Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Ba’al(hebr. harri, eigari.) Hjá fønikarum vanligt navn á gudi teirra. Orðið er í hebr. nýtt um húsharra ella eigara. Dóm. 19,22: „hin gamla mannin, ið húsið átti.“ Job 31,39: „… og pínt lívið úr eigarum tess“. 2. Mós. 21,28: „men ánarin er sakleysur“. Orðið er mangan nýtt sum forstavilsi á staðarnøvnum: Ba’al-Gad; Ba’al Hamon o.fl.
Ba’alHægsti og fremsti gudur kána’anita. Nógv umtalaður í Gamla Testamenti og væl kendur úr gomlum skriftum frá Ras Sjamra (Ugarit í Amarnabrøvunum). Nevndur í kvennkyni Ba’alat; eisini Astarta, Anat o.a. Við ba’alsdýrkanini fylgdi menniskjaoffur og siðloysi.
Ba’ala(kvennkyn av Ba’al, t.d. 1. Kong. 17,17: „Ba’alat habait: “… konuna, ið húsið átti…“). Býur við norðurmark Juda. Josva 15,10. Ein av heiløgu støðum gibeonita. Her í Josva 15,9 nevnt saman við Kirjat-Jearim, q.v. Les 1. Krøn. 13,6.
Ba’alat(týdn. sum Ba’ala.) Býur í ætt Dans. Man vera hin sami, sum Sálomo víggirdi. 1. Kong. 9,18; 2. Krøn. 8,6.
Ba’al-Berit(hebr. harri sáttmálans.) Veðurgudur Semita, Dóm. 8,33: „Men táið Gideon var deyður, fóru ísraelsmenn aftur at halda seg til ba’alarnar og tóku sær Ba’al-Berit til gud.“ Stundum kallaður El-Berit, t.e. gud sáttmálans. Dóm. 9,46. Vit fáa meir at vita um hetta, lesa vit Dóm. 9, allan.
Ba’ale-Juda(hebr. harrar Juda.) 2. Sám. 6,2: „So fór Dávid avstað við øllum fólkinum, ið hjá honum var, og fór úr Ba’ale-Juda til at flyta haðani ørk Guds, sum kallað verður við navni HARRANS Guds herskaranna, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum.“
Ba’al-Gad(hebr. harri eydnunnar.) Ein býur kán’anita, Josva 11,17; 12,7, við Hermonsfjall, tí eisini kallaður Ba’al Hermon. Dóm. 3,3; 1. Krøn. 5,23.
Ba’al-Hamon(hebr. harri mongdanna.) Staðið, har Sálomo hevði víngarð, sum hann læt nakrar fáa í varðveitslu. Hásong. 8,11. Óvist er, hvar staðið var.
Ba’al-Hanan(hebr. harri náðinnar.) Sonur Akbor. Ein av kongunum, sum ráddu í Edomslandi, áðrenn ísraelsmenn fingu kongar. 1. Mós. 36,31.38–39:
   2. 1. Krøn. 27,28: „Ba’al-Hanan úr Geder yvir oljutrøunum og morberjatrøunum í láglendinum.“
Ba’al-Hazor(hebr. harri Hazors.) 2. Sám. 13,23. Stað nær við Efra’im, har Absalom hevði seyðabrúk. Tað var har, hann myrdi Amnon. Ivaleyst sama sum Hazor í Nehem. 11,33. Nú kallað Tell Asar.
Ba’al-Hermon(hebr. harri Hermons.) Býur í Efra’im, nær við Hermonsfjall. 1. Krøn. 5,23. Kann vera sama staðið sum Ba’al-Gad. Josva 11,17.
   2. Fjall eystan fyri Libanon. Vit lesa í Dóm. 3,1–4 og lata okkum læra av hesum. Staðið kallast nú Banja og er við Hermonsfjall.
Ba’ali(hebr. harri mín.) Hoseas 2,16: „Tann dag – sigur HARRIN – skalt tú rópa: Maður mín! og ikki longur rópa á meg: Ba’al mín. Her talast um tíð, tá HARRIN í náði hevur gjørt væl við Ísrael. Viðurskiftini eru komin í rætt lag. Hon nevnir hann nú Isji, t.e. maður mín, og ikki longur Ba’ali, t.e. Harri mín. Hon er ikki longur trælkvinna, men brúður.
Ba’alis(hebr. frá Ben alis, sonur frøi.) Ammonitakongur um ta tíðina, tá Ísrael varð herleitt til Bábel. Jer. 40,14.
Ba’al-Meon(hebr. harri bústaðarins.) 4. Mós. 32,37–38: „Rubenitar bygdu upp aftur Hesjbon, El’ale, Kirjatajim, Nebo og Ba’al Meon – sum teir góvu onnur nøvn – og Sibma; teir kallaðu býirnar, teir endurreistu, upp eftir sær.“
Ba’alat-Be’er(hebr. eigarinna brunsins.) Býur í ætt Símeons. Er í Josva 15,24 nevndur Bealot.
Ba’al-Peor(hebr. harri Peors.) Ein gudur móabita. 4. Mós. 25,1–9; Sálm. 106,28; Hos. 9,10.
Ba’al-Perazim(hebr. harri Perazims.) Perazim merkir brot ella skarð, gjøgnumbrotið. Týdningurin er, sum greitt frá í 1. Mós. 38,29, ið er orðaleikur við navninum Peres, og 2. Sám. 6,8, har eitt stað hevur verið kallað Perez Uzza, tí har kom skarð í gleðina av mistaki Uzza. Les søguna. So hyggja vit í 2. Sám. 5,20: „Dávid kom nú til Ba’al-Perazim, og har vann hann sigur á teimum. Tá segði hann: HARRIN hevur brotið ígjøgnum fíggindar mínar fyri mær, eins og vatn brýtur ígjøgnum, tí varð hetta stað rópt Ba’al-Perazim.“
Ba’al Sjalisja(hebr. harri Sjalisja.) Sjalisja merkir raðtalið triði. Býur í Efra’im, stutt vestan fyri Gilgal. Haðani kom maður við mati til Elisa profet. 2. Kong. 4,42.
Ba’al Tamar(hebr. harri pálmanna.) Eitt stað í ætt Benjamins,; nær við Sauls Gibea. Dóm. 20,33. Kanska Deborapálmin millum Rama og Betel. Dóm. 4,5.
Ba’al Zebub(hebr. fluguharri.) Ba’al, sum hann varð nevndur í sambandi við dýrkanina í filistarabýnum Ekron. Hann var hildin at hava vald á flugunum og kundi tí ráða yvir mongd teirra. Tær vóru ring plága har í eystri. 2. Kong. 1,2–16 sigur frá, at ísraelskongur Ahazja sendi boð til Ekron at spyrja Ba’al Zebub, um hann mundi fara at fáa heilsuna aftur. Sendimenninir møttu Eliasi profeti, sum sendi teir aftur til kong við ringum boðum. Fariseararnir søgdu um Jesus, at tað var við megi Be’elsebuls, hann rak út illar andar. Harrin vísti á, hvussu rangar hugsanir teirra vóru um hetta. Paulus sigur í 1. Kor. 10,20: „Nei! Tað sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar.“ Heidnir gudar vóru jú einki, sum profetarnir siga, men aftan fyri alt hetta virkaðu illir andar, og dýrkanin av teimum førdi tí altíð ólevnað við sær.
Ba’al-Zefon(hebr. harri, ella stað, kanska upphav meldurhvirlanna.) Stað, har hildið varð, at óveðrið tók seg upp. 2. Mós. 14,2. Man hava verið kent stað, tí tað nevnist í sambandi við at siga frá, hvar Pi-Hakirot var. Hvar Ba’al-Zefon var, er ikki heilt vist.
Ba’ana(hebr. frá ben ana: sorgarsonur.) Sonur Ahilud, ein av hinum 12 fútum Sálomos; hann hevði Ta’anak, Megiddo og alt Bet-Sean. 1. Kong. 4,12.
   2. Faðir Zadok, sum var við at byggja múrar Jerúsalems við Nehemiasi. Nehem. 3,4.
   3. Sonur Rimmon, Be’erodit. Hann og bróðir hansara Rekab drópu Isjbosjet, q.v., meðan hann lá í seingini, og komu við høvdi hansara til Dávid í Hebron. Fyri hetta læt Dávid teir drepa og heingja upp við tjørnina í Hebron. 2. Sám. 4.
   4. Netofatitur, faðir Heleb, sum var av fremstu monnum Dávids. 2. Sám. 23,29.
   5. Sonur Husai, ein av fútum Sálomos, hann hevði Aser og Alot. 1. Kong. 4,16.
Ba’ara(hebr. dári. Í Sálmi 49,11: býttlingur. Í Orðt. 12,1: býttur.) Ein av konum Sjaharajims. 1. Krøn. 8,8. Í v. 9 er navnið stavað Hodesj.
Ba’aseja(hebr. verk HARRANS.) Levitur av fólki Gersons, av eftirkomarum Asafs sangara. 1. Krøn. 6,40.
Bábel, BábelstorniðSo nevna vit bygningin, sum menniskjuni funnu uppá at gera fyri at skapa sær sjálvum eitt navn. Hetta tykist ætlað sum avbjóðing móti HARRANUM, sum hevði sett tey her í heimin sum vitnisburð um Hansara navn og skapanarmegi. Les. 1. Mós. 11. Byggihátturin er hin sami sum tornini í Mesopotamia, ið kallað eru Ziggurat. Assýrisk-bábyloniska orðið: „Zigguratu“ merkir heilagt tempultorn, og navnið er „fjallatoppur“. Tað elsta av hesum tornum er á staðnum, sum í søguni nevnist Uruk, í Bíbliuni Erek. 1. Mós. 10,10. Nú kallað Warka. Tað var øgiliga stórt, gjørt av tigulsteini og jarðbiki. Í frásøgnini í Bíbliuni er ikki sagt, at tað var tempultorn. Har stendur bara torn (migdol). Klárt er, at tað, vit kalla Bábelstornið, er fyrsta royndin í slíkari bygging, og sjálvt um, sum skrivað stendur, dómur Guds steðgaði verkinum, vita vit um úti við 30 onnur slík, sum bygd eru seinni, og tykist sum roynd er gjørd at forða fyri møguligari uppílegging frá HARRANS síðu við at víga tey til teirra egnu gudar. Í Ur, føðibýi Ábrahams, var gudurin „Nannar“ og halgidómur hansara í ovastu hædd. Í Borsippa (Birs Nimrod), um 15 km úr Bábylon, var tað „Nebo“, gudur vísdómsins. Hesi tornini eru laðað í trappum, hvør hæddin eitt sindur innari enn hin niðara. Ovasta av teimum var aftur í fleiri hæddum, upp til 7. Bygd vóru tey av leiri, fast samanstúvað og uttan av tigulsteini, ið bundin varð við jarðbiki. Hetta minnir okkum á orðini í 1. Mós. 11,3: „Komið, latið okkum gera tigulstein og brenna hann væl. – Teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.“ Í Egyptalandi og Palestina bygdu menn av gróti, men á slættlendinum um Bábylon var einki grót. Kortini var annað tilfar: leir og jarðbik í mongdum. Bábelstornið man vera bygt áðrenn ár 4000 f.Kr., tá menniskjuni vóru so vítt á leið komin, at tey settu sær føri at byggja. Kongar bæði í Assýria og Bábel róstu sær av, at teir áttu tempul við tornum „sum røkka upp til himmals“.
BábelBábyloniska ríkið.
Bábylon(frá akkadiskum, babilu: portur Guds.) Hebrearar týddu navnið frá sagnorði teirra, balal: at blanda, og tað er sett í samband við málblandingina í 1. Mós. 11. Orð Guds setur einki guddómligt í samband við navnið Bábylon. Bíblian sigur frá, hvussu Bábylon varð grundað áðrenn søguliga tíð, og at grundleggjararnir vóru eftirkomarar hjá Kusj og Nimrod. 1. Mós. 10,8–10. Henda frásøgn sigur okkum, at tað vóru aðrir, ið grundaðu býin, enn teir semitisku bábylonarar, ið seinni búðu har. Tað einasta, vit vita frá so gamlari tíð, er tað, sum sagt er í 1. Mós. 10,10. Um ár 1830 f.Kr. Í bardaga við grannabýir tóku teir Larsa, og Bábylon tók at vaksa og gjørdist við tíðini stórveldi. Stásiligast skal býurin hava verið á tíð Nebukadnezars. Dániel 4,30. Komin á hæddina fór at ganga hin vegin. Søga Bábylons sigur, at triðja árið, Nabunidus sat við stýrið, varð Belsazar settur kongur saman við honum, og tað var hann, til hann varð dripin, Dán. 5,30, tá Kyros kongur tók staðin Bábylon, 13. oktober 539 f.Kr. Frásøgnin í bók Dániels er snórabein, tá hann sigur, at Belsazar var kongur í Bábylon, tá tað varð tikið. Tað kann heldur ikki sigast at vera skeivt, tá sagt er, at Belsazar var sonur Nebukadnezar, „tí sonur“ í semitiskum málum verður nýtt sum „eftirmaður“. Annars letur til, at móðir Belsazars, Nitakris, var dóttir Nebukadnezar. Í assýriskari søgu er sagt, at ísraelskongurin Jehu var sonur Omri; tað var hann ikki, men hann var eftirmaður hansara. Aftaná, at Bábylon varð tikin, gekk alt aftur á hondina við staðnum, Xerxes fór illa við honum. Aleksander hin Stóri skuldi fara at byggja hann upp aftur, men verkið var ov stórt at fara í holt við. Í tíðini, sum eftirmenn Aleksanders ráddu, gjørdist hetta alt mest sum til oyðimørk. Aftaná, at Selukus Nikator, 312–280 f.Kr., bygdi býin Seleukia við Tigris, kom drotningin Bábylon ongantíð fyri seg aftur. Annars finna vit navnið Bábylon í Bíbliuni nýtt myndarliga um tað, sum virkar antikristiliga, og sum hevur lyndi til samanblanding av heiminum og samfelagi hinna heilagra, t.d. Op. 17 og 18.
Baesja(hebr. ágangandi.) Triði kongurin í Ísraelsríki. Hann var sonur Ahija, av ætt Isakkars, og gjørdi uppreistur ímóti Nadab kongi, syni Jeroboams, meðan hann var við at kringseta filistarabýin Gibbeton. Hann drap Nadab og alt skyldfólk hansara. 1. Kong. 15,29–30,32 sigur: „Og táið hann var vorðin kongur, drap hann alt hús Jeroboams; hann læt ikki livandi sál verða eftir av húsi Jeroboams, men oyddi tað – eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænara Sínum Ahia úr Silo – aftur fyri syndirnar, ið Jeroboam hevði gjørt og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, og tí hann hevði vakt vreiði HARRANS Guds Ísraels … Millum Asa og Baesja kong í Ísrael var ófriður alla tíð teirra.“ Baesja sat við stýrið í 24 ár í Tirza, sum hann hevði gjørt til høvuðsstað sín. „Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, steig í fótaspor Jeroboams og livdi í synd hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera.“ V. 34.
Bahurim(hebr. ungir menn.) Býur í Juda, á vegnum frá Jerúsalem til Jordan, eystan fyri Oljufjallið. 2. Sám. 3,16. Haðani kom Sime’i, sum bannaði Dávidi, tá hann flýddi undan Absalom. 2. Sám. 16,5. Ein av køppum Dávids, Azmavet, er nevndur Bahurimitur, 2. Sám. 23,31.
Baka(hebr. grátandi ella balsamtræ.) Dalur, óvist hvar, Sálm. 84,6. Kann vera, at ikki er meint við ávíst stað, men heldur talar um turk ella tosta. Balsamtræið varð kallað „grátandi“, tí at dropar, ið líkjast tárum, koma úr tí.
Bakbakkar(hebr. sum leitar.) Ein av levitunum, sum búðu í Nofaitabygdunum, heimkomnir úr Bábel. 1, Krøn. 9,15.
Bakbukja(hebr. stoyttur, t.e. vrakaður av HARRANUM.) Levitur, Nehem. 11,17: „Bakbukja, hin næsthægsti av brøðrum hansara.“ Sagt er eisini, at hann og aðrir aktaðu eftir tænastu síni, Nehem. 12,19.
Bakbuks(hebr. fløska, burturstoytt.) Ein av eftirkomarum tempultænaranna (Nethinim), sum kom heim úr Bábel við Zerubbabel, Ezra 2,51; Nehem. 7,53.
Baktala(Sálm. 15,3: „ikki baktalar við tunguni.“) Orðið „baktalar“ her er frá hebr. orðinum ragal t.e., tann, sum gongur við tíðindum ella frættum, sum vit søgdu fyrr, t.d. ófrættir, boðfrættir o.a. Í Róm. 1,30 er orðið frá gr. katalaleo, sum talar ímóti ella talar ilt um annan. 2. Kor. 12,20. Orð Guds ávarar móti hesum. Hetta er oyðandi synd og trúgvandi fólki ósømiligt. Tað kann gera ómetaligan skaða. Latið okkum ofta minna okkum á tað, ið Jákup sigur um hetta í kap. 3.
Baladan(hebr. Ba’al er harri hansara.) (Gesenius) ella frá akkadiskum, hann (Marduk) hevur givið son (M. Unger). Faðir Berodak-Baladan, kong í Bábel á døgum Ezekiasar judakongs. 2. Kong. 20,12. Í Es. 39,1 er navnið stavað Merodak-Baladan.
Balak(hebr. oyðing.) Sonur Sippor og kongur í Móab. Hann ræddist, tá fólk Ísraels á ferðini um oyðimørkina nærkaðist marki hansara, og sendi tí boð til Bileam, son Beor í Petor, sum liggur við ánna Eufrat, og bað hann koma og banna Ísrael. Hetta eydnaðist ikki. Men Bileam visti aðra leið til at taka fólk Ísraels av fótum. Tað var at fáa fólkið at blanda seg við Móab. Tá bar til. 4. Mós. 25, l. Op. 2,14.
Bamot(hebr. hæddir.) Stað, norðan fyri ánna Arnon, nærhendis fjallinum Nebo. Á Mesasteininum, q.v., stendur, at Mesa bygdi upp aftur Bel-Bamot (4. Mos. 21,19).
Bamot-Ba’al(hebr. hæddir Ba’als.) Sama staðið sum Bamot og Bet-Bamot. Josva 13,17.
Bani(hebr. bygdur.) Gaditur. Ein av fremstu monnum Dávids. 2. Sám. 23,36.
Barabbas(gr. úr árameiskum Bar Abba, sonur faðirsins.) Hann er sagt um í Mark. 15,7: „Og har var ein, ið æt Barabbas; hann var settur í fangahús saman við nøkrum, ið høvdu gjørt uppreistur, og sum í uppreistrinum høvdu gjørt seg sekar í manndrápi.“ Og í Luk. 23,19: „Hetta var ein, ið var settur fastur fyri uppreistur, sum verið hevði í staðnum, og fyri manndráp.“ Tá Pilatus beyð teimum ein fanga leysan á páskum, valdu tey Barabbas fram um Jesus, tó at Barabbas var sekur bæði eftir jødiskari og rómverskari lóg.
Barak(hebr. snarljós.) Sonur Ahoniam úr Kadesj, sum var ein av griðstøðunum, í ætt Naftali. Les Dóm. kap. 4.
Barakel(hebr. Gud hevur signað.) Faðir Elihu Buzit. Ein av vinunum, sum komnir vóru at vitja Job í royndum hansara. Job 32,2: „Hann varð illur við Job, tí hann gjørdi seg sjálvan rættvísari enn Gud“.
Barakias(gr. HARRIN hevur signað.) Faðir Zakarias, sum Harrin sigur frá í Matt. 23,35.
BarhumiturÆttaður úr Bahurim. 2. Sám. 23,31.
Baria(hebr. rýmdur.) Sonur Sjemaja. 1. Krøn. 3,22.
Barjesus(gr. úr árameiskum, sonur Josva.) Eisini nevndur Elymas, sum kann vera úr arabiskum aliman, t.e. vísmaður. Í Áp. 13 er sagt frá, at tá Paulus og Barnabas ferðaðust á Kýpern, hittu teir gandakall, lygiprofet, jøda, ið æt Barjesus, hvussu hann stóð teimum ímóti og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni, og hvussu Paulus kunngjørdi fyri honum, at hann skuldi verða blindur, og tað hendi beinan vegin. Les. Áp. 13.
Barkos(hebr. ben rakos. Torført at umseta.) Ezra 2,43: „Tempultænararnir (nethinim) vóru: Eftirkomarar“ … V. 53: „Barkos, Sisera, Tama.“
Barnabas(gr. úr árameiskum: Barn buah, sonur spásagnar, serliga troystandi søgn.) Áp. 4,36: „Jósef, sum av ápostlunum varð kallaður við tilnavninum Barnabas – tað er útlagt: Troystarsonur – Levitur, ættaður úr Kýpern – seldi nakað av jørð, ið hann átti, og kom við peninginum og legði hann fyri føtur ápostlanna.“ Áp. 9,26: „Táið hann (Saul = Paulus) so kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærisveinarnar; men tey ræddust hann øll, tí tey trúðu ikki, at hann var lærisveinur. Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar.“ Áp. 11,19: „Tey, sum spjadd vóru við atsóknini, ið stóðst av Stefanusi, fóru nú um, líka til Fønikia, Kýpern og Antiokia, men talaðu orðið til ongan uttan bert til Jødar. Men millum teirra vóru nakrir menn úr Kýpern og Kýrene, sum komu til Antiokia, og har talaðu teir til Grikkar við og kunngjørdu teimum evangeliið um Harran Jesus. Hond Harrans var við teimum; stórt tal kom til trúgv og vendi við til Harran. Tíðindini um hetta komu nú samkomuni í Jerúsalem fyri oyru, og teir sendu Barnabas til Antiokia. Táið hann so kom hagar og fekk náði Guds at síggja, gleddist hann; og hann áminti øll, at tey skuldu seta sær fyri í hjartanum at halda fast við Harran. Tí hann var góður maður og fullur av Heilaga Andanum og trúgv. – Og stórur skari varð vunnin fyri Harran. So fór hann til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum. Heilt ár vóru teir nú saman har í samkomuni og lærdu stóran skara. – Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir. Á hesum døgum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiokia. Ein teirra – hann æt Agabus – reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin, hon kom eisini á døgum Klaudiusar. Tá gjørdu lærisveinarnir av, at teir skuldu senda brøðrunum, sum í Judea búðu, nakað til hjálpar, ein og hvør eftir førimuni sínum. Hetta gjørdu teir við; og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.“ Áp. 15,35: „Paulus og Barnabas vórðu tá verandi í Antiokia; teir lærdu og kunngjørdu orð Harrans har saman við mongum øðrum. Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: „Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við. Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus. Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið (Áp. 13,13). Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern. Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans. Hann ferðaðist nú um Sýrland og Kilikia og styrkti samkomurnar.“ Eftir hetta er einki sagt frá Barnabasi, uttan har Paulus nevnir hann í brøvum sínum, og er tað um hendingar, sum fóru fram, áðrenn teir skiltust.
Barsabbas(áram. sonur Sabbas.) Eftirnavn, sum teir eru nevndir við.
   1. Áp. 1,23: „Teir settu tá fram tveir, Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, og Mattias.“
   2. Áp. 15,22: „Tá gjørdu teir av, ápostlarnir og hinir elstu saman við allari samkomuni, at velja nakrar menn millum sín og senda teir til Antiokia við Paulusi og Barnabasi; teir valdu Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas; hesir vóru hávirdir menn millum brøðurnar.“
Bartimeus(áram. sonur Timeus) Ein blindur biddari, sum sat við vegin, tá Harrin Jesus á seinastu ferð síni til Jerúsalem kom út úr Jeriko. Hann rópti um hjálp og fekk sjónina. Hann fylgdi Jesusi á leið. Mark. 10.
Bartolomeus(gr. úr áram. sonur Talmai.) Ein av hinum 12 ápostlunum. Ivaleyst hin sami, sum í Jóhannesar Ev. er nevndur Natanael. Í Matt. 10,3; Mark. 3,18 og Lukas 6,14 eru Filip og Bartolomeus nevndir saman, meðan Natanael ikki er nevndur. Í Jóh. ev. eru Filip og Natanael nevndir saman og ikki Bartolomeus. Fornavn hansara hevur so verið Natanael og eftirnavn Bartolomeus.
Baruk(hebr. signaður.) Nehem. 3,20: „Næstur eftir honum arbeiddi Baruk, sonur Zabbai, ógvuliga dúgliga uppá eitt annað stykki, frá Horninum líka at durunum á húsi Eljasibs.“ Hann var eisini við til at skriva undir sáttmálan við Nehemiasi. Nehem. 10,6.
   2. Sonur Kol-Hoze av eftirkomarum Perezar, sonar Juda. Sonur hansara búði í Jerúsalem aftan á heimkomuna úr Bábel. Nehem. 11,5.
   3. Sonur Nerija og bróðir Seraja, vinur og skrivari hjá Jeremiasi profeti. Jer. 36: „Fjórða árið, ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið, kom hetta orð til Jeremias frá HARRANUM: Tak tær bókrullu og skriva í hana øll orðini, ið Eg havi talað til tín um Ísrael, Juda og øll heidningafólkini, frá fyrsta degi Eg talaði til tín – frá tí Josias sat við stýrið – og líka til henda dag! Kanska hús Juda, táið tey hoyra um alla vanlukkuna, ið Eg havi í huga at leiða yvir tey, fara at venda við, hvør av óndu leið síni, so Eg fái fyrigivið teimum misbrot og synd teirra. Jeremias sendi nú boð eftir Baruk, syni Nerija, og Baruk skrivaði, eftir sum Jeremias segði honum, í bókrullu øll orðini, ið HARRIN hevði talað til hansara. Síðani segði Jeremias við Baruk: Mær ber ikki til at koma í hús HARRANS. Far tú hagar, og les úr rulluni, ið tú hevur skrivað, eftir sum eg havi sagt tær, orð HARRANS upp fyri fólkinum í húsi HARRANS ein føstudag! Eisini fyri øllum Judamonnum, ið koma higar úr býum sínum, skalt tú lesa hana. Kanska tey fara at bera eyðmjúku bøn sína fram fyri ásjón HARRANS og venda við, hvør av óndu leið síni. Tí stór er vreiðin og bræðin, ið HARRIN hevur hótt hetta fólk við. Baruk, sonur, Nerija, gjørdi tá alt, ið Jeremias profetur hevði álagt honum, og las í húsi HARRANS orð HARRANS upp úr bókini. Tí í níggjundi mánaði, fimta árið, ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið, varð boðað, at alt fólkið í Jerúsalem, og alt fólkið, sum úr býum Juda var komið til Jerúsalem, skuldi halda føstu fyri ásjón HARRANS. Tá las Baruk í húsi HARRANS upp úr bókini tað, sum Jeremias hevði talað í kamari Gemarja, sonar Safans, ríkisskrivarans, í Ovara Forgarði, við Nýggjaportur á húsi HARRANS; og alt fólkið lurtaði. Táið nú Mikaja, sonur Gemarja, son Safan, hoyrdi øll orð HARRANS lisin upp úr bókini, fór hann oman í kongshøllina, inn í kamar ríkisskrivarans; har sótu tá allir høvdingarnir: Elisama ríkisskrivari, Delaja, sonur Semaja, Elnatan, sonur Akbor, Gemarja, sonur Safan, Zedekias, sonur Hananja, og allir hinir høvdingarnir. Mikaja segði teimum nú frá øllum tí, sum hann hevði hoyrt Baruk lesa upp úr bókini fyri fólkinum. Tá sendu allir høvdingarnir Jehudi, son Netanja, son Selemja, son Kusji, til Baruk og lótu siga: Tak við tær rulluna, ið tú last upp úr fyri fólkinum, og kom higar! Baruk, sonur Nerija, tók tá rulluna við sær og kom til teirra.
      Teir søgdu við hann: Set teg niður og les hana fyri okkum! Baruk las hana so fyri teimum. Táið teir hoyrdu alt tað, ið har stóð, hugdu teir ræðsluslignir hvør upp á annan og søgdu so við Baruk: Vit mugu lata kong vita alt hetta! Síðani søgdu teir við Baruk: Sig okkum, hvussu tú skrivaði alt hetta upp, eftir sum hann segði tær! Baruk svaraði: Hann segði mær alt hetta fyri, og eg skrivaði tað við blekki í bókina. Nú søgdu høvdingarnir við Baruk: Farið og fjalið tykkum, tú og Jeremias – latið ongan vita, hvar tit eru! So fóru teir inn í forgarðin til kongin; men rulluna løgdu teir eftir í kamari Elisjama ríkisskrivara. Og teir søgdu konginum alt hetta. Kongurin sendi nú Jehudi eftir rulluni, og hann fór inn í kamar Elisjama ríkisskrivara eftir henni. Jehudi las hana so upp fyri konginum og øllum høvdingunum, ið hjá konginum stóðu. – Kongurin sat í vetrarhúsinum; tí tað var í níggjunda mánaði. Glóðpanna stóð framman fyri hann; og hvørja ferð Jehudi hevði lisið einar tríggjar ella fýra teigar, skar kongurin teir úr við pennaknívi og kastaði teir í eldin í glóðpannuni, líka inntil øll rullan var brend í eldinum í glóðpannuni. Og teir hvørki ræddust ella skræddu klæðini, kongurin og allir tænarar hansara, sum hoyrdu øll hesi orð. Og tóat Elnatan, Delaja og Gemarja bønaðu kongin ikki at brenna rulluna, lurtaði hann ikki eftir teimum. Síðani segði kongurin við Jerame’el, kongasonin, Seraja, son Azriel, og Selemja, son Abde’el, at teir skuldu taka Baruk skrivara og Jeremias profet; men HARRIN fjaldi teir. Tá kom orð HARRANS til Jeremias – eftir at kongurin hevði brent rulluna við tí, sum Baruk hevði skrivað, eftir sum Jeremias hevði sagt honum; Hann segði: Tak tær aðra rullu, og skriva í hana alt tað, sum stóð í hini fyrru rulluni, henni, sum Jójakim kongur í Juda brendi! Og um Jójakim kong í Juda skalt tú siga: So sigur HARRIN: Tú brendi hasa rullu og segði: Hví skrivaði tú í hana, at bábelskongur skal koma og leggja hetta land í oyði og gera enda á bæði fólki og fæi í tí! Tí sigur HARRIN so um Jójakim kong í Juda: Hann skal ongan hava sitandi í hásæti Dávids; og lík hansara skal liggja tveitt út undir hitan um dagin og kuldan um náttina. Eg skal heimsøkja hann og avkom hansara og tænarar hansara fyri misbrot teirra; og Eg skal lata koma yvir teir og yvir Jerúsalemsmenn og Judamenn alla vanlukkuna, ið Eg havi hótt teir við, uttan at teir hava viljað lurtað eftir. Jeremias tók nú aðra rullu og fekk Baruk skrivara, syni Nerija, hana; í hana skrivaði hann, eftir sum Jeremias segði honum, alt tað, sum staðið hevði í bókini, sum Jójakim kongur í Juda hevði brent. Og afturat tí varð lagt nógv annað enn av sama slagi.“
Barzillai(hebr. jarnmaður.) Ein gamal gileaditur úr Rogelim. Hann vísti Dávidi stóra vælvild, tá hann var flýddur eystur um Jordan undan syni sínum Absalom. Hann sendi bæði útgerð og mat. Tá stríðið var at enda komið, fylgdi hann Dávidi til Jordan. Kongurin vildi hava hann heim við sær, men Barzillai umbar seg: „Hvussu leingi kann eg hava eftir at liva enn.“ Før. aut. hevur: „Brátt er mín fjørður rógvin.“ 2. Sám. 19,34. Dávid kongur mintist vælgerð Barzillais, til hann lá á deyðastrá. Í 1. Kong. 2,7 sigur Dávid við Sálomo: „Men synir Barzillai Gileadit skalt tú gera væl við, og teir skulu vera millum teirra, sum eta við borð títt; tí á tann hátt komu teir ímóti mær, táið eg flýddi undan Absalom, bróður tínum.“
   2. Meholatitur, faðir Adriel, sum var maður Mikal, dóttur Saul. 2. Sám. 21,8.
   3. Ezra 2,61: „Og av eftirkomarum prestanna: Eftirkomarar Habaja, Hakkoz og Barzillai – hansara, sum hevði tikið dóttur Barzillai Gileadit til konu og var uppkallaður eftir teimum. Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum.“
Basan(hebr. fruktagott.) Suður og norður frá Gilead til Hermon. Eystur og vestur frá Jordan til Salka, nú Salkhat. Har uppií eisini býurin Edra’i og Astarot. Josva 9,10, núverandi Tell-Asthur. Eisini Golan, sum var ein av griðstøðunum. 5. Mós. 4,41–43. Vestari parturin er í dag fruktagott slættlendi. Eystari parturin er Havran-fjøllini, q.v., úti við 2000 mtr. høg. Ezek. 47,16. Tiltikið fyri góðsku er hetta landið í 5. Mós. 32,14. Móses sigur um býirnar í 5. Mós. 3,5: „Allir hesir býir vóru víggirdir staðir, við høgum múrum, dupultum portrum og portursláum.“ Tá Ísrael kom inn í Kána’an, vóru í landspartinum Argob 60 víggirdir staðir. Allir kunnu ávísast enn á døgum. Aftan á útlegdina varð Basan býtt í 4 partar: Gaulanitis ella Jaulan, vestast; Auranitis ella Hauran; Argob Trakonitis; Batanaka, nú kallað Ard-el Bathanieh.
Basmat(hebr. angandi.) Dóttir Ísmael. Hon er hin seinast nevnda av trimum konum Esaus. Frá syni teirra Re’uel eru komnar 4 ættir av edomitum. Fyrstu ferð, hon er nevnd, er hon kallað Basmat, meðan í 1. Mós. 26,34 navnið Basmat er nýtt um eina aðra av konum Esaus, dóttur Elon hetit. Hetta hevur so verið navnið á aðrari, og navnið, onnur fekk við giftuna. Aloftast fingu kvinnurnar annað navn, tá tær giftust (M. Unger).
   2. Dóttir Sálomo, gift við Ahima’az fúta í Naftali. 1. Kong. 4,15.
BatMál, um 36 litrar. 1. Kong. 7,26.
Bat-Rabbim(hebr. dóttir til mong.) Hásong. 7,4: „Hálsur tín er sum fílabeinstornið, eygu tíni sum hyljarnir í Hesjbon við Batrabbimsportur, nøs tín sum Libanonstorn, ið hyggur móti Damaskus.“
Batsjeba(hebr. dóttir til eið.) Dóttir Eliam, eisini nevndur Ammiel, 1. Krøn. 3,5, og abbadóttir Akitofel. Hon var kona Urias Hetit, móðir Sálomo kong. Søguna um Dávid og Batsjebu lesa vit í 2. Sám. 11. Mong ár eftir hetta hitta vit hana aftur í søguni um, tá Adonja, sonur Dávid, vildi hava kongsvaldið. 1. Kong. 1. Batsjeba átti 3 synir umframt Sálomo: Simea, Sobab og Natan.
Batsjua(hebr. eydnudóttir.) Annar staviháttur fyri Batsjebu. 2. Sám. 11,3; 1. Krøn. 3,5.
Bavvai(hebr. ynskjari.) Nehem. 3,18: „Næstir eftir honum arbeiddu brøður teirra; yvir teimum var Bavvai, sonur Henadad, høvdingin yvir hini helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Ke’ila.“
Bazlit(hebr. nakin.) Ein av monnunum, sum tempultænararnir vóru eftirkomarar av aftan á útlegdina. Nehem. 7,54. Í Ezra 2,52 stavað Bazlut.
Bealja(hebr. hvørs harri er Jehova.) Ein teirra, sum komu til Dávid í Ziklag. 1. Krøn. 12,5.
Be’alot(fleirtal av Ba’ala, q.v.) Josva 15,24. Ein av býunum, sum sagt er um: Býir ættar Judamanna ytst við markið móti Edom, í Suðurlandinum; hann er hin tólvti, ið roknaður er. Kanska hin sami, sum í 19,8 er nevndur Ba’alat-Be’er. Í 1. Kong. 4,16: Alot, stendur veruliga Be’alot. Har var Ba’ana, sonur Husai, fúti.
Bebai(hebr. faðirligur.) Ein teirra, ið komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Eftir Ezra 2,11 var fólk hansara 623. Eftir Nehem. 7,16 vóru teir 628. Seinni komu 28 afturat við Zakarja, syni Bebai, saman við Ezra. Ezra 8,11. Nakrir av teimum høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,28.
   2. Ein av høvdingunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,15.
Bedad(hebr. skilnaður.) Faðir Hadad kong í Edom. 1. Mós. 36,35; 1. Krøn. 1,46.
Bedan(hebr. dómari.) Dómari, men ikki umtalaður í Dómarabókini. Onkur heldur Barak, men kann eisini vera stytting av Abdon. 1. Sám. 12,11.
Bedeja(hebr. tænari HARRANS.) Ein av eftirkomarum Banisar, sum sendi fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,35.
Be’eljada(hebr. HARRIN veit ella kennir.) Ein av sonum Dávids, sum hann fekk í Jerúsalem. 1. Krøn. 14,7. Í 2. Sám. 5,16 er navnið stavað Elisama.
Be’elzebul(sum Ba’al Zebub, q.v.) Matt. 10,25.
Be’er(hebr. brunnur.) Eitt stað í oyðimørkini við mark Móabs. 4. Mós. 21,16. Man vera sama stað, sum í Esaias 15,8 kallast Be’er-Elim.
   2. Býur í Juda, sum Jótam flýddi til og búsettist í fyri at vera tryggur fyri bróður sínum Abimelek. Dóm. 9,21.
Be’era(hebr. týdn. sum Be’er.) Seinast nevndi av sonum Zofa av ætt Asers. 1. Krøn. 7,37.
Be’er-ElimNevnist í Es. 15,8. Man vera sama sum Be’er í 4. Mós. 21,16.
Be’eri(hebr. útleggjari.) Hetitur, faðir Judit, konu Esau. 1. Mós. 26,34.
   2. Faðir Hoseas profets. Hos. 1,1.
Be’er-Lahai-Ro’i(hebr. brunnur hins livandi, sum sæð hevur.) Brunnur millum Kadesj og Bered. Nær við staðið, har HARRIN fann Hagar. 1. Mós. 16,7.
Be’erot(hebr. brunnar.) Ein av teimum 4 býunum, sum Josva gjørdi sáttmála við um frið. Lesið Josva 9 og ansið eftir, hví menn Ísraels tóku skeivt stig tann dagin, v. 14: „Tá tóku menninir og smakkaðu ferðakost teirra; men HARRAN spurdu teir ikki til ráðs.“ Hetta eru orð at læra av. Ov seint skiltu teir, hvønn skaða teir høvdu gjørt.
Be’erot-Bene-Ja’akan(hebr. brunnar Jakans sona.) Umtalað í 4. Mós. 33,31–32; 5. Mós. 10,6. Stað, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í á ferðini um oyðimørkina. Mundi vera í Arabadalinum.
Be’ersjeba(hebr. eiðbrunnur.) Býur, sunnarlaga í landinum, umleið miðskeiðis millum Miðjarðarhavið og Deyðahavið. Upprunan til navnið finna vit í 1. Mós. 21,22–33. Eiður og talorðið sjey er sama orðið „sjeba“. Be’ersjeba ognaðist ætt Símeons. Synir Sámuel vórðu settir til dómarar í Be’ersjeba. 1. Sám. 8,1–2. Orðafellið „Frá Dan til Be’ersjeba“ sigur tað sama sum alt landið suður og norður.
Be’esjtera(hebr. hús Astartu.) Josva 21,27. Annar av býunum, sum gersonitar av ætt levita fingu frá hálvari ætt Manasse. Í 1. Krøn. 6,71 nevndur Astarot. Tað er stytting av Be’esjtera, t.e. hús Astarots = Astartu.
Behemot(hebr. fleirtal av behema, t.e. stórt djór.) Job 40,10, kanska hippopatamos, tað er áarross, ið helt til við Nilá.
BekaNevnist tvær ferðir. 1. Mós. 24,22 og 2. Mós. 38,26. Har stendur: „beka, tað er hálvur sekul, eftir halgidómsvektini, fyri hvønn einstakan, ið kom upp í manntalið – frá tjúguáraaldri og uppeftir.“
Beker(hebr. frumborin.) Sonur Benjamin. 1. Mós. 46,21; 1. Krøn. 7,6. Í 1. Krøn. 8,1 er hann ikki nevndur, men líkt er til, at navnið er umsett til „frumborni“. Tá ísraelsmenn vórðu taldir á Móabsheiðum, var eingin ættargrein nevnd eftir honum, men millum efra’imitar er ein beker og bekeritaætt.
Bekorat(hebr. frumborin.) Sonur Afia, av ætt Benjamins, ein av forfedrum Sauls kongs. 1. Sám. 9,1.
Bel(akkadiskt Belu, í ætt við hebr. Ba’al.) Ein gudur Bábylons. Jer. 51,44. Mettur javnt við Marduk, sum hægstur var í gudaheimi teirra. Hebrearar kallaðu hann Merodak. Hann var sólgudur teirra og varð tí hildin veitsla fyri honum fyrst á árinum, tá sólin fór at lívga jørðina aftan á vetur. Eftir skapanarsøgu Bábylons varð hann so høgt settur, tí hann vann yvir Tiamat, gudinnu Kaos. Hann varð dýrkaður í Esagila, hitt høga tempultornið í Bábylon.
Bela(hebr. oyðing.) 1. Mós. 36,32.33; 1. Krøn. 1,43. Kongur í Edom, sonur Beor. Býur hansara æt Dinhaba.
   2. Elsti sonur Benjamins. 1. Mós. 46,21. Frá honum er komin bela’itaættin. 4. Mós. 26,38.
Belial(óndskapur.) Er ikki sernavn. Í 2. Kor. 6,15 er meint við Satan sum lýsing av øllum, ið ilt og ónt er.
Belsazar(akkadiskt Bel-sharusur: Bel verji kong.) Elsti sonur og samdrottur Nabonidusar kongs í Bábel, ár 539 f.Kr. Seinasti ríkisstjóri í Ný-Bábyloniska heimsríkinum. Hygg Bábylon. Dán. 5,30.
Beltsazar(akkadiskt, balatsurusur: Bel, verji lív hansara.) Navnið, sum givið varð Dániel profeti, tá hann sum ungur kom til Bábel.
Ben(hebr. sonur.) Levitur. Ein teirra av øðrum flokki, sum Dávid stevndi saman til at flyta ørkina. 1. Krøn. 15,18.
Benaja(hebr. sum HARRIN hevur bygt.) Høvdingi, sonur Jójada prest. 1. Krøn. 27,5. Ættaður úr Kabze’el. Reystmenni, ið hevði útint stór manndómsverk. 1. Krøn. 11,22. Ein dag, ið kavað hevði, fór hann niður og drap leyvu í brunni. Sagt er, at leyvur og onnur rovdjór eru vandamikil í kava, tí tá eru tey svong. Smærri djór, sum tey skulu liva av, halda seg inni í kuldaveðri. Í 1. Krøn. 11,25 stendur: „Eram um teir tríati var hann ærdur; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki.“
      Hann var ein teirra, ið ikki helt við Adonja, tá hann gjørdi seg stóran og segði: Eg vil vera kongur. 1. Kong. 1,8.
   2. Ein av hinum tríati Dávids, ættaður úr Piraton, av ætt Efra’ims. 2. Sám. 23,30; 1. Krøn. 11,31. Hann gjørdi tænastu í ellivta mánaði. Í flokki hansara vóru 24.000 mans. 1. Krøn. 27,14.
   3. Ein av høvdingunum av eftirkomarum Sime’i, sum trokaðu amalekitar burt úr haglendinum við Gedor. 1. Krøn. 4,36.
   4. Ein teirra, ið skuldu spæla á hørpu eftir alamot, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,18; 16,5.
   5. Prestur, ein teirra, sum blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, tá hon varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,24.
   6. Levitur av sonum Asafs, abbi Jahaziel, sum HARRIN sendi til at eggja her Jósafats til at fara ímóti Móabitum. 2. Krøn. 20,1415.
   7. Levitur á døgum Ezekiasar. Ein av umsjónarmonnunum undir Konanja og bróður hansara Sime’i eftir boði Ezekiasar kongs og Azarja, høvuðsmans yvir húsi Guds. 2. Krøn. 31,13.
   8–11. Fýra við navninum Benaja eru nevndir millum teirra, ið høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu, og sum lovaðu at senda tær aftur. Teir vóru av eftirkomarum: Paros, Ezra 10,25; Pahat-Móabs, Ezra 10,30; Bani, Ezra 10,35; Nebos, Ezra 10,43.
   12. Faðir Pelatja, sum í Ezekiel 11,1 er nevndur millum teirra, ið Ezekiel kallar „Høvdingar fólksins“.
Ben-Ammi(hebr. sonur fólks míns.) Sonur Lot við yngru dóttur hansara. Hann er ættarfaðir at ammonitum. 1. Mós. 19,38.
Bene-Barak(hebr. synir snarljós.) Ein av býum Danita, nú Ibn Abrak, góðar 6 km eystan fyri Joppe. Josva 19,45.
Bene-Hasem(hebr. lýsandi synir.) Ein av hinum reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,34.
Bene-Ja’akan(hebr. børn Jakans.) 4. Mós. 33,31. Ein ætt, sum keldur í oyðimørkini eru kallaðar eftir. Bene-Ja’akan er stytting av „Beerat-Bene-Ja’akan“: Keldur Jóakans barna. Hava hesir verið teir somu sum horitarnir, ið nevnast í 1. Mós. 36,21.30, hevur staðið verið í fjallalandinum móti Araba.
Bene-Jasen(hebr. lýsandi synir.) 2. Sám 23,32. Er roknaður upp sum ein av bestu monnum Dávids. Skal kanska lesast: „Synir ella børn Jasens.“
Ben-Hadad(hebraiskt snið av áram. Bar-Hadad, sonur (gudin) Hadad.) Kongur í Sýrlandi. Sonur Tabrimmon. 1. Kong. 15,18–20; 2. Krøn. 10,2–4. Hygg Asa, kongur í Juda.
   2. Benhadad annar. Les. 1 Kong. 20, allan. Her eru mongdir av lærdómum til fólk Guds. Vit lesa aftur um henda sama kong í 2. Kong. 6,24, tá teir hildu Samaria kringsett. Syndin er ikki at spæla við. Fert tú væl við henni, er hon kvik at leggja eftir tær aftur.
   3. Sonur Hazaels. 2. Kong. 13,22–25.
Benhajil(hebr. sonur til styrki, t.e. sterkur.) Ein av høvdingunum av fólkinum, sum Jósafat sendi um landið at læra fólkið í Juda. 2. Krøn. 17,7.
Ben-Hanan(hebr. sonur náðinnar.) 1. Krøn. 4,20. Hin triði, ið nevndur er av „sonum“ Símeons av ætt Juda.
Ben-Hesed(hebr. sonur til miskunn.) Ein av fútum Sálomos. Hann hevði Arubbot, Soko og alt Hefer. 1. Kong. 4,10.
Beninu(hebr. sonur okkara.) Ein av levitunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,13.
Benjamin(hebr. sonur høgru hond mína.) Yngsti sonur Jákups og hin yngri Rakular. 1. Mós. 35,18. Føddur um ár 1900 f.Kr. Hann var ivaleyst hin einasti av sonum Jákups, sum føddur varð í Ísraelslandi. Hann varð føddur, meðan tey vóru á ferð úr Betel til Efrata, t.e. Betlehem. Rakul doyði, men í tí hon andaðist, kallaði hon sonin Ben-Oni, pínslusonur mín. Jákup broytti beinan vegin navnið til Benjamin. 1. Mós. 35,18. So hoyra vit ikki meir til Benjamin fyrr enn í 1. Mós. 42,4, tá brøðurnir fóru til Egyptalands at keypa korn: „Men Benjamin, bróður Jósef, sendi Jákup ikki avstað við brøðrum hansara, tí hann var ræddur fyri, at ein vanlukka kundi henda hann.“ Søgan um ferð hansara til Jósef í Egyptalandi er væl kend og vísir á, at faðirin og brøðurnir vóru góðir við Benjamin.
Benjamins, ÆttÍ 1. Mós. 46,21 eru nøvnini á sonum Benjamins 10 í tali. Í 4. Mós. 26,38 eru teir bert 7 nevndir. Hinir munnu vera deyður barnleysir. Í fyrru fólkateljingini í 4. Mós. 1 er ættin 35.400, hin 11. í tali av teimum 12 ættunum. Í seinnu teljingini vóru teir 45.600, hin 6. í tali av teimum 12 ættunum. 4 Mós. 26,41. Á ferðini um oyðimørkina skuldu teir reisa tjøldini við vestursíðu tabernakulsins saman við Efra’im og Manasse; høvdingi sona Benjamins var Abidan, sonur Gideoni. 4 Mós. 2,18–24.
      Tá HARRIN bað Móses senda menn avstað at kanna Kána’ansland, nevndi hann av ætt Benjamins Palti, son Rafu. 4. Mós. 13,9. Millum teirra, ið valdir vórðu til at skifta landið millum ættirnar, er nevndur av ætt Benjamins Elidad, sonur Kislon. 4 Mós. 34,21. Benjaminitar vóru við Deboru í stríðnum móti Jabin og Sisera. Dóm. 5,14. Ammonitar gjørdu innrás á teir. Dóm. 10,9. Ættin varð næstan týnd í brøðrastríði, tá teir noktaðu at lata frá sær illgerðamenninar í Gibea. Dóm. kap. 19 og 20. Hvussu so gekst teimum, ið eftir vóru, við at halda fram sum ætt í Ísrael, lesa vit um í kap. 21. Av Benjamin kom fyrsti kongur Ísraels, Saul, sonur Kisj, og rúmliga 1000 ár seinni, Saul úr Tarsus. Róm. 11,1.
   2. Annar nevndi av 7 sonum Bilhan. 1. Krøn. 7,10.
   3. Ein teirra, ið høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu, og lovaðu at senda tær frá sær. Ezra 10,32.
      Tá tað í bókum stendur, at Benjamin eisini kann merkja: „sonur til suður“ t.e., sum býr sunnanfyri, kemur tað av, at har í Miðeystri í gomlum døgum kallaðu teir suður høgra og norður vinstra. Hetta er jú eisini so, tá vit hyggja eystureftir Móti sólarrisinum. Tey, ið búðu sunnanfyri, vórðu tá kallað Banu Jamina.
Benoni(hebr. pínslusonur mín.) Navnið, sum Rakul gav syni sínum. Broytt til Benjamin. 1. Mós. 35,18.
Beon(hebr. hús Ons.) Eitt av støðunum, sum rubenitar og gaditar bóðu um at fáa, tí tað var gott til fæhald. Kallað Bet-Ba’al-Meon í Josva 13,17, Ba’al-Meon í 4. Mós. 32,38, Bet-Meon í Jer. 48,23.
Beor(hebr. kyndil.) Faðir Bela, sum var ein av kongum Edoms. 1. Mós. 36,32.
   2. Faðir profetin Bileam, q.v., sum leigaður varð til at banna Ísrael. 4. Mós. 22,5.
Bera(hebr. gáva.) Kongur í Sodoma ta ferðina, tá hinir fimm kongarnir lupu á og rændu býin. 1. Mós. 14,2.17.21.
Beraja(hebr. HARRIN skapti.) Sonur Sime’i, benjaminitur, høvdingi. Hann búði í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,21.
Beraka(hebr. signing) Ein av hinum 30 av ættarfrændum Sauls, benjaminsmonnum, sum komu til Dávid í Ziklag.
   2. Dalur millum Betlehem og Hebron, ikki langt frá En-Gedi. Har vann Jósafat á Móabitum og Ammonitum. 2. Krøn. 20,26.
Bered(hebr. heglingur.) Sonur Sutela og abbasonur Efra’im. Man vera hin sami, sum í 4. Mós. 26,35 er stavaður Beker. 1. Krøn. 7,20.
   2. Býur í suður-Kána’an. Millum Bered og Kadesj var brunnurin Lahai-Roi. 1. Mós. 16,14.
Berekias og Berekja(hebr. HARRIN signar.) Sonur ella kanska bróðir Zerubbabels, av kongsættini í Juda. 1. Krøn. 5,20.
   2. Sonur Sjimea og faðir Asaf, hin tiltikna sangaran. 1. Krøn. 6.39. Berekja var annar av duravaktarum arkarinnar, tá hon varð flutt úr húsi Obed-Edoms til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,23.
   3. Sonur Asa, var ein av levitunum, sum búðu í Netofatitabygdunum aftan á heimkomuna úr Bábel. 1. Krøn. 9,16.
   4. Ein av høvdingum Efra’ims, sonur Mesjillimot. Hesir noktaðu ísraelsmonnum at taka fangar av Juda, hóast teir høvdu vunnið í stríðnum móti teimum. 2. Krøn. 28,12.
   5. Faðir Mesjullam, sum var við at væla um múrin um Jerúsalem. Abbadóttir hansara var gift við Jóhanan, soni Tobias. Nehem. 6,18.
   6. Sonur Iddo og faðir Zakarias profet.
Berenike(gr. sigrandi) Elsta dóttir Agrippa I við konuni Cypros. Hon giftist við Markusi, syni Aleksander. Tá hann var deyður, giftist hon við Heródesi kongi í Kalkis. Við honum átti hon 2 synir. (Josefus) Tá hann var deyður, búði hon hjá bróður sínum Agrippa II. So giftist hon við Ptolemon kongi í Sisilia, men rýmdi frá honum aftur til beiggja sín. Við honum var hon og vitjaði Festus, tá hann var vorðin landshøvdingi í Judea. Áp. 25,13, tá Paulus helt verjurøðu sína fyri teimum. Áp. 26,30.
Beri(hebr. brunnur?) Sonur Zofa, av ætt Asers. 1. Krøn. 7,36.
Berodak-Baladan(hebr. djarvur.) Bábelskongurin, sum sendi vinarlig brøv og gávur til Ezekias kong, tí hann hevði frætt, at Ezekias hevði verið sjúkur. Kongur var blíður við sendimenninar og vísti teimum skattkamar sítt. Eftir hetta kom Esaias profetur inn til hansara. Hvat hann helt um hetta, lesa vit í 2. Kong. 20,14. Í Es. 39,1 er hann stavaður Merodak-Baladan, q.v.
Berota(hebr. brunnar.) Ezekiel 47,16 nevnir Berota saman við Hamat og Damaskus, sum var norðurmark komandi Ísraels. Nú kallað Bereitan, eini 56 km norðan fyri Damaskus.
BerotaiSama sum Berota. 2. Sám. 8,8.
Berea(gr. hinumegin.) Býur í Makedonia. Har búðu í ápostlatíðini mangir jødar. Paulus sigur um teir, at teir vóru meir rætthugsandi enn teir í Tessalonika; teir tóku móti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so, sum ápostlarnir kunngjørdu. Áp. 17,10–11.
Besai(hebr. niðurtraðkað.) Ein av yvirmonnum tempultænaranna, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,49; Nehem. 7,52.
Besadja(hebr. sum lítur á HARRAN.) Faðir Mesjullams, sum vældi um Gamlaportur. Nehem. 3,6.
Besor(hebr. kaldur løkur.) Fer í havið um 5 km sunnan fyri Gaza. Staðið, har 200 av monnum Dávids steðgaðu eftir, meðan hinir gjørdu av við amalekitar. 1. Sám. 30,9.21.
Beta(hebr. álit.) Í 1. Krøn. 18,8 kallaður Tibhat, t.e. dráp. Býur í Sýria-Zoba, sum Dávid vann á og tók stóra nøgd har av kopari. Plássið mundi vera á eystursíðu Antilibanons. 2. Sám. 8,8.
Bet-Anat(hebr. hús ella stað (gudinnunar) Anat.) Víggirdur staður í Naftali. Í Dóm. 1,33 er sagt frá: „Naftali rak ikki burtur teir, sum búðu í Bet-Sjemesj og Bet-Anat, men búsettist mitt ímillum Kána’anitar, sum búðu í landinum; men fólkið í Bet-Sjemesj og Bet-Anat noyddist at træla hjá teimum.“
Betania(hebr. dadluhús ella fikuhús.) Stað eystan fyri Jordan, har sum Jóhannes doypti. Jóh. 1,28. Summir stava tað Betabara.
   2. Bygd á eystursíðuni á Oljufjallinum, góðar 3 km frá Jerúsalem. Har var heimið hjá Lazarusi og teimum. Er nógv umtalað í hendingunum í Nýggja Testamenti. Matt. 21,17; 26,6; Mark. 11,11; 14,3; Luk. 24,50; Jóh. 11,1; 12,1; kallast nú Lazariyeh, „Stað Lazarus.“
Bet Anot(hebr. sum Bet Anat.) Býur í Judafjøllum. Josva 15,59.
Bet-Araba(hebr. hús í oyðimørkini.) Býur við norðurenda Deyðahavsins. Var ein av teimum 6 býunum við bygdunum, ið til hoyrdu, í ætt Juda við norðurmarkið. Josva 15,6; 15,61. Seinni roknaður upp í býirnar, ið lutaðust ætt benjaminita. Josva 18,21–22.
Bet-Arbel(hebr. hús, garður Guds.) Hos. 10,14: „Tí skal gnýggj av bardaga hoyrast í ættum tínum, og øll verndarvirki tíni skulu verða oydd, eins og Salman oyddi Bet-Arbel ófriðardagin.“ Her man neyvan vera talan um Arbela við Eufrat, har Aleksander vann yvir Dariusi ár 331 f.Kr., men kann hava verið Arbela í Galilea, stað í Naftali, nú Irbid, um 6 km norðan fyri Tiberias.
Bet-Aven(hebr. hús tómleikans, avgudahús.) Stað í fjøllunum í ætt Benjamins. Josva 7,2; 18,12; 1. Sám. 13,5, millum Betel og Mikmasj.
   2. Bet-Aven hjá Hoseasi 4,15 er ikki hetta staðið, men tað, sum Amos nevnir í 4,4 og 5,5, Betel, ið vorðið er avgudahús, tí har er gullkálvurin settur.
Bet-Azmavet(hebr. hús í Azmavet, t.e. megi deyðans ella sterkt sum deyðin.) Bygd í ætt Benjamins. Av fólkinum har komu 42 heim úr Bábel við Zerubbabel. Nehem. 7,28; 12,29; Ezra 2,24. Nú kallað El-Hizma.
Bet-Ba’al-Meon(hebr. hús Ba’al-Meons.) Stað, sum lutaðist ætt Rubens eystan fyri Jordan á slættlendinum. Fyrr kallað Ba’al-Meon, men les 4. Mós. 32,38: „sum teir góvu onnur nøvn“. Her hava teir givið staðnum for-stavilsi: „Bet“, t.e. hús ella stað.
Bet-Bara(hebr. vað.) Ivaleyst sama staðið, sum nevnt er í 1. Mós. 32,22, har Jákup fór um ánna við húsfólki sínum. Her lesa vit um sigur Gideons. Dóm. 7,24. Her var tað, Jefta sló Efra’imitar. Dóm. 12,5. Óvist er, hvar staðið var. Kanska har, sum Jabbok rennur í Jordan.
Bet-Biri(hebr. húsið, eg skapti, ella har, eg varð skaptur.) Býur í ætt Símeons. Har búðu eftirkomarar Sime’i. 1. Krøn. 4,31. Staðið er ikki kent nú.
Bet-Dagon(hús Dagons.) Býur á láglendi Juda, um 8 km úr Lydda. Kallast nú Kirbet-Dajun. Josva 15,41.
   2. Býur við eysturmark Asers. Josva 19,27.
Bet-Eden(hebr. hús vakurleikans.) Eitt lítið ríki báðumegin Eufrat. Í assýriskum skriftum kallað Bit Adini. Nevnt í Es. 37,12–13; Ez. 27,23; Amos 1,5. Viðhvørt kallað „Eden“.
Bet-Eked-Haro’im(hebr. markistað hirðanna.) Staðið, har Jehu møtti brøðrum Judakongs Ahazja og tók teir av døgum. Hetta varð, tá Jehu týndi kongsættina í Ísrael. 2. Kong. 10,12–13.
Betel(hebr. hús Guds.) Býur, umleið 19–20 km norðan fyri Jerúsalem. Býurin æt fyrr Luz. 1. Mós. 28,19. Her á leið var tað, Ábraham fyrst reisti tjald sítt. 1. Mós. 12,8. Hagar kom hann eisini, tá hann kom aftur úr Egyptalandi. 1. Mós. 13,3. Landøkið har er enn gott beiti. 1. Mós. 28,16; 17.19: „Táið Jákup vaknaði upp úr svøvni, segði hann: Sanniliga er HARRIN á hesum staði! Tað vitsti eg ikki! Og ótti fall á hann, og hann segði: Hetta má vera eitt heilagt stað! Vissuliga er hús Guds her, her er portur Himmalsins!“ Og hann kallaði hetta staðið Betel, áður hevði býurin itið Luz. Um Betel lesa vit aftur í 1. Kong. 12,28–29 í søguni um Jeroboam og gullkálvarnar. Betel var eitt av støðunum, sum fólk flutti til aftan á útlegdina í Bábel. Ezra 2,28 og Nehem. 11,31.
Bet-Emek(hebr. hús í dalinum.) Býur í Aser sunnan fyri dalin við Jiftael. Óvist, hvar hann var. Kanska Tell Mimas, um 10 km norðan fyri Akre.
Beten(hebr., orðið er umsett til mangt ymist. 1. Mós. 25,23: lív; Jónas 2,3: fang; Orðt. 18,8: hjartadýpið; Habakkuk 3,16; innan í mær, o.a.) Ein av býunum við mark Asers. Bert nevndur í Josva 19,25. Kann vera sami sum núv. Abtun eystan fyri Karmelsfjall.
Betesda(gr. frá áram. bet. hesda, hús náðinnar.) Vit lesa í Jóh. 5,2: „Við Seyðaportur í Jerúsalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda og hevur 5 súlugongir. Í teimum lá mongd av sjúkum: Blind, lamin, visin, sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast. Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði.“ Í mongum ums. er v. 4 og seinastu orðini í v. 3: „sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast“ ikki við. Í Før. aut. eru tey við, men greitt er frá, at: „hesi orðini standa ikki í teimum elstu og bestu handritunum.“ Her grøddi Harrin mann, sum lamin hevði verið í 38 ár. Hann varð átalaður fyri, at hann bar tað, hann hevði ligið á, men hann segði sum var, at Hann, sum gjørdi hann frískan, bað hann taka song sína og fara.
      Í 1888 undir umvælingararbeiði varð funnin hylur undir toftunum av St. Annu-kirkjuni, ið er frá fjórðu øld. Har eru súlur við nakað kámum myndum av, tá Jesus hjálpir hinum lamna. Menn ivast ikki í, at hylurin man vera Betesda.
Bet-Ezel(hebr. hús við fastari rót, t.e. fastur bústaður.) Býur, sum nevndur er í Mika 1,11. Hann var sunnarlaga í Juda. Eitur nú Deir-el-Asal.
Bet-Fage(áram. fikuhús.) Stað, tætt við Betania og nær við Jerúsalem. Nevnt í Matt. 21,1; Mark. 11,1; Luk. 19,29. Er ikki nevnt í Gamla Testamenti. Toftirnar eru ikki sjónligar.
Bet-Gader(hebr. hús við múrum.) Stað í ætt Juda. 1. Krøn. 2,51: „Haref, faðir Bet-Gader.“
Bet-Gamul(hebr. kamelhús.) Býur í Móab. Jer. 48,23. Nú kallað Kirbet Jemeil.
Bet-Haggilgal(hebr. hús Gilgals.) Nehem. 12,28–29: „Tá savnaðust songflokkarnir saman, bæði úr landinum rundan um Jerúsalem og úr Netogatitabygdunum. Úr Bet-Haggilgal og úr landinum rundan um Geba og Azmavet.“ Plássið man vera hitt sama sum Gilgal, q.v.
Bet-Hajesjimot(hebr. hús í oyðimørkini.) Býur í Móab, ikki langt eystan fyri ósa Jordans. 4. Mós. 33,49; Josva 13,20; Ezek. 25,9. Hetta var ein av býum Sihons, kongs Amorita. Josva 12,3.
Bet-Hakkerem(hebr. hús víngarðsins.) Býur í Juda. Nehem. 3,14; Jer. 6,1. Nú Ain Karim, um 7 km vestan fyri Jerúsalem. Tað er høgt uppi móti hæddini á Jebel Ali. Hevur ivaleyst verið nýtt til vaktarstað til at siga frá komandi álopi. Stutt frá eru varðar, sum nýttir hava verið til vitar. Í Lakisj-brøvunum stendur: „Vit bíða eftir tekini frá Lakisj-støðini; vit síggja ikki vitan í Azeka.“
      Í Jeremias 6,1 lesa vit: „Flýggið tit Benjaminitar, burtur úr Jerúsalem, og blásið í horn í Tekoa, reisið upp merki (har stendur veruliga „maset“, t.e. viti. Í enskum umsett til: „sign of fire“) í Bet Hakkerem! Tí vanlukka hóttir norðaneftir, stór oyðing.“
Bet-Haram(hebr. hús á hæddini.) Býur í ætt Gads, yvir av Jeriko, um 10 km eystan fyri Jordan. Josva 13,27. Heródes kongur gav honum navnið Julias eftir drotning Augustusar keisara. Staðið verður nú kallað Tell er Rame. Er eisini kallað Bet-Haran.
Bet-HaranSama sum Bet-Haram.
Bet-Hasjitta(hebr. stað við akasiuvøkstri.) Býur stutt frá Jordan, har midjanitar flýddu undan Gideon. Dóm. 7,22.
Bet-Hogla(hebr. hús ella stað við lynghøsnum.) Pláss í ætt Benjamins á markinum til Juda. Josva 15,6; 18,19–21. Nú áin Hajila, um 7 km frá Jeriko.
Bet-Horon(hebr. stað við lægdum ella giljum.) Navnið á tveimum býum, ovari og niðari Bet-Horon. Josva 16,3–5; 1. Krøn. 7,24; 2. Krøn. 8,5. Á vegnum frá Gibeon til Azeka. Lutaðust Efra’im og givnir Kahatitum. Josva 21,22.
Bet-Kar(hebr. seyðahús, vakstrarhús?) Vit lesa um Bet-Kar í tí undurfulla kapitlinum 1. Sám. 7, tá fólkið bað Sámuel um ikki at geva uppat við at biðja fyri teimum. Teir vunnu á filistum og høgdu teir niður: „niðan fyri Bet-Kar“. Eftir hesum orðunum er líkt til, at staðið hevur ligið høgt, men ikki er vist, hvar tað var.
Bet-Leafra(hebr. Afra = honhjørtur.) Kann merkja støv, dust frá afar = ljósagrátt ella reydligt. Harav orðaleikurin í Mika 1,10: „Í Bet-Leafra veltist eg í dustinum.“ Hvar staðið var, er ókent.
Bet-Lebaot(hebr. stað honleyvanna.) Býur í ætt Símeons. Josva 19,6. Við suðurmark Juda. Ikki er vist, hvar staðið var.
Betlehem(hebr. breyðhús.) Býur, nær við har, sum Jákup jarðaði Rakul, tá kallaður Efrat. Er eisini kallaður Betlehem Efrata. Mika 5,1; Betlehem Juda. 1. Sám. 17,12; Betlehem í Judea. Matt. 2,1; Býur Dávids. Luk. 2,4; Jóh. 7,42. Gamla navnið hoyrdist viðhvørt langa tíð aftaná, at Ísrael hevði tikið landið. Rutt 1,2; 4,11; 1. Sám. 17,12; Sálm. 142,6. Hvar staðið Betlehem var, hevur ongantíð verið ivi um. Aftan á innrás Ísraels í landið legðist Betlehem til ætt Juda. Dóm. 17,7. Ibzan, ið var dómari aftan á Jefta, var úr Betlehem. Dóm. 12,8. Elimelek, maður No’omi og verfaðir Rutt, var úr Betlehem. Rutt 1,1–2, og haðani var eisini Boaz. Rutt 4,11. Har varð Jesus føddur – á døgum Heródesar kongs. Har vórðu, eftir boðum Heródesar, børnini undir tvey ár dripin. Plássið er um 8 km sunnan fyri Jerúsalem og liggur eitt sindur hægri.
      2. Býur í ætt Zebulons. Josva 19,15. Nú kallað Beit Lahm, um 11 km í landnyrðing úr Nazaret.
Bet-Ma’aka(hebr. hús Ma’aka.) Tætt við Abela, so býurin er kallaður Abel-Bet-Ma’aka, q.v. 2. Sám. 20,14. Er eisini nevndur Abel-Majim. 2. Krøn. 16,4. Nú kallað Tell Abil.
Bet-Markabot(hebr. hús ella stað stríðsvagnanna.) Býur í ætt Símeons. Josva 19,5. Við suðurmark Juda. Staðið er óvist.
Bet-MeonSama sum Bet-Ba’al-Meon, q.v. Jerem. 48,23.
Bet-Nimra(hebr. stað við reinum rennandi vatni, t.d. Es. 15,6: „Nimrimsvøtn“.) Ein av býunum, sum gaditar bygdu uppaftur av teimum, teir høvdu tikið frá Og kongi í Basan og amoritum. 4. Mós. 32.33–36.
Betonim(viðaslagið pistacias.) Býur í Gads ætt. Josva 13,26.
Bet-Pazzez(hebr. spjaðingarhús.) Ein av býunum í arvaluti Issakars. Josva 19,21.
Bet-Pelet(hebr. friðskjól.) Ein av býum ættar judamanna við markið til Edom. Josva 15,21–27. Afturbygdur aftan á útlegdina í Bábel. Nehem. 11,26.
Bet-Peor(hebr. hús ella tempul Peors.) Stað í Móab, eystan fyri Jordan. Kent fyri sína andstyggiligu avgudadýrkan. Hoyrdi til ætt Rubens. Josva 13,20; 5. Mós. 3,29; 4,46. Seinasta staðið, sum Ísrael gjørdi steðg á ferðini. 5. Mós. 4,45: „vitnisburðirnir, fyriskipanirnar og boðini, ið Móses kunngjørdi Ísraelsmonnum … hinumegin Jordan, í dalinum beint yvir av Bet-Peor.“ Har var Móses grivin. 5. Mós. 34,5–6.
Bet-Rafa(hebr. stað risanna ella óttans.) Navn í ættartalvum í 1. Krøn. 4,12: Esjton fekk synirnar Bet-Rafa, Pasea og Tehinna.
Bet-Rehob(hebr. hús við gøtuna.) Stað nær við La’isj í norðara Jordandalinum. Dóm. 18,26–28. Í Dóm. kap. 17 og 18 lesa vit meir um hetta. Tá Dávid bardist við ammonitar, tí teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, lesa vit um í 2. Sám. 10,6, at teir sendu boð og leigaðu áramearar úr Bet-Rehob og Zoba, 20.000 mans av fótfólki.
Betsaida(gr. frá áram. fiskistað, veiðistað.) Býur í Galilea, har Jesus ofta vitjaði. Eftir Jóh. 1,45 heimstaður teirra Filips, Andriasar og Pæturs. Betsaida hevur verið tætt við Kapernaum, tí Markus sigur, at heim teirra var í Kapernaum. Tað letur til, at Betsaida var fiskihavn Kapernaums. (Eldesheim: Life and times of Jesus).
   2. Betsaida: Eystan fyri ósan, har Jordan rennur í Genesaretsvatn í landspartinum Gaulonitis, sum var partur av fyrrverandi Basan. Var lítið pláss inntil Filip fjórðingshøvdingi gjørdi tað til bý og kallaði hann Julias eftir Juliu, sum var dóttir Augustus keisara (Josefus). Her var tað, Jesus gav hinum blinda sjónina, á leið til Kesarea Filippi. Mark 8,22.26–27.
Bet-Sjan(hebr. hús tryggleikans, men týdningurin man heldur upprunaliga vera hús bábyloniska gudsins Sjahans, hjá fønikiarum Sja’an, hjá sumerum ormagudurin.) Ein gamal víggirdur býur, sum hermálsliga hevði valdið á Jisreelslættanum, sum viðhvørt kallast Esdraelon (grikst). Hesin skansin varð grundaður áðrenn ár 3000 f.Kr. og hevur langa søgu. Aftaná sigur Tutmase IIl, við Megiddo ár 1482, kom hann í hendur egypta, og hermenn Egyptalands høvdu hann í úti við 300 ár. Minnissteinar um kongar í Egyptalandi eru funnir har.
      Um ta tíðina, tá ísraelsmenn tóku landið, um leið 1400 f.Kr., høvdu bæði teir og hinir, ið á slættlendinum búðu, jarnvagnar. Josva 17,16. Teir fingu ikki rikið teir, ið har búðu, út, men troðkaðu teir so mikið, at teir kundu noyða teir at træla hjá sær. Josva 17,13. Um ta tíðina, tá Saul fall á Gilboa, var annaðhvørt Bet-Sjan í parti við filistarum, ella áttu filistarar hann tá, tí í 1. Sám. 31,10 stendur: „Vápnini løgdu teir í astartutemplið, og kropp hansara hongdu teir upp á múrin í Bet-Sjan.“ Ransóknarmenn (Pensylvanian Expedition at Bet-Shan 1921–33) funnu astartutemplið, umtalað í 1. Sám. 31,10. So funnu teir eisini sunnan fyri tað eitt Dagonstempul, sum umtalað er í 1. Krøn. 10,10.
Bet-Sjemesj(hebr. sólhús.) Prestabýur. Josva 21,16; 1. Sám. 6,15; 1. Krøn. 6,59; í ætt Dans, við norðurmark Juda, móti filistarum. Josva 15,10; 1. Sám. 6,9. Tá filistarar lótu ørk HARRANS frá sær aftur, sendu teir hana til Bet-Sjemesj., Um hetta lesa vit í 1. Sám. 6. Í v. 19 lesa vit: „Men HARRIN sló nakrar av monnunum í Bet-Sjemesj fyri tað, at teir høvdu hugt at ørk HARRANS – 70 menn av fólkinum sló Hann.“ Før. aut. hevur: „Men ættargrein Jekonja hevði ikki tikið lut í gleðini yvir at síggja ørk HARRANS aftur, tessvegna drap hann teirra millum sjeyti mans.“ Sama hevur Fr. Bull. Septuaginta (Gamla Testamenti á grikskum) sigur: „Og synir Jekonja vóru ikki væl nøgdir við menn Bet-Sjemesj, tí teir sóu ørk HARRANS; og HARRIN sló millum teir sjeyti menn og fimmtitúsund menn.“ Orðini: „og fimmtitúsund“ eru ógvuliga ivasom, tí lægra talið stendur fyrr, sum er móti reglunum, og sambindingin „og“ er ikki í upprunamálinum. Her er onkuntíð komin villa í avskrivingina.
   2. Býur nær við suðurmark Issakars millum Taborsfjall og Jordan. Josva 19,22. Ókendur nú.
   3. Ein av teimum víggirdu býunum í Naftali. Josva 19,38; Dóm. 1,33, sum kána’anitar ikki vórðu riknir út úr.
   4. Navnið, sum Jeremias í 43,13 gevur býnum On, q.v., í Egyptalandi. Eisini kallaður Heliopolis.
Bet-Tappua(hebr. stað við súreplatrøum.) Býur um 8 km vestan fyri Hebron. Josva 15,33. Kallast nú Taffu.
Betuel(hebr. dvølstaður Guds.) Býur sunnarlaga í ætt Juda; viðhvørt kallaður Betul ella Betel. 1. Krøn. 4,30; Josva 19,4; 12,16; 1. Sám. 30,27.
   2. Sonur Nakor og Milku og bróðursonur Ábrahams; faðir Rebekku. 1. Mós. 22,22–24. Í kap. 25,20 er hann nevndur Betuel Áramearin. Í søguni um giftu Rebekku sigur hann (24,50): „Hetta kemur frá HARRANUM.“ Annars er tað mest bróðir hennara Laban, sum talar.
Betul(stytting av Betuel.) Býur sunnarlaga í ætt Símeons. Josva 19,4. Annars ókendur.
Bet-Zur(hebr. klettahús.) Sterkur skansi millum Betlehem og Hebron. Staðið er kannað, og funnar eru toftir úr miðjari bronzuøld um 1600 ár f.Kr. Makkabeararnir høvdu hervirki har og kallaðu tað Betsura. Var ein av støðunum, sum Jeroboam víggirdi; nevnist á Nehemiasar døgum. Nehem. 3,16; men best kent frá makkabearatíðini. Her var tað, Judas vann á grikkum (Lysias).
Bezai(týdn. sum Besai.) Ein av monnunum av ísraelsfólki, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel, 323 í tali, eftir Ezra 2,17 og 324 í tali eftir Nehem. 7,23, tí her er Bezai taldur uppí. Í Nehem. 10,18 hevur annaðhvørt hann ella kanska onkur av ættini skrivað undir sáttmála Nehemiasar.
Bezalel(hebr. í skugga Guds, t.e. vardur.) 2. Mós. 31,2: „Eg havi kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda, og Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdomi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði, at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari, at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út i træi, skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði.“ 2. Mós. 35,30; 38,22. Um ár 1440 f.Kr.
   2. Ein av eftirkomarum Pahat-Móabs, sum lovaði at skilja seg frá fremmandu konu síni. Ezra 10,30.
Bezek(hebr. skyggjandi.) Staður Adonibezeks, kána’anita og perizita. Óvist, hvar tað var, men kann vera, tað var Kirbet Bezqa, nær við Gezer. Dóm. 1,4.
   2. Staðið, har Saul taldi herin, áðrenn hann fór móti Jabes í Gilead. 1. Sám. 11,8. Nú Kirbet Ibziq, vestan fyri Jordan.
Bezer(hebr. málmur, gull ella silvur. Í Job 22,24 umsett til gull.) Hin sætti, ið nevndur er av 11 sonum Zofa. 1. Krøn. 7,37.
   2. Griðstaður í ætt Rubens, eystan fyri Jordan. Óvist hvar. Josva 20,8. Bíblia: Navnið, vit nýta, tá talan er um orð Guds. Vit hugsa tá bert um tær 39 bøkurnar í Gamla Testamenti og tær 27 bøkurnar í Nýggja Testamenti. Hesar 66 bøkurnar hava vit í einum bindi, eitt guddómligt bókasavn, sum er orð Guds, Bíblian. Gamla Testamenti er mest alt skrivað á hebraiskum máli, Nýggja Testamenti bert á grikskum. Partarnir av Gamla Testamenti, sum ikki eru á hebraiskum, eru Dániel 2,4 til 7,28; Ezra 4,8 til 6,18; 7,12–26 og Jeremias 10,11. Hesi stykkini eru skrivað á árameiskum, nær skylt mál, sum aftan á heimkomuna úr Bábel trokaði seg inn og gjørdist vanliga mál jødanna. Grikska málið í Nýggja Testamenti er málið, sum í grikskttalandi londum tá varð talað manna millum.
      Orðið „Bíblian“ var veruliga ein rulla av papyrus ella biblos. Hetta var planta, sum vaks á vátum lendi. Innari børkurin á hesi plantu varð tikin av í tunnum álum og turkaður. Hetta varð so klistrað saman til ørk, ið nýtt vórðu til skrivipappír. Fleiri slík ørk vórðu sett saman til hóskandi longd, sum so varð rullað saman. Tí varð sagt: „bókrulla“, t.d. í Ezek. 2,9–10. Hetta kallaðu Grikkar „biblion“. Navnið kom frá plantuni byblos, sum so varð kallað eftir býnum í Fønikia, sum teir nevndu Byblos. Í Gamla Testamenti er hann kallaður Gebal. Sálm. 83,8; Ezek. 27,9; og íbúgvarnir vórðu nevndir giblitar í Josva 13,5, og menninir úr Gebal í 1. Kong. 5,18. Haðani er so navnið, vit nýta: Bíblia, Bíblian.
Bidkar(hebr. stytting av bendakar, t.e. drápsmaður.) Høvuðsmaður Jehu. Tá Jehu hevði skotið Jóram kong, son Akab í Ísrael, bað hann Bidkar, høvuðsmann sín kasta hann inn á mark Nabots jizreelits og segði við hann: „Tú minnist, hvussu eg og tú riðu saman aftan á Akab, faðir hansara, táið HARRIN talaði hetta orð móti honum: Sanniliga, Eg sá í gjár blóð Nabots og sona hansara –sigur HARRIN – og Eg skal løna tær tað aftur á hesi mark – sigur HARRIN. Tak tí nú og kasta hann inn á markina eftir orði HARRANS!“ 2. Kong. 9,25–26.
Bigta(persiskt baga+da = gáva Guds ella eydnugivin.) Ein av hirðmonnum Ahasverusar kongs, sum hann sendi til at leiða Vasti drotning fram fyri kongin. Ester 1,10.
Bigtan(persiskt. Týdn. sum Bigta.) Ein hirðmaður Ahasverusar, sum hoyrdi til duravaktararnar. Hann og Teres, ein annar hirðmaður, vóru illir inn á Ahasverus kong og ætlaðu at leggja hendur á hann, tá ið til bar. Hetta fekk Mordokai at vita og segði Ester drotning tað, og Ester bar konginum boðini. Ester 2,21–22.
BigtanaSami sum Bigtan. Ester 6,2.
Bigvai(persiskt eydnusælur.) Ein teirra, sum heim kom úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,14. Eftirkomarar hansara vóru 2056. Nehem. 7,19 sigur 2067. Seinni komu av teimum við Ezra 70 mans. Ezra 8,14.
   2. Ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Kanska tann sami. Nehem. 10,16.
BikVarð tikið úr jørðini, jarðbik, og gott til at verja móti vætu. Nýtt til at tetta bátar við; fyrstu ferð sagt frá í søguni um Nóa ørk. Eisini til at binda saman tigulstein; fyrstu ferð umtalað í søguni um Bábelstornið, men nýtt til tað sama seinni í tíðini eisini. Verður kallað kofer, t.e. at fjala. Sama orðið finna vit í 3. Mós. 17,11: „at gera bót fyri“, orðarætt: „at fjala yvir“. Ørkin avmyndar hin trúgvandi í Kristusi. Bikið helt dómsvøtnini burtur; fjaldi yvir.
      Sagt er um móður Mósesar, at hon legði hann í rørkistu, sum hon tætti við jørðbiki. Blóð av offurdjórum kundi fjala yvir synd, inntil Gudslambið kom, og Jóhannes kundi vísa á tað og siga: „Hygg Lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins. Jóh. 1,29.
Bikri(hebr. frumborin.) Benjaminsmaður; sonur hansara Sjeba gjørdi uppreistur móti Dávidi aftan á deyða Absaloms. 2. Sám. 20,1.
Bildad(hebr. ben-ledad, t.e. sonur stríðsins.) Ein av teimum trimum vinmonnum Jobs, sum gjørdu av sínámillum at fara til hansara og vísa honum samhug og ugga hann. Job. 2,11.
Bileam(hebr. fremmandur.) Profetur, sum búði í Petor við ánna. Hann hevði ein vissan kunnleika um Gud. Hann var eisini vissur í, at gávurnar, hann hevði, vóru frá Gudi. Fólk Ísraels, á veg heim úr Egyptalandi, hevði gjørt steðg á Móabsheiðum, og alt Móab og kongur teirra Balak ræddust, um teir høvdu Midjan í parti við sær. Teir senda nú boð til Bileam og biðja hann koma og banna fólkinum. Balak sigur: „Eg veit jú, at tann, ið tú signar, er signaður, og tann, ið tú bannar, er bannaður!“ 4. Mós. 22,6. Hann bað sendiboðini verða har um náttina, meðan hann fekk svar frá Gudi. Morgunin eftir, tá ið Bileam var uppi, segði hann við høvdingar Balaks: „Farið heim aftur til land tykkara! HARRIN vil ikki lova mær við tykkum.“ V. 13. Høvdingar Móabs fóru so avstað, og táið teir komu aftur til Balak, søgdu teir: „Bileam vildi ikki koma við okkum,“ v. 14. Víðari lesa vit í 4. Mós. 22 frá v. 15 til 41. So kapitlarnar 23–24. Vit finna í kap. 24,3, at Bileam kallar seg: „Maðurin við afturlatnum eyga.“ Aftur í v. 16: „við upplatnum eygum“. Hetta er tí, at hann talar orð frá HARRANUM og er tí blindur fyri hesum heimi, men sær inn í framtíðina, v. 17: „Eg síggi Hann, men ikki nú, eg skoði Hann, men ikki nær – upp rennur stjørna av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael.“ HARRIN gav ikki Bileam loyvi til at banna fólkinum, men vandin kom úr øðrum horni.
      Tað var og er so skjótt fyri at blanda seg við fólkið. HARRIN avvendi bannið frá teimum, men so byrjar kap. 25, og í kap. 31,16 verður sagt, at tað var eftir Bileams ráðum, tey vórðu forførd. Tað, sum bannið ikki kundi gera, kundi samanblandingin væl gera. Hetta er álvarsom ávaring. Jud. v. 11; 2. Pæt. 2,15–16; Op. 2,14.
   2. Býur í vestara parti av ætt Manasse og latin við jørðini, ið tilhoyrdi, til ætt kahatita. 1. Krøn. 6,70. Nú kallað Belame, um 20 km norðan fyri Samaria.
Bilga(hebr. frøi.) 1. Krøn. 24. Tey 24 prestaskiftini. Fimtandi lutur fall á Bilga.
   2. Ein av prestunum, sum komu heim úr Bábel við Zerubbabel og Josva. Nehem. 12,5.
Bilgai(hebr. frøi.) Ein av prestunum, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,8. Kann vera hin sami sum Bilga 2.
Bilha(hebr. smæðin.) Trælkvinna Rakular, sum hon fekk frá Laban. 1 Mós. 29,29. Jákup átti við henni synirnar Dan og Naftali. 1. Mós. 30,3–8.
Bilhan(hebr. smæðin.) Ættarhøvdingi í Edomslandi, sonur Ezer. 1. Krøn. 1,42.
   2. Ein benjaminsmaður, sonur Jediael. Bilhan átti 7 synir. 1 Krøn. 7,10.
Bilsjan(hebr. frá ben-lasjan, t.e. sonur tunguna, væltalandi. Kann eisini vera úr akkadiskum bel-sjun, t.e. harri teirra.) Ein teirra, ið komu heim til Jerúsalem við Zerubbabel aftan á útlegdina í Bábel. Ezra 2,2.
Bimhal(hebr. umskorin; frá ben-mahl, t.e. sonur umskeringar.) Hann var sonur Jaflet. Ættin var frá Aser: Aser, Beria, Heber, Jaflet, Bimhal. 1. Krøn. 7,33.
Binda og loysaMatt. 16,19: „Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli og tað, sum tú loysir á jørðini: skal vera loyst í Himli.“ Lykil er mynd av valdi og myndugleika. Á hvítusunnudegi nýtti Pætur lykilin, tá hann vísti landsmonnum sínum á leiðina til lívið við at fáa annað sinni og trúgva gleðiboðskapinum. Áp. 2,14–47. Somuleiðis slapp hann at lata upp fyri samverjum. Áp. 8,14. So lesa vit um, at hann læt upp fyri heidningunum: Áp. 10,44. Hetta var framíhjárætturin, sum Harrin gav honum. Pætur greiðir best sjálvur frá hesum. Hetta ger hann í Áp. 15,7 o.s.fr.
Bina(hebr. skjótt, t.d. stríður løkur.) Benjaminsmaður, sonur Moza og faðir Rafa, av eftirkomarum Sauls kongs. 1. Krøn. 8,37.
Binnui(hebr. bygdur, byggjan í ymiskum týdningum, t.d. Es. 44,28: … „Tað skal byggjast upp aftur.“ Jer. 12,16: „… skulu tey verða bygd upp mitt ímillum fólk Mítt“ o.a.) Levitur, faðir Moadja, sum var ein teirra, ið vóru við at viga gullið og silvurið, sum hoyrdi til hús Guds. Ezra 8,33.
   2. Ein teirra, ið við handtaki lovaðu, at teir skuldu reka fremmandu konurnar frá sær. Ezra 10,30.
   3. Ein av eftirkomarum Banisar, sum skuldi gera somuleiðis. Ezra 10,38.
   4. Ein levitur, sum kom við Zerubbabel úr Bábel, Nehem. 12,8. Hann var við at laða múrin um Jerúsalem, Nehem. 3,24, og var ein, ið skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,9.
Birsja(hebr. óndur frá ben resja, t.e. sonur til óndskap.) Kongur í Gomorra. Ábraham vann á honum og nøkrum øðrum. 1. Mós. 14.
Birzot(hebr. oljuberkelda.) Ein av teimum, ið upproknaðir eru í ættarbók Asers. Hann var sonur Malkiel. 1. Krøn. 7,31.
Bi-Silam(hebr. í friði. Frá bensjalom, t.e. Friðarsonur.) Man hava verið høvuðsmaður hjá Artaxerxes í Juda um ta tíðina, tá Zerubbabel og teir komu heim úr Bábel. Bisjlam og aðrir nevndir skrivaðu kongi bræv viðvíkjandi jødunum, sum vóru við at byggja templið. Ezra 4,7.
Bitja(hebr. dóttir HARRANS.) Hon var dóttir Farao og kona Mered, ein av eftirkomarum Juda. 1. Krøn. 4,18. Hvør Mered var og starv hansara stendur ikki, men hann man hava verið stórur maður. Óhugsandi, at ein Farao læt dóttur til mann, sum ikki var av kongsætt. Hon kann hava verið stjúkdóttir ella fosturdóttir.
Bitron(hebr. rivnað, gil á Araba- ella Jordanslættanum.) 2. Sám. 2,29: „Abner og menn hansara gingu yvir slættlendið alla náttina, fóru síðani um Jordan, gingu gjøgnum alt Bitron og komu til Mahanajim.“
BitýniaLandspartur í Lítla Asia við Havið Svarta. Skógvaksið fjallalendi. Rómverjar tóku tað ár 75 f.Kr. Brøv frá Pliniusi til Trajan keisara vísa, at tað gjørdi hann ótryggan, at har vóru so mong kristin. 1. Pæt. 1,1. Paulus var á veg hagar, „Men Andi Jesusar loyvdi teimum tað ikki.“ Áp. 16,7.
Bizjotja(hebr. vanvirðing HARRANS.) Ein av býunum, sum ognaðist ætt Juda. Josva 15,28.
BiztaKanska frá biz-da, t.e. dupult gáva. Ein av sjey hirðmonnum Ahasverusar. Ester 1,10.
Blastus(plantuskot.) Kamarharri Heródesar kongs. Áp. 12,20.
Boanerges(gr. frá áram. torusynir) Markus 3,17: „Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir Jákup; teimum báðum gav hann navnið Boanerges, tað er Torusynir.“ Kanska tí teir vóru kvikir í talu og skjótir til verka. Luk. 9,52–56.
Boaz(ídni, úr arab. ba’aza, t.e. at vera skjótur.) Ein ríkur betlehemsmaður, skyldmaður Elimeleks, mann No’omi. Tá No’omi og Rutt komu heim úr Móabslandi, fekk Rutt loyvi at henta øks á akuri Boazar. Hann gjørdi væl móti henni og læt hana fáa størri rættindi, enn vanligt var. Annar maður var nærri í ætt við tær, enn Boaz var, men tá hann sá, at hin ikki ætlaði at giftast við Rutt eftir lógini, tók Boaz hansara pláss og giftist við henni. Tey fingu sonin Obed, sum varð abbi Dávids kongs. Rutt kap. 1–4.
   2. Ein av súlunum við tempul Sálomos. 1. Kong. 7,21.
Bohan(hebr. tummil.) Maður av ætt Rubens. Ein steinur, ið er kallaður eftir honum, varð gjørdur til mark millum Juda og Benjamin. Josva 15,6; 18,17.
Bokeru(hebr. boker hu, frumborin.) Ein av seks sonum Azels av eftirkomarum Sauls kongs. 1. Krøn. 8,38.
Bokim(hebr. grátandi.) Pláss vestan fyri Jordan, nær við Deyðahavið. Tá eingil HARRANS talaði við Ísrael um trúloysi teirra, skar fólkið í at gráta. Tí varð hetta stað kallað Bokim. Dóm. 2,1–5.
Bozez(hebr. skyggjandi.) 1. Sám. 14,4: „Í skarðinum, sum Jónatan royndi at sleppa um fyri at leypa á oddaflokk Filistara, var hamari hvørjumegin; annar æt Bozez og annar Sene.“
Bozkat(hebr. hædd, grýtut, reyn.) Býur í Juda nær við Lakisj og Eglon. Josva 15,39. Føðistaður Adaja, sum á móðursíðuni var abbi Josiasar kongs. 2. Kong. 22,1.
Bozra(hebr. byrgi, kann vera til verju ella seyðatippi.) Býur í Edom, har Jobab var kongur. 1. Mós. 36,33; 1. Krøn. 1,44. Umtalaður í Es. 34,6; 63,1; Jer. 49,13.22; Amos 1,12. Kallast nú Buseira. Bozra var høvuðsstaður í norður-Edom ár 1200 til 700 f.Kr.
BreyðOrðið breyð varð og er nýtt í mongum týdningum, t.d.: „Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.“ Har meina vit jú við alt tað neyðturviliga, men sjálvt orðið „breyð“ merkir matur, sum bakaður er. Fyrstu ferð, tað er nevnt í Bíbliuni, er í 1. Mós. 18,5–6. Besta breyðið var av hveitimjøli. Dóm. 6,19. Sáldað, varð tað kallað fínt mjøl. 1. Kong. 4,22. Grovari breyð varð bakað av byggi. Dóm. 7,13; Jóh. 6,9. Súrgað breyð varð kallað hames = súrt. Mjølið varð blandað við vatni og knoðað í lítlum trogi og súrdeiggj blandað uppí. Deigtrogið kann hava verið av skinni, eins og arabarar nýta enn. Tó tykist eftir 2. Mós. 12,34 tað at hava verið træílát. Tey ballaðu tey inn í klæði síni og bóru tey á herðunum. Tá breyð varð bakað í skundi, var tað ósúrgað, 1. Mós. 18,6; 19,3; 2. Mós. 12,39; 1. Sám. 28,24, og kallað massa = søtt, „tað, ið søtt er.“ Mong sløg av breyði eru nevnd, t.d. 2. Mós. 29,23: rundkøka, oljukøka og flatkøka. Breyð er nógv nýtt í myndarligari talu. Hesar køkur vórðu ikki skornar sundur, men brotið varð av teimum. Tá byrjað varð at fáa sær, varð tí kallað „at bróta breyðið.“ Frá tí, at Harrin breyt breyðið, tá hann stovnaði minningarsamkomuna, hevur hon verið nevnd eftir tí, sum sæst av Áp. 2,42: „Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.“ Neyðarbreyð er nevnt í 1. Kong. 22,27. Sleipibreyð er umtalað í Sálm. 127,2. Tárabreyð er umtalað í Sálm 80,6. Gudloysisbreyð er umtalað í Orðt. 4,17.
      Harrin segði um seg sjálvan í Jóh. 6,48: „Eg eri breyð lívsins. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini – og doyðu. Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja. Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“
      „Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur.“ Præd. 11,1. Myndin er haðani menn sáaðu korn, har á rann gjøgnum mýrilendi. Hetta varð viðhvørt gjørt við báti. Tá teir kastaðu fræið, sá tað út sum burturblakað, men moldin vættist, og so fjaraði áin. Nú gjørdust góð líkindi fyri vøkstri. Og Esaias leggur afturat: „Sæl eru tit, sum sáa við øll vøtn.“ Es. 32,20.
BukkiStytting av Bukkia. 1. Krøn. 6,5.
Bukkia(hebr. vrakaður ella royndur av HARRANUM.) 1. Krøn. 25,4. Ein av teimum 14 sonum Hemans á listanum yvir menninar, ið tænastan var áløgd at spæla við gudstænastuna. 1. Krøn. 25,1–4.
Bul(hebr. regn.) Áttandi mánaðurin av ári jødanna. 1. Kong. 6,38.
Buna(hebr. vit.) Annar nevndi av sonum Jerame’els, abbasonur Perezar, sonur Juda. 1. Krøn. 2,25.
Bunni(hebr. bygdur.) Ein av levitunum, sum savnaðust og hildu føstu í syrgibúna, og sum játtaði syndir sínar og syndir fedra sína, Nehem. 9,4, og var við at skriva undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,15.
Buzz(hebr. vanvirðing.) Annar sonur Nakors og Milku. 1. Mós. 22,21.
   2. Faðir Jado av ætt Gads. 1. Krøn. 5,14.
   3. Ein av trimum ættum í norður-Arabia, nevndar í Jer. 25,23.: Dedan, Tema, Buz.
Buzi(hebr. háðaður, vanvirdur av HARRANUM.) Prestur. Faðir Ezekiel profet. Ezek. 1,3.
BønareimarFarisearar, q.v.