Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Josva
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar:
2 "Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum!
3 Hvørt stað, ið tit seta fótin á, gevi Eg tykkum - sum Eg lovaði Mósesi.
4 Frá oyðimørkini og Libanon har norðuri líka at Stórá - ánni Frat - um alt land Hetita og líka at Stórahavi í vestri skal land tykkara náa.
5 Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.
6 Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt skifta í arv millum hetta fólk landið, ið Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum.
7 Ver tú bert heilt hugreystur og sterkur, so tú leggur tær eina við at gera eftir allari lógini, ið Móses, tænari Mín, lærdi teg! Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera!
8 Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.
9 Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera."
10 Josva gav nú umsjónarmonnum fólksins hetta boð:
11 "Gangið um alt tilhaldið og sigið við fólkið: "Gerið tykkum ferðakost til! Tí um tríggjar dagar skulu tit fara um Jordan her, so tit kunnu koma inn og taka landið, ið HARRIN Gud tykkara gevur tykkum at eiga.""
12 Við Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse segði Josva:
13 "Minnist boðið, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum, táið hann segði: "HARRIN Gud tykkara letur tykkum nú koma til hvílu og gevur tykkum hetta land."
14 - Konur tykkara, børn tykkara og fæ tykkara skulu verða verandi í landinum, sum Móses hevur givið tykkum eystan fyri Jordan; men sjálvir skulu tit, allir, sum vápnaførir eru, fara vápnaðir yvirum á odda hjá brøðrum tykkara og hjálpa teimum,
15 inntil HARRIN letur brøður tykkara koma til hvílu eins og tykkum, og eisini teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum; tá kunnu tit fara aftur til tykkara egna land og búsetast har - í landinum, sum Móses, tænari HARRANS, gav tykkum hinumegin Jordan, eystan fyri."
16 Tá svaraðu teir Josva og søgdu: "Alt tað, ið tú hevur álagt okkum, skulu vit gera, og hagar ið tú sendir okkum, skulu vit fara.
17 Sum vit í øllum hava aktað Móses, so skulu vit akta teg - bert HARRIN Gud tín verður við tær, sum Hann var við Mósesi!
18 Hvør tann, ið setur seg upp ímóti boðum tínum og aktar ikki orð tíni í øllum, sum tú áleggur honum, skal lata lív - ver bert hugreystur og sterkur!"