1 | So fór Hann burtur haðani og kom til fedrabygd Sína, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum. |
|
2 | Táið sabbaturin kom, fór Hann at læra í sýnagoguni; og mong, ið hoyrdu Hann, vórðu sligin av undran og søgdu: "Hvaðani hevur Hann hetta? Hvat er tað fyri vísdómur, ið Honum er givin? Og slíkar kraftargerðir, ið gjørdar verða við hondum Hansara! |
|
3 | Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og eru ikki Jákup, Jóses, Judas og Símun brøður Hansara! Eru ikki systrar Hansara her hjá okkum!" - So tóku tey sær ilt av Honum. |
|
4 | Tá segði Jesus við tey: "Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði, millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!" |
|
5 | Og Hann kundi onga kraftargerð gera har, uttan bert at Hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey. |
|
6 | Og Hann undraðist á vantrúgv teirra. Síðani ferðaðist Hann um í bygdunum har rundanum og lærdi. |
|
7 | Hann kallaði nú hinar tólv til Sín og fór at senda teir út, tveir og tveir, og gav teimum vald yvir hinum óreinu andum. |
|
8 | Hann beyð teimum, at teir skuldu einki taka við á ferðini uttan bert stav, ikki breyð, ikki tasku, ikki kopar í beltið, |
|
9 | men vera í skóm, og: "Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!" |
|
10 | Og Hann segði við teir: "Har sum tit koma inn í hús, skulu tit vera, inntil tit fara avstað aftur haðani. |
|
11 | Og har sum tey ikki vilja taka ímóti tykkum og ikki lurta eftir tykkum, haðani skulu tit fara burtur og rista av dustið undir fótum tykkara til vitnisburð móti teimum." |
|
12 | So fóru teir út og prædikaðu, at tey skuldu venda við. |
|
13 | Og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey. |
|
14 | Heródes kongur fekk nú hetta at frætta - tí navn Hansara var vorðið víða gitið - og hann segði: "Jóhannes doypari er risin upp frá hinum deyðu, og tí virka hesar kreftir í honum!" |
|
15 | Onnur søgdu: "Tað er Elias!" Uppaftur onnur søgdu: "Tað er ein profetur, líkur hinum profetunum!" |
|
16 | Men táið Heródes hoyrdi tað, segði hann: "Jóhannes, sum eg læt hálshøgga, er risin upp!" |
|
17 | - Tí Heródes hevði sjálvur sent menn avstað og latið Jóhannes taka og seta í fangahús. Tað komst av Heródias, sum var kona Filip, bróður hansara; tí hann hevði gift seg við henni, |
|
18 | og Jóhannes hevði sagt við hann: "Tú hevur ikki loyvi at hava konu bróður tíns!" |
|
19 | Heródias bar tí agg til hansara og vildi fegin drepa hann, men var ikki før fyri at fáa tað í lag. |
|
20 | Tí Heródes hevði ótta fyri Jóhannesi, av tí at hann vitsti, at hann var rættvísur og heilagur maður; og hann helt hondina yvir honum. Táið hann lurtaði eftir honum, var hann í iva um mangt, og honum dámdi væl at hoyra hann. |
|
21 | Men so kom lagaligur dagur. Heródes gjørdi føðingardag sín veitslu fyri stórmonnum sínum og herhøvdingunum og hinum frægastu monnunum í Galilea. |
|
22 | Tá kom dóttir hesa Heródias inn og dansaði, og Heródesi og gestunum líktist væl á hana. Kongurin segði tá við gentuna: "Bið meg um, hvat tú so vilt, og eg skal geva tær tað!" |
|
23 | Og hann gjørdi henni eið uppá tað og segði: "Hvat tú so biður um, skal eg geva tær, líka til helvtina av ríki mínum!" |
|
24 | Tá fór hon út og spurdi móður sína: "Hvat skal eg biðja um?" Hon svaraði: "Um høvd Jóhannesar doypara!" |
|
25 | So fór hon við tað sama skundisliga inn til kongin, bað hann og segði: "Eg vil, at tú nú alt fyri eitt gevur mær høvd Jóhannesar doypara á fati." |
|
26 | Tá varð kongurin ógvuliga tungur; men tó vildi hann ikki vísa henni burtur - tí hann hevði svorið, og gestirnir høvdu hoyrt! |
|
27 | Kongurin sendi tí við tað sama ein av vaktini avstað og gav honum boð um at koma við høvdi hansara. |
|
28 | Hesin fór tá avstað og hálshøgdi hann í fangahúsinum; so kom hann við høvdi hansara á fati og gav gentuni tað, og gentan gav móður síni tað. |
|
29 | Táið lærisveinar hansara frættu hetta, komu teir og tóku lík hansara og løgdu tað í grøv. |
|
30 | Ápostlarnir savnaðust nú aftur hjá Jesusi; og teir søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt, og øllum, ið teir høvdu lært. |
|
31 | Tá segði Hann við teir: "Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!" Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta. |
|
32 | So fóru teir avstað við bátinum til oyðið stað fyri seg sjálvar. |
|
33 | Men fólkið sá teir fara avstað, og mong kendu teir; og so streymaðu tey saman har til gongu úr øllum bygdunum og komu fyrr enn teir. |
|
34 | Táið Hann tí kom upp á land, sá Hann nógv fólk; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, tí tey vóru sum seyður, ið ongan hirða hevur; og Hann fór at læra tey nógv. |
|
35 | Táið nú longu var vorðið seint, komu lærisveinar Hansara til Hansara og søgdu: "Staðið er oyðið, og tað er longu seint. |
|
36 | Lat tey fara avstað, so tey fáa farið í garðarnar og bygdirnar her rundanum og keypt sær okkurt at eta!" |
|
37 | Hann svaraði teimum: "Gevið tit teimum at eta!" Teir søgdu við Hann: "Skulu vit fara avstað og keypa fyri 200 denarar í breyði og geva teimum at eta?" |
|
38 | Men Hann segði við teir: "Hvussu mong breyð hava tit? Farið og vitið!" Táið teir høvdu hugt eftir, søgdu teir: "Fimm, og tveir fiskar." |
|
39 | Tá beyð Hann teimum at lata tey øll seta seg niður í hitt grøna grasið í smáum flokkum. |
|
40 | Og tey settust niður, flokkur hjá flokki, 100 í summum, og 50 í summum. |
|
41 | So tók Hann hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði. Síðani breyt Hann breyðini og gav lærisveinunum tey at lata fólkið fáa, og Hann býtti fiskarnar báðar millum tey øll. |
|
42 | Og tey ótu øll og vórðu mett. |
|
43 | Síðani hentaðu teir upp í tólv fullar kurvar av bitum, eisini av fiskunum. |
|
44 | Teir, ið høvdu etið breyðini, vóru 5000 menn. |
|
45 | Við tað sama noyddi Hann nú lærisveinar Sínar at fara í bátin og fara undan yvirum til Betsaida, meðan Hann sjálvur læt fólkið fara avstað. |
|
46 | Táið Hann var skilstur frá teimum, fór Hann niðan á fjallið at biðja. |
|
47 | Táið so kvøldið var komið, var báturin mitt á vatninum, og Hann einsamallur á landi. |
|
48 | Hann sá nú, at teimum gekst illa at vinna, tí teir høvdu andróður. Um fjórðu náttarvøku kom Hann tá til teirra, gangandi á vatninum, og Hann ætlaði at fara um teir. |
|
49 | Men táið teir sóu Hann ganga á vatninum, hildu teir tað vera spøkilsi; og teir skóru í róp. |
|
50 | Tí teir sóu Hann allir og ræddust. Men Hann talaði alt fyri eitt við teir og segði: "Verið hugreystir, tað eri Eg, óttist ikki!" |
|
51 | So kom Hann inn í bátin til teirra, og vindurin makaði. Og teir vórðu stórliga ovfarnir, heilt ómetaliga. |
|
52 | Tí teir høvdu ikki fingið skil av tí, sum hent hevði við breyðunum, nei, hjarta teirra var hart. |
|
53 | Táið teir nú vóru farnir yvirum, komu teir til Genezaretsland og løgdu at har. |
|
54 | Táið teir stigu upp úr bátinum, kendi fólkið Hann við tað sama aftur. |
|
55 | Og tey runnu um allastaðni har um vegir og fóru at bera hini sjúku um í seingjum, hagar sum tey hoyrdu, at Hann var. |
|
56 | Og hvar Hann so fór inn í bygdir, býir ella garðar, løgdu tey hini sjúku á torgini og bóðu Hann loyva teimum at nema, um tað so bert var við faldin á klæðum Hansara; og øll, ið numu við Hann, vórðu grødd. |
|
|