Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 So fekk ætt Manasse arvalut sín; tí hann var hin frumborni Jósefs. Makir, frumborni sonur Manasse, ættarfaðir Gileadita, fekk Gilead og Basan, tí hann var bardagamaður.
2 Hinir Manassitarnir fingu eisini arvalut eftir slektum sínum - synir Abiezer, Helek, Asriel, Sekem, Hefer og Semida; hetta vóru eftirkomarar Manasse, sonar Jósefs, á manssíðuni, eftir slektum teirra.
3 Men Zelofhad, sonur Hefer, son Gilead, son Makir, son Manasse, hann átti ongar synir, bert døtur; og døtur hansara itu Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza.
4 Tær stigu fram fyri Eleazar prest, Josva, son Nun, og høvuðsmenninar og søgdu: "HARRIN segði við Móses, at hann skuldi geva okkum arvalut millum brøður okkara!" Tær fingu so eftir orði HARRANS arvalut millum faðirbrøður sínar.
5 Soleiðis lutaðist Manasse tíggju partar - umframt landið Gilead og Basan hinumegin Jordan
6 - við tað at døtur Manasse fingu arvalut millum synir hansara. Men landið Gilead høvdu hinir av eftirkomarum Manasse fingið.
7 Mark Manasse gekk frá Aser til Mikmetat, sum liggur beint yvir av Sikem; so gekk markið til høgru, til teirra, sum búðu í En-Tappua.
8 Manasse fekk landspartin Tappua, men býin Tappua við mark Manasse, hann fingu Efra’imitar.
9 So gekk markið oman at Kanaløki - sunnan fyri løkin; men býirnar har fekk Efra’im, tóat teir lógu mitt ímillum býir Manasse. Haðani gekk mark Manasse norðan fyri løkin og síðani líka í sjógvin.
10 Alt, ið sunnanfyri lá, átti Efra’im, og tað, ið norðanfyri lá, átti Manasse, og havið varð mark hansara; fyri norðan lógu lond teirra móti Aser, og fyri eystan móti Issakar.
11 Í Issakar og Aser fekk Manasse Bet-Sean við smábýunum, ið til hoyrdu, Jibleam við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í Dor við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í En-Dor við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í Ta’anak við smábýunum, ið til hoyrdu, og tey, sum búðu í Megiddo við smábýunum, ið til hoyrdu - tær tríggjar hæddirnar.
12 Men Manassitar vóru ikki mentir at taka hesar býir; tað eydnaðist Kána’anitum at verða búgvandi har í landinum.
13 Seinni, táið Ísraelsmenn styrknaðu, noyddu teir Kána’anitar at træla hjá sær, men burtur róku teir teir ikki.
14 Tá tóku synir Jósef til orða og søgdu við Josva: "Hví hevur tú ikki givið mær meir enn ein lut og ein part í óðal, eg, sum tó eri fjølmentur, soleiðis sum HARRIN higartil hevur signað meg?"
15 Josva svaraði teimum: "Ert tú fjølmentur, far tá niðan í skógin og rudda tær jørð har, í landi Perizita og Refa’ita - síðani fjallaland Efra’ims er tær ov trongt!"
16 Men synir Jósef søgdu: "Fjallalandið er okkum ikki nóg mikið, og Kána’anitar, ið á slættlendinum búgva, hava allir jarnvagnar, bæði teir, sum búgva í Bet-Sean við smábýunum, ið til hoyra, og teir, sum búgva í Jizre’elsdali!"
17 Tá segði Josva við hús Jósefs, við Efra’im og Manasse: "Tú ert fjølmentur og hevur nógva styrki - tú skalt ikki hava bert ein part;
18 nei, tú skalt fáa eitt fjallaland; og við tað at skógur er har, skalt tú høgga hann niður, og landið har skal vera títt heilt út at ytsta marki; tí Kána’anitar skalt tú reka burt, um teir so hava jarnvagnar, og um teir so eru sterkir!"