Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Men Ísraelsmenn bóru seg trúleyst at við hitt bannlýsta; Akan, sonur Karmi, son Zabdi, son Zera, av ætt Juda, hann tók nakað av tí bannlýsta. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísraelsmonnum.
2 Josva sendi nú úr Jeriko nakrar menn til Ai, sum liggur við Bet-Aven, eystan fyri Betel, og segði við teir: "Farið og kannið landið!" So fóru menninir og kannaðu Ai.
3 Táið teir komu aftur til Josva, søgdu teir við hann: "Lat ikki alt fólkið fara hagar! Okkurt um tvey ella trý túsund mans kunnu fara og taka Ai; tær nýtist ikki at ómaka alt fólkið at fara hagar, tí teir eru so fáir!"
4 Einir 3000 mans av fólkinum fóru tá hagar; men teir flýddu fyri monnunum í Ai.
5 Og menninir í Ai drópu einar 36 mans av teimum og hildu eftir teimum frá portrinum líka at grótbrotunum og høgdu teir niður í líðini; tá fall ræðsla á fólkið, og teir mistu so heilt mótið.
6 Josva skræddi klæði síni og fall til jarðar á andlit sítt framman fyri ørk HARRANS; har lá hann líka til kvølds, bæði hann og hinir elstu í Ísrael, og teir stroyddu mold á høvd síni.
7 Og Josva segði: "Á Harri HARRI! Hví lætst Tú hetta fólk fara um Jordan, táið Tú ætlaði at geva okkum í hendur Amorita og lata okkum ganga til grundar? Høvdu vit bert gjørt av at verða verandi hinumegin Jordan!
8 Hoyr meg, Harri! Hvat skal eg siga, nú Ísrael hevur noyðst at flýggja fyri fíggindum sínum!
9 Táið Kána’anitar og allir, sum í landinum búgva, fáa hetta at frætta, so kringseta teir okkum og strika út navn okkara av jørðini! Og hvat fert Tú tá at gera við stóra navn Títt!"
10 Men HARRIN svaraði Josva: "Reis teg! Hví liggur tú her á andliti tínum!
11 Ísrael hevur syndað og brotið sáttmála Mín, sum Eg gjørdi við teir; teir hava tikið av tí bannlýsta; teir hava stolið og fjalt tað stolna; teir hava fjalt tað millum tað, sum teir hava í viðføri.
12 Tí kunnu Ísraelsmenn ikki standa seg móti fíggindum sínum, men noyðast at flýggja fyri teimum - tí teir eru sjálvir komnir undir bann; fáa tit ikki alt tað bannlýsta burtur frá tykkum, so verði Eg ikki við tykkum longur!
13 Reis teg tí, lat fólkið halga seg, sig við tey: "Halgið tykkum til í morgin! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: "Bannlýst góðs er hjá tær, Ísrael! Tú kanst ikki standa teg ímóti fíggindum tínum, fyrrenn tit fáa alt tað bannlýsta burtur frá tykkum!"
14 Í morgin ári skulu tit stíga fram, ein ættin fyri og onnur eftir; tann ætt, ið HARRIN tá letur verða rakta, skal stíga fram, ein slektin fyri og onnur eftir; tann slekt, ið HARRIN so letur verða rakta, skal stíga fram, eitt húsið fyri og annað eftir; og tað hús, ið HARRIN nú letur verða rakt, skal stíga fram, maður eftir mann.
15 Tann, ið tá tað bannlýsta verður funnið hjá, skal verða brendur, bæði hann og alt, ið hansara er, aftur fyri at hann hevur brotið sáttmála HARRANS og gjørt skemdargerð í Ísrael!""
16 Tíðliga morgunin eftir læt so Josva Ísrael stíga fram, eina ættina fyri og aðra eftir; og ætt Juda varð rakt.
17 So læt hann slektirnar í Juda stíga fram, og zera’itaslektin varð rakt. Nú læt hann zera’itaslektina stíga fram, mann eftir mann, og Zabdi varð raktur.
18 Síðani læt hann hús hansara stíga fram, mann eftir mann, og Akan, sonur Karmi, son Zabdi, son Zera, av ætt Juda, varð raktur.
19 Tá segði Josva við Akan: "Sonur mín! Gev HARRANUM Gudi Ísraels dýrdina og játta fyri Honum - sig mær, hvat tú hevur gjørt, dyl einki fyri mær!"
20 Akan svaraði Josva: "Ja, víst havi eg syndað móti HARRANUM Gudi Ísraels! Hetta er tað, ið eg havi gjørt:
21 Eg sá uppi í herfonginum dýran bábyloniskan kappa, 200 seklar av silvuri og eina gulltungu, ið vigaði 50 seklar; hesum fekk eg hug á og tók tað; tað liggur grivið niður í jørðina undir tjaldi mínum, silvurið niðast."
22 Josva sendi nú nakrar menn avstað, og teir skundaðu sær til tjaldið; har funnu teir tað fjalt í tjaldi hansara, silvurið niðast.
23 Teir tóku tað tá út úr tjaldinum og høvdu tað við sær til Josva og allar Ísraelsmenn og løgdu tað fram fyri ásjón HARRANS.
24 Josva og alt Ísrael saman við honum tóku nú Akan, son Zera, og silvurið, kappan og gulltunguna, synir og døtur hansara, neyt, esil, smáfæ og tjald hansara og alt, ið hann átti, og fóru niðan í Akorsdal við tí.
25 Og Josva segði: "Hví hevur tú komið okkum í vanlukku? Í dag skal HARRIN koma tær í vanlukku!" So steinaði alt Ísrael hann, og teir brendu og steinaðu tey.
26 Síðani laðaðu teir yvir hann stóra grótrúgvu, sum er har enn í dag. Tá helt brennandi vreiði HARRANS uppat. Av hesum fekk hetta stað navnið Akorsdalur, og tað eitur tað enn í dag.