Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið teir nú fingu hetta at frætta, allir kongarnir, ið vestan fyri Jordan búðu, í fjallalandinum, í láglendinum og fram við øllum Stórahavi heilt upp at Libanon - Hetitar, Amoritar, Kána’anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar -
2 savnaðust teir allir sum ein til at fara í bardaga móti Josva og Ísrael.
3 Men táið teir, sum í Gibeon búðu, hoyrdu tað, ið Josva hevði gjørt við Jeriko og Ai,
4 nýttu teir fyri sín part svik: Teir fóru avstað og lótust at vera sendimenn, løgdu gamlar sekkir á esil síni og gamlar, skrædnaðar og bøttar vínsekkir,
5 fóru í gamlar, bøttar skógvar og lótu seg í útslitin klæði; og alt breyðið, ið teir høvdu til ferðakost, var turt og molnað sundur.
6 Soleiðis komu teir til Josva í tilhaldið við Gilgal og søgdu við hann og Ísraelsmenn: "Vit koma úr landi langt burtur; ger nú sáttmála við okkum!"
7 Ísraelsmenn svaraðu Hevitum: "Kanska tit búgva her mitt ímillum okkara - hvussu kunnu vit tá gera sáttmála við tykkum!"
8 Men teir søgdu við Josva: "Vit skulu vera tænarar tínir!" Tá spurdi Josva teir: "Hvørjir eru tit, og hvaðani koma tit?"
9 Teir svaraðu: "Úr einum landi langt, langt burtur eru tænarar tínir komnir - fyri navns HARRANS Guds tíns skuld; tí vit hava hoyrt orðið, ið gongur um Hann og alt tað, ið Hann gjørdi í Egyptalandi,
10 og alt tað, ið Hann gjørdi við báðar amoritakongarnar eystan fyri Jordan, Sihon, kongin í Hesbon, og Og, kongin í Basan, sum búði í Astarot.
11 Tí søgdu hinir elstu okkara og allir, sum í landi okkara búgva, við okkum: "Takið ferðakost við tykkum og farið ímóti teimum og sigið við teir: "Vit skulu vera tænarar tykkara - gerið nú sáttmála við okkum!""
12 Her síggja tit breyð okkara; tað var heitt, táið vit tóku tað við okkum heimanfrá til ferðakost, tann dagin ið vit fóru avstað at koma til tykkara, og hyggið nú, hvussu turt og sundurmolnað tað er!
13 Her síggja tit vínsekkir okkara; teir vóru nýggir, táið vit fyltu teir, og nú eru rivur komnar á teir! Og her síggja tit klæði og skógvar okkara; tey eru útslitin á hesi longu, longu ferð!"
14 Tá tóku menninir og smakkaðu ferðakost teirra; men HARRAN spurdu teir ikki til ráðs.
15 Og Josva tilsegði teimum frið og gjørdi sáttmála við teir um, at teir skuldu sleppa at liva; hetta lovaðu høvdingar samkomunnar teimum við eiði.
16 Men tríggjar dagar eftir at teir høvdu gjørt sáttmála við teir, fingu teir at vita, at teir høvdu heima har nærhendis og búðu mitt ímillum teirra.
17 Tí táið Ísraelsmenn hildu longur fram, komu teir triðja dagin til býir teirra, sum vóru Gibeon, Kefira, Be’erot og Kirjat-Jearim.
18 Men Ísraelsmenn drópu teir ikki, av tí at høvdingar samkomunnar við eiði um HARRAN Gud Ísraels høvdu lovað teimum frið. Tá knarraði øll samkoman móti høvdingunum.
19 Men allir høvdingarnir søgdu við alla samkomuna: "Vit hava við eiði um HARRAN Gud Ísraels lovað teimum frið, so nú kunnu vit ikki leggja hond á teir.
20 Men hetta skulu vit gera við teir, táið vit nú spara lív teirra, so ikki vreiði skal koma yvir okkum fyri eiðin, ið vit hava svorið teimum:
21 Teir skulu sleppa at liva" - søgdu høvdingarnir við tey - "men teir skulu høgga við og bera vatn fyri alla samkomuna!" Og øll samkoman gjørdi, sum høvdingarnir høvdu sagt.
22 So kallaði Josva teir fyri seg og segði við teir: "Hví sviku tit okkum og søgdu: "Vit búgva langt, langt burtur frá tykkum!" táið tit búgva her mitt ímillum okkara?
23 Bannaðir skulu tit nú vera aftur fyri; eingin av tykkum skal sleppa undan at vera trælur og høgga við og bera vatn til hús Guds míns!"
24 Teir svaraðu Josva og søgdu: "Tænarar tínir høvdu fingið at vita, at HARRIN Gud tín hevur sagt við Móses, tænara Sín, at Hann skuldi geva tykkum alt landið og týna øll tey, sum í landinum búgva, fyri tykkum; tá vórðu vit so ræddir fyri, at tit fóru at drepa okkum; tí gjørdu vit hetta.
25 Men nú eru vit í hondum tínum; ger við okkum tað, ið gott og rætt er í eygum tínum!"
26 Hann gjørdi tá so við teir; hann frelsti teir úr hondum Ísraelsmanna, so teir drópu teir ikki;
27 men Josva gjørdi teir sama dag til viðhøggarar og vatnberarar hjá samkomuni og við altar HARRANS, á staðnum, ið Hann fór at velja Sær. Og tað eru teir enn í dag.