Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomurnar í Galatia
Kapittul 5
1234 56
1 Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
2 Eg, Paulus, sigi tykkum, at lata tit tykkum umskera, gagnar Kristus tykkum einki.
3 Aftur vitni eg fyri hvørjum manni, ið letur seg umskera, at hann er bundin at halda alla lógina.
4 Tit eru skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir úr náðini.
5 Tí við trúgv vænta vit í Andanum tað, sum rættvísin gevur okkum vón um.
6 Í Kristi Jesusi hevur tað jú einki at týða, um ein er umskorin ella óumskorin; alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika.
7 Tit vóru á góðari leið; hvør hevur forðað tykkum at akta sannleikan?
8 Henda yvirtaling kemur ikki frá Honum, ið kallaði tykkum.
9 Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.
10 Eg havi tað álit á tykkum í Harranum, at tit onga aðra hugsan vilja hava; men tann, ið villir tykkum, skal bera dóm sín, hvør hann so er.
11 Men eg, brøður - prædiki eg enn umskering, hví liggja teir tá enn eftir mær! So er jú krossurin einki ástoyt longur!
12 Eg vildi, at teir skuldu skorið seg sjálvar sundur, teir, ið villleiða tykkum.
13 Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
14 Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan."
15 Men bíta og eta tit hvør annan, síggið tá til, at tit verða ikki etnir upp hvør av øðrum!
16 Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
17 Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
18 Og leiðast tit av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
19 Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
20 avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
21 øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan - eins og eg eisini áður havi sagt - at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
22 Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
23 spakføri, fráhald. - Móti slíkum er lógin ikki.
24 Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
25 Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
26 Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!