|
|
|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | | Fyrra bræv Pæturs | | | Kapittul 1 | | | | | 1 | Pætur, ápostul Jesu Krists - til útlendingarnar í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Bitýnia, |
| | 2 | útvald eftir fyrivitan Guds Faðirs, í halgan Andans, til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists. Náði og friður falli tykkum margfalt í lut! |
| | 3 | Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu |
| | 4 | - til óforgeingiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlunum, |
| | 5 | tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð! |
| | 6 | Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð - táið so skal vera - hava sorg í alskyns royndum, |
| | 7 | fyri at roynda trúgv tykkara - sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull - og tað verður tó roynt við eldi - kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists. |
| | 8 | Hann elska tit, tóat tit hava ikki sæð Hann; og tóat tit nú ikki síggja, men trúgva, gleðast tit í Honum við ósigiligari og dýrmettari gleði |
| | 9 | og náa málið fyri trúgv tykkara - frelsu sálanna. |
| | 10 | Um hesa frelsu var tað, profetar granskaðu og rannsakaðu, teir, sum profeteraðu um náðina, ið tit skuldu fáa. |
| | 11 | Teir granskaðu, hvør ella hvussu tíðin var, ið Andi Kristusar, sum í teimum var, vísti á, táið Hann frammanundan vitnaði um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná. |
| | 12 | Og teimum varð opinberað, at tað var ikki sær sjálvum, men okkum, teir tæntu við hesum, sum nú er tykkum boðað við teimum, ið hava kunngjørt tykkum evangeliið í Heilaga Andanum, sum sendur varð av Himli - hesum, sum einglar tráa eftir at skoða inn í. |
| | 13 | Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists! |
| | 14 | Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit vitstu ikki betur. |
| | 15 | Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heiløg í øllum atburði tykkara; |
| | 16 | tí skrivað er: "Tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur." |
| | 17 | Táið tit ákalla Hann sum Faðir, ið dømir uttan at gera mannamun, eftir verki hvørs eins, so livið í ótta útlegdartíð tykkara! |
| | 18 | Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er - silvuri ella gulli - tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum. |
| | 19 | Nei, tað var við dýra blóði Kristusar - sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi - |
| | 20 | Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld, |
| | 21 | sum við Honum trúgva á Gud, ið reisti Hann upp frá hinum deyðu og gav Honum dýrd - so at trúgv tykkara er eisini vón til Gud. |
| | 22 | Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti - havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta - |
| | 23 | tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir! |
| | 24 | Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av; |
| | 25 | men orð Harrans verður í allar ævir. - Og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum. |
| |
|
|
|
|
|
|