Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið nú alt fólkið var komið um Jordan, segði HARRIN við Josva:
2 "Veljið tykkum tólv menn av fólkinum, ein mann av hvørji ætt,
3 og gevið teimum hetta boð: "Takið tykkum tólv steinar hiðani, mitt úr Jordan, haðani sum prestarnir eru steðgaðir, havið teir yvirum við tykkum og leggið teir, har sum tit verða verandi í nátt!""
4 Josva sendi tá boð eftir teimum tólv monnunum, ið hann hevði valt millum Ísraelsmenn - einum manni av hvørji ætt -
5 og Josva segði við teir: "Farið fyri ørk HARRANS Guds tykkara mitt út í Jordan og takið hvør sín stein á økslina, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna!
6 Hesir steinar skulu vera tekin millum tykkara. Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja: "Hvat hava hesir steinar at týða?"
7 skulu tit svara teimum: "Vatnið í Jordan steðgaði fyri sáttmálaørk HARRANS; táið hon fór út í Jordan, steðgaði vatn Jordans, og hesir steinar skulu til ævigar tíðir vera Ísraelsmonnum minni um hetta.""
8 Ísraelsmenn gjørdu nú, sum Josva segði við teir; teir tóku tólv steinar upp úr Jordan, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna, og teir bóru teir yvirum við sær, hagar sum teir vórðu verandi ta náttina, og løgdu teir har.
9 Og úti í Jordan, har sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu stillir, har reisti Josva tólv steinar, og teir standa har enn í dag.
10 Prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu úti í Jordan, inntil alt tað, ið HARRIN hevði álagt Josva at siga við fólkið, var fullført - á allan hátt eftir tí, sum Móses hevði álagt Josva. Og fólkið skundaði sær at fara yvirum.
11 Táið nú alt fólkið var yvirum komið, fóru ørk HARRANS og prestarnir yvirum og fóru fram um fólkið.
12 Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse fóru vápnaðir yvirum á odda hjá Ísraelsmonnum - soleiðis sum Móses hevði sagt við teir;
13 um 40 000 mans í tali, vápnaðir til bardaga, hildu teir yvir á Jerikoheiðar fyri ásjón HARRANS til bardaga.
14 Henda dagin gjørdi HARRIN Josva stóran í eygum als Ísraels; og tey óttaðust hann alla ævi hansara, júst sum tey høvdu óttast Móses.
15 Nú segði HARRIN við Josva:
16 "Sig við prestarnar, ið bera vitnisburðarørkina, at teir skulu koma upp úr Jordan!"
17 Josva gav so prestunum hetta boð: "Komið upp úr Jordan!"
18 Prestarnir, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, komu nú upp úr Jordan, og tað var ikki meir, enn teir høvdu sett føturnar á turt land, tá fall vatnið í Jordan aftur á stað sítt og fløddi sum frammanundan yvir allar bakkar sínar.
19 Tað var tann tíggjunda í fyrsta mánaði, at fólkið kom upp úr Jordan, og tey reistu tjøldini við Gilgal, eystast í landinum, sum hoyrdi til Jeriko.
20 Har í Gilgal reisti Josva hinar tólv steinarnar, ið teir høvdu tikið upp úr Jordan.
21 Og hann segði við Ísraelsmenn: "Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja fedrar sínar: "Hvat hava hesir steinar at týða?"
22 skulu tit siga børnum tykkara frá tí: "Ísrael gekk á turrum um Jordan her;
23 tí HARRIN Gud tykkara læt vatnið í Jordan torna upp fyri tykkum, inntil tit vóru yvirum komin, eins og HARRIN Gud tykkara gjørdi við Reyðahav, sum Hann læt torna upp fyri okkum, inntil vit vóru yvirum komin
24 - fyri at øll fólk á jørðini skulu sanna, at hond HARRANS er sterk, og fyri at tit allar dagar skulu óttast HARRAN Gud tykkara.""