Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomurnar í Galatia
Kapittul 4
123 456
1 Men eg sigi: So leingi sum arvingin er barn, er eingin munur á honum og træli, tóat hann er harri yvir øllum;
2 nei, hann er undir fíggjarhaldsmonnum og húshaldarum inntil ta tíð, sum faðirin hevur ásett.
3 Soleiðis vóru eisini vit, ta tíðina vit vóru børn, trælir undir barnalærdómi heimsins.
4 Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini,
5 fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin.
6 Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: "Abba! Faðir!"
7 Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi.
8 Ta tíðina tit ikki kendu Gud, trælaðu tit undir gudunum, sum av náttúru eingir gudar eru.
9 - Og nú tit hava lært Gud at kenna, ja, tað, sum meiri er - eru kendir av Gudi, hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir!
10 Tit halda dagar, mánaðir, tíðir og ár
11 - eg eri ræddur fyri, at tað skal vera til einkis, eg havi møtt meg við tykkum!
12 Verðið sum eg! Tí eg eri jú sum tit, brøður. - Eg biði tykkum! - Tit hava ongan órætt gjørt mær.
13 Men tit vita, at tað var likamligur veikleiki hjá mær, sum gjørdi, at eg fyrstu ferð kom at kunngera tykkum evangeliið.
14 Og tað í holdi mínum, sum var tykkum til freisting, vanvirdu og skýggjaðu tit meg ikki fyri; nei, tit tóku ímóti mær sum eingli Guds, ja, sum Kristi Jesusi.
15 - Sum tit prísaðu tykkum lukkuligar tá! Tí eg gevi tykkum tann vitnisburð, at hevði tað verið møguligt, so rivu tit eyguni úr tykkum og góvu mær tey.
16 Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara við at siga tykkum sannleikan?
17 Teir royna eftir tykkum við ídni, sum ikki er av góðum; tað, teir vilja, er at fáa skilt tykkum frá, fyri at tit skulu vera ídnir fyri teimum.
18 Men gott er at vera íðin fyri tí, sum gott er, altíð, og ikki bert, táið eg eri hjá tykkum.
19 Børn míni, sum eg nú aftur føði við kvølum, inntil Kristus er vorðin sjónskur í tykkum!
20 - Eg vildi ynskt, eg var hjá tykkum nú og kundi talað við aðrari rødd; tí eg eri ráðaleysur tykkum viðvíkjandi!
21 Sigið mær, tit, sum vilja vera undir lógini, hoyra tit ikki lógina?
22 Skrivað er jú, at Ábraham átti tveir synir, ein við trælkvinnuni og ein við hini frælsu kvinnuni.
23 Sonur trælkvinnuna er føddur eftir holdinum, sonur hina frælsu kvinnuna harímóti eftir lyftinum.
24 Hetta hevur jú myndarliga merking; tí hesar kvinnur eru sáttmálarnir báðir; annar er sáttmálin av Sinaifjalli, sum føðir børn til trældóm - tað er Hagar.
25 Tí "Hagar" er Sinaifjall í Arabia og svarar til Jerúsalem, ið nú er; tí tað er í trældómi við børnum sínum.
26 Men Jerúsalem, ið omanfyri er, tað er frítt, og tað er móðir okkara.
27 Tí skrivað er: "Ver glað, tú hin ófruktbara, sum ikki føðir! Sker í og rópa, tú, sum ikki hevur verkir! Tí mong eru børn hinnar einsligu kvinnu - fleiri enn hennara, sum mann hevur."
28 - Og vit, brøður, eru børn lyftisins, eins og Ísakur.
29 Men eins og ta ferðina hann, ið føddur var eftir holdinum, lá eftir honum, ið føddur var eftir Andanum, so nú við.
30 Tó, hvat sigur skriftin? - "Rek út trælkvinnuna og son hennara! Sonur trælkvinnuna skal als ikki arva saman við syni hina frælsu kvinnu."
31 So eru vit, brøður, ikki børn trælkvinnunnar, men hinnar frælsu kvinnu.