Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið nú long tíð var gingin, eftir at HARRIN hevði givið Ísrael frið fyri øllum fíggindum teirra rundanum, og Josva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki,
2 sendi Josva boð eftir øllum Ísrael, hinum elstu teirra, høvdingum teirra, dómarum teirra og umsjónarmonnum teirra, og segði við teir: "Nú eri eg vorðin gamal og havi mong ár á baki.
3 Tit hava sæð alt, ið HARRIN Gud tykkara hevur gjørt við øll hesi fólk, sum Hann rak út fyri tykkum - tí tað var HARRIN Gud tykkara, sum bardist fyri tykkum.
4 Nú havi eg við lutakasti skift tykkum til arvalut fólkini, ið enn eru eftir, eftir ættum tykkara, og somuleiðis øll fólkini, ið eg havi týnt, frá Jordan at Stórahavi í vestri.
5 HARRIN Gud tykkara skal sjálvur styggja tey burtur og reka tey út fyri tykkum, og tit skulu taka land teirra í ogn - soleiðis sum HARRIN Gud tykkara hevur lovað tykkum.
6 Verið tí nú fastir í at halda og gera alt tað, sum skrivað stendur í lógbók Mósesar - víkið ikki frá tí, hvørki til høgru ella til vinstru!
7 Blandið tykkum ikki við hesi fólkasløg, ið enn eru eftir hjá tykkum! Nøvn guda teirra mugu tit ikki taka á tunguna, ei heldur svørja um teir, ikki dýrka teir og ikki tilbiðja teir.
8 Nei, HARRAN Gud tykkara skulu tit halda tykkum til - eins og tit hava gjørt líka til henda dag.
9 Tí hevur HARRIN eisini rikið út fyri tykkum stór og sterk fólk, og eingin hevur verið mentur at standa seg móti tykkum til henda dag.
10 Ein tykkara noyddi túsund at flýggja; tí tað var HARRIN Gud tykkara, ið bardist fyri tykkum - so sum Hann hevði lovað tykkum.
11 Varðið tykkum tí væl - so satt sum tit hava lív tykkara kært - og elskið HARRAN Gud tykkara!
12 Tí venda tit tykkum frá Honum og halda tykkum til hesi fólkasløg - tey av teimum, ið enn eru eftir hjá tykkum - svága tykkum við tey og blanda tykkum við tey - og tey við tykkum -
13 tá skulu tit vita fyri vist, at HARRIN Gud tykkara skal ikki eftir tað reka hesi fólk burtur fyri tykkum; nei, tey skulu verða tykkum snerra og fella, koyril til bak tykkara og tornir í eygum tykkara - inntil tit eru oydd av hesum góða landi, ið HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum.
14 Tit síggja, eg fari nú tann veg, ið alt her á foldum fer; men tit mugu av øllum hjarta tykkara og av allari sál tykkara sanna, at ikki so mikið sum eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN Gud tykkara hevur lovað viðvíkjandi tykkum; tey eru øll somul gingin út fyri tykkum, ikki so mikið sum eitt orð av teimum hevur svitast.
15 Men eins og alt tað góða, ið HARRIN Gud tykkara lovaði tykkum, er gingið út fyri tykkum, so skal HARRIN eisini lata alt tað, ið Hann hevur hótt við, koma yvir tykkum, inntil Hann hevur oytt tykkum úr hesum góða landi, ið HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum.
16 - Táið tit bróta sáttmála HARRANS Guds tykkara, sum Hann hevur gjørt við tykkum, og fara at dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir, skal vreiði HARRANS tendrast móti tykkum, og tit skulu - og tað skjótt - verða týnd úr hinum góða landi, ið Hann hevur givið tykkum!"