|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrra bræv Pæturs | | Kapittul 5 | | | | 1 | Hinar elstu millum tykkara áminni eg - sum tann, ið sjálvur er elsti og vitni um líðingar Kristusar, og sum tann, ið eisini hevur lut í dýrdini, sum opinberast skal: |
| 2 | Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta, |
| 3 | heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins |
| 4 | - og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar. |
| 5 | Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði. |
| 6 | Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! |
| 7 | Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. |
| 8 | Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. |
| 9 | Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum. |
| 10 | Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum |
| 11 | - Hansara er valdið í aldur og allar ævir. Amen. |
| 12 | Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður - tað haldi eg hann vera - havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at áminna og vitna, at hetta er hin sanna náði Guds, sum tit standa í. |
| 13 | Samkoman í Bábylon, útvald eins og tit, letur heilsa tykkum, somuleiðis Markus, sonur mín. |
| 14 | Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi! |
| |
|
|
|
|
|
|