Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Pæturs
Kapittul 2
1 23
1 Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir - og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
2 Mong skulu fylgja teimum eftir í skammloysi teirra, og vegur sannleikans skal verða spottaður fyri teirra skuld.
3 Í havisjúku skulu teir - við orðum, sum teir einki meina við - nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.
4 Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.
5 Ei heldur eirdi Hann hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu.
6 Býirnar Sodoma og Gomorra legði Hann í øsku og dømdi teir til undirgang; Hann setti teir soleiðis teimum til fyridømi, sum á komandi tíðum vildu liva í gudloysi.
7 Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu.
8 Hesin rættvísi, sum millum teirra búði, píndist jú dag eftir dag í rættvísu sál síni av hinum lógleysu verkum, hann sá og hoyrdi.
9 Soleiðis veit Harrin at ríva hini gudræddu úr freisting, men halda hinum órættvísu føstum til revsing dómadag
10 - mest teimum, ið ganga eftir holdi í óreinari girnd og vanvirða harradømi. Frek eru tey og sjálvgóð, ikki rædd fyri at spotta dýrdir.
11 - Og einglar, sum tó eru størri í mátti og valdi, leggja ikki á tey háðandi dóm fyri Harranum!
12 Men hesi - eins og dýr, ið einki vit hava, men av náttúru eru fødd at verða fangað og ganga til grundar, skulu, aftur fyri at tey spotta tað, sum tey kenna ikki, eisini ganga til grundar í spillu síni
13 - og fáa løn órættvísinnar! At nýta dagin til vællevnað - tað dámar teimum, hesum skemdarplettum og andstygdum! Í svikum sínum gera tey sær til góða í veitslunum, tey halda við tykkum.
14 Eygu teirra eru full av hori og fáa ikki nóg mikið av synd; tey lokka ófestar sálir; hjarta teirra er uppvant í havisjúku - hesi børn banningarinnar!
15 Tey eru farin av hinum beina vegi og eru vilst við at fylgja leið Bileams, sonar Beors, sum elskaði órættvísiløn,
16 men varð revsaður fyri brot sítt: Málleyst trældýr talaði við menniskjamáli og forðaði vitloysi profetsins.
17 Hesi eru vatnleysar keldur, skýggj, ið fúka fyri storminum; niða og nátt eru teimum goymdar.
18 Tey reypa við tómum orðum og lokka soleiðis í holdslystum við siðloysi tey, sum júst høvdu sloppið sær burt frá teimum, sum ganga í villu.
19 Tey lova teimum frælsi - tey, sum sjálv eru trælir spillunnar! - Tað, sum ein er sigraður av - trælur tess er hann eisini vorðin!
20 Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.
21 Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.
22 Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: "Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum."