Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Josva, sonur Nun, sendi loyniliga tveir njósnarar úr Sittim og segði: "Farið og kannið landið, serliga Jeriko!" Teir fóru so avstað og komu inn hjá eini skøkju, ið æt Rahab, og løgdu seg til hvíldar har.
2 Boð vórðu nú borin konginum í Jeriko: "Higar eru komnir í nátt nakrir Ísraelsmenn at kanna landið!"
3 Tá sendi kongurin í Jeriko boð til Rahab og læt siga: "Út við monnunum, ið til tín eru komnir, og sum tú hevur hýst! Teir eru komnir at kanna alt landið."
4 Men kvinnan tók og fjaldi menninar báðar, og so svaraði hon: "Jú, víst komu menninir til mín, men eg vitsti ikki, hvaðani teir vóru;
5 og í skýmingini, táið portrið skuldi læsast, fóru menninir avstað; eg veit ikki, hvar teir fóru. Skundið tykkum og haldið eftir teimum, so munnu tit fara at fáa teir aftur!"
6 Men hon hevði latið teir fara upp á takið og fjalt teir undir línstelkunum, ið hon hevði liggjandi ristar har á takinum.
7 Menninir hildu nú eftir teimum leiðina at Jordan, til vaðini; og portrið varð stongt, við tað sama sum teir, ið hildu eftir teimum, vóru farnir avstað.
8 Men áðrenn njósnararnir vóru lagstir, fór hon upp á takið til teirra;
9 og hon segði við teir: "Eg veit, at HARRIN hevur givið tykkum landið; tí ræðsla fyri tykkum er komin á okkum, ja, angist fyri tykkum er á øllum, sum í landinum búgva.
10 Vit hava frætt, hvussu HARRIN turkaði upp vatnið í Reyðahavi fyri tykkum, táið tit fóru út av Egyptalandi, og vit hava frætt tað, ið tit gjørdu við báðar amoritakongarnar hinumegin Jordan, Sihon og Og, sum tit slógu við banni.
11 Táið vit frættu hetta, varð hjarta okkara fult av angist, og eingin er meir, sum hevur mót at fara ímóti tykkum; tí HARRIN Gud tykkara, Hann er Gud, bæði uppi í Himli og niðri á jørðini.
12 Gerið mær tí nú eið um HARRAN, at tit skulu vísa fedrahúsi mínum miskunn, eins og eg havi víst tykkum miskunn, og gevið mær álítandi tekin um hetta
13 - at tit skulu lata faðir mín og móður mína, brøður og systrar mínar og øll teirra sleppa at liva og bjarga okkum undan deyðanum!"
14 Menninir svaraðu henni: "Við okkara egna lívi skulu vit svara fyri tykkara! So satt sum tit ongan lata fáa at vita um ørindi okkara, so skulu vit, táið HARRIN gevur okkum landið, vísa tær miskunn og trúfesti."
15 So sígdi hon teir niður úr vindeyganum í togi; tí hús hennara stóð við býmúrin, hon búði úti við múrin.
16 Og hon segði við teir: "Haldið í fjøllini, so teir, ið leita eftir tykkum, finna tykkum ikki, og krógvið tykkum har í tríggjar dagar, inntil teir koma aftur! So kunnu tit fara leið tykkara!"
17 Nú søgdu menninir við hana: "Gert tú ikki, sum vit nú siga, so eru vit leysir frá eiðinum, ið tú lætst okkum svørja:
18 Táið vit koma inn í landið, skalt tú binda henda reyða tráðin í vindeygað, sum tú hevur sígt okkum niður úr, og so savnar tú faðir tín og móður tína, brøður tínar og alla ætt tína inn í húsið til tín.
19 Ein og hvør, ið fer út um húsdyr tínar, blóð hansara skal koma yvir hansara egna høvd, og vit eru sakleysir; men verður hond løgd á nakran, ið hjá tær er í húsinum, so skal blóð hansara koma yvir høvd okkara.
20 Og letur tú nakran fáa nakað at vita um ørindi okkara, so eru vit leysir frá eiðinum, ið tú lætst okkum svørja."
21 Hon svaraði: "Latið vera, sum tit siga!" So læt hon teir fara, og teir fóru avstað. Hon bant so tann reyða tráðin í vindeygað.
22 Teir fóru nú og komu sær niðan í fjøllini; har vórðu teir í tríggjar dagar, inntil teir, ið leitaðu, vóru afturvendir. Teir leitaðu allastaðni eftir vegnum, men funnu teir ikki.
23 So fóru teir báðir menninir heimaftur; teir fóru oman úr fjøllunum, gingu um ánna og komu til Josva, son Nun; honum søgdu teir alt, ið hent teir hevði.
24 Og teir søgdu við Josva: "HARRIN hevur givið alt landið í hendur okkara; øll, sum í landinum búgva, ræðast okkum!"