Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 5
1234 5678910111213141516
1 So komu teir yvir um vatnið, til land Gerasena.
2 Við tað sama sum Hann var farin upp úr bátinum, kom ímóti Honum út úr grøvunum maður við óreinum anda.
3 Hann hevði tilhald sítt har í grøvunum, og eingin kundi longur binda hann, nei, ikki um tað so var við leinkjum.
4 Tí hann hevði mangan verið bundin við fótjørnum og leinkjum; leinkjurnar hevði hann skrætt av sær, og fótjørnini hevði hann slitið sundur, og eingin kundi temja hann.
5 Hann var altíð, bæði dag og nátt, í grøvunum og í fjøllunum, rópti og meinslaði seg sjálvan við steinum.
6 Táið hann nú sá Jesus langt burtur, rann hann til Hansara, kastaði seg niður fyri Honum
7 og rópti hart: "Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins hægsta Guds! Eg taki Teg í eið um Gud, at Tú pínir meg ikki!"
8 Tí Hann segði við hann: "Far út úr manninum, óreini andi!"
9 Tá spurdi Hann hann: "Hvussu eitur tú?" Hann svaraði Honum: "Legión er navn mítt; tí vit eru nógvir."
10 Hann bønaði Hann nú, ikki at reka teir burt haðani av leið.
11 Nú lá har við fjallið stórt svínafylgi og át.
12 Og teir bóðu Hann: "Send okkum í svínini, so vit kunnu fara í tey!"
13 Hann gav teimum loyvi til tað. Tá fóru hinir óreinu andarnir út og fóru í svínini; og fylgið, eini 2000 í tali, stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum.
14 Men svínahirðarnir tóku til beins og fóru og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum har. Og fólk fór út at síggja, hvat tað var, ið hent hevði.
15 Táið tey nú komu til Jesus, sóu tey hann, ið settur hevði verið av illum andum - sum legiónin hevði verið í - sita ílatnan og við seg sjálvan; og tey óttaðust.
16 Men teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum frá, hvussu til hevði gingist við honum, ið settur hevði verið av illum andum, og um svínini.
17 Tá fóru tey at biðja Hann um at fara burtur av leiðum teirra.
18 Táið Hann so fór í bátin, bað hin, ið settur hevði verið av illum andum, um loyvi at vera hjá Honum.
19 Hann gav honum tó ikki loyvi til tað, men segði við hann: "Far heim til tín sjálvs, til tíni egnu, og sig teimum frá stórverkunum, ið Harrin hevur gjørt fyri teg, og at Hann hevur miskunnað tær!"
20 Tá fór hann avstað og fór at kunngera í Dekapolis stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann; og øll undraðust.
21 Táið Jesus nú var farin yvirum aftur í bátinum, savnaðist nógv fólk rundan um Hann, og Hann var við vatnið.
22 Tá kom ein sýnagogustjóri - Jairus æt hann; og táið hann sá Hann, fall hann niður fyri fótum Hansara.
23 Hann bað Hann bønliga og segði: "Lítla dóttir mín liggur og stríðist; hevði Tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, so hon kann verða hjálpin og liva!"
24 Tá fór Hann avstað við honum, og nógv fólk fylgdi Honum, og tey troðkaðust um Hann.
25 Nú var kvinna, sum hevði havt blóðsótt í tólv ár.
26 Hon hevði útstaðið nógv av mongum læknum; alt, ið hon átti, hevði hon latið afturfyri, og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað.
27 Hon hevði hoyrt um Jesus og kom nú aftanfrá mitt ímillum fólkið og nam við klæði Hansara.
28 Tí hon segði: "Fái eg nomið, um tað so bert er við klæði Hansara, verði eg hjálpin."
29 Við tað sama tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi í likami sínum, at hon var vorðin frísk av plágu síni.
30 Men alt fyri eitt sum Jesus kendi við Sær sjálvum kraftina, ið út gekk frá Honum, vendi Hann Sær á í fólkahópinum og segði: "Hvør nam við klæði Míni?"
31 Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: "Tú sært, at fólkið troðkar Teg, og Tú spyrt: "Hvør nam við Meg?""
32 Men Hann hugdi rundan um Seg fyri at fáa eyga á hana, ið gjørt hetta hevði.
33 Kvinnan - sum vitsti, hvat hana hevði hent - kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum og segði Honum alt, sum tað var.
34 Tá segði Hann við hana: "Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!"
35 Meðan Hann enn talaði, komu nøkur frá sýnagogustjóranum og søgdu: "Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!"
36 Men Jesus hoyrdi orðið, ið sagt varð, og segði við sýnagogustjóran: "Óttast ikki, trúgv bert!"
37 Hann læt ongan fáa loyvi at koma við Sær uttan Pætur og Jákup, og Jóhannes, bróður Jákup.
38 So komu teir til hús sýnagogustjórans, og har sá Hann mongd av fólki, sum helt gang og græt og venaði seg illa.
39 Hann fór tá inn og segði við tey: "Hví gera tit óljóð og gráta? Barnið er ikki deytt, tað svevur!"
40 Tey læðu at Honum. Men Hann koyrdi tey øll út; so tók Hann faðir og móður barnsins við Sær, og teir, ið við Honum vóru, og fór inn, hagar sum barnið var.
41 Og Hann tók í hondina á barninum og segði við hana: "Talita kumi!" Tað er útlagt: "Genta, Eg sigi tær: Reis teg upp!"
42 Við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring; tí hon var tólv ára gomul. Og tey vórðu heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey.
43 Men Hann forbeyð teimum strangliga at lata nakran fáa hetta at vita; og Hann segði, at tey skuldu geva henni at eta.