|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika | | Kapittul 2 | | | | 1 | Nú - viðvíkjandi komu Harra okkara Jesu Krists, og at vit skulu verða savnað til Hansara, biðja vit tykkum, brøður, |
| 2 | ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi - sum skal vera frá okkum - eins og dagur Harrans stóð fyri durunum. |
| 3 | Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin, |
| 4 | hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud. |
| 5 | Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum? |
| 6 | Og nú - tit vita, hvat ið heldur honum aftur, so hann skal ikki stíga fram fyrrenn á tíð síni. |
| 7 | Tí loynimál lógloysisins virkar longu; bert má hann, sum nú heldur aftur, fara av vegnum, |
| 8 | og tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar. |
| 9 | Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum |
| 10 | og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst. |
| 11 | Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini - |
| 12 | fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina. |
| 13 | Men skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan. |
| 14 | Til hetta kallaði Hann tykkum við evangelii okkara, fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists. |
| 15 | Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi! |
| 16 | Og Hann sjálvur, Harri okkara Jesus Kristus, og Gud, Faðir okkara, sum elskaði okkum og í náði gav okkum æviga troyst og góða vón, |
| 17 | Hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í øllum góðum verki og allari góðari talu! |
| |
|
|
|
|
|
|