Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Annar lutur fall á Símeon, á ætt Símeonita, eftir slektum hennara. Arvaluturin, ið hon fekk, lá inni í arvaluti Judamanna.
2 Til arvalut hennara hoyrdu: Be’erseba, Seba, Molada,
3 Hazar-Sual, Bala, Ezem,
4 Eltolad, Betul, Horma,
5 Ziklag, Bet-Markabot, Hazar-Susa,
6 Bet-Lebaot og Saruhen - 13 býir við bygdunum, ið til hoyrdu -
7 Ajin, Rimmon, Eter og Asan - 4 býir við bygdunum, ið til hoyrdu -
8 haraftrat allar bygdirnar, ið lógu rundan um hesar býir, líka til Ba’alat-Be’er, Rama í Suðurlandinum. Hetta var arvaluturin, ið ætt Símeonita fekk eftir slektum sínum.
9 Av partinum, ið Judamenn høvdu fingið, varð arvalutur Símeonita tikin; tí partur Judamanna var ov stórur til teirra; tí fingu Símeonitar arvalut sín inni í arvaluti teirra.
10 Triði lutur fall á Zebulonitar eftir slektum teirra. Mark arvalutar teirra gekk at Sarid;
11 og mark teirra gekk fyri vestan niðan til Marala, bar við Dabbeset og gekk at løkinum, ið rennur eystan fyri Jokneam.
12 Fyri eystan - móti upprisi sólar - sneiddi tað frá Sarid at landamarkum Kislot-Tabors, haðani til Daberat og haðani niðan til Jafia.
13 Haðani gekk tað eystureftir - móti upprisi sólar - yvir til Gat-Hefer og Et-Kazin, síðani til Rimmon, sum gongur líka at Nea.
14 So sneiddi markið norðureftir, til Hannaton, og endaði í dalinum við Jifta-El.
15 Harumframt fingu teir Kattat, Nahalal, Simron, Jidala og Betlehem - í alt 12 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
16 Hetta var arvalutur Zebulonita eftir slektum teirra, hesir býirnir við bygdunum, ið til hoyrdu.
17 Fjórði lutur fall á Issakar, á Issakaritar eftir slektum teirra.
18 Í landi teirra lógu: Jizre’el, Kesullot, Sunem,
19 Hafarajim, Sion, Anaharat,
20 Rabbit, Kisjon, Ebez,
21 Remet, En-Gannim, En-Hadda og Bet-Pazzez.
22 Markið bar við Tabor, Sahazuma og Bet-Semes og gekk síðani líka í Jordan. Tilsamans vóru tað 16 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
23 Hetta var arvaluturin, ið ætt Issakarita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
24 Fimti lutur fall á ætt Aserita eftir slektum hennara.
25 Í landi hennara lógu: Helkat, Hali, Beten, Aksaf,
26 Alammelek, Amad og Misal; og markið náddi vestur at Karmel og Sihor-Libnat.
27 So sneiddi tað eystureftir, til Bet-Dagon, gekk at Zebulon og dalinum við Jifta-El, norðan fyri Bet-Emek og Ne’iel, og so líka norður til Kabul.
28 Harumframt fingu teir Ebron, Rehob, Hammon og Kana, líka til Stóra Sidon.
29 Nú sneiddi markið til Rama og gekk líka at hinum víggirda staði Týrus, sneiddi so til Hosa og gekk síðani líka í sjógvin, ikki langt frá Akzib.
30 Harumframt fingu teir Umma, Afek og Rehob - í alt 22 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
31 Hetta var arvaluturin, ið ætt Aserita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
32 Sætti lutur fall á Naftalitar, á Naftalitar eftir slektum teirra.
33 Mark teirra gekk frá Helef, frá eikini við Za’anannim til Adami-Nekeb og Jabne’el, líka til Lakkum og síðani líka í Jordan.
34 So sneiddi markið vestureftir, til Aznot-Tabor, gekk haðani til Hukkok, bar fyri sunnan við Zebulon, fyri vestan við Aser og fyri eystan við Juda, við Jordan.
35 Av víggirdum býum vóru: Ziddim, Zer, Hammat, Rakkat, Kinneret,
36 Adama, Rama, Hazor,
37 Kedes, Edre’i, En-Hazor,
38 Jiron, Migdal-El, Horem, Bet-Anat og Bet-Semes - í alt 19 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
39 Hetta var arvaluturin, ið ætt Naftalita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
40 Sjeyndi lutur fall á ætt Danita eftir slektum hennara.
41 Í landinum, sum hon fekk í arvalut, lógu: Zora, Estaol, Ir-Semes,
42 Sa’alabbin, Ajalon, Jitla,
43 Elon, Timna, Ekron,
44 Elteke, Gibbeton, Ba’alat,
45 Jehud, Bene-Berak, Gat-Rimmon,
46 Me-Jarkon og Rakkon, harumframt landið yvir ímóti Jafo.
47 Men land Danita royndist teimum ov trongt; tí fóru Danitar og herjaðu á Lesem, tóku tað og slógu tað við svørði; síðani tóku teir tað í ogn og búsettust har og góvu Lesem navnið Dan, eftir Dan, ættarfaðir sínum.
48 Hetta var arvaluturin, ið ætt Danita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
49 Nú vóru teir so lidnir at skifta landið at ytstu landamarkum. Og Ísraelsmenn góvu Josva, syni Nun, arvalut ímillum sín;
50 eftir boði HARRANS góvu teir honum býin, ið hann bað um, Timnat-Sera í Efra’imsfjøllum; hann bygdi býin upp og búsettist har.
51 Hetta vóru arvalutirnir, ið Eleazar prestur, Josva, sonur Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna við lutakasti skiftu í Silo fyri ásjón HARRANS, fyri durum samkomutjaldsins. So vóru teir nú lidnir at skifta landið.