|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrra bræv Pæturs | | Kapittul 2 | | | | 1 | Leggið tí av allan óndskap, alt svik og hykl, alla øvund og alt baktal! |
| 2 | Tráið - eins og nýfødd børn - eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu |
| 3 | - so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður! |
| 4 | Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur, |
| 5 | og latið tykkum sjálv - sum livandi steinar - byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi! |
| 6 | Í skriftini stendur jú: "Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar." |
| 7 | Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall - |
| 8 | hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum - til tað vóru tey eisini ætlað. |
| 9 | Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heiløg tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt, |
| 10 | tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds, tit, sum ikki høvdu funnið miskunn, men nú hava fingið miskunn. |
| 11 | Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina! |
| 12 | Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin! |
| 13 | Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta |
| 14 | ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera! |
| 15 | Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna - |
| 16 | sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds. |
| 17 | Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin! |
| 18 | Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu! |
| 19 | Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt. |
| 20 | - Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt - tað finnur náði hjá Gudi. |
| 21 | Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara, |
| 22 | sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik, |
| 23 | sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi |
| 24 | - sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd. |
| 25 | Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara. |
| |
|
|
|
|
|
|