| 1 | Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ei heldur við nøkrum menniskja, men við Jesusi Kristi og Gudi Faðir, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu, |
|
| 2 | og allir brøðurnir, ið hjá mær eru - til samkomurnar í Galatia. |
|
| 3 | Náði veri við tykkum og friður frá Gudi Faðir og Harra okkara Jesusi Kristi, |
|
| 4 | sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara! |
|
| 5 | Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. |
|
| 6 | Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium - |
|
| 7 | sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar. |
|
| 8 | Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum - hann veri bannaður! |
|
| 9 | Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður! |
|
| 10 | Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar. |
|
| 11 | Tí tað skal eg lata tykkum vita, brøður, at evangeliið, sum eg havi prædikað, er ikki menniskjaverk; |
|
| 12 | eg havi jú heldur ikki fingið tað ella lært tað av nøkrum menniskja, men við opinbering Jesu Krists. |
|
| 13 | Tit hava jú hoyrt, hvussu eg bar meg at fyrr, táið eg livdi sum Jødi, at eg ómetaliga hart søkti at samkomu Guds og oyddi hana. |
|
| 14 | Eg fór longur í jødadóminum enn mangir javnaldrar í fólki mínum; eg var enn ídnari fyri lærdómum fedra mína. |
|
| 15 | Men táið Gudi líkaði - sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni - |
|
| 16 | at opinbera Son Sín í mær, fyri at eg skuldi kunngera evangeliið um Hann millum heidningarnar, spurdi eg við tað sama ikki hold og blóð til ráðs, |
|
| 17 | fór heldur ikki niðan til Jerúsalem til teirra, sum undan mær vóru ápostlar; nei, eg fór burt til Arabia og kom so aftur til Damaskus. |
|
| 18 | Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem at læra Kefas at kenna, og eg steðgaði hjá honum fimtan dagar. |
|
| 19 | Men av hinum ápostlunum sá eg ongan; bert Jákup, bróður Harrans, sá eg. |
|
| 20 | - Tað, sum eg her skrivi til tykkara - fyri ásjón Guds vitni eg, at eg lúgvi tað ikki. |
|
| 21 | Síðani ferðaðist eg um í Sýrlandi og Kilikia. |
|
| 22 | Men persónliga kendu hinar kristnu samkomurnar í Judea meg ikki; |
|
| 23 | tey hoyrdu bert: "Hann, ið áður søkti at okkum, prædikar nú evangeliið um trúnna, sum hann einaferð ætlaði at oyða." |
|
| 24 | - Og tey prísaðu Gudi fyri meg. |
|
|