Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 8
1234567 8910111213141516
1 Á hesum somu døgum, táið har aftur var nógv fólk, og tey einki høvdu at eta, rópti Hann lærisveinar Sínar og segði við teir:
2 "Mær tykir hjartaliga synd í fólkinum; tí tey hava longu verið hjá Mær tríggjar dagar, og tey hava einki at eta.
3 Lati Eg tey fara fastandi heimaftur, fáa tey maktarloysi á vegnum; og summi av teimum eru komin langan veg."
4 Lærisveinar Hansara svaraðu Honum: "Hvaðani skal nakar kunna metta hesi við breyði her í oyðimørk!"
5 Hann spurdi teir: "Hvussu mong breyð hava tit?" Teir svaraðu: "Sjey."
6 Tá segði Hann við fólkið, at tey skuldu seta seg niður á jørðina. So tók Hann hini sjey breyðini, takkaði, breyt tey og gav lærisveinum Sínum tey, fyri at teir skuldu bera tey um; teir løgdu tey so fyri fólkið.
7 Teir høvdu eisini nakrar fáar smáfiskar; Hann signaði teir og beyð, at eisini teir skuldu verða lagdir fyri tey.
8 So ótu tey og vórðu mett. Og teir savnaðu upp í sjey kurvar av bitum, sum av lupu.
9 Men teir vóru um 4000. So læt Hann tey fara.
10 Við tað sama fór Hann í bátin við lærisveinum Sínum og kom til landið við Dalmanuta.
11 Fariseararnir komu tá út hagar og fóru at trætast við Hann og kravdu Hann eftir tekini av Himli fyri at freista Hann.
12 Tá suffaði Hann djúpt í anda Sínum og segði: "Hví krevur henda ætt tekin? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hesi ætt skal einki tekin verða givið!"
13 So fór Hann frá teimum, steig aftur í bátin og fór yvirum.
14 Nú høvdu teir gloymt at taka breyð við og høvdu ikki meir enn eitt breyð við sær í bátinum.
15 Hann álegði teimum nú hetta: "Síggið til og varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!"
16 Tá hildu teir hvør við annan: "Tað er, tí vit einki breyð hava við!"
17 Men táið Hann varð varur við hetta, segði Hann við teir: "Hví tosa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Fata tit ikki enn, og skilja tit ikki? Er hjarta tykkara so hart?
18 Hava tit eygu og síggja ikki? Hava tit oyru og hoyra ikki? Og minnast tit ikki?
19 - Táið Eg breyt hini fimm breyðini til hinar 5000, hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?" Teir svaraðu Honum: "Tólv."
20 "Og táið Eg breyt hini sjey til hinar 4000, hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?" Teir svaraðu: "Sjey."
21 Hann segði við teir: "Hvussu ber tað tá til, at tit fata ikki enn?"
22 So komu teir til Betsaida. Og tey komu til Hansara við einum blindum og bóðu Hann nema við hann.
23 Tá tók Hann í hond hins blinda og leiddi hann út um bygdina, spýtti í eygu hansara, legði hendurnar á hann og spurdi hann, um hann sá nakað.
24 Hann hugdi upp og segði: "Eg síggi menniskjuni; tí eg síggi tey ganga um, eins og trø."
25 So legði Hann uppaftur hendurnar á eygu hansara, og nú sá hann klárt og var grøddur og kundi síggja alt skilliga.
26 Hann sendi hann tá heim til hansara sjálvs og segði: "Tú mást ikki fara inn í bygdina, ei heldur siga nøkrum í bygdini tað."
27 Jesus og lærisveinar Hansara fóru nú út til bygdirnar við Kesarea Filippi. Á vegnum spurdi Hann lærisveinar Sínar: "Hvønn sigur fólk Meg vera?"
28 Teir svaraðu: "Jóhannes doypara; onnur siga Elias, uppaftur onnur ein av profetunum."
29 Hann spurdi teir: "Men tit, hvønn siga tit Meg vera?" Pætur svaraði Honum: "Tú ert Kristus."
30 Tá álegði Hann teimum strangliga ikki at siga nøkrum hetta um Seg.
31 So fór Hann at læra teir, at Menniskjasonurin skuldi líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur tríggjar dagar eftir.
32 Hetta segði Hann beint fram. Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum.
33 Men Hann vendi Sær við og hugdi uppá lærisveinar Sínar, hevði at Pæturi og segði: "Vík aftur um Meg, Satan! Tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til."
34 Og Hann kallaði fólkið til Sín, og eisini lærisveinar Sínar, og segði við tey: "Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
35 Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, skal frelsa tað.
36 Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!
37 Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína!
38 Tann, ið skammast við Meg og orð Míni í hesi ótrúgvu og syndigu ætt, hann skal eisini Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Faðirs Síns við hinum heiløgu einglum."