hann kom ongantíð aftur til heimlandið. Vit fáa meir um hetta at vita, um vit gjølla lesa bók Ezekiels. Vit kunnu býta hana sundur soleiðis:
   Inngangur:
   Kall hansara og tað, hann skuldi siga og gera, kap. 1,1 til 3,27.
   1. partur: Spásøgn um Juda og Jerúsalem, kap. 4,1 til 24,27.
   2. partur: Spásøgn um tjóðirnar, kap. 25,1 til 32,32.
      1. Móti Amon, kap. 25,1–7.
      2. Móti Móab, kap. 25,8–11.
      3. Móti Edom, kap. 25,12–14.
      4. Móti filistarum, kap. 25,15–17.
      5. Móti Týrus, kap. 26,1–28,19.
      6. Móti Sidon, kap. 28,20–26.
      7. Móti Egyptalandi, kap. 29,1 til 32,32.
   3. partur: Spásøgn um endaligu endurreising Ísraels, 33,1–48,35.
      1. Hendingar, fyri endurreisingina, kap. 33,1–39,29.
      a. Ónd reinsað út, kap. 33,1 til 33.
      b. Falskir hirðar verða umskiftir við sannar, kap. 34,1–31.
      c. Signingar Ísraels á komandi tíðum, kap. 36,1–15.
      d. Endurnýggjan fólksins, kap. 36,16 til 37,28.
      e. Dómur yvir fíggindar, kap. 38,1 til 39,24.
      f. Sjónir um endurreista tjóð, kap. 39,25 til 29.
   2. Tilbiðjan í ríkinum, kap. 41 til 48,35.
      a. Tempul túsundáraríkisins, kap. 40,1 til 43,27.
      b. Tilbiðjan túsundáraríkisins, kap. 44,1 til 46,24.
      c. Land túsundáraríkisins, kap. 47,1 til 48,35.
   HARRIN letur tænara Sín vita av frammanundan, hvussu honum fór at gangast, tá hann fór at kunngera fólkinum alt ráð Guds: „Men táið Eg tali til tín, skal Eg lata upp munn tín, og tú skalt siga við tey: So sigur Harrin, HARRIN! Og so kann tann lurta eftir, sum vil lurta eftir, og tann, ið ikki vil, kann lata vera! – Tí ólýðin ætt eru tey.“ Ezek. 3,27. Ezek. 33,30: „Men tú, menniskjasonur! Landsmenn tínir tosa um teg undir veggjunum og í húsdurunum og siga hvør við annan: Komið og hoyrið, hvat tað er fyri orð, ið út gongur frá HARRANUM. So koma teir til tín í stórum flokkum og seta seg framman fyri teg – sum fólk mítt – og hoyra orð tíni; men teir gera ikki eftir teimum, nei, tað, ið teimum líkar, gera teir, og eftir vinningi tráar hjarta teirra! Og tú – tú ert teimum sum ein, ið hevur gott mál og spælir væl og kvøður kærleiksvísu – teir hoyra víst orð tíni, men teir gera ikki eftir teimum. Men táið tað kemur – ja og tað kemur! – skulu teir sanna, at profetur hevur verið millum teirra!“
      Hann sigur álvarsamt frá HARRANUM við fólkið: „Eg havi onga gleði av, at nakar doyr – sigur Harrin HARRIN; vendið tí við, so skulu tit liva!“ „Tey skulu sanna, at eg eri HARRIN“, stendur meir enn 30 ferðir.
      Ezekiel varð fluttur til Bábel ár 599 f.Kr. Hann var tá 23 ár. Óvist er, um hann livdi, tá Evil Merodak kom til ræðið og slepti Jójakin kongi úr fangahúsinum, har hann hevði sitið í 37 ár.
Ezel(hebr. skilnaður.) Vit lesa um Ezelstein í 1. Sám. 20,19. Best er at lesa allan kapitulin, sum er ein hin besta søgan, ið skrivað er.
Ezem(hebr. bein, styrki.) Býur í ætt Sime’i. 1. Krøn. 4,29.
Ezer(hebr. hjálp.) Sonur Efraim, sum menn úr Gat drópu, tí teir vóru komnir hagar at ræna fæ teirra. 1. Krøn. 7,21.
   2. Prestur, sum nevndur er í Nehem. 12,42.
   3. Ein av eftirkomarum Juda. 1. Krøn. 4,4.
   4. Høvdingi teirra, sum komu til Dávid í Ziklag. 1. Krøn. 12.9.
   5. Levitur, sonur Josva, høvdingin yvir Mizpa; hann arbeiddi uppá eitt stykki av múrinum. Nehem. 3,19.
Ezer(hebr. annar staviháttur: sameining.) Ein ættarhøvdingi horita, sonur Se’ir í Edomslandi. 1. Mós. 36,21.
Ezjon-Geber(hebr. bak á manni ella kappa.) Seinasta staðið, sum fólk Ísraels gjørdi steðg, áðrenn tey komu til Zinsoyðimørk. 4 Mós. 33,35–36. 1. Kong. 9,26: „Sálomo kongur læt eisini smíða skip – í EzjonGeber, sum liggur við Elat á Reyðahavsstrond í Edomslandi.“ Staðið liggur við Akabavíkina og eitur nú Tell el Kheleifeh.
      Fornfrøðin sigur frá mongum, teir eru komnir framá har við Akabavíkina. Av serligum áhuga eru koparnám Sálomos og smeltiverkið, har koparið varð reinsað. Teir ivast ikki í, at her er sjónligi stovnurin undir hansara tiltikna ófatiliga ríkidømi. Í bókini „Oid Africa Rediscovered“ finna vit ymist um handilin í eystri í gomlum døgum: „Tá Duarte Barbosa í fimtandu øld sigldi ein av fyrstu skipsflotum Portugals til India, fekk hann at síggja, at fólkið við strondina á Afrika, eystanfyri, handlaði við og seldi mongdir av gulli, fílabeini og voksi“. Hann sá, at keypmenn í indiska ríkinum Camboy, sum afrikafólkið seldi vørur sínar til, „fingu stóran ágóða“ av hesum handli. Hann skrivar, at „báðir partar vunnu nógvan pening.“ Hetta var nýtt fyri portugalsmonnum um ár 1500, men hesin handil var aldargamal.
      Egyptar undir fyrstu og mittastu kongsættunum handlaðu við Punt (nútímans Somalia). Tvey túsund og fimm hundrað ár fyri hetta høvdu sjómenn siglt eftir gulli fyri Hiram kong í Týrus við Miðjarðarhavið niður til Ofir (sum er umleið nútímans Jemen). So lesa vit í 2. Krøn. 8,17: „Um hesa tíðina fór Sálomo til Ezjon-Geber og til Elot úti við havið í Edomslandi. Huram sendi menn til hansara við skipum og sjóvandari manning; teir fóru saman við monnum Sálomos til Ofir og førdu haðani 450 talentir av gulli heim til Sálomo kong.“ 2. Krøn. 9,21: „Tí kongurin hevði skip, ið fóru til Tarsis saman við monnum Hurams; triðja hvørt ár komu skipini heim, fermd við gulli, silvuri, fílabeini, apum og páfuglum.“ Tá vit lesa um drotningina úr Saba, hon æt Belkis, skilja vit nakað av ríkidøminum har suðuri. 2. Krøn. 9,9: „Síðani gav hon konginum 120 talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri hevur slík mongd av kryddurtum verið í landinum, sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi.“ Gjaldoyrað fyri hetta, teir førdu heim til Sálomo, var ivaleyst kopar úr Ezjon-Geber við Akabavíkina.
Ezra(hebr. hjálp.) Prestur, sum leiddi ein hóp av útlagnum heim úr Bábel, og sum skrivaði Ezra bók, ið sæst av kap. 8,1; 9,1 o.ø. Hann var í beinari linju í ætt við Pineas, sum var abbasonur Áron. Ezra 7,1–5. Ezra 7,6: „ – hesin Ezra fór heim úr Bábel. Hann var skriftlærdur maður, kunnigur við Móselóg, hana, ið HARRIN Gud Ísraels hevði givið. Og við tað at HARRIN Gud hansara helt hond Sína yvir honum, læt kongurin hann fáa alt, ið hann bað um.“ Vit lesa í kap. 7,11 avskrift av brævi, sum Artaxerxes kongur í Persia (í søguni nevndur Longimanus, kongur frá 465 til 425 f.Kr.) skrivar til Ezra. Vit síggja, hvør stórbæra ávirkan gudsótti og kunnleiki hansara í orði HARRANS hevði á viðurskiftini, har tey vóru í útlegd. Ezra skilti, hvussu nógv tað hevði at týða har í útlegdini, at verk vóru aftan fyri vitnisburðin. Hann visti, at ferðin, teir nú skuldu byrja, lá um vandamikil øki. Har vóru ránsmenn, sum ongum eirdu, og ferðin fór at vara einar 4 mánaðir.
      Freistandi kundi verið at biðið kong um nakrar hermenn til verju. Hann visti, at tað fekk hann beinan vegin, men les kap. 8,22: „Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl.“
      Ezra var kortini fyri stórum vónbrotum. Kap. 9,1 sigur frá, at hann fekk at vita, at fólkið hevði borið seg trúleyst at. Tey høvdu blandað seg við heidningafólkini. Tey høvdu gift seg saman við teimum – Ezra sigur um hetta í v. 3: „Táið eg hoyrdi hetta, skræddi eg kyrtil og kappa mín, roytti hár av høvdinum og úr skegginum og fekk ikki orðið upp fyri sorg.“ Lesa vit kapitlarnar 9 og 10, síggja vit, hvussu stórt misbrot hetta var at blanda seg við fólkini, sum ikki vóru av fólki Guds. Harrin er sanniliga ikki minni íðin fyri fólkinum í dag. Fólkinum, sum Hann keypti við dýra blóði Sínum. 2. Kor. 6,14:
      „Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi“, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt. Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum; og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur – sigur Harrin hin Alvaldi.“
Ezri(hebr. hjálpsamur, hjálp mín.) 1. Krøn. 27,1: „Hetta eru Ísraelsmenn eftir tali teirra, við ættarhøvdingum teirra, høvuðsmonnunum yvir 1000 og yvir 100 og umsjónarmonnum teirra, sum tæntu konginum í øllum, ið viðvíkti herflokkunum. V. 26: „Ezri, sonur Kelub, yvir teimum, ið arbeiddu á markini og dýrkaðu jørðina.“