Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 3
12 345678910111213141516
1 Aftur fór Hann inn í sýnagogu, og har var maður, sum hevði visna hond.
2 Teir høvdu eyguni eftir Honum, um Hann mundi fara at grøða hann sabbat, fyri at teir kundu fáa okkurt at klaga Hann fyri.
3 Tá segði Hann við mannin, ið hevði hina visnu hondina: "Reis teg og kom fram higar!"
4 So segði Hann við teir: "Hvat er loyviligt sabbat: At gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at drepa?" Teir tagdu.
5 Tá hugdi Hann runt á teir í vreiði, harmur um, at hjørtu teirra vóru so hørð, og segði so við mannin: "Rætt út hondina!" Hann rætti hana út, og hond hansara varð frísk aftur.
6 Tá fóru Fariseararnir við tað sama út og hildu ráð saman við Heródingum móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum.
7 Jesus fór nú burtur við lærisveinum Sínum til vatnið, og stór mongd av fólki úr Galilea fylgdi eftir. Og úr Judea,
8 úr Jerúsalem, úr Idumea og úr landinum hinumegin Jordan og rundan um Týrus og Sidon komu stórir skarar av fólki til Hansara, táið tey hoyrdu um stórverkini, ið Hann gjørdi.
9 Tá segði Hann við lærisveinar Sínar, at bátur skuldi vera til reiðar til Hansara fyri fólksins skuld, so tey skuldu ikki treingja Hann.
10 Tí Hann grøddi mong, so tey beinan vegin lupu á Hann fyri at sleppa at nema við Hann, øll, sum høvdu plágur.
11 Táið hinir óreinu andar sóu Hann, fullu teir niður fyri Honum og róptu: "Tú ert Sonur Guds!"
12 Men Hann beyð teimum við nógvum strongum orðum, at teir máttu ikki gera Hann kendan.
13 Hann fór so niðan á fjallið og kallaði til Sín teir, ið Hann sjálvur vildi; og teir komu til Hansara.
14 So útvaldi Hann tólv, sum skuldu vera hjá Honum, og sum Hann so kundi senda út at prædika;
15 teir skuldu hava vald at reka út illar andar.
16 Hann gav Símuni navnið Pætur;
17 so var Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir Jákup; teimum báðum gav Hann navnið Boanerges, tað er Torusynir;
18 so Andrias, Filip, Bartolomeus, Matteus, Tummas, Jákup, sonur Alfeus, Taddeus, Símun Kánaneari
19 og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.
20 So kom Hann heim, og aftur kom fólkið saman, so teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta.
21 Táið nú skyldfólk Hansara fingu hetta at hoyra, fóru tey út at fáa fatur á Honum; tí tey søgdu: "Hann er frá Sær sjálvum!"
22 Hinir skriftlærdu, ið komnir vóru oman úr Jerúsalem, søgdu: "Hann hevur Be’elzebul, og tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!"
23 Tá kallaði Hann teir til Sín og segði við teir í líknilsum: "Hvussu kann Satan reka út Satan!
24 Er ríki komið í stríð við seg sjálvt, kann tað ríki ikki verða standandi.
25 Er hús komið í stríð við seg sjálvt, kann tað hús ikki verða standandi.
26 Og hevur Satan sett seg upp móti sær sjálvum og er komin í stríð við seg sjálvan, kann hann ikki verða standandi, nei, tað er úti við honum.
27 Eingin kann fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka; tá kann hann ræna hús hansara.
28 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt skal verða menniskjabørnunum fyrigivið, syndir og spottanir, hvussu stórliga tey so spotta;
29 men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd."
30 Tí teir søgdu: "Hann hevur óreinan anda!"
31 So komu móðir og brøður Hansara; tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til Hansara og bóðu Hann koma út.
32 Fólkið sat rundan um Hann; og tey søgdu við Hann: "Móðir Tín og brøður Tínir eru uttanfyri og spyrja eftir Tær!"
33 Tá svaraði Hann teimum: "Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?"
34 Og Hann hugdi rundan um Seg á tey, sum rundan um Hann sótu, og segði: "Hyggið, her eru móðir Mín og brøður Mínir!
35 Tí tann, ið ger vilja Guds, hann er bróðir og systir og móðir Mín."