Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomurnar í Galatia
Kapittul 3
12 3456
1 Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur gandað tykkum, tit, sum Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur!
2 Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lógverkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv?
3 So lítið skilja tit! Tit byrjaðu í Anda - fara tit nú at enda í holdi?
4 So nógv hava tit roynt til einkis - um tað tá er til einkis!
5 Hann, sum nú gevur tykkum Andan og virkar kraftargerðir tykkara millum - ger Hann tað av lógverkum ella av, at tit hoyra í trúgv!
6 - eins og jú "Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi."
7 Tí skulu tit vita, at tey, sum eru av trúgv, eru børn Ábrahams.
8 Og við tað at skriftin sá frammanundan, at tað er av trúgv, Gud rættvísger heidningarnar, so kunngjørdi hon frammanundan Ábrahami tað evangelium: "Í tær skulu øll fólkasløg verða signað!"
9 So verða tá tey, sum av trúgv eru, signað saman við hinum trúgvandi Ábrahami.
10 Tí so mong sum halda seg til lógverk, eru undir banni; skrivað er jú: "Bannaður er hvør tann, sum ikki verður verandi í øllum tí, sum skrivað er í lógbókini, so hann ger tað."
11 Og at eingin verður rættvísgjørdur fyri Gudi við lóg, er skilligt; tí "hin rættvísi skal liva av trúgv."
12 Lógin hevur einki við trúnna at gera, men: "Tann, ið ger hetta, skal liva við tí."
13 Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum - tí skrivað er: "Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi" -
14 fyri at signing Ábrahams kundi í Kristi Jesusi koma yvir heidningarnar, so vit við trúnni kundu fáa Andan, ið lovaður var.
15 Brøður! Eg tali menniskjaliga: Eingin ger tó til einkis staðfest arvaskjal eins menniskja ella leggur nakað aftrat tí.
16 Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur "avkomum", sum um nógvar, men sum um ein: "Og avkomi tínum" - og tað er Kristus.
17 Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis.
18 Tí fæst arvurin við lóg, so fæst hann ikki longur við lyfti; men Ábrahami gav Gud hann við lyfti.
19 Hvat skuldi lógin tá til? Jú, hon varð løgd aftrat, fyri at lógbrotini skuldu koma fyri dagin - inntil avkomið kom, sum lyftið var givið - og hon varð givin við einglum - við millummans hond.
20 Men millummaður er ikki fyri bert ein part - men Gud er ein.
21 Er tá lógin ímóti lyftum Guds! Minni enn so! - Ja, var lóg givin, sum kundi gjørt livandi, so kom rættvísin veruliga av lóg.
22 Men skriftin hevur lagt alt inn undir synd, fyri at tað, sum lovað var, skuldi við trúgv á Jesus Kristus verða teimum givið, sum trúgva.
23 Áðrenn trúgvin kom, vórðu vit hildin innistongd, og lógin helt vakt yvir okkum - inntil trúgvin, ið koma skuldi, opinberaðist.
24 Soleiðis er lógin vorðin tyktari okkara - til Kristus, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørd við trúgv.
25 Men nú trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir tyktara.
26 Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.
27 Tí tit, so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus.
28 Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
29 Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti.