Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Markus
Kapittul 15
1234567891011121314 1516
1 Alt fyri eitt um morgunin, táið høvuðsprestarnir høvdu hildið ráð saman við hinum elstu og skriftlærdu, øllum ráðnum, bundu teir Jesus og fóru avstað við Honum og góvu Hann upp til Pilatus.
2 Pilatus spurdi Hann tá: "Ert Tú kongur Jødanna?" Hann svaraði honum: "Tú sigur tað!"
3 Og høvuðsprestarnir klagaðu Hann fyri mangt.
4 Pilatus spurdi Hann tá aftur: "Svarar Tú als einki? Hoyr, hvussu nógv teir klaga Teg fyri!"
5 Men Jesus svaraði ikki meir, so Pilatus undraðist.
6 Nú var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan um høgtíðina, hvønn tey bóðu um.
7 Og har var ein, ið æt Barabbas; hann var settur í fangahús saman við nøkrum, ið høvdu gjørt uppreistur, og sum í uppreistrinum høvdu gjørt seg sekar í manndrápi.
8 Fólkið kom nú niðan og fór at biðja hann um at gera fyri seg tað, sum hann altíð var vanur.
9 Pilatus svaraði teimum: "Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?"
10 Tí hann dugdi at síggja, at tað var av øvund, høvuðsprestarnir høvdu givið Hann upp til hansara.
11 Men høvuðsprestarnir østu fólkið upp at biðja um, at hann fyrr skuldi geva teimum Barabbas leysan.
12 Tá tók Pilatus aftur til orða og segði við tey: "Hvat vilja tit tá, eg skal gera við Hann, sum tit kalla Jødakongin?"
13 Tey róptu aftur: "Krossfest Hann!"
14 Pilatus spurdi tey: "Hvat ilt hevur Hann tá gjørt?" Men tey róptu enn harðari: "Krossfest Hann!"
15 Av tí at Pilatus nú vildi gera fólkinum til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav Hann upp at verða krossfestan.
16 Tá fóru hermenninir við Honum inn í garðin - tað er inn í borgina - og róptu saman alla vaktina.
17 Teir lótu Hann í purpurkappa og flættaðu tornakrúnu og settu hana á Hann.
18 So fóru teir at heilsa Honum: "Heilur, Jødakongurin!"
19 Og teir slógu Hann í høvdið við rørstavi og spýttu á Hann og fullu á knæ og tilbóðu Hann.
20 Táið teir høvdu háðað Hann, lótu teir Hann úr purpurkappanum og lótu Hann í Hansara egnu klæði. So fóru teir út við Honum at krossfesta Hann.
21 Og teir noyddu ein at bera kross Hansara, ein, sum kom framvið, sum kom av markini, Símun úr Kýrene, faðir Aleksander og Rufus.
22 Teir fóru so við Honum út til staðið Golgata, tað er Skallastaðin.
23 Og teir góvu Honum vín at drekka við myrra í; men Hann tók ikki av.
24 So krossfestu teir Hann, og teir býttu klæði Hansara og kastaðu lut um, hvat hvør skuldi fáa.
25 Tað var um triðja tíman, teir krossfestu Hann.
26 Yvirskriftin við tí, sum Hann var klagaður fyri, ljóðaði so: "Kongur Jødanna."
27 Tveir ránsmenn krossfestu teir saman við Honum, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin.
28 Tá gekk skriftin út, sum sigur: "Hann varð roknaður millum illgerðarmenn."
29 Tey, sum gingu framvið, spottaðu Hann, ristu við høvdinum og søgdu: "Tví vorði Tær, Tú, sum brýtur niður templið og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum!
30 Frels Teg sjálvan og kom niður av krossinum!"
31 Á sama hátt háðaðu høvuðsprestarnir Hann sín ámillum, og eisini hinir skriftlærdu, og søgdu: "Onnur hevur Hann frelst; Seg sjálvan kann Hann ikki frelsa!
32 Kristus, kongur Ísraels - lat Hann nú koma niður av krossinum, so vit kunnu síggja tað og trúgva!" - Eisini teir, sum krossfestir vóru við Honum, háðaðu Hann.
33 Táið sætti tímin var komin, legðist myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman.
34 Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: "Elo’i, Elo’i! Lama sabaktani?" Tað er útlagt: "Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?"
35 Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu, táið teir hoyrdu tað: "Hann rópar eftir Eliasi!"
36 Men ein leyp til, fylti svamp við ediki og setti hann á rørstav, gav Honum at drekka og segði: "Bíðið, latið okkum síggja, um Elias kemur at taka Hann niður!"
37 Men Jesus rópti við harðari rødd og andaðist.
38 Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum.
39 Men táið høvuðsmaðurin, ið hjá stóð, beint yvir av Honum, sá, at Hann andaðist á henda hátt, segði hann: "Sanniliga var hesin maður Sonur Guds!"
40 Har vóru eisini nakrar kvinnur, ið stóðu langt burturfrá og hugdu at; millum teirra vóru eisini Maria Magdalena og Maria, móðir yngra Jákup og Jóses, og Saloma -
41 sum høvdu fylgt Honum og tænt Honum, táið Hann var í Galilea, og nógvar aðrar kvinnur, ið vóru farnar niðan til Jerúsalem við Honum.
42 Við tað at kvøldið longu var komið, og tað var tilreiðingardagur - tað er dagurin fyri sabbatin -
43 kom Jósef úr Arimatea, avhildin ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði ríki Guds; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað um likam Jesusar.
44 Tá undraðist Pilatus á, at Hann longu skuldi vera deyður;
45 og hann rópti høvuðsmannin og spurdi hann, um tað var langt síðani, Hann doyði; táið hann hevði fingið tað at vita frá høvuðsmanninum, gav hann Jósefi líkið.
46 Jósef keypti tá fínt línklæði, tók Hann niður, sveipaði Hann í línklæðið og legði Hann í grøv, sum høgd var inn í klett. So velti hann stein fyri gravarmunnan.
47 Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar Hann varð lagdur.