Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið Jabin, kongurin í Hazor, frætti hetta, sendi hann boð til Jobab, kongin í Madon, til kongin í Simron, til kongin í Aksaf
2 og til kongarnar, ið búðu fyri norðan, í fjallalandinum, á slættlendinum sunnan fyri Kinneret, í láglendinum og á Dorhæddum úti við havið,
3 til Kána’anitar, bæði fyri eystan og fyri vestan, til Amoritar, Hetitar, Perizitar og Jebusitar í fjallalandinum og til Hevitar niðri undir Hermon í Mizpalandi.
4 Teir hildu tá avstað við øllum herum sínum; tað var mannfjøld, so mikil í tali sum sandur á sjóvarstrond, og hestar og vagnar í hópatali.
5 Allir hesir kongar tóku seg saman og komu og tóku allir støðu við Meromsvatn at berjast við Ísrael.
6 Tá segði HARRIN við Josva: "Ræðst teir ikki! Um hesa tíðina í morgin skal Eg lata teir allar liggja falnar framman fyri Ísrael; hestum teirra skalt tú skera hásinurnar av á, og vagnar teirra skalt tú brenna."
7 Josva við øllum heri sínum kom nú óvart á teir við Meromsvatn og gjørdi álop á teir.
8 Og HARRIN gav teir í hendur Ísraels; teir vunnu sigur á teimum og eltu teir líka til Stóra Zidon og til Misrefot-Majim og líka eystur í Mizpedal; teir høgdu teir niður og lótu ikki ein liva og sleppa undan.
9 Josva gjørdi við teir, sum HARRIN hevði sagt við hann; hestum teirra skar hann hásinurnar av á, og vagnar teirra brendi hann.
10 Við tað sama fór Josva aftur og tók Hazor, og kongin har drap hann við svørði - Hazor var í forðum høvuðsstaður hjá øllum hesum kongaríkjum.
11 Hvørja sál, ið har var, høgdu teir niður við svørði og slógu býin við banni; eingin varð eftir, sum dró anda. Hazor brendi hann.
12 Allar hinar kongabýirnar við øllum kongum teirra tók Josva, og hann høgdi tey niður við svørði og sló tey við banni - eins og Móses, tænari HARRANS, hevði givið boð um.
13 Tó brendi Ísrael ongan av býunum, ið stóðu uppi á hæddum - ongan uttan Hazor; hann brendi Josva.
14 Fæið og alt annað, ið rænt varð úr hesum býum, høvdu Ísraelsmenn sjálvir sum herfong; men fólkið høgdu teir alt niður við svørði, inntil teir høvdu oytt tey; ongan, ið dró anda, lótu teir verða eftir.
15 Tað, ið HARRIN hevði álagt Mósesi, tænara Sínum, hevði Móses álagt Josva, og so gjørdi Josva; hann læt einki verða ógjørt av øllum tí, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
16 Soleiðis tók Josva alt hetta land, fjallalandið, alt Suðurlandið, landspartin Gosen, láglendið og slættlendið, somuleiðis Ísraelsfjøll og láglendið har,
17 frá Halakfjalli, ið hækkast móti Se’ir, til Ba’al-Gad í Libanonsdali undir Hermonfjalli; allar kongarnar har hertók hann og høgdi teir niður og drap teir.
18 Í langa tíð var Josva í orrustu við allar hesar kongar.
19 Ikki var ein býur, sum við góðum yvirgav seg til Ísraelsmenn, uttan Hevitar, sum búðu í Gibeon; alt samalt tóku teir í hernaði.
20 Tí HARRIN læt so vera, at teir herdu hjarta sítt og fóru í bardaga móti Ísrael - so teir skuldu verða slignir við banni og onga náði fáa, men verða lagdir í oyði, eins og HARRIN hevði álagt Mósesi.
21 Um hesa tíðina fór Josva og oyddi Anakitar í fjallalandinum, í Hebron, í Debir, í Anab og úr øllum Judafjøllum og Ísraelsfjøllum; Josva sló teir og býir teirra við banni.
22 Eingir Anakitar vórðu eftir í landi Ísraelsmanna; bert í Gaza, Gat og Asdod vórðu nakrir eftir.
23 Soleiðis tók Josva alt landið - júst sum HARRIN hevði sagt við Móses; og Josva gav Ísrael tað í ogn eftir deildum teirra, ætt eftir ætt. Og nú hevði landið frið eftir bardagan.