1 | Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína - |
|
2 | táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta! |
|
3 | Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði, |
|
4 | men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda - óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart. |
|
5 | Soleiðis var tað jú eisini, hinar heiløgu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar |
|
6 | - sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra - og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu. |
|
7 | Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins - fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar! |
|
8 | Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk! |
|
9 | Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til - at tit skulu arva signing. |
|
10 | Tí tann, ið vil elska lívið og síggja góðar dagar, haldi tungu síni frá illum og vørrum sínum frá at tala svik! |
|
11 | Hann vendi sær frá illum og geri gott, hann søki frið og stevni eftir honum! |
|
12 | Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt. |
|
13 | Og hvør er tann, ið kann gera tykkum ilt, um tit eru íðin fyri hinum góða! |
|
14 | Skuldu tit nú liðið fyri rættvísi skuld, eru tit sæl. Havið ongan ótta fyri teimum, og verið ikki rædd, |
|
15 | nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er - tó við spakføri og ótta |
|
16 | sum tey, ið hava góða samvitsku - so tey, sum lasta góðu atferð tykkara í Kristusi, kunnu verða til skammar í tí, sum tey baktala tykkum fyri sum illgerðarmenn. |
|
17 | Tí betri er at líða fyri góðan atburð - um so er vilji Guds - enn fyri ringan. |
|
18 | Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum; |
|
19 | í honum fór Hann eisini og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðhaldi, |
|
20 | teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar - átta - sálir frelstar við vatni - |
|
21 | sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists, |
|
22 | sum farin er upp til Himmals og er við høgru hond Guds. Honum eru einglar, vøld og kreftir undirløgd. |
|
|