Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 7
123456 78910111213141516
1 Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, sum komnir vóru úr Jerúsalem, savnaðust nú um Hann.
2 Teir fingu tá at síggja nakrar av lærisveinum Hansara eta við "vanheiløgum", tað er óvaskaðum, hondum.
3 Tí Fariseararnir og allir Jødar eta ikki, uttan teir fyrst vaska sær um hendurnar, bæði væl og virðiliga; tí teir halda fast við viðtøku hinna gomlu.
4 Táið teir koma av torginum, eta teir heldur ikki, fyrrenn teir hava vaskað sær; og mangt annað er, sum teir hava viðtikið at halda, vask av bikarum, krússum, koparíløtum og beinkjum.
5 Tí spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu Hann: "Hví ganga lærisveinar Tínir ikki eftir viðtøku hinna gomlu, men eta við vanheiløgum hondum?"
6 Men Hann svaraði teimum: "Beint profeteraði Esaias um tykkum, hyklarar tykkara! - sum skrivað er: "Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum, men hjarta teirra er langt frá Mær.
7 Og tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð."
8 Tit beina boð Guds av vegnum og halda viðtøku manna!"
9 Og Hann segði við teir: "Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara!
10 Tí Móses hevur sagt: "Ær faðir tín og móður tína!" og: "Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja."
11 Men tit siga: "Táið maður sigur við faðir ella móður: "Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, skal vera korban"" (tað er tempulgáva)
12 - tá geva tit honum ikki longur loyvi at gera nakað fyri faðir ella móður.
13 Soleiðis gera tit orð Guds til einkis við viðtøku tykkara, sum tit hava álagt menniskjum. Og mangt tílíkt gera tit."
14 So kallaði Hann aftur fólkið til Sín og segði við tey: "Hoyrið Meg øll og fatið!
15 Einki uttan fyri menniskjað kann, um tað fer inn í tað, gera tað óreint; men tað, sum út fer úr menniskjanum, er tað, sum ger menniskjað óreint.
16 Tann, sum hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!"
17 Táið Hann nú var komin inn í eitt hús, burtur frá fólkinum, spurdu lærisveinar Hansara Hann um hetta líknilsið.
18 Hann svaraði teimum: "Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint?
19 Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað."
20 Men Hann segði: "Tað, sum út fer úr menniskjanum, tað ger menniskjað óreint.
21 Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp,
22 hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska.
23 Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjað óreint."
24 Hann reistist nú og fór haðani, til landið við Týrus og Sidon. Har fór Hann inn í eitt hús og vildi ikki, at nakar skuldi fáa tað at vita. Og kortini duldist tað ikki;
25 nei, móðir eina smágentu, ið hevði óreinan anda, hevði hoyrt um Hann, og kom við tað sama og fall niður fyri fótum Hansara.
26 Hon var heiðin kvinna, ættað úr Sýrofønikia. Hon bað Hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni.
27 Men Hann segði við hana: "Lat børnini fyrst verða mett! Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og blaka tað fyri hinar smáu hundar."
28 Hon svaraði Honum: "Tað er satt, Harri! Hinir smáu hundar eta jú eisini undir borðinum av molum barnanna."
29 Tá segði Hann við hana: "Fyri hetta orðið - far! Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni."
30 So fór hon avstað heim til hús og fann barnið liggjandi á songini, og hin illi andin var farin út.
31 Táið Hann fór avstað aftur úr landinum við Týrus, kom Hann gjøgnum Sidon til vatnið í Galilea, mitt ígjøgnum Dekapolislandið.
32 Tey komu nú til Hansara við manni, ið var deyvur og illa fekk tosað; og tey bóðu Hann um at leggja hondina á hann.
33 Tá tók Hann hann avsíðis burtur frá fólkinum og stakk fingrarnar inn í oyru hansara, spýtti og nam við tungu hansara,
34 hugdi upp móti himli, suffaði og segði við hann: "Effata!" - Tað er: Lat teg upp!
35 Við tað sama opnaðust oyru hansara, tunguband hansara varð loyst, og hann talaði reint.
36 Hann legði teimum eina við ikki at siga nøkrum tað; men tess meiri Hann álegði teimum, tess meiri kunngjørdu tey tað.
37 Og tey vórðu ovfarin og sligin av undran og søgdu: "Hann hevur gjørt alt væl; Hann bæði ger, at deyv hoyra, og at málleys tala!"