Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Luturin, ið synir Jósef fingu, gekk frá Jordan við Jeriko, eystur um vatnið við Jeriko, gjøgnum oyðimørkina, ið hækkar frá Jeriko niðan á fjøllini, til Betel.
2 Úr Betel gekk markið til Luz og síðani yvir at landamarki Arkita, til Atarot.
3 So gekk tað vestureftir, oman at landamarki Jafletita, til landamark Niðara-Bet-Horons, til Gezer og síðani líka í sjógvin.
4 Hetta var arvaluturin, ið synir Jósef, Manasse og Efra’im, fingu.
5 Efra’imitar fingu, eftir slektum sínum, mark síni soleiðis: Fyri eystan gekk mark arvalutar teirra frá Atrot-Addar líka at Ovara-Bet-Horon
6 og síðani líka í sjógvin. Fyri norðan var Mikmetat mark. Haðani sneiddi markið eystureftir, til Ta’anat-Silo, og longur eystur, til Janoa.
7 Úr Janoa gekk tað oman at Atarot og Na’ara, bar við Jeriko og gekk síðani í Jordan.
8 Úr Tappua gekk markið vestureftir, at Kanaløki og síðani líka í sjógvin. - Hetta var arvaluturin, ið ætt Efra’imita fekk eftir slektum sínum.
9 Haraftrat komu býirnir, ið frá vórðu skildir Efra’imitum inni í arvaluti Manassita, bæði býirnir og bygdirnar, ið til hoyrdu.
10 Men Kána’anitar, sum í Gezer búðu, róku teir ikki burtur, so at Kána’anitar vórðu búgvandi millum Efra’imitar - og gera tað enn í dag - men vórðu trælir við arbeiðsskyldu.