Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 15
1234567891011121314 1516
alt,ið,áður,er,skrivað
1 Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar.
2 Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar - honum til gagn, til uppbygging.
3 Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði; nei - sum skrivað er -: "Háð teirra, Teg háðaðu, fall á Meg."
4 Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.
5 Og Gud tolsins og troystarinnar gevi tykkum at semjast tykkara millum - eftir fyridømi Jesu Krists,
6 so tit av einum hjarta - v einum munni - kunnu prísa Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists!
7 Tak tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!
8 Eg sigi: Kristus er vorðin tænari hinna umskornu til vitnisburð um, at Gud er sannorðaður - fyri at staðfesta lyftini til fedrarnar;
9 men heidningarnir skulu prísa Gudi fyri miskunn - sum skrivað er: "Tí skal eg játta Teg millum heidningar og lovsyngja navni Tínum."
10 Uppaftur verður sagt: "Gleðist, tit heidningar, saman v fólki Hansara!"
11 Og uppaftur: "Lov Harranum, allir heidningar, og prís Honum, øll fólk!"
12 Uppaftur sigur Esaias: "Koma skal rótskot Ísais, Hann, sum reisist at ráða yvir heidningum; á Hann skulu heidningar vóna."
13 Gud vónarinnar fylli tykkum v allari gleði og øllum fri í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini v kraft Heilaga Andans!
14 Eg havi eisini sjálvur ta fullu vissu um tykkum, brøður mínir, at tit av tykkum sjálvum eru fullir av góðsku, fyltir v øllum kunnskapi, førir fyri eisini at áminna hvør annan.
15 Tó havi eg fyri ein part skrivað heldur djarvt til tykkara fyri aftur at áminna tykkum - eftir náðini, mær er givin av Gudi,
16 at eg millum heidningarnar skal vera offurtænari Krists Jesu, tænir sum prestur í evangelii Guds, fyri at heidningarnir kunnu verða offur, líkar Honum, halgað v Heilaga Andanum.
17 Tí havi eg rós mítt í Kristi Jesusi, í tænastu míni fyri Gudi.
18 Tí eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur virkað v mær til at lea heidningar til lýdni, v orði og verki,
19 v kraft tekna og undra, v kraft Anda Guds, so eg, úr Jerúsalem og runt um, líka til Illýria, havi til fulnar kunngjørt evangelium Kristusar.
20 Eg havi tó sett æru mína í at kunngera evangeli, ikki har sum Kristus var nevndur frammanundan - fyri at eg skuldi ikki byggja á grundarlagnum hjá øðrum.
21 Nei - sum skrivað er -: "Tey, ongan boðskap høvdu fing um Hann, skulu síggja, og tey, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja."
22eri eg eisini so mangan hindraður at koma til tykkara.
23 Men nú einki rúm er mær longur í hesum londum - og eg mong ár havi tráað eftir at koma til tykkara -
24 ætli eg, tá eg fari til Spania, at koma til tykkara; tí eg vóni at fáa tykkum at síggja á gjøgnumferðini og av tykkum at verða hjálptur hagar, eftir at eg fyrst í nakran mun havi fing gott av tykkum.
25 Men nú fari eg til Jerúsalem í tænastu hinna heilagra.
26 Tí Makedonia og Akaia vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku millum hini heiløgu í Jerúsalem.
27 Tey vildu so fegin gera tað - og tey standa eisini í skuld til teirra. Tí tá heidningarnir hava fing part í andaligu góðum teirra, skylda teir teimum eisini at tæna teimum v hinum tímiliga.
28 eg tá havi fullført hetta og lagt henda ávøkst í hendur teirra, ætli eg haðani at fara til Spania og bera v hjá tykkum.
29 Og eg veit, at tá eg komi til tykkara, skal eg koma v signing Kristusar í fullum máli.
30 Nú áminni eg tykkum, brøður, v Harra okkara Jesusi Kristi og v kærleika Andans, saman v mær at stríða í bønum tykkara til Gud fyri mær,
31 at eg skal verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Judea, og at ørindi mítt í Jerúsalem skal líka hinum heiløgu væl,
32 so eg kann koma til tykkara v gleði, eftir vilja Guds, og verða lívgaður saman v tykkum.
33 Gud frarins veri v tykkum øllum! Amen.