1 | Nakrar dagar seinni fór Hann aftur inn í Kapernaum, og tað spurdist, at Hann var heima. |
|
2 | Tá kom nógv fólk saman, so at tey rúmaðust ikki longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar; og Hann talaði orðið til teirra. |
|
3 | Teir komu tá til Hansara við lamnum manni, sum varð borin av fýra; |
|
4 | og við tað at teir sluppu ikki fram til Hansara fyri mannfjøldini, tóku teir takið av, har sum Hann var, brutu hol á og sígdu niður songina, sum hin lamni lá í. |
|
5 | Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: "Sonurin, syndir tínar eru fyrigivnar!" |
|
6 | Nú sótu nakrir av hinum skriftlærdu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: |
|
7 | "Hví talar hesin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir uttan ein - Gud!" |
|
8 | Við tað sama kendi Jesus í anda Sínum, at teir hugsaðu so við sær sjálvum, og Hann segði við teir: "Hví hugsa tit hatta í hjørtum tykkara? |
|
9 | Hvat er lættari, at siga við hin lamna: "Syndir tínar eru tær fyrigivnar!" ella at siga: "Reis teg, tak song tína og gakk!" |
|
10 | Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir" - segði Hann við hin lamna: |
|
11 | "Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!" |
|
12 | Tá reistist hann, tók við tað sama songina og fór út fyri eygum alra, so tey vóru øll ovfarin og prísaðu Gudi og søgdu: "Aldri hava vit sæð slíkt!" |
|
13 | Aftur fór Hann út, fram við vatninum, og alt fólkið kom til Hansara, og Hann lærdi tey. |
|
14 | Hann kom tá framvið og sá Levi, son Alfeus, sita við tollbúðina; og Hann segði við hann: "Fylg Mær!" Tá reistist hann og fylgdi Honum. |
|
15 | Táið Hann síðani sat til borðs heima hjá honum, sótu nógvir tollarar og syndarar til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara; tí teir vóru nógvir, og teir fylgdu Honum. |
|
16 | Táið hinir skriftlærdu og Fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: "Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum!" |
|
17 | Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: "Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar." |
|
18 | Lærisveinar Jóhannesar og Farisearanna hildu føstu. Teir komu nú og søgdu við Hann: "Hví fasta lærisveinar Jóhannesar og Farisearanna, og lærisveinar Tínir fasta ikki?" |
|
19 | Jesus svaraði teimum: "Fara brúðmenninir at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum! So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta. |
|
20 | Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta, tann dag. |
|
21 | Eingin seymar bót av ótøvdum vadmali á gamalt plagg; tí hin nýggja bótin skræðir meiri burtur úr hinum gamla, og holið verður verri. |
|
22 | Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí vínið spreingir sekkirnar, og bæði tað og sekkirnir fara fyri einki. Nei, nýtt vín skal í nýggjar skinnsekkir!" |
|
23 | Nú hendi tað ein sabbat, at Hann gekk gjøgnum ein akur; og lærisveinar Hansara fóru at slíta øks, meðan teir gingu. |
|
24 | Tá søgdu Fariseararnir við Hann: "Hygg, hví gera teir sabbat tað, sum ikki er loyviligt!" |
|
25 | Hann svaraði teimum: "Hava tit aldri lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann kom í neyð og hungraði, hann sjálvur og teir, ið við honum vóru |
|
26 | - hvussu hann fór inn í hús Guds, meðan Abjatar var høvuðsprestur, og át sýnisbreyðini, sum eingin hevur loyvi at eta uttan prestarnir, og gav eisini teimum, ið við honum vóru?" |
|
27 | Og Hann segði við teir: "Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld. |
|
28 | Tí er Menniskjasonurin Harri sabbatsins við." |
|
|