Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Síðani stevndi Josva øllum ættum Ísraels saman í Sikem; hann sendi boð eftir hinum elstu í Ísrael, høvdingunum, dómarunum og umsjónarmonnunum, og teir stigu fram fyri ásjón Guds.
2 So segði Josva við alt fólkið: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: "Hinumegin Ánna búðu í forðum fedrar tykkara - Tara, faðir Ábraham og Nakor - og teir dýrkaðu fremmandar gudar.
3 Men Eg tók Ábraham, faðir tykkara, burtur úr landinum hinumegin Ánna og læt hann ferðast um alt Kána’ansland; og Eg gjørdi avkom hansara fjølment og gav honum Ísak.
4 Ísaki gav Eg Jákup og Esau; og Eg gav Esau Se’irsfjøll í ogn, men Jákup og synir hansara fóru suður til Egyptalands.
5 Síðani sendi Eg Móses og Áron, og Eg sló Egyptaland við plágum - sum tit vita, at Eg gjørdi har; og so leiddi Eg tykkum út.
6 Táið Eg nú leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi, komu tit at havinum; men Egyptar hildu eftir fedrum tykkara við vagnum og hestmonnum líka at Reyðahavi.
7 Tá róptu teir til HARRAN, og Hann setti myrkur millum tykkum og Egyptar og læt havið falla yvir teir, so tað fjaldi teir. Við egnum eygum sóu tit tað, ið Eg gjørdi í Egyptalandi. Síðani vóru tit langa tíð í oyðimørkini.
8 So leiddi Eg tykkum inn í land Amorita, sum búðu hinumegin Jordan; teir bardust við tykkum, men Eg gav teir í hendur tykkara, so tit tóku land teirra í ogn; og Eg oyddi teir fyri tykkum.
9 Tá reistist Balak, sonur Zippor, kongurin í Móab, og herjaði á Ísrael; og hann sendi boð eftir Bileam, syni Beor, at banna tykkum.
10 Men Eg vildi ikki lurta eftir Bileam, og hann noyddist at signa tykkum; soleiðis bjargaði Eg tykkum av hondum hansara.
11 Síðani fóru tit um Jordan og komu til Jeriko, og teir, sum í Jeriko búðu - Amoritar, Perizitar, Kána’anitar, Hetitar, Girgasitar, Hevitar og Jebusitar - lupu á tykkum; men Eg gav teir í hendur tykkara.
12 Eg sendi hvepsar undan tykkum, og teir róku teir út fyri tykkum - á sama hátt sum báðar amoritakongarnar; tað var ikki við svørði og boga tínum, teir vórðu riknir út!
13 Og Eg gav tykkum land, ið tú einki stríð hevur havt av, og býir, ið tit ikki hava bygt, og tit búsettust í teimum; tit eta úr víngørðum og av oljutrøum, sum tit ikki hava plantað."
14 Óttist tí nú HARRAN og tænið Honum av sonnum hjarta og í trúskapi! Kastið frá tykkum gudarnar, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna og í Egyptalandi, og tænið HARRANUM!
15 Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna - gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!"
16 Tá svaraði fólkið: "Tað er minni enn so, at vit fara at venda HARRANUM bakið og dýrka fremmandar gudar!
17 Nei, HARRIN er Gud okkara, Hann, sum leiddi okkum og fedrar okkara út av Egyptalandi, úr trælahúsinum, gjørdi hini stóru tekin fyri eygum okkara og varðaði okkum á øllum vegnum, ið vit gingu, og millum øll fólkini, vit ferðaðust gjøgnum.
18 HARRIN rak út fyri okkum øll hesi fólk og Amoritar, sum í landinum búðu. Tí skulu vit eisini tæna HARRANUM, tí Hann er Gud okkara!"
19 Josva segði við fólkið: "Tit fara ikki at kunna tæna HARRANUM, tí Hann er heilagur Gud; álvarsamur Gud er Hann; Hann fer ikki at tola lógbrot og syndir tykkara.
20 Táið tit venda HARRANUM bakið og dýrka fremmandar gudar, fer Hann at venda Sær burtur og lata tykkum gangast illa og forkoma tykkum - Hann, sum frammanundan gjørdi tykkum væl."
21 Men fólkið svaraði Josva: "Nei, HARRANUM skulu vit tæna!"
22 Tá segði Josva við fólkið: "So eru tit tá vitni móti tykkum sjálvum um, at tit hava valt HARRAN og skulu tæna Honum!" Teir svaraðu: "Ja, tað eru vit vitni um!"
23 Hann segði: "So kastið frá tykkum hinar fremmandu gudar, ið tit hava millum tykkara, og boyggið hjarta tykkara til HARRAN Gud Ísraels!"
24 Tá svaraði fólkið Josva: "HARRANUM Gudi okkara skulu vit tæna, og orð Hansara skulu vit akta!"
25 Henda dagin gjørdi Josva sáttmála við fólkið og setti teimum lóg og rætt har í Sikem.
26 Josva skrivaði hesi orð í lógbók Guds; og hann tók stóran stein og reisti hann har undir eikini, ið stóð hjá halgidómi HARRANS.
27 Josva segði við alt fólkið: "Hesin steinur skal vera vitni móti tykkum; tí hann hevur hoyrt øll orðini, ið HARRIN hevur talað við okkum; og hann skal vera vitni móti tykkum, at tit skulu ikki avnokta Gud tykkara."
28 So læt Josva fólkið fara, hvønn til arvalut sín.
29 Nakað eftir hetta doyði Josva, sonur Nun, tænari HARRANS, 110 ára gamal.
30 Teir jarðaðu hann á arvaluti hansara, í Timnat-Sera, sum liggur í Efra’imsfjøllum, norðan fyri Ga’asfjall.
31 Ísrael tænti HARRANUM, so leingi sum Josva livdi, og so leingi sum allir hinir elstu livdu - sum livdu eftir Josva, og sum vitstu um øll verkini, ið HARRIN hevði gjørt fyri Ísrael.
32 Bein Jósefs, sum Ísraelsmenn høvdu havt við úr Egyptalandi, jarðaðu teir við Sikem, á markini, sum Jákup hevði keypt frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri 100 kesitar, og sum synir Jósef høvdu fingið í ogn.
33 Eleazar, sonur Áron, doyði; og teir jarðaðu hann í Gibea - býnum, sum Pinehas, sonur hansara, átti, sum var givin honum í Efra’imsfjøllum.