Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 HARRIN talaði við Josva og segði:
2 "Tala við Ísraelsmenn og sig: "Latið nú griðstaðirnar, ið Eg við Mósesi talaði við tykkum um,
3 fyri at manndrápari, sum av misgáum - uttan at hann ætlaði tað - drepur onkun, kann flýggja hagar! Tit skulu hava teir manndráparanum til griðstaðir, táið hann flýggjar undan blóðhevnaranum.
4 Hann skal flýggja til ein av hesum býum og standa í inngongd býportursins og leggja mál sítt fram fyri hinar elstu í býnum; teir skulu tá taka hann inn til sín í býin og lata hann fáa stað at búgva hjá sær.
5 Táið so blóðhevnarin kemur eftir honum, skulu teir ikki geva manndráparan í hendur hansara; tí tað var av misgáum, hann drap næsta sín, og uttan at hava borið hatur til hansara frammanundan.
6 Hann skal so verða búgvandi har í býnum, inntil hann hevur staðið fyri samkomuni til dóms, og inntil høvuðspresturin, ið tá livir, er deyður; tá kann manndráparin fara aftur í bý sín og hús sítt, í býin, sum hann er flýddur úr.""
7 Teir halgaðu tá: Kedes í Galilea, í Naftalifjøllum, Sikem í Efra’imsfjøllum og Kirjat-Arba - tað er Hebron - í Judafjøllum.
8 Hinumegin Jordan - sum rennur eystan fyri Jeriko - lótu teir: Av ætt Rubens Bezer í oyðimørkini, á slættlendinum, av ætt Gads Ramot í Gilead og av ætt Manasse Golan í Basan.
9 Hetta vóru býirnir, ið ásettir vórðu til griðstaðir øllum Ísraelsmonnum og hinum fremmandu, ið millum teirra búðu, so ein og hvør, sum av misgáum drap onkun, kundi flýggja hagar og ikki koma at doyggja fyri hond blóðhevnarans, áðrenn hann hevði staðið fyri samkomuni til dóms.