|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Bræv Paulusar til samkomuna í Kolosse | | Kapittul 3 | | | | hvat,tit,gera1 | Eru tit tá uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds! |
| 2 | Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er! |
| 3 | Tit eru jú deyð, og lív tykkara er fjalt við Kristusi í Gudi. |
| 4 | Táið Kristus, lív okkara, opinberast, skulu eisini tit opinberast við Honum í dýrd. |
| 5 | Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan - og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan! |
| 6 | Fyri hetta kemur vreiði Guds. |
| 7 | Í hesum livdu tit eisini áður, táið tit høvdu lív tykkara í tí. |
| 8 | Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara. |
| 9 | Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess |
| 10 | og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap - eftir mynd Hansara, sum skapti tað! |
| 11 | Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur - nei, Kristus er alt og í øllum. |
| 12 | Latið tykkum - sum hini útvaldu, heiløgu og elskaðu Guds - í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð! |
| 13 | Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! - Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva. |
| 14 | Men yvir alt hetta - klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans! |
| 15 | Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami - og verðið takksom! |
| 16 | Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi! |
| 17 | Alt, sum tit gera í orði ella verki - gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum! |
| 18 | Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum! |
| 19 | Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær! |
| 20 | Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum! |
| 21 | Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið! |
| 22 | Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans! |
| 23 | Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju! |
| 24 | Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna. |
| 25 | Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur. |
| |
|
|
|
|
|
|