Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomurnar í Galatia
Kapittul 6
12345 6
1 Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður!
2 Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!
3 Tí um onkur heldur seg vera nakað og er tó einki, so dárar hann seg sjálvan.
4 Nei, ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er.
5 Tí ein og hvør skal bera sína egnu byrði.
6 Tann, sum upplærdur verður í orðinum, skal geva honum, ið upplærir hann, part við sær í øllum góðum.
7 Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
8 Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
9 Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
10 Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!
11 Hyggið, við hvussu stórum støvum eg havi skrivað til tykkara við míni egnu hond!
12 So mangir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir eru tað, ið tvinga tykkum at lata tykkum umskera, bert fyri ikki at verða søktir at fyri kross Kristusar.
13 Tí teir, sum umskornir eru, halda ikki lógina sjálvir heldur; men teir vilja hava tykkum at lata tykkum umskera, fyri at teir kunnu rósa sær av holdi tykkara.
14 Men eg - langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum!
15 Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur.
16 Og so mong, sum hesi reglu fylgja - yvir teimum veri friður og miskunn, og yvir Ísrael Guds!
17 Hereftir geri eingin mær ófrið! Tí eg beri merki Jesusar á likami mínum.
18 Náði Harra okkara Jesu Krists veri við anda tykkara, brøður! Amen.