Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 6
12345 678910111213141516
er,fyri
1 Kann nakar av tykkum fáa seg til, táið hann hevur søk móti øðrum, tá at søkja dóm hjá hinum órættvísu og ikki hjá hinum heiløgu?
2 Ella vita tit ikki, at hini heiløgu skulu døma heimin? Og skal heimurin verða dømdur av tykkum, eru tit tá ikki nóg góðir at døma í teimum søkum, sum so lítið hava at týða!
3 Vita tit ikki, at vit skulu døma einglar? Hvussu mikið meiri tá ikki í tímiligum viðurskiftum!
4 Táið tit tá hava sakir um tímilig viðurskifti, seta tit teir til dómarar, sum eru roknaðir fyri einki í samkomuni!
5 Tykkum til skomm sigi eg tað! So er tá eingin vísur maður tykkara millum, ikki so mikið sum ein, ið er førur fyri at greiða søkina millum brøður sínar!
6 Men bróðir hevur søk við bróður, og tað fyri vantrúgvandi!
7er at siga, at tað er longu skeivt hjá tykkum, at tit hava sakir hvør við annan. Hví líða tit ikki fyrr órætt! Hví tola tit ikki fyrr skaða!
8 Men nú gera tit órætt og skaða, og tað brøðrum!
9 Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
10 hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!
11 Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.
12 Eg havi loyvi til alt - men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt - men eg má einki lata fáa vald á mær!
13 Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin - og Gud skal gera enda á báðum. Men likamið er ikki fyri siðloysi, men fyri Harran; og Harrin er fyri likamið.
14 Gud, sum hevur reist upp Harran, skal eisini reisa okkum upp við kraft Síni.
15 Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so!
16 Vita tit ikki, at tann, ið heldur seg til skøkjuna, er eitt likam við henni? Hann sigur jú: "Tey bæði skulu vera eitt hold."
17 Men tann, ið heldur seg til Harran, er ein andi við Honum.
18 Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
19 Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
20 Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!