Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Abaddon(hebr. oyðing, avgrund.) Op. 9,11: „Til kong yvir sær høvdu teir eingil avgrundarinnar; á hebraiskum er navn hansara Abaddon; á grikskum eitur hann Apollyon.“ Hetta orðið er umsett til avgrund, tal. Í Job 26,6: „Deyðaríkið (sjeol) liggur honum opið, og avgrundin (abaddon) ber.“ Job 28,22: „Avgrundin (abaddon) og deyðin (mewet) siga: „Bert tíðindi um hann eru komin okkum fyri oyru!“ Orðt. 15,11: „Deyðaríkið (sjeol) og avgrundin (abaddon) liggja Harranum opin.“ Samsvarandi støð í før. aut. eru umsett: Job 26,6: „undirdýpini“, Job 28,22: „undirdýpið“, Orðt. 15,11: „avdýpi“. Orðið „avgrund“ í 2. Pæt. 2,4 er ikki hetta her umtalaða, men „tartaros“, sum merkir allarniðasta dýpi. Hetta orðið stendur bert hesa einu ferð.
Aban(hebr. bróðir hins vísa.) 1. Krøn. 2,29. Ein av eftirkomarum Juda; hin fyrri, ið nevndur er av teimum, sum Abisur [Abisjur] átti við Abihajil.
AbanaÁ, sum rennur oman úr Antilibanon, verður nú kallað Barada. Vit lesa í 2. Kong. 5 um herhøvdinga áramskongs, at hann fór at leita sær heilsubót, tí hann var spitalskur. Elisa profetur bað hann fara sjey ferðir undir í Jordan, men herhøvdingin helt, at áirnar við Damaskus, Abana og Parpar, vóru betri enn øll vøtn í Ísrael. Í Hásonginum 4,8 eru hæddirnar har á leið nevndar Amana. Orðið er skylt við „amen“, t.e. vissuliga ella sanniliga.
Abarim(hebr. hinumegin.) 4. Mós. 27,12. Landslagið eystan fyri Jordan. Ein av hæddunum har er fjallið Nebo. Í 4. Mós. 33,47 stendur um fólk Ísraels, at tey gjørdu steðg við Abarims fjøll yvir av Nebo. Før.aut. og íslendsk ums. hava „fyri eystan Nebo“.
Abba(áram. babba.) Mark. 14,36; Róm. 8,15; Gal. 4,6: „Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba Faðir“.
Abda(áram. trælurin.) 1. Kong. 4,6. Faðir Adonirams, sum var yvir teimum, ið gjørdu pliktarbeiði.
   2. Levitur av ætt Jedituns, sonur Sammua [Sjamma]. Aftan á útlegdina. Neh. 11,17.
Abde’el(hebr. trælur Guds.) Jer. 36,26. Faðir Selemja [Sjelemja], sum var ein av teimum, ið Jójakim kongur sendi til at taka Baruk skrivara og Jeremias profet.
Abdi(hebr. trælur mín.) 1. Krøn. 6,44. Levitur. Abbi Etan, sum var ein teirra, ið Dávid setti til at hava við songin at gera í húsi HARRANS, eftir at ørkin hevði fingið hvíldarstað.
   2. Levitur á døgum Ezekiasar. Sonur hansara æt Kis [Kisj]. 2. Krøn. 29,12.
   3. Ein av eftirkomarum Elams, ið skildi seg frá fremmandu konu síni. Aftan á útlegdina, ár 456 f.Kr. Ezra 10,26.
Abdiel(hebr. trælur Guds.) 1. Krøn. 5,15. Gaditur í Gilead. Faðir Ahi og sonur Guni.
Abdon(hebr. undirbrotligur, tænandi.) Dóm. 12,13. Dómari í Ísrael í 8 ár, um 1120 til 1112 f.Kr. Hann var frá Piraton, sonur Hillel, av ætt Efra’ims.
   2. Sonur Sasak [Sjesjak], av ætt Benjamins. Nevndur í 1. Krøn. 8.23.
   3. Elsti sonur Gibeons, benjaminit. Ein av forfedrum Sauls kongs.
   4. Sonur Mika. Ein av teimum, sum Jósias kongur sendi til Huldu profetinnu at spyrja um tað, sum í bókini stóð, sum nýliga var funnin. 2. Krøn. 34, 26 og 34,14.
   5. Levitabýur í Aser. Nú kallaður Abde, sunnan fyri Týrus. Josva 21,30; 1. Krøn. 6,74.
Abed-Nego(áram. trælur Negos.) Dán. 1,7. Nego = Nebo var vísdómsgudur Bábylons (gongustjørnan Merkur). Hirðmaður í Bábylon setti hetta navnið á Ahazja, sum merkir: Harrin veitir hjálp. Valdsharrar kunnu broyta navn, men ikki náttúru gudsbarnsins.
Abel-Bet-Ma’aka(hebr. ong við hús Ma’akas.) 1. Kong. 15,20. Hagar flýddi uppreistrarmaðurin Seba [Sjeba], sonur Bikri, 2. Sám. 20,14–22. Hin vituga kvinnan, ið semingsmaður var, tá Jóab kom eftir honum, kallar býin „ein móðir í Ísrael“. Í 2. Krøn. 16,4 er hann kallaður Abel-Majim = vatnong. Staðið er nú á døgum kallað Abil el-Kumb.
Abel-Hassittim[Abel-Hasjittim] (hebr. ong akasianna.) 4. Mós. 33,49. Seinasta tilhaldsstað fólks Ísraels eystan fyri Jordan. Staðið kallast nú Tel el-Haman, yvir av Jeriko. Her var tað, kvinnur Móabs buðu fólkinum til offurmáltíðir guda sína. Og fólkið helt seg til Ba’al Peor. 4. Mós. 25,1. o.s.fr.
Abel-Keramim(hebr. víngarðsong.) Dóm. 11,33. Eystan fyri Jordan við ánna Aroer. Sagt er um Jefta, at hann bardist við Ammonitar og elti teir líka til Abel-Keramim.
Abel-Mehola(hebr. dansiong.) Dóm. 7,22. Stað í Jordandalinum. Heimstaður Elisa profets kallast nú Tel el-Maklub. Sagt er frá, at tá Gideon vann sigur á midjanitum: „Allur herurin flýddi til Bet-Hasitta [Bet-Hasjitta], yvir móti Zerera at áarbakkanum við Abel-Mehola“.
Abel-Mizrajim(hebr. ong Egyptalands.) Annað orð, framborið næstan sum abei, merkir „sorg“, har av kemur orðaleikurin í 1. Mós. 50,11: „Tað er ikki eiti av syrgihátíð, ið Egyptar har halda!“. Av hesum fekk tað staðið navnið Abel-Mizrajim! Tað er hinumegin Jordan.
Abi(hebr. Faðir mín.) 2. Kong. 18,2. Dóttir Zakarja og drotning Akazar kongs. Hon var móðir Ezekiasar kongs.
Abi(hebr. faðir at.) Er forstavilsi til mong hebr. nøvn.
Abia(hebr. faðir hans er HARRIN.) Sonur Rehabeam Judakong og abbasonur Sálomo. 1. Sám. 8,1; 1. Krøn. 6,28.
   2. Sonur Jeroboam, ísraelskong. Tá hann gjørdist sjúkur, leitaði Jeroboam loyniliga eftir hjálp hjá HARRANUM, sum hann í orðum og gerðum hevði avnoktað. Hetta royndist kortini illa. 1. Kong. 14,1–18.
   3. Prestur á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,10. Var av eftirkomarum Eleazars, sonar Árons. Teir vóru skiftir í flokkar eftir tænastu teirra. „Áttandi luturin fall á Abia“. Hann er nevndur í Luk. 1,5.
   4. Hin yngri av sonum Sámuels, sum hann setti til dómara í Ísrael, men ikki dugdi til tað. Hetta gjørdi sítt til, at fólkið fór at krevja kong, 1. Sám. 8,2.
   5. Kona Hezrons og móðir Ashurs [Asjurs], ið var ættarfaðir til Tekoafólkið. 1. Krøn. 2,24. Før. aut. hevur hetta versið øðrvísi.
   6. Ein sonur Beker, son Benjamin. 1. Krøn. 7,8.
   7. Ein av prestunum, ið heim kom við Zerubbabel úr Bábel. Nehem. 12. Í 1. Kong. 15,2 er sagt um Abia judakong, at móðir hansara æt Ma’aka, hon var dóttir Abisalom [Abisjalom].
      Í 2. Krøn. 13,2 stendur: Móðir hansara æt Mikaja, hon var dóttir Uriel og var úr Gibea. Hon kann hava havt tvey nøvn, men man hava verið abbadóttir Absalom.
Abi-Albon(hebr. faðir til styrki, t.e. sterkur.) Ein av raskastu monnum Dávids. 2. Sám. 23,31. Í 1. Krøn. 11,32 kallaður Abiel.
Abiam(hebr. faðir til ljós ella hav.) 1. Kong. 14,31. Sonur og eftirmaður Rehabeams. Í 2. Krøn. 13 og 14 kallaður Abia.
Abiasaf(hebr. faðir til hitt, ið savnað er, t.e. savnarin.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Kora, sum umtalaðir eru í 2. Mós. 6,24.
Abib(hebr. aks.) 2. Mós. 12,1: Nú talaði Harrin við Móses og Áron í Egyptalandi og segði: „Hesin mánaðurin skal vera fyrsti mánaður hjá tykkum; við hesum mánaði skal árið byrja hjá tykkum“. 2. Mós. 13,4: „Í dag fara tit út, í abib mánaði. Táið HARRIN nú leiðir teg inn í land Kána’anita, Hetita, Amorita, Hevita og Jebusita, landið, ið Hann svór fedrum tínum at geva tær, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, tá skalt tú halda hesa fyriskipan í hesum mánaði“. Hin 10. varð páskalambið valt, og hin 14. varð tað dripið og etið. Hin 15. varð byrjað at skera akurin, tá varð fyrsta bundið skorið, og hin 16. varð tað ofrað. Hitt dripna lambið minnir um deyða Krists. Høgtíðin hini ósúrgaðu breyðini minnir um sermerktu atferð gudsbarnsins. Hitt sveiggjaða bundið minnir um uppreisn Krists. Ein mánaður varð tá roknaður frá sólartendring til næstu niðu. Aftan á útlegdina varð navnið Abib broytt til Nisan. Nehem. 2,1; Ester 3,7.
Abida(hebr. faðir vísdóms, t.e. vísur.) Hin fjórði, ið nevndur er av 5 sonum Midjans, syni Ábrahams við Keturu. 1. Mós. 25,4; 1. Krøn. 1,34.
Abidan(hebr. faðir dómsins, t.e. dómari.) Sonur Gideoni. Høvdingi av ætt Benjamins. 4. Mós. 1,11.
Abiel(hebr. faðir kraftar, t.e. sterkur.), Ein maður av ætt Benjamins. Í 1. Sám. 14,51 stendur: „Kis [Kisj], faðir Saul, og Ner, faðir Abner, vóru synir Abiel. Í 1. Krøn. 8,33 stendur: „Ner fekk sonin Kis [Kisj], Kis [Kisj] fekk sonin Saul“. Her er líkt til, at okkurt er blandað. W. Gesenius heldur fyri vist, at tað veruliga var sum í 1. Sám. 14,51 er frásagt.
Abi-Etam(hebr. faðir Etam.) 1. Krøn. 4,3: „Hetta vóru synir Abi-Etams: Jizre’el, Jisma og Jidbas – systir teirra æt Hazielponi – “.
Abiezer(hebr. hann, sum hjálpir.) Annar nevndi av sonum Hammoleket, systir Gilead og abbadóttir Manasse. 1. Krøn. 7,18. Hann var ættarfaðir til fólkið, sum Gideon var av, og tey høvdu navn hansara til ættarnavn. Dóm. 6,34: Abiezeritar. 1 4. Mós. 26,30 kallaður Jezer og eftirkomararnir Jezeritaættin.
   2. Ein av hinum 30 køppum Dávids, 2. Sám. 23,27. Í 1. Krøn. 27,12 stendur, at hann førdi níggjunda herlið – 24000 mans.
Abigajil(hebr. frøi, fagnaður.) Kona Nábal, ein seyðabónda á Karmel um ár 1000 f.Kr. Vit lesa um hetta í 1. Sám. 25,2 o.s.fr., hvussu hon við klókskapi sínum forðaði Davidi í at hevna seg sjálvan, og hvussu Harrin sjálvur lønir hitt illa.
   2. Dóttir Ísai og systir Dávid og Zeruju, sum var móðir Jóab. 2. Sám. 17,25.
Abihail(hebr. faðir til megi, máttur, mikil.) 4. Mós. 3,35. Faðir Zuriel, ið var høvdingi yvir meraritaættini, tá Móses taldi levitarnar við Sinai.
   2. Kona Abisur [Abisjur] av fólki Jerame’els. Hon átti Aban og Molid. 1. Krøn. 2,29.
   3. Sonur Huris, høvuðsmaður, ættaður úr Gad og búði í Basan. 1. Krøn. 5,14.
   4. Seinna kona Rehabeam. Í 2. Krøn. 11,18 stendur, at hon var dóttir Eliab, son Ísai. Eliab var elsti bróðir Dávids, sum var kongur nøkur og áttati ár áðrenn hetta. Her man meinast við, at hon var av fólki Eliabs.
   5. Faðir Ester og faðirbróðir Mordokai, fosturfaðir hennara. Ár umleið 500 f.Kr. Ester 2,6–7.
Abihu(hebr. hann er faðir mín.) 3. Mós. 10. Sonur Áron. Saman við bróður sínum, Nadab, bar hann fremmmandan eld inn fyri ásjón HARRANS, sum Hann einki boð hevði givið teimum um. Báðir doyðu av eldi frá ásjón HARRANS. Her tykist at vera fyrimynd av likamligum deyða vegna synd. 1. Jóh. 5,16. Hetta kann líknast við at fáast við tænastu uttan at spyrja eftir, hvat vilji Harrans er. 2. Krøn. 18,4. Annars letur til, at gerð teirra var ávirkað av víni, tí so skjótt sum HARRIN hevði givið boð um, hvussu gerast skuldi eftir deyða teirra, segði Hann við Áron: „Vín ella nakað sterkt mugu tú og synir tínir ikki drekka, táið tit fara inn í samkomutjaldið, fyri at tit skulu ikki doyggja. Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann – fyri at tit skulu vera førir fyri at gera mun á heiløgum og vanheiløgum og á óreinum og reinum og læra Ísraelsmenn allar lógirnar, ið HARRIN við Mósesi hevur kunngjørt teimum.“ Við tænarar Harrans í dag (tey endurføddu í trúnni á Frelsaran) talar sama orðið: „Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís, og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir! Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er! Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum.“ Ef. 5,15–18.
Abihud(hebr. stytting av Abi-Jehuda, t.e. hvørs faðir er Juda = prís, heiður.) Ein sonur Bela, son Benjamin. 1. Krøn. 8,3.
Abilene(gr. abilalandið.) Kallað eftir høvuðsstaðnum, Abila, sum man vera skylt við hebr. abel = ong. Eitt høvdingadømi á eystursíðu Libanons. Vit lesa í Luk. 3,1: „Fimtanda árið, ið Tiberius var keisari – táið Pontius Pilatus var landshøvdingi í Judea, Hermes fjórðingshøvdingi í Galilea, Filip, bróðir hansara, fjórðingshøvdingi í Iturea og landspartinum Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene.“
Abimael(faðir mín er Gud.) 1. Mós. 10,28. Ein sonur Joktan (í Arabia). Hildin at vera stovnari av eini ætt, ið kallað varð Mail (W. Gesenius). 1. Krøn. 1,22.
Abimelek(hebr. faðir kongs ella kongligur faðir.) Man hava verið kongsheiti eins og „farao“ í Egyptalandi. Ein kongur filistara í Gerar á døgum Ábrahams. 1. Mós. 20. Sagt er um Ábraham: Eina tíð búði hann sum fremmandur í Gerar. Har spurdist ikki gott burturúr, og gott skulu vit ongantíð vænta, tá børn Guds eru aðrastaðni, enn har Hann hevur sett tey.
   2. Ein annar kongur í Gerar á døgum Ísaks, sum fór hagar at leita sær hjálp, tí hungur var í landinum. Her hevði hann somu royndirnar sum faðirin, men Ísakur var heppin búmaður og gjørdist ríkur, so teir vildu hava hann at fara avstað aftur haðani. Har bar til tá í tíðini at ogna sær jørð við at grava eftir vatni í henni. Vit lesa um alt hetta í 1. Mós. 26.
   3. Sonur Gideon. Hann gjørdist kongur í Sikem, tá hann hevði tikið hálvbrøður sínar, 70 menn, av døgum. Hann doyði í Tebez, tá hann hevði tikið býin. Kvinna blakaði kvarnarstein niður av takinum, og hann fekk hann í høvdið. Um hetta lesa vit í Dóm. 9.
   4. Sonur Ebjatar og prestur á døgum Dávids. 1. Krøn. 18,16. Í 2. Sám. 8,17 eitur hann Ahimelek. Í yvirskriftini til Sálm. 34 er navnið Abimelek umskift við Akis [Akisj], kong í Gat, har Dávid var flýddur undan Saul.
Abinadab(hebr. gávumildur.) 1. Sám. 7,1. Ein Levitur í Kirjat-Jearim. Inn til hansara varð ørkin sett, tá Filistarar høvdu latið teimum hana aftur, 2. Sám. 6,34; 1. Krøn. 13,7.
   2. Hin næstelsti av sonum Ísai. Hann var ein av teimum trimum, sum vóru farnir í bardaga við Saul móti Filistarum. 1. Sám. 17,13.
   3. Ein av teimum 4 sonum Saul kong. 1. Krøn. 9,39. Hann fall í bardaga við Filistarar á Gilboa, 1. Krøn. 10,2, um ár 1004 f.Kr. Í 1. Sám. 14,49 er hann nevndur Jisvi.
   4. Ein av fútum Sálomos, kallaður Ben Abinadab, t.e. Abinadabsson. Hann var giftur við Tafat, dóttur Sálomo. 1. Kong. 4,11.
Abinoam(hebr. faðir náðinnar, miskunnsamur.) Faðir Barak. Dóm. 4,6 og 5,12.
Abiram(hebr. hástórur.) Annar av sonum Eliab av ætt Rubens, sum við bróður sínum Datan og On, Peletsson av somu ætt, fór í part við Kora ímóti Mósesi og Áron, 4. Mós. 16,1; 26, 9; 5. Mós. 11,6.
   2. Eldri sonur Hiels úr Betel. Hiel bygdi Jeriko upp aftur, og Abiram doyði, 1. Kong. 16,34, eftir orðunum, ið HARRIN talaði við Josva, syni Nun, Josva 6,26.
Abisag[Abisjag] (hebr. upphav til skeivleika.) Ein vøkur kvinna úr Sunem [Sjunem], í ætt Ísakkars. 1. Kong. 1,2–3. Hon kom til Dávid kong til at fjálga um hann á elliárum.
Absai[Abisjaj] (hebr. faðir at gávu, upphav til ríkidømi.) 1. Krøn. 2,16. Sonur Seruju, systur Dávid. Faðirin er ónevndur. Brøður hansara vóru Jóab og Asael. Fyrsta, vit hoyra um Absai [Abisjaj], er, tá hann beyð seg til at koma við Dávidi til tilhald Sauls. 1. Sám. 26,6. Teir fóru um náttina og komu til Saul og menn hansara, meðan teir lógu í fasta svøvni. Absai [Abisjaj] helt beinast vera at drepa Saul, nú teir vóru honum so nær, men Dávid noktaði at leggja hond á salvaða Guds. Saman við bróður sínum Jóab elti hann Abner, sum hevði dripið Asael. 2. Sám. 2,24–30. Annars lesa vit um Absai [Abisjaj] í 2. Sám. 10,10–14; 1. Krøn. 19,11.15; 2. Sám. 16,9; 19,21; 18,2; 20,6; 21,15; 28,18 o.a. Í 2. Sám. 8,13 lesa vit: Táið Dávid nú kom aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Áramearum, vann hann sær navn við í Saltdali at fella 18000 mans. Hetta er dømi um, at um herhøvdingin vinnur sigurin, er tað í navni kongs, at sigurin er vunnin. Navnið Absai [Abisjaj] stavast við hvørt Absjaj.
Abisalom[Abisjalom] (hebr. friðarfaðir.) 1. Kong. 15,2. Faðir til Ma’aku, sum var móðir Abiam Judakong. Í 2. Krøn. 11,20 er hann kallaður Absalom.
Abisua[Abisjua] (hebr. faðir til vælferð, ella trygd.) Sonur Pineas, son Eleazar, son Arori. 1. Krøn. 6,4–5 og 50; Ezra 7,5.
   2. Ein sonur Bela, son Benjamin. 1. Krøn. 8,4.
Abisur[Abisjur] (hebr. faðir er virki ella sum ger virki, virkisvegg.) Annar sonur Sammai [Sjammai] av ætt Juda. Kona hansara æt Abihajil. Við henni átti hann Aban og Molid. 1. Krøn. 2,28.29.
Abital(hebr. faðir til døgg, t.e. frískleiki.) Fimta kona Dávids. Hon átti Sefatja [Sjefatja] í Hebron. 2. Sám. 3,4.
Abitub(hebr. faðir til góðsku, t.e. góður.) Ein sonur Saharajims [Sjaharajims] av ætt Benjamins. Hann átti hann við konu síni Husim [Husjim]. 1. Krøn. 8,11.
Abiud(gr. frá hebr. Abihud.) Matt. 1,13.
Abjatar(hebr. faðir at yvirflóð, stórbærur.) Høvuðsprestur, 1. Sám. 22.20. Ættaður í 4. lið frá Eli og 11. frá Áron, var sonur Ahimelek. Hann flýddi til Dávid og segði frá, at Saul hevði dripið prestar Harrans. Í 1. Sám. 23,9–10 og 30,7 spurdi hann HARRAN fyri Dávid. Tá Dávid varð kongur, setti hann Abjatar til høvuðsprest saman við Zadok, 1. Kong. 4,4. Tá Absalom gjørdi uppreistur, helt Abjatar við Dávidi, 2. Sám. 15,24, men hann helt við Adonja, tá hann ætlaði sær kongasætið, 1. Kong. 1,18–19. Fyri hesa óhygnu gerð var tað, at Sálomo setti hann frá og rak hann heim til Anatot á garð hansara. 1. Kong. 2,26–27. Her endaði prestaættin frá Eli eftir orðum Harrans í 1. Sám. 2,30. Í Markus 2,26 sigur Harrin, at tað var, meðan Abjatar var høvuðsprestur, at Dávid kom til Nob og fekk sýnisbreyðini frá honum. So hevur Abjatar tænt har, meðan gamli faðir hansara Abimelek enn livdi.
Abner(hebr. faðir at ljósi, t.e. sum lýsir.) Sonur Ner, sum var farbróðir Saul. Abner var herhøvdingi Sauls kongs, og tað var hann, sum fór til kong við Dávidi, tá hann hevði vunnið á Goliat. Hann var so høgt mettur, at hann sat til borðs undir liðini á Saul, 1. Sám. 20,25. Vit lesa í 1. Sám. 26 um, hvussu Saul fór út at leita eftir Dávidi, og at Dávid rópti til Abner: „Tú ert jú maður, sum ikki hevur líka sín í Ísrael. Hví hevur tú ikki hildið vakt yvir harra tínum kongi? … Har hevur tú ikki borið teg væl at!“ o.s.fr. Aftan á deyða Sauls ár 1004 segði Dávid við menninar í Jabes í Gilead: „Takið nú mót í tykkum og latið síggjast, at tit eru raskir menn! Tí víst er harri tykkara, Saul, deyður; men hús Juda hevur eisini salvað meg til kong yvir seg.“ 2. Sám. 2,7. Men Abner, sonur Ner, herhøvdingi Sauls, tók Isboset [Isjbosjet], son Saul, fór yvir til Mahanajim og gjørdi hann til kong … yvir øllum Ísrael. Um hetta brøðrastríðið lesa vit í 2. Sám. kapitlunum 2 til 6.
Abrona(hebr. vað, strond.) 4. Mós. 33,34. Trettanda stað, fólk Ísraels gjørdi steðg á ferðini um oyðimørkina.
Absalom(hebr. faðir til frið, t.e. friðarligur.) 1. Krøn. 3,2; 2. Sám. 3,3. Triði sonur Dávids og einasti, hann átti við Ma’aku, dóttur Talmai, kong í Gesur. Føddur um ár 1000 f.Kr. Hann átti systur, sum æt Tamar, og hálvbeiggi teirra, Amnon, hevði borið seg so illa at móti henni, at Absalom eftir tátíðar hugsan og siði átti at hevna tað. 2. Sám. 13. Absalom talaði ikki til Amnon, hvørki ilt ella gott, tí hann hataði Amnon fyri tað, at hann hevði vanært Tamar, systur hansara. So gingu tvey ár. Tá teir so einaferð royttu seyðin (hetta varð hildið sum hátíðardagur har á teimum leiðunum), beyð Amnon brøðrum sínum til gildi. Tá teir so vóru kátir av víninum, bað Absalom tænarar sínar drepa Amnon. Hann flýddi so til abba sín, Talmai, í Gezur og var har í trý ár. Men Jóab, sonur Zeruju, dugdi at síggja, at hjarta kongsins var vent til Absalom. Hesin sami kongur sigur í Sálmi 139,23: „Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar“. Men nú er tað hetta náttúrliga hjarta okkara, sum vent er móti tí, ið okkum er kært. Orðið ávarar okkum: „Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út“, Orðt. 4,23. Pætur sigur: „Halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara.“ 1. Pæt. 3,15. Við snildum varð Dávid lokkaður til at lata Absalom koma heim aftur. Vit lesa um hetta í 2. Sám. 14. Lætt er at geva eftir fyri tí, sum hjartað er vent til. Absalom kom heim aftur, men kongurin segði: „Fyri eygu míni kemur hann ikki.“ Tíðin og avvik virka saman. Kap. 14 endar við: „Og kongurin kysti Absalom“. Avleiðingin av hesum var alt hetta, sum hendi í kap. 15 til 19. Absalom gjørdi uppreistur. Kongurin flýddi við teimum, sum hildu við honum, men so segði sendiboðið í kap. 15,13: „Hjarta hvørs Ísraelsmans hevur vent sær til Absalom.“ Óvæntað fór ráðgevari Dávids í part við Absalom; maðurin, ið sagt er um: „Ráð, ið Akitofel legði, vórðu á teimum døgum vird líka mikið, sum ein hevði spurt Gud til ráðs.“ So nógv virdu bæði Dávid og Absalom eini og hvørji ráð, ið Akitofel legði. Kap. 17 byrjar við: „Akitofel segði nú við Absalom: Lat meg velja út 12000 mans og halda avstað eftir Dávidi í nátt! Táið eg soleiðis leggi á hann, meðan hann er troyttur og mótfallin, so fái eg loypt ræðslu á hann; og alt fólkið, ið við honum er; flýggjar tá, so eg fái dripið kong einsamallan. Síðani skal eg fáa alt fólkið aftur til tín.“ Hann vildi ikki hava nakað mannfall, men gera av við Dávid. Nú var stundin hjá Akitofel at velja. Dávid var salvaði HARRANS, tað visti ráðgevari hansara væl, men hesin sami maður átti eina abbadóttur, sum æt Batseba [Batsjeba], hon var kona Uria Hetit. Hvussu Dávid bar seg at har, lesa vit um í 2. Sám. 11. Natan profetur hevði verið við boðum frá HARRANUM, og Dávid hevði játtað synd sína og angrað. Tá Dávid fyri andliti HARRANS hevði játtað: „Eg havi syndað“, kunngjørdi Natan honum: „So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur – tú skalt ikki doyggja.“ Ivaleyst var tað strævnari hjá abbanum at fyrigeva, enn hjá miskunnsama HARRANUM. Nei, hatur hevur verið í hjarta hansara, og her var høvi til at løna ilt við illum. Tá hann so sá, hvussu fór at ganga, forkom hann sær sjálvum. Hann valdi heldur tað, enn at vera har á leið, tá kongur kom aftur. Í kap. 18 lesa vit, at Absalom doyr. Jóab gav honum banasár. Vit eiga at lesa hesa søguna gjølla, 2. Sám. kapitlarnar 12 til 20, og lata hetta tala til okkara. Sagt er um Bíbliuna: „Les hana, fyri at tú kanst gerast vísur.
Ada(hebr. skrúð, stás.) 1. Mós. 4,19. T.d.: Es. 61,10: „og brúður pyntar seg við stási sínum“. Hin fyrr nevnda av konum Lemeks. Hon átti Jabel og Jubal.
   2. Dóttir Hetitin Elon. Fyrsta av hinum trimum konum Esaus. Hon átti Elifaz. 1. Mós. 36,2–4, 10–12,16. Hon er kallað Basmat í 1. Mós. 26,34.
Adada(hebr. markaskjal, mark ella okkurt annað fast ásett; frá adad, at rokna út, at telja, t.d. dagar og tíðir, harav høgtíðir – sigur Gesenius.) Býur á markinum móti Edom. Josva 15,22.
Adaja(hebr. sum HARRIN prýðir ella hevur tokka til.) 2. Kong. 22,l. Var ættaður úr Bozkat. Faðir Jedidu, sum var móðir Josias kong.
   2. Levitur av fólki Asafs, ætt Gersons, 1. Krøn. 6,41: „Son Etni, son Zera, son Adaja.“
   3. Sonur Sime’i, ein ættarhøvdingi Benjaminita í Jerúsalem, fyri herleiðingina. Ár 586 f.Kr. 1. Krøn. 8,21.
   4. Prestur, sonur Jeroham, eftir herleiðingina. Hann tænti við halgidómin. 1. Krøn. 9,12; Neh. 11,12.
   5. Faðir Ma’aseja, sum var ein av høvuðsmonnum yvir hundrað, meðan Jójada var kongur. 2. Krøn. 23,1.
   6. Ein av eftirkomarum Banis. Hann hevði tikið fremmanda kvinnu og læt hana frá sær aftur. Ezra 10,29.
   7. Ein annar, ið nevndur er í Ezra 10,39. Helst ikki hin sami sum tann, ið nevndur er í v. 29.
   8. Sonur Jójarib og faðir Hazaja av ætt Juda. Ein av teimum, sum búðu í Jerúsalem eftir herleiðingina. Neh. 11,5.
Adalia(persiskt: týdn óvissur.) Ester 9,8. Ein av sonum Hamans. Hann varð dripin saman við brøðrum og faðir sínum.
Adama(hebr. jørð, dyrkilendi.) Josva 19,36. Víggirdur býur í Naftali, eitur nú Tel el-Damiyeh.
Adami(hebr. jørð, vøllur, jørðiskur.) Josva 19,33. Stað nær við markið til Naftali. Kallast nú Kirbet Damiyeh.
Adar(Kann vera frá persiskum, eldur. Kann eisini vera frá akkadiskum: adaru = myrkt, skýggjut.) Navn á 12. mánað jødanna aftan á herleiðingina til Bábel. Frá sólartendring í februar til tendring í mars. Ezra 3,7 og 9,15.
AdarÍ Josva 15,3; er at finna undir Hazor-Adar.
Adbe’el(hebr. longsil eftir Gudi.) 1. Mós. 25,13. Sonur Ísmael og abbasonur Ábraham.
AddanSama sum Addon, Ezra 2,59.
Addar(hebr. treskipláss, stórt pláss.) 1. Krøn. 8,3. Sonur Bela og abbasonur Benjamin.
Addi(gr., sama sum Yddo.
Addon(hebr. máttmikið) Nehem. 7,61: Hesir vóru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsa, Kerub, Addon og Immer, men ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum – um teir vóru av Ísrael. Ikki er lætt at gera av, um her talast um menn ella støðini, teir komu frá. Í Ezra 2,59 er Addon stavaður Addan.
Adiel(hebr. skrúð Guds.) 1. Krøn. 4,36. Ein av ættarmonnum Símeons. Líkt er til, at tað vóru teir, sum róku burtur upprunafólkið í Gedor.
   2. Ein prestur, sonur Jazera og faðir Masai. 1. Krøn. 9,12.
   3. Faðir Azmavet, sum skuldi hava umsjón yvir skattum kongsins, 1. Krøn. 27,25.
Adin(hebr. prýði, tekkiligur.) Ein av ættarhøvdingum Ísraels. Stórt tal av fólki hansara fór heim úr útlegdini við Zerubbabel ár 536 f.Kr. Ezra 2,15 sigur, at teir vóru 454 í tali. Nehemias sigur í kap. 7,20, at teir vóru 655. Her er onkuntíð komin villa í skrivingina; annar sigur 200 ov nógv ella ov lítið. Annar telur Adin uppí og annar ikki. Annars komu 50 aðrir av tí ættini heim við Ebed, syni Jónatan saman við Ezra ár 457 f.Kr., Ezra 8,6.
   2. Ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmálan, sum Nehemias og fólkið gjørdu, heimafturkomin frá útlegdini í Bábel. Nehem. 10,16.
Adina(hebr. tekkiligur.) 1. Krøn. 11,42. Rubenitur, sonur Siza. Ein av mætastu hetjum Dávids.
Adithajim(hebr. tvær leiðir ella dupultur fongur.) Stað, sum nevnt er í Josva 15,36. Annars ókent.
Adlai(hebr. rættvísi Guds míns.) 1. Krøn. 27,29. Faðir Safat, sum var ein av yvirhirðum Dávids.
Adma(hebr. jørð, jørðiskt, av jørð.) Býur í Siddimsdali, oyddur saman við Sodoma. 1. Mós. 10,19; 1. Mós. 19,24; 5. Mós. 29,23.
Admata(gudgivin?) Ester 1,14. Ein teirra, ið næstir stóðu Ahasverusi kongi, hin triði, ið nevndur er.
Adna(hebr. frøi.) Ezra 10,30. Ein av teimum mongu, sum høvdu tikið fremmanda konu og sendu hana frá sær.
   2. Ein av ættarhøvdingunum á døgum Jójakims. Nehem. 12,15.
Adna(annar staviháttur, hebr. frøi. 1. Krøn. 12,20.) Ein av høvdingunum av ætt Manasse, sum fóru í part við Dávid í Ziklag.
   2. Høvuðsmaður yvir 300 000 av ætt Juda á døgum Jósafats, 2. Krøn. 17,14.
Adonibezek(hebr. harri Bezeks.) Dóm. 1,5–7. Tá Harrin hevði valt Juda til at vera fyrstur at fara móti Kána’anitum, lesa vit: „Í Bezek komu teir fram á Adonibezek, løgdu á hann og vunnu sigur á Kána’anitum og Perizitum. Adonibezek helt undan, men teir hildu eftir honum, og táið teir høvdu tikið hann, høgdu teir tummulfingrar og stórutær av honum. Tá segði Adonibezek: Sjeyti kongar, sum tummulfingrar og stórutær vóru høgd av, hevði eg at sanka molar undan borði mínum; sum eg havi gjørt, hevur Gud gjørt aftur við meg! Teir fóru nú til Jerúsalem við honum, og har doyði hann.“
Adonikam(hebr. Harri mín er risin.) Tá fólkið kom heim aftur úr Bábel við Zerubbabel, vóru eftirkomarar Adonirams 666. Í Nehem. 7,18 er hann taldur uppí, so at har eru teir 667. Seinni komu 3 av ættarfólki hansara við Ezra, og við teimum 60 mans. Ezra 2,13; Nehem. 7,18; Ezra 8,13.
Adoniram(hebr. Harri mín er høgur.) 1. Kong. 4,6. Sonur Abda. Hesin Adoniram var yvir teimum, sum gjørdu pliktarbeiði á døgum Dávids, Sálomos og Rehabeams. 1. Kong. 12,17: „Men yvir teimum Ísraelsmonnum, sum búðu í býunum í Juda, yvir teimum varð Rehabeam kongur. Tá sendi Rehabeam kongur Adoram (sami sum Adoniram) – hann, ið var yvir pliktarbeiðsmonnunum – út til teirra, men alt Ísrael steinaði hann til deyða.“
Adoni-Zedek(hebr. Harri rættvísi.) Josva 10,1. Kongur í Jerúsalem, tá fólk Ísraels kom inn í landið. Hann frætti, hvussu Josva hevði gjørt við Jeriko og Ai, og at teir í Gibeon høvdu gjørt frið við Josva og Ísrael. Hann sendi tí kongunum í Hebron, Jarmut, Jafia, Lakis og Eglon boð og segði: „Komið higar til mín og hjálpið mær, so vit vinna Gibeon.“ Hesir allir tóku seg saman og tóku støðu rundan um Gibeon. Gibeonsmenn sendu Josva boð og bóðu um hjálp. Josva og menn hansara komu óvart á kongarnar, tí teir høvdu gingið alla náttina úr Gilgal. HARRIN sló nú kongarnar við veldishond Síni, sum vit lesa um í Josva 10,11–14. Kongarnir flýddu og krógvaðu seg í hellinum við Makkeda. Josva bað menn sínar tippa hellismunnan við gróti. Tá stríðið var liðugt, bað Josva lova kongunum út og bað herhøvdingar sínar koma og seta fótin á háls teirra. (Siður var, at hann, ið vunnið hevði, skuldi seta fótin á háls hansara, sum tapt hevði). So læt Josva teir drepa og heingja upp í trøini. Um sólsetur vórðu teir niðurtiknir eftir lógini, 5. Mós. 21,22–23.
Adonja(hebr. HARRIN er mín harri.) 1. Kong. 1,5. Fjórði sonur Dávids og annar við Haggit. Føddur í Hebron, meðan faðir hansara var kongur bert í Juda, um ár 1003 f.Kr., 2. Sám. 3,4. Sum siður var har, kundi Adonja arva krúnuna fram um eldra bróður sín, Amnon, sum var føddur áðrenn faðirin veruliga var kongur, men ikki fram um Absalom, sum var eldri og var av kongaætt frá móðursíðuni. Tá nú Amnon og Absalom vóru deyðir, vóru teir ikki í vegin, men nú var tað Sálomo, ið átti krúnuna, tí hann var føddur, meðan faðirin var kongur yvir øllum Ísrael. Vit lesa í 1. Kong. 1,5: „Men Adonja, sonur Haggit, gjørdi seg sjálvan stóran og segði: Eg vil vera kongur! Og hann fekk sær … 50 mans at renna fyri sær. – Faðir hansara hevði aldri alla tíð hansara havt at honum og sagt: Hví bert tú teg so at! Eisini hann var ógvuliga vakur, og hann var elstur eftir Absalom.“ Tá Dávid lá fyri deyðanum, kallaði Adonja saman brøður sínar (uttan Sálomo) og aðrar týðandi menn, millum aðrar Abjatar prest. Og teir gjørdu hann til kong. Hetta varð kortini gjørt til einkis beinan vegin, tá kongurin eftir ráðum frá Natan profeti og Batsebu [Batsjebu] gjørdu Sálomo til kong, og Zadok prestur salvaði hann. Nú ræddist Adonja og rann avstað og tók um altarhornini. Sálomo sendi boð eftir honum og bað hann fara heim. Nakað langt eftir hetta fór Adonja til Batsebu [Batsjebu] og bað hana spyrja kong, um hann ikki kundi fáa Abisag [Abisjag] til konu. Sálomo varð illur og læt hann drepa. Her eiga vit ivaleyst ikki at døma Sálomo eftir nútíðar máti. Hetta hendi um ár 960 f.Kr. Adonja vildi hava kongadømið, og Sálomo hevði givið honum grið við treytum. Hann skuldi gera lítið um seg, og einki ilt mátti finnast við honum. Ikki er lætt at siga, hvussu slík viðurskifti vóru vorðin í eygum kongs tá í tíðini. Einki er sagt um, at hann týndi hinar mongu, sum vóru í parti við Adonja; Abjatar prest setti hann av og koyrdi hann heim á garð hansara í Anatot.
   2. Ein av levitunum, sum Jósafat kongur sendi at vera við teimum, sum ferðaðust um Juda og lærdu fólkið lóg Harrans. 2. Krøn. 17,7–9.
   3. Ein av høvdingum fólksins aftan á útlegdina. Nehem. 10,6.
Adorajim(hebr. tveir heyggjar ella dupultur heiður.) Víggirdur staður í Juda. Nú kallaður Dura, góðar 9 km vestan fyri Hebron. 2. Krøn. 11,9.
Adoram(hebr. heiður.) 2. Sám. 20,24. Sami sum Adoniram.
Adrammelek(hebr. heiður kongs.) Sonur Sankerib kong í Assýria. Í 2. Kong. 19,36–37 stendur, at Sankerib var komin aftur til Nineve aftan á miseydnaðu ferð sína móti Ezekiasi og helt seg síðani í friði har. Og einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara, Adrammelek og Sarezer, hann við svørði. Síðani flýddu teir til Árarats land. Og sonur hansara, Asarhaddon, tók ríkið eftir hann.
      Hesin tilburður er eisini umtalaður í Es. 37,38.
Adrammelek(hebr. Adar er kongur.) 2. Kong. 17,31. Ein gudur Avvita og Sefarvita.
Adramyttium(gr. borg deyðans.) Havnarbýur í Lítla Asia. Kallast nú Edremit. Í Áp. 27,2 er sagt frá: „Vit fóru tá umborð í skip úr Adramyttium, sum skuldi fara til staðirnar fram við Asiastrondini. So hildu vit avstað; Aristarkus, Makedoningur úr Tessalonika, var við okkum.“
AdriahaviðKallað eftir býnum Adria. Fyrr í tíðini eisini havið millum Sisiliu og Grikkaland. Áp. 27,27.
Adriel(hebr. fylgi Guds ella heiður Guds.) 1. Sám. 18,19: „Men táið tíðin kom, at Merab, dóttir Saul, skuldi verða givin Dávidi til konu, varð hon givin Adriel úr Mehola.“
Adullam(hebr. rættvísi fólksins ella hvíldarstað.) Býur millum Jerúsalem og Lakis [Lakisj]. Nevnist fyrstu ferð sum ein av kongabýum Kána’anita, Josva 12,11. Staðið er kortini best kent av hellinum, har Dávid flýddi til, tá hann krógvaði seg fyri Saul. 1. Sám. 22,1; 2. Krøn. 11,7.
Adummim(hebr. reytt, blóðigt.) Josva 15,7 og 18,17. Kallast nú Telat ed-Damm, t.e. Blóðskarð.
Afarsakitar og Afarsatka(týdn. ókendur.) Ez. 4,9; 5,6; 6,6. Landspartur (fólk) í Sýrlandi annars ókent.
Afek(hebr. sterkt, skansi.) Býur við landamark Amorita. Umtalaður í Josva 13,4. Man vera núverandi Afka, um 17 km norðan fyri Beirut.
   2. Við hvørt kallað Afik. Ein av býunum, sum Ísrael ikki evnaði at reka íbúgvarnar úr, Dóm. 1,31.
   3. Býur á Saronslættanum, um 17 km norðan fyri Joppe. Kallast nú Ras el-Ain. Her tóku Filistarar støðu og Ísrael við Eben-Ezer. 1. Sám. 1,22.
   4. Býur um 7 km eystan fyri Genesaretsvatn. Kallast nú Fik. Vit lesa um stríðið á hesum leiðum millum Benhadad, árameara, og Akab kong í 1. Kong. 20,26–43. Hesin býurin nevnist eisini í samrøðuni millum Jóas kong í Ísrael og Elisa profet, 2. Kong. 13,14–17.
   5. Í 1. Sám. 29,1 er ein bygd nevnd Afek, millum Sunem [Sjunem] og Jizreel.
Afeka(hebr. skansi.) Josva 15,53. Býur í Judafjøllum; óvist hvar.
Afia(hebr. stríðandi, lívgaður.) Ein Benjaminsmaður av ættarfedrum Sauls. 1. Sám, 9.1.
AfikSum Afek. Dóm. 1,31.
Agabus(gr. elskaður.) Profetur. Í fylgi við mongum øðrum kom hann úr Jerúsalem til Antiokia, meðan Paulus og Barnabas vóru har. Hann segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; hon kom eisini á døgum Klaudiusar. Tá gjørdu lærisveinarnir av, at teir skuldu senda brøðrunum, sum í Judea búðu, nakað til hjálpar, ein og hvør eftir førimuni sínum. Hetta gjørdu teir við, og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu. Áp. 11,28–30. Fleiri ár eftir hetta kom Agabus til Kesarea. Lukas sigur frá í Áp. 21,11: „Hann … tók belti Paulusar, bant við tí hendur og føtur sínar og segði: So sigur Heilagi Andin: Tann mann, ið hetta belti eigur, skulu Jødarnir soleiðis binda í Jerúsalem og geva hann heidningunum upp í hendur.“
Agag(høgur, hermansligur. Ivaleyst kongs- ella hermannaheiti Amalakita.) Í 4. Mós. 24,20 talar Bileam um ein av teimum við orðum, sum kunnu benda á, at hann var stórur kongur yvir stórum fólki (um ár 1441 f.Kr.) Tá vit lesa í 1. Sám. 15,8–23 um Saul, Sámuel og Agag, skilja vit betur søguna, um vit fyrst lesa í 2. Mós. 17,14 og 5. Mós. 25,19.
AgagiturHetta navnið finna vit í Ester 3,1; 30,10; 8,3; 5,8; 9,24. Josefus (søguskrivari) sigur, at hetta er annað navn fyri Amalek.
AgatEin av dýru steinunum í dómsbringudúki prestsins. 2. Mós. 28,19.
Age(hebr. flóttamaður.) 2. Sám. 23,11. Faðir Samma [Sjamma], sum var ein av bestu stríðsmonnum Dávids.
Agrippahygg Heródes.
Agur(hebr. savnari ella savnaður) Orðt. 30,1. Hesin kapittulin verður nevndur „Orð Agurs, sonar Jake.“ Hvør hann var, er ikki nevnt.
Aharhel(hebr. aftan fyri virkisveggin) 1. Krøn. 4,8. Sonur Harum av ætt Juda.
Ahasverus(hebraiska sniðið av persiska navninum KHSHAYARSHA. Grikska sniðið er XEREXES. Nevndir eru tríggir kongar í Media og Persia við hesum navninum.
   1. Kongurin, sum fíggindar jødanna skrivaðu klagu til. Hann æt Kambysses, sonur Kýrus. Hann var kongur ár 529 f.Kr. og doyði, tá hann hevði verið kongur í sjey ár og tríggjar mánaðir. Einki svar sæst vera komið. Teir skrivaðu aftur, tá Artaxerxes var kongur, Ezra 4,6.
   2. Kongur í Persia. Umtalaður í Esterar bók. Hann ráddi yvir 127 londum „úr India til Etiopia“. „Triðja árið, ið hann sat við stýrið, helt hann veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; herhøvdingarnir í Persia og Media, og stórmenn hansara og høvdingarnir í landspørtunum vóru gestir hjá honum. Og í mangar dagar – 180 dagar – vísti hann teimum dýrd og ríkdóm kongadømis síns og skreyt og fagurleika stórleika síns.“ Ester 1,3–4. Ein dagin – kongurin var tá í góðum lagi av víni – sendi hann boð eftir drotningini, men hon kom ikki, tí hetta var ímóti kurteisisreglum persara og kvinnu ósømiligt. Kongurin visti hetta væl, men nú hevði hann drukkið nóg so mikið. Um hetta lesa vit alt í Esterar bók. Hann var kongur frá 486 til 465 f.Kr. og var sonur Darius I, hin Stóra. Hetta árið, tá hann helt veitslu í borgini Susan, var um ta tíðina, tá hann gjørdi seg til at berjast við grikkar. 4 ár eftir hetta kom hann heim aftur við tapi, sligin maður. Um hetta mundið fekk hann sær Ester til drotning í staðin fyri Vasti. Eitt søguligt skjal er til, funnið í Persepolis, har er sagt, sum í Esterar bók 1,1, at hann ráddi úr India til Etiopia.
   3. Faðir Darius medara, Dán. 9,1. Hann æt Astyages og ráddi ár 595 til 561 f.Kr.
Ahava(hebr. á.) Ezra 8,21. Stað, har jødarnir savnaðust til bøn, áðrenn teir fóru avstað heimaftur úr Bábel. Ezra sigur í v. 22: „Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl. Men máttur og vreiði Hansara er yvir øllum teimum, ið venda Honum bakið.“
Ahazbai(ehes bejah, hebr. eg fjali meg í Harranum.) Faðir Elifelet, ein av hermonnum Dávids. 2. Sám. 23,34.
Ahazja(hebr. sum HARRIN heldur uppi.) 1. Kong. 22,52.54. Ahazja, sonur Akab, varð kongur í Samaria yvir Ísrael 17. árið, ið Judakongur Jósafat sat við stýrið, og tvey ár stýrdi hann í Ísrael. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS og gekk somu leið sum faðir og móðir sín og somu leið sum Jeroboam, sonur Nebat, hann ið fekk Ísrael at synda. Hann dýrkaði Ba’al og tilbað hann og vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels – júst sum faðir hansara hevði gjørt. Hann var hin áttandi av kongum Ísraels og sat við stýrið í 2 ár, 850–849 f.Kr. Í 2. Kong. 3,4 lesa vit, at Mesa kongur í Móab hevði nógv fæ, og hann læt í skatt til ísraelskong 100.000 lomb og ullina av 100.000 veðrum, men tá ið Akab var deyður, reiv Móab seg leyst undan Ísraelskongi.
      Í 2. Krøn. 20,35.37 lesa vit, hvussu judakongurin Jósafat gav seg í felag við hann at gera skip, ið skuldu fara til Tarsis. „Teir smíðaðu skip í Ezjon-Geber. Tá profeteraði Eliezer úr Meresa, sonur Dodava, móti Jósafat og segði: Aftur fyri at tú hevur givið teg í felag við Ahazja, skal HARRIN lata tað, ið tú hevur tikið tær fyri, koma upp í einki! – Og skipini brotnaðu og kundu soleiðis ikki fara til Tarsis.“ Tá Ahazja hevði verið kongur í tvey ár, datt hann út gjøgnum vindeygagrindina í loftsali sínum í Samaria. Hann legðist sjúkur og sendi boð at spyrja Ba’al-Zebub um, hvussu honum fór at gangast. Vit lesa í 2. Kong. 1,1–18 um alt hetta.
   2. Sonur Jóram við Ataliu, dóttur Akabs. Hesin Ahazja var 6. kongurin í Juda frá ári 842. Í 2. Krøn. 21,17 er navn hansara stavað „Jóahaz“, og í 2. Krøn. 22,6 er tað stavað „Azarja“. Um hann er sagt frá í 2. Kong. 8,25–29: „Tólvta árið ið Ísraelskongur Jóram, sonur Akab, sat við stýrið, varð Ahazja, sonur Jóram, kongur í Juda. Ahazja var 22 ár, tá hann gjørdist kongur, og eitt ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Atalja og var dóttir (abbadóttir) Omri kong í Ísrael. Hann gekk somu leið sum hús Akabs og gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS eins og hús Akabs, tí hann var svágdur við hús Akabs. Saman við Jóram, syni Akab, fór hann í bardaga móti Hazael kongi í Áram við Ramot í Gilead, men áramearar særdu Jóram. So fór Jóram kongur aftur til Jizreel at lata grøða sár síni, sum áramearar høvdu givið honum við Rama í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. Ahazja kongur í Juda fór tá til Jizreel at vitja Jóram, son Akab, við tað, at hann lá sjúkur.“ Framhald av hesi sorgarsøguni lesa vit í 2. Kong. 9,1–37. Í 2. Krøn. 22,7 stendur: „Ahazja til undirgang hevði Gud stýrt tí so, at hann skuldi koma til Jóram.“ Hann hevði felagsskap við syndiga hús Akabs og fekk tí sín lut av revsing teirra.
Aher(hebr. aftaná.) Ein av eftirkomarum Benjamins. 1. Krøn. 7,12. Kann vera sami, í 4. Mós. 26,38 er nevndur Ahiram.
Ahi(hebr. bróðir mín.) Sonur Abdiel, son Gunni. Teir búðu í Gilead og í Basan. Sagt er um Ahi, at hann var høvd fedrahúsa teirra, 1. Krøn. 5,15, og at teir búðu á øllum graslendi Sarons, so langt sum tað gekk.
   2. Hin fyrst nevndi av 4 sonum Semers [Sjemers], høvdinga í ætt Asers, 1. Krøn. 7,34.
Ahia(hebr. bróðir mín er HARRIN.) Høvuðsprestur á døgum Sauls. 1. Sám. 14,3: „Ahia, sonur Ahitub, bróður Ikabod, son Pineas, son Eli, prest HARRANS í Silo, bar tá lívkyrtilin.“ 1. Sám. 14,18: „Tá segði Saul við Ahia: Fá ørk Guds higar!“ Kortini stendur í 1. Krøn. 13,3: „Og latið okkum so flyta ørk Guds higar til okkara! Tí á døgum Sauls spurdu vit ikki um hana.“ Kanska tað so upprunaliga hevur staðið: „Fá okkum lívkyrtilin higar.“
   2. Ein profetur í Silo. 1. Kong. 11,28; 1. Kong. 14,1. Vit lesa um tveir spádómar frá Ahia profeti; hin fyrri er í 1. Kong. 11,28–32: „Nú var Jeroboam dugnaligur maður, og táið Sálomo sá, at hesin ungi maður var raskur arbeiðsmaður, setti hann hann yvir alt arbeiðið, ið hús Jósefs hevði at gera. Um hesa somu tíðina bar so á, einaferð ið Jeroboam fór avstað úr Jerúsalem, tá hitti Ahia profetur úr Silo hann á vegnum; hann var í nýggjum kappa, og teir báðir vóru tveireinir á markini. Tá tók Ahia tann nýggja kappan, sum hann var í, og skræddi hann í tólv stykki. So segði hann við Jeroboam: Tak tær tíggju stykki! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg skræði ríkið úr hond Sálomos og gevi tær 10 ættir; eina ætt skal hann sleppa at hava – fyri tænara Míns Dávids skuld og fyri Jerúsalems skuld, tí tann býin havi Eg útvalt av øllum ættum Ísraels.“ Sálomo frætti hetta og lá Jeroboam eftir lívinum, men Jeroboam fór avstað og flýddi til Egyptalands til Sisak [Sjisjak], kongin í Egyptalandi, og hann var har, inntil Sálomo doyði. Hvussu hesin spádómur gekk út, lesa vit um í l. Kong. 12,1–33. Hin seinni stendur í 1. Kong. 14. Har er sagt frá, at Abia, sonur Jeroboam, varð sjúkur. Jeroboam bað konu sína fara til Ahia profet og spyrja hann, hvussu fór at verða við dronginum. Tó at profeturin sat blindur av elli, visti hann, hvør ið inn kom, tí HARRIN hevði talað við hann. Hann segði henni nú alt, ið HARRIN hevði sagt honum um hús Jeroboams. Hann endaði við: „Reis teg nú og far heim! Táið fótur tín stígur inn í býin, doyr barnið! Og alt Ísrael skal halda syrgihátíð eftir hann; hann skal vera tann einasti av húsi Jeroboams, sum kemur í grøv – tí hann er tann einasti av húsi Jeroboams, sum nakað gott fyri HARRANUM Gudi Ísraels er funnið hjá.“ Tá profeturin hevði kunngjørt henni hetta, og hvat HARRIN fór at gera við hús Jeroboams, fór hon heim aftur, og drongurin doyði, tá hon kom inn.
   3. Ein ísraelsmaður av ætt Issakars, faðir at Baesa kongi í Ísrael. 1. Kong. 15,27.
   4. Í 1. Krøn. 2,25 sæst ikki rættiliga, um Ahia er seinast nevndi sonurin, ella móðir teirra. Før.aut. hevur í staðin fyri Ahia: „brøður teirra.“ Hetta hevur Fr. Buhl eisini uppskot um.
   5. Ein av reystastu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,36.
   6. Av levitunum skuldi Ahia ansa eftir skattunum í húsi Guds. 1. Krøn. 26,20.
   7. Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar, Nehem. 10,26.
   8. Ein ríkisskrivari Sálomos, sonur Sisa [Sjisja]. 1. Kong. 4,3.
   9. Ein sonur Bela, son Benjamins. 1. Krøn. 8,7. Í v. 4 er hann nevndur: Ahoa.
Ahiam(hebr. móðurbróðir.) 2. Sám. 23,33; 1. Krøn. 11,15. Ein av hinum 30 stríðsmonnum Dávids, sonur Sarar [Sjakar] hararit.
Ahiezer(hebr. hjálpandi bróðir.) 4. Mós. 1,12. Sonur Amisaddai [Amisjaddaj], av ætt Dans. Ein av teimum, ið var høvd fedrahúss ættarinnar, tá manntal varð tikið av allari samkomu ísraelsmanna við Sinai. Hann er nevndur aftur í 4. Mós. 7: „Tá segði HARRIN við Móses: Lat høvdingarnar koma hvønn sín dagin við offurgávu síni til altarvígsluna,“ 7,11. „Tíggjunda dagin kom høvdingi Danita, Ahiezer, sonur Amisaddai [Amisjaddaj],“ 7,66.
   2. Høvuðsmaður teirra benjaminita, sum komu til Dávids í Ziklag. 1. Krøn. 8,7.
Ahihud(hebr. av ahi jehuda, bróðir, frændi Juda, t.e. hinum prísaða.) Ein teirra, ið skuldi skifta landið millum ísraelsmenn. 4. Mós. 34,27: „Av ætt Aserita, ein høvdingi, Ahihud, sonur Selomi.“
Ahihud(hebr. annar staviháttur, bróðir til hitt gátuføra.) 1. Krøn. 8,7: „Tað var Na’aman, ið saman við Ahia og Gera flutti tey burtur – hann fekk synirnar Uzza og Ahihud.“
Ahilud(hebr. bróðir til føddan.) Faðir Jósafat, søguskrivara Dávids og Sálomos. 2. Sám. 8,16 og 20,24; 1. Kong. 4,3. Hann var eisini faðir Ba’ana, ein av fútum Sálomos. 1. Kong. 4,12.
Ahima’az(hebr. bróðir til vreiði.) 1. Sám. 14,50. Faðir Ahoniams, konu Sauls.
   2. Sonur Zadok. 1. Krøn. 6,8 og 53. Vit lesa um hann í sambandi við uppreistur Absaloms í 2. Sám. 15,24–27 og 2. Sám. 17,15–22. Hvussu Dávid virdi Ahima’az, sæst í 2. Sám. 18,27: „Vaktarin segði: Hin fyrri rennur so, at tað kundi verið Ahima’az, sonur Zadok. Tá segði kongurin: Tað er góður maður; hann kemur við góðum boðum!“
   3. Fúti Sálomos í Naftali. Giftur við Basmat, dóttur Sálomo. 1. Kong. 4,15.
Ahiman(hebr. bróðir gávunnar, t.e. gávumildur, stórtøkin.) Ein av teimum trimum nevndu av ætt Anaks, sum búðu í Hebron, tá njósnarar Ísraels komu í landið. 4. Mós. 13,22. Um ár 1440 f.Kr. Vit lesa um teir í Josva 15,14: „Kaleb rak burt haðani hinar tríggjar anakitar, Sesai, Ahiman og Talmai, ið vóru eftirkomarar Anaks.“ Aftur lesa vit um teir í Dóm. 1,10: „Fyrst fór Juda móti Kána’anitum í Hebron – sum fyrr í tíðini æt Kirjat-Arba – og vann sigur á Sesai, Ahiman og Talmai.“
   2. Ein av levitunum, ið vóru duravaktarar. 1. Krøn. 9,17.
Ahimelek(hebr. bróðir kongs.) Ein høvuðsprestur jødanna. Sonur Ahitub og faðir Abjatar. 1. Sám. 22,20. Av ætt Itamars gjøgnum Eli, 1. Krøn. 24,3–6 (og Josefus ant.). Sorgarsøgu hansara finna vit í 1. Sám. 21,1–10 og í l. Sám. 22,9–23.
   2. Ein av stríðsmonnum Dávids, hetitur. Dávid spurdi hann og Abisai [Abisjaj]: „Hvør kemur við mær oman í tilhaldið til Saul?“ Kortini letur til, at bara systursonurin fór við honum. 1. Sám. 26,6.
Ahimot(hebr. bróðir deyðans, t.e. Oyðandi.) Levitur, sonur Elkana. 1. Krøn. 6,25.
Ahinadab(hebr. frælsur bróðir.) 1. Kong. 4,14. Ein av hinum 12 fútum Sálomos. Øki hansara var Mahanajim. 1. Kong. 4,14.
Ahinoam(hebr. dámligur bróðir, ella dámlig, hugnalig.) Dóttir Ahima’az, kona Saul kong. 1. Sám. 14,50.
   2. Ein av konum Dávids, áðrenn hann varð kongur. 1. Sám. 25,43. Hon og Abigajil vóru við honum hjá Akis [Akisj] í Gat. Tær vóru hertiknar, tá amalekitar herjaðu á Ziklag, 1. Sám. 30,5, og vórðu bjargaðar, kap. 30,18. Tær fóru við honum til Hebron, tá hann gjørdist kongur har. 2. Sám. 2,2. Ahinoam var móðir elsta son Dávids, Amnon.
Ahira(hebr. bróðir til hitt ranga, ónda, kanska eydnuleysur.) Sonur Enan, av ætt Naftali. 4. Mós. 1,3: „Allar vápnaførar menn í Ísrael, frá tjúguáraaldri og uppeftir, skulu tú og Áron telja, her eftir her. Ein maður av hvørjari ætt …, tann, ið er høvd fedrahúss ættarinnar … „, (v. 15:) „av Naftali: Ahira.“
Ahiram(hebr. høgt settur bróðir.) 4. Mós. 26,38. Sonur Benjamin.
Ahisamak(hebr. hjálpandi bróðir.) Faðir Oholiab, ið var ein av hjálparmonnunum, tá halgidómur HARRANS var í gerð, um ár 1440 f.Kr., 2. Mós. 31,6; 35,34; 38,23.
Ahisahar[Ahisjahar] (hebr. bróðir til lýsingina, morgunmaður.) Sonur Bilhan av ætt Benjamins. 1. Krøn. 7,10.
Ahisar[Ahisjar] (hebr. sangbróðir.) Hallarstjóri Sálomos. Hetta var starv av miklum týdningi í Miðeystri tá á døgum. Um ár 960 f.Kr. 1. Kong. 4,6.
Ahitub(hebr. góður bróðir.) Sonur Pineas og abbasonur Eli, sum hann mundi verða høvuðsprestur aftaná. Faðir hansara var fallin í stríðnum ár 1050 f.K. Aftan á Ahitub varð helst sonur hansara Ahia ella Ahimelek høvuðsprestur. 1. Sám. 14,3; 22,9.11.20.
   2. Faðir til Zadok, 2. Sám. 8,17; 1. Krøn. 6,8. Kann vera, at nøvn eru komin í bland. Ein Ahitub nevnist í 1. Krøn. 9,11 og Nehem. 11,11. Hann er kallaður høvuðsmaður yvir húsi Guds.
Ahoa(hebr. bróðurskapur, bróðurligur.) Sonur Bela, son Benjamin, 1. Krøn. 8,4. Kallaður Ahia í v. 7. Teir, ið nevnast ahohitar í 2. Sám. 23,9 og 28, munnu vera ættarfólk hansara.
Ahohitur(tilnavn Dodo ella Dodai.) 1. Krøn. 27,4. Sonur hansara Eleazar var ein av teimum trimum køppum Dávids.
   2. Sám. 23,9. So nevnist eisini Ilai, 1. Krøn. 11,29. Sama er Zalman 12. Sám. 23,28.
Ahumai(hebr. bróðir til vatnið, t.e. býr við vatnið.) 1. Krøn. 4,2. Ein av ættarfólki Juda. Sonur Jahat, Zoratitur.
Ahuzzam(hebr. ogn teirra – Gesenius.) Fyrst nevndi av sonum Azurs við Ma’aru. 1. Krøn. 4,6.
Ahuzzat(hebr. ogn, ella tað sum hildið verður fast.) 1. Mós. 26,26: „Abimelek kom nú til hansara úr Gerar, hann og Ahuzzat, vinur hansara, og Pikol, herhøvdingi hansara.“
Ai(hebr. rúgvur, toftir.) 1. Mós. 12,8. Vit lesa um hendingarnar við Ai í Josva 7,1–5 og Josva 8,1–29. Staðið verður vanliga hildið at vera tað, ið nú er kallað Et-Tell, men hesum eru menn ikki samdir í.
Aja(sama sum Ai.) Neli. 11,31.
Aja(hebr. skríggj, rovfuglur, heykur.) 1. Krøn. 1,40. Hin fyrri nevndi av sonum Zibeon. 1. Mós. 36,24.
   2. Faðir at Rizpu, hjákonu Sauls. 2. Sám. 3,7.21; 8,10.11.
Ajan(hebr. bróðurligur.) 1. Krøn. 7,19. Hin fyrst nevndi av sonum Semida av ætt Manasse.
Ajalon(hebr. beiti, graslendi.) Levitabýur í Dan, Josva 19,42. Ein av griðstøðunum. Josva 21,24; 1. Sám. 14,31; Vit lesa í Josva 10,12: „Sól, statt still í Gibeon, og tú, máni, í Ajalons dali.“
   2. Ein býur í ætt Zebulons. Profeturin Elan varð grivin har. Óvist er, hvar staðið var. Dóm. 12,12.
Ajat(hebr. kvennkyn av Ai.) Es. 10,28.
Ajin(hebr. orðarætt eyga, men sagt um keldu við rennandi vatni.) Í nøvnum sum En-Gedi, En-Gamin, En-Hazor merkir fyrra stavilsi kelda. Er fyrra stavilsi Be’er, merkir tað brunnur, sum t.d. Be’erseba [Be’er Sjeba] o.a. Ajin stendur mest saman við øðrum nøvnum, men tvær ferðir er tað navn fyri seg: 4. Mós. 34,11: „úr Sefam skal markið ganga suður til Ribla eystan fyri Ajin.“ Nú kallað Ain El-Azj; rennur í ánna Orontes.
   2. Býur sunnarlaga í Juda. Josva 15,32. Fall í lut ættar Símeons. Josva 19,7; 1. Krøn. 4,32. Givin til prestarnar. Josva 21,16. Í 1. Krøn. 6,59 stendur Asan í staðin fyri Ajin.
Ajo(Ahio, hebr. HARRIN er bróðir, ella bróðir HARRANS.) Annar av sonum Abinadabs. 2. Sám. 6,3: „Teir settu tá ørk Guds á nýggjan vagn og fóru við henni úr húsi Abinadabs, sum stóð á heygnum; Uzza og Ajo, synir Abinadab, stýrdu vagninum. 1. Krøn. 13,7.
   2. Ein benjaminsmaður, sonur Beria. 1. Krøn. 8,14.
   3. Sonur Jeuel og Ma’aka. 1. Krøn. 8,31 og 9,37.
Akab(hebr. farbróðir.) Sonur Omri og áttandi av kongum Ísraels. Hann varð kongur yvir Ísrael 38. árið, ið judakongur Asa sat við stýrið, og var kongur í 22 ár til ár 850 f.Kr. Konan var dóttir Etba’al. Í 1. Kong. 16,31 stendur: „Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba’al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba’al og tilbiðja hann. Jesabel og Akab eru kanska best kend av søguni um Nabot og víngarð hansara. 1. Kong. 21. Tvær ferðir vann hann sigur á Benhadad kongi í Damaskus, 1. Kong. 20, men 3 ár eftir hetta fall hann í bardaga við sama kongin. Í 1. Kong. 22,34 stendur, at ein maður, ið spenti bogan og skeyt upp á gjøt, rakti hann ímillum reimarnar og brynjuna. Hetta varð deyði hansara. Teir jarðaðu hann í Samaria, og tá teir skolaðu blóðið av vagni hansara, leptu hundarnir blóð hansara, sum Elias profetur frammanundan hevði sagt.
      Á minnisvarða frá tíð Salmanassars hins triðja fær Akab rósandi umtalu. Har er sagt um her sýrlendinga, sum ár 853 f.Kr. var í bardaga við sameindar kongar. Av teimum, sum best stóðu seg í stríðnum, er nevndur ísraelsmaðurin Akab.
   2. Ein falskur profetur, sum Jeremias skrivar um. Jer. 29, 21–22.
Akaia(gr. gamalt navn á mesta partinum av Grikkalandi. Høvuðsstaður var Korint. Í Áp. 18,12 lesa vit: „Men táið Gallio var landshøvdingi í Akaja“ o.s.fr.
Akaikus(gr. úr ella frá Akaia.) Vit lesa í 1. Kor. 16,17: „Eg eri glaður um, at Stefanas, Fortunatus og Akaikus eru her; teir bøta um saknin av tykkum, tí teir hava lívgað anda mín og tykkara. Tit mugu tí virða slíkar menn.“
Akan(hebr. trupul.) Sonur Karmi av ætt Juda. Í 1. Krøn. 2,7 kallaður Akar. Áðrenn Jeriko varð tikin, tá nær var komið til, at hann skuldi falla, segði Josva (kap. 6,16): „Rópið nú! Tí HARRIN hevur givið tykkum staðin. Og staðurin og alt, sum í honum er, skal verða HARRANUM vígt og skal bannlýsast; bert skøkjan Rahab skal sleppa at liva, hon og øll tey, sum í húsinum hjá henni eru – aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið vit sendu. Men varðið tykkum væl fyri tí bannlýsta, so tit ikki, eftir at tit hava bannlýst, taka nakað av tí bannlýsta og soleiðis gera, at allur herur Ísraels kemur undir bann, og volda honum vanlukku! Men alt silvur og gull og alt tað, ið er av kopari og jarni, skal vera HARRANUM halgað og koma í skattkamar HARRANS.“ Í Josva 7 lesa vit, at hann sendi menn til Ai og bað teir kanna landið har. Teir komu aftur og søgdu, at ikki nýttist teimum øllum at fara hagar: „Okkurt um tvey ella trý túsund menn kunnu fara og taka Ai.“ Hesir menn fóru, men teir taptu. Nú var greitt, at okkurt var galið. Nú varð kastað lut, ætt eftir ætt, og raktur varð Akan, sonur Karmi, son Zabdi, son Zera av ætt Juda. Akan sigur so, hvat hann hevur gjørt: „Eg sá uppi í herfonginum dýran bábyloniskan kappa, 200 seklar av silvuri og eina gulltungu, ið vigaði 50 seklar. Hesum fekk eg hug á og tók tað; tað liggur grivið niður í jørðina undir tjaldi mínum, silvurið niðast.“ Vit lesa um hetta í Josva 7 og 8.
Akaz(hebr. hann heldur.) Hin tólvti av kongum Juda. Sonur og eftirmaður Jótams kongs. Hann stýrdi 16 ár í Jerúsalem, til ár 715 f.Kr. Esaias profetur sigur í kap. 7 soleiðis frá: „Á teimum døgum, tá Akaz, sonur Jótam, sonarsonur Uzzias, var kongur í Juda, fóru Resin kongur í Sýrlandi og Peka, sonur Remalja, kongurin í Ísrael, móti Jerúsalem og ætlaðu at taka staðin; men tað vóru teir ikki mentir. Táið nú boð komu til hús Dávids, at Sýrlendingar høvdu givið seg í felag við Efra’im, skalv hjarta hansara og fólks hansara, sum trøini í skóginum skelva fyri vindinum. Men HARRIN segði við Esaias: Farið avstað, tú og sonur tín Sjearjasjub, og møtið Akazi við enda vatnveitingarinnar úr Ovaru Tjørn, við vegin út á bleikivøll! Og tú skalt siga við hann: Varða teg og halt teg kvirran, óttast ikki og miss ikki mótið fyri hesum báðum rúkandi brandabrotum, fyri brennandi vreiði Rezins, Sýrlendinga, og sonar Remalja! Afturfyri at Sýrland, Efra’im og sonur Remalja hava lagt saman ónd ráð móti tær og sagt: Vit skulu fara móti Juda og loypa ræðslu á tað, vit skulu leggja tað undir okkum og seta son Tabe’el til kong har! – tí sigur Harrin HARRIN so: Tað skal ikki eydnast, tað skal ikki verða! HARRIN beyð nú Akazi tekin, men hann tók ikki av. Tí vildi HARRIN sjálvur geva hetta tekin: „Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur honum navnið Immanuel.“ Akas lurtaði ikki eftir hesum. Tá Rezin úr Áram rak Judamenn úr Elat, 2. Kong. 16,6–7, „sendi Akaz boð til Tiglat-Pileser kong í Assýria og læt siga: Eg eri tænari og sonur tín! Kom og frels meg frá áramskongi og ísraelskongi – teir eru lopnir á meg.“ Profeturin mundi vænta, at kongurin fór at rópa til HARRANS um hjálp. Kongurin í Sýrlandi kom til hjálpar, og teir vunnu, men Juda misti sjálvstøðu sína. Vit lesa í 2. Kong. 16 um, hvat so hendi. Í 2. Krøn. 28 lesa vit um, hvussu hann framvegis bar seg at. Honum untist ikki grevstur millum kongar Ísraels, og ríkið fekk ikki sjálvstøðu sína aftur. Á eini innskrift frá Tiglat-Pilesers tíð, 744 til 727 f.Kr., har roknað er upp skattur frá lenskongunum, nevnist millum aðrar Akaz úr Juda. Í 2. Kong. 16,2 stendur, at Akaz var 20 ár, tá hann gjørdist kongur, hann man so í nøkur ár hava verið kongur samstundis sum faðirin, tí annars var hann ikki meir enn 11 ár, tá sonurin, Ezekias, var føddur.
   2. Sonur Mika, son Meriba’al, son Jónatan, son Saul. 1. Krøn. 8,33–35.
Akbor(hebr. mús.) Faðir Ba’al-Hanan, ið var hin sjeyndi av kongunum í Edomslandi, ið upp eru roknaðir í 1. Mós. 36.
   2. Sonur Mikaja, ein av monnunum, sum Josias kongur sendi til Huldu profetinnu at tosa við hana um lógbókina, sum funnin var í húsi Guds. 2. Kong. 22,12–14. Í 2. Krøn. 34,20 er hann nevndur Abdon sonur Mika. Akbor er eisini nevndur í Jer. 26,22 og 36,12.
AkimSonur Sadok, faðir at Eliud, í ættartalvu Jósefs í Nasaret. Matt. 1,14.
Akis[Akisj] Kongsheiti eins og Abimelek. Hesi nøvnini eru blandað í Sálm. 34,1 og í 1. Sám. 21,10. Í 1. Sám. 21,10 stendur: „So fór Dávid avstað og flýddi sama dagin undan Saul; og hann kom til Akis [Akisj], kongin í Gat. Men tænarar Akis [Akisj] søgdu við hann: Er hetta ikki Dávid, kongurin í landinum? Er tað ikki um hann, tey kvøða í dansi: Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund?“ Tá Dávid hoyrdi hetta, ræddist hann og tók til ráð at látast óður og bar seg at sum eitt vitleyst. Akis [Akisj] kongur bað teir sleppa sær av við hann. Óðum fólki var nóg mikið av. Seinni flýddi Dávid undan Saul til Akis [Akisj] kong í Gat. Harrin hevði víst honum, at hann var mentur at fría úr vanda og hjálpa úr hvørjari neyð, men so kom, sum so mangan, vantrúgvin uppí, og hann flýddi til Gat. Hetta alt lesa vit um í 1. Sám. 27. og 28. kap.
   2. Annar kongur í Gat. 1. Kong. 2,39. Akis [Akisj] sonur Ma’ake.
Akitofel(hebr. bróðir dárskap.) Ráðgevari Dávids og Absaloms. Í 2. Sám. 15,12 stendur um hann, at Absalom sendi boð til Gilo eftir Akitofel, og í 16,23 stendur: „Ráð, ið Akitofel legði, vóru á teimum døgum vird líka mikið, sum ein hevði spurt Gud til ráðs. So nógv virdu bæði Dávid og Absalom eini og hvørji ráð, ið Akitofel legði.“ Í 2. Sám. 17,1 lesa vit, at Akitofel fór í part við Absalom, og har sæst, at hann vil ikki hava Dávid heimaftur á lívi. Samanbera vit 2. Sám. 23,34 við kap. 11,3, finna vit, at Akitofel átti eina abbadóttur, sum æt Batseba [Batsjeba], kona Uriasar. Dávid hevði játtað synd sína, og Natan profetur hevði kunngjørt frá Harranum: „So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur – tú skalt ikki doyggja.“ 2. Sám. 12,13. Okkum mannabørnum gongur verri hjá, tá talan er um fyrigeving. Vit minnast til, at Akitofel beyð sær til at fáa Dávid av døgum. Tá hann sá, at ráð hansara ikki vórðu fylgd, fór hann og hongdi seg, eins og Judas gjørdi, tá hann hevði svikið Harra sín sløk 1000 ár seinni.
Akkad(hebr. borg.) 1. Mós. 10,10. Ógvuliga gamalt stað. Miðdepilin í hamatitiska kongsveldinum, sum Nimrod, langabbasonur Nóa, stovnsetti. Staðurin er hin sami sum tann. Agade, ið Sargon 1. gjørdi til høvuðsstað í veldiga semitiska ríkinum, ið ráddi yvir øllum tí mesopotamska heiminum frá umleið 2360 til 2180 f.Kr. Hetta staðið, Agade, er við Eufrat í útsynning úr nútímans Bagdad. Landið varð nevnt eftir staðnum. Hetta er hitt stóra slættlendið í suður-Babylonia, norðan fyri Sumer. „Sinears land“ (v. 10) var fyrsta stórveldi: „Bábel“, Erek (Uruk) Akkad og Kalne, um 50 míl fram við áunum, sum tær runnu tá í tíðini. Av innskriftum finna vit, at økið var í tveimum. Norðari partur, nevndur Akkad, har vóru støðini Bábylon og Agade; og sunnara Sumer, har var staðið Erek, tá í tíðini nevnt Uruk, seinni Varka. Íbúgvarnir tykjast ikki hava verið semitar, men hamitar, sum 1. Mós. 10,8–10 sigur frá. Frá teimum er ættað skrivikynstrið, kílaskrift, og siðmenning teirra, ið seinni høvdu valdið, bábyloningar og semitar. Navnið Akkad (Agade) hvarv úr søguni tíðliga í tíðini.
Akker(gr. ankura.) Er umtalað frá fornum øldum gjøgnum allar tíðir. Í elstu søgnum talast um stórar steinar, nevndir cunai, nýttir til at leggja skip fyri. Seinni vóru tey av jarni og í skapi lík nútímans. Í Áp. 27,29–40 lesa vit um akker í nýtslu. Í Hebr. 6,19–20 lesa vit: „Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið, hagar Jesus sum fyrirennari okkara fór inn, Hann, sum gjørdist høvuðsprestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.“
AkkoBýur á miðjarðarhavsstrondini, umleið 50 km sunnan fyri Týros. Dóm. 1,31. Grikkar og rómverjar kallaðu hann Ptolemais, eftir Ptolemy, kongi egypta, sum bygdi hann av nýggjum ár 100 f.Kr. Í miðøldini kallaður Akra. Paulus og teir steðgaðu hjá brøðrunum har ein dag, Áp. 21,7.
Akkub(hebr. lúrandi, svikafullur.) 1. Krøn. 3,24. Hin fjórði, ið nevndur er av sjey sonum Eljoenai.
   2. Ein av duravaktarunum við templið. 1. Krøn. 9,17; Nehem. 11,19; 12,25. Kann vera hin sami, sum umtalaður er í Nehem. 8,7 millum teir, ið útløgdu lógina. Eftirkomarar hansara tykjast at hava hildið fram í starvinum. Ezra 2,42.
   3. Ein nevndur í Ezra 2,45. Eftirkomarar hansara vóru tempultænarar.
Akor(hebr. trupulleikar, vanlukka.) Josva 7,24–26. Staðið, har Akan fekk revsing fyri ólýdni sítt. Nú kallað Vadi Daber og Vadi Mukilik. Tá Hoseas profetur talar um fráfall Ísraels, og hvussu verða skal, tá tað vendir við aftur til HARRAN, sigur hann: „Síðani skal Eg geva henni (tjóð Ísraels) víngarðar hennara aftur og gera henni Akorsdal til vónportur.“ Hos. 2.15.
Akrabim(hebr. skorpiónir, sporðdrekar.) Eitt skarð á markinum millum Juda og Edom. 4. Mós. 33,4; Josva 15,3: Dóm. 1,36. Her var tað, Judas Makkabeus vann sigur á Edom. (1. Makk. 5,3.)
Aksa(hebr. øklaband, keta, fótringur?) Es. 3,16. Dóttir Kaleb. Kaleb segði: „Tann, ið leggur Kirjat-Sefer undir seg og vinnur hann, honum skal eg geva dóttur mína Aksu til konu.“ Kirjat-Sefer æt tá Debir. Otniel tók býin um ár 1362 f.Kr. og fekk hana til konu. Tá hon skuldi fara við honum, bað hon faðir sín geva sær eina signing: „Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur. Hann gav henni tá Ovaru keldur og Niðaru keldur.“ Josva 15,16.19; Dóm. 1,13.
Aksaf[Aksjaf] (hebr. gandur) Josva 11,1. Býur í ætt Asers. Nú Tell Kisan.
Akvila(lat. ørn.) Jødi, ættaður úr Pontus; starv hansara var at gera tjøld. Var farin úr Róm, tí Klaudius keisari hevði givið jødunum boð um at fara haðani, og var búsettur í Korint við konu síni Priskillu, tá Paulus hitti hann. Við tað, at teir høvdu sama yrki, var hann hjá teimum og arbeiddi. Tey fylgdust við Paulusi til Efesus. Tá Apollos kom hagar og talaði hugreystur, brennandi í Andanum, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Áp. 18. Tá Paulus skrivar til Korint, eru tey enn í Efesus, men í Rómbrævinum 16,3 sæst, at tey tá eru í Róm, og at Paulus sína og samkomunnar vegna ber teimum hjartans heilsan. Nøkur ár eftir hetta eru tey aftur í Efesus, 2. Tim. 4,19. Her fáa tey heilsan frá Paulusi, sum er fangi í Róm. Hetta er seinasta ferðin, tey eru nevnd.
Akzib(hebr. fals, svíkjandi.) Josva 19,29; Dóm. 1,31. Býur í ætt Asers, um 16 km norðan fyri Akko. Kallast nú es-Zib.
   2. Býurin við sama navninum í Juda, Josva 15,44 og Mika 1,14 man vera hin sami sum Kezib í 1. Mós. 38,5.
Alab(hebr. fruktagott.) Dóm. 1,31. Býur í ætt Asers. Teir róku ikki fólkið burtur, ið búði har frammanundan.
Alai(hebr. meðalvarpingin „á gævi.“) 1. Krøn. 2,34. Dóttir Sesan [Sjesan] av ætt Juda. Hon giftist við Jarha egypta, ið var trælur faðirs hennara. Tey áttu Attai.
   2. Faðir Zabads, ein av køppum Dávids, um ár 995. 1. Krøn. 11,41.
Alammelek(hebr. eikitræ kongs) Býur í ætt Asers. Josva 19,26.
Alef(hebr. neyt.) Fyrsti stavurin í hebraiska stavraðnum. Kortini ikki samsvarandi við A í okkara máli. Í Sálmi 119 byrja tey fyrstu 8 ørindini á upprunamálinum øll við Alef.
Aleksander(gr. verji manna.) Mark. 15,21. Sonur Símuns úr Kýrene.
   2. Ein maður av høvuðsprestaætt, sum var við at avhoyra Pætur og Jóhannes. Áp. 4,6.
   3. Ein jødi í Efesus, sum vit lesa um í Áp. 19,32–34. Hann ætlaði at halda verjurøðu fyri fólkinum, men tá tey fingu at vita, at hann var jødi, fóru tey at rópa, øll sum eitt, í úti við tveir tímar: „Stór er Artemis efesusmanna.“
   4. Aleksander koparsmiður. 2. Tim. 4,14.
   5. 1. Tim. 1,20.
AleksandriaEftir Aleksander Stóra grikkalandskongi, 331–322 f.Kr., sum grundaði býin í Egyptalandi ikki langt frá, har Nilá rennur út í havið. Í hesum býi var tað, at Gamla Testamenti varð umsett til grikst mál í triðju og aðru øld f.Kr. Aleksandria er ikki nevnt í Gamla Testamenti, og í Nýggja Testamenti bert í sambandi við hendingar. Áp. 6,9; 18,24; 27,6. Søgan sigur, at í Aleksandria var mongd av jødum. Sagt er, at á døgum Tiberiusar, 14 til 37 e.Kr., vóru teir triðingurin av íbúgvunum. Seinni vóru teir mangan fyri atsóknum, men vóru tó mangir í tali og høvdu viss rættindi til ár 415, tá 40 000 av teimum vórðu riknir úr býnum eftir boðum Kyrillasar patriarks. Hann doyði ár 444 e.Kr.
Alemet(hebr. skýli.) 1. Krøn. 7,8. Hin seinast nevndi av 9 sonum Bereks, syni Benjamins.
   2. Sonur Joadda ella Jara. 1. Krøn. 8,36 og 9,42.
AlfaFyrsti stavurin í griksku stavrøðini. „Eg eri Alfa og Omega, sigur Gud Harrin, Hann sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi.“ Op. 1,8; 21,6; 22,13; samanber Es. 44,6.
Alfeus(leiðari, høvdingi.) Faðir Jákups, Matt. 10,3; Mark. 3,18; Luk 6,15; Áp. 1,13, og maður hina Mariu, sum við móður Jesusar og øðrum stóð við krossin. Jóh. 19,25. Samanbera vit Jóh. 19,25 við Luk. 24,10 og Matt. 10,3, er líkt til, at Alfeus er grikska og Kleofas hebr.-sýriska navn hansara.
Alin(hebr. amma.) Longdin frá albogaliðinum til ytst á longutong, um ½ metur. Hálv alin, nevnd í Dóm. 3,16 í summum ums. og gomed í summum, hevur verið um 25 cm. Hondsbreidd var gomed. Tvær ymiskar alin nevnast: Ein (eldri) vanlig alin, 4. Mós. 3,11; 2. Krøn. 3,3. So ein, ið var hondsbreidd longri, Ezek. 40,5 og 43,13.
Alja(hebr. tign.) 1. Krøn. 1,51. Ein av ættarhøvdingum Edoms.
Aljan(hebr. tignarligur.) 1. Krøn. 1,40. Fyrst nevndi av hinum sjey sonum Sobals [Sjobals].
Allemet(hebr. skýli.) Levitabýur í Benjamin. 1. Krøn. 6,60: „Allemet við jørðini, ið til hoyrdi.“
Allon(hebr. eikitræ.) Sonur Jedaja og faðir Sifi [Sjifi]. Ein av høvdingunum í ætt Símeons, sum fóru ímóti Gedor líka til eystan fyri dalin at leita eftir haglendi til smáfæ sítt. 1. Krøn. 4,37–39.
Almodad(hebr. elskaður?) 1. Mós. 10,26; 1. Krøn. 1,20. Sonur Joktan, ættaður frá Sem.
Almon(hebr. skýli, fjalt.) Josva 21, 18. Levitabýur í Benjamin. 1. Krøn. 6,60, kallaður nú Kirbet Almit, millum Geba og Anatot.
Almon-Diblatajim(hebr. dupult fikukøka.) Hitt fimmtiunda og fyrsta staðið, har fólk Ísraels gjørdi steðg á vegnum úr Egyptalandi. 4. Mós. 33,46. Man vera sama staðið sum Bet-Diblatajim í Jer. 48,22.
Alot(hebr. brattlendi.) 1. Kong. 4,16. Eitt øki í Aser, har Ba’ana, sonur Husai, var fúti.
Altarlat. altus = høgt og ara = hevjan; hebr. mizbeak = sláturstað; gr. lysias terion = offurstað. Fyrstu ferð, vit lesa um altar, er í 1. Mós. 8,20.: „Nóa reisti nú HARRANUM altar.“ Um Ábraham er sagt í 1. Mós. 12,7: „Tá reisti hann har HARRANUM altar, Honum, sum hevði opinberað Seg fyri honum“. Í 1. Mós. 22,9: „Táið teir nú komu til staðið, sum Gud hevði sagt við hann, reisti Ábraham har altar og legði viðin á tað; síðani bant hann Ísak, son sín, og legði hann á altarið oman á viðin.“ Um Ísak er sagt í 1. Mós. 26,25: „Tá reisti Ísakur altar har og ákallaði navn HARRANS.“ Um Jákup er sagt í 1. Mós. 33,20: „Har reisti hann altar, sum hann kallaði El-Elohe-Ísrael,“ og í 1. Mós. 35,1: „Gud segði nú við Jákup: Ger teg til, far til Betel, verð verandi har, og ger har altar fyri tí Gudi, ið opinberaði Seg fyri tær, táið tú flýddi undan Esau, bróður tínum.“ Um Móses er sagt í 2. Mós. 17,15: „So reisti Móses altar og kallaði tað: HARRIN er hermerki mítt.“ Harrin segði við Móses í 2. Mós. 20,24: „Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mitt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg.“ V. 25: „Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.“
      Í tabernaklinum og templinum vóru tvey altar, brennioffuraltarið og roykilsisaltarið. Í 2. Mós. 30,28: „brennioffuraltarið“; í 2. Mós. 39,39: „koparaltarið“; Malak. 1,7–12: „Borð HARRANS.“
      Í tabernaklinum: 2. Mós. 27: „Altarið skalt tú gera av akasiuviði, 5 alin langt og 5 alin breitt – fýrhyrnt skal altarið vera – og tríggjar alin høgt.“ (Fyri at skilja støddina, hygg at orðinum: alin). „Á hvørt av teimum 4 hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, og hesi horn skulu vera áføst við altarið. Og tú skalt klæða tað við kopari.“ „So skalt tú gera kopargrind til altarið, eins og rutt net, og á netið skalt tú seta 4 koparringar, ein á hvørt hornið … Stengur skalt tú gera til altarið, stengur av akasiuviði og klæða tær við kopari. Stengurnar skulu stingast í ringarnar, so tær eru fram við báðum síðum altarsins, táið tað verður borið. Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; sum tær er víst á fjallinum, so skal tað gerast.“ Í 3. Mós. 6,6 lesa vit: „Eldurin skal brenna á altarinum samt og javnt; hann má aldri kólna út.“ Um altarið í templi Sálomos lesa vit í 2. Krøn. 4,1: „Framvegis gjørdi hann koparaltar, 20 alin langt, 20 alin breitt og 10 alin høgt.“ Í 2. Krøn. 15,8 lesa vit, at Asa kongur reisti av nýggjum altar HARRANS, ið stóð framman fyri forsal HARRANS. Í 2. Kong. 16,10 lesa vit: „Tá fór Akaz kongur til Damaskus at finna Tiglat-Pileser kong í Assýria. Men táið hann sá altarið í Damaskus, sendi hann tekning av altarinum og mynd av tí til Uria prest, á allan hátt, sum tað var gjørt. Og Uria prestur reisti altarið … áðrenn Akaz kongur kom aftur úr Damaskus. Táið kongurin kom aftur úr Damaskus og sá altarið, steig hann fram at altarinum og ofraði á tí … Men koparaltarið, ið stóð fyri ásjón HARRANS, flutti hann burt, haðani sum tað hevði staðið, framman fyri templið … “ 2. Krøn. 29,18 (men les allan kapittulin): „Síðani komu teir inn til Ezekias kong og søgdu: Vit hava reinsað alt hús HARRANS og brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðaborðið við øllum tí, ið til hoyrir. Og øll íløtini, ið Akaz kongur í trúloysi sínum hevði vanhalgað …“ Í 2. Krøn. 33,16 er sagt um Manasse: „Síðani reisti hann altar HARRANS upp aftur og ofraði takkoffur og lovoffur á tí, og hann segði við Juda, at tey skuldu tæna HARRANUM Gudi Ísraels.“ Afturkomnir úr Bábel bygdu teir altarið, áðrenn teir bygdu templið, Ezra 3,3: „Teir reistu altarið, har sum tað hevði staðið, tí ótti var komin á teir fyri fólkunum … og teir ofraðu HARRANUM brennioffur á tí ….“ Grundin til tempul HARRANS var tá enn ikki løgd. Um altarið í templi Heródesar er sagt í søguni, at tað var fimmti alin hvønn vegin og fimtan alin høgt. Gangast kundi upp til eldstaðin eftir einum bratta á suðursíðuni. Søguskrivarin Josefus er hann, ið sigur frá hesum. Um roykilsisaltarið lesa vit í 2. Mós. 30,1: „Framvegis skalt tú gera altar at brenna roykilsi á; av akasiuviði skalt tú gera tað. Tað skal vera alin langt og alin breitt, fýrhyrnt, og tvær alin høgt; horn tess skulu vera áføst við tað. Tú skalt klæða tað við reinum gulli, bæði omaná og síðurnar, rundanum, og hornini; og tú skalt gera rond av gulli á tað, rundanum.“ Tað er kallað gullaltarið í 2. Mós. 39,38 og 4. Mós. 4,11. Í 2. Mós. 40,5 lesa vit: „Hitt gullklædda roykilsisaltarið skalt tú seta framman fyri vitnisburðarørkina og síðani heingja forhangið upp fyri dyr tabernakulsins.“ Hygg Hebr. 9,4. Í templi Sálomos var hetta altarið av sedrisviði. Á hesum altari varð brent angandi roykilsi morgun og kvøld, og har mátti einki annað koma á. 2. Mós. 30,7.8.9. Men eina ferð um árið skuldi gerast bót fyri horn tess; við blóðinum av bótsyndofrinum. 2. Mós. 30,10. Tað stóð framman fyri sáttmálaørkini og talar í myndum til okkara um tilbiðjan. Her var tað, Zakarias prestur tænti. Í Áp. 17,23 sigur Paulus, at í Aten sá hann altar við innskrift: „Fyri ókendan Gud.“ Samstundis sum menniskju halda seg vera ov klók til at trúgva orði Guds, vita tey við sær sjálvum, at aftan fyri alt er ein teimum ókendur Gud. Hetta høvi nýtti Paulus til at kunngera fyri teimum søguna um hin einasta Gud og tann, Hann sendi okkum, Jesus Kristus.
Alus[Alusj] (hebr. villini stað) 4. Mós. 33,13. Eitt av støðunum, har fólk Ísraels gjørdi steðg: „Tey fóru úr Dofka og gjørdu steðg í Alus [Alusj]. Tey fóru úr Alus [Alusj] og gjørdu steðg í Refidim.“
AlvaHin sami sum Alja. 1. Mós. 36,40.
AlvanHin sami sum Aljan. 1. Mós. 36,23.
Amad(hebr. fólk, ið er støðugt, varandi, dvøljandi.) Býur við mark Asers. Josva 19,26.
Amal(hebr. arbeiði) 1. Krøn. 7,35. Hin seinast nevndi av sonum Helem, av ætt Asers.
Amalek(hebr. dalbúgvi, stríðsmaður.) 1. Mós. 36,12: „Og Elifaz, sonur Esau, hevði hjákonu, sum æt Timna; við henni fekk Elifaz Amalek,“ 1. Krøn. 1,36. Hesin Amalek var ein av høvdingunum í Edomslandi, ið ættaðir vóru frá Elifaz, (sum var sonur Esau). 1. Mós. 36,16. Amalekitar eru ikki uppkallaðir eftir honum, tí teir lesa vit um longu á døgum Ábrahams. 1. Mós. 14,7.
AmalekitarÓgvuliga gomul ætt. Bileam sigur um tey í 4. Mós. 24,20: „Hitt fremsta (ella frumborna) av heidningafólkinum er Amalek, men at endanum skal hann ganga til grundar.“ Á døgum Ábrahams hildu amalekitar til á útsynningsleiðunum frá Deyða Havi, 1. Mós. 14,7. Á Mósesar døgum høvdu teir tað mesta av økinum Sinai, og í Efra’im var eitt „Amalekitafjall“. Tá nú Amalek var høvdingi í Edomslandi, kann ætt hansara vera blandað upp í hinar upprunaligu amalekitarnar. Altíð vóru teir fíggindar Ísraels, viðhvørt einsamallir og stundum sameindir við aðrar ættir. Í 2. Mós. 17,8 lesa vit, at amalekitar herjaðu á ísraelsmenn í Refidim, og hvussu Ísrael vann sigur, meðan Móses bað. „Tá segði HARRIN við Móses: Skriva hetta í bók, so tað kann verða minst, og prenta tað inn í Josva! Tí Eg skal so heilt strika út minnið um Amalekitar undir himli.“ So reisti Móses altar og kallaði tað: HARRIN er hermerki mítt (Jahve Nissi). „Og hann segði: Hond er rætt út úr hásæti HARRANS, HARRIN hevur kríggj við Amalek mann eftir mann.“ Seint gekk kortini at strika navn teirra út; vit finna, at á døgum Ezekiasar, 1. Krøn. 4,42, 500 menn av símeonitum fóru til Se’eirsfjøll, og teir drópu hinar av amalekitum, teir, ið undan vóru slopnir; síðani búsettust teir har og búgva har enn í dag. Hetta er tað seinasta, vit hoyra um amalekitar.
Aman(hebr. savningarstað.) Josva 15,26. Býur sunnarlaga í Judea við markið móti Edom.
AmanaSama sum Abana. Hás. 4,8.
Amarja(hebr. HARRIN hevur sagt.) Nevndur í skránni yvir eftirkomarar Árons. Hann var sonur Merajot og faðir Ahitubs. 1. Krøn. 6,7 og 52.
   2. Sonur Azarja. 1. Krøn. 6,10–11. „Hann, sum var prestur í templinum, sum Sálomo bygdi í Jerúsalem“. Ezra 7,3.
   3. Sonur Hebron og abbasonur Kahat. 1. Krøn. 23,19.
   4. Høvuðsprestur, tá Jósafat kongur leiddi fólkið aftur til Harran. 2. Krøn. 19,11.
   5. Ein av levitunum, ið skuldu vera álitismenn í prestabýum sínum. 2. Krøn. 31,15.
   6. Ein av eftirkomarum Banisar. Hann er nevndur millum teir, ið lovaðu at senda fremmandu konur sínar aftur og ofra fyri skyldina, ið teir høvdu drigið oman yvir seg. Ezra 10,42.
   7. Ein av prestunum, sum komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Nehem. 11,4.
   8. Ein av teimum, sum skrivaðu undir sáttmála við Nehemiasi. Nehem. 10,3.
   9. Langabbi Zefaniasar profets. Zef. 1,1. Nú kann væl vera, at 7 og 8 er sami maðurin.
Amasa(hebr. byrði.) Sonur Abigail, systur Dávid kong og Jitra Jisraelit 2. Sám. 17,25. Tá Absalom gjørdi uppreistur, setti hann Amasa yvir herin í staðin fyri Jóab. Hetta varð honum afturlønt í Efra’imsskógi. 2. Sám. 18,6–15. Seinni setti Dávid Amasa til herhøvding í staðin fyri Jóab, 2. Sám. 19,13. Tá Seba [Sjeba], sonur Bikri, byrjaði uppreistur, var Amasa seinur til verka (menn munnu ikki hava verið hugagóðir tá), og Dávid sendi Abisai [Abisjaj] avstað við monnum Jóabs og lívvaktini. Teir hittust við hin stóra steinin í Gibeon. Jóab fór til Amasa og lætst at skula heilsa honum, men hann stakk hann við svørðinum, so hann doyði.
   2. Ein av høvdingum Efra’imita, Amasa, sonur Hadlai. 2. Krøn. 28,12.
Amasai(hebr. sum ber byrðina.) Levitur, sonur Elkana og faðir Mahat. 1. Krøn. 6,25.35.
   2. Ein teirra frá Juda og Benjamin, sum komu til Dávid í fjallaborgina. Hann var høvdingi hinna tríati. 1. Krøn. 12,16–18.
   3. Ein av prestunum, sum blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds: 1. Krøn. 15,24.
   4. Levitur. Faðir Mahats, sum var við í arbeiðinum eftir boðum Ezekiasar at reinsa templið. 2. Krøn. 29,12.
Amasja(hebr. byrði HARRANS, HARRIN ber, HARRIN styrkir.) 2. Krøn. 17,16: „Og honum næstur Amasja, sonur Zikri – sum sjálvboðin tænti HARRANUM – við 200 000 røskum hermonnum.“
Amassai(hebr. sum ber, tyngdur.) Ein av prestunum, sum Nehemias valdi til at búgva í Jerúsalem og tæna við templið. Nehem. 11,13.
   2. Faðir Josa, sum var ein av teimum nevndu av ætt Sime’i, sum róku me’unitar úr Gedor. Hetta var, meðan Ezekias var kongur. 1. Krøn. 4,34–41.
   3. Sonur Hilkia og sonur Hasabja [Hasjabja], levitur av ætt Etans. Teir høvdu við songin í templinum at gera.
   4. Prestur í Betel hjá Jeroboam 2. Hann læt Amos profet vita, at har fekk hann ikki loyvi at profetera, tí har var halgidómur kongs og tempul ríkisins. Amos 7,10–17.
Amen(hebr. og gr. satt, sanniliga.) Orð, sum nýtt verður til ásannan av tí, ein ella annar sigur. Harrin nýtti tað mangan, og er tá umsett til sanniliga. Sagt tvær ferðir: „Sanniliga, sanniliga“, bert hjá Jóhannesi (25 ferðir) gevur tí sterkari týdning. Í Gamla Testamenti lesa vit um hetta orðið í 5. Mós. 27,11–26; 1. Krøn. 16,36 og manga staðni umsett til ymisk orð. Í 1. Kor. 14,16 talar ápostulin um, at tá áhoyrarin ikki veit, hvat tú sigur, fær hann ikki sagt amen. Tá vit í Es. 65,16 lesa: „Hin trúfasti Gud“, stendur veruliga: „Gud amen“.
Ameta(Akmeta: Aram, kastali, borg.) Høvuðsstaðurin í Media. Gamla navnið var Ekbatana. Nýggjari navn er Hamadan. Kýrus annar, hin stóri, sum stovnsetti heimsríkið Persia, hevði hov sítt her. Hann doyði ár 530 f.Kr. Í Ezra bók 6,2 lesa vit: „Og í borgini Ameta í landspartinum Media funnu teir bókrullu, sum soleiðis var skrivað í: Til áminningar.“
Amfipolis(gr. rundan um býin.) Áp. 17,1: „Teir ferðaðust nú gjøgnum Amfipolis og Apollonia og komu til Tessalonika. Har høvdu jødarnir sýnagogu.“ Áin Strymon rennur rundan um býin, tí varð hann so nevndur. Nú er har lítil býur, nevndur Neokari: Nýggi býur.
Ami(óvist.) Ein av tænarum Sálomos, hvørs eftirkomarar komu aftur úr Bábel. Ezra 2,57. Í Nehem. 7,59 nevndur Amon.
Aminadab(gr. snið av Amminadab.) Matt. 1,4; Luk. 3,33.
Amittai[Amittaj] (hebr. sannur, álítandi.) Íbugvi í Gat-Hefer, av ætt Zebulons, faðir Jónasar profets. 2. Kong. 14,25; Jón. 1,1.
Amma(hebr. mát. Umsett til alin.) 2. Sám. 2,24: „Jóab og Abisai [Abisjai] eltu nú Abner, og táið sólin gekk niður, vóru teir komnir at Ammaheyggi, sum er beint yvir av Gia á leiðini til Gibeonsoyðimørk.“
Ammi(hebr. fólk mítt.) Les Hoseas kap. 1 og 2.
Ammiel(hebr. fólk Guds.) Ein av monnunum, sum Móses sendi úr Parans oyðimørk eftir boði HARRANS til at kanna landið. 4. Mós. 13,12. Var soleiðis ein av teimum, ið slignir vórðu niður fyri ásjón HARRANS og doyðu. 4. Mós. 14,37.
   2. Faðir Makir í Lo-Debar. 2. Sám. 9,4.
   3. Faðir Batsebu [Batsjebu], konu Uriasar, seinni Dávids. Í 2. Sám. 11,3 er hann nevndur Eliam.
   4. Sætti sonur Obed-Edoms, ein av duravaktarunum í templinum. 1. Krøn. 26,5.
Ammihud(hebr. fólk mítt er tignarligt.) Ein efra’imsmaður. Sonur hansara, Elisama [Elisjama], var ein av teimum, ið kallaðir vórðu til umboðsmenn fólksins, høvdingar fedraætta sína. 4. Mós. 1,10; 2,18; 7,48; 53; 10,22; 1. Krøn. 7,26.
   2. Faðir Semuel [Sjemuel], ið var ein av teimum – ein høvdingi av hvørjari ætt – sum teir skuldu taka at skifta landið. 4. Mós. 34,17–20.
   3. Ein naftalismaður. Sonur hansara Pedael var ein teirra, ið skifta skuldu landið. 4. Mós. 34,28.
   4. Faðir Talmai, kong í Gesur, sum Absalom flýddi til, tá hann hevði dripið Amnon. 2. Sám. 13,37.
   5. Sonur Omri av eftirkomarum Perezar, sonar Juda. Ein av teimum fyrstu, sum búðu í Jerúsalem aftan á herleiðingina. 1. Krøn. 9,4.
Amminadab(Fólk mítt er hugprútt.) Sætti maður framman undan Dávidi kongi. Sonur Árams og faðir Nasons [Masjons]. Les 4. Mós. 2,3: „Frammanfyri – móti eystri – skal Juda reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Juda er Nason, sonur Amminadab.“ 4. Mós. 2,3, og 1,7. Í ættartali Jesu Krists lesa vit: „Ram (Aram) átti Amminadab; Amminadab átti Nason; Nason átti Salmon; Salmon átti Boas við Rahab; Boas átti Obed við Rutt; Obed átti Ísai; Ísai átti Dávid kong.“ Matt. 1,4–6. 2. Mós. 6,23: „Áron tók Elisebu [Elisjebu] til konu; hon var dóttir Amminadab og systir Nahason; við henni fekk hann Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.“
   2. Ein sonur Kahat, sum var næstelsti sonur Levi. 1. Krøn. 6,22. Hann er viðhvørt nevndur Jizhar.
   3. Í 1. Krøn. 15,3 lesa vit: „So fekk Dávid alt Ísrael saman í Jerúsalem til at flyta ørk HARRANS, hagar sum hann hevði gjørt henni stað til“, og í v. 10 og 11: „Av sonum Uzziel Amminadab – sum var høvd – og brøðrum hansara, 112. So sendi Dávid boð eftir prestunum Zadok og Abjatar og Levitunum Uriel, Asaja, Jóel, Semaja, Eliel og Amminadab.“
Ammisaddai[Ammisjaddaj] (hebr. fólk, frændi hins Alvalda.) Faðir Ahiezers av ætt Dans. 4. Mós. 1,12; 2, 25; 7,66; 10,25.
Ammizabad(hebr. fólk mítt er gevandi.) Sonur Benaja, ið var kappi millum teir tríati og stóð yvir teimum tríati; í flokki hansara var sonur hansara Ammizabad. 1. Krøn. 27,6.
Ammon(hebr. sonur frænda mín.) Sonur Lot við yngru dóttur síni. 1. Mós. 19,38. Eftirkomarar hansara kallast ammonitar. 1. Mós. 5,19.37; Nehem. 13,23.
AmmonitarEftirkomarar yngru dóttur Lot, sum móabitar vóru ættaðir frá hini eldru. Hesar ættir hava verið nógv í felagsskapi, og nøvn teirra eru við hvørt samanblandað. Tá Ammon hevði troðkað zamzumitar burtur (les um hetta í 5. Mós. 2,19–21), búðu teir eystan og norðan fyri Móab frá Arnon til Jabbok. Í 4. Mós. 21,26 lesa vit um hetta: „Tí Hesbon [Hesjbon] var staður Sihons amoritakongs; hann hevði herjað á kongin, ið frammanundan hevði verið í Móab, og tikið alt land hansara frá honum líka at Arnon.“ Harrin segði við Ísrael ikki at gera álop á ammonitar. Kortini vóru ammonitar saman við øðrum í álopi á Ísrael: 4. Við Móab og Amalek, Dóm. 3,13; við áramearum, 2. Sám. 10,1–19; saman við mongum øðrum, Sálm. 83,5–8. Teir vóru álopssinnað fólk, líka til teir saman við øðrum fóru undir rómverjar. Út móti árinum 250 e.Kr. vóru teir blandaðir upp í arabarar. Ammon var kongaríki, 1. Sám. 12,12. Høvuðsgudur teirra var Molok, við hvørt kallaður Milkom. Høvuðsstaðurin æt Rabba, ella Rabbat Ammon, eina tíð kallaður Filadelfia. Nú eitur hann Amman. Nøvn teirra í Bíbliuni vísa, at málið er skylt við hebraiskt. Sálomo kongur var ikki gott fyridømi, tá hann giftist við ammonitiskari kvinnu. Móðir Rehabeam var ammonitisk. 1. Kong. 14,31. Hesum tóku menn Ísraels væl undir við. Neh. 13,23–26. Vit lesa í Ez. 25,5: „Eg skal gera Rabba kamelum til haglendi og Ammonitaland smáfæi til støðu – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.“ Hetta er so til fulnar gingið út, at einki menniskja er til á foldum nú, sum kann siga seg at vera ammonitur.
Amnon(hebr. lærdur, trúfastur.) Elsti sonur Dávids við Ahinoam. 2. Sám. 3,2; 1. Krøn. 3,1. Umt. undir navninum Absalom.
   2. Hin fyrst nevndi av 4 sonum Símeons av eftirkomarum Ezra av ætt Juda. 1. Krøn. 4,20.
Amok(hebr. dýpi.) Ein av prestunum ella levitunum, ið fóru heim úr Bábel við Zerubbabel og Josva presti, Neh. 12,7.
Amon(hebr. verkamaður.) Høvuðsmaðurin í staðnum (Samaria), sum ísraelskongur segði við at seta Mika í fangahús, til hann kom aftur úr stríðnum móti Ramot í Gilead. 1. Kong. 22,26; 2. Krøn. 18,25.
   2. Hin fimtandi av kongunum í Juda. Fekk ríkið, tá hann var 22 ár, aftan á faðir sín Manasse (ár 642 f.Kr.), og var kongur tvey ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og Manasse, faðir hansara, hevði gjørt. 2. Kong. 21,19–26; 2. Krøn. 33,20–25; Jer. 1,2; 25,3; Zef. 1,1.
   3. Ein av eftirkomarum tænara Sálomos, sum vóru heimkomnir úr Bábel við Zerubbabel. Neh. 7,59.
   4. Ein gudur egypta (egyptiskt Amun, t.e. hin fjaldi.) Upprunaliga var hann staðbundin til Tebes, ið var høvuðsstaður í ovara Egyptalandi (í Bíbliuni kallaður No-Amon). Jer 46,25; Nahum 3,8. Hesin staður vaks skjótt um árini 1989 til 1776 f.Kr., og gudur teirra vaks í metum. Hann var kallaður Amon-Re, t.e. sólgudurin.
Amoritar(hebr. fjallabúgvar, hinir høgu. Amos 2,9) Ættaðir frá Kána’an, 1. Mós. 10,16. Eitt av teimum 7 fólkunum, sum HARRIN Gud teirra skuldi reka út, tá tey komu inn í landið. 5. Mós. 7,1; 4. Mós. 13,29; 5. Mós. 1,7–20; Josva 10.6. Við hvørt er líkt til, at „amoritar“ verður nýtt sum navn á íbúgvum Kána’ans sum heild, Josva 24,8. Í Tel el Amarna brøvunum er Amurri navnið á Palestina-Fønikia. Á døgum Ábrahams hildu teir til vestan fyri Deyðahavið í Hazarar-Tamar, tað er En-Gedi, 2. Krøn. 20,2. Nevnist nú Áin Jidi, við Hebron. 1. Mós. 14,7. Eystan fyri Jordan kom Ísrael fram á tvey amoritaríki: Sihons, fram vil Arnon (Wady Mojib) til Jabbok (Wady Zerka) og frá Jordan til oyðimørkina. Dóm. 11,22. So eisini ríkið hjá Og kongi í Basan, frá Jabbok til Hermonsfjall (Jebel esj Sjeik). Les 5. Mós. 3,3–13. Tá Sihon og Og royndu álop, tók Ísrael land teirra. 5. Mós. 3,8–10. Næstu ferð, teir møttust, lesa vit um í Josva 10,1–43. So hitta vit teir eisini saman við øðrum í bardaganum við Meromsvatn. Josva 11,1–14. Hetta er seinasta ferðin, vit hitta teir í bardaga. Á døgum Sámuels var friður millum Ísrael og amoritar. 1. Sám. 7,14. Á døgum Sálomos nevnast nakrir av teimum millum teirra, ið hann tók út til trælir við arbeiðsskyldu. Akkadiska fólkið kallaði amoritar fyri Ammuru, og í triðja túsundárinum f.Kr. kallaðu teir Sýrland og Palestina fyri „Amoritalandið“. Kongsættin í Bábylon frá 1830 til 1550 f.Kr. var amoritisk. So rændu hetitar staðin. Frá Mari, høvuðsstaði amorita, eru savnaðar yvir 20.000 skrifttalvur, sum millum annað siga frá mongum og hvørjum, sum vit kenna frá søgu ættarfedranna í Gamla Testamenti. Mari lá við Eufrat, nær við nútímans Abou Kemal.
Amos(hebr. byrði, tyngjandi, borin.) Best sum í báðum teim føroysku „hav“. Ein av hinum smáu profetunum, ættaður úr Tekoa, út við 10 km sunnan fyri Betlehem. Hann var ein av hirðunum har og sigur um seg sjálvan, at hann var eingin profetur og eingin profetalærisveinur. HARRIN sendi hann kortini til at profetera fyri fólki sínum Ísrael. Hetta var á døgum Uzziasar kongs í Juda, og á døgum Jeroboams (2) kongs í Ísrael um 786–746 f.Kr. – tvey ár fyri jarðskjálvtan ár 763 f.Kr. Amos 1,1. Bók Amosar er so skrivað seinrapartin í áttandu øld f.Kr. Um hetta mundið vóru sonevndar „góðar tíðir“. Jeroboam kongur, annar, hevði vunnið á móabitum og áramearum, so markini vóru víðkað so langt sum ongantíð síðani á døgum Sálomos. Breiðir herðar skulu til at bera góðar dagar. Landið var fult av avgudadýrkan og ólevnaði. Jeroboam 1. gav teimum gullkálvarnar og vildi hava fólkið at trúgva, at teir høvdu leitt tey út úr Egyptalandi. Nú, um 150 ár eftir hetta, var hesin Jeroboam 2., hann var hin 14. av kongum Ísraels. Nú var gudloysi vaksið til øgiligar hæddir, og hesin seyðahirðin úr bygdini Tekoa varð sendur til teirra við ávaring HARRANS, men aftan á revsidómin kunnger hann framtíðar dýrd, túsundáraríkið, Amos 9,11–13, og eitt nýtt Ísrael, kap. 9,14–15. Bókin er í trimum høvuðspørtum. 1: Dómur yvir grannatjóðirnar: Damaskus, Filistarar, Edom, Ammon, Móab, Amos, 1,1–2,3; Juda kap. 2,4–5; og Ísrael kap. 2,6–16. 2: Ákæra móti øllum húsi Jákups, kap. 3,19,10. 3: Signing Ísraels í framtíðini. Sum ein trúgvur stríðsmaður HARRANS verður hann rikin úr halgidómi kongs og templi ríkisins, kap. 7,10–17.
Amoz(hebr. sterkur.) Faðir Esaiasar profets. 2. Kong. 19,2, Es. l,l. Sagt er úr forðum, at hann var bróðir Amazia kongs, men einki er prógv fyri tí.
Ampliatus(gr. framfarin, at sær komin.) Róm. 16,8: „Heilsið Ampliatusi, hinum elskaða mínum í Harranum.“ Nevnist bara her.
AmrafelNavnið tykist at vera av fjarum uppruna (Scanscr. amraphala) og týða: verji gudanna (Gesenius). Kongur í Sinear á døgum Ábrahams. Í 1. Mós. 14 lesa vit: „Meðan Amrafel var kongur í Sinear, Arjok í Ellasar, Kedorlaomer í Elam og Tideal í Gojim, lógu teir í stríði við Bera, kongin í Sodoma“ o.s.fr. Hetta var um árið 2080 f.Kr. Fyrr var vanliga hildið, at hesin Amrafel var sami maðurin sum Hammurabi, hin stóri lóggevarin í Bábylon, men hann var kongur um 1728–1689 f.Kr. So prógv er fyri, at hetta er ikki sami maðurin.
Amram(hebr. høgt sett fólk.) Hin fyrst nevndi av sonum Kahat, ein levitur. Hann giftist við faðirsystur síni Jokebed, og tey fingu Mirjam, Áron og Móses. 1. Mós. 6,18–20. Hann doyði, tá hann var 137 ár, helst áðrenn útferðina úr Egyptalandi.
   2. Ein av eftirkomarum Banis av teimum, sum heimafturkomnir úr Bábel kvittaðu seg við konurnar av heidnari ætt. Ezra 10,34, ár 456 f.Kr.
Amzi(hebr. svar.) Sonur Zibeon. Dóttir hansara Oholibama var hin seinna nevnda av konum Esaus. 1. Mós. 36,2.14.25. Ein Ana er nevndur í 1. Mós. 36,20 sum ein av sonum Se’irs og høvdingi yvir ættum Edoms. Man vera sami maðurin, og orðið „synir“ har kann merkja: eftirkomarar. Í kap. 36,24 stendur: „Tað var hesin Ana, ið fann tær heitu keldurnar í oyðimørkini.“ Av hesum kann hann eisini hava verið kallaður „Be’eri“, t.e. keldumaðurin. 1. Mós. 26,34.
Anab(hebr. heyggjur – Young. Týdningurin sipar til høgt ella runt, men teir flestu víkja frá hesum, t.d. W. Gesenius: drúvubýurin, J. Strong: vínber, M. F. Unger: Vínberjatyssi. – Eitt stað í Juda fjøllum, har Josva rak út anakitar. 4. Mós. 13,33; Josva 11,21; Josva 15,50. Staðið verður kallað Kirbet Anab. Um 21 km í útsynning úr Hebron.
Anabarat(hebr. trong leið, smalur vegur.) Býur í Issakar, eitur nú En-na-ura.
Anaja(hebr. HARRIN svarar) Ein av teimum – teir vóru ivaleyst prestar – sum stóðu við høgru lið Ezra, hinum skriftlærda, tá hann las lógina fyri fólkinum. Man vera hin sami Anaja, sum var við at undirskriva sáttmálan saman við Nehemiasi, sum sagt er frá í Nehem. 10,22. Hetta hendi ár 445 f.Kr.
Anak(hebr. hálsalangur, t.e. stórur.) Sonur Arba, sum grundlegði Kirjat-Arba. Ættarfaðir teirra risavaksnu, sum nevndir eru anakitar ella synir Anaks. 4. Mós. 13,22–28. Kaleb rak teir burt úr Arba, t.e. Hebron. Josva 15.
Anamar(hebr. klettafólk.) Nevnast í 1. Mós. 10,13 og í 1. Krøn. 1,10. Tykist at hava verið ein ætt í Egyptalandi, men er annars ikki umtalað.
Anammelek(hebr. Anu er kongur, standmynd kongs, klettur kongs.) Himmalgudur Bábylons. Her er meint við stjørnuflokkin Cepheus (Keføvs), sum eysturlendingar kallaðu „fylgi og hirði“. Vit lesa í 2. Kong. 17,23 og fr., at tá Harrin rak fólkið frá ásjón Síni, og onnur komu aftur í landið, at ein av prestunum kom aftur og búsettist í Betel til at læra tey at óttast HARRAN. Tey hildu kortini fram við at dýrka hvør sín gud. Í kap. 17,31 nevnast millum aðrar Adrammelek og Anammelek.
Anani(hebr. skýggj mítt, t.e. verji mín. Kann eisini vera stytting av Ananja = HARRIN verji). Hin seinast nevndi av sjey sonum Eljoenai av eftirkomarum Dávids. 1. Krøn. 3,24.
Anat(hebr. bønasvar.) Faðir Samgars [Sjamgars], sum var hin triði av dómarum Ísraels eftir deyða Josva. Dóm. 3,31; Dóm. 5,6. Um leið ár 1250.
Anatot(hebr. bønasvar fleirtal.) Ein av sonum Bekers, son Benjamin. 1. Krøn. 7,8.
   2. Ein av teimum, ið skrivaðu undir sáttmálan saman við Nehemiasi og øðrum. Neh. 10,19.
   3. Býur í Benjamin. Ein av levitabýunum. Josva 21,1–2 og v. 18. Bústaður, kanska føðistaður Jeremiasar. Jer. 1,1; Jer. 11,21–23.
AndinTriði persónurin í tríeindini, á hebr. RUAK ELOHIM = Andi Guds, RUAK JHVH = Andi HARRANS. Í Nýggja Testamenti: TO PVYMA TO HAGION = Heilagi Andin. Annars stendur vanliga: Andin, Andi Harrans, Andi Guds ella Andi Jesu Krists. Matt. 3,16; Luk. 5,22; Luk. 4,18; Áp. 5,9; Fil. 1,19. Skriftin, ið umtalar Faðirin og Sonin sum persónar, umtalar líka týðiliga Andan sum persón. Skillig dømi um hetta eru: Matt. 13,6; Matt. 28,19; Jóh. 14,16–17; Jóh. 15,26; Jóh. 16,13–14; Áp. 13,2; Vit eru ávarað móti at synda móti Andanum, standa Andanum ímóti og sløkkja Andan. Matt. 12,31–32; Áp. 7,51; 1. Tess. 5,19. Guddómleika Andans síggja vit av tí, at hann verður nevndur við navni Guds. Í Es. 6,8–9 lesa vit: „So hoyrdi eg HARRAN siga: Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum? Og eg svaraði: Her eri eg – send meg! Tá segði Hann: Far og sig við hetta fólk: Hoyrið og hoyrið, men fatið ikki, síggið og síggið, men skiljið ikki.“ So lesa vit í Áp. 28,25: Staddur í Róm sigur Paulus við landsmenn sínar: „Rætt talaði Heilagi Andin við Esaiasi profeti til fedrar tykkara, táið Hann segði: Far til hetta fólk og sig: Vil hoyrandi oyrum skulu tit hoyra, og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja.“ Her er sami persónurin nevndur Harrin í einum stað og Heilagi Andin á øðrum stað. Sama er í Áp. 5. Ánanias og Saffira høvdu syndað (logið og freistað). Í v. 3 fyri Heilaga Andanum, í v. 4 fyri Gudi og í v. 9 fyri Anda Harrans. Pætur talar her um sama Gud og Harra, men nevnir hann við trimum nøvnum, ANDAN so væl sum Harran og Gud. Guddómleika Andans lesa vit um í Jóh. 15,26: „Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum – Hann skal vitna um Meg.“ Les Jóh. 14,26; Fil. 1,19; Áp. 11,16–17. Andin heldur uppi øllum lívi: Sálm. 104,29; Es. 32,14–15; Job 32,7; 2 Mós. 31,2–3; 4. Mós. 11,17. Andin átti miklan lut í tí, at Kristus kom til jarðar í líki manna: Luk. 1,35; Jóh. 1,32; Jóh. 3,34. Andin opinberar guddómligar sannleikar. Hann er upphav hinna heilagra skrifta. Jóh. 14,26; Jóh. 16,13; Mika 3,8. Andin ávirkar hjørtu og sinni mansins og opinberar honum sannleikar, at hann kann koma til at profetera. Áp. 2,17; Jóh. 16,7–11; 1. Kor. 2,4. Andin sannførir um synd, leiðir menniskju í náði til umvending og trúgv. Endurnýggjar, uggar og halgar hin trúgvandi; vitnar fyri teimum, at tey eru fagnað í endurloysaranum, virkar í teimum nýtt guddómligt lív. Róm. 8,14–16; 1. Kor. 6,19; 2. Kor. 3,17–18. Andin leiðir í samkomuni og kallar til ymiskt virki. Áp. 13,2; 1. Kor. 12,4–11. Í samkomuni, har Harrans Jesu Kristi navn verður dýrmett, hoyra vit rødd Andans. Andin er virkandi frá tí fyrsta: 1. Mós. 1,2: Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum. Andin virkar til seinast: Andin og brúðurin siga: „kom“. Op. 22,17.
Andrias(gr. mansligur.) Ættaður úr Betsaida, Jóh. 1,45, beiggi Símun Pætur, Matt. 4,18; 10,2; Jóh. 1,41. Var fyrst lærisveinur Jóhannesar, men fór við Jesusi, tá Jóhannes vísti á Hann og nevndi Hann: „Lamb Guds“, Jóh. 1,36. Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: „Vit hava funnið Messias.“ Og hann fór til Jesus við honum, Jóh. 1,42. Seinni, aftaná at Jóhannes var settur fastur, kom Jesus til brøðurnar og bað teir fylgja Sær eftir, Matt. 4,18; Mark. 1,14–18. So lesa vit, at hann er ein av hinum tólv, Matt. 10,2; Mark. 3,18; Luk. 6,14. Í Jóh. 6,9 sigur hann við Harran: „Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir smáar fiskar; men hvat er tað til so mong.“ So lesa vit um, at hann og Filip søgdu Jesusi frá, at nakrir grikkar vóru har og vildu fegin sæð Jesus, Jóh. 12,21–22. Í Markus 13,3 lesa vit um, at hann var ein teirra, ið spurdi Jesus: „Sig okkum, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, táið alt hetta fer at ganga út.“ Hann var ein teirra, sum aftan á uppreisn Jesusar hildu á í bønini av einum huga, Áp. 1,13–14. Orðið talar ikki meir um Andrias, enn hetta her nevnda, men hann gjørdi eitt bragd, sum vert er at gera honum eftir. Hann fór við beiggja sínum til Jesus. Hesin beiggi hansara gjørdist hin gitni ápostulin Pætur.
Andronikus(gr. sigrandi.) Róm. 16,7.: „Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg.“
Andstygd(hebr. Piggul 3. Mós. 7,18. Andstygd ella óreint, sjekkets. 4. Mós. 29,17. Andstygdir; toeba: andstygd; gr. bdlugma andstygd, viðurstygd. Orðini verða nýtt um tað, sum gongur ímóti moralskari uppfatan, gudrøknum kenslum ella lyndi og hugi sálanna. Um Saul og Jónatan lesa vit í 1. Sám. 13,4: „Alt Ísrael fekk at hoyra tíðindini um, at Saul hevði dripið filistaravaktina, og at Filistarar fyri hetta høvdu kastað hatur á Ísrael.“ Hetta orðið: kasta hatur, er annað hebr. orð: baasj, ið merkir andstygd. Sálm. 88,9: „Tú hevur rikið kunningar mínar langt burtur frá mær, gjørt meg andstyggiligan fyri teimum.“ Í Orðtøkunum 6,16–17 talar HARRIN um nakrar lutir, sum eru sál hansara andstygd: „Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð.“ Annað, sum er HARRANUM andstygd, er tað, vit finna í Orðt. 12,22: „Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.“ Orðt. 15,8.; Jer. 6,15. Nøkur onnur dømi: „Egyptar kunnu ikki eta saman við Hebrearum – tað er teimum andstygd (toeba)“. 1. Mós. 43,31. Hetta kom ivaleyst av, at hebrearar bæði ofraðu og ótu neytakjøt. Neytið var heilagt í Egyptalandi, eins og vit hoyra um, at tað er í India enn í dag. Seinni í tíðini finna vit, at jødum er ikki loyvt at vera inni hjá ella eta saman við heidnum monnum, Jóh. 18,28; Áp. 10,28; 11,3. Í 1. Mós. 46,34 sigur Jósef brøðrum sínum, hvussu teir skulu svara Farao: „Tænarar tínir hava hildið kríatúr, frá tí vit vóru ungir og líka til nú – og fedrar okkara undan okkum! – So sleppa tit at búgva í landinum Gosen; tí allir hirðar eru Egyptum ein andstygd.“ Líkt er til, at hesir mentaðu egyptar hava hildið hirðastarvið verið lægri starv, enn teimum hóskaði. Vit lesa í 2. Mós. 8,25: „Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði: Farið og ofrið til Gud tykkara her í landinum! Men Móses svaraði: Tað ber ikki til at gera; tí tað, ið vit ofra til HARRAN Gud okkara, er Egyptum andstygd, og ofra vit nú fyri eygum Egypta tað, ið er teimum andstygd, so fara teir jú at steina okkum.“ Hann visti, at høvdu egyptar sæð teir ofra í Egyptalandi og ikki borið seg at, sum teir gjørdu, høvdu teir verið illir.
Anem(hebr. tvær keldur.) 1. Krøn. 6,73. Levitabýur, ið synir Gersoms fingu frá Isakkar. Í Josva 19,21 og 21,29 kallaður En-Gammim.
Aner(hebr. keldufar, fossur.) 1. Mós. 14,13: „Mamre var bróðir Eskol [Esjkol] og Aner, og teir høvdu allir sáttmála við Ábram“, og í v. 24: „Eg vil einki hava – einki uttan tað, ið menn mínir hava etið! Og tað, ið lutast monnunum, ið við mær hava verið, Aner, Eskol [Esjkol] og Mamre – lat teir taka sín part.“ Les 1. Mós. 14.
   2. Levitabýur, ið kahatitar fingu frá hálvari ætt Manasse. 1. Krøn. 6,70. Í Josva 21 nevndur Gat Rimmon.
Anim(hebr. stytting av anajim = keldur.) Býur í Juda fjøllum, Josva 15,50. Væl 16 km í útsynning úr Hebron. Kallast nú Kirbet Ghuwein.
Anna(gr. snið av hebr. Hanna = náði.) Luk. 2,36–38: „Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað 7 ár við manni sínum, frá tí hon varð moyggj, og var nú einkja um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag. Hon kom til í somu stund (meðan Símeon talaði) og lovaði Gudi; og hon tosaði um hann (barnið Jesus) við øll, sum væntaðu endurloysing Jerúsalems.“ Hygg undir Aser.
Annas(Stytting av Ánanias.) Luk. 3,2. Josefus kallar hann Ananus, sonur Set, og sigur, at hann var settur til høvuðsprest av Kviriniusi landshøvdinga um ár 7 e.Kr. og avsettur aftan á 7 ár (annar søguskrivari 15 ár) av Valerius Gratus, sum var eftirmaður Pontius Pilatusar (Josefus). Her í Luk. 3,2 stendur: „meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar.“ Í Jóh. 18,13 lesa vit: „Og teir fóru fyrst til Annas við Honum; hann var verfaðir Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið“, og í v. 24: „Annas sendi Hann nú bundnan til Kaifas høvuðsprest.“ Í Áp. 4,6 er Annas kallaður høvuðsprestur. Hann átti 4 synir, sum gjørdust høvuðsprestar, og hann átti tveir versynir; annar teirra var Kaifas. Annas má hava verið gamal maður tá og kunnigur við viðurskiftini, so tað kann vera, at hann hevur virkað sum høvuðsprestur, um tað veruliga var Kaifas, ið hevði embætið.
Antiokia(Kallað eftir Antiokusi, kongi í Sýriu.) Vit lesa í Áp. 11,19: „Tey, sum spjadd vóru við atsóknini, ið stóðst av Stefanusi, fóru nú um, líka til Fønikia, Kýpern og Antiokia, men talaðu orðið til ongan uttan bert til Jødar.“ V. 26: „Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir“. Hesin býurin varð kallaður Antiokia við Orontes, tí at fleiri aðrir býir høvdu sama navn. Hann varð grundaður um ár 300 f.Kr. av Seleukusi, sum kallaði hann eftir faðir sínum. Var eisini kallaður Ephidafne (nær við Dafne). Dafnelund var tiltikið ferðamannastað, um 8 km sunnari. Staðið var vígt avgudunum Apollosi og Artemisi. Siðloysi og ólevnaður varð tá í tíðini nevnt „dafniskur liviháttur.“
      Antiokia í Pisidia varð somuleiðis grundaður av Seleukusi í Nicator umleið ár 312–280 f.Kr. Vit lesa í Áp. 13,14: „Teir hildu nú áfram úr Perge og komu til Antiokia í Pisidia. Har fóru teir inn í sýnagoguna sabbatin og settust.“ Les víðari til v. 52. So aftur í kap. 14,21: „Teir kunngjørdu nú evangeliið har í býnum og vunnu nógvar lærisveinar. So fóru teir aftur til Lystra, Ikonium og Antiokia.“
AntiokusNavnið á fleiri kongum í Sýrlandi.
   1. Antiokus 1. Soter, t.e. frelsarin. Kongur 280–262 f.Kr. Sonur Seleukos Nikator, sum stovnsetti sýrlendska ríkið. Antiokus vann á keltarunum, sum um hetta mundið herjaðu í Grikkalandi og Lítla Asia; av hesum fekk hann navnið Soter.
   2. Antiokus 2. Theos var kongur í Sýrlandi 262–246 f.Kr. Hann var sonur Antiokus 1. Aftan á langa ósemju við Egyptaland varð hann noyddur til sátt og semju og at giftast við Bereniku, sum var dóttir Ptolemeus Filadelfus. Tá so egyptakongurin var deyður, læt hann tey drepa, bæði Bereniku og son hennara. Sjálvur doyði hann av eitri. Dániel 11,6.
   3. Antiokus 3. hin Stóri: Hin viðgitnasti av seleukidakongunum í Sýrlandi. Hann gjørdist kongur aftan á bróður sín í 224 f.Kr. Á døgum hansara gjørdist hart stríð um tann partin av Sýrlandi, sum liggur um leiðirnar við Libanon (Kølesýrland) og Palestina. Antiokus vildi hava hesar ríku landspartarnar, men fyrst og fremst royndi hann at fáa ræði yvir handilsvegnum, sum lá ígjøgnum Palestina til Egyptaland. Egyptar vóru við at draga allan handil har á leið til sín. So var tað eisini Fønikia, har vóru fleiri góðar havnir og handilsstøð. Fønikiumenn vóru tátíðarinnar bestu handilsfólk, javnt við grikkar í Aleksandria. Tí gjørdu eisini rómverjar ónáðir har. (Punisku bardagar = Fønikisku). Antiokus sameindist við makedoniakongin Filip 3., og teir vunnu egyptar í Palestina. Hann var sjálvur av bestu herhøvdingum. Egyptar høvdu tá vánaliga fyristjórn. Kongur teirra Ptolemeus 5. Epifanes var smádrongur, og herhøvdingar hansara vóru ósamdir. Antiokus tók alt Palestina. Dán. 11,13 o.s.fr. Ptolemeus mátti dvína og taka dóttur Antiokusar Kleopatru til drotning. Antiokus lovaði, at Kleopatra skuldi fáa inntøkurnar av Kølesýrlandi og Palestina sum heimanfylgju. Hetta varð seinni ymiskt útlagt, so tað elvdi til stríð. Egyptar søgdu, at hon hevði fingið londini, og so vóru tey framvegis egyptisk. Sýrlendingar søgdu, at krøv egypta um skatt av hesum londum hildu uppat, tá Kleopatra doyði. Hetta varð byrjanin til sýrlendska-egyptiska kríggið undir Antiokus og Epifanes. Tá Antiokus fór til Grikkaland og legði seg út í viðurskiftini har, kom hann í stríð við rómverjar. Teir róku hann úr Hellas og fóru aftan á honum til Lítlaasia. Í bardaganum við Magnesia varð Antiokus gjørdur til einkis; landslutir og samgongufólk fóru frá honum. Hann misti Lítlaasia og herflotan og mátti lova ikki at byrja kríggj, uttan hann spurdi rómverjar. Í krígsendurgjaldi læt hann 15.000 talentir. Aftan á tað gekk niðureftir við mátti sýrlendinga. Hann fór móti Elam og ætlaði at tykta teir fyri okkurt, men prestarnir drópu hann, meðan hann rændi eitt tempul. Dán. 11,19.
   4. Antiokus 4. Epifanes: Kongur í Sýrlandi 175–164 f.Kr. Sonur Antiokus 3. Hann kom til stýrið aftan á bróður sín Filipator. Egyptar kravdu at fáa aftur Palestina og Kølesýrland, sum Antiokus hin Stóri hevði tikið frá teimum. Har kom til bardaga 169 f.Kr. Antiokus fór inn í Egyptaland, samstundis sum skipafloti hansara leyp á frá sjónum. Teir brustu saman við Mans Kassius, og egyptar flýddu. Antiokus helt fram til gamla høvuðsstaðin Memfis. Egyptar tóku toluliga væl ímóti honum, tí kongshús teirra var veikt tá. Kongurin Ptolemeus Filometor flýddi, men varð fangaður. Antiokus fór úr landinum og læt Ptolemeus Filometor vera kong í Memfis og bróður hansara vera kong í Aleksandria. Á heimvegnum fór hann til Jerúsalems. Har var uppreistur, sum prestar høvdu íbirt. Har fór hann harðliga fram og rændi templið. Alt, sum virði hevði, tók hann við sær til Antiokia. (1. Makk. 1,17 o.fr.) Árið eftir leyp hann aftur á Egyptaland og tók tað alt, men tá komu rómverjar uppí. Tá Antiokus stóð við portur Aleksandria, kom sendimaður teirra Popelius Laenos ímóti honum og gav honum skriv frá senatinum, at hann við tað sama skuldi fara úr landinum. Tá hann svaraði, at tað skuldi hann hugsa um, gjørdi Popelius við stavinum ring í sandin uttan um hann og segði, at honum ikki var loyvt at fara út um ringin, fyrr enn hann hevði svarað. Antiokus boygdi seg og fór avstað spinnandi óður. Á heimvegnum setti hann eld á Jerúsalem, og stutt eftir hetta setti hann forboð fyri jødiskari gudsdýrkan. Templið varð vígt til grikska gudin Zeus. Øll Jehovadýrkan varð forboðin, umskering og sabbaturin vórðu sett úr gildi. (1. Makk. 1,43 o.fr.) Á altarinum varð sett upp avgudaaltar, sum í Dán. 11,31 er kallað „hin oyðandi viðurstygd“. Summi boygdu seg fyri krøvum kongs og tóku við grikskari gudalæru, men tey flestu stóðu føst, og hesi savnaðust um prestin Mattatias og son hansara Judas Makkabeus, og teir byrjaðu uppreistur móti Antiokusi. Teir hildu til í fjøllunum og lupu knappliga á herdeildirnar, sum sýrlandskongurin sendi móti teimum, og vunnu oftast. Hesin uppreistur gjørdi, at teir til endans sluppu undan harradømi sýrlendinga stutt eftir, at Antiokus Epifanes doyði ár 164 f.Kr. Hann er umtalaður sum hin fremsti av teimum, sum vildu troðka heidnan sið inn á fólk Guds. Sum faðir sín royndi Epifanes at vinna aftur harradømið í eystaru landspørtunum, og eins og hann fall hann á hesi ferð.
   5. Antiokus 5. Eupator: Kongur í Sýrlandi, sonur Epifanusar. Tá faðirin doyði ár 164 f.Kr., var Antiokus Eupator ómyndigur, so ríkisstjóri varð fyribils verji hansara, Filip. (1. Makk. 6,14 o.fr.) Antiokus 5. fór seinni upp í stríðið móti jødunum saman við herstjóra sínum, Lýsias. Jødarnir, leiddir av makkabearunum, stríddust fyri at gerast leysir frá sýrlendingum. Judas Makkabeus tapti, og tá sá ikki betur út, enn at uppreistur jødanna kom upp í einki, men so kom vend í. Filip, sum fyrr var verji Antiokusar, hevði verið í landspørtunum eystanfyri við herinum, sum Epifanes fór við, og var nú komin heim aftur við sínum øgiliga heri. Nú gjørdust teir eitt sindur ræddir, bæði Eupator kongur og Lýsias, teir hildu, at Filip ætlaði at taka valdið. Teir hildu tí vera best at binda frið við jødarnar, so teir kundu standa sterkari. Jødarnir noyddust at ríva niður verndarvirkið á Sion, men forboð Epifanesar móti jødiskari gudsdýrkan varð sett úr gildi. (1. Makk. 6,15 o.fr.) Nú kom ein annar upp í leikin, tað var Demetrius, sum var sonur elsta bróður Epifanes. Hesin Demetrius tók alt valdið og læt Antiokus Eupator drepa. Eisini herhøvdingan Lýsias.
   6. Antiokus 6: Dianysus. Kongur í Sýrlandi 145–142 f.Kr. Sonur Aleksander Balas. Ein viðhaldsmaður Balasar, sum æt Tryfon, gjørdi uppreistur móti Demetriusi, og tað eydnaðist honum at reka hann frá, so at Antiokus Dionysus varð kongur. Hann var vælviljandi móti jødunum, tó at høvuðsprestur teirra, Jónatan (bróðir Judas Makkabeus) hevði verið í parti við Demetriusi. Hann staðfesti høvuðsprestastarv Jónatans og setti bróður hansara Símun til krígshøvuðsmann við strondina niður móti Egyptalandi. Tá so Tryfon við sviki rændi valdið til sín, drap hann Antiokus. Jónatan, sum hevði hildið seg nær í felag við Antiokus, takksamur fyri vælvild hansara, varð so eisini tikin av døgum.
   7. Antiokus 7; Sidetes: Kongur í Sýrlandi, sonur Demetrius 1, bróðir Demetrius 2. Hann rak Tryfon, uppreistrarmannin, úr landinum ár 138 f.Kr. og ráddi í 9 ár. Í framferð síni við jødarnar var hann ivandi, tí hann hugsaði, at teir kundu funnið uppá at leita sær hjálp hjá rómverjum. Hann sendi herstjóra sín, Kendebakus, móti teimum, og tá hann tapti, fór hann sjálvur inn í Judea, men var skjótur at venda aftur og gjørdi frið við høvuðsprestin Jóhannes Hyrkan, tí rómverjar vóru farnir at leggja seg út í viðurskiftini.
Antipas(gr. móti øllum.) Sonur Heródes hin stóra. Hetta var hann, ið læt Jóhannes doypara drepa. Matt. 14. Hygg undir Heródes.
Antipatris(Gr. fyri Antipater.) Býur, sum Heródes hin stóri læt byggja faðir sínum, Antipater, til heiðurs. Hann lá við vegin, sum rómverjar bygdu frá Kesarea til Jerúsalem, um 57 km frá Kesarea. Vit lesa í Áp. 23,31: „Hermenninir tóku nú Paulus, soleiðis sum teir høvdu fingið boð um, og fóru um náttina við honum til Antipatris.“
Antonia(Rómversk borg í útnyrðingshorninum á tempulplássinum.) Har hon verður umtalað, er hon kallað „Borgin“. Jóh. 18,28; 19,9; Áp. 21,34; 22,24.
Antotija(hebr. svar HARRANS.) 1. Krøn. 8,24. Ein av sonum Sasaks [Sjasjaks], av ætt Benjamins.
Anub(hebr. bundin.) 1. Krøn. 4,8. Ein sonur Kos, av ætt Juda.
Apelles(gr. skildur burturfrá.) Róm. 16,10: „Heilsið Apellesi, hinum roynda í Kristusi.“
ApokrýfiskÍ Gamla Testamenti eru hesi skriftstykki, sum ikki eru í hebr. Bíbliuni, tikin upp í grikskar og lat. umsetingar. Bók Esra, Makkabearabøkurnar 1., 2. og 3., bók Tobits, bók Juditar, bøn Manasse, uppískoyti til Dániels og Esterar bók, Baruks bók, bræv Jeremiasar, vísdómur Jesu Siraks sonar, vísdómur Sálomos. Týdningurin av orðinum „apokrýfisk“ man vera: „loynt ella fjalt“.
Apollonia(gr. staður Apollusar.) Kallaður eftir grikska sólgudinum Apollon, um 46 km frá Amfipolis, við vegin „Via Egnatia“ í Makedonia. Nevndur í Áp. 17,1: „Teir ferðaðust nú gjøgnum Amfipolis og Apolloma og komu til Tessalonika. Har høvdu jødarnir sýnagogu.“
ApollosVit lesa í Áp. 18,24: „Til Efesus kom nú jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum. Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar. Hann fór at tala hugreystur í sýnagoguni. Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari.“
Appajim(hebr. nasarnar, t.e. andlitið.) 1. Krøn. 2,30. Hin seinni, ið nevndur er av sonum Nadabs; hann varð faðir Jisi [Jisji], av fólki Jerame’els, av ætt Juda.
Appia(týdn. óvissur.) Filemon 2. Ein kvinna í húsi Filemons, sum Paulus skrivar til. Hvør hon var, er ikki nevnt. Kanska kona hansara.
Ar(hebr. býur.) Í Arnondalinum, við norðurmark Móabs. 4. Mós. 21,15; 5. Mós. 2,18; 4. Mós. 22,36. Grikkar kallaðu hann Areopolis eftir grikska gudinum Ares, sum rómverjar kallaðu Mars.
Ara(hebr. leyva, sterkur) 1. Krøn. 7,38. Hin seinast nevndi av trimum sonum Jeters, av ætt Asers.
Ara(annar staviháttur, hebr. ferðandi.) 1. Krøn. 7,39. Hin fyrst nevndi av trimum sonum Ulles, av ætt Asers.
   2. Ein maður, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Tal teirra er í Ezra 2,5 sagt at vera 775, og í Nehem. 7,10 at vera 652. Hesin man vera hin sami, sum í Nehem. 6,18 er nevndur faðir at Sekanja.
Arab(hebr. skjól, bøli, har villdjór lúra.) Josva 15,52; Job 39,2. Býur í ættarluti judamanna. Toftirnar kallast nú er-Rabije, í útsynning úr Hebron.
Araba(gr. oyðimørk.) Josva 18,18. Í summum støðum kallað „slættlendið“ og eisini „Arabaslættin“. 5. Mós. 1,1; 2,8; 3,17; 4,49 o.a. Her talast ivaleyst mest um landið millum Deyðahavið og Akabavíkina, men kortini er líkt til, at landið norður við havinum og Jordan er roknað upp í Araba.
Arabia(gr. oyðimørk.) Har, Arabia umtalast í Bíbliuni, er ikki meint við alla hálvoynna millum Reyðahavið og Persaraflógvan, sum vit nú kalla Arabia, men bert norðaru leiðirnar nærhendis Palestina. Es. 21,13; Jer. 25,24; Ez. 27,21. Somuleiðis í Jer. 3,2 er „arabari“ ikki sagt um íbúgva í landinum Arabia, men teir í oyðimørkunum við mark jødanna.
Arad(flýddur.) 1. Krøn. 8,15. Sonur Beria, av ætt Benjamins.
   2. Vit lesa í 4. Mós. 21,1: „Táið Kána’aniturin, kongurin í Arad, sum búði í Suðurlandinum, frætti, at Ísrael kom atarimvegin, herjaði hann á Ísrael og hertók nøkur av teimum. Tá gjørdi Ísrael HARRANUM lyfti og segði: Gevur Tú hetta fólk í hendur mínar, so skal eg sláa býir teirra við banni! HARRIN hoyrdi bøn Ísraels og gav Kána’anitar í hendur teirra; og teir slógu tey og býir teirra við banni; tí verður hetta stað rópt Horma,“ q.v. Josva 12,14; Dóm. 1,16. Toftirnar av Arad, 27 km sunnan fyri Hebron, kallast tel-Arad.
Aravna(hebr. HARRIN er álítandi.) Ein jebusitur, sum hevði treskipláss á Moriafjalli. Dávid keypti tað frá honum til at reisa HARRANUM altar á. Vit lesa um hetta í 2. Sám. 24,1–25. Her stendur, at hann keypti tað fyri 50 seklar av silvuri, men í 1. Krøn. 21,25 stendur, at hann læt 600 seklar av gulli. Hitt fyrra mundi vera staðið at seta altarið á, og hitt seinna alt treskiplássið. Í 1. Krøn. 21,8 er navn hansara stavað Ornan.
Arba(á hebr. talorðið fýra.) Ein risavaksin maður, faðir Anak. Eftir honum var Hebron fyrr kallað Kirjat Arba, t.e. býur Arba. 1. Mos. 35,27; Josva 14,15; 15,13; 21,11.
Arbatiturúr Araba. 1. Krøn. 11,32. Abiel Arbatitur.
ArbeiðiLikamligt arbeiði er høgt mett í Bíbliuni, tí likamið er verk Guds. Vit síggja, at jødarnir virdu arbeiði høgt. Allir rabbinarar og skriftlærdir skuldu læra eitt handverk, áðrenn teir vórðu viðurkendir í virkinum. Samanber t.d. Áp. 18,3.
Ard(hebr. avkom.) 1. Mós. 46,21. Synir Bela vóru Ard og Na’aman. Frá Ard er komin arditaættin. 4. Mós. 26,40.
Ardon(hebr. eftirkomari.) 1. Krøn. 2,18. Hin seinast nevndi av trimum sonum Kalebs, son Hezron.
Areli(hetjuborin.) 1. Mós. 46,16. Seinast nevndi av sjey sonum Gads. Frá Areli er komin arelitaætlin. 4. Mós. 26,17.
Areopagos(gr. eftir bardagagudi teirra Ares, lat. Mars, og Pagos, t.e. heyggjur.) Áp. 17,19. Á hesum heygnum helt hægsta ráð Atens fundir sínar í gomlum døgum. Hann sigst vera um 125 metrar høgur. 1 hesum sambandi er væl vert at lesa sera áhugaverdu søguna í Áp. 17,16–34.
Aretas(gr. dámligur.) 2. Kor. 11,32. Kongur í Arabia. Hann var verfaðir Heródes Antipas. Seinni giftist Heródes við konu Filips, bróður síns, og dóttir Aretas rýmdi heim til faðir sín. Orsakað av hesum kom ósemja teirra millum, og Aretas oyðilegði her Heródesar. Klaga varð send keisaranum í Róm, og hann sendi Vitellius avstað at revsa Aretas. Men á ferðini frættist, at Tiberias keisari var deyður, og rómverski herurin vendi heim aftur. Tað letur til, at Kaligula keisari gav Aretasi Damaskus sum gávu ár 38 e.Kr. Paulus ápostul umtalar hann sum kong har í 2. Kor. 11,32.
Argob(hebr. grýtut.) Tá Peka, sonur Remalja, drap Pekaja kong í Ísrael, varð Argob eisini myrdur. 2. Kong. 15,25.
   2. Landspartur í Basan. Í Lukas 3,1 kallaður Trakonitis. Vit lesa um Argob og mangt í sambandi við tað í 5. Mós. 3,1–14. Tað varð lagt til hálva ætt Manasse. Tað, sum sagt er í 5. Mós. 3,4, at har vóru 60 býir, er prógvað at vera satt eftir nýggjastu rannsóknum. Toftirnar eru sjónligar enn. Alt er úr førligum tilfari. Veggirnir eru av laðaðum gróti, um metur tjúkkir og meir. Takt hevur verið við stórum hellum av hørðum gróti. Hurðar og grindir eru av steini um 40 cm tjúkkar. Í 5. Mós. 3,5 stendur: „Við … dupultum portrum og portursláum“. Alt ber prógv um tað, sum sagt er, at har búði risavaksið fólk. 5. Mós. 3,11. (Porter: Giants Cities of Bashan).
Aridai(kann vera persiskt: hin sterki, heldur W. Gesenius.) Hin níggjundi av teimum tíggju sonum Hamans, sum jødarnir drópu í borgini Susan. Est. 9,9.
Aridata(sama sum Aridai.) Hin sætti av sonum Hamans, sum jødarnir drópu. Est. 9,8.
Ariel(hebr. leyva Guds.) Ezra 8,16. Ein av herhøvdingum jødanna, sum fór heim úr Bábel við Ezra.
   2. Kann eisini merkja: eldstaður Guds ella offurstað Guds, Es. 29,1.2.7. Profeturin talar her um Jerúsalem. Ezek. 43,15 talar um altarið í einum komandi templi.
Arimatea(gr. hædd.) Les Matt. 27,57; Mark. 15,43; Luk. 23,51; Jóh. 19,38. Býur í Judea. Man vera grikska navnið á Ramatajim, q.v. Nú kallað Rentis, eystan fyri Jaffa.
Arisai(týdn. óvissur.) Ester 9,9. Hin áttandi nevndi av teimum 10 sonum Hamans, sum jødarnir drópu.
Aristarkus(gr. hin besti ráðharrin.) Kristin av jødiskari ætt, ættaður úr Tessalonika, trúfastur hjálparmaður hjá Paulusi. Hann var við Paulusi á triðju missiónsferð hansara, fylgdi við til Efesus, har hann mundi verið dripin í ófriðinum, sum Demetrius og teir birtu í. Vit lesa um hetta í Áp. 19,23–41. Hann fór við Paulusi til Grikkaland og haðani til Asia, Áp. 20,4. Hann fór eisini við til Róm, Filemon 24, har varð hann settur fastur. Í Kol. 4,10 skrivar Paulus: „Aristarkus, sum er fangi saman við mær, letur heilsa tykkum.“
Aristobulus(gr. besti ráðgevari.) Róm. 16,10. Paulus letur heilsa teimum hjá Aristobulusi. Í Róm búði ein prinsur, abbasonur Heródes hin Stóra, sum æt Aristobul. Onkur heldur, hetta kanska var hann.
Arje(hebr. leyva HARRANS.) 2. Kong. 15,25. Tá Peka, sonur Remalja, drap Pekaja kong í Ísrael, varð Arja eisini myrdur.
Arjok(ivaleyst sumeriskt: eriaku, t.e. trælur (tænari) mánagudsins.) Kongur í Ellasar, 1. Mós. 14,1, t.e. Larsa Senkere, ein býstatur í suður Bábylonia. Hann var í hóslag við Kedorlaomer, tá hann gjørdi innrás í Jordandalin. 1. Mós. 14,8–9.
Arkippus(gr. sum ansar hestunum ella støllunum.) Ein kristin í Kolosse, sum Paulus sendir heilsu. Filemon 1: „Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus – til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, og samkomuna í húsi tínum.“ Kol. 4,17: „Sigið við Arkippus: Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana.“
Arkitareru umtalaðir í 1. Mós. 10,17 og 1. Krøn. 1,15. Hildu til á øki, sum nú er kallað Tell Arka, um 130 km norðan fyri Sidon, nær við Libanon. Stóri sigursvinnarin, egyptin Thutmose III, sum livdi í 15. øld f.Kr., kallar staðið Arkantu. Í Amarnabrøvunum kallað Irkata. Tiglat Pileser III í Assýria hertók tað ár 738 f.Kr. Um Arkitar lesa vit í Josva 16,2; 2. Sám. 15,32; 1. Krøn. 27,33.
ArmeniaÁraratsland.
Armoni(hebr. úr borgini.) Sonur Saul við Rizpu. 2. Sám. 21,8.
ArmurArmur Guds er annað orð fyri mátt Guds, Sálm. 89,14; Es. 53,1. útrættur og, berur armur talar um útfrían og revsidóm yvir fíggindar. 2. Mós. 6,6; 5. Mós. 3,4; Es. 52,10 o.s.fr. Brotin armur talar um, at mátturin er einum frátikin. 1. Sám. 2,31; Job 20,90. s.fr.
Arnan(hebr. frá arabiskum, kvikur, virkandi.) Kanska Jóanan í Luk. 3,27, abbasonur Zerubbabel av fólki Dávids.
Arnon(hebr. fossandi.) Ein á, sum rennur oman úr Gileads fjøllum. Alt landið frá Jabbok til Arnon hoyrdi upprunaliga til Ammon og Móab. Hitt sunnara til Ammon, og hitt norðara til Móab, men stutt áðrenn fólk Ísraels kom hagar á ferð síni, var ein amoritakongur frá Palestina farin um Jordan og hevði rikið móabsfólkið suður um Arnon og ammonsfólkið eystureftir. Hann hevði grundlagt sær kongadømi millum báðar áirnar. Fólk Ísraels tók hetta landið frá Sihon kongi, og varð so Arnon mark millum Ísrael og Móab.
Arod(týdn óvissur.) Hin sætti, ið nevndur er av sonum Gads. Eftir honum vórðu eftirkomararnir nevndir aroditar. Í 1. Mós. 46,16 kallaður Arodi. 4. Mós. 26,17.
Aroer(hebr. týdn. oyðing, avtoftað.) Býur á norðurbakkanum á ánni Arnon, 5. Mós. 2,36; 3,12; 4,48; Josva 12,2; 13,9; 13,16; Dóm. 11,26; 1. Krøn 5,8. Mesa kongur í Móab, q.v., víggirdi býin, stendur á móabitsteininum, q.v. Plássið verður nú kallað Arair, um 20 km eystan fyri Deyðahavið.
   2. Ein av býunum, sum Gaditar bygdu upp aftur. 4. Mós. 32,34; Josva 13,25; nevndur í sambandi við søguna um Jefta í Dóm. 11,32–33.
   3. Býur um 20 km í landsynning úr Be’erseba [Be’er Sjeba]. Nevndur í sambandi við Dávid og menn hansara í 1. Sám. 30,26.28. Er nú kallaður Arara.
Aroerituríbúgvi í Aroer 3.
Arpad(hebr. styrkur, stuðul.) Sterkur staður – Gesenius, hvílustaður – Young. Staðið er nú kallað Tel-Arfad, um 20 km norðan fyri Aleppe. Høvuðsstaður í einum árameiskum ríki. Tiglat Pileser III, q.v., tók hann um ár 740 f.Kr. Var við í uppreistri, sum Sargon, q.v., sló niður ár 720 f.Kr. 2. Kong. 18,34; 2. Kong. 19,13; Es. 10,9. Er javnliga nevndur samstundis sum Hamad, q.v., ið ikki var so langt burtur haðani. Es. 36,19; Es. 37,13; Jer. 49,23.
Arpaksad[Arpaksjad] (Týdn óvissur.) Hin fyrsti, ið føddur varð aftan á flóðina, 1. Mós. 11,10: „Hetta er ættarbók Sems. Tá ið Sem var 100 ár, fekk hann sonin Arpaksad, 2 ár eftir vatnflóðina.“ Hann livdi, til hann var 438 ár. 1. Mós. 10,22–24; 11,12–13; 1. Krøn. 1,17; Luk. 3,36.
Artaxerxes(stórur kongur.) Kongurin, sum av klagum, ið fíggindar jødanna sendu, steðgaði arbeiðnum við at byggja templið upp aftur. Ezra. 4,7–24. Hetta var ár 522 f.Kr., og stóð arbeiðið so stilt til annað árið, ið Darius persarakongur sat við stýrið. Kongurin í Persia, Smerdis, (sum er gr. sniðið av persiska navninum Bardija) var sonur Kyros kong. Bróðir hansara, Kambyses, fekk tikið hann av døgum og fór so í bardaga móti Egyptalandi og vann sigur. Meðan hann var staddur í Egyptalandi, kom annar maður í hásætið í Persia, gandakallurin Gaumata, sum segði seg vera Smerdis, hin myrda, og líktist honum sera nógv. Tá Kambyses frætti hetta, skuldi hann skunda sær heim, men fekk skaða, tá hann skuldi fara upp á hestin, og doyði av tí. Nýggjari søga sigur, at hann forgjørdi sær. Hin ósanni Smerdes var tí kongur í Persia í um 7–8 mánaðir. Tá fekk Darius beint fyri honum. Hesin Gaumata, sum segði seg vera kongin, son Kyros kongs, og nevndur er Artaxerxes, er ivaleyst hann, sum fíggindar jødanna sendu bræv til. Ezra 4.
   2. Artaxerxes Longimanus var kongur í Persia í 40 ár, frá 465 til 425. Sjeynda árið, ið hann sat við stýrið, læt hann Ezra fara heim til Jerúsalems, Ezra 7,1–28, um ár 457 f.Kr. Um 12 ár eftir hetta læt hann Nehemias fara heim, ár 445 f.Kr. Neh. 2,1–20.
Artemas(gr. stytting av Artemidaros. Gáva frá Artemis.) Titus 3,12: „Táið eg sendi Artemas ella Týkikus til tín, kom tá til mín í Nikopolis, um tú á nakran hátt kanst! Har havi eg sett mær fyri at verða í vetur.“ Skrivað ár 55 e.Kr.
ArtemisEin av gudinnum grikka og eysturlanda. Vit hitta hana í Áp. 19, 23–41.
Arubbot(hebr. vindeygu.) 1. Kong. 4,10. Orðið er annars umsett: Es. 60,8: búr; Præd. 12,3: vindeygu. Hos. 13,3: ljóara. 2. Kong. 7,19: lúkur. Ben-Hesed, ein av fútum Sálomos, helt til har.
Aruma(hebr. hædd.) Dóm. 9,41. Abimelek, sonur Gideon, búði har.
Arvad(hebr. skjól.) Býur á eini oyggj, um 3 km úr strondini í Fønikia. Oyggin er nú kallað Ruwad. Handilsbýur við nógvum skipum, sum umtalað eru í egyptiskum skriftum.
ArvaditarÍbúgvar á Arvad. Umtalaðir fyrst í 1. Mós. 10,18. Teir vóru ættaðir frá sonum Kána’ans, sum var sonur Kam. 1. Krøn. 1,16. Teir tykjast á onkran hátt at hava verið í hóslag við Týrus. Ez. 27,8–11.
Arza(hebr. jørð, jørðiskur, jørðkendur.) Hallarstjóri Ela, ísraelskongs, í Tirza. Ela kongur hevði drukkið seg fullan inni hjá Arza. Tá kom Zimri, sum var høvuðsmaður yvir aðrari helvtini av hervognunum. Hann drap kongin og tók ríkið eftir hann.
Asa(hebr. grøðing, arab. asa: at grøða. áram. assa: lækni.) Sonur og eftirmaður Abiams, judakongs, var kongur ár 916–875 f.Kr. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, eins og Dávid, faðir hansara hevði gjørt o.fr. Hetta lesa vit í 1. Kong. 15,9–24. Fyrstu 10 árini friður, sum Asa nýtti til at menna land sítt. Vit lesa í 2. Krøn. 14,8, at hann hevði 580.000 hermenn.
      Hetta tykist øgiliga nógv í so lítlum landi. Ellivta árið kom Zera etiopari móti honum við heri, sum var eina millión og trý hundrað hervagnar. „Táið hann var komin at Maresa, helt Asa út ímóti honum, og teir fylktu seg til bardaga í Zefatadali við Maresa. Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara – lat ikki menniskja standa seg móti Tær!“ Vit lesa um alt hetta í 2. Krøn. 14. Í kap. 15 lesa vit um talu Azarja til Asa og alt Juda og Benjamin, v. 1–19.
      Nú gjørdi Asa sítt størsta mistak. Vit lesa um hetta í 2. Krøn. 16,1–10, hvussu hann, sum í royndartíð síni á sinni leitaði til HARRANS og fekk hjálp, nú fór í hóslag við Benhadad kong í Áram. Tá Hanani síggjari kunngjørdi fyri honum leiðina, hann nú var farin at ganga, var Asa vorðin annar maður og koyrdi sendiboð HARRANS í fangahús. Hann, ið leitar sær felagsskap við heimin fram um HARRAN, kann einki gott vænta.
      Tvey tey seinastu árini vóru tey ringastu. Hann gjørdist sjúkur í fótunum, fór til lækna, men søkti ikki HARRAN. Syrgiligt er, tá tað seinasta, ið sagt er um ein, er tað, at hann søkti ikki HARRAN.
Asael(hebr. Gud gjørdi.) Sonur Zeruju, systur Dávid, og bróðir Jóab og Abisai [Ahisjaj]. Asael var millum hinar 30 kappar Dávids. Saman við syninum, Zebadja, gjørdi hann tænastu í fjórða mánaði. Flokkur hansara var 24.000 mans, 1. Krøn. 27,7. Asael var lættur á fótum sum skógargeitin á markini, og aftan á bardagan við Gibeonstjørn helt hann aftan á Abner. Hetta endaði við, at Abner rendi spjótskaftið í búk hansara, so hann doyði, 2. Sám. 2,18–23. Jóab hevndi deyða bróðurins nøkur ár eftir hetta. Hann drap Abner í Hebron. 2. Sám. 2,27.
   2. Ein av levitunum, sum Jósafat sendi í býir Juda at læra fólkið. 2. Krøn. 17,8.
   3. Ein av umsjónarmonnunum undir Kananja og bróður hansara Sime’i. Eftir boði Ezekiasar kongs og Azarja høvuðsmans yvir húsi Guds. 2. Krøn. 31,13.
   4. Faðir Jónatans, ein av teimum, sum hjálpti Ezra við at fáa skilt tær fremmandu konurnar frá jødunum, heimkomnir úr Bábel. Ezra 10,15. Ár 457 f.Kr.
Asaf(hebr. savnar.) Nevndur í 2. Kong. 18,18. Faðir at Jóa søguskrivara, sum var ein teirra, ið fór út at tala við menn Tartans, assýriakongs.
   2. Ein levitur, sonur Berekja. Kendur tónleikari og sangari. 1. Krøn. 16,4: „Nakrar av Levitunum setti hann (Dávid) til at gera tænastu framman fyri ørk HARRANS og til at prísa, takka og lova HARRANUM Gudi Ísraels. Asaf var leiðari.“ Synir Asaf eru nevndir sum teir, ið spældu og sungu í húsi HARRANS. 1. Krøn. 25,1–2 og aðrastaðni. Asaf er seinni umtalaður sum profetur og skald. 2. Krøn. 29,30 og Nehem. 12,46. Av Sálmunum hava 12 navn Asafs. Summir halda, at „Asaf “ skal skiljast sum eftirkomarar Asafs, tá talan er um Sálmarnar 74, 75, 79, tí at hendingar eru umtalaðar har, sum hendu aftan á dagar hansara, men Asaf verður umtalaður sum síggjari, t.e. profetur, í 2. Krøn. 29,30, so hetta kann hava verið opinberað honum frammanundan.
   3. Umsjónarmaður yvir skógum kongsins. Nehemias hevði bræv til hansara frá kongi, at hann skuldi lata hann fáa við til portursbjálkar í borgina, sum hoyrir til templið, og við til býarmúrin og húsið, hann skuldi búgva í. Nehem. 2,8.
Asaja(hebr. HARRIN gjørdi.) Ein tænari hjá Josiasi kongi, sum við øðrum varð sendur til Huldu profetinnu at spyrja HARRAN viðv. lógbókini, ið funnin var í templinum. 2. Kong. 22,12–14.
   2. Ein av høvdingunum í ætt Símeons, sum, meðan Ezekias var kongur í Juda, fóru yvir móti Gedor, líka til eystan fyri dalin, funnu har gott haglendi, høgdu niður me’unitar og búsettust í landi teirra. 1. Krøn. 4,36–41.
   3. Sonur Haggija. 1. Krøn. 6,30; 1. Krøn. 15,3: „So fekk Dávid alt Ísrael saman í Jerúsalem til at flyta ørk HARRANS hagar, sum hann hevði gjørt henni stað til.“ V. 6: „Av meraritum Asaja – sum var høvd –.
   4. Silonitur, nevndur „hin frumborni“ av teimum, sum komu til Jerúsalems eftir útlegdina. 1. Krøn. 9,5.
Asan[Asjan] (hebr. roykur.) Levitabýur. Fyrst lagdur til Juda. Josva 15,42. So lagdur til Símeon. Josva 19,7; 1. Krøn. 4,32. Í Josva 21,16 er hann stavaður Ajin. Nú kallaður Kirbet-Asan, um 8 km í útnyrðing úr Be’erseba [Be’er-Sjeba].
Asarel(hebr. Gud hevur sameint.) 1. Krøn. 4,16. Hin seinast nevndi av fýra sonum Jehallel av ætt Juda.
Asarela(hebr. HARRIN hevur sameint.) 1. Krøn. 25,2. Ein av sonum Asafs, sum spældi í profetiskari burturrykking eftir forskrift kongsins.
Asarhaddon(hebr. Assur hevur givið bróður.) 2. Kong. 19,37. Kongur í Assýria. Faðir hansara, Sankerib, hevði verið herferð móti Juda. Har gekst honum illa. 2. Kong. 19. Heimafturkomin, lesa vit í v. 37: „Einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara Adrammelek og Sarezer hann við svørði; síðani flýddu teir til Áraratsland, og sonur hansara Asarhaddon tók ríkið eftir hann.“ Ár 681 f.Kr. Søgan sigur, at Asarhaddon var burturstaddur, tá hetta hendi. Hann skundaði sær heim til Nineve, men teir sluppu undan honum og flýddu til Armenia. Hann er nógv umtalaður í teirra søgu. Tá vit lesa í 2. Krøn. 33 um Manasse, stendur í v. 11, at HARRIN læt herhøvdingar assýriakongs koma yvir tey, og teir fangaðu Manasse við krókum, bundu hann við koparleinkjum og fóru til Bábel við honum. Hesin her nevndi assýriakongur var Asarhaddon. 2. Kong. 19,37; Es. 37,38; Ezra 4,2.
Asbea[Asjbea] (hebr. maður Ba’als) Ein av ættarfedrunum í eini grein av ætt Sela, syni Juda. 1. Krøn. 4,21.
Asdod(hebr. kastali) Ein av 5 høvuðsbýum filistaranna. Lagdur til ætt Juda, men teir fingu ikki tikið hann. Egyptakongurin Sargon sendi Tartan til Asdod og tók býin, lesa vit um í Es. 20,1. Tá filistarar høvdu vunnið á Ísrael í bardaganum við Ebenezer, tóku teir ørk HARRANS við sær til Asdod. Vit lesa um tað í 1. Sám. 5,1 og kap. 6 og 7.
Asdoditar(úr Asdod) Nehem 4,7.
Asenat(egyptiskt, vígd til Neit, t.e. gudinnan Minerva.) Dóttir Potifera, prest í On, sum kongur Egyptalands gav Jósefi til konu. Hon átti Efra’im og Manasse, 1. Mós. 41,50; 1. Mós. 46,20.
Aser(hebr. eydna, eydnumaður.) Áttandi sonur Jákups og annar við Zilpu, 1. Mós. 30,13. Ætt Asers var, tá tey fóru úr Egyptalandi, 41.500, hin 9. í tali. Í seinnu teljingini vóru tey 53.400, nú hin fimta í tali. Á ferðini um oyðimørkina var ætt Asers millum Dan og Naftali á norðaru síðu tabernakulsins, 4. Mós. 2,27. Landamark teirra finna vit í Josva 19,24–31; Josva 17,10–11; Dóm. 1,31.32. Í landinum búðu teir tætt við Fønikia, og land Asers var gott, so kanska tað gjørdi sítt til, at teir vórðu latir. Dóm. 1,31. Í hesum vóru kortini aðrar ættir enn teir, sum sviku. Í Dóm. 5,17 er sagt um Aser, at hann sat stillur, at hann varð verandi í mak, tá á stóð. Á døgum Dávids, tá herhøvdingar og embætismenn eru roknaðir upp í 1. Krøn. 27, er Aser ikki nevndur. Haðani var eingin dómari og eingin hetja; kortini – um skipanin er farin av lagi – kennir Harrin Síni, og tey kenna hann. Øldirnar renna, ættirnar fara og koma. Sløk túsund ár eru liðin, síðani hetta fólkið einki navn átti millum hini, so kemur Frelsarin til jarðar, og fyrsta kvinnan, ið ber boð um hann, er Anna, Fanuels dóttir, av ætt Asers. Luk. 2,36–38.
Asia(týdn óvissur.) Tá vit í N.T. lesa um Asia, er tað økið, vit nú kalla „Lítla Asia“, talan er um.
Asiel(hebr. Gud gjørdi.) Faðir Seraja og ættarfaðir til ein av símeonitunum, sum róku hamitarnar úr úr Gedar. 1. Krøn. 4,35.
Asima[Asjima] (himmalin.) Avgudur Hamats. 2. Kong. 17,30. Í Amos 8,14 kallaður „synd Samaria“. Hann kom við fólkinum, sum Salmanassar, q.v., búsetti í Samaria.
AsjeraGudinna, sum avgudadýrkarar millum hebrearar gjørdu sær standmyndir av. 1. Kong. 15,13; 2. Krøn. 15,16. Tey dýrkaðu hana saman við Ba’al, og eisini Ba’al og Astartu, q.v. 1. Sám. 7,4; 1. Sám. 12,10; 1. Kong. 18,19; 2. Kong. 23.14 o.a.
Ashur[Asjur] (hebr. fríur maður, eydnumaður.) Ein sonur Hezron og Ahiu. Hezron var abbasonur Juda. 1. Mós. 46,12. 1. Krøn. 2,24. Ashur [Asjur] er kallaður „Faðir Tekoa“, q.v. 1. Krøn 4,5. (W. Gesenius sigur, at Ashur [Asjur] eisini kann merkja „myrkleitt“ ella „dimt“).
Askalon(hebr. steineik.) Ein av hinum 5 filistarabýunum á strondini norðan fyri Gaza. Vit lesa um hann í sambandi við Samson og filistarar. Dóm. 14,19. Askalon var føðibýur Heródesar Stóra. Rannsóknir vísa, at har var kána’anitiskur býur til umleið ár 2000 f.Kr.; síðani høvdu egyptar og filistarar hann. Dávid nevnir hann í sorgarsonginum um Saul og Jónatan. 2. Sám. 1,20. Profetarnir spáa ilt yvir hann. Zef. 2,4; Zak. 9,5.
Askenaz[Asjkenaz] (óvist.) Sonur Gomer, son Jafet. 1. Mós. 10,3; 1. Krøn. 1,6. Samsvarar sýrlendskt Ashkuz, t.e. skýttar. (Albright O.T. Commentary). Á døgum Jeremiasar hildu teir til um Áraratsleiðina. Jer. 51,27. Søgan metur skýttar javnt við barbarar. Teir eru bert einaferð nevndir í Bíbliuni við navninum skýttar, q.v., Kol. 3,11.
Asna[Asjna] (hebr. sterkt, víggirt.) Navnið á tveimum býum í ætt Juda. Um hvørgan kann við vissu sigast, hvørjir teir vóru. Josva 15,33; 15,43.
Asna(hebr. tornarunnur.) Ezra 2,50. Ein av tempultænarunum, sum komu heim úr Bábel við Zerubbabel.
Aspatapersiskt, (givin) frá hestinum, t.e. frá gudinum Brama.) Hin triði nevndi av sonum Haman, ið dripin varð saman við brøðrum sínum. Ester 9,7–10.
Aspenaz[Asjpenaz] (hebr., kanska hestmúli.) Hægsti hirðmaður bábelskongs. Um hann lesa vit í Dániel 1,3 og kapittulin at enda. Trúgvandi dreingir og gentur eiga at lesa hetta brotið av orði Guds nógvar ferðir ígjøgnum og altíð so av og á. Hesir ungu, her eru umtalaðir, eru verdir at hava til fyrimynd.
Asriel(hebr. lyfti Guds, hjálp Guds.) 4. Mós. 26,31. Sonur Gileads, ættarfaðir til Asrielættina.
   2. Ein av teimum, ið vóru høvd fedrahúsa sína í eystaru helvt av ætt Manasse. 1. Krøn. 5,24.
   3. Sonur Manasse. 1. Krøn. 7,14.
   4. Faðir Zeraja, ein av teimum, sum Jójakim kongur sendi at taka Baruk skrivara og Jeremias profet. „Men HARRIN fjaldi teir.“ Jer. 36,26.
Assir(hebr. fangi.) Sonur Kora. 2. Mós. 6,24; 1. Krøn. 6,22.
   2. Sonur Abiasaf og langabbasonur hin fyrra. 1. Krøn. 6,23.27.
Assur(hebr. spor, stig.) 1. Mós. 10,22. Í Orðt. 14,15 umsett til: at stíga. Í Sálm 73,2: stig. Annar nevndi av sonum Sems. 1. Krøn. 1,17.
   2. Býur við Tigris, gr. slætti. Í fornum tíðum høvuðsstaður í Assýria (Assur).
AssusBýur í Mýsia á norðurstrondini á víkini við Adramyttium. Paulus kom til gongu hagar, tá hann fór til Mýtilene við skipi. Áp. 20,13–14.
Assýria(gr. slætti.) Miklasta stórveldi frá 9. til 7. øld í heimspørtunum, sum Bíblian sigur frá, í hebr. Gamla Testamenti stavað Assur. Upprunaliga lítið land, tríkanturin millum áirnar Tigris og Zab, við marki norðureftir móti Armenia og eystureftir móti Media. Í forðum hoyrdi tað til Bábylon, men fólkið var ágrýtið krígsfólk, so ófriður var har ímillum. Ain Zab var ikki nakað fast mark, men varraði suður og norður, sum máttur teirra stríðandi fluttist upp og niður. Í tíðarskeiðinum frá 1400 til 1200 f.Kr. gjørdist Assýria stórveldi, ið eisini ráddi yvir fyrrverandi harra sínum Bábylon. Høvuðsstaður var Assur, men har vóru eisini aðrir stórbýir, sum Nineve og Arbela. Tá landið var størst, rakk tað um mesta partin av Mesopotamia, Elam og Sýrland. Tá assýrarar troðkaðu seg vestureftir í bardøgum við áramearakongarnar í Damaskus, komu teir í samband við fólk Ísraels. Vit lesa í 2. Kong. 13,16 um Jóahaz kong, at HARRIN sendi honum hjálparmann. Hann, ið har nevnist, var Adadniari III (um ár 800 f.Kr.), sum vann á áramearum og bjargaði harvið Ísrael. Í 2. Kong. 16 lesa vit um Akaz kong í Juda, at tá hann kendi seg ótryggan, sendi hann boð til Tiglat-Pileser kong í Assýria og bað um hjálp. Esaias greiðir eisini frá hesum í 7. kapitli. Hetta førdi fólkið av leið; tey mistu sjálvstøðu sína andaliga og tjóðskaparliga. Nú løgdu eisini assýrarar Árameararíkið við Damaskus undir seg, meðan árameiskt mál gjørdist høvuðsmálið í assýriska stórveldinum. Salmanassar, sonur Tiglat-Pileser, helt Samaria kringsett í 3 ár. Eftirmaður hansara, Sargon II, tók Samaria og flutti Ísrael burtur til Assýria. Les 2. Kong. 17,6 og alla hesa grøtiligu søguna, kapittulin at enda. Sonur Sargon, Sankerib, sum var kongur í Sýrlandi frá 705 til 681 f.Kr., royndi at taka Jerúsalem, men fekk ringan enda. Hetta lesa vit um í 2. Kong. 18,13, kapittulin at enda og allan 19. kapittul. Sonur Sankerib, Asarhaddon, legði Egyptaland undir Assýria. Sonur hansara, Assurbanipal, sum ráddi 668 til 626, gjørdist best kendur av kongunum. Hann misti Egyptaland og tók Elam, men tað, hann er kendur fyri, er bókasavnið. Hann savnaði saman skriftir úr øllum heiminum. Hetta er elsta ríkisbókasavn í søguni og er afturfunnið. Hetta eru talvur av leiri, sum skrivað er á, meðan tær vóru bleytar, og so herdar við hita. Eftir deyða hansara gekk bara niðureftir við Assýria, og ár 612 f.Kr. tóku bábylonsmenn, sum nú høvdu fingið høvdið fyri seg aftur, Nineve; teir smildraðu hann sundur. Í rokinum varð bókasavn Assurbanipals fjalt og varðveitt undir jørð, til nútíðin hevur funnið tað aftur. Av hesum skriftunum kenna vit søguna um Assýria og Bábylon.
Astarot(hebr. staður Astartu.) Kongabýur Ogs kongs í Basan. 5. Mós. 1,4; Josva 9,10; 12,4; 13,12. Lagdur til ætt Manasse. Josva 13,31.
Astarot-Karnajim(hebr. býur hornutu Astartu.) Høvuðsstaður Refa’ita. 1. Mós. 14,5.
Astarta(gr. semitisk gudinna.) Í assýriskari og bábyloniskari gudadýrkan nevnd Isthar. Gongustjørnan Venus. Myndir av henni eru til, m.a. við barni á arminum. Hon var kend og dýrkað í Kána’an, tá Ísrael kom hagar, og hevði øgiliga ávirkan á fólkið. Dýrkanin var hin mest ósiðiliga, ið hugsast kann. Vit lesa í 1. Kong. 11,1–13, hvussu Sálomo fór av leið, villleiddur av ringum felagsskapi, og dýrkaði aðrar gudar, m.a. Astartu. Í 2. Kong. 23 lesa vit um, hvussu Josias kongur, q.v., tók hetta av aftur, ið hvussu er so, at hetta ikki var alment longur.
Asvat(hebr. gjørt, evnað.) 1. Krøn. 7,33. Triði nevndi sonur Jaflet Aserit.
Ataja(hebr. HARRIN er hjálpari.) Nehem. 11,4. Ein sonur Uzzia, av ætt Juda, hann búði í Jerúsalem.
Atak(hebr. gistihús.) 1. Sám. 30,30. Býur í Juda. Roknaður upp saman við fleiri øðrum býum; í hvørjum sambandi hann nevnist, finna vit við at lesa 1. Sám. 30. kap., allan.
Atalja(hebr. sum HARRIN roynir, letur líða.) Dóttir Akabs, ísraelskongs, og Jesabel. Í 2. Krøn. 22,2 er sagt, at hon var dóttir Omri, men tað skilst, at hon veruliga var abbadóttir hansara. Hon var gift við Jóram kongi í Juda. Hann er sagt um: „Hann gekk leiðir Ísraelskonga – eins og hús Akabs hevði gjørt; tí hann hevði dóttur Akab til konu, og hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS.“ 2. Krøn. 21,6. Tá Jóram var deyður, gjørdist Ahazja kongur. Um hann er sagt, at hann: „gekk somu leiðir sum hús Akabs, tí móðir hansara villleiddi hann við ráðum sínum til gudloysi“. 2. Krøn. 22,3. Tá Ahazja hevði verið kongur í 1 ár, varð hann dripin. Hann var staddur í Jisreel, tá Jehu, q.v., kom hagar og drap Jóram ísraelskong. Tá Ahazja flýddi, varð hann eisini dripin. 2. Kong. 11 sigur frá Atalju, at tá hon fekk at vita, at sonur hennara Ahazja var deyður, tók hon sær fyri at týna alla kongsættina, men Jóseba [Josjeba], dóttir Jóram kong, systir Ahazja, tók Jóas, son Ahazja, fekk hann loyniliga burtur frá kongasonunum, ið drepast skuldu, og fjaldi hann og daddu hansara í sovikamarinum; soleiðis fingu tey krógvað hann fyri Atalju, so hann ikki varð dripin. Síðani var hann hjá henni í húsi Harrans og varð fjaldur har í 6 ár, meðan Atalja ráddi í landinum. Í 2. Kong. 11,14 lesa vit meiri um tað, ið so hendi, og hvussu henda gudleysa kvinnan endaði dagar sínar.
Atara(hebr. krúna.) 1. Krøn. 2,26. Seinna kona Jerame’el av ætt Juda; hon var móðir Onam.
Atarim(hebr. njósnarar.) 4. Mós. 21,1–3: „Tá ið Kána’aniturin, kongurin í Arad, sum búði í Suðurlandinum, frætti, at Ísrael kom Atarimvegin, herjaði hann á Ísrael og hertók nøkur av teimum.“
Atarot(hebr. krúnur.) Býur eystan fyri Jordan, nær við Gilead. 4. Mós. 32,3. í v. 4 stendur: „gott til fæhald.“ Gaditar bygdu býin upp aftur. Vit fáa alt at vita um hetta, tá vit lesa 4. Mós. 32, allan kapittulin.
   2. Býur á markinum millum Efra’im og Benjamin. Í Josva 18,13 kallaður Atrot-Addar.
   3. Býur í Juda, sum eftirkomarar Salma grundaðu. Kallaður Atrot-Bet-Jóab. 1. Krøn. 2,54.
AtenHøvuðsstaður í Attika, ið var hin mest týðandi parturin av Grikkalandi. Kallaður eftir gudinnuni Athene. Aten var bygdur uttan um heyggin Akropolis, og tætt vestan fyri hann er Areopagos, sum vit kenna frá Áp. 17: „Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum.“ Hann segði teimum, at hann hevði sæð altar við áskrift: Fyri ókendan Gud. Um henda, teimum ókenda Gud, talaði Paulus til Grikkar evangeliið um Jesus. Les Áp. 17. Orðini: „Øll í Aten og hini fremmandu, ið har vóru, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra nýtt“ (v. 21) finnast hjá Demosthenes, einum av teirra egnu høvundum. Hann sigur um landsmenn sínar, at teimum dámar ov væl at ganga og mala á torginum og spyrja hvør annan: „Hvat nýtt“. Bæði Pausanias og Philostratus umtala fleiri altar við áskrift: „Fyri ókendan Gud“.
Ater(hebr. bundin.) ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 7,21; 10,17. Hann var ein av ættarfedrum teirra, ið komu heimaftur úr útlegdini í fylgi við Zerubbabel.
   2. Ein av duravaktarunum, sum nevnist í Ezra 2,42 og Neh. 7,21.
Atlai(hebr. HARRIN er sterkur.) Ein av eftirkomarum Bebai. Hesin var ein, ið hevði tikið fremmanda konu. Teir lovaðu allir at senda tær aftur frá sær. Ezra 10,28.
Attai(hebr. í tøkum tíma.) Sesan, av ætt Kalebs, átti dóttur, sum hann læt tænara sín Jarha, egypta, fáa til konu. Tey áttu Attai. 1. Krøn. 2,35.
   2. Ein teirra, sum fóru í part við Dávidi. 1. Krøn. 12,11.
   3. Ein av sonum Rehabeams við Ma’aku, dóttur Absalom. 2. Krøn. 11,20.
AttaliaBýur í Lítlu Asia. Kallaður eftir Attalius Filadelfus kongi í Pergamus. Áp. 14,25.
Augustos(lat. tignarligur.) Keisari í Róm. Føddur ár 63 f.Kr. Deyður ár 14 e.Kr. Vaks upp hjá Cæsari og varð eftirmaður hansara. Vit lesa um hann í Luk. 2,1: „Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal.“ Hann gjørdist keisari undan føðing Krists og var tað til 14 ár eftir, men hann er bert nevndur við navni hesa einu ferðina í Nýggja Testamenti.
Aven(hebr. tómleiki.) Býur í Egyptalandi. Grikkar kallaðu hann Heliopolis (sólbýurin), tí hann var miðdepilin í sóldýrkanum. Hos. 10,8: „Og offurheyggjarnir í aven – synd Ísraels – skulu verða lagdir í oyði.“ Her man profeturin meina við Betel, har tey høvdu tikið eftir heidnum siðum, og spáar hann tí ilt yvir Ísrael.
Avgrund(Abaddon, q.v.)
Avit(hebr. bygd.) Høvuðsstaður Hadads kongs í Edom. 1. Mós. 36,35.
AvitarUpprunaligir íbúgvar í Palestina. 5. Mós. 2,23.
Avva(týdn óvissur.) 2. Kong. 17,24: „Síðani læt kongurin í Assýria fólk koma úr Bábel, Kuta, Avva, Hamat og Sefarvajim og búsetast í býum Samaria í staðin fyri ísraelsmenn; tey tóku Samaria í ogn og búsettust í býunum har.“
Azai(týdn. óvissur.) Ein teirra, ið búðu í Jerúsalem, heimkomnir úr Bábel. Abbasonur Immer, q.v. Neh. 11,13.
Azalja(hebr. HARRIN hevur umvent.) 2. Krøn. 34,8. Sonur Mesullam [Mesjullam] og faðir Safan [Sjafan], sum Josias kongur sendi saman við øðrum at væla um hús HARRANS.
Azanja(hebr. HARRIN hoyrir.) Faðir Josva, sum var ein av levitunum, ið skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi. Neh. 10,9.
Azarel(hebr. gud hjálpir) Ein teirra, ið komu til Dávid í Ziklag, 1. Krøn. 12,6.
   2. Hann, ið 11. lutur fall á, av teimum, sum spældu í templinum. 1. Krøn. 25,18.
   3. Sonur Jerohams, høvdingi í ætt Dans, 1. Krøn. 27,22.
   4. Ísraelsmaður av eftirkomarum Banisar. Hann var ein teirra, ið sendi aftur fremmandu konu sína. Ezra 10,41.
   5. Sonur Azai og faðir Amassai. Ein av teimum 128 nevndu, sum tæntu í templinum. Yvirmaður teirra var Zabdiel, sonur Haggedolim. Aftan á heimkomuna úr Bábel. Nehem. 11,13–14.
Azarja(hebr. sum HARRIN hjálpir.) Vanligt navn í Gamla Testamenti, serliga í prestaætt Eleazars, hvørs navn merkir tað sama sum Azarja.
   1. Azarja, sonur Zadok, var prestur. 1. Kong. 4,2.
   2. Azarja, sonur Natan, var yvir fútunum. 1. Kong. 4,5.
   3. Sami sum Uzzias. 2. Kong. 14,21.
   4. Sonur Etan og langabbasonur Juda. 1. Krøn. 2,8.
   5. Sonur Jehu og faðir Helez, av ætt Juda. 1 Krøn. 2,38–39.
   6. Høvuðsprestur. Sonur Ahima’az og abbasonur Zadok. Kann hava verið hin sami sum nr. 1. 1. Krøn. 6,9; 1. Kong. 4,2.
   7. Jóhanan var sonur Azarja, hann var prestur í templinum, sum Sálomo bygdi í Jerúsalem. 1. Krøn. 6,10–11.
   8. Faðir Seraja, sum fekk sonin Józadak, og fór við, tá ið Harrin læt Nebukadnezar flyta Juda og Jerúsalem í útlegd. Seraja var so seinasti høvuðsprestur fyri útlegdina. 1. Krøn. 6,13–14; 1. Krøn. 9,11; Ezra 7,1.
   9. Levitur, sonur Zefanja og faðir Jóel. 1. Krøn. 6,36. Í v. 24 kallaður Uzzia. Eftir 2. Krøn. 29,12 o.fr. livdi sonur hansara, Jóel, á døgum Ezekiasar og var við til at reinsa templið.
   10. Sonur Oded. Profeturin, sum fór ímóti Asa kongi, tá hann hevði vunnið á etioparum. 2. Krøn. 15,1–2. „Hann steig fram fyri Asa og segði við hann: Hoyrið meg, Asa og alt Juda og Benjamin! HARRIN er við tykkum, táið tit eru við Honum; og leita tit eftir Honum, skal Hann lata tykkum finna Seg, men venda tit Honum bakið, skal Hann venda tykkum bakið.“ Signing fylgdi teimum eisini ’ so leingi tey gingu leiðir HARRANS. Les 2. Krøn. kap. 14,15 og 16.
   11. Sonur Jósafat og bróðir Jóram kongs. Í 2. Krøn. 21,2 stendur navnið Azarja tvær ferðir. Hetta kann vera aldargomul misskriving.
   12. 2. Krøn. 22,6. Azarja, skal vera Ahazja (samanber v. 7–11).
   13. Ein av høvuðsmonnunum yvir 100, sum Jójada gjørdi sáttmála við ímóti Atalju at seta Jóas í hásætið. 2. Krøn. 23,1.
   14. Sonur Obed. Ein annar høvuðsmaður av teimum, ið umtalaðir eru í 13.
   15. Høvuðsprestur á døgum Uzziasar. Tá kongur hevði fingið stórt vald, gjørdist hjarta hansara hugmóðigt, so hann forbreyt seg; hann var HARRANUM Gudi sínum ólýðin og fór inn í halgidóm HARRANS at brenna roykilsi á roykilsisaltarinum. Men Azarja prestur fór inn aftan á honum og við honum 80 av prestum HARRANS, djarvir menn. Les 2. Krøn. 26, allan.
   16. Sonur Jóhanan, høvdingi í Efra’im, sum noktaði ísraelsmonnum at gera fangar, tiknir í Juda, til trælir. Les 2. Krøn. 28, allan.
   17. Sonur Jehallelel, av ætt Merari. Hann var ein teirra, ið reinsaðu templið á døgum Ezekiasar. 2. Krøn. 31,13.
   18. Ein av forfedrum Ezra. Ezra 7,3.
   19. Sonur Ma’aseja, hann bøtti eitt stykki av múri Jerúsalems. Nehem. 3,23. Hann var ein teirra, ið útløgdu lógina fyri fólkinum. Nehem. 8,7. Hann var við at skriva undir sáttmála Nehemiasar, Nehem. 10,2, og var við, tá múrurin varð vígdur. Nehem. 12,33.
   20. Ein teirra, sum komu heim úr Bábel saman við Zerubbabel. Ezra 7,1; í Ezra 2,2 er navnið stavað Seraja.
   21. Ein av hinum hugmóðigu monnunum, sum søgdu við Jeremias: „Tú lýgur! HARRIN Gud okkara hevur ikki sent teg at siga, at vit skulu ikki fara til Egyptalands.“ Jerem. 43,2.
   22. Hebraiska navn Abed-Nego, q.v. Dániel 1,7.
Azaz(hebr. sterkur.) Sonur Sema [Sjema] og faðir Bela, av ætt Rubens. 1. Krøn. 5,8.
Azazja(hebr. sum HARRIN styrkir.) Ein av levitunum, ið skuldu leiða sangin við at spæla á sitarum, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,21.
   2. Faðir Hosea, sum var høvdingi, í ætt Efra’ims, tá Dávid taldi fólkið. 1. Krøn. 27,20.
   3. Ein av umsjónarmonnunum yvir tí, ið ofrað varð í templinum á døgum Ezekiasar. 2. Krøn. 31,13.
Azbuk(hebr. fyrigeving, gjørt til einkis.) Faðir Nehemiasar, sum var høvdingi yvir aðrari helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Bet-Zur. Hann setti í stand eitt stykki av múrinum um Jerúsalem. Nehem. 3,16.
Azeka(hebr. grivið, niðurbrotið.) Býur í Juda. 1. Sám. 17,1: „Filistarar savnaðu her sín til bardaga. Teir savnaðu seg við Soko, sum hoyrir til Juda, og tóku støðu millum Soko og Azeka í Efes-Dammim.“ Hetta er byrjanin á søguni um Dávid og Goliat, sum vit øll kenna. Azeka var ein av býunum, sum Rehabeam víggirdi í Juda, og hann var til, tá herur Bábelskongs herjaði. Jer. 34,7. Hann nevnist eisini eftir útlegdina. Nehem. 11,30.
Azel(hebr. hálendi, hástórur) Sonur Elasa, av eftirkomarum Sauls. 1. Krøn. 8,37–38; 9,43.
Azel(eisini stavað Azal.) Zakarias 14,5. Staðarnavn nærhendis Jerúsalem, helst eystan fyri Oljufjallið. Onkur heldur, tað er Wadi Yasul, sum er ein tvørá til Kedron.
Azgad(hebr. eydnuborin.) Høvdingi, hvørs eftirkomararar 1222 komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Ezra 2,12. Harafturat nevnast í Ezra 8,12 av eftirkomarum Azgads við høvdinganum Jóhanan, sonur Hakkatan, 110 mans. Í Nehem. 7,17 stendur: „Eftirkomarar Azgads: 2–22.“
Aziel(stytting av Ja’aziel, q.v.) 1. Krøn. 15,20.
Aziza(hebr. sterkur.) Ein teirra, ið lovaðu at senda fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,27.
Azmavet(hebr. megi deyðans.) Ein av hinum 30 køppum Dávids. 2. Sám. 23,31. Hann átti tveir synir, ið vóru kringir at sleingja steinar og at skjóta við boga. Teir itu Jezuel og Pelet. 1. Krøn. 12,1–3.
   2. Annar nevndi av sonum Joadda. 1. Krøn. 8,36; ella Jara eftir kap. 9,42.
   3. 1. Krøn. 27,25: „Azmavet, sonur Adiel, skuldi hava umsjón yvir skattum kongsins.“
   4. Bygd í Juda ella Benjamin; man hava verið nærhendis Jerúsalem. Nehem. 12,29. Í Nehem. 7,28. kallað „Bet-Azmavet“.
Azmon(hebr. skansi.) Stað við suðurmark Palestina. Josva 15,4. „haðani gekk tað yvir til Azmon og allan vegin at Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin.“
Aznot-Tabor(hebr. hæddir Tabors.) Býur í Naftali. Josva 19,34: „So sneiddi markið vestureftir til Aznot-Tabor, gekk haðani til Hukkok.“ Aznot-Tabor kann vera núverandi Am Jebeil, nær við fjallið Tabor.
Azor(hebr. hjálpari.) Sonur Eljakim, faðir Sadok í ættartali Jesu Krists. Matt.1,13.
Azriel(hebr. Gud hjálpir.) Ein teirra, ið nevndir eru „Høvd fedrahúsa sína“, av teimum, ið hoyrdu til hálva ætt Manasse, men vístu Fedragudi sínum ótrúskap og runnu í trúleysum fráfalli eftir gudunum, sum fólkini í landinum dýrkaðu. 1. Krøn. 5,23.25.
   2. Millum ættarhøvdingar Ísraels, sum roknaðir eru upp. Í 1. Krøn. 27 stendur í v. 19: „Yvir Naftali Jerimot, sonur Azriel.“
   3. Faðir Seraja, ið var ein teirra, sum Jójakim kongur sendi at taka Baruk skrivara og Jeremias profet: „Men HARRIN fjaldi teir“. Jerem. 36,26.
Azrikam(hebr. hjálp móti fíggindanum.) Seinast nevndi av trimum sonum Nearja av eftirkomarum Zerubbabels. 1. Krøn. 3,23. Kann vera hin sami sum Azhor, q.v.
   2. Fyrst nevndi av 6 sonum Azels, av ætt Benjamins. 1. Krøn. 8,38; 9,44.
   3. Sonur Hasabja, av ætt Merarita. 1. Krøn. 9,14.
   4. 2. Krøn. 28,7: „Og Zikri, kappi úr Efra’im, drap kongasonin Ma’aseja, Azrikam hallarstjóra og Elkana, sum næstur gekk konginum“ Les. kap. 28, allan.
Azuba(hebr. einslig.) Dóttir Silhi [Sjilhi], móðir Jósafat kong. 1. Kong. 22,42; 2. Krøn. 20,31.
   2. Kona Kaleb, son Hezron. 1. Krøn. 2,18.
Azzan(hebr. sterkur.) Faðir Paltiel, av ætt Isakkars, ið var ein teirra, HARRIN segði um: „Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara“. 4. Mós. 34,17.26.
Azzur(hebr. hjálpari.) Ein teirra, ið skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar ár 445 f.Kr. Nehem. 10,17.