Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Pæturs
Kapittul 3
12 3
1 Hetta er longu, tit elskaðu, annað brævið, eg skrivi tykkum; og í báðum havi eg við áminning vakt reina hug tykkara
2 til at minnast orðini, ið frammanundan eru talað av hinum heiløgu profetum, og boð Harrans og Frelsarans, sum ápostlar tykkara hava kunngjørt.
3 Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sínum egnu lystum
4 og siga: "Hvat verður av lyftinum um komu Hansara! Frá tí fedrarnir sovnaðu, er jú alt vorðið verandi, sum tað hevur verið, líka frá byrjan skapningsins!"
5 - Við vilja eru teir blindir fyri hesum, at frá fyrndartíð vóru himlar til, og jørð, sum var vorðin til av vatni og við vatni - við orði Guds;
6 og við tí gekk heimurin, ið tá var, undir í vatnflóðini.
7 Men himlarnir, ið nú eru, og jørðin, verða við sama orði goymd - eldinum! Tey verða hildin uppi - til tann dag hini gudleysu menniskju skulu verða dømd og ganga til grundar.
8 Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur.
9 Harrin er ikki seinførur við lyftinum - tóat summi halda tað vera seinføri - nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
10 Men dagur Harrans skal koma - sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.
11 - Táið nú alt hetta loysist sundur - hvussu eiga tit tá ikki at stevna eftir heilagari atferð og gudsótta,
12 meðan tit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum skal gera, at himlarnir loysast sundur í eldi, og frumevnini bráðna av brennandi hita!
13 Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.
14 Táið tit nú, elskaðu míni, vænta hetta, so leggið tykkum eina við at finnast lýtaleys og ólastandi fyri Honum, í friði!
15 Og roknið langmóð Harra okkara fyri frelsu! Hetta er tað, sum elskaði bróðir okkara Paulus hevur skrivað tykkum eftir vísdóminum, ið honum er givin.
16 Tað ger hann eisini í øllum brøvum sínum, táið hann í teimum talar um hetta; í teimum er eitt og annað, sum torført er at skilja, og sum hini ólærdu og ófestu útleggja skeivt - hetta gera tey eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til undirgang.
17 Táið tit nú vita hetta frammanundan, elskaðu míni, so varðið tykkum, at tit verða ikki rivin við av villu hinna gudleysu og falla úr tykkara egnu føstu støðu,
18 nei, vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists! Honum veri dýrdin, bæði nú og í allar ævir! Amen.